BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 26.09.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Grundin undirn Jonsa handli .

August 31 , 2005
Er tað rætt sum eg lesið, at tað kostar 26.250 kr. v/mvg gott nokk, at málað eina pinkulítla grund ????
Tit burdu skammast at brúkt so nógvar av okkara pengum til hetta. Handan grundin kann verða málað uppá uml. 10 tímar. Vit hava í komununi fleiri starvsfólk, sum høvdu kunna gjørt hesa uppgávuna 4 ferðir bílgari.
Sera, sera ónøgdur eygleyðari.
Kæri eygleiðari! Hetta er ikki so heilt einfalt sum tygum vilja gera hetta til. Fyri at svara spurningi tínum um tíðina at gera arbeiði, so eru 10 tímar tygara boð, og er ikki serliga seriøst, tá ið hugsað verður um hvat skal gerast við grundina. At kostnaðurin kundi verið 4 ferðir lægri enn innkomið tilboð, má so standa fyri tygara rokning. Annars er tað altíð ein góður siður, at tryggja sær tað neyðugu vitan um einstakt mál - sum í hesum føri - áðrenn man sigur sína meining alment! VK

 

Savn við bygdaráðs samtyktum !

August 29 , 2005
Vinarliga latið samtyktirnar frá bygdarásfundunum standa á heimasíðuni. Ikki sum nú lata hana standa til tann næsta er samtykt.
Tí tað er oftani at ein vil síggja hvat var samtykt, t.d. fyrr í árinum.
Vinarliga
Borgari
Kæri borgari! Vit goyma samtyktirnar í teiginum kunning/fundarbók á síðuni hjá okkum. Góða eydnu. VK

 

Fólkatal

August 17 , 2005
Finnast hagtøl yvir íbúgvar í Vestmanna kommunu?

Eg skrivi eina ritgerð um málføri í Norðurstreymoy, og í tí sambandi ætlaði eg at fáa til vega yvirlit yvir fólkatalið í økinum, helst so langt aftur, sum til ber.

Vinarliga
Sólvá Jónsdóttir
Hagtøl fyri fólkatøl í kommunum í Føroyum fær man frá Landsfólkayvirlitinum. VK

 

Grundstykki

August 10 , 2005
Hvat kosta grundstykkini ?
Grundøkini hjá Vestmanna Kommunu kosta útgrivin og planeraði kr.350 fyri m². Tvs. at eitt grundøki í útstykkingini í Vestri kostar umleið kr.210.000 VK