BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Brúgvin

August 31 , 2007
Eg má bara siga, at ovara brúgvin yvir Fossá hevur sæð betri dagar. Stakittið sær beinleiðis ræðuligt út, og tað er eisini farligt at ganga á niðaru síðu á brúnni. Eg haldi, at kommunan skjótast gjørligt burdi gjørt okkurt við brúnna, um ikki alt økið sum tað er, tí sera vandamikið er at koyra framvið húsunum har, tí sera nógv børn spæla altíð har. Vegurin er alt ov smalur sum er, og kommunan burdi gjørt eina ætlan um hatta økið ...

Umsjónarmaðurin hjá kommununi svarar uppá spurningin, at teir hava kannað rekkverkið, og at teir fara at umvæla hetta so skjótt sum tilber - um tað verður turt í morgin, so er ein møguleiki fáa sveisa tað aftur, sum hann málber seg.


 

Prestur

August 29 , 2007
1.Hvar er prestur skrásetur/Adressa..?

Presturin býr í prestagarðinum, og hon rindar kommunuskatt í Vestmanna. Hinir spurningarnir verða ikki endurgivnir her, tí vit kunnu ikki svara teimum. Tú eigur at beina teir til Dómpróvstin ella Føroya Stiftsstjórn.


 

Uttan nr plátir

August 24 , 2007
Er tað eingin regla sum sigur at kommunan skal boða løgregluni frá so hvørt bilar standa á komunalum øki uttan nr-spjaldur?



Tað iriterar rættiliga nógvar borgarar at summir bilar standa í fleiri mánar á komunalum P-Plássum.

Hettar kann aldrin vera rætt!! Líkarættur er viktigur....



Ein hvítur bussur í svinginum í Gørðum hevur staði har uttan plátur í uml 1 ár, 3-4 bilar ovast á Rógvuvegi, ein uttan gron, ein reyður mitt á keiðuni, við læknahúsini er ein, ein privatur lastbilur inni á økinum við maskinhøllina. Hettar eru bert teir eg komið í tankar um beint nú, vælsignað geri nakað við hettar beinavegin. Takk fyri tykkara opinleika.

Vit kunnu øll vera samd um (kanska uttan tey, sum eiga akførini uttan nummarspjøldur), at hesi akfør í flestu førum eru eitt lýti fyri bygdina, og at tey eiga at beinast burtur sum skjótast.
Kommunan kann tó ikki beina burtur akfør uttan nummarspjøldur uttan í samráð við løgregluna, og í hesum sambandi er heitt á sýslumannin um fund í næstum.


 

Meira vatn?

August 24 , 2007
Hvussu so við vatninum, sum rennur eftir vegnum úti í Brekku, ella á Byrgisvegi? Hóast tað ikki regnaði í vikuvís í summar so rann vatn eftir vegnum har hvønn dag. Eg sá tað hvønn morgun tá eg gekk túr út á Berg, tað undraði meg. Um onkur eigur hatta vatnið mugu tey fáa boð um at fáa tað í rættlag, ella????

Talan er helst um omanávatn, sum setur úr lendinum omanfyri vegin. Tá vatnið kemur til kommunalan veg, skal kommunan skipa soleiðis fyri, at vatnið ikki rennur út á vegin, men verður savnað og veitt antin fram við ella tvørtur um vegin. Grasið er vaksið útyvir rennuskapið í ovara borði á vegnum, og tí má rennan reinsast soleiðis, at vatnið kann renna framvið vegnum.
Onkustaðni setur vatnið út undan garði, og har má í samband við asfaltering gerast renna framvið garðinum soleiðis, at vatnið ikki rennur út á sjálvan vegin.
Boð um vatntrupulleikarnar á Byrgisvegi er latin teknisku deild og umsjónarmanninum.


 

Fjalsvegur

August 22 , 2007
Hvussu leingi verður Fjalsvegur stongdur?
Arbeiðstakarin sigur seg ikki enn kunna seta eina nøkulunda dagfesting á, nær vegurin verður latin uppaftur, men at teir, so skjótt teir vita tað, geva boð um hetta.

 

Toftavegur

August 22 , 2007
Nú Toftavegur er asfalteraður og er blivin rættiliga góður at koyra skjótt á, vil eg bara spyrja hvussu verður við ferðslutrygdini við skúlan?



