BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Vánaligir vegir og skilaleys parkering

November 27 , 2006
Eri púra samd við áður nevndu viðmerkingum viðv. holum í vegnum. Men haldi eisini, at tað er ikki bert har, at tað eru trupulleikar! Tað er so at siga holur í vegnum allastaðni í bygdini, haldi hetta er ógvuliga óheppi!! Tað er øguliga ringt fyri dekkini/bilin, men ikki minst ótrúliga irriterandi! Tó kann eitt gott sigast um holuna uttanfyri hjá Annfinni Bláhamar, og tað er, at hon virkar sum ein ferðtálmari fyri ferðsluna tá hasin SEV-lastbilurin stendur fullkomiliga skilaleyst parkeraður úti á vegnum og gongubreytini, so at fólk/skúlabørn noyðast út á vegin at ganga. Tað kann lættliga standast ein álvarslig vanlukka av hesum!! Keðiligt at tað standa bilar parkeraðir, av og á, allan vegin á nevnda vegastrekkið, tá stór parkeringspláss eru báðumegin við!!!! Haldi at meir virðing eigur at verða víst sínum medborgarum.
Vit eru eisini púra samd í øllum hesum, sum ført verður fram. Vit hava fleiri ferðir og fara eisini í næstum at heita á løgregluna, sum umsitir ferðslulógina, um at fáa hesi viðurskifti uppá pláss!

 

vevcameradi

November 26 , 2006
Hey Vestmanna nær verdur vevcameradi aftur í lagi ,eg sakni ikki at síggja hvussu vedri er har heima tá mann er í Danmark og man hevur børn og ommubørn har ,hopi tad verdur skjótt . Takk.
Vevkameraði er klárt at seta upp -nú bíða vit bert eftir, at veðrið gerst betur!

 

holur í vegnum

November 24 , 2006
Nær verður asfalterað í tað stóru holuna í vegnum omanfyri hjá Anfinn Bláhamar? Har er ikki koyrandi sum er.Eg rokni við at tað eru fleiri enn eg ið ilskast inn á hasa holuna
Kommunan harmast um, at hetta skuldi taka so langa tíð. Men sannleikin er tann, at vit bíða eftir betri veðir - ella kanska rættari sagt, eftir turrari veðri! Tað verður ikki mett sum ráðiligt at asfaltera, tá váttligt er í veðrinum og serliga ikki, tá talan er um umvælingar. Veðrið henda seinasta mánaðin hevur verið út av lagi vánaligt til asfaltering. Nakað heilt annað er, at kommunan oftari kundi havt fylt fyribils tilfari í hesa veitina og skursl aðra staðni - hetta mugu vit rætta uppá til eina aðra ferð! Tað stutta av tí langa er, at vit í løtuni bíða eftir turrari veðri!

 

klassamyndir 1965

November 19 , 2006
Kommunan hevur ikki klassamyndir liggjandi, men møguliga hevur skúlin onkrar!

 

vatn

November 18 , 2006
Hvussu nógv vatn verður brúkt í bygd okkara um dagin?
Uml. hvussu nógv vatn brúkar hvørt húsarhald um dagin?
Tá arbeitt verður á virkinum hjá Fiskavirking, fara 100 tons ígjøgnum reinsiverkið um tíman. Tá virkið liggur stilt, fara 70 tons ígjøgnum um tíman. Men, hetta fer ikki alt til húsarhaldini! Tiverri hava vit enn fleiri stórar lekar á vatnveitingarskipanini. Arbeitt verður við at finna fram til hesar, men tað er drúgt! Ætlanin er í næstum at steingja fyri vatninum til partar av bygdini, fyri á tann hátt at peila seg inn á lekarnar. Av tí, at ringt er at meta um, hvussu stórir lekarnir eru, er eisini ringt at siga nágreiniliga, hvussu nógv vatn eitt húsarhald brúkar um dagin, men vit rokna við, at eitt húsarhald brúkar einar 1000 litrar um dagin!

