BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 30.05.2017

LÝSINGAR



Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Trivnaður

Apríl 30 , 2007
Eitt áhugavert hugskot at binda Fjalsveg við Ovasta veg! Tá kundi givið møguleika at fingið knýtt ætlanina hjá Agendafelagnum við bátahyli og Gjógvará saman við viðarlund og gomlu rættini. Og síðan aftur knýtt tað saman við ovasta vegi - tað ljóðar heilt romantiskt.
Í sama viðfangi vil eg heita á tykkum um at snøgga komandi sárið innast á Fjalsvegi, so tað ikki kemur at standa bløðandi eins og grótbrótið og Miðalsbrekka. Eftir mínum tykki er Vestmanna ein nátúrliga vøkur bygd, sum bygdarráðið eigur at varðveita og menna sum eina slíka. Ikki minst fyri at tekkjast okkara ferðafólki. Hvør veit um ikki tað kundi økt um trivnaðin hjá okkum vestmenningum og møguliga lokka onnur hendaveg, nú tað letur til at bygdir og býir kappast um at draga íbúgvar til sín.
Takk fyri viðmerkingina! Hugskot/uppskot tygara verða latin Teknisku Nevnd og teknisku deild til kunningar.

 

Ellisheimið o.a.

Apríl 28 , 2007
Mær tykir nú ikki at bygdarráðið hevur "etið seym" fyri tað um tey hava lagt ellisheimið út á Grønanes, haðani verður vónandi annað enn gamlir rustikustar at síggja í framtíðini. Tó havi eg við hvørt hugsað, hví hægri parturin av Follendi ikki kann nýtast í staðin fyri upprunaliga ætlaða økið? Er tað ov lítið? Ella er onnur ætlan við tí? Kvívíkskingar høvdu helst heldur ikki fingið ilt eitt vist stað av so lítlari broyting!!!! Annars haldi eg, sum seinasti æraði skrivari, at vegirnir í Vestmanna eru ikki nakað at reypa av, men tað eru helst nógv bygdarráð aftur gjøgnum tíðirnar, sum kunnu skriva hetta upp á syndalista sín. Ringast er stætt á Niðaravegi, men har er ikki lætt at gera tað stóra, men nøkur "víkipláss" kundu verið gjørd her og har, t.d. inni á Fitjum oman fyri hjá Herit, har er ofta proppur, og so kundi nýggj brúgv verið gjørd um Fossá við Ovaraveg, so stórir bilar kundu farið handa veg, tað hevði tikið ringasta trýstið av Niðaravegi.
Eg haldi eisini at vit skulu gevast at klandrast við kvívíkskingar, men teir skulu eisini gevast at klandrast við okkum, altso vit skulu semjast, lata alt gamalt agg fara aftur við borðinum og seta nýggja dagsskráð: samvinnu, táfyrstani kemur nakað gott burturúr fyri báðar partar. Meðan eg nú eri í gongd, so havi eg eitt uppskot aftrat um vegir/gøtur. Hevði tað ikki verið eitt hugskot at bundið ovasta veg saman við Ovaraveg við eini gongugøtu, so høvdu helst fleiri nýtt høvið at spáka sær ein túr har uppi og notið frálíka útsýnið haðani.
Annars takk fyri hesa frálíku spyrjisíðuna.
Hægsti parturin av økinum úti á Fornlendi er alt ov lítil til eitt røktarheim! Arbeitt verður við eini heildarloysn á Niðara vegi, um hon gerst veruleiki, so skuldu nevndu trupulleikar verið loystir. Trupulleikin við Ovara vegi er ikki einans brúgvin; trailarar og líknandi bilar sleppa ikki um svingið í Heygabrekka, tí slepst ikki oman á kaiøkið. Okkum dáma onki at klandrast. Kommunurnar báðar áttu at hugsa um, hvat er best fyri okkara øki og íbúgvarnar í økinum. Tað er neyvan nakar ivi um, at ein samanlegging hevði styrkt økið og eisini kunnað hækkað tænastustøðið til borgararnar. Harumframt kunnu vit óttast fyri, at ósemjan millum Kvívíkar og Vestmanna Kommunu kann hava við sær, at menningin í størru grannakommununum gerst størri enn hjá okkum. Okkum dámar væl hugskotið um eina gøtu millum Gamla veg og Ovara veg (ella Fjalsveg). Vit fara at biðja Teknisku nevnd viðgera hugskotið.

 

Sýsluskrivstovan

Apríl 25 , 2007
Hvussu nógv hevur komunan boði uppá húsið ?
VK hevur boðið 600.000 kr fyri sýslumanshúsini.

 

sýsluskrivstovan

Apríl 24 , 2007
hevur vestmanna kommuna keypt sýsluskrivstovuna,
ella hevur VK ætlan um at ogna sær hesa.
Heilsan Steingrím.
Vestmanna Kommuna hevur ikki keypt sýsluskrivstovuna. Kommunan hevur latið inn tilboð, men hevur enn onki frætt!

 

Takk fyri !

Apríl 18 , 2007
Eg vil enn einaferð takka komununi fyri sera góðu heimasíðuna. Við tykkara spurnarkassa vísa tit/vit, at Vestmanna komuna er nr. 1 tá ið umræður gjøgnumskygni.
Takk fyri viðmerkingina!

