BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Fjalsvegur

Juni 29 , 2007
Eg havi skilt, at tað, undir vegagerðini, verður koyrandi eftir Fjalsvegi av og á. Nær verða útlit fyri hesum?
Tað er avtalað, at koyrandi verður á Fjalsvegi frá 20. juli seinnapart til 13. august fyrrapart

 

Kommunusamanlegging

Juni 28 , 2007
Nógvir vestmenningar ganga og halda, at vit kunnu fáa Válin upp í Vestmanna Kommunu, og at Kvívíkar Kommuna so kann reisa og renna, men hetta er ikki veruleikin, og hetta mugu vit vestmenningar sígja í eyguni. Vestmanna og Kvívíkar Kommunur verða ein kommuna eftir 2011, so ella so. Eg kann illa hugsa mær, at nøkur av teimum kommununum, sum Vestmanna Kommuna fer at samráðast við, fer undir seriøsar samráðingar, fyrr enn Vestmanna og Kvívík eru samdar sínamillum. Havnar Kommuna ger tað ið hvussu er ikki, og Sunda Kommuna valla heldur. Í Vágum dáma tey eisini nokk so væl at klandrast, so har er kanska ein møguleiki.

Nei, bygdaráðslimir í Vestmanna og Kvívík, takið tykkum nú saman, og loysi ta uppgávu tit eru settir til at gera. Gera tit tað ikki, so verður okkara øki líka ópopulert og óinterresant fyri fremmandafólk og vinnulív, sum "klandursholini" Sandoyggin og Suðuroyggin, og tað kann ikki verða tykkara áhugi, ella hvussu?

XXL
Vit eru samdir við tær í flestu viðmerkingunum. Trupulleikin við samanlegging við Kvívíkar Kommunu er, at meirilutin í bygdarráðnum í Kvívík ikki tekur undir við samanlegging; tey vilja heldur ikki hava eina vegleiðandi fólkaatkvøðu um samanlegging. Vit kunnu ikki lata bygdarráðið í Kvívík forða fyri menning í Norðurstreymoy, tí mugu vit umhugsa aðrar møguleikar. Eftir okkara tykki er tað sjálvsagt, at Vestmanna og bygdirnar í Kvívíkar Kommunu í framtíðini verða partar av somu kommunu.

 

Vegaforðingar

Juni 26 , 2007
Hvussu við vegaforðingum ella fartforðingum uppi í Vestri? Farturin er nógvur á bilum ið koyra har
Spurningurin um vegbungur ella aðrar vegforðingar uppi í Vestri er beindur í teknisku nevnd til støðutakan.

 

sangur

Juni 22 , 2007
hvar fái eg vestmannasangim , og bara hann
Her er hann: Kvøða til Vestmanna 1. Komu tey ein kaldan heystardag av havinum og nomu henda stað tey funnu trygga havn og góvu tær títt navn favnur tín var opin, Vestmanna 2. Garðar festu rót í tína jørð knørrar fluttu fólk um fagran fjørð tú hoyrdi børn so kát og sáran kvinnugrát sorg við látur skifti, Vestmanna 3. Øldir brutu yvir Fjarðasand Fossá kveikti ljós í Føroya Land tín máltráður um fjøll bar boð í hvørja høll nýggjar tíðir yvir Vestmanna 4. Av Heyganesi koma tey hvønn dag í brøttum brekkum, seigt er gongulag tit eru henda bygd tit vilja henni trygd verja tíni virði, Vestmanna 5. Djúp sum Heljareyga er tín sál í takksemi eg drekki tína skál tú kennir tíni børn í lýðku sum í ódn verð í mínum hjarta, Vestmanna Orð og lag: Martin Joensen

 

uppi í Vestri

Juni 21 , 2007
Eru ætlanir um veg-bungur í Neslít og Bjargalíð? Har koyrir ungdómur kapp-koyring um kvøldarnar, og farligt er
Spurningurin um vegbungur ella aðrar vegforðingar uppi í Vestri er beindur í teknisku nevnd til støðutakan.

