BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 29.08.2017

Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

kloak á niðaravegi breiðkan á ovaravegi

Februar 28 , 2007
Kann Vk siga nær kloakkin verður gjørd á niðaravegi, frá missjónshúsinum og inneftir. og nær veðurin verður breikkaður.
Hví breikka tit ikki ovaraveginvegin frá fossabrúgv og oman til Jóahannis Fonsdal. Hevur Vk ikki ognar tikið hetta strekkið tilveg fyri lengaritíð síðan.
Kloakkin á Niðara Vegi frá missiónshúsinum og inneftir varð løgd av nýggjum fyri nøkrum árum síðani í samband við, at Elfelagið SEV tók linjurnar niður og legði kaðal í staðin! Tað gongur helst drúgv tíð enn, til hesin vegateinur verður breiðkaður. Í staðin er ætlanin at breiðka og styrkja innara part av Niðara Vegi. Kanningararbeiðið í hesum sambandi er byrjað! Tað er rætt, at kommunan hevur ognast lendið til breiðking áv Ovara Vegi - frá Fossábrúnni og oman til Jóannes Fonsdal - men, enn er ikki tosað meira nágreiniliga í Teknisku Nevnd ella Bygdarráðnum um at breiðka henda vegatein!

 

Vegur

Februar 27 , 2007
Eg eri ein av teimum mongu sum koyri niðan til barnagarrðin hvønn morgun og irriterist meir dag fyri dag av vegastrekkinum omanfyri hjá Odu, vegurin er alt ov smalur, ikki bert til koyring, men eisini um ein er til gongu. Hvat við at breiðka vegin, talan er bert eitt stutt strekki einar 40-50 metrar?
Heitt er á Teknisku Nevnd og Teknisku Deild um at arbeiða við málinum!

 

bygdarhúsið

Februar 26 , 2007
hvussu nógvir arbeiðistakarar eru bodnir við í at bjóðað uppá arbeiði
í bygdarhúsinum. EL innleggjarar, snikkarar, vvs smiðir og málarar.
Heilsan Steingrím
Arbeiðini, sum ætlanin er at gera í bygdarhúsinum, eru ikki boðin út í almennari ella innbodnari útbjóðing. Í almennari útbjóðing kann einhvør lata inn boð. Í innbodnari útbjóðing kann byggiharrin – her Vestmanna kommuna – heita á fleiri arbeiðstakarar um at bjóða. Í staðin er valt at hava fyrispurningar úti hjá tveimum arbeiðstakarum – at biðja um sokallað undirhondstilboð. Tá er bert loyvt at spyrja tveir arbeiðstakarar. Ein byggimeistari er biðin um at gera øll arbeiðini sum høvuðsarbeiðstøku við el-arbeiði sum undirarbeiðstøku. Í hinum førinum er biðið um tilboð frá timburmeistara og frá el-innleggjara til at gera hvør sín part av arbeiðinum. Um ikki verður tikið av nøkrum undirhondstilboði, er møguleiki at fyrireika útbjóðing av arbeiðunum av nýggjum í antin høvuðsarbeiðstøku ella fakarbeiðstøkum í almennari ella innbodnari útbjóðing.

 

grótbrotið

Februar 23 , 2007
Hvør eigur grótbrotið? privatpersónur stendur fyri tí í matrikkulyvirlitinum?
Vestmanna Kommuna eigur grótbrotið, sum er partur av havnamatriklinum, matr. nr. 36c. Kommunan hevur heitt á fyritøkuna, sum umsitir kortið á alnótini um at rætta mistakið!

 

Bygdarhúsið

Februar 20 , 2007
Verða arbeiði við at umvæla ,hampa,mála og klæða bygdarhúsið
boðin almennt út ella verður alt gjørt av innbodnum selskapi.
heilsan Steingrím.
Kommunan fer í næstum undir at gera nakrar kravdar brunatekniskar ábøtur fyri at kunna brúka bygdarhúsið. Hesar umfata m.a. at klæða trappuuppgongd innan, seta upp neyðljós og nýggja brandtrappu. Kommunan hevur biðið um tilboð frá innbodnum arbeiðstakarum. Spurningurin um klæðing av bygdarhúsinum uttan, er ikki viðgjørdur enn, men støða verður væntandi tikin til hetta seinri í ár.

 

Fjalsvegur

Februar 19 , 2007
Hvør skal gera fjalsveg, nær verður byrja og hvat verður hæddin á vegnum niðanfyri hjá okkum matr. 307
kristen
J&K Petersen Contractors skulu gera vegin. Byrjað verður væntandi beint eftir páskir. Sambært teknisku deild verður kotan frammanfyri niðankoyringina til tykkara 69,5 og verður komandi vegur rættuliga neyvt sama kota!

