BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Blikkini !

Desember 31 , 2006
Vónandi verða nýggjársblikkini tikin upp í ár, eftir at tey hava tant sínum endamálið.
Órudd hava vit nokk av í bygdini.
Vit fara at royna at fáa blikkini tikin upp sum skjótast!

 

Grundin niðan fyri minnisvarðan

Desember 27 , 2006
Kunnu tit í bygdaráðnum greiða okkum frá nær í grundin niðan fyri minnisvarðan verður tikin niður. Sum eg minnist, so var hon bygd uttan byggiloyvi, og fekk eigarin boð um at taka hana niður aftur, hví er hetta enn ikki gjørt, og nær kun nu vit vanta at tað verður gjørt ? Tá ið t.d.líkfylgi ganga har framvið, verður hon ofta havd á loftið, og er tað IKKI fyri sín vakurleika.....
Ein ið ynskir líka fyri øll.

Grundin niðanfyri minnisvarðan varð bygd á sethúsaøki við fult gildugum byggiloyvi. Byggiloyvini tá vóru vanliga galdandi í 2 ár, men um bygging var byrjað, so fór byggiloyvi ikki úr gildi. Tí hevur kommunan ikki heimild til at nokta bygging uttan so, at fult endurgjald verður latið til eigaran! Verandi eigari hevur søkt av nýggjum um byggiloyvi á grundina, og sum er, eru ongar formligar grundir fyri at nokta einum slíkum loyvi!

 

Fjallsvegur

Desember 17 , 2006
Nýggja projektið og myndirnar tit hava lagt út á heimasíðuna virkar í so dýrt.
Hava tit roynt, aðara møguleikar ?
Hví skal vegurin so langt niður, hasi húsini omanfyri vegin fara so øðiliga langt upp av hesi orsøk.
fer hetta projektið at gera, at einki annað kann gerast í áravís ? .

Prosjektið er gjørt av teknisku deild hjá kommununi saman við uttanhýsis tekniskari ráðgeving! Vegurin verður lækkaður fyri at fáa eina betri íbinding við Ovara Veg. Atgongdin til húsini omanfyri vegin er gjørd í samráð við eigararnar, og skuldi ikki blivið verri, enn hon er! Harafturat gerast parkeringsmøguleikarnir betur. Vegagerðin verður ætlandi gjørd yvir í minsta lagi tvey fíggjarár, men ikki fyrr enn lisitatiónin hevur verið í januar 2007 sæst, hvør kostnaðurin verður, og um arbeiðið, soleiðis sum tað er lýst, yvirhøvur fíggjarliga er gjørligt!

 

Fjallsvegur/ Niðari vegur

Desember 16 , 2006
Hvussu ber tað til at komunan tekur fjallsveg(ein privat útstykking) framum Niðara veg sum er høvðus innkoyring hjá stórum akførum til stóran part av okkara vinnulívið í Vestmanna??? Niðari vegur var jú valagn hjá teimum flestu sum sita í komunustýrinum í dag, ikki gott!!!!!!

Alla aðrastaðni í Føroyum er tað tey sum skulu byggja sum gjalda fyri vegin, og kommunan yvirtekur viðlíkahaldi av vegnum tá arb er liðugt. Latið vera við at brúka tær fáu skattakrónurnar uppá privat endamál hjá einstøku bygdaráðslimunum !!

Nógv fyri at ein stór vanlukka skal henda áðrenn tit vaknað!

Ónøgdur borgari.
Fjalsvegur verður ikki tikin fram um Niðara veg. Ætlanin er, at gera bæði Fjalsveg og Niðara veg (í hvussu so er partar av honum) í hesi setuni. Orsøkin til, at Fjalsvegur verður gjørdur fyrst, er, at tann verkætlanin er fyrireikað, meðan ein heildarætlan fyri Niðara veg ikki enn er gjørd. Tekniska Nevnd fer at hava ein fund fyrst í komandi ári, har einans Niðari vegur er á skránni; vit vænta, at ein arbeiðsætlan fyri Niðara veg verður gjørd tíðliga í 2007. Fjalsvegur var eisini valagn hjá onkrum lista!