 

Fjallsvegur

Apríl 17 , 2007
Hvussu verður nú arbeiðið við vegin fer í gongd: fer tað at verða koyrandi eftir vegnum, ella kunnu fólkini, ið búgva eftir vegnum vænta, at teirra vegur verður stongdur hesa tíð ??
Í arbeiðsfrágreiðingini er ásett: Minst møguligur ampi skal verða hjá íbúgvum, sum búgva í økinum, at koma til hús teirra í byggitíðini. Alla byggitíðina verður koyrandi á vegnum, men onkuntíð verður tó neyðugt at stongja vegin í nakrar tímar. Fráboðan verður givin frammanundan, um stongt verður í tímar ella møguliga dagar. Annars kann viðmerkjast, at uppsettu pelarnir í svinginum eru settir 5 metrar frá har, grivið verður fyri spreinging. Uppsettu pelarnir í uttasta partinum eru settur 1 m frá har, avgrivið verður fyri fótið á komandi skráa.

 

Vetrarfriðing

Apríl 13 , 2007
Nú var aftur alt etið inni í garðinum hjá mær, man roynir at ansa væl eftir, men tað er næstan ómøguligt. Verður arbeitt seriøst við málinum, ella er tað bara vøkur orð fyri at fáa borgarnar at tiga.
Hvat skal seriøst til at vetrarfriða. Eg vil gjarna gjalda bæði 1 og 2 % fyri at fáa vetrarfriðing. Vilja bøndurnir ikki, ella hvat ! Tað kann ikki verða meiningin at nøkur fá súrga alt lívið og alla menningina hjá bygdini. Vestmanna er vøkur, men hon kundi verði nógv vakrari. Tó so, hetta bygdaráðið hevur rudda og fríðka nokkso nógv um bygdina, men tað kann altíð gerast meira.
Annars tøkk fyri frálíka heimasíðu.
Vestmanna Kommuna hevur sett ein arbeiðsbólk at arbeiða við vetrarfriðingini, í arbeiðsbólkinum eru Karl A. Olsen, borgarstjóri, Jón Mikkelsen, formaður í tekninsku nevnd, og Símun Olsen, formaður í Hegnsýnisnevndini. Arbeiðsbólkurin hevur kannað, hvussu vetrarfriðing fer fram, og hann hevur eisini leysliga mett um kostnaðin. Lóggávan á økinum ásetir, at tað eru hagarnir, sum eiga vetrarbitið, sum gera av, um ein bygd verður vetrarfriðað ella ikki. Kommunan kann ikki krevja, at bygdin verður vetrarfriðað. Arbeiðsbólkurin hevur havt fund við hagarnar, sum eiga vetrarbitið. Hesir hagar eru Neshagi, Fjalshagi og Heygahagi heimara helvt; allir hagarnir tyktust áhugaðir í vetrarfriðing. Okkum kunnugt hevur Neshagi fund um málið í kvøld. Vónandi taka teir undir við vetrarfriðingini. Tað er ongin ivi um, at arbeiðsbólkurin arbeiðir seriøst við málinum; men vetrarfriðingin gerst bert veruleiki, um hagarnir taka undir við henni.

 

Gamli skúli

Apríl 12 , 2007
Hvat skal gerast á økinum har gamli skúli liggur eftir at hann er niðurtykin.
Skal tað vera grundstykki, ruinplass, frítíðarpláss ella okkurt heilt annað
Ætlanin er at hampa økið!

 

Leingjan av Fjalsvegi

Apríl 10 , 2007
Vil tað siga at fjalsvegur nú verður longdur og eisini íbundin við vegin uppi í miðalsbrekku.
Nei, tað er íbindingin í Ovara Veg, sum verður gjørd betur!

 

Grundstykkir

Apríl 09 , 2007
Hvussu leingi kann man hava eitt grundstykki frá VK uttan at byggja á tað, tá ið tað ikki er goldið - ella er goldið.
Her verður serliga hugsa um grundstykkir uppi í meðalsbrekku.
Er nøkur reglugerð á økinum.
heilsan Steingrím.
Grundstykkir verða ikki seld, uttan at tey frammanundan eru goldin! Tá grundstykki er selt, skal eigarin sambært grein 7 í ognarbrævinum innan 2 ár hava bygt sethús á grundstykkinum! Henda treyt verður tí sjálvdan hildin - bert í onkrum førum, tá tørvur hevur verið á grundstykkjum, og grundstykkir, sum kommunan hevur selt, í longri tíð hava ligið órørd, hevur kommunan brúkt ásetingarnar í grein 7 í ognarbrævinum!

 

Parkering

Apríl 05 , 2007
Kundi hugsa mær, at tit høvdu eina avtalu við tey, sum fingu ein bita burturav økinum framvið vegnum í skúlanum, at tey skuldu parkera á økinum tey fingu. Hatta er ótolandi, at ein BMW stendur parkeraður framvið húsinum í dagar, samstundis, sum parkeringsplássið niðanfyri skúlan er tómt. Tit hava skriva so ofta, at hetta er mál sum politiið skal avklára, men er tað ikki tykkara uppgáva at ringa eftir teimum ?
Á hesum stað er beinleiðis parkeringsforboð, so tað skuldi ikki verið neyðugt at gjørt løgregluna varuga við trupulleikan. Nú nevna tygum bert tann eina bilin, men teir bilar, sum vanliga standa parkeraðir ytri, bróta eins væl parkeringsforboðið.

 

Høllin VÍF veitslan svar tykkara 2.4. 200

Apríl 01 , 2007
Skilji eg svar tykkar rætt er eisini loyvt at skoynkja tá ið tann almenni dansurin byrjar sum vanligt um midnáttarleiti. Vóni at svar sum VK hevur givið er rætt. Vantast kann at nevnda útskeinking verður roynd við Føroya Rætt, serliga nú slík útskeinking hevur áhuga hjá fleiri loyvishavarun.
Dansurin á ársveitsluni verður ikki almennur! Bert tey, sum keypa atgongumerki til sjálva ársveitsluna, hava atgongd til dansin!!