BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 29.08.2017

Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Gøtir, frá Fjalsvegi

Mai 31 , 2007
Verða nakrar gøtir frá nýggja Fjalsvegi oman í viðalundina og niðan á gamla veg gjørdar ísamband við nýggja vegin?
Gøtur verða ikki gjørdar í samband við sjálvt arbeiðið, men kommunan hevur fingið onrka áheitan.

 

Gamli Skúli

Mai 30 , 2007
Hvussu nógv hevði tað kosta at umvælt Gamla skúla, gjørdu tit nakra kanning áðrenn hann varð tikin niður??
Hvat ætlar komunan við handlinum hjá Niels hjá John, skal tað vera savn har, og í so fall nær verður tað opið??
Í 2005 varð mett, at ein umbygging og lítil uppíbygging - um 30 m2 – hevði kostað um 2 milliónir. Í kostnaðarmetingini var ikki innbúgv o.tíl. Betraðir atkomu- og parkeringsmøguleikar vóru heldur ikki tiknir við í metingina. Ongin ivi tyktist at vera um, at í minsta lagi 3 milliónir máttu nýtast fyri at fáa umstøðurnar í og við Gamla Skúla nóg góðar til at nýta hann sum ungdóms- ella mentanarhús. Meirilutin í bygdarráðnum metti, at hetta var ein ov stór upphædd at nýta til ein bygning, sum hevði eina gólvvídd, sum einans var 120 m2. Ivast varð eisini í, um nevnda umvæling og umbygging var ein nóg munadygg ábót á Gamla Skúla til at gera hann til eitt tíðarhóskandi mentanar- og ungdómshús. Onkrir fundir vóru við áhugabólkar – m.a. foreldur, tey ivaðust í, um Gamli Skúli var rætta loysnin sum ungdómshús; foreldrini mæltu heldur til at nýta Bygdarhúsið. Vestmanna Bygdarsavn eigur handilin hjá Niels hjá John. Hann er umvældur uttan, men ábøtur skulu gerast innan, áðrenn hann kann latast upp sum savn. Harumframt skulu lutir, myndir o.a. skrásetast.

 

Gamli skúli

Mai 28 , 2007
Hvat ítøkiligt ætlar kommunan at gera við økið, har gamli skúli var áðrenn ?
Ætlanin er at taka trappuna oman ímóti vegnum burtur, men at gera gøtu niðan til verandi gøtu í staðin. Uppi á plássinum, har skúlin stóð, er ætlanin at gera eitt fríøki, har benkur og borð skulu setast og ljós setast upp. Síðani er ætlanin at gera eina gøtu frá hesum túni og niðan á Hallarveg. Alt skal hampast við laðingum og skráum.

 

Fiskivinnuskúlin

Mai 25 , 2007
hvat dato verður "spakin" settur í arbeiðið við fiskivinnuskúlanum ??
Vit vita ikki. Mál um at hækka íløgujáttanina til skúlan er fyri í Løgtinginum í løtuna. Tá hetta er fingið uppá pláss, skal Landsverk samráðast við tann arbeiðsgevaran, sum hevði lægsta tilboðið. Hesar samráðingar koma síðani at staðfesta, nær arbeiðið skal byrja.

 

Viðvíkjandi báðum hjartasuffunum ...

Mai 24 , 2007
... lat meg so eisini nevna, at eg haldi at henda "Spyr bara"-síðan er tekin um fyrimyndarligt samskifti millum kommunu og borgara. Stórt rós skulu tit hava fyri tað.
Vit takka fyri.

 

Vøllurin

Mai 23 , 2007
Viðmerking: Kommunan hevur ongantíð fingið studning fyri vøllin inni á fjørð- og tí er bæði spuringurin og svarið langt av leið. ( møguliga ein tankatoskur )
Tað vóru nøkur privatfólk sum søktu um arbeiðsloysisstuðul til gerð av vøllinum, frá Føroya Landstyrið.
Orsøkin til umsøknina var, at tað gingu so nógv ungfólk arbeiðsleys í Vestmanna.
Játta blivu 250.000 kr., tó við tí treyt, at kommunan umsat peningin við útgjalding. Ein onnur treyt var, at minst 60 % av peninginum fór til lønir.
Sostatt kom peningurin til útgjalding frá Føroya Gjaldstovu, tá kommunan ávísti peningin - við hesum kann sigast, at kommunan ongantíð hevur fingið nakran studning í hesum sambandi.
Umleið 15 ungdómar høvdu arbeiði tá vøllurin var gjørdur og Erland Poulsen og Pól Olsen vóru arbeiðsformenn.


