BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Ungdómshúsið

September 28 , 2007
Hvør er settur leiðari?
Vestmanna Bygdarráð samtykti einmælt á fundi 25. september 2007 at seta Paula Magnussen, 350 Vestmanna, sum leiðara í ungsómshúsinum.

 

Frystigoymslan

September 28 , 2007
Ber ikki til at fáa eina tekning av bygninginum lagda inn á heimasíðuna? Teldutøk gerst ein tekning við at skanna hana til PDF format. Tað kann ikki vera so trupult!
Tekningarnar kunnu síggjast við at leinkja til pdf-skjøl í tíðinda-stubba á forsíðuni.

 

ungdómshús

September 28 , 2007
Nær fer nýtt ungdómshús at koma?

Leiðari varð settur á bygdarráðsfundinum 25. september, og tað verður leiðarin, sum saman við Mentunarnevndini kemur at gera av, nær húsið verður klárt at lata upp - vónandi um ikki so langa tíð.

 

Høllin

September 28 , 2007
Burdi tað ikki veri ein ítróttarhøll afturat í bygdini?

So hevði man kunna fingið meira tíð at trena handbólt o.a.
Tað verður neyvan í bræðið, at nýggj ítróttarhøll verður bygd her í bygdini.

 

Frystigoymslan

September 27 , 2007
Hvussu høgur verður bygninguin?

Palle
Frystigoymslan verður uml. 9,5 m høg, tvs. nakað lægri enn bygningurin innanfyri.

 

Bygdarsavnið og Vestmanna Søga

September 26 , 2007
Tit hava sagt í fleiri ár, at nú skal Bygdarsavnið lata upp, men enn er tað ikki hent. Hvat hendir á hesum økinum? Arbeiðir nakar við málinum? Fer nakar at verða settur í starv á savninum? Nær letur savnið upp?



Um Vestmanna Kommuna skal at standa fyri arbeiðinum at fáa søguna um bygdina givnað út, so fer nú av álvara at sansa at við tíðini, tí nú verður tað ikki longi afturat, at Vestmanna verður sjálvstøðug kommuna. Hava tit framvegis ikki funnið ein rithøvund, ið vil átaka sær uppgávuna?

Á bygdarsavnsøkinum hendir tíanverri heldur lítið. Bygningurin er liðugur uttan, men innan mugu nakrar ábøtur gerast, tað gongur striltið at fáa handverkarar til at gera hesar ábøtur.
Áðrenn savnið kann lata upp, er neyðugt at skráseta lutir, myndir, skjøl o.a.tíl. á teldu – hetta er ikki løtuverk. Ætlanin er ikki at seta fólk í fulltíðarstarv, men heldur nýta lesandi ella onnur í styttri tíðarskeið.
Vit vóna, at ein framsýning við lutum frá útgrevstrinum úti í Toft og eisini úr Kálgarðinum kundi verið gjørd í samstarvi við Fornminnissavnið. Henda framsýning kundi t.d. verið á Fjarðastevnu.

Arbeiðið við bygdarsøguni hevur ligið stilt í longri tíð. Vit hava nógv tilfar sum Sverri Egholm skrivaði og savnaði, tíanverri er hetta tilfar ikki enn skipað. Vit hava havt samband við møguligar høvundar, og vit hava onkuntíð umrøtt møguleikan at latið fleiri høvundar skriva hvør sín part og so havt ein samskipara at staðið fyri verkætlanini. Væntast kann, at farið verður undir bygdarsøguna í 2008.

 

Húsavørður við skúlan og høllina

September 26 , 2007
Fekk bygdarráðið á fundi 28 august høvi at viðgerða

allar tær innkomnu umsøkninar.

Varð tað eitt einmælt bygdarráð sum tók avgerðina at seta setta húsavørðin. Hvør varð fyri og hvør varð ímótur.

Heilsan Steingrím.

Bygdarráðið varð kunnað um allar umsøkjararnar, áðrenn støða varð tikin til, hvør setast skuldi.
Setanin varð einmælt.


