BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Asfaltering

Desember 13 , 2005
Eg vil bara spyrja, um asfalteringin á Toftavegi er endalig, ella um hattar er fyribyls?

Vestmanna Kommuna hevur kravt, at arbeiði verður gjørt umaftur, tí at slíkt arbeiði verður ikki góðtikið av okkum. VK

 

Um Vestmanna

Desember 01 , 2005
Vit eru nakrir næmingar úr studentaskúlanum í hoydølum. Vit skulu skriva ein bókling um Vestmanna. So vit vilja gjarna vita eitt sindur meir um tey nýggju grundstykkini. Hvussu nógv eru? Hvussu nógv eru seld? Hvussu stór eru tey?
Hvat eru tykkara ætlanir við tí nýggja handilsmiðdeplinum? Og nær verður hann væntandi liðugur?
Tað eru 25 grundøki í útstykkingini. Av hesum eru 12 seld. Støddin á hvørjum grundøki er uml. 600 m2, og kostnaðurin er 350 kr/m2 ella uml. 210.000 kr fyri hvørt. Øll grundøkini eru byggibúgvin og hava felags reinsiverk. El, vatn, telefon- og kloakkleiðingar eru á øllum økjunum. Handilsmiðdepilin er ein privat verkætlan, sum okkum kunnandi skal verða liðug í 2006. VK