BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Nær brendi barnaheimið í Vestmanna

Mars 31 , 2007
Hvør doyði og hvussu gomul vóru tey
Okkum vitandi er einki barnaheim brent í Vestmanna. Barnaheimið flutti úr Vestmanna til Tórshavnar í 1954. Bygningurin, sum barnaheimið var í, og sum seinni gjørdist til m.a. barkarí og handil, brendi 20. mai 1969. Eingin doyði í hesum eldsbruna!

 

Máling av bygningum hjá VK.

Mars 30 , 2007
Verður nakar bygningur hjá VK boðin alment út, til at mála í
summar ( Christiansborg, Samýli, ítróttarhøllin vm )
heilsan Steingrím.
Støða er enn ikki tikin til, um nakar bygningur hjá kommununi skal málast í summar!

 

Høllin

Mars 27 , 2007
Tað rann mær kalt niður eftur rygginum tá eg í morgun læs her hvussu ein ónevndur persónur í ikki torur at seta sítt kristna navn unndur spurningarnar tit umsjónarmennirnar í høllini ,at hann soleiðis við tykkara hjálp kann dálka teir alment út og kanska tann leiðandi umsjónarmannin tí vit vita øll í Vestmanna hvat hann dugur til, slíkir hanga ikki á hvørji grein. Fari heldur betri við tykkara arbeiðsfólki ella ríma tey, tað hevði verði spell. Takk fyri upptøkun K.
Soleiðis hava vit svarað frammanfyri setta spurningi: "Vit mettu, at rætt varð at svara hesum spurningum um høllina - partvíst í samráð við leiðandi umsjónarmannin. Vestmanna Kommuna hevur yvirhøvur onga grund til at ivast í arbeiðinum hjá umsjónarmonnunum, tvørtur ímóti!! - hvørki í skúlanum ella aðra staðni - og tað halda vit, at svarini til fleiri av spurningunum í hesum teigi eisini vísa! Vestmanna Kommuna hevur ongan niðurskrivaðan starvsfólkapolitikk, men kommunan er limur í Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og roynir at fylgja almenna starvsfólkapolitikkinum!" Vit meta sjálvandi ikki, at viðkomandi, sum ikki torir at seta navn sítt undir, fær hjálp frá okkum til at spilla umsjónarmenninar út! Vit hava fult álit á øllum umsjónarmonnunum hjá kommununi eins og á øðrum starvsfólkum eisini!

 

Høllin.

Mars 26 , 2007
Eg má geva geva hesum persóni rætt í einum parti, av tí hann heldur um, við líkahald av høllini.
Eitt er heilt vist at ljósi í høllini hevður aldrin áður verið so vánaligt sum tad er júst nú, tað er heilt sikkurt at tað lýsur ikki meir enn max 70% við fullum belysningi.Eg kann minnast, at áðren Finnbogi og Oskar góvust, tá stó fleiri ferð um ári, ein stigavognur í horninum av bananum, í teir brúktu gjøgnum vikuna at skifta ljósrør og annað við í amaturunum, tá so tað nærkaðist vikend og dystir skuldu verða ja so var hann vekk og arbeiði var gjørt, og eg kann heldur ikki minnast at hann ávirkaði næka serligt undur dagligu gongdin í høllini. Havið hoyrt okkurt um at tit ikki fáa deilir til amaturini? Men um tað er so, so má eg kalla tad vrøvl,tað er heldur dovinskapur, ein og hvør í veit eitt sindur um el sær at anna hvørt rør ella glimtendrari er farin, og tað kann skaffast, skift tað so lýsa nógv rør aftur, og har í okkurt ikki kann skaffast ja so má skiftast út við okkurt annað merki, ella nýtt amatur. Haldi at tað er ein veldigur missur at Finbogi ikki er har meir. Kanska teir grønu fingranir fingu tað at lýsa betur enn teir útlærdu el fingranir.
Tá ljósrør verða skift, verður hetta altíð gjørt í frítíðum skúlans - at tað so onkuntíð gongur inn í vikuna eftir frítíðina, er ein onnur søga! Gangi út frá, at hetta verður gjørt, nú páskafrítíðin kemur! Annrs er tað rætt, at tað ikki fáast eykalutir til armaturini - hesi verða skift í summarfrítíðini! At Finnbogi sjálvur ynskir at siga seg úr starvi í skúlanum, fær kommunan einki gjørt við!

