BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 30.05.2017

LÝSINGAR



Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

brandsstøðin

September 29 , 2006
Kunnu vit Vestmenningar roknað við at um brúk verður fyri
hjálp frá brandsstøðini sum eisini er bjargingarstøð at hendan
er tøk til eina og hvørja tíð, nú tað rok um støðina.
Hvør hevur ábyrdina av at hendan er fult og forsvarliga mannað?
Hevur brunaumsjón landsins nakað við hesi viðurskiftir at gerða ?
Sjálvandi kunnu vestmenningar roknað við hjá frá Vestmanna Sløkki- og Bjargingarliði, um hetta skuldi gjørst neyðugt. Sløkkiliðsmanningin er sjálvboðin, so tað er altíð nakað av útskifting, men roynt verður at hava eina manning uppá upp til 20 mans. Í samband við "rokið", sum tygum kalla tað, hava bert tveir sløkkiliðsmenn sagt seg frá av hesi orsøk! Vestmanna Kommuna hevur ábyrgdina av, at sløkkiliðið er mannað og væl virkandi. Brunaumsjón Landsins er góðkennandi myndugleiki og skal í hesum sambandi góðkenna setanina av brunaumsjónarmanni!

 

Brandstøðin

September 28 , 2006
Er tað ikki so, at bygdaráðið hevur BJÓÐA RN maskinverkstaði brandstøðina, í samband við at Rógvi søkti um grundøki úti á kajuni, og tí ikki persónliga hevur nakað við alt hetta rokið at gera?
Má spyrja í samband við at fólk yvirhøvur hugsa um at venda fyritøkuni bakið av hesi grund. Tað er jú totalt "idioti"
Sp/f RN Maskinverkstaður hevur søkt um grundøki til vinnubygning á havnarøkinum. Tosað varð í fyrstani um økið ímillum brandstøðina og Holmsbakka, men, við eini møguligari útbygging av Holmsbakka í huga, vísti tað seg skjótt, at tað gjørdist heldur trongligt! Tí varð av KOMMUNUNI mett, at um virksemið hjá Sp/f RN Maskinverkstaði skuldi verða har á leiðini, so var neyðugt onkursvegna at taka brandstøðina við í ætlanina - og tað er tað, sum samtykt varð á bygdarráðsfundinum 26. september. Hvat fólk annars hugsa um málið verður altíð upp til tey sjálvi!

 

Christiansborg !!

September 27 , 2006
Er Christiansborg selt??
Søluprísur?
Húsini eru ikki seld, men Bygdarráðið hevur samtykt at selja tey til sjálvsognarstovn fyri 1,5 mió kr.

 

Vestmanna leggjast saman við Havnina

September 26 , 2006
Eg veit ikki hvørja støðu okkara lokalu lands- og kommunupolitikarar hava til uppskotið, har Vestmanna og Kvívík verða lagdar saman við Tórshavn. Men mín meining um hetta er, at hetta ikki er til gagns fyri Vestmanna. Tí eiga okkara kommunalu politikkarar skjótt at geva til kennar, hvør teirra hugsan er. Sjálvur haldi eg, at águr umrøddi møguleikin, at leggja saman við Vágunum, er tann besti fyri okkum. Vit hava longu samstarv á ymsum økjum, og eiga tí sjálvi at taka stig til samanlegging, áðrenn uppskotið hjá Landstýrinum verður samtykt. Vit hava vita leingi, at landstýri fór at koma við einum uppskoti um samanlegging millum kommunur, og tí ega vit at fara til verka sum skjótast.
Allar kommunur hava fingið lógaruppskotið um sjálvbodnar kommunusamanleggingar til hoyringar; kommunurnar skulu svara Innlendismálaráðnum fyri 24.10.’06. Lógaruppskotið avmarkar møguleikarnar fyri kommunusamanleggingum og -samstørvum. Um lógaruppskotið verður samtykt, so eru møguleikarnir fyri samanlegging einans við Kvívíkar Kommunu og/ella Havnar Kommunu. Fyrr hevur verið nevnt, at Vestmanna og Kvívíkar Kommunur skuldu hava møguleikan at velja, um vit løgdu saman við kommununum í Vágum, við Sunda Kommunu ella við Havnar Kommunu. Okkum hevði dámað best, um vit høvdu allar hesar møguleikar. Tá bygdarráðið fer at viðgera hoyringssvarið til Innlendismálaráðið verða allir samanleggingarmøguleikar umrøddir; vit fara eisini at viðgera møguleikarnar fyri skjótum fólkaatkvøðum í Vestmanna og øðrum kommunum. Vestmanna Kommuna hevur longu sett seg í samband við Kvívíkar Kommunu, har biðið er um fund um framtíðarætlanirnar hjá kommununum.