 

Viðv. parkering í bygdini.

November 16 , 2006
Eri vælvitandi, at Vestmanna Kommuna ikki kann vera potiti á vegnum, men er tað ikki uppá sítt pláss, at bygdaráði heitir á politiið, um at hyggja nærri eftir parkeringini í bygdini. À vegnum inn til skúlan har hundraðtals børn ganga hvønn einasta dag, standa bilar parkeraðir á gongubreytini, hóðast parkeringspláss eru báðu megin við, Børnini hava ongan møguleika, enn at fara út á vegin í tað nógvu ferðsluna, sum er har. Omanfyri hjá Vagnur Skúvadal standa ikki minni enn tríggir bilar parkeraðir nærum hvønn dag, beint í einum svingi hvar ringt útsýni er í forvegin. Vælsignaðir gerið okkurt við hettar áðrenn skaðin er hendur, aftaná er ov seint.
Vestmanna Kommuna er greið yvir trupulleikan, men parkeringstrupulleikar eru eitt ferðslumál og koma sostatt undir ferðslulógina, og ferðslulógina umsitur løgreglan. Spurningurin er beindur til Teknisku Nevnd, og kommunan fer eisini at heita á løgregluna um at taka málið upp!

 

serflutningsskipanin

November 14 , 2006
er henda koyring boðin almennt út, ella hava ikki øll rætt at
koyra. Mær kunnugt skulu fólk sum koyra slík akfør hava
portørútbúgving ella lýknandi og tað hevur viðkomandi ikki sum koyrir
í dag. hann er bert ein bygdarráslimur.
Koyringin er ikki boðin alment út. Skipanin var byrjað á royndarstøði, og er síðani komin í eina fasta legu, tó so, at broytt reglugerð og leiðbeining júst eru komin frá Serflutningsskipan Landsins. Reglugerð og leiðbeining eru í løtuni til viðgerðar - málið liggur í løtuni hjá borgarstjóranum. Verandi skipan hjá Vestmanna Kommunu - og harvið eisini verandi arbeiðstakari - er góðkend av Serflutningsskipan Landsins.

 

grundstykkir

November 13 , 2006
Eru nøkur grundstykkir id ikki eru seld enn í midalsbrekku?
Ja, eitt grundstykki er eftir - Hornavegur 31 (uttanfyri hjá Debes Nybo Christiansen)! Viðmerkjast kann, at sethúsaøki er omanfyri Hornaveg - frá maskinhøllini og úteftir. Hetta øki verður útstykkjað í næstum.

 

Kommunusamanlegging

November 12 , 2006
Hvørjar tankar ger bygdarráðið sær í samband við kommunusamanlegging, sum nú ikki slepst undan? Hava samráðingar ella fyrispurningar verið til Havnar ella kommunurnar í Vágum?
Tað er ein misskiljing, tá tú sigur, at tað ikki slepst undan kommunusamanlegging. Lógaruppskotið eitur jú “Uppskot til løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar”, tí tað eru kommunurnar sjálvar, sum gera av, um tær vilja leggja kommunur saman. Lógaruppskotið avmarkar samanleggingarmøguleikarnar við at avmarka samstarvsøkini - í okkara føri til Streymoynna - og at seta ávísar treytir til nýggju kommunueindirnar, m.a. skulu tær vera “samfeldar landafrøðiliga og samferðsluliga”, og “at fólkatalið helst skal verða í minsta lagi 2.000 borgarar.” Ein fundur hevur verið við umboð fyri Kvívíkar Kommunu um framtíðarútlitini hjá kommununum, eftir okkara tykki var fundurin bæði góður og konstruktivur; vit bíða nú eftir, at Kvívíkar Kommuna býður okkum til nýggjan fund. Í sambandi við fundin við Kvívíkar Kommunu spurdu vit Innlendismálaráðið, um ásetingin, at kommunurnar helst skuldu vera 2.000 borgarar, var ein forðing fyri eini møguligari samanlegging, hetta væntaðu teir ikki. Í løtuni búgva um 1.860 fólk í kommununum. Vit hava ikki havt samráðingar við kommunurnar í Vágum, orsøkirnar eru fleiri, m.a. at lógaruppskotið, um tað verður samtykt, ikki loyvir samanlegging við kommunur í Vágum; harumframt er tað ein trupulleiki, at kommunurnar í Vágum ikki eru samdar innanhýsis um eina samanlegging. Vit hava heldur ikki havt samráðingar við Tórshavnar Kommunu, ein orsøk er, at vit fyrst vilja kanna møguleikarnar fyri samanlegging við Kvívíkar Kommunu. Vestmanna Kommuna fer at skipa fyri vegleiðandi fólkaatkvøðu, um samráðingar vísa, at realistiskir samanleggingarmøguleikar eru. Viðmerkingarnar, sum Vestmanna Kommuna sendi Innlendismálaráðnum, eru á heimasíðuni.