 

Knallert Koyring

Februar 12 , 2007
Also er tað ongastaðni í vestmanna komunu sum tit kunna avseta eitt øki til at koyra GoCart/banacross/ Rasara koyring á?? t.d sandvøllin inni a fjør og/ella ferjuleguna?
Í løtuni hevur kommunan tíverri ikki nakað tílíkt øki at vísa á. Eftir áheitan frá íbúgvum har á leiðini er vøllurin Inni á Fjørð stongdur fyri júst slíkari ferðslu! Ferjuleguøkið liggur opið fyri vanligari ferðslu, og tí kann tað ikki ávísast til slíka ferðslu, sum nevnd er í spurninginum!

 

Seyður inni í havanum

Februar 10 , 2007
Ja, so hendi tað aftur. Triðja ár á rað. Tá hugt verður út í havan hósmorgunin er alt vekk. Runnar, rósintrø, rhodondendrum, kristtjørn. Bert nakrir pinnar eftir. Hegn er um havan, men kavafonn var løgst, so til bar at hoppa uppum, týðiligvís.
Skal hetta halda áfram. ?? Synd í vestmenningum. Her kundi verið so vakurt
Arbeitt verður við at kanna møguleikarnar fyri vetrarfriðing. Spurningur um hetta mál er áður svaraður á hesi síðu!

 

Grein 266b - Matrikul nr. 266b, Vestmanna

Februar 08 , 2007
Ískoyti til kjakið um grein 266b:
Mangt er løgið:-)
Nú so nógv verður tosað um grein 266b, helt eg tað vera stuttligt at kanna, hvør í eigur matr. nr. 266b í Vestmanna. Svarið var:
Eigari: Grøn, Pastor
Stødd: 62 m²
He, he......

Jú, jú, so er!

 

E-postadresser till hotel i Vestmanna

Februar 07 , 2007
Min familj skall på ferie till Färöarna i april-maj. Jag kan ej finna E-postadresser till hotel. Sänd mig några.
Hälsningar
Leif Olsson / Sverige
I kan kontakte nedenforstående: sight@sightseeing. fo eller gennem deres hjemmeside www.sightseeing.fo eller:skuvadal@puffin.fo eller gennem deres hjemmeside www.vestmannabjørgini.com

 

web cam

Februar 06 , 2007
takk fyri tykkara flotta bílæt , vágadama
Einki at takka fyri!!

 

Salting

Februar 04 , 2007
Kunnu tit siga mær hví Rógvuvegur og Byrgisvegur ikki skulu saltast? har hendur skjótt ein ólukka!!!!!
Rógvuvegur og Byrgisvegur verða vanliga saltaðir eins og hinir vegirnir í bygdini! Tá hetta verður mett neyðugt, tekur umsjónarmaðurin saman við teimum, sum koyra saltaran, støðu til, hvar saltast skal, og hvussu nógv salt skal stroyðast á. Tá saltað verður, verður vanliga byrjað frá maskinhøllini – hetta tí at bilurin stendur har. Haðani verður saltað eftir høvuðsvegunum – Hornavegi, Garðavegi, Toftavegi, Heygagøtu, Bøgøtu, Niðara Vegi ( fyri bussleiðini) o.s.fr. Hetta hevur sum oftast við sær, at ytri parturin av bygdini verður seinast saltaður. Tá onkur vegur ikki er saltaður, so er tað tí, at tað ikki verður mett at vera neyðugt fyri ferðsluna! Hetta eru sum oftast rímuliga slættir vegir við ongum ella mjáum brekkum. Tá svartakálk er, verða allir vegir saltaðir! Annars verður altíð roynt at gera viðurskiftini so góð sum gjørligt fyri borgararnar. Umsjónarmaðurin biður fólk ringja, um tey halda, at onkur vegateinur ikki er saltaður ella er ov illa saltaður. Umsjónarmaðurin hevur fartelefon nr. 230122.

 

Frukt

Februar 03 , 2007
Hvør er skúlastjóri í Vestmanna
Hví fæst ikki frukt í kommunala skúlanum í Vestmanna longur ?
Ólavur Winther er skúlastjóri. Almanna- og Heilsumálaráðið boðaði við skrivi, dagf. 17. november 2006, at heimildin sambært kunngerð nr. 79 frá 10. august 2006 um studning til heilsupolitisk tiltøk í fólkaskúlanum gekk út 31. desember 2006, og at landið ikki fór at veita stuðul eftir henda dag!!