Á fundi í Teknisku Nevnd tann 30. mai í ár um ymisk ferðsluviðurskifti varð niðanfyri standandi skrivað í fundarbókina hjá nevndini:

4. Bøgøta – ynski um ferðforðingar, j. nr. 2005-479.
Umsitingin finnur útav, hvar bungurnar skulu verða í Bøgøtu og á Toftavegi niðanfyri skúlan. Gonguteigur niðanfyri skúlan.

Annars verður fundur ætlandi í næstum við løgregluna um ferðsluviðurskiftini í bygdini.

 

 

 


 

Havnin

August 21 , 2007
Nú hoyrast fólk ofta siga " úti á vágni (vánni)", tá talan er um havnina (altso havnina her í Vestmanna) Bygdin eitur jú upprunaliga Vestmannahavn, og ikki "Vestmannavág". Vit hava eisini onkur staðanøvn, t.d. Havnagøta, sum er onkustaðni í fjøllunum her norðan fyri ( eg veit tíverri ikki hvar, men onkur kundi kanska greitt frá?), sum vísa til, at hetta er ein havn og ikki ein vág ella fjørður. Havi eg rætt??

e.s. he r niðanfyri stendur,at eg skal tasta inn í feltið tey tekn eg síggi á myndini! men eg síggi onga mynd við nøkrum teknum, so eg setti bara tey teknini, sum stóðu vinstru megin feltið ínn í feltið????????????????????????????????

Jú, rætt hevur tú!
Vit áttu kanska øll at lagt okkum meira eftir at brúkt heitið "havn" í staðin fyri "vág" ella "fjørður". Men, rætt skal verða rætt, í Tórshavn verður eisini sagt "úti á vágni", uttan at hetta skal verða brúkt sum fyrimynd.
Havnargøta er ímillum Kvívík og Vestmanna, og er nevnd soleiðis av kvívíkingum, tá teir fóru til nærmastu havn, nevniliga Vestmannahavn.


 

kirkjugarðurin

August 21 , 2007
Ein góður dagur Úyi íToft í dag ,stuttligt at so nógv fólk vístu áhuga fyri útgrevstrinum og veðrið var so gott. Men so eitt hjartasuff. Uttanfyri kikkjugarðin sær ikki gott út, tað sær ikki út sum tað ikki er rudda í summar. Vit hava tveir umsjónarmenn hvat gera teir, tað er ikki nokk bara at planta blomstur niðri í bygdini,har kundi veri so goot har úti hvissi mann setti benkur og borð upp ,ferðafólk,útibarnagarðurinog onnur kundu siti har úti og hugna sær,har er jú eisini baði vask og WC

Viðmerkingin er latin umsjónarmonnunum.
Umsjónarmaðurin sigur, at tað dagliga verður kannað eftir, um órudd liggur frammanfyri kirkjugarðin, og um so er, verður hetta tikið upp. Ruskkassarnir verða tømdir hvønn fríggjadag.
Ætlanin hevur verið at sett bonk upp niðanfyri kirkjugarðsskúrin og møguliga niðanfyri sjálvan garðin eisini.


 

Vatnið

August 17 , 2007
Hvar kemur hatta vatnið frá, sum rennur oman við húsinum hjá Annifíð og Marin.Tað er stór skomm fyri bygdina, at alt hatta vatnið skal renna har.Tað rann í decembur mánað, og mín sann rann tað aftur í summar.



Heilsan ùtseti.

Sambært “LOV NR. 169 AF 18. MAJ 1937 FOR FÆRØERNE OM BENYTTELSE AF INDSØER OG VANDLØB, SOM SENEST ÆNDRET VED LAGTINGSLOV NR. 110 AF 29. JUNI 1995” – tí sokallaðu vatnlógini - “maa ingen  uden særlig Adkomst til anden Mands Skade forandre eller standse Vands naturlige Løb, selv om det sker ved Foranstaltninger paa egen Grund.”
Hetta merkir, at eigari sjálvur hevur ábyrgdina av vatni á ogn síni.
Vestmanna Kommuna hevur ábyrgdina av vatninum, tá tað kemur oman til gongubreytina, og kommunan fer í næstum at kanna eftir, um trupulleikar eru við rørunum á gongubreytini og í vegnum.