 

Tasta inn

September 25 , 2007
Hvat meina tit við at "tasta inn í feltið tey tekn tú sær á myndini". So what? Nothing happens - i try. Hvat er meiningin við hesum?
Vit hava fingið hesa frágreiðing frá teimum, sum hava gjørt heimasíðuna:
"Verða hasi tekn ikki inntastaði, so verður spurningurin ikki sendur.Hetta er gjørt fyri at spam-robottar ikki skulu setast at bumba spurningar inna síðuna.Øll felt mugu útfyllast = Yvirskrift , Spruningur og Tekn .... skulu verða útfylt."

 

Fjalsvegur

September 25 , 2007
Nú er sooooooooooo myrkt á Fjalsvegi, at tað beinleiðis er farligt at fara útum tá kvøldi kemur. Skal ein ganga niðan gjøgnum trappurnar frá Ovara vegi, má man hava lummalykt, og tað kann ikki verða meiningin, vit eru 2007. Skal man ganga niðan frá Hallarvegi rennur man seg í "Grísin", sum stendur parkeraður mitt á vegnum, eg veit væl at ongir persónbilar koyra her nú, men her búgva trods alt nógv fólk, so skal ein "forbí""Grísin", ja so skal man klórandi niðan í bøin, so har er eisin neyðugt við lummalykt.

Av hesum arbeiðinum mugu íbúgvarnir ganga ofta aftur og fram, so eg haldi kommunan eigur at gera tað so atkomiligt, sum tað nú einaferð kann lata seg gera, til øll húsini.

Tað hevði verði gott um tit skjótast gjørligt gjørdu eina orduliga gøtu oman til trappurnar á Ovaravegi og ikki bara eina lappaloysn, sum nú er. Vit hava jú fingið einar fínar trappur, men hvat nyttar tað um tað ikki er atkomiligt til trappurnar?????

Ónøgdur íbúgvi á Fjalsvegi!!!!!!!!!!!!!!!!!

Gøtuljósini á millumteininum verða væntandi tendrað aftur í kvøld (mikukvøld) ella um illa vil til í annaðkvøld.

Ljósini á Ovara Vegi - tætt við íbindingina til Fjalsveg - eru eftirhugd, og har eru tvær lampur, sum skulu skiftast. Tað er avtalað at verða gjørt í morgin ella allarseinast í ovurmorgin.


 

samanlegging

September 25 , 2007
Hvussu gongur við samráðingunum við Kvívíkar kommunu? Nær hava tit seinast tosa saman?



Og eg haldi at hasin bíligi umskildningurin við at kvívíkingar eru so ómøguligir er ov vánaligur, tí sum vit øll vita so skulu 2 til at klandrast.



Eg haldi at tað hevði verið nógv betri um hesar báðar kommunurnar vóru ein, tað vænti eg eisini at nógv halda við mær.



Og hvussu við bátahylinum? Hvat er trupuleikin har? Tað hevði verið gott við eini stuttari frágreiðing tí ein hoyrur so nógv, og veit ikki hvat ein skal trúgva.



Annars ein fín heimasíða.

Seinasti formligi fundurin var 18.01.’07 – sí fundarfrágreiðing niðanfyri. Á fundinum fingu vit at vita, at Kvívíkar Kommuna vildi seta seg í samband við aðrar grannakommunur fyri at kanna samstarvs- og samanleggingarmøguleikar, teir skuldu so seta seg í samband við okkum. Kvívíkar Kommuna hevur ikki enn sent okkum fundarboð, okkum vitandi hevur Kvívíkar Kommuna heldur ikki havt fundir við grannakommunur.
Vit hava ongantíð hildið, at kvívíkingar eru vánaligir og ómøguligir; flestu teirra eru skilafólk, tí er tað løgið, at Kvívíkar Kommuna ikki vil geva teimum møguleika at siga sína hugsan við eina fólkaatkvøðu. Vit í bygdarráðnum í Vestmanna taka avgjørt undir við fólkaatkvøðu – fyrr jú betri.
Annars eru vit samd við tær í, at Vestmanna Kommuna og Kvívíkar Kommuna skuldu lagt saman (hetta sæst eisini í skjalinum niðanfyri).