 

Campingplássi inni á fjør

Mars 25 , 2007
Hvussu gongur við at gera campingplássið, verður byrja í summar.
Uppskot og kostnaðarmeting eru gjørd. Í næstum verður innkallað til fund um ætlaða kampingplássið. Tað verður neyvan byrjað í summar!

 

høllin

Mars 24 , 2007
Vit eru sera nógv sum harmast alt meir og meir at síggja okkara einaferð so snotuligu og vælhildnu ítróttarhøll forfarast. Skiftirúmini síggja herrens út, wc inni í skúlanum og umhvørvið rundan um høllina og skúlan simpulthen fara í hundarnar.
Tað kann ikki vera rætt at 3 húsavørðar ganga har hvønn dag og einki gera við hettar, alt ov vánaligt!!!
Hettar eru ikki uppgávur sum kostað. Nakrar loftplátir, skrúðir í benkrirnar osv...
Halló, soleiðis sá tað ikki út tá Oskar og Finnbogi vóru einsamallir...

Vónið at fáa eitt grunda svar. Takk fyri hesu spurnarsíðu
Tað, sum tygum skriva, er beint tað øvugta av tí, sum vit hoyra næstan hvønn dag bæði frá vestmenningum og serliga frá bygdafólki, sum javnan vitja í høllini. Leiðandi húsavørðurin boðar frá, at loftini í skiftirúmunum, sum hóðast alt eru yvir 20 ára gomul, farast av og á, og ikki ber til at umvæla pláturnar – hesar mugu skiftast út - og slíkt arbeiði kann bert gerast, tá skúlin hevur summarfrí, tí at høllin og harvið eisini skiftirúmini eru, sum kunnugt, í nýtslu hvønn dag frá kl. 8.00 til 24.00 – eisini í vikuskiftunum. Leysar skrúvur o.t. verður altíð tikið hond um, so skjótt húsavørðarnir varnast tað! At umhvørvið um skúlan skal vera so nógv broytt í ein vetur, sum tygum halda uppá (uttan at vísa á nakað ítøkiligt), meta vit heldur ikki er rætt! Annars kann upplýsast,at øll ítróttarhøllin er málað innan í vetur, og nýggj ljóðútgerð uppsett,. Tað hendir tó viðhvørt, tíverri, at herverk verður gjørt, kanska serliga í skiftirúmunum, og til umvælingar er gjørdar, sær tað ikki altíð so tespiligt út - bert spell at tílíkt hendir, men tað slepts tó neyvan heilt undan slíkum!

 

Kjak um desentralisering

Mars 23 , 2007
Tað hevur undrað meg, at kommunurnar í okkara øki, ongantíð taka lut í almenna kjakinum, tá ið desentralisering av almennum arbeiðsplássum, hevur verið á skránni.
Onkur heldur kanska, at hetta ikki er ein partur av kommunala politikkinum. Mín sannføring er, at spurningurin um almenn arbeiðspláss, er ein av teim mest týdningarmiklu, fyri eina kommunu sum okkara.
Tað verður mangan sagt, at tað er uppgávan hjá teimum, ið umboða okkum á løgtingi, at reka landspolitikk, og ikki lokalpolitikk.
Har eri eg partvís samdur. Sjálvsagt eiga bý- og bygdarráð at reka kommunupolitikk, og løgtingsumboð at reka landspolitikk.
Støðan er bert tann, at hetta verður ikki gjørt.
Hetta sæst best, nú ógvuliga sterkar kreftir í politisku skipanini, eru farnar í herferð ímóti Suðursterymoy. Tíbetur skrivaðu løgtingsumboðini hjá okkum ikki undir áheitanina til løgmann, har biðið varð um, at fara í holt við fyrireikingina av desentralisering av almennum stovnum sum skjótast.
Hinvegin má eisini ásannast, at okkara umboð ikki hava klovið í tvey, í hesum orðaskifti.
Eingin politikkari úr økkara øki, hvørki lands- ella kommunalpolitikkari hevur luttikið alment í kjakinum. Hinvegin hava politikkarar úr øðrum økjum, ikki hildið seg aftur. Teir úr Klaksvík, Suðuroynni og avísir úr Eysturoynni, hava verið serliga ágrýtnir.
Umboð úr okkara øki hava verið kvirr. Eg skilji tað als ikki.
Við slíkum støðuloysi, menna vit ikki okkara øki. Ella hvussu ?
Um vit vilja tað ella ikki, so eru vit í útjaðaranum av miðstaðarøkinum. Tað ber í sær, at ágangur ímóti miðstaðarøkinum, er ágangur ímóti okkum.
Eg haldi, at okkara fólkavaldu, bæði løgtings- og kommunuumboð eiga at fara útum bøgarðarnar við boðskapinum um, at vit góðtaka ikki gongdina sum nú er.
Tað kann ikki vera rætt, at inntøkur frá almennum størvum, onga ávirkan hava á inntøkugrundarlagið í okkara kommunu.
Nú gjørdist hetta ein longri lestur, men eg eri sannførdur um, at um vit ikki taka annað skinn um bak, verða inntøkumøguleikar okkara fluttir til heilt aðrar partar av landinum.
Eg fari at enda við at spyrja, hvussu stórur partur av lønarinntøkunum hjá kommununi, stava frá almennum lønum.

