BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 28.06.2017

Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

sýsluskrivstovan

Januar 07 , 2006
Tað var sýslumaður í bygdini í yvir 100 ár og politistur í uml. 40 ár. Hevur kommunan endaliga mist vónina um, at løgregla aftur verður í bygdini ?
Annars ein góð heimasíða, sum eg eri inni á hvønn dag
Vónina missa vit ongantíð. Tað er tó strævið at stríðast ímóti lands- og ríkismyndugleikum. Vit ætla at samstarva við Føroya Landfúta um løgregluviðurskiftini í bygdini; samstundis verður framhaldandi roynt at fáa sýslumannin heim aftur.

 

Blikkini

Januar 05 , 2006
Gott nýggjár!
Nú eru vit so byrja uppá eitt nýtt ár,og tað bleiv sjálvandi feira við at bresta fýrverk og so at tendra blikkini sum eru so fantastiska vøkur at síggja nýggjársaftan. Men nú standa tey so øll fram við vegnum og rusta,og tað sær ikki serliga gott út. Vit sigast at vera so "grøn" í vestmanna. So hetta er ikki ein góð ímynd fyri okkum. Hvussu hevði verið at sent ein bil út at takað tey uppaftur?
Blikkini skulu sjálvandi ruddast burtur, og hetta verður gjørt í viku 2 2006.VK