BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 28.06.2017

Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Toftavegur

Januar 29 , 2007
Nær verður Toftavegur asfalteraður aftur !! Hann er gýsiligur at koyra eftir !!
Annars tøkk til bygdaráðið at taka álvara av at gera okkurt munagott til ungdómin !! Ungdómurin er sera spentur uppá hetta !!

Ein Mamma
Heitt er á teknisku deild um at biðja um tilboð uppá arbeiðið, og tá støða er tikin til innkomið tilboð, verður arbeiðið gjørt skjótast gjørligt hareftir! Kommunan vónar eisini, at bygdarhúsið fer at verða ein góður karmur fyri ungdómin!

 

Vetrarfriðing

Januar 28 , 2007
Fyrireikandi fundir hava verið millum kommununa og hagarnar, sum eiga vetrarbitið. Hesir fundir hava gingið rættiliga væl, ongin hagi hevur verið ímóti ætlanini um vetrarfriðing, men enn er langt á mál. Vit hava tosað um møguligar hegnlinjur, mannagongdir, lóggávu o.a.tíl. Neyðugt er við fleiri fundum, bæði millum okkum og hagarnar, innanhýsis í høgunum, millum kommununa og myndugleikarnar t.d. Búnaðarstovuna, Búnaðargrunnin, Matrikulstovuna. Vit vóna, at greiða skjótt fæst á, um vetrarfriðing er gjørlig; so skulu umsitingarligir spurningar avgreiðast – m.a. at gera sáttmálar, semjast um víddir, kanska eisini um, hvussu endurgjaldið skal gjaldast. Tá alt er komið í rættlag, kann tilmæli latast bygdarráðnum.

 

Telefonnummør

Januar 26 , 2007
Hví standa ikki øll telefonnummør á tykkara heimasíðuni ?
Høllin svarar ikki á 242550 - tað ljóðar sum eitt fax
hava umsjónarmennirnir ikki mobiltelefon
Um eg skal lána svimjihylin, skal eg so ringa til skúlastjóran ?
Um omma ætlar sær til okkurt tiltak, hvønn skal eg ringa til í samband koyring?




Vestmanna Skúli hevur egnað heimasíðu, har øll neyðug tlf. nr. standa. Slóð til heimasíðuna hjá skúlanum liggur undir slóðir á heimasíðuni hjá kommununi. Tlf. nr. 424550 (ikki 242550) er telefaksið hjá umsjónarmonnunum í skúlanum. Allir umsjónarmenninir hava fartelefon. Tann, sum er á vakt, hevur fartelefon nr. 230105, og leiðandi umsjónarmaðurin hevur fartelefon nr. 230107. Tað skal ikki ringjast til skúlastjóran, tá ein ynskir at leiga svimjihylin, ítróttarhøllina ella onnur hølir í skúlanum. Ringjast skal til umsjónarmenninar. Kommunan arbeiðir við at endurskoða serflutningsskipanina. Tá hetta arbeiði er liðugt, verður kunngjørt á heimasíðuni!

 

Samdur við Spurin

Januar 24 , 2007
Eg eri púra samdur við Spurin. Tá ið eitt 5 - 15 cm lag av kava liggur væl stúða á breytini, so er eingin grund at koyra salt á, tí tað blívur "ein suppa" av hesum, tað vita vit, læt tað liggja í frið. Annað er tá í tað frystir um kvøldarnar og morgnarnar, og vegirnir blíva glerstoyttir. Eg haldi annars at teir sum hava við kavan at gerða hjá kommununi skuldu sett seg saman, og viðgjørt henda spurning so øll tey sum hava við kavan at gerða vita hvat tey skulu. Annars er ein positiv broyting til tað betra farin fram viðv. gravingini. Takk fyri tað.
Gott nýggjár, og annars alt tað best.
Bygdamaður
Takk fyri viðmerkingarnar. Sum nevnt, so verður ofta koyrt salt á fyri at bloyta kavan, fyri síðani at grava, tí tá gerst lættari at koma niður á asfaltið! Men tygara viðmerkingar verða latnar áfram til umsjónarmannin.

 

Salting

Januar 22 , 2007
Hví verður tað saltað alla tíðina í bygdini, tá tað er kavi? Tað er sera illa frammkomandi í bygdini av hesum, bæði fyri bilar og fótgangarar. Kavin blívur ikki burtur, men bert til eina suppu, sum bæði bilar og fótgangarar spola í. Eitt er, at tað verður saltað í summum støðum, so sum Heygabrekka og svingi við hjá Odu, men alla bygdina er óneyðugt. Og ikki minst, ein óneyðug útreiðsla. Eitt dømi um gott gongi er Ùti á Bakka. Har er ikki saltað. Sera gott at ganga og koyra.

Spurin

Kommunali umsjónarmaðurin tekur støðu til, hvar saltast skal - hetta verður sum oftast gjørt í brekkum og í svingum! Tað er kanska tí, at tað ikki er saltað á Bakkanum - vanliga verður ikki saltað á sløttum vegi. Tá saltað verður í lítlum kava, verður ofta grivið aftaná. Um nakað ella nógvur kavi er, verður fyrst grivið og síðani saltað! Men, sum sagt, hetta er ein meting av umsjónarmanninum, og vit hava ikki fyrr fingið at vitað, at ov nógv verður saltað - heldur tvørturímóti!