Støðan viðv. ætlaða bátahylinum á Válinum er tann, at Vestmanna Kommuna legði fútaforboð, tí vit mettu, at bátahylurin fór at skerja okkara rættindi og møguleikar á havnini. Harumframt halda vit, at bátahylurin brýtur góðkendu byggisamtyktina hjá Vestmanna Kommunu.
Vit hava fleiri ferðir boðið Kvívíkar Kommunu samstarv um bátahyl, men tey tykjast ikki at vilja hava aðra loysn, enn hana, sum vit hava lagt fútabann móti. Vit eru sannførd um, at betri loysnir finnast!
Í løtuni er málið í Føroya rætti, og vit bíða eftir hansara avgerð. Ein onnur loysn kundi verið, at kommunurnar løgdu saman og lótu nýggja bygdarráðið í felagskommununi gjørt av, hvussu vit kundu givið bátaeigarum best møguligar umstøður.

"Arbeiðsskjal: Niðurstøða av fundi við Kvívíkar kommunu 18.01.’07
Á fundi fyri KK: Boje Christensen, Jón Thomasen, Soffi Egholm, Tórarinn Didriksen, Árni Mortensen, Zacharias R. Jakobsen
Á fundi fyri VK: Karl A. Olsen, Jón Mikkelsen, Øssur Christiansen, Marjun Olsen, Jóhan Hendrik Hansen, Pauli T. Petersen, Jógvan Emil Nielsen

Meirlutin av Kvívíkar bygdaráð metti, at skilabest var at VK, KK og kommunurnar í Vágum leggja saman; grundgevingarnar vóru m.a., at nýggja kommunan hevði verið um 5.000 íbúgvar.
Øll tyktust samd um, at VK og KK vóru ein eind, og at vit ikki kundu fara í hvør sína kommunu. KK vildi tó ikki enn staðfesta hesa eind við eini fólkaatkvøðu.
Bygdarráðið í Vestmanna var samt um, at VK og KK skuldu lagt saman sum skjótast, tí kommunurnar hóska væl saman, og stórur møguleiki er at menna økið. Hendan eindin kundi so seinni taka støðu til, um hon skuldi lagt saman við øðrum kommunum (Sunda, Tórshavnar ella kommunum í Vágum).
KK vildi seta seg í samband við aðrar kommunur, áðrenn tey kundu taka endaliga støðu til eina fólkaatkvøðu. Væntandi frætta vit frá teimum fyri bygdarráðsfundin 27.02.’07.
VK metti, at ongin orsøk er til samráðingar við KK, um talan er um eina størri samanlegging nú. Vit kunnu seta okkum í samband við aðrar kommunur uttan at gera tað saman við KK.

Vit umrøða málið á bygdarráðsfundinum 23.01.’07.

Røktarheimsmálið varð nevnt; vit taka støðu til møguliga flyting á bygdarráðsfundinum 23.01.’07.

19.01.’07
Karl A. Olsen"

 


 

Fundarskrá/bók

September 25 , 2007
Hví er fundarbókin/skráðin ikki longur dagførd.

Fundarskrá og fundarbók liggja undir "Fundir" til høgru á heimasíðuni.

Harafturat leggja vit bæði skrá og bók undir "Kunning" í yvirlitinum ovast til høgru á heimasíðuni.

Vit hava tó ikki fyrr enn í morgun lagt fundarbókina frá fundinum 28. august út.


 

Tannlækna

September 25 , 2007
Vit foreldur hava áður sent inn tveir fyrispurningar um tannlæknavitjan í ferium, hvussu vit skulu fyrihalda okkum, tá børn okkara í skúlaaldri hava tørv á tannlækna og hann ikki er til at fáa fatur á.

Hví kemur einki svar??

Vit duga ikki at síggja, at spurt hevur verið um tannlæknan her á spurnarsíðuni.

Men til spurning tykkara er at siga, at eingin vaktarskipan er ímillum tannlæknarnar. Um tit hava brúk fyri tannlækna eftir arbeiðstíð ella í frítíðunum, skulu tit í fyrstu syftu royna at fáa fatur á tannlæknanum her í bygdini, og um hetta ikki ber til, so skulu tit royna at fáa fatur á grannatannlæknunum. Um hetta heldur ikki ber til, so kunnu ti í ringasta føri seta tykkum í samband við læknavaktina.


