BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 28.06.2017

Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Órudd ,evt. smittuvandi á Heyganesi uttanfyri fis

Juni 26 , 2006
í samband vid at móttøkupláss til avfall frá skipum verdur gjørt á Heyganesi, fari eg at spyrja um tad er tonkt uppá evt. smittuvanda ( fuglakrím) frá fugli sum livur har so nær vid har virkid er. Ikki er tad serliga vakurt fyri bygdina heldur, at leggja slíkt mitt í bygdina
Hetta er púra vandaleyst. Tað sum kommunan nú ger, er at fáa skipaði viðurskifti viðvíkjandi skipaburturkasti, sum í dag er blivið eitt lógarkrav. Higartil hevur einki eftirlit verið á staðnum, sum hevur verið brúkt til skipaburturkast í fleiri ár! VK

 

Asfaltering av Toftavegi

Juni 25 , 2006
Skilji á lagnum, at tað var álagt SEV at asfaltera Toftaveg av nýggjum, tí at arbeiði var ov illa frágingi. Nakrar maskinur vóru herfyri og hølvaðu av vegnum, men síðani er einki hent. Er hetta endaliga arbeiði ella verður vegurin asfalteraður av nýggjum? Vónandi tað seinna, tí Toftavegur er ein hin syrgiligasta sjónin í bygdini (fyri ikki at tosað um slit á bilar)
Asfaltering er ikki svarið uppá allar trupulleikar. Tað má nakað gerast við Toftaveg, sum eisini er betri fyri fótgangaran. Vanliga skal SEV asfaltera tað økið sum teir sjálvir hava arbeitt í. Viðurskiftini viðvíkjandi Toftavegi verða væntandi tikin upp í 2007, so vestmenningar mugu liva við støðuni sum er inntil tá. VK

 

Summarhús

Juni 21 , 2006
Er tað ikki synd at taka tey bestu grundstykkini av til summarhús í bygdini?
Skilji ikki spurningin heilt. Hvat verður meint við at taka av?!?

 

Takk !

Juni 16 , 2006
Bert ein stór tøkk til tykkum, fyri skjótu og greiðu svarini til spurningarnar frá borgarunum.

Heilsan
Væl nøgdur
Takk fyri tað.VK

 

Nýtt røktarheim

Juni 14 , 2006
Hava tit umhugsa gjølla, um Follend er rættað staði at byggja røktarheim?
Eg haldið tað er stór synd, at tey gomlu skulu sita við síðuna av kirkjugarðinum, sum vitandi er teirra sísta heim. Er ikki annað stað í hesi stóru bygd, at byggja eitt tílíkt heim? Hvat við húsunum, tit keyptu frá Kristian Guttesen? Tey eru stór og stórt stykkið rundan um, við góðum møguleikum fyri útbygging. Hugsi tykkum væl um, tí út á Follend er sum at hava fylgt teimum ávegis til teirra sísta hvíldarstað.
Skal Vestmanna Kommuna gera sær nakrar tankar um at fáa eitt røktarheim til bygdina, er Follend einasta staðið í bygdini sum kann brúkast til endamálið. Eitt slíkt heim vit tosa um, skal hava sera stórar víddir innandura sum skulu verða á einum plani, og tað gerst best á einum rímuliga sløttum øki, sum júst Follend er. Húsini sum tygum tosa um, eru slettis ikki egnaði til røktarheim og heldur ikki øki uttanum, sum snøgt sagt er alt ov lítið. Skal byggjast, er einasta rætta at byggja eitt nýtt og nýmótans hús. Vit vestmenningar mugu koma burturfrá "lappaloysnum", sum hava verið alt ov nógvar tey síðstu nógvu árini. Tey sum koma at búgva á heiminum, koma at hava eitt sera gott útsýnið, og øll uppihaldsrúmini skulu venda burtur frá kirkjugarðinum á Knúgvum. Eingin sum vit hava tosa við, sum er kandidatur til at verða íbúgvi á heiminum, hevur nevnt nakað um hendan "trupulleika". Tað einasta sum spurt verður um, er nær heimið verður klárt at flyta inn í. Vónandi í 2008/09. VK

 

Nótabáturin í havnini !

Juni 09 , 2006
Vit eru fleiri sum halda at hasin nótabáturin í havnini her í Vestmanna, ikki er nøkur vøkur sjón fyri bygd okkara, tí hesir spurningar :

1 ) Kann umsitingin siga okkun borgarum, hvussu nógv hasin stóri nótabáturin, sum nú hevur ligi í fleiri ár í Vestmanna, betalur í havnagjaldi um árið. ?
2 ) Verður havnagjaldið goldið ?
3 ) Hvør skal gjalda tá ið báturin koppar ?

Hetta er meint í álvara.

Vh. Spurin
Vit kunnu bara verða samd um at hetta er ikki nøkur vøkur sjón fyri havn okkara. Bryggjugjaldið er uml. 155 tús. krónur um árið. Havnargjaldið verður goldið, men skal sendast til innheintingar ca. hálva hvørt ár. Eigarin hevur alla ábyrgdina av skipinum, og koppar skipið,er tað eigarin sum stendur til svars fyri rokningum og endurgjaldi. VK

 

Fótbóltur í ítróttarhøllini

Juni 06 , 2006
Er tað veruliga satt at tað framyvir bert verður loyvi at sparka við tí gula pensionistabóltinum í høllini ?
Prinsurin
Ja, tað er satt og orssøkin er, at leðurbóltarnir gera ov stóran skaða tá ið óhapp kemur fyri. Tað kunnu m.a. ikki keypast eykakutir til ljósarmaturini longur. Tí er longst sum best at verða varðin við fótbóltsspælinum fyribils, tí at skifta armaturini í høllini verður ein dýr søga. Øll skulu jú kunna brúka høllina...eisini tey sum hava brúk fyri ljósi.....! Tað er annars húsavørðar skúlans sum avgera hvør bóltur kann brúkast og ikki kommunala umsitingin hjá Vestmanna Kommunu! VK