BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 30.05.2017

LÝSINGAR



Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Myndasavnið

Oktober 30 , 2006
Eg, og nógv saman við mær halda at tað er ótrúliga keðiligt, at myndasavnið ikki verður uppdaterað. Vælsignaðir fáði okkurt gjørt á hesum økið. Er nakað nýtt at frætta hesum viðvíkjandi ?
Vinarliga
Borgari
Tað er fólk uttanífrá, sum leggur gomlu myndirnar í myndasavnið! Men, vit fara at taka fyrispurning tygara upp og at kanna eftir, hvat gerast kann!

 

Vinnuøkið á Havnarlagnum

Oktober 27 , 2006
nú ein aðalfundur hjá Vestmanna arbeiðarafelag hevur samtykt einmalt
at lýsa bygning sín á havnarlagnum almennt til sølu, hevði tað ikki
verði eitt gott hugskot at kommunan ognaði sær bygningin og harvið
betur kundi stýrt útbyggingum á økinum.
heilsan Steingrím.
Vstmanna Kommuna hevur einki frætt um, at bygninguri er lýstur til sølu. Sambært grein 2, pkt. 1, í byggisamtyktini fyri Vestmanna Kommunu hevur og útynnir Bygdarráðið byggivaldið í kommununi, so tað er til eina og hvørja tíð Bygdarráðið, sum stýrir útbyggingini á økinum!

 

Takk fyri tykkara opinleika !

Oktober 25 , 2006
Eg vil bert siga tykkum sum fyri bygdini ráða, at Vestmanna Kommuna við hesum spurnarkassa hevur víst, at vit eru klárt nr. 1 , tá ið umræður kommunalan opinleika.

Sera vælnøgdur borgari, men ikki altíð samdur
Takk fyri vøkru orðini - tey fløva og eggja okkum!

 

Fundarbókin

Oktober 24 , 2006
Hví kemur fundarbólkin frá fundinum í gjárkvøldi ikki á neti. Sær eisini út til, at tað gekk skjótari tá fráfrani teknikarin var í arbeiði. Tað eru ikki so nógv heimatíðindi longur frá Vestmann. Vit uttanfyri Vestmanna hygja hvønn dag.
Vit leggja vanliga fundarbókina út á netið, tá fólk hava fingið svar uppá umsóknir og fyrispurningar, sum eru viðgjørd á fundinum! Tað verður eftir førimuni roynt at leggja tíðindi út, tá okkurt áhugavert hendir!

 

Leysgangandi hundar

Oktober 18 , 2006
er ta loyvt at lata hundar ganga leysar ta er so inn at keypa hesar stóri hundanar og sídani at lata tei ganga leysar til ampa firi børn og vaksin
Sambært grein 3, stk. 1, í løgtingslóg nr. 82 frá 19. juni 1990 um hundar er tað ikki loyvt "at hava hund gangandi leysan á gøtu, vegi, breyt ella øki o.t., sum opin eru fyri vanligari ferðslu, uttan so at hann er havdur í bandi ella er við fólki, sum hevur fult ræði á honum." Og seinni í somu grein stendur: "gongur hundur leysur uttan leiðara, sum hevur fult ræði á honum, tekur løgreglan hann upp og boðar tí frá, sum hundin eigur." Sambært stk. 2 í somu grein kann by- ella bygdarráð "eftir samráðing við løgregluna seta eitt ella fleiri fólk, sum hava heimild at taka upp hundar." Trivnaðarnevndin hevur í løtuni samráðingar við løgregluna um upptøku av hundum, men enn eru hesar samráðingar ikki lidnar, og tí er tað løgreglan sum sambært lógini skal taka hundar upp!

 

Havnaøkið

Oktober 16 , 2006
Um ein hevur fleiri stòr akfør, kann ein so bara stilla tey à havnaøki ella skal ein gjalda leigu fyri tað plàssi tey upptaka og um so er, hvussu nògv?

PS. Hetta er ein gòð heimasìða tit hava
Um ein ætlar at seta stór akfør á havnarøkið, skal ein fyrst og fremst seta seg í samband við Havnarskrivstovuna um loyvi. Havnarskrivstovan, tlf. 210120, kann upplýsa um treytirnar.

 

Vev myndin

Oktober 14 , 2006
Hvussu gongst við vev-myndatólinum?
Wev-myndatólið er komið! - men onkur lutur manglar, og tá hesin er fingið til vega, verður myndatólið sett upp!

 

barnafrádrátturin í vestmanna kommunu

Oktober 04 , 2006
Hey!
Eru ætlanir um at hækkað barnafrádráttin í VK?
Vianrliga
Foreldur
Møguleikin verður umrøddur í samband við viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2007!

 

Brandstøðin, enn einafer !!

Oktober 03 , 2006
Eg haldi at kritikurin av núverandi bigdaráði, í sambandi við flytan av brandstøðini, er heilt ógrunaður.
Eg havi tosa við fleiri av vinnulívsfólkunum ið høvdu áhuga í økinum, og ráddu tey tá, bæði bigdaráðnum og brandliðinum, frá at biggja brandstøð á økinum, tí øki var áhugavert í framtíðini, og man hevði kanska atlanir longu tá.
Eg havi tí 3 viðkomandi spurningar í øllum hesum ??
1. Vóru fyrispurningar inni, um øki frá vinnulívinum, hjá umsitingini/bgdaráðnum, um somu tíð sum avgjørt var at placera brandstøðina.
2. Er tað rætt, sum onkur bigdaráðslimur hevur sagt, at leiðarin ghjá brandmonnunu tá hótti við at uppsiga brandliðið, um brandstøðin ikki bleiv løgd har í hon nú liggur
3. Hevur Fiskavirkink nakra atlanir í øllum tosi um útbigging
Vinarliga
Sjómaður

1. Eingir fyrispurningar vóru frá vinnulívinum um øki, men onkur vísti á tað óhepna í at leggja brandstøðina júst har, tí at hetta kundi koma at forða fyri framtíðar útbyggingum. Hetta varð eisini ein av grundunum til at samtykt bygdarráðsins um staðsetingina var treytað av, "at bygningurin seinni kann flytast, um hetta gerst neyðugt". 2. Hetta kennir verandi bygdarráð einki til, og einki skrivligt finst hesum viðvíkjandi. 3. Fiskavirking hevur, kommununi vitandi, ongar ætlanir um útbygging.

 

Ungdómshúsið

Oktober 02 , 2006
Hvør situr í foreldrabólkinum sum hevur heitt á VK um at fáa
eitt nýtt ungdómshús til sínar ungdómar í Vestmanna.
Heilsan Steingrím Haraldsen
Áheitan um fund kom frá foreldrum í einum "óskipaðum" bólki. Fundurin við foreldrini 12. sept. 2005. Vit upplýsa ikki á heimasíðuni, hvør var á fundinum, men við at venda tygum til kommuna kunnu tygum fáa nærri upplýsingar um fundin!

 

Brandstøðin

Oktober 01 , 2006
Er tað rætt, sum brandleiðarin sigur við sosialin, at teir ikki blivu spurdir eftir, áðrenn man avgjørdi at selja brandstøðina ??
Brunaumsjónarmaðurin varð kunnaður um ætlanina á fundi 5. september og sløkkiliðsmanningin á fundi 7. september.