 

Kommunusamanlegging

Juni 20 , 2007
"Meirilutin í Kvívíkar Kommunu tók ikki undir við eini samanlegging av kommunum". Soleiðis svaraðu tit einum spurningi á hesum staði herfyri. Merkir tað, at bygdarráðið í Kvívík als ikki vil tosa um eina samanegging, ella vóru teir ónøgdir við samráðingaruppleggið frá Vestmanna Kommunu?

Haldi avgjørt, at Vestmanna og Kvívík eiga at semjast, áðrenn farið verður at samráðast við aðrar kommunur, men sjálvandi, eru teir so forstokkaðir har yviri, at teir als ikki vilja tosa, so mugu vit her í Vestmanna bara ganga okkara egnu leið.
Meirilutin í Kvívíkar Kommunu var ikki hugaður í eini samanlegging, tí varð onki samráðingarupplegg lagt fyri partarnar. Vit (og flest onnur) eru samd við tær í, at Vestmanna og Kvívíkar Kommunur eiga at gerast ein størri kommunal eind. Men um tey ikki vilja leggja saman við okkum, so mugu vit umhugsa aðrar møguleikar.

 

Børn á grastekjuni

Juni 19 , 2007
Kann kommunan siga okkum, nær tit fara at gera tað so, at børn ikki sleppa uppá takið á útibarnagarðinum -og nær tit fara at seta fyri, so børn ikki detta niður av vøllinum og niður í túni í útibarnagarððinum?
VK er farin undir at loysa trupulleikan.

 

umsjónarfólk/Pedellur

Juni 18 , 2007
nær fer VK at søkja eftir nýggjum pedelli til skúlan/ítróttarhøllina
fyri pedell sum hevur sagt seg úr starvi.
heilsan Steingrím.
Søkt verður fyrst í juli. Væntandi verður umsjónarmaðurin settur á bygdarráðsfundinum 28.08.'07.

 

Vatnið á Toftavegi

Juni 17 , 2007
Vatnið í krananum hjá okkum hevur verið rættuliga skitið tað seinastu vikuna - runuvatn viðhvørt, og tað luktar illa.
Nær kunna vit vænta tað í lagi aftur?
Arbeitt hevur verið omanfyri ítróttarhøllini. Okkurt hevur verið umlagt, men skuldi verið sett til aftur í dag. So vónandi verður vatnið í lagi aftur ein av fyrstu døgunum.

 

Vatnveitingin á Toftavegi

Juni 11 , 2007
Spurt verður um, hví so lítið trýst er á vatnveitingini á Toftavegi (vit komu av óvart at strika spurningin, men hava roynt at endurskriva hann - j.d.)
6" høvuðsleiðingin, sum gongur gjøgnum viðarlundina, er óvirkin í løtuni, tí at J&K hevur tikið gamla brunnin niður. Ein stórur partur av vatninum fer tí í løtuni gjøgnum trýstminskaran innarlaga á Ovara Vegi. Í samband við, at fjalsvegur skal hava vatn úr leiðingini í viðarlundini, gera vit alt um eina leið. Stoypt verður í dag, og betongið skal helst standa eina viku, áðrenn trýst kann setast á aftur.

 

Bygdarsøga Vestmannar

Juni 10 , 2007
Er arbeiðidð við at skriva bygdarsøguna farið í gongd aftur. Hevur kommunan funnið ein rithøvund, ið vil átaka sær uppgávuna?
Enn er ikki farið undir at skriva bygdarsøguna. Kommunan hevur havt samband við onkran høvund um at skriva bygdarsøguna; møguleikin at nýta fleiri høvundar hevur eisini verið umrøddur. Tá kundi teir skrivað hvør sín part – ein t.d. um søguna annar um vinnulívið og uppaftur annar um mentanarlívið. 150.000 kr eru settar av á fíggjarætlanini fyri 2007 til bygdarsøguna.

 

tal á húsum

Juni 08 , 2007
hvussu nógv hús eru í Vestmanna?
Uml. 450 hús.

 

Eru tit fínir ??

