BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 28.06.2017

Í Ásmundarskorð við hornaseyði

Eftirsum ongin seyður hevur gingið í Ásmundarskorð seinastu trý árini, gjørdu vit av at fara at  sleppa nøkrum seyðum har í ár. Hesuferð blivu tríggir hornaseyðir sleptir. Vit fóru eystur á Múlagjógv mikukvøldið 14. mai. Veðrið var av tí allarbesta, og menn vóru spentir at sleppa upp. Vit fóru fýra mans upp, og tveir vóru eftir í bátinum. Tað stóð við klettin, so tað var ongin trupulleiki at koma at við bátinum. Væl gekk at fáa bæði menn og seyð upp, hóast at tað bert var Hans, ið hevði verið her áður, og eftir einari lítlari løtu vóru vit uppi í Ásmundarskorð.

Vit ætla okkum møguliga at fara ein túr í Ásmundarskorð seinni í summar at seta nakrar kongar og leggja bond, soleiðis at tað bæði verður lættari og tryggari hjá monnum og seyði at koma upp.

Hóast tað, at onkur seyður viðhvørt dettur oman, eru vit við gott mót, og vit ætla eftir teimum aftur seinast í september mánaði. Tá skuldu teir allir helst verið har enn og hava tikið nøkur pund uppá.

Við vóru:

Í skorðini:                                           Á báti:

Hans Johannesen                                Egil B. Heinesen

Brandur Isaksen                                  Kristian Haldansen 

John Martin Andreasen

Bjartur Tórhalsson