 

barnaansing

September 25 , 2006
Hvussu nógv børn er pláss fyri í útibarnagarðinum?
Eru ongar reglar fyri, hvussu ein frítíðaransing skal vera fyiskipa. Sum nú er, er bert eitt høli sum øll børnini skulu vera í. Eingir møguleikar eru hjá børnunum at slappa av ella at vera kreativ.
Tað er pláss fyri 22 børnum í útibarnagarðinum. Frítíðarstovan er eitt tilboð, sum kommunan veitir borgarunum. Ongar greiðar reglur eru fyri, hvussu ein frítíðarstova skal vera fyriskipað. Í okkara føri verður gingið eftir somu reglum, sum eru ásettar fyri barnagarðar!

 

Autoverja

September 24 , 2006
Nú tá ið raðfestast skal um autoverju, vil eg minna tykkum á autoverjuna uppiyvir Gjáarlon.

Vinarliga
Jónsvein á Rógvu
Hesin teinur verður avgjørt tikin við!

 

Ítróttarhøllin

September 23 , 2006
hvussu nógv kostar tað at leiga høllina pr tíma til ítrótt.
2. til veitslur vm.
3. hevur høllin skeinkiloyvi.
4. hvat kostar tað at leiga miðhøllina pr tíma til fundir/veitslu vm.
Til ítrótt er leigan 200 kr um tíman frá mánadag til fríggjadag áðrenn kl. 18.00, og 240 kr um tíman fyri leigu eftir kl. 18.00 og fyri leigu í vikuskiftunum. Fyri samkomur s.s. brúdleyp, føðingardagar o.l. er leigugjaldið 3.000 kr, og hetta er galdandi frá kvøldinum fyri samkomuna (til fyrireikingar) til kl. 12.00 dagin eftir samkomuna (til upprudding). Um farið verður út um hesar tíðir, skulu gjaldast 240 kr um tíman. Høllin hevur ikki skeinkiloyvi! Leigan av miðhøllini er 150 kr um tíman. Um leigan fer upp um 4 tímar, verða goldnar 600 kr fyri teir fyrstu 4 tímarnar, síðani verða goldnar 100 kr um tíman. Fyri bingo er leigan tó goldnar 1.100,- kr.

 

Frítíðarstovan

September 19 , 2006
Hví fær frítíðarstovan ikki onnur hølir at húsast í??? So leingi kann tað ikki vera at leita eftir húsum í Vestmanna.Tað standa eini stór svørt inni á Fjørð.
Sum áður greitt frá í hesum teigi, so verður arbeitt við málinum. Onkrir møguleikar eru kannaðir. Sum vit eisini áður hava greitt frá, so hevur Bygdarráðið samtykt at selja sjálvsognarstovni, sum arbeiðir við at útvega innivist til fiskivinnuskúlanæmingar, svørtu húsini Inni á Fjørð. Henda samtykt varð gjørd, áðrenn Bygdarráðið varð kunnað um tørvin á hølum til frítíðarstovuna!

 

Autovern

September 15 , 2006
Nær kemur autovern oman til Ejfinn og Daniellu (Gerðisgøtu)
Fyrispurningurin verður beindur til Teknisku Nevnd.