 

Heimasíðan

September 25 , 2007
Vestmanna Kommuna hevur fingið eina sera vakra og brúkaravinarliga heimasíðu. Tøkk skulu bæði núverandi og fyrverandi bygdarráð hava, fyri at hava fingið hana til tað, hon er í dag - nevnliga ein portalur fyri okkara kæru bygd. Kortini er okkurt, ið eg haldi, kundi verið gjørt upp aftur betri.



Vinnulívið skal hava størri rásarúm! Í fyrstu atløgu kundi hetta verið gjørt við, at yvirskriftin "Slóðir" trínir týðiligari fram á heimasíðini, og at allar fyritøkurnar í bygdini fáa møguleikan at geva seg til kennar har inni - eisini hóast tær ikki hava eina heimasíðu, at vísa á. Handilslívið í bygdini hevur havt tað strævið í nógv ár. Her kundu slóðir til t.d. Samkeyp, Ketuna hjá Brogård (minnist tíverri ikki navnið í løtuni) HT og Litaval helst kunnað stimbrað hugin hjá okkum vestmenningum, at keypt inn í okkara heimbygd.



Annars haldi eg, at teigurin "Søga/myndir" trongir til eina álvarsliga uppdatering. Tilfarið í hesum teigi tikist sum ein tilvildarigur vavstur, sum so óskipað tað er nú, ikki hoyrir hesi frálíku heimasíðu til.

Undir "Slóðir" á heimasíðuni eru onkrar vinnufyritøkur – aðrar kunnu koma afturat; treytin er tó, at fyritøkan hevur heimasíðu. Annars er ætlanin at gera ein lítlan faldara um Vestmanna, har m.a. handlar og peningastovnar verða skrásett. Hesin faldarin við korti fer at liggja á heimasíðuni hjá okkum.

Tað er rætt, at teigurin "Søga/myndir" ikki er dagførdur í eitt tíðarskeið. Fleiri orsøkir eru, m.a. at hetta arbeiðið er tíðarkrevjandi; onnur orsøk er, at Bygdarsavnið møguliga fer at skráseta myndir og leggja tær á netið.


 

Fleiri upplýsingar ?

September 25 , 2007
Nú heimasíðan hjá kommununi er blivin so frálík, fari eg at fregnast eftir, um tað ber til at fáa lagt tekningar og/elle fleiri upplýsingar út á heimasíðuna av ymiskum projektum, sum eru í gongd her í kommununi? Eg hugsi um bæði kommunal, almen, og kanska eisini privat projekt. Projekt, ið eg kundi hugsa mær at frætt meira um, kundu verið slík sum: Fiskivinnuskúlin - t.d. onkrar tekningar, Niðari Vegur - har gjørdi Heini Olsen t.d. eina verkætlan fyri nøkrum árum síðani fyri tásitandi bygdarráð, Fjallsvegur - t.d. nakrar tekningar og hvar vegurin einaferð í tíðini verður bundin í uppi í Miðalsbrekku, Gjógvaráætlanina hjá lokala Agenda 21 felagnum, Nýggja Frystivirkið, sum gott nokk er eitt privat projekt, men sum verður næsti granni "Ráðhúsplássins" og tí hevur almennan áhuga, Ellis- og røktarheiðið á Grønanesi og "Campingplássið" inni á fjørð, fyri at nevan nøkur av størru projektunum, sum hava verið umrødd seinastu árini. Kanska er lættast, at leggja upplýsingarnar / tekningarnar út á heimasíðuna sum tíðindi.

Vit royna alla tíðina at menna heimasíðuna. Eitt gott hugskot er sjálvandi, sum tygum eisini nevna, at leggja út tekningar saman við frágreiðing um ymsar verkætlanir. Hetta fara vit at royna at gera framyvir, tá vit hava tilfarið teldutøkt.


