BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Myndir !

Juli 01 , 2005
Takk fyri tykkara frálíku heimasíðu. Serliga at hon verður dagførd við stuttum millumbili, gerð at hon er verd at vitja. Øll vita vit, at tað eru sera nógv fólk, sum eru fegin um myndasavnið. Tað eru vestmenningar, sum gerða eitt stórt arbeiði við at savna myndir, nýggjar sum gamlar, um Vestmanna og fólkið ið her býr, er nakar møguleiki hjá kommununi at fingi onkran av hesum fólkum at gjørt hetta arbeiði uppá rokning, soleiðis at allir borgarar, herbúgvandi, og serliga útisetarnir, fingu hesar myndir at síggja ?
Eisini hevði verið gott, um víst var á, nær í nýggjar myndir eru komnar inn, so at ein sleppur frá at fara ígjøgnum allar umaftur fyrið at vita um nakrar nýggjar eru.
Vinarliga "ein vælnøgdur borgari"
Vit royna okkara besta við at halda heimasíðuna viðlíka, og tað er gott at hoyra at fólk eru nøgd við hetta. Myndasavnið kundið verði betur røkt og skipað, men við teirri manning og orku vit hava, fáa vit ikki gjørt nakað við hetta sum nú er. Hugskot og hjálp eru altíð vælkomin. VK