BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 28.06.2017

Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Grønur skúli

Februar 28 , 2006
Í Útvarpi og í bløðum hevur Vestmanna skúli verið sagdur at vera grønur skúli. Hvat ítøkiligt ger Vestmanna kommuna fyri at varðveita og menna grøna skúlan í Vestmanna bæði innan og uttanum?
vinaliga Hulk
Reint ítøkiliga skilja vit ruskið í lívrunnið, ólívrunnið og pappír. Tríbýtt ruskíløt eru í hvørji floksstovu og úti á gongini. Upprunaliga varð vaskað við fipurklútum uttan sápu. Í dag verður í ávísan mun sápa nýtt, men við grøna Svanamerkinum. ( Er væl eitt afturstig á "grøna" bógvin). Lívrunna tilfarið verður gjørt til sankutøð og brúkt at taða við, eitt nú í Viðalundini. Viðalundin oman fyri skúlan í Frammibø er okkara grøni blettur og friðskjól til mikla gleði og fragd hjá borgarunum. Skúlaflokkar hava eisini møguleikan at velta og hava kálteig. Vit brúka lágorkuperur allastaðir, har tað ber til. Sløkkja eftir okkum, og spara orku. Royna at spara pappír við at nýta glæru, uppvørpu og sjónvørpu. Tað snýr seg nógv um hugburð, at fáa starvsfólk og næmingar at hugsa "grønt". Tað verður frá skúlans síðu javnan mint á, at vit eru grønur skúli og mugu royna at liva upp til tað. Vit hava ruddingarskipan, har ein skúlaflokkur ruddar rundan um skúlan, ofta saman við flokslæraranum. Vestmanna Kommuna fer í næstum at seta eitt starvsfólk, sum í høvuðsheitum fer at taka sær av grønu økjunum. Ætlananin er eisini at fara undir onkur tiltøk á umhvørvisøkinum, hetta verður í ávísan mun gjørt í samráð við lokala Agendafelagið. Annars verður framhaldandi arbeitt við at fríðka um í bygdini.

 

Sólorka

Februar 23 , 2006
Hvussu nógv streym hava sólorkuskipanina framleitt um vikuna í meðal síðan hon var sett til
Framleiddir eru higartil uml.540 kWH ella uml. 16 kWH um vikuna. Hetta er ikki nóg nógv, um man hyggur eftir kostnaðinum fyri anleggi. Framleiðslan byrjaði í juli 2005, og hevur tí verið virkin í góðar 8 mánaðir. VK

 

Sparkivøllur

Februar 22 , 2006
Løgið at gera ein sparkivøll til ung og vaksin, av tí at onki spælipláss er í økinum???. Spælipláss eru fyri børn, so hvat vit eisini at fáa gjørt eitt spælipláss til tey .
Tað stendur ongastaðni og er heldur ikki hugsanin, at tað skal verða aldursmark fyri hvør kann brúka vøllin. Tað skulu øll jú hava rætt til! Hetta er upprunaliga eitt FIFA/UEFA-tiltak fyri at menna fótbóltsspæli frá ungum árum av, og teir stuðla eisini ætlanini við meira enn 100.000 kr. At vit so halda at vøllurin skal kunna brúkast av øllum sum hava hug til tess, er einki løgi í. VK

 

Fjalsvegur

Februar 21 , 2006
Er VK farin í gongd við at leingja Fjalsveg?
Nei, hetta er ikki rætt. Tað verður útgrivið fyri einum sethúsum sum skulu byggjast har, men arbeiði at fyrireika leinging av Fjalsvegi er í gongd. Væntandi gongur tað ikki long tíð, til arbeiði verður klárt at gera. VK

 

barnafrádráttur í kommunuskattinum

Februar 14 , 2006
Hevur bygdaráðið nakrar ætlanir um at hækka branafrádráttin í kommunuskattinum. Sum er, er barnafrádráttunrin í kommunuskattinum í Vestmanna kommunu millum teir lægstu í landinum og vit rinda uml. tað sama sum í øðrum kommunum fyri barnaansingarplássini.
Ætlanin er at hækka barnafrádráttin í 2007. Ein orsøk, til at vit ikki hækkaðu hann í ár, er, at ivi er um kommunalu útreiðslurnar í 2006, tí uppgávubýtið millum land og kommunu er broytt.

 

Sólorka

Februar 11 , 2006
Hey
Okur eru eitt húski sum umhugsa at fáa okkum sólorku, okur eru komin so langt sum at fáa tilboð uppá eitt anlegg ið er 5 m2 og hevur ein 300 l tanga. Nú tykur hava royndir við hesum hevði tað glett okkum um tykur kundu sagt okkum eitt sindur um tykkara royndir bæði góðar og ringar? Eg havi lisið nógv um sólorku men eg veit einki um royndir við hesum í Føroyum og tískil tora okur illa at fara í holt við hetta. Tað er jú ikki sama veðurlag her sum t.d. í DK.
Okur vóna tykur hava møguleika at svara
Vinarliga Anna


Nú veit eg ikki hvat ið sólorkan hjá tygum skal brúkast til. Tað er tveir møguleikar: til el- framleiðslu ella hita framleiðsla. Okkara royndir eru við el- framleiðslu, og sigast má tíverri, at hetta roynist ikki serliga væl, tí at anleggi vit hava framleiðir snøgt sagt alt ov lítið. Og skipanin vit hava er sera dýr at keypa og seta upp. Men er talan um sólorku til hitaskipan í sethúsi, er søgan óivað øðrvísi. Hesar skipanir eru munandi skjótari at vinna aftur í peningi. Her er best at spyrja teir/tey sum vita meira um hetta. Interneti ella møguliga fyritøkur sum selja hesar skipanir. Vónandi er svarið nøktandi. VK