 

Spælipláss

September 24 , 2007
Í Vestmanna er sum øllum kunnugt sera bratt, og tað leggja vit, sum eru uppvaksin her ikki so nógv í, tí tað ger t.d. tað, at tey allar flestu hava sera gott útsýni, men tað setur eisini onkrar avmarkingar, t.d. er ikki lætt at gera leikvøllir og annað, sum krevur stórar slættar, spælipláss o.a.t. Á Heygum beint niðan fyri húsini hjá Hanusi bónda er ein lutfalsliga stórur fløttur, ið hevði hóskað sera væl til spælipláss hjá øllum børnunum her um Heygaleiðina og bæði innanfyri og uttanfyri við. Hevði tað ikki verið eitt hugskot, um kommunan gjørdi eitt spælipláss har? Alt gott um høllina, men umráðandi er, at børnini hava góðar umstøður at spæla uttandura eisini. Fyrr var bygdin øll spælipláss hjá okkum børnum, fjøra, hagi, áir, bøur og vegir, men á flestu av hesum nevndu støðum ber ikki til at spæla longur, fjøran er mest sum burtur av bygging, sama kann sigast um bøin, og áirnar eru tær flestu avbyrgdar av gørðum og húsum, og nógvar eru lagdar undir heilt, vegirnir, ja, teir eru beinleiðis deyðsfellur, og í haganum kunnu smábørn av góðum grundum ikki ganga ella spæla uttan í fylgi við onkrum vaksnum, so her er ein stór uppgáva hjá okkum, sum høvdu fyrr nevndu møguleikarnar, at skapa nýggjar fyri børnini nú, so tey eisini trívast. Eg havi ikki gloymt barnagarðarnar og vøggustovuna, tað er ómetaliga gott, at støðan er so góð á tí økinum, sum hon er, og rós til bygdarráðið fyri tað, men børnini hava eisini gott av at hava sítt egna, uttan at verða stýrd av vaksnum altíð, tað mennir tey.

Annars rós fyri eina vakra og góða heimasíðu.

Nevnda øki er sambært byggisamtyktini “frílendi”, tí skuldi verið gjørligt at nýtt tað til spælipláss ella annað frítíðarendamál. Okkum kunnugt hava hugsanir um at gera spælipláss á økinum fyrr verið frammi; men onki ítøkiligt spurdist burturúr.
Bygdarráðið fer væntandi í næstum at umhugsa, hvussu nevnda øki best kann gagnnýtast.

Takk fyri rósið.


 

Heimasíðan

September 24 , 2007
Hvør hevur framleitt hesa fantastisku heimasíðuna hjá kommununi?
Tað eru Knassar. Tað fast fatur á teimum við at klikkja á búmerki teirra niðast á heimasíðuni.

 

Ungdómshúsið

September 21 , 2007
Hvør er sett/ur sum leiðari fyri ungdómshúsinum?



Nær letur tað upp.
Leiðari verður helst settur á bygdarráðsfundinum týsdagin 25. september, og síðani veðrur húsið latið upp í samráð við leiðaran.

 

Nýggi Fiskivinnuskúlin

September 19 , 2007
Skuldi arbeiðid við nýggja Fiskivinnuskúlanum ikki verið byrjað fyri langari tíð síðani? Hvør man orsøkin vera til at arbeiðið ikki er farið í gongd enn?

Sum vit hava skilt, so hevur verið arbeitt við fyrireikingunum í ein tíð, og í dag komu teir fyrstu arbeiðsskúrarnir á økið í dag - so, nú kann man væl siga, at arbeiðið er byrjað.


 

Ótrúligt

September 17 , 2007
Hey VK vil bara siga at heimasíðan er bara blívin vakrari, hettar er bara gott fyri okkum útisiglaðarir sum kunnu vísa enn vakraði myndir fyri okkara samstarvsfelagum úti um heim av okkara vøkru heimbygd.TAKK.
Sjálv/ur takk.

 

Heimasíðan

September 14 , 2007
Rættuliga vøkur og væl dagførd síða tit hava. Heislan ein væl nøgdur vitjandi.
Takk fyri.

