BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 26.09.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Størv hjá Vestmanna Kommunu

Mars 28 , 2006
Hevur Vestmanna Kommuna tagnaðarskyldu í samband við tær umsóknir sum kommunan fær til tey ymisku størvini?
Ja, sjálvandi er tagnarskylda galdandi fyri øll sum hava við umsóknirnar at gera.

 

Uppsagnir

Mars 22 , 2006
Hví eru so nógvar uppsagnir hjá Vestmanna Kommunu fyri tíðina?
Hetta er heilt tilvildarligt, og hevur einki við arbeiðsumstøðurnar hjá kommununi at gera.

 

Kavarudding !

Mars 06 , 2006
Bert ein viðmerking. Eg eri so sera samdur í tí sum sagt verður um kavaruddingina á veg niðan til barnagarðin í dag 07-03-06, hatta líkist púra ongum. Teir sum koyra maskinurnar mugu fáa eina gjølla frálæru hvussu gravast skal.
Annars takk til kommununa fyri at tit geva svar til spurningarnar/ábreiðslurnar.
Borgari
Vit taka sum sagt fyrr, tað til eftirtektar sum hesaferð gekk galið við kavaruddingini. "Spyr Bara" teigurin er til spurningar og svar. Og er teigurin virkin, svara vit sjálvandi uppá sakligar spurningar. VK

 

Kavarudding

Mars 05 , 2006
Er tað eingin hjá kommunini Sum er Førður til at Grava veginir Ordeliga.
Líkist ongun sum teir grava bilarnar inni hvørja ferð ein parkerar Bilin
Sum tú sært, so er ringt at grava, m.a. fyri bilum sum standa í vegin. Okkum kunnugt er einki í vegin við sjálvari gravingini. Trupuleikin er bara, at ov nógv stendur í vegin fyri hesari. Tað ger tað ikki betur, at fólk ikki sjálvi duga at síggja, at verður bilur m.a. fluttur av vegnum meðan grivið verður, gerst úrslitið nógv betur - fyri øll! Kavagraving er ikki nakað nýtt fyribrigdið, og tey flestu vita hvussu skilið er, tá ið veðrið er sum tað nú einaferð er. VK

 

Viðv. salting

Mars 02 , 2006
Eg eri ógvuliga glaður fyri at síggja, at kommunan ikki hevur saltað vegirnar, og
bara grivið teir seinastu dagarnar. Í roynd og veru er tað nógv lættari, at koyra í samanpressaðum kava enn í "kartoffelmjølið".
Eisini betur fyri bilarnar, og ikki fyri at gloyma hvussu nógv hugnaligari tað er við kava á vegnum.

Borgari.
Vit royna okkara besta, men onkuntíð er neyðugt at salta. VK