Juni 06 , 2007
Havið nakrar konkretar spurningar til kommunina:
1. Hvat er skuldin hjá Vestmanna Kommunu í dag ?
2. Hvussu nógv er niðurgoldið hetta skeiði ?
3. Hvat ljóðar ein álýkning uppá í dag ?
4. Hvussu nógv er innistandandi ?
5. Hevur kommunan ætlanir um at broyta skattin komandi ár ?
6. Hevur kommuna ætlanir um at hækka barnafrádráttin komandi ár ?
1) Skuldin er pr. 29.05.’07 33.799.095,11 kr. 2) 01.01.’05 var langfreistaða skuldin 39.801.169 kr. Harumframt var ein kassakredittur, sum var um 6.000.000 kr í januar 2005. Um kassakreditturin ikki verður tikin við, so er skuldin lækkað 6.002.073,89 kr í uml. 2½ ár. Um kassakreditturin verður tikin við er talan um góðar 12 milliónir. 3) Sambært fíggjarætlanini fyri 2007 er álíkningin 34.051.500 kr (íroknað barnafrádrátt). Tá talað verður um, at kommunurnar ikki mugu skylda meir enn 1 álíkning, er talan um eina álíkning við 23% í kommunuskatti – hjá okkum er hon um 35,6 milliónir. Framrokningar fyri fyrstu 5 mánaðirnar í ár vísa, at skatturin verður nakað hægri enn mett. 4) Pr. 31.05.’07 stóðu um 10,2 milliónir á okkara kontum. 5) Vit hava ongar ítøkiligar ætlanir um at broyta skattin. Nógvar stórar og dýrar ætlanir eru í gerð ella verða fyrireikaðar, m.a. røktarheim, vetrarfriðing, Fjalsvegur, Niðari Vegur, tí er neyvan ráðiligt at lækka skattaprosentið – vit vænta tó heldur ikki, at tað verður hækkað. 6) Barnafrádrátturin hækkaði við 1.000 kr pr. barn í ár, tað er ikki óhugsandi, at ein lítil hækking eisini verður í 2008.

 

Tit eru fínir

Juni 05 , 2007
Tit hava fingið¨so nógv rós, men her er eitt sindur av rísi.

Í Kvívík og Leynum hava tey hátíðarhildið, at skúlarnir eru vornir 100 ár - tillukku við tí, men Vestmanna bygdaráð brýtur ´teirra gamla bygdaskúla niður. Bygdaráðið hevur fingið fyrispurning um keyp av skúlanum. Fyrra bygdaraðið fekk fyrispurning frá einum kendum politikara um keyp av bygninginum, men hann fekk als ikki svar !

Skúlin ´kostaði 115.000 kr. at taka niður, men bygdaráð "gloymir" at siga fólki, at tað kostar minst 300.000 kr. at fríðka øki, so við tí ið kundi fingist fyri skúlan, hevur hetta kostað kommununi kanska 600.000 kr. !

Er søgurnar sannar um, at kommunan ikki eigur pengar fyri breiðkan av svinginum oman fyri hjá Odu Johannesen, men lænir peningin frá J & K Petersen (sjálvandi), sum fær arbeiðið, uttan at hetta er boðið út ?


Útiseti, sum ætlaði at flyta heim aftur, men................
Politikkarin, sum tygum tosa um, fekk svar! Hetta varð gjørt við skrivi, dagf. 1. november 2001. Grundin til, at bygdarráðið samtykti at taka Gamla Skúla niður, er tann, at hann var í so mikið ringum standi, at tað ikki varð mett møguligt at umvæla bygningin uttan so, at hetta kostaði fleiri mió kr – tá var eisini roknað við uppíbygging, fyri at gera bygningin betri nýtiligan. Tað er rætt, at tað hevur kostað kommununi 115.000 kr at taka bygningin niður, og tað kemur at kosta 330.000 kr at hampa økið við gøtum og hugnaøki, har skúlin stóð. Søgurnar um, at kommunan ikki eigur pengar til breiðking av vegnum omanfyri hjá Odu Johannesen, eru sjálvandi ikki rættar. Arbeitt hevur verið við málinum, og á seinasta bygdarráðsfundi varð samtykt, at “útseta málið til seinni fund soleiðis, at kannast kann, um umstøðurnar um sjálvt svingið kunnu gerast betur samstundis sum breiðkað verður, og at kostnaðarmeting verður gjørd”. Samband hevur als ikki verið við J&K Petersen Contractors um at gera arbeiðið – støða er ikki enn tikin til, um arbeiðið skal bjóðast út, ella um heitt verður á einstakan arbeiðstakara um at gera arbeiðið.