 

Havnadálking

September 13 , 2007
Í summar sóu vit at havnin oftani var dálkað við evju frá flakavirkinum í smb. við arbeiði við Gullaksi. Nakrir fyrispurningar vóru settir her á síðuni hesum viðvíkjandi. Svari frá Vestmanna Kommunu var, at arbeitt var við trupulleikanum. Ilt var tó at fáa eyga á nakrar batar. Hvussu ætlar kommunan at tryggja, at sami trupulleiki ikki tekur seg upp aftur komandi summar, tá Gullaksurin kemur aftur?

Eg haldi at vit kunnu semjast um, at hetta ikki eigur at henda aftur.
Vit svaraðu 20.07.’07, at fundur verður millum kommununa og fiskavirkið um málið. Hesin fundur hevur ikki enn verið, men vit hava tó umrøtt málið. Formligi fundurin verður, tá gulllaksatíðin er liðug. Ætlanin er at finna eina loysn, so at lýsitrupulleikin ikki verður í 2008.

 

Kirkjugarður

September 12 , 2007
Nú kirkjugarðurin liggur fyri útbygging, vil eg fegin vita hvussu tað verður við mold, skal hon keypast til kirkjugarðin, nú alt er koyrt inn til Tommy og Heina?

Hava tit onga moldgoymslu til slík endamál, tað eru nógvir skráar í mold burdi verði koyrd í, ístaðin at koyrt hana inn á Leiti.



Vinarliga

Skattaborgari

Vestmanna Kommuna hevur tíverri onga moldgoymslu. At kommunan hevur valt at koyra avlopsmold á økir Inni á Leiti og inni í Heygadali er fyri at lætta um arbeiðini, har moldin kemur frá.
Tað verður helst neyðugt at koyra størsta partin av moldini til kirkjugarðin í samband við útbygging, men onkur arbeiðir standa fyri framman, sum skuldu kunna givið, um ikki allan, so stórsta partin av moldini til útbyggingina av kirkjugarðinum.


 

Bygdarhúsi

September 11 , 2007
Hvussu gongst vid umbygging av bygdarhúsinun.

Har var so nógvur aktivetur millun anna málara arb oa ,men nú sær út sum alt er stega up har.

Nær skal tad læta up.Er leidari settur.





Vestmanna Kommuna søkti herfyri eftir leiðara til ungdómshúsið - sí lýsing á heimasíðuni undir "leys størv".
Húsið verður latið upp í samráð við leiðaran.


 

Grót frá Fjallsvegnum

September 11 , 2007
Kemur kommunan at brúka alt grótið, ið sprongt verður í svinginum á Fjallsvegi, ella ber tað til hjá privatfólki, at keypa grót burturav. Um ja, hvønn skal ein venda sær til?

So vítt, vit vita, verður alt grótið brúkt aftur, men hetta fáa tit neyvari at vita frá teknisku deild hjá kommununi, tlf. 470115/ 230115 ella jr@vestmanna.fo.

Eisini ber til at seta seg í samband við arbeiðsleiðaran hjá J&K Petersen Contractors, Hilbert Elisson, tlf. 585014 ella hilbert@jkp.fo.


 

Máling hjá VK.

September 11 , 2007
Er arbeiði við at mála í barnagarðinum boðið

almennt út.



Er arbeiði við at mála læknahølini og

bússtaðin annars hjá læknanum boðið út

almennt.



Kenni fleiri málarar sum einki kenna til nevndu arbeiði.



Tað er borgarins peningur sum tit arbeiða við

og hava skildu at fáa sum mest fyri.

Smærri viðlíkahaldsarbeiði verða vanliga ikki boðin út. Umsitingin/umsjónarmenninir biðja handverkara gera arbeiðið. Umsitingin/umsjónarmenninir kenna prísleguna og kunnu sostatt tryggja, at arbeiðið ikki verður gjørt fyri yvirprís.

Vit kenna okkara skyldu at gagnnýta borgarans pening best gjørligt, tí er ofta betri ikki at bjóða smærri umvælingar út. Útbjóðingin bæði dýrkar og seinkar arbeiðið.

 

Meira vatn framhald.