Bóltfelagið Æsir tók stig til at søkja um stuðulin, og kommunan váttaði at umsita stuðulin. Arbeiðsformenn vóru Erland Isaksen og Pól Joensen.

 

Toftavegur

Mai 22 , 2007
Hví asfalttera tit ikki Toftaveg fyrst?, hann hevur meira brúk fyri tí
Ein av grundunum er, at kantsteinarnir fram við Tofaveg í støðum skulu skiftast, og annars er hetta tilrættislegging av teimum, sum asfaltera, men nú er liðugt Inni á Fjørð, so fyrsta dagin verður farið undir at asfaltera Toftaveg!

 

Vevmynd

Mai 21 , 2007
Nær fer man at kunna síggja meira enn kajuna og trol á vevmyndini?
Útsýnið frá myndatólinum verður mett sum hóskandi, men tólið kann snarast - tað varð snarað, tá bátastevnan var!

 

Norðbúgvin

Mai 20 , 2007
Hvussu nógvar pengar fáa tit fyri handan bátin, um mánan
Ímillum 12 og 13 túsund um mánaðin.

 

ferðtálmarar/bungur/bump......kært barn har mange

Mai 19 , 2007
Áheitan !!!!!
Nú tora vit ikki longur at lata børnini fara út at spæla, orsaka av at einstakir "vitleysir" bilførarar koyra alt ov skjótt.
Ovasta vegstrekki í miðalsbrekku, har spæliplássið eisini er, er blivin tann reini "autobahn" serliga um kvøldarnar, men eisini aðrar tíðir á degnum.
Tí vilja vit heita á tykkum um at fáa sett forðingar upp, so børnini her uppi aftur kunnu fara út at spæla, uttan at foreldrini ganga sum nervavrak.
Ein loysn er kanska at seta betonklossar á vegin, fyrimunurin við hesari loysn er at teir kunnu takast burtur aftur um veturin tá hálka er.
vinarliga
"nervøs" foreldur
Hetta og líknandi mál eru sett á skránna til fund í Teknisku Nevnd 30. mai, kl. 19.00!

 

Norðbúgvin!!!

Mai 17 , 2007
hvat er meiningin við Norðbúgvanum? Skal hann bara liggja har intil hann søkkur? Tað hevði nú prýt nógv um bygdina at fingi handa bárin vekk.
Báturin liggur har, tí at hann gevur inntøkur til havnina!!

 

Ungdómshúsið

Mai 14 , 2007
Hey!! Vit eru 3 næmingar úr 7. flokki í vestmanna skúla.
Vit hava eina verkætlan um bygdina.
og tí hava vit ein spurning til tykkum.
Hvørjum árs tali er bygdarhúsið frá??
1943 stendur á húsunum!

 

spegl og peli

Mai 13 , 2007
koyri mær ofta ein túr úti gerið, har stendur ein peli mitt á vegnum við kirkjugarðin, kundi hann ikki verið tikin burtur. ella sett endurskin á hann. so hann sæst í myrkri.
og so fyngið eitt spegl á pelan hjá Áslu so man sá um nakar bilur kom niðan gjøgnum skálatungu har er sera ring útsíni tá man kemur úr gerðinum

Kommunan arbeiðir støðugt við at útskifta gomlu træpelarnar, og í hesum sambandi er nýggjur gøtuljóskaðal er lagdur í Gerðisveg. Enn er tó ikki tikin støða til, nær hesir pelar verða útskiftir. Ætlanin er í summar at seta endurskin á pelar og garðar ymsa staðni, so takk fyri hugskotið viðvíkjandi pelanum við kirkjugarðin. Viðvíkjandi spegli fyri at síggja bilar, sum koma niðan ígjøgnum Skálatungu, so verður hugt nærri at, um hetta er gjørligt.

 

Asfalttering

Mai 12 , 2007
nær verður fari undir at asfalttera í bygdini? Hví skal alt taka soooo langa tíð sum fari verður í gongd vi í Vestmanna???
Tað verður farið undir at asfaltera fyrsta dagin. Grundin til, at tað er steðga eitt sindur á, er, at samtykt varð á seinasta bygdarráðsfundi at kanna vatnveitingina í Toftavegi nágreiniliga, fyri ikki at noyðast at fara afturum aftur, tá asfalterað er!

