BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 30.05.2017

LÝSINGAR



Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Fjalsvegur

Juli 24 , 2007
Tað er deiligt at fjalsvegurin er opin aftur, men eitt er, tað er næstan ikki koyrandi, tí skervurin er so leysur. Ber tað ikki til at pressa tað niður við broytuni ella okkurt annað, so at tað er verður betur at koyra!!
Arbeiðstakarin hevur trumlað vegin. Vegurin er framvegis eitt arbeiðsøki, so tað verður neyvan gjørt stórt meira, áðrenn farið verður til arbeiðis aftur eftir summarfrítíðina.

 

Havnadálking

Juli 19 , 2007
Tað var ikki tespilig sjón í morgun, tá ein hugdi oman yvir fjørðin. Hálvur fjørðurin hvítur av feitari evju frá fiskavirkinum. Hetta kann als ikki góðtakast. Nú má okkurt gerast við hesa náttúrudálking. Fjøran er snikut og um góðveðrið heldur fram, fer helst eisini at lukta.
Hesin spurningur er reistur her á heimasíðuni fyrr, har svari var, at kommunan arbeiðir við málinum. Mær vitandi er tað bannað við lóg at dálka fjørðin.
Um hetta heldur fram og ikki verður steðgað, kann væntast at ógvusligar reaktiónir verða frá borgarunum.
Hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan fingið fráboðan um dálkingina?
Fundur um dálkingina verður í næstum við Fiskavirking.

 

Sýsluskrivstovan

Juli 18 , 2007
Hevur VK keypt sýsluskrivstovuna ?
hvør er keypsprísurin ?
og hvat skal VK brúka sýsluskrivstovuna til ?
Er nøkur samtykt gjørd í bygdaráðnum um at keypa sýsluskrivstovuna ?
Heilsan steingrím
Endalig søla er ikki avgreidd, men vit hava frætt frá okkara sakførara, at seljarin tekur av okkara tilboði. VK samtykti á eyka bygdarráðsfundi 30.01.’07 at bjóða 600.000 kr fyri húsini. Á fundi 29.05.’07 varð samtykt at hækka tilboðið til 800.000 kr. Bygdarráðið fer, tá sølan endaliga er avgreidd, at taka støðu til, hvat húsini skulu brúkast til. Vit hava sjálvsagt ymsar hugsanir, men enn er ov tíðliga at almannakunngera tær.

 

Leiðari til Látipípuna

Juli 11 , 2007
Er nakar leiðari settur til Látipípuna?
Leiðari er ikki enn settur til Látipípuna. VK kannar í løtuni, um umsøkjari lýkur treytirnar í dagstovnalógini til at gerast leiðari.

 

Vevmyndatólið,einaferð enn

Juli 10 , 2007
Hví seta tit ikki myndatólið á eina aðra mastur? Sum er eru fleiri ónøgd um myndina, sjálv haldi eg tað er frægari, at síggja eitt gamalt skip,enn allar hasu gomlu bussarnar,teir prýða so ikki um bygdina.
Vit hava snarað myndatólið eftir áheitan frá fólki. Rætt hevur tú í, at bussarnir ikki príða, men illa ber til at stillað myndatólið hægri. Tað hevur verið umhugsað at seta tólið á eina aðra mastur - hesin møguleiki verður kannaður.

 

Drekkivatnið

Juli 09 , 2007
Seinastu dagarnar hevur vatnið í Vestmanna ikki verið drekkandi, tí at tað hevur havt ein keðiligan atsmakk. Hvat er galið við tí, og fer hetta at blíva við at vera so?
Bakteriur eru tíverri aftur ávístar í vatninum. Alt fyri eitt, sum hetta varð staðfest, varð vatnið klorreinsað. Vatnroynd er tikin av nýggjum, og úrslitið frá hesi skuldi verið tøkt fyrsta dagin. Ein annar trupulleiki kann vera, at grugg, sum legst í rørini, losnar. Hetta kann geva trupulleikar í eitt stutt tíðarskeið.

