BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 30.05.2017

LÝSINGAR



Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Órudd !

Juni 16 , 2005
Kommunan lýsir av og á við at órudd so sum bilvrak og annað verður koyrt vekk fyri eigarans rokning, um eigarin ikki gerð tað sjálvur. Her er talan um bilvrak o. a. sum stendur á almennum økið.
Tað er long tíð farin síðan freistin var úti, men enn standa hópin av bilvrakum runt um í bygdini....
Kunnu tit greiða frá hesum.
Vinarliga Borgari
Tað er rætt sum tú sigur, at freistin er farin, og tað sum nú hendir er at løgreglan sum skal hjálpa okkum við hesum arbeiðinum, fyrireikar eitt ruddinngartiltak við fútaloyvi. Tað er nevniliga soleiðis, at tað er ikki bara at siga tað at rudda burtur fyri eigarans rokning, sambært galdandi lógum og reglum. Upplýsast kann, at ætlanin er at verða nógv strangari í framtíðini viðvíkjandi óruddi í bygdini sum stendur á almennum øki, fyri at forða fyri at hetta hópar seg upp til størri ruddingardagar sum nú er. VK

 

Bústaðir

Juni 06 , 2005
Havi verið á GIS-kortinum - fínt, fínt, men eg síggi ikki at bústaðirnir eru lagdir inn. Eru teir tað? Áhugavert hevði eisini verið við staðarnøvnunum, sum tit hava í tykkara savni. v.h. John Zachariassen
Brúkar man GIS-kortið rætt, síggjast bústaðirnir á kortinum. Tú kundi kanska roynt at hugt í vegleiðingina sum er á kortsíðuni. Viðvíkjandi staðarnøvnum á netinum er at siga, at hetta er ov stórt og rúgvismikið arbeiði at fáa framt í verkið sum støðan er í dag. Við at venda sær til Vestmanna Bygdarsavn, er møguleiki at fáa allar upplýsningar sum eru tøkir har. VK