 

Fjalsvegur

Mai 11 , 2007
Ber til hjá mær at síggja tekningar o.a. viðv. Fjalsvegi her á heimasíðuni? Okkurt lá á forsíðuni fyrr, sum nú er tikið burtur.
Tekningar o.a. lógu á heimasíðuni í samband við útbjóðingina, men tá henda var liðug, varð tilfarið tikið av síðuni. Til ber at síggja hetta eftir avtalu við teknisku deild hjá kommununi: 470115, 230115 ella jr@vestmanna.fo.

 

Dálking av drekkivatn-goymslu

Mai 10 , 2007
Gangi nógv í fjøllinum runt bygdina um summari, er ein flott náttúra vit eiga. Gekk mær ein dagin av mýrunum og oman gjøgnum bjarnadal og víðari oman gjøgnum fonsdal. Sá út sum ein deyður seyður lá í drekkivatninum í bjarnadali, fuglurin var eisini settur á kroppin. Mær dámar væl at drekka reint vatn úr krananum, men hendan dagin gav hetta mær ringan smakk í munnin.
Eru ongar treytir viðvíkjandi goymsluni av drekkivatn, t.d. innhegnan o.a., ella skal man bara ganga útfrá, at vit hava reinasta umhvørvið í heiminum og sleppa frá at hugsa meir um tað?
Fari við hesum staðiliga at heita á kommununa um at avhegna drekkivatn-goymsluna.
Annars takk fyri eina góða heimasíðu, har opinleikin mótvegis borgarinum er í hásæti.
Vit hava fingið at vita um seyðin, og hava beint hann burtur. Tosað hevur verið um innhegning av vatngoymslunum, men hvar skal hegnast? Avfallsøkið er jú rættuliga stórt, so um hegnað verður rundan um sjálvt vatnið, so er hetta ikki nøkur trygd fyri, at leivdir frá djórum ikki enda í byrgingini! Vestmanna Kommuna hevur góða vatnreinsing, sum skal klára at reinsa í slíkum førum, sum tú nevnir. At tað kortini kemur fyri, at vatnroyndirnar ikki altíð eru 100 % reinar, er tí, at tað um summarið og heystið, tá lýðka er, kann koma gróður í vatnleiðingunum, og hevur sum so einki við slík viðurskifti at gera, sum tú nevnir. Men, sjálvandi skal kommunan tryggja, at vatnveitingin gerst so trygg, sum gjørligt!

 

Vetrarfriðing

Mai 08 , 2007
Nær rokna tit við, at vetrarfriðingin kemur á mál.
Hevur kommunan sett hagapørtunum nøkur krøv, um nær vetrarfriðingin SKAL vera avgreidd.
Ávísur dagur kann enn ikki ásetast fyri, nær vetrarfriðingin er komin á mál. Kommunan kann IKKI seta hagapørtunum krøv í samband við vetrarfriðing, bert áheitanir um at taka undir við ætlanunum. Hagapartarnir eru bidnir um eitt fyribils svar innan summarfrítíðina. Um eitt nú ein av hagapørtunum ikki tekur undir við vetrarfriðing, er mestsum einki, kommunan kann gera!

 

Trivnaður og arbeiðspláss í bygdini

Mai 07 , 2007
Haldi at vit í Vestmanna ganga eini spennandi tíð ímóti, meira framleiðsla er komið á flakavirkinum, Fiskivinnuskúlin verður bygdur, ellisheimið verður nú bygt, og tað ljóðar at bygdaráðið arbeiðir seriøst við ferðavinnuni, m.a. kampingplássið, kanska talan um tilsaman eini 100 arbeiðspláss, livst so spyrt ??
Sera áhugavert eisini at síggja á heimasíðuni at tunnilin eisini er komin á dagskrá.
Annars farið eg sum hini 95 % í bygdini at heita á bygdaráðið og hagapartarnar um at fáa bygdina vetrarfriðaða, skjótast gjørligt !

Rímiliga nýggjur tilflytari
Takk fyri viðmerkingina! Arbeitt verður við vetrarfriðing -sí svar til annan spurning her í teiginum.