 

Vegbunga

Januar 14 , 2007
Hvar bleiv vegbungan, við skúlan, av?
Samtykt er at taka vegabunguna niðanfyri skúlan burtur, og í staðin at gera ein gonguteig við góðari uppmerking og ljósum. Samtykt er eisini at gera minni vegabungur báðumegin við gonguteigin - eina inni við brúnna um Gjógvará og eina úti á leið við húsini hjá Vagnur Djurhuus!

 

Gjáarlon

Januar 08 , 2007
Hey tit. Er nøkur avgerð tikin viðvíkjandi summarferiu á stovnurin Gjáarlon í ár? Verður stovnurin stongdur nakrar vikur í summar?
Vestmanna Bygdarráð samtykti á fundi 17. januar 2006, at dagstovnarnir skulu verða stongdir í 3 vikur um summarið og ímillum jól og nýggjar, og at hetta skal fráboðast foreldrunum í góðari tíð frammanundan. Hetta hava stovnarnir fingið boð um, so heitt verður á áhugaði um at seta seg í samband við stovnarnar. Telefonnr. og teldupost-bústaður síggjast á heimasíðuni hjá kommununi.

 

Nýggjár/blikk

Januar 07 , 2007
Í ár - á fyrsta sinni - hevur kommunan eisini víst sítt takksemi fyri veitta hugnan við at geva blikkamonnunum ein góðan bita eftir miðnátt - blikkamenninir hava uppiborið eitt herðaklapp.
Soleiðis stóð at lesa á hesi síðuni, er tað rætt skilt, at kommunan bjóðaði ein góðan eftir midnátt til blikkamennirnar ?
og hvar var henda máltíðin?
Hvar settu hesir blikkamennirnir blikk upp ?
Vóru allir blikkamenn í bygdini bjóðaðir ?
Vestmanna Kommuna hevur lænt blikkamonnunum hús hjá kommununi, sum teir kunnu taka sær av løttum í, eftir at teir hava sett upp og tendrað blikkini! Hartil hevur kommunan keypt eitt krov til teir. Hetta eru blikkamenninir í innara parti av bygdini og á vestmannavegnum. Teir syrgja sjálvir fyri restini! Aðrir hava ikki spurt um slíkan ágóða, men kommunan hevur tó stuðla øllum blikkamonnunum við at gjalda fyri oljuna til blikkini!

 

Skeltið !

Januar 06 , 2007
Skeltið inni hjá Eivind Olsen, sum er umtala á hesi síðini, var beiðleiðis orsøkin til, at 2 børn vóru um at verða ivurkoyrd fyri viku síðani.
Tá kommuna ikki hevur givið loyvið, hví er tÁÐ so ikki tikin niður av kommununi ? - ætla tit at takað tey niður ?
Skeltið stendur ikki á kommunalum øki, og tí kann kommunan ikki sum útgangsstøði krevja tað burturbeint. Um tað er ein ferðslutrupulleiki, er tað løgreglan, sum skal krevja tað burtur. Hartil stendur skeltið við landsveg, og tí er tað Landsverk, sum eisini kann krevja skeltið burturbeint!

 

Gott nýggjár :)

Januar 04 , 2007
Eg takið fult undir við 'Gott nýggjár øll somul' - blikkamenninir gera eitt megnar arbeiði. Í ár - á fyrsta sinni - hevur kommunan eisini víst sítt takksemi fyri veitta hugnan við at geva blikkamonnunum ein góðan bita eftir miðnátt - blikkamenninir hava uppiborið eitt herðaklapp, sum hetta! Fínasta slag. Ja, og tað hevði eisini verið frálíkt, um onkur tók sær av at rudda upp aftur. Tað er eisini so nógv brostið fýrverk, sum óruddar. Gott positivt nýggjár :)
Takk fyri rósandi orðini! Á kommunalum øki (vegir o.l.) ruddar kommunan eftir nýggjárshaldið, men tað ganga helst nakrir dagar!

 

Skelti

Januar 03 , 2007
Eitt lýsingarskelti er sett upp í svinginum inni hjá Eivind Olsen. Hetta skelti ger, at bilarnir, ið koma niðaneftir framvið Shellstøðini, ikki síggjast væl. Skeltið tekur nógv av útsýninum frá bilum, ið koma av ovaravegi . Hevur kommunan givið loyvið til skeltið ? Heldur kommunan at tað er OK at seta eitt skelti, ið forðar at ferðslan gongur forsvarliga ?
Vestmanna Kommuna hevur ikki givið loyvi til at seta skeltið upp!

 

Gott nýggjár øll somul

Januar 01 , 2007
Hetta er ikki beinleiðis nakar spurningur, meira ein viðmerking. Alt ov ofta eru tað ábreiðslur ella neiligir spurningar í hesum teiginum. Er tað einki gott her i bygdini? Tað haldi eg at tað er! Til dømis gamlaárskvøld, alt, ið verður gjørt fyri at hugna um, bálini og blikkini, tað er sera vakurt. Hetta eru fólk (menn), ið gera tað av áhuga fyri at gleða okkum onnur. Teir hava stórt rós uppiborið, og blikkini verða vanliga tikin uppaftur og burturbeind, kommunan letur onkrum skúlaflokki, ið savnar pening, eina samsýning fyri hetta. Kom lat okkum veða meira jalig í 2007 hinum kemur einki gott burturúr
Kommunan tekur fult undir við viðmerkingini!