 

Forngrevsturin

August 15 , 2007
Hvussu nógvar pengar hevur komunan brúkt uppá forngrevsturin úti á toft??

Í fjør vórðu brúktar 153.000 kr (400.000 kr vóru játtaðar).
Í ár eru higartil brúktar 120.000 kr av eini játtan uppá 200.000 kr.
Graviarbeiðið í ár endar væntandi seinast í august mánaða.


 

Fjalsvegur

August 15 , 2007
Nær verður arbeiðið farið í gongd aftur á fjalsvegi ??

Arbeiðið byrjaði aftur mánadagin 13. august.
Í dag - 15. august - er ætlanin at byrja at spreingja í svinginum.


 

Holmsbakki

August 14 , 2007
Hoyri at frystihús skal byggjast á økinum á Holmsbakka har húsini hjá Sámali Bláhamar vóru. Hevur kommunan ongar framtíðarætlanir viðv. handilslí­vinum her í­ bygdini, hetta er besta øki í­ bygdini til handilsgøtu, eftir mí­num tykki synd at brúka hetta til í­dnað. Fyrst eitt fiskavirki, nú eitt frystihús, halló...... Hvat við tí­ ætlan Gunnleyg Durhuus arkitektur legði fram í­ 80´num, tað helt man var eitt sindur ørt tá, men nú hevði hetta verði idielt, man kann siga at hon hevur verði framsí­ggin. Um vit skulu fáa bygdina meira attraktiva mugu vit hava eitt rí­kari handilslí­v. Vælsignaði hugsi um hetta, um handilslí­við skal verða lí­v lagað. Fólk krevja jú nógv í­ dag, so skulu vit halda lí­v í­ bygdini mugu vit gera okkurt.

Ætlanin er at byggja frystigoymslu uttan fyri virkisbygningin hjá Atlantis, frystigoymslan verður um 20 x 30 m. Frystigoymslan verður so høg, at møguleikar vera ikki at byggja annað oman á hana.

Miðstaðarætlanin við handlum, skrivstovum o.ø. er ikki slept, men frystigoymslan avmarkar hana nakað. Ætlanin er enn at byggja oman á verandi virkisbygning hjá Atlantis. Har er møguleiki at byggja ein bygning, sum er 75 m langur; møguleiki er eisini at tengja bygningin hjá Vestmanna Arbeiðarafelag at ætlanini, tá kundi ein bygningur gjørst meir enn 100 m langur.

Vestmanna Kommuna kannar í løtuni møguleikan at breiðka niðara Veg og gera stuðlamúr í niðara borði, um hetta gerst veruleiki, so liggur væl fyri at byggja oman á Atlantis og gera handlar o.a. í veghædd.

Annars er at siga, at áhugin fyri handils- og tænastuvinnu í Vestmanna ikki hevur verið ovurhonds stórur; hetta kann vera ein orsøk til, at miðstaðarætlanin ikki er raðfest hægri. Onkur ítøkilig ætlan er tó, og Vestmanna Kommuna vónar, at hon gerst veruleiki, og vit vilja stuðla henni sum frægast.

 

Látipípan

August 14 , 2007

Hvør er settur leiðari?

Eingin leiðari er settur enn.

 

Vakurt, nýtt snið

August 14 , 2007

Hey.


Vakurt snið vit hava fingið á heimasíðuna - tað ger tað uppaftur meira lokkandi at koma inn higar!

Takk fyri.

 

Kirkjan

August 14 , 2007
Einaferð varð ein bók útgivin um Vestmanna Kirkju. Er tað enn møguligt at keypa hesa bók? Um so er, Hvar?

Sambært upplýsingum frá Vestmanna Kirkjuráð er bókin um Vestmanna Kirkju útseld, men ætlanir eru um at dagføra og endurprenta bókina. Enn er tó óvist, nær hetta verður gjørt.