 

Koyripeningur til fólkapensjónistar

November 11 , 2006
Kunnu tit vinarliga upplýsa mær upphæddina, ið Vestmanna Kommuna betalti í 2005 fyri koyring av fólkapensjónistum til og frá Tilhaldinum.
Nøgdur fólkapensjónistur
Samlaði serflutningurin kostaði í fyrsta umfari kommununi 103.700 kr. Brúkararnir rindaðu 9.740 kr í brúkaragjaldi og Serflutningsskipan Landsins endurrindaði kommununi 47.115 kr. Tølini eru ikki atskilt í roknskapinum hjá kommununi, og tí ber ikki til at upplýsa, hvat flutningurin til og frá dagtilhaldinum hevur kostað.

 

Vegagerð - dagføringar ella nýgerð

November 08 , 2006
Hvussu ber tað til at tað hendir so lítið við dagføringini av vegakervi okkara? Mær kunnugt legði fyrrverandi teknikkari okkara eina ætlan um leinging av Fjalsvegi fyri bygdarráðið tíðliga í summar, men tað hendir heilt undrunarsamt púrt einki. Havi hoyrt okkurt graml um, at ætlanin skuldi ikki verða nóg góð til útbjóðingarumfar?! Hvør ætlan er tað í hesum døgum? Tað manglar altíð okkurt tá ið man ger slíkar verkætlanir, og tað verða gjørdar verkætlanir runt um í landi okkara, sum ivaleyst eru væl verri fyri enn ætlanin fyri Fjalsveg. Og hvussu verður við Niðara Vegi? Hvussu raðfestir Vestmanna Bygdarráð Niðara Veg? Nú má og skal okkurt gerast heilt skjótt. Tá ið skaðin er hendur, er ov seint at reagera, so einkult er tað. Tað er ikki neyðugt at hugsa stórt í hesum sambandi, tí mangir smáir løkir blíva til stóra á ikki so? Álvaratos, nú má okkurt veruligt henda við dagføringini av Niðara Vegi, og eitt svar sum ljóðar uppá at arbeitt verður við málinum, er ikki heilt nøktandi tað mugu facts á borði nú, tí vit vestmenningar eru ikki nøgdir við støðuna sum hon er vorðin við árunum.
Fjalsvegur er ikki boðin út enn, tí at arbeiðið hjá teknisku ráðgevingini, sum verður keypt uttanhýsis, hevur tikið longri tíð enn væntað! Vit rokna tó við, at arbeiðið verður boðið út í hesum mánaðinum. Tað er heilt víst, at Niðari Vegur ikki hevur verið raðfestur nóg høgt. Tí er støðan verri, enn hon kundi verið! Arbeitt verður tó við at betra Niðara Veg - bæði bráfeingis ábøtur og varandi loysnir - men enn eru hesar verkætlanir ikki nóg ítøkiligar, til at verða lagdar fram. Ein onnur orsøk, til at ikki er farið undir Niðara Veg enn, er, at hetta er ein sera kostnaðarmikil verkætlan, sum má gerast yvir fleiri fíggjarár!