 

Ungdómshúsið

Juli 08 , 2007
Nær verður ungdómshúsið liðugt? Hvørjir møguleikar vera í húsinum?
Kommunan hevur ognað sær ymist til undirhalds í ungdómshúsinum, so sum sjónvørp, teldur, spøl, karaokee, bob, billiard o.m.a. Eisini hevur tankar verið frammi um, at ung sum eldri, ið eru áhugaði í at spæla tónleik, skulu kunna hava eitt tónleikahøli í húsinum. Kommunan hevur keypt trummusett og ljóðanlegg til hetta endamál. Vónandi verður hetta hús ein ungdóms- og mentunardepil fyri Vestmanna.

 

webmyndtólið.

Juli 06 , 2007
Nú eru fleiri spurningar komnir inn um at venda hasum myndatólinum, men hr sker einki. Kunnu tit ikki gera tað skjótt, tí tað er einki stuttligt at síggja handa ljóta bátin liggja við kai, tá ið man kann venda myndatólinum og síggja bygdina . Verður myndtólið í Vestmanna slókt nú tos er um at tey skulu skrásetast??? Annars takk fyri eina góða heimasíðu.
Nú er myndatólið vent. Vit vita ikki enn, um myndugleikarnir fara at seta krøv til vevmyndatólini hjá kommununum.

 

Vakrar blómur / runnar í bygdini

Juli 05 , 2007
Eri ein av mongu, ið frøast um vøkru blómurnar við brúnna um Fossá, og eisini um rhodondendronlundina við skúlan. Sera lívgandi og gott fyri okkum vestmenningar. Stóra tøkk fyri tað. Hendan kvøðan er kanska einamest til okkara " grøna mann " ið veruliga ger eitt stórt arbeiði fyri at fríðka um bygd okkara
Tað gleðir okkum, at fólk eru nøgd við fríðkanina í bygdini. Tað er hugaligt, at kommunal starvsfólk fáa eitt herðaklapp. Ungdómarnir, sum hjálpa okkum at fríðka bygdina, eiga eisini rós uppiborið.

 

Ungdómshúsið

Juli 04 , 2007
Nær verður ungdómshúsið liðugt ?
Ungdómshúsið er nærum liðugt - tað ið manglar skuldi verið liðugt, áðrenn skúlin byrjar. Tankar eru frammi um at seta ein leiðara til húsið, og um so verður, verður søkt eftir hesum fólki síðst í august, og skal hesin persónur ætlandi byrja í starvinum tann 1. oktobur 2007. Um so verður, letur húsið upp, tá leiðarin er settur, so hesin persónur kann seta sín dám á, hvat skal fara fram í húsinum.

 

Dálkingin frá fiskavirkinum

Juli 03 , 2007
sum kapprógvari má eg siga at dálkingin frá virkinum er ein syndaplága fyri okkara vøkru vág. Tann fragdin tað var at liggja inni undir virkinum og rinda sær møðina eftir eitt strævi mál, er horvin. Eftirsum alt flytur í skræpu, og osar av lorti og havhesti, roynir man so skjótt man er komin nøkunlunda fyri seg, at sleppa sær vekk haðani, og gud náði hann ið tá spruttar.

Mín spurningur ljóðar: Hvat ætlar kommunan at gera við málið, hevur virkið yvirhøvur fingið átalu fyri dálkingina ??
Fundur verður í næstum við leiðsluna á Fiskavirking.

 

Høllin

Juli 02 , 2007
Hvør er grundin fyri at liðini hjá VÍF ikki sleppa at venja í høllini í summar?
Ymsar umvælingar og ábøtur verða gjørdar í summar, tí verður venjingin avmarkað, so at einans lið, sum skulu uttanlands fáa nakrar venjingartímar. VÍF hevur fingið skrivlig boð um hetta.