 

Áhugavert at vita

August 10 , 2007

Nú síggji eg í lýsing á heimasíðuni, at tit bjóða eigarum við fjallsveg til fundar. Í tí sambandi vil eg spyrja hvussu tað ber til at eigararnir á niðaraveg ikki verða bjóðaðir til fundar, tá ið broytingar skulu verða gjørdar har. Eg trúgvi ikki at nakar í Vestmanna er klárur yvir hvat tit ætla á niðaraveg, ein vanlukka, púra burturvið. Eg havi hoyrt í krókum okkurt, men einki konkret. Um tað passar sum eg havið frætt, viðv. vegaføring, so eri eg púra vilstur í hurlivasanum við planum og vegaføringum, bæði tann eina veg og síðan kanska í næstu viku heilt øvugt. Vinarliga kunnu tit ikki taka tykkum saman, og vísa okkum ið búgva her hvat tit ætla, og ikki royna at smeikja tykkum uttanum. Vinarliga Jónsvein á Rógvu

Fjalsvegur er projekteraður, og arbeiðið er byrjað. Fundurin er ætlaður til tess at greiða eigarunum fram við vegnum frá arbeiðinum og fyri at greiða møguligar ivaspurningar. Niðari vegur er ikki projekteraður, og endaliga veglinjan tí ikki fastløgd. Tá hetta er gjørt, vildi tað verið natúrligt at bjóða bæði eigarunum fram við vegnum og ikki minst vinnulívinum í bygdini á fund fyri at greiða nærri frá ætlanunum.


 

hús

August 10 , 2007

er tað rætt at v.k hevur keypt húsini hjá Sámal Bláhamar niðriundir kommunu skrivstovini. Hvat hevur v,k keypt tey fyri. hevur hann fyngið eitt grundstykkið í umbýti uppi í vesti

Vestmanna Bygdarráð hevur einmælt samtykt at keypa ognina matr. nr. 206a hjá Sámal Bláhamar við ástandandi húsum fyri 600.000 kr + grundstykkið matr. nr. 310h í býti.


 

ítróttarhøllin/skúlin

August 10 , 2007
Mær er komið fyri oyra at ætlanir eru um at fáa málað ( skift lit á høllini/skùlanum til ljóst grátt) og at kannað verður hvat tað ferð at kostað. Mín spurningur er tí: fáa allar fyritøkur/persónar sum virka innan øki loyvi at bjóðað. heilsan Steingrím.
Málið hevur ikki verið viðgjørt, men møguliga høvdu tygum fingið meira at vita við at seta tygum í samband við leiðandi húsavørðin, tlf. 230107.

 

Seyður

August 10 , 2007
Nú bygdin er so pent pynta við trøðum, runnum og blómum annars, kundi eg hugsað mær at spurt, hvussu gongur við vetrarfriðingini. Kemur seyðurin inn aftur á bøin í vetur, verður alt uppetið, sum Finnbogi nú hevur sett niður, og tað hevði verið sera harmuligt, (fyri ikki at tosa um kostnaðarmikið).
Væntandi kemur seyðurin inn á bøin aftur í vetur, men arbeitt verður miðvíst fram ímóti, at hetta eisini verður seinasta ferðin.

 

útgrevstur

August 05 , 2007
hví kunnað tit ikki meira um útgrevsturin ? turistar dáma so væl at síggja tílíkt, haldi ikki at nakar veit um grevsturin í Vestmanna.
Vit kunna sum frægast um útgrevsturin; frágreiðingin um útgrevsturin í 2006 er á heimasíðuni. Enn er ongin frágreiðing gjørd um útgrevsturin í ár. Okkum kunnugt verða gestir kunnaðir, um teir vitja útgrevsturin. Onnur orsøk, til at VK ikki hevur boðað ferðaskrivstovum o.ø. frá útgrevstrinum, er, at fornfrøðingarnir skulu fáa so góðan arbeiðsfrið sum gjørligt til at fullføra teirra arbeiði.

 

Blue tooth headset funnið í haganum

August 04 , 2007
Havi funnið eitt Nokia blue tooth headset í haganum yvir Vestmanna.
Eigarin fær taðaftur við at ringja á tlf nr 210283
Verður hervið lagt út til kunnleika.

 

Øki har í gamli skúli stóð á Heygum

August 03 , 2007
Nær kann vantast at øki verður liðugt hampa og pynta.
Er eingin tíðarfereist ásett.
Hvør hevur arbeiðið og hvat er kostnaðurin.
Heilsan Steingrím
Bygdarráðið samtykti á fundi 29. mai 2007 einmælt at taka av tilboði frá P/F J&K Petersen Contractors, dagf. 29. mai 2007, uppá 330.000 kr uttan mvg. Arbeiðið verður tikið uppaftur, eftir at summarfrítíðin hjá vinnuni er av.