 

fjørðukrógvin

September 10 , 2006
tá íð vestmanna kommuna umvegis tær ymisku nevndirnar sum
hon hevur, setti/stuðlaði bygging vm av fjørðukrónni, setti VK
ongar treytir um húsið varð opið eisini um kvøldarnar
og ikki steingir kl 17.00 sum vanligt er. Er tilmæli sum VK
gav um skeinkiloyvi ikki tenkt at opningsskildu.
Fyrst er at viðmerkja, at Vest-manna Kommuna ikki hevur stuðla byggingini av Fjørukrónni. Viðvíkjandi viðmælinum um skeinki-loyvi setti Bygdarráðið ongar treytir viðvíkjandi upplatingar-tíðum, men Føroya Landfúti setir ávísar treytir, tá skeinkiloyvi verður givið. Vestmanna Kommuna hevur ikki fingið avrit av skeinkiloyvinum, og tí fáa vit ikki sagt frá hvørjar treytirnar eru!

 

ungdómshús

September 09 , 2006
Nær verður eitt ungdómshús gjørt í Vestmanna
Ongar ítøkiligar ætlanir eru í løtuni um at gera nýtt ungdóms-hús, men kommunan arbeiðir við at ognast bygdarhúsið, og ætlanin er, í hvussu so er fyribils, at brúka bygdarhúsið sum ungdómshús.

 

Sýsluskrivstovan

September 07 , 2006
Sum túnatos hoyrist at kommunan arbeiður við at keypa sýsluskrivstovuna.
hvat skal hon brúkast til ?
Sýsluskrivstovan er ikki lýst til sølu enn, og tí hevur Bygdarráðið ikki viðgjørt henda spurning. Kommunan hevur tó boðað frá, at tá bygningurin verður lýstur til sølu, so skal viðmerkjast, at hann í bygdarskipanini liggur í "almennum øki", og tí ikki kann brúkast sum sethús!

 

Fiskivinnuskúlin

September 06 , 2006
Nær verður byjað uppá byggingina av skúlanum?
Satt at siga, vita vit ikki, tí at málið ferð eftir ferð dregur út - men kanska skuldi hesin spurningur verið settur til byggi-nevndina undir Mentamálaráðnum!

 

Sparkivøllur á Flatabø

September 04 , 2006
Hvat er ársøkin til, at arbeiði við at gera nýggja sparkivøllin á Flatabø liðnan er steðgað upp - meini eg las í bløðunum fyrr í ár at vøllurin skuldi verða liðugur í mai mána.
Størsta orsøkin til, at arbeiðið steðgaði upp, er, at ásløgini til hefting av girðingini manglaðu. Hesi er nú framkomin, so vónandi gongur ikki alt ov long tíð, til vøllurin er liðugur!

 

bygdarhúsið

September 03 , 2006
kann annar møguligur keypari enn VK keypa bygdarhúsið og brúka tað
til onnur vinnulig endamál enn ungdómshús vm.
Avtalan ímillum nevndina fyri bygdarfelagið og kreditorarnar hjá felagnum um keyp av bygdar-húsinum er við at koma undir land. Tá kommunan er vorðin eigari, verður húsið neyvan selt til vinnulig endamál - men hetta er altíð ein spurningur, sum Bygdarráðið tekur støðu til!

 

Kunngerðing í sambandi við keyp og søla av kommuna

September 02 , 2006
Takk fyri svarið v.v. húsunum hjá Kristiani Guttesen.

Plagi at lesa fundarfrágreiðingarnar frá bygdarráðsfundunum við stórum áhuga, og haldi, at hesin hátturin at upplýsa borgarunum í bygdini er sera kærkomin. í fundarfrágreiðingini frá fundinum tann 20. juni 2006, er ongin frágreiðing viðv. søluni av´gomlu húsunum hjá Kristian Guttesen. Haldi heldur ikki, at nakað stóð um hetta í tí kunngjørdu fundarskránni Hvussu ber hetta til?

Hoyrdi í summar graml um, at kommunan skal hava keypt Bygdarhúsið til ungdómshús. Er nakað eisini nakað í hesum leysatíðindum?
Málið um sølu av húsunum á matr. nr. 278i Inni á Fjørð varð við-gjørt undir "ymiskum" á fundinum 20. juni, og tí sæst málið ikki í skránni ella í útskriftini eftir fundin. Málið um møguligt keyp av bygdar-húsinum varð viðgjørt fyri aftur-latnari hurð á fundinum 20. sept. 2005.