BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

WC- skúr

Oktober 26 , 2005
Hvat kostar tað at leiga wc skúrin, sum stendur á tykkara heimasíðu? Hvønn skal man kontakta?
Ring til okkara á tlf. 470110 og spyr meira um hetta. VK

 

Størv

Oktober 19 , 2005
Hevði tað verið eitt hugskot at havt ein teig sum eitur STØRV. Tað eru av og á leys størv hjá kommununi.
Ja, hví ikki? Tað er óivað eitt gott hugskot. Vit taka hugskotið til eftirtektar. VK

 

Bygdarhúsið

Oktober 12 , 2005
er tað rætt at Vestmanna kommuna
umhugsar at keypa bygdarhúsið til
ungdómshús vm.
Heilsan. S. H. 13.10.2005.
Hetta kennir umsitingin hjá Vestmanna Kommunu ikki nakað til. Kanska skuldi tú spurt onkran kommunupolitikara um hetta. VK

 

Spurningar

Oktober 09 , 2005
Fáa allir spurningar svar sum hava við
viðurskiftir í Vestmanna kommunu at gerða.
sent tann 10.10.2005.
Um spurningarnir eru viðkomandi og sakligir, verða teir svaraðir. Onkur spurningur er tó strikaður síðani vit byrjaðu uppá hendan teigin. VK

 

Veitslur

Oktober 04 , 2005
Er møguleiki at leiga auluna ella miðhøllina
til jólafrokost.
Hetta kann svar fáast uppá við at ringja á tlf 21 45 45. VK