September 05 , 2007
Tá eg spurdi um vatnið á Byrgisvegi 17. august, fekk eg til aftursvarðm.a. "Talan er helst um omanávatn, sum setur úr lendinum omanfyri vegin." Hetta omaná vatn kemur úr einari bláari slangu ella røri, so eg veit ikki???? Eg stúri bara fyri tá frostið kemur í vetur, tá verður ikki gangandi á Byrgisvegi.

Í svarinum stóð víðari "Grasið er vaksið útyvir rennuskapið í ovara borði á vegnum, og tí má rennan reinsast soleiðis, at vatnið kann renna framvið vegnum." har er einki rennuskap, bara vegur.



Hetta er so Byrgisvegur, hvat so við Garðavegnum, inni á Ryggi, Á Rógvuvegnum flýtur altíð, har eru stórir hyljar. o.s.fr. Álvaratos hevur Vestmanna Kommuna ikki ein álvarsaman trupuleika við vatni? Omaná ella ikki. Ber ikki til at gera eina heildarloysna fyri at fáa loyst hendan trupuleika? Hetta sær ikki gott út og er irriterandi at vassa í.



Rætt hevur tú, har er ein vatnleki á Byrgisvegi.
Annars er viðmerkingin og spurningur tygara latin Teknisku Nevnd, teknisku deild og umsjónarmanninum.


 

Vatnveitingin á Heygum

September 05 , 2007
Hví hevur og er so sterkur klorroykur at vatninum

á heygum og hevur verði tað í fleiri dagar.

Er einki skil á vatnverkinum koyrur alt sum best ber til . ????? .

Hevur VK ikki skildu til at skráseta arbeiði við

vatnveitingini , mótvegis Heilsufrøðiligu-starvsstovuni , herundir hvussu nógv og hvussu ofta klora verður. Eigur borgarin ikki at verða

kunnaður tá ið klora verður.

Heilsan Steingrím.

Reglulig vatnroynd varð tikin týsdagin 28. august. Kommunan fekk hósdagin 30. august boð frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuna at vita, at bakteriur vóru í vatninum. Klorpumpan var tí beinanvegin sett til. Hildið varð, at tá klorpumpan varð sett til, áðrenn møguligt varð at lýsa, so kundi tað gera tað sama at lýsa eftirfylgjandi - hetta var helst skeivt!
Sjálvandi er skil á reinsiverkinum, men hóast tað, ber ikki altíð til at verja seg ímóti bakterium - vit hava áður greitt frá, hví so er.
Kommunan fylgir mannagongdunum frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni í samband við vatntøku, og í hesum sambandi merkir tað, at vit í gjár (4. september) tóku nýggja vatnroynd, og so fáa vit at síggja í morgin, um vatnið er í lagi.


 

Gøtuljós

September 04 , 2007
Verður Fjalsvegur myrkalagdur ímeðan arbeiðið verður gjørt?

Sambært arbeiðstakaranum hevur - av tekniskum ávum - verið neyðugt at taka streymin av gøtuljósunum. Arbeitt verður tó við at fáa streymin aftur á gøtuljósini, sum enn standa uppi.

Arbeiðstakarin J&K Petersen Contractors hava í dag, 4. september, boðað frá, at gøtuljósini á Fjalsvegi væntandi lýsa aftur í seinasta lagi hósdagin 6. september.


 

Holmsbakki

September 04 , 2007
Tit siga í svarinum at áhugin fyri handils-og tænastuvinnu íkki hevur verið so stórur. Eg veit um fleiri sum kundu hugsa sær at latið handil o.a. upp við ymsum sum vit ikki hava her í bygdini, men tað er vónleyst at fáa nakað høli til hetta. Fólk henvenda seg kanska ikki altíð til tykkum tí tey vita at tit hava onki høli at vísa á, onkur hevur slept ætlanini tí tey onki høli fáa til endamáli. Ærgeligt....

Vónandi fer kommunan at prioritera hetta hægri, ellla hvussu?

Kommunan raðfestir vinnulívið høgt – eisini tænastu- og handilsvinnuna. Vit royna at gera umstøðurnar so góðar sum gjørligt. Tað er hugsandi, at fólk