 

SEV / Røkt

Desember 12 , 2006
Er bygdarrádid nøgt vid, at SEV, at síggja til, heldur Sp/f Røkt uttanfyri, nú vindorkan verdur útbygd? Er tad ikki so, at sitandi bygdarrád studladi valinum av verandi stýri í SEV, sum feldi stýrid, sum fegin yngsti størri samstarv vid Sp/f Røkt? Roynir bygdarrádid, ígjøgnum umbodid, sum tad fekk valt í stýrid, at leggja trýst á restina av stýrinum/leidsluna í SEV, fyri at skaffa Røkt størri vælvild? Hevur bygdarrádid fult álit á verandi stýri og leidslu í SEV?
Vestmanna Kommuna er sjálvsagt ikki nøgd, um Sp/f Røkt ikki fær eins góðar arbeiðsumstøður sum aðrir orkuframleiðarar. Vit vóna, at virksemi hjá Sp/f Røkt fer at økjast framyvir. Vestmanna bygdarráð valdi í 2005 tvey umboð í umboðsnevndina hjá SEV; í umboðsnevndini eru 70 limir. Umboðsnevndin velur síðani SEV-stýrið, tað er mannað við 7 limum. Vestmanna Kommuna kann ikki áleggja umboðsnevndarlimum ella stýrislimi ávísa hugsan ella støðutakan; tá teir eru valdir atkvøða teir eftir teirra egnu sannføring. Umboðsnevndarlimirnir og stýrislimurin eru í løtuni allir bygdarráðslimir, tí vita teir, hvørjar hugsanir bygdarráðið hevur til ymisk mál. Okkum kunnugt hevur sitandi stýri ikki størri illvild móti Sp/f Røkt enn tað undanfarna. Bygdarráðið hevur ongantíð tikið støðu til, um vit hava álit á SEV-stýrinum og SEV-leiðsluni. Vit halda, at tað er uppgávan hjá umboðsnevndini, hon er hægsti myndugleikin í SEV, at tryggja limunum, at SEV verður rikið nøktandi og ábyrgdarfult. SEV arbeiðir við ymsum bygnaðarbroytingum í løtuni, úrslitið kann gerast, at bý- og bygdarráðini fáa størri ávirkan á SEV-stýrið og SEV-leiðsluna.

 

Skonnert HANNA

Desember 08 , 2006
Hvem kan fortelle mig historien om skonnert HANNA, bygget 1898 i Antwerpen, 74 bruttotons, i 1948 ejet af A E O Hansen, Vestmannahavn. Gerne også med et foto.
Torsten Hagnéus, Västra Frölunda, Sverrig
Hesin spurningur er settur í spurnarteiginum. Um nakar veit um hesa skonnart, hevði verið áhugavert at fingið hetta at vita.

 

líkbilurin

Desember 07 , 2006
eru tað kommunurnar Vestmanna,Sandavág,Kvívík og Miðvág
sum eiga og reka líkbilin.
heilsan Steingrím.
Ja, tað eru hesar kommunurnar, sum í felag hava keypt líkvognin.

 

Jólatræðstendring fyrr og nú

Desember 04 , 2006
í samband við ritgerð um jólatræðstendring frá gamlari tíð og fram til í dag, hevði verið kærkomið at fingið upplýst røðararnar til jólatræðstendringina uml. fimm tey seinastu árini.
Heilsan ein lesandi
Ein skuldi trú, at umsitingin ella politikkararnir áttu at kunna svarað hesum spurningi, men so er ikki! Vit hava roynt at kanna eftir og spurt fólk, men vit hava ikki fingið greiðu á hesum! Vit fara ikki her at siga, hvør helt røðuna í fjør - hetta vita vit! - tí at hetta er spurningurin í spurnarkappingini fyri desember. Kanska onkur, sum minnist, kann siga okkum frá, hvørji hava hildið røðu undanfarnu 5-6 árini!

 

Vestmanna Søga

Desember 02 , 2006
Í nógv ár hevur Vestmanna Kommuna sett pening av á fíggjarlógini, fyri at fáa Vestmanna søgu skrivaða. Av givnum orsøkum, hava steðgir verið i arbeiðinum. Hvussu gongur við hesum arbeiðinum nú, og nær kunnu vit vestmenningar vænta, at kunna seta okkum afturá at blaða í søgu heimbygd okkara? Hvør tekur sær av hesum arbeiðinum nú?
Satt er, at lítið er hent við bygdarssøguni í 2006. Vit hava fingið tilfarið, sum Sverri Egholm, sáli, skrivaði og savnaði. Ætlanin var, at fáa onkran at skipa hetta tilfar og at halda fram við bygdarsøguskrivingini. Bygdarsøgan er partur av málsøkinum hjá Mentanarnevndini – í henni eru Pauli T. Petersen, formaður, Jón Mikkelsen og Jóhan Hendrik Hansen. Ongin ítøkilig avtala er gjørd við nakran persón um at skriva bygdarsøguna. Mentanarnevndin hevur tó havt samband við ein rithøvund, sum møguliga fer at skriva Vestmannasøguna.