J.S
Tað er rætt, at politikarar í Norðurstreymoy ikki hava verið so sjónligir í kjakinum um at flyta almenn arbeiðspláss úr høvuðsstaðnum. Orsøkirnar eru helst fleiri; ein orsøk, til at politikarar í Vestmanna – bæði lands- og lokalpolitikarar – hava verið nakað kúrrir um almenn arbeiðspláss, er helst óvissan og stríðið um Fiskivinnuskúlan. Vit hava óttast, at landsmyndugleikarnir og onkrir løgtingslimir kundu nýtt eitt slíkt høvi til enn einaferð at royna at taka Fiskivinnuskúlan frá okkum. Ein onnur orsøk kann vera, at vit eru nøgd við, at nógv almenn arbeiðspláss eru tætt hjá okkum. Tað hevur sjálvsagt okkara áhuga, at almenn arbeiðspláss ikki verða flutt longri frá okkum enn nú. Tí hevur ein flyting úr Havn til t.d. Leynar, Hósvíkar ella Sandavágs ikki stórvegis týdning; meðan ein flyting til t.d. Suðuroyar ella Norðoyar hevði skert arbeiðsmøguleikarnar hjá vestmenningum. Vit halda, at avgerðin um at flyta almenn arbeiðspláss, at flyta almennar stovnar og at staðseta nýggjar almennar stovnar er arbeiðsøkið hjá landspolitikarunum. Í tí viðgerðini skuldu vit verið væl fyri, tí 2 løgtingslimir og 2 landsstýrislimir búgva í Vestmanna. Vestmanna Kommuna er sjálvsagt áhugað í at fáa fleiri arbeiðspláss – bæði privat og almenn – vit vilja eisini royna at gera umstøðurnar hjá arbeiðsplássum so góðar sum gjørligt. Kommunupolitikararnir hava tó ikki verið heilt óvirknir, tá flyting av arbeiðsplássum hevur verið á skránni. Bæði sitandi og undanfarna bygdarráð bardist ímóti, at sýslumansembætið varð flutt úr bygdini, men tíanverri til fánýtis. Tá mistu vit fleiri almenn størv. Borgarstjórin í Vestmanna er limur í stýrinum í Føroya Kommunufelag, felagið hevur verið rættiliga virkið í kjakinum um útjavning, í tí sambandi hevur verið víst á, at almennu lønirnar eru skeivt býttar. Ein loysn á tí kundi verið, at flutt almennar lønir úr høvuðsstaðnum. Vit halda sjálvsagt, at ein flyting av almennum arbeiðsplássum má fyrireikast og skipast væl; úrslitið má ikki gerast eitt verri tænastustøði og ein størri útreiðsla. Hyggjast má eftir, hvørjir stovnar kunnu flytast. Um samskiftið við stovnin í størstan mun er við telefon, telduposti ella vanligum posti, so skuldi tað ikki havt stórvegis týdning, um stovnurin er í Sumba, Fugloy ella í Havn. Tó er hetta ikki so einfalt, tí skikkaði starvsfólk mugu eisini vera til arbeiðsuppgávurnar; vit kunnu ikki rokna við, at starvsfólkini undir øllum umstøðum fylgja stovninum. Tað skuldi eisini verið sjálvsagt, at fyrimunir eru at flyta stovnar úr Havnini; húsleigan er væl bíligari, somuleiðis grundstykkini, somu fyrimunur skuldu verið hjá starvsfólki. Jóhan Christiansen, stýrislimur í Føroya Kommunufelag, hevði grein í bløðunum, har hann hevði yvirlit yvir, hvussu stórur partur av persónskattinum er frá almennum lønum. Hetta yvirlit má sjálvandi takast við ávísum fyrivarnum; smb. nevnda yvirliti fekk Vestmanna Kommuna 21% av persónskattinum frá almennum lønum. Parturin hjá grannakommununum kann nevnast til samanberingar: Kvívíkar Kommuna 26%, Sunda Kommuna 20%, Tórshavnar Kommuna 30%; kommunurnar í Vágum millum 14% og 20%, hesi tøl eru í veruleikanum hægri, tí lønirnar á flogvøllinum (“Statens Luftfartsvæsen”) eru ikki tiknar við.

 

Fisking á vatni.

Mars 21 , 2007
Nú lígur aftur móti summri,og tankanir ferðast nøkur ár aftur, tá man kundi fiska síl á okkara stóru vøkru vótnum oman fyri bygdina, og njóta tad frísku luftina, meðan man fiskaði.
Kunnu tit í komununi siga mær og rættiliga nógvum vestmenningum, um tað verður loyvi aftur at fiska? og nær?. Fyri eini tí síðan hoyrdi eg at tað blívur bannað í 2008 at ala á teimum vøtnum, sum uppruna altíð hava verið vøtn er tad so?. Annars er tað yvur høgur nøkur lóg gjørd, at tad ikki skal verða fiska á okkara vøtnum?. Kunnu tit kanna hettar fyri rættiliga nógvar vestmenningar, soleiðis at ikki bert tveir her í bygdini kunnu njóta OKKARA vøtn.
So leingi aling er í byrgingunum verður neyvan givið loyvi til at fiska. Aliloyvini eru galdandi soleiðis: á Lómundaroyri til 26. mars 2008, Frammi á Vatni til 27. mars 2008, í Heygadali til 4. mars 2009. Sum skilst, arbeiða alararnir tó við at fáa longt loyvini! Yvirhøvur er galdandi, at teir, sum hava ræðið á lendinum rundan um byrgingar og vøtn, avgera, hvør sleppur at fiska á vøtnunum ella um nakar sleppur at fiska! Vit hava roynt at spurt okkum fyri, og hava fingið at vita, at í hesum førinum helst er Fiskasjúkudeildin hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni ella landsdjóralæknin, sum vegna smittuvanda hava sett forboð fyri fisking! Nær fiskast kann aftur á byrgingunum er tí ilt at meta um - livst so spyrst!

 

Enn einaferð kloakkirnar á Niðara Vegi

Mars 20 , 2007
Nær ætlar Vestmanna Kommuna at taka stig til at finna eina loysn á kloakkunum á Niðara Vegi??????
Og ikki koma við tvassi og tvætli, sum svar.
Tí í dag er prógvað, at tað onki hevur við flóð ella fjøru at gera. Nei, í dag stóð kjallarin fullur í kloakkvatni, tí at V K ikki hevur gjørt arbeiðið uppá kloakkskipanina liðugt. So enn eina ferð, nær kunnu vit á Niðara Vegi vænta okkum eina loysn, ið tænir okkum.
Arvid Petersen
Fyrst skal sigast, at frárenningin/tvørrennan oman við sethúsum tygara einki hevur við kloakkina á Niðara Vegi at gera, sum svarað var í samband við ein spurning á heimasíðuni herfyri! Kloakkin frá sethúsum tygara er løgd ánna við sethús tygara. Áin er løgd í rør oman til niðara borð á upprunaliga vegnum, men tá vegurin varð breiðkaður niðanfyri sethús tygara, varð frárenningin tíverri ikki longd tilsvarandi! Steinsetingin í nýggja partinum av vegnum kláraði ikki at taka áarførið herfyri, og tí fyltist upp í rørinum og harvið eisini í kjallara tygara. Spurningur tygara er latin Teknisku Nevnd og teknisku deild við boðum um at fáa arbeiðið við at leingja rørini omanum breiðkingina gjørt liðugt skjótast gjørligt!

 

Seyður í havanum.

Mars 19 , 2007
so tað vil siga at um hundurin ger nakran skaða inni á okkara privata inni hegnaða gari á seyð so hanga vit uppá tað, og hundurin kann vera skotin?

annars takk fyri eitt sera gott svar.
Rættast hevði helst verið at spurt løgregluna nærri um hetta!

 

salt á veginar?

Mars 18 , 2007
hey
eg undrist hví tit koyra salt á veginar tá ið kavi er. Tað ger tað als ikki lættari at koyra. Fólk til gongu fáa karm um beini av skræpuni og av bilunum, sum sprutta á tey. Hví halda tit tykkum ikki til, bara at grava kavan burtur. Tit spara pening, bilar spola ikki líka nógv, og fólk kunnu njóta at ganga í kava. Dugi als ikki at síggja nakran fyri mun í at grava og eg eri yvurbevíst um, at tað fræðasta er, at lata vera við at salta veginar í bygdini!! tað er eisini forbiði troyttanda!
Tað er umsjónarmaðurin hjá kommununi, sum í hvørjum einstøkum føri tekur støður til, um saltast skal, og hvar saltast skal! Kommunan hevur ofta fingið áheitanir um at salta, tá hetta ikki hevur verið hildið neyðugt. So, sjónarmiðini eru so ymisk - eisini á hesum øki!

 

web camera

Mars 16 , 2007
also, hevði tað ik rigga at flutt cameraåi hja tykkum yvir i hin lyktapela so at man sá niðan i bygdina?
Vit hava umhugsað ymsar møguleikar, men fyribils verður tað standandi, har tað nú er!

 

Vevmátingar

Mars 12 , 2007
Hví er heimasíðan hjá Vestmanna Kommunu ikki við á vevmátingarlistanum?
Annars takk fri eina góða heimasíðu
Vestmanna Kommuna hevur ongantíð melda til hesa tænastu - yvirhøvur eru fáar kommunur á listanum, og hartil kostar tað at verða upptikin á listan!

 

Kloakkin á Niðaravegi

Mars 10 , 2007
Eg síggi, at onkur spurningur er viðvíkjandi kloakkviðurskiftunum á Niðaravegi. Haldi meg ikki síggja nakað ítøkiligt svar.
Ramur kloakkroykur kennist, líka frá Missiónshúinum og inn til verkstaðið hjá Rógva.
Hjá okkum, ið búgva nærindis, er hetta ein trupulleiki, ið er serliga ringur, tá ið lágætt er.
Undirritaði hevur borið hetta uppá mál fleiri ferðir. Tó ikki skrivliga.
Tað er eingin ivi um, at kloakkin verður ávirkað av veðri og uppgangi. Tí er helst brek á henni.

Vinarliga
J.Simonsen
Helst er tað úr fjøruna, at lukturin kemur, tvs, at kloakkirnar ikki eru lagdar soleiðis, at munnin er undir á lægstu fjøru! Eisini kunnu tað vera lekar á kloakkrørum, sum gera, at blástur er niðan ígjøgnum kloakkirnar, og at tað tí kann lukta í sethúsum ovari. Hugt verður nærri at trupulleikanum í næstum!

 

bygdarhúsið

Mars 08 , 2007
Hvussu stórt varð tilboðið hjá teimum sum ikki fyngu arbeiði
at umvæla bygdarhúsið. og hvørjir vóru hesir.
Annars eina stóra tøkk fyri opinleika í nevnda máli.
heilsan Steingrím.
Tað er áður upplýst, at byggimeistari gav tilboð upp á samlaða arbeiðið við øllum veitingum. Ein sammeting er ikki beinleiðis møgulig, men tær sammetingar, sum kundu gerast vístu, at munurin millum tilboðini ikki var stórur. Byggimeistarin hevur annars tikið tilboðið aftur, og tí verður tað ikki mett rætt at fara inn í smálutir.

 

Brandstøðin

Mars 07 , 2007
Hvussu nógv kostar tað, at gerða byggiklárt til tað nýggju brandstøðina?
Hvussu nógv, kemur brandstøðin at kosta samanlagt?
Higartil hevur kostnaðurin at gera grundøkið til nýggju brandstøðina verið 300.000 kr. Samanlagt verður kostnaðurin mettur til 400.000 kr. Sjálvur bygningurin kemur eftir avtalu at kosta kommunun 235.000 kr - gerðabýti verður gjørt soleiðis, at bygningur verður latin fyri bygning. Meirkostnaðurin stends av, at nýggja brandstøðin verður størri enn verandi brandstøð!

 

Pláss fyri gomlum bilum

Mars 06 , 2007
Eg havi ein gamlan bil, sum eg kundi hugsa mær at sett frá mær til seinri. Kann eg seta hann við síðuna av Brandstøðini, har ein amerikanarbilur nú er komin at standa ? - og hvat kostar tað ?
Bilurin, tygum nevna, hevur staðið har fyribils, til hann skal til sýn. Hetta verður fyrsta dagin! Um tygum ætla at seta bil tygara á havnaøki, so skal hetta góðkennast av havnaumsjónarmanninum.

 

Hækkanin av barnagarðsgjaldið

Mars 05 , 2007
Nú tá gjaldið fyri barnaansing er hækkað, má eg koma við einum hjartasuffi, hví tit ikki hugsa meira um barnafamiljurnar. Tað er skiljandi at gjaldið má hækkað, men hví hækkað gjaldið fyri 1/2 tíð lutfalsliga so nógv meira? Eg haldi ikki tit hava hugsa um, hvørja støðu ein familja við 2-3 børnum í barnagarðsaldri kemur í. Tá børnini eru smá, royna flest øll at fáa dagligdagin at hanga saman, og velja kanska at arbeiða 1/2 tíð fyri at verða meira um børnini, sjálvt um tað er hart økonomiskt. Um henda sama familjan skal gjalda meira enn fyri 1/2 tíð, verður tað næstan ógjørligt at fáa tað økonomiska at hanga saman. Eg havi skilt at tað eru vøggustovubørnini sum er dýr. Hví ikki lata tey hava eitt hægri gjald í 2 ár, ístaðin fyri at lata tey hálvu børnini gjalda í kanska 5 ár lutfalsliga so nógv meira? Tað er nakað órættvíst! Ein orsøk er, verður sagt, at tað 1/2 barnið hevur eitt skáp, eisini í frítíðini. Men fyri mín part kann eg siga, at tað kann verða tømt hvønn fríggjadag, og havi onki ímóti at deila skáp. Nú havi vit ikki longur 3 smá børn, men kann bara siga, at um hetta var gjørt fyri 4 árum síðani, so hevði tað verði rættuliga tungt økonomiskt. Í minsta lagið kundu tit latið systkinafrádrátt.
Eg má siga, at við hesum vísur kommunan á, at stuðla verður ikki barnafamiljunum.
Barnagarðsgjaldið hækkaði, tí útreiðslurnar hjá dagstovnunum eru hækkaðar. Ein orsøk til hækkingina er, at lønarútreiðslurnar eru hækkaðar, tí nýggjur sáttmáli er gjørdur við Pedagogfelagið fyri tíðarskeiðið 01.10.2005 til 01.10.2007. Barnagarðsgjaldið hækkaði við 100 kr fyri 1/1 tíð og 200 kr fyri ½ tíð. Orsøkin til størru hækkingina hjá teimum ½ stovnsbørnunum er ikki einans útreiðslur til eitt skáp. Í nógvum førum eru umsitingarútreiðslurnar hjá einum ½ og 1/1 barni júst tær somu. Vit hava valt at nýta sama prís fyri vøggustovu og barnagarð. Flestu børn ganga bæði í vøggustovu og barnagarð, tí er samlaða upphæddin, sum foreldrini skulu gjalda hin sama, sum um gjøldini vóru ymisk. Vit halda avgjørt, at kommunan stuðlar barnafamiljunum. Barnafrádrátturin hækkaði við 1.000 kr í ár. Harumframt mugu tit hava í huga, at barnagarðsgjaldið í Vestmanna er lægri enn fleiri aðrastaðni. Vestmanna Kommuna krevur ikki 30% av útreiðslunum frá foreldrunum, so sum dagstovnalógin heimilar.

 

Gøtuljós á Niðara vegi

Mars 02 , 2007

á WU Hammbeheimbsvegi í Sandavági eru lág gøtuljós við kupli sett upp, og er hetta sera vakurt.
Hevði tað ikki verið eitt hugskop at sett slík upp í høgru síðu sæð frá Finn Jørgin Olsen og út móti missiónshúsinum. Hetta hevði upplýst gongubreytina og sæð gott út
Hvussu gongur við at gera kampingpláss á gamla fótbóltsvøllinum inni á fjørð. Várið er í hondum og Jens Pauli Rein sigur seg vera til reiðar at fara í gongd ?
Gøtuljósini á Niðara Vegi skulu skiftast út! Men enn er eingin støða tikin til, hvørji ljós skulu setast upp. Helst verða tað sama slag ljós, sum á breiðkaða teininum niðanfyri RN Maskinverkstað! Kommunan fekk í farnu viku eitt uppskot um skipan av økinum Inni á Fjørð til kampingpláss. Uppskotið er til viðgerðar í løtuni, og í hesum sambandi er ætlanin at kalla partar, sum hava áhuga í ætlanini, inn til fundar!