BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 29.08.2017

Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Húsini hjá Kristian Guttesen

August 31 , 2006
Hvat byggir bygdarráðið sína METING um prísin á? Hava húsini verið lýst alment til sølu? Eru onnur boð komin upp á húsini? Hava aðrir borgara í bygdini møguleika til at geva boð og at fáa húsini, um boðið er nøktandi?. Nær er støða tikin til, at húsini skulu seljast og hvussu hava borgarnir í bygdini fingið boð um hetta? Eiga ikki allar størri ognir hjá kommununi at verða lýstar alment til sølu, tá ið tær skulu seljast - ikki minst tá ið tær verða seldar við stórum undirskoti?
Bygdarráðið viðgjørdi á fundi 20. juli 2006 fyrispurning frá nevndini fyri næmingaheim um møguleikan at keypa húsini hjá Kristiani fyri 1.500.000 kr. Bygdarráðið samtykti einmælt at selja húsini fyri nevnda prís, um nevndin fekk fígging o.a. Avgerðin um at selja tekur støði í kunngerð nr. 122 frá 22. december 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn. Har verður ásett í § 2, nær kommunur kunnu selja fastogn, uttan at tær verða bodnar út alment. VK hevur harumframt spurt í Innlendismálaráðnum, um nevnda søla er umfatað av § 2 í nevndu kunngerð; svarið var játtandi. Hóast ognin ikki hevur verið lýst til sølu, so hava nakrir privatpersónar víst ognini áhuga og hava hugt at henni, teir mettu allir, at stórar og kostnaðarmiklar umvælingar mugu gerast, um ognin aftur skal nýtast til sethús. Onkur nevndi uppskot til keypsprís, hann lá langt niðanfyri upphæddina, sum nevndin fyri næmingaheim bjóðar. Vestmanna Kommuna keypti húsini og grundøkið fyri 1.500.000, síðani eru tey umbygd fyri umleið tað sama. Tað er ikki realistiskt, at húsini kunnu seljast uttan undirskot, okkara hugsan er, at um vit taka av nevnda tilboði, so verður undirskotið so lítið sum gjørligt. Í hesum føri má eisini havast í huga, at húsini vórðu keypt og umbygd sum ein bráðfeingisloysn á barnaansingarøkinum; kommunan spardi nógvar útreiðslur til vantandi barnaansing. Nú er barnagarður og útibarnagarður, tí er ikki tørvur á húsinum hjá Kristiani til tað endamálið. VK

 

Fókatal !

August 29 , 2006
Eg skal skriva ein stíl um Vestmanna. Hvussu nógv fólk búgva í Vestmanna uml. ?
uml. 1235 pr. 1. september 2006

 

Húsini hjá Kristian

August 24 , 2006
Hví selur bygdarráðið húsini, við einum missi uppá umleið 1 mió. kr. tá ið barnaansingin hevur tørv á teimum?
Bygdarráðið metir hetta av verða tann prísin, sum kann fáast fyri húsini. Annars verður eisini arbeitt við at útvega barnaansingini hølir!

 

Kristiansborg

August 23 , 2006
Hvussu nógv eru húsini seld fyri??
Bygdarráðið samtykti at selja húsini fyri 1,5 mío kr.

 

skip

August 19 , 2006
hvussu nógv skip hoyra til Vestmanna?
Sambært Havnarskrivstovuni eru 10 skip yvir 15 brt skrásett í Vestmanna.

 

Bygging/umbygging

August 16 , 2006
Umbygging.
Vit eru fleiri borgarar í Vestmanna, ið stórliga undrast á, at fólk bara kunna byggja um, lyfta hús o.tíl., uttan at grannar verða eftirspurdir.
Nógv av okkum hava keypt hús niðri í bygdini, og hava tá eisini hugsað um útsýnið, tí í nógvum førum hevur útsýnið stóran týdning fyri okkum, og eisini økir tað um virðið á húsunum. Men knappliga situr mann har innibyrgdur, tí fólk hava bygt húsini omanfyri, niðanfyri, við síðuna av o.s.v. um, so nú er onki útsýni, og húsavirðið er minkað munandi!
Hetta kann ikki vera rætt, at mann skal sita við bivandi hjarta, hvørja ferð mann sær, at onkur granni fer at gera eitthvørt við húsini hjá sær, tí frá kommunuskrivstovuni fær mann onki at vita, sjálvt um mann ger eina roynd at fáa fatur á ætlanunum.
Við hesum fara vit at heita á Vestmanna Kommunu, at tit kunna grannar/borgarar, tá tit geva byggiloyvi, so vit hava møguleika at gera viðmerkingar. Tí heldur hetta fram, er ikki onnur loysn enn at keypa sær hús í aðrari kommunu.
Vinaliga
Jákup Andreasen og Ingunn Winther Olsen
Vestmanna Kommuna hevur eina bygdarskipan, sum lýsir økini, sum bygdin er býtt upp í (eitt nú sethúsaøkir, havnaøkir, ídnaðarøkir o.s.fr.) og eina byggisamtykt við ásetingum, sum greitt tilskilað, hvat er loyvt at gera á ávísu økjunum. Tað er innanfyri hesar karmar, at Bygdarráðið tekur støðu í byggimálum. Er ætlað bygging, antin tað er nýbygging ella uppíbygging, innanfyri ásetingarnar í bygdarskipan og byggisamtykt, verður í allar flestu førum - fyri ikki at siga í øllum førum - givið loyvi til bygging. Bygdarskipan og byggisamtykt liggja á heimasíðuni hjá kommununi, og Vestmanna Kommuna kunnar vanliga um øll mál, sum koma fyri á bygdarráðsfundi og um støðutakanina á fundinum. Hetta verður bæði gjørt á heimasíðuni og í talvuni niðanfyri kommunu-húsini.

 

Place til stay for a night in Vestmanna

August 15 , 2006
Is there any place (Hostel/Hotel/B&B) where you can stay for a night in October in Vestmanna?
Best regards
Casper Schultz, Denmark
You can try to contact these operators: sight@sightseeing.fo or skuvadal@puffin.fo

 

Gongubrúgv

August 12 , 2006
Hevur vestmanna kommuna nakra ætlan um at gerða eina
gongubrúgv omanfyri Vestmanna dansistovu ( losjuna)
heilsan SH.
Nei, ikki sum er!