BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Adressir

November 27 , 2005
Bara ein lítil spurningur.
Hvussu, ella hvar finnur ein adressurnar á Vestmenningum, tá ein ikki býr í Vestmanna, og veit, at øll hús hava fingið vegnavn og nummar?
Eg havi leita á nummar.fo, men uttan eydnu.
Annars ein snotulig heimasíða tit hava her.
Allan rós til snidlingin ið viðlíkaheldur hana.
Og eitt afturat:
Gleðilig Jól til allar Vestmenningar, bæði innan- og uttanlands.
Bjarni Aagaard-Nielsen
Her mugu vit bara staðfesta, at vit í Føroyum eru so langt aftanfyri onnur lond. Ikki tí at vit ikki hava atgongd til somu tøkni sum onnur, men tað er eingin í landi okkara, sum ger nóg nógv fyri at hetta kann gerast møguligt. Arbeiði við at fáa skrásettar bústaðir í Føroyum til almenna vitan, gongur so sum so. Men hetta hava vit í Vestmanna fingið frá hondini-tíbetur. Má tíverri siga frá, at man kann ikki sum er, bara klikkja seg til ein hvønn borgara í bygdini og síggja bústaðin. Men við at brúka leinkjuna á forsíðuni sum eitur kort av Vestmanna á Alnótini, kann man síggja hvørjar bústaður tey einstaku húsini hava, og hvør eigur tey. Hetta er annars eitt áhugavert mál, sum Landsfólkayvirlitið átti at tikið til sín og arbeitt miðvíst við. PS!Kanska er svarið ikki nøktandi, men spyr aftur um neyðugt. VK

 

Myndirnar á heimasíðuni

November 17 , 2005
Tá eg eri vestmenningur við stórum V´ið, men ikki búgvi í Føroyum eri eg sera glaður fyri heimasíðuna, har ein kann lesa um mangt og hvat, sum hendir í Vestmanna - hvat vestmenningar fáast við, og upp á henda mátan verða hildin "ajour" við heimbygdini.
Tá ein so far at vita, at hetta, fyri tað mesta er frítíðarítriv verður gleðin ikki minni.
Og so til spurningin:
Hvønn skal eg spyrja, um eg má brúka myndirnar á heimasíðuni til at leggja inn á heimasíðuna hjá mær sjálvum?
Góði Vestmenningur! Tú ert vælkomin at brúka myndirnar á heimasíðu okkara, um hetta ikki er við sølu fyri eygað. Tað er eitt gott hugskot at upplýsa kelduna til myndirnar á tínari síðu, so skuldið alt verið í lagi frá okkara síðu. VK

 

Grundstykki

November 15 , 2005
Hvat er prísurin á Grundstykkunum?
Prísurin á grundstykkunum er 350,-kr/m². Eitt grundstykki í nýggju útstykkingini í Vestri, kostar áleið 210.000 kr. Hesi eru klár at byggja á. VK