BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 26.09.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Vev kamera !

Juli 20 , 2006
Tá ið ein hyggur inn á Olivant " vevkamera", so eru hini vevbíløtini nógv størri og klárai enn tað hjá okkum. Vónandi verður hetta rætta so vit koma áhædd, ella frammum hini, sum vit helst skulu. Eg veit at nógvir útisetar eru sera glaðir fyri hetta tiltak tykkara.
Vh. borgari
Vit hava tíverri havt trupulleikar við vev-myndatólinum. Arbeitt verður við at loysa hesar trupulleikar, men summarfrítíð er, so tað gongur kanska ikki so skjótt, sum vit kundu havt ynskt okkum!

 

vev-mynd

Juli 12 , 2006
Hey, hvat er galið við tykkara vev-mynd? Hugdi síðstu nátt og allar vev-myndirnar kring Føroyar vístu at tað var nátt, uttan Vestmanna, har var ljósur dagur ! Annars sær man alt ov lítið av bygdini og alt ov nógv av fjørðinum. Keðiligt, tí bygdin er sera vøkur. Annars ein góð heimasíða tit hava.
Vit vita í løtuni ikki, hvat er galið við vev-myndini, men arbeitt verður við at rætta hesa. Tygum hava rætt í, at meira átti av verið víst av bygdini, heldur enn av vánni. Kanska verður tólið snarað næstu ferð, onkur fer uppí mastrina at arbeiða.

 

Niðarivegur

Juli 05 , 2006
Flest øllum kunnugt er niðarivegur enn høvuðsvegur í bygdini, hetta serliga orsaka av at brúgvin uppi á fossá ger tað ógjørligt at beina tunga ferðslu tann vegin og at virkini eru og blíva við at verða niðri við sjógvin !

Hvat er tíðarætlanin fyri breiðkan av restini av hesum teini, og hvat við teim smærru betringunum ið kunnu gerðast, vegurin verður nýttur til parkeringsøki úr enda í annan, á tí økinum sum bleiv kallað inni á mørkini er avtaglað við bilum, serliga um tað tíðina tá kappróðrarfólkið venur annars er vegurin jú nóg breiður til at bilar kunnu møtast líka inn til omankoyringina til Kappróðrarneystið !
Síðani er breiðkað innan fyri og tað verður bara nýtt til parkeringsøkið hjá teimum ið hava verkstaðið ?? hvussu kláraðu teir seg áðrenn breiðkingina, so kemur tú longur inn bilar, bilar, ja so er ein alvorligur knútur við húsini hjá Grækaris á fitjunum og sum stein omaná byrðu standa nakrir bilar parkeraðir har í løgum uttaná hvørjum øðrum, inn til skrivstovubygningarnar hjá SEV so standa bilar inn móti húsunum omaná gonguteigunum, sum bara eru til fortreð tí um kvøldarnar tá ið bilar kunnu møtast, so ber ikki til tí at man oyðileggur sær dekk og felgur av kantinum á gonguteiginum !

Og fyri at tað ikki skal verða lygn so standa fleiri parkeringsøki á hesum teini ikki meira enn hálvfull !

Kann Kommunan ikki saman við løgregluni stramma upp á hesum øki so at tað gerst eitt sindur lættari hjá okkum staðkendu og serliga fyri tey fremmandu ið ikki finna høvd ella hala á hesum óskili !
Vit kunnu skjótt gerast samd/ir um, at Niðari Vegur harðliga treingir til ábøtur! Veglinjan er stungin út í kortið - tann teinur, sum er breiðkaður, er gjørdur sambært hesi veglinju. Arbeitt verður við at fyrireika breiðking av vegnum frá Seglhúsinum og inneftir. Hetta tí at vegurin á hesum stað er sera vánaligur. Ætlandi verður vegurin innanfyri húsini hjá Maju samstundis breiðkaður og har skuldu nøkur parkeringspláss eisini fingist búrturúr. At breiðka Niðara Veg og annars at skipa ferðsluviðurskiftini verður ikki gjørt í einum, tí at tað er tað ikki fíggjarlig orka til. Nær hildið verður áfram, er óvist, men fyrireikandi arbeiðið í samband við økið innanfyri Seglhúsið er komið væl áleiðis. Tá hetta arbeiði skal gerast, verður neyðugt at umleggja ferðsluna til Ovara Veg, og tá er tað ikki brúgvin um Fossá, sum er trupulleikin, men svingið uttanfyri brúnna er ov tepurt til størri akfør, og tí má "nøsin" har skjótast burtur, áðrenn Niðari Vegur verður stongdur fyri ferðslu. Rætt er, at kommunan saman við løgregluni átti at stramma upp fyri at fáa ferðsluna at "glíða" lættari, og tað skal kanska ikki so nógv til, fyri at fáa ferðsluviðurskiftini betraði. Annars skal viðmerkjast, at parkeringin við húsini hjá Grækaris er á privatum øki, so bilarnir, sum parkera har, standa inni á økinum hjá teimum sjálvum! Uppskot tygara verður beint áfram til politikkararnar, fyrst og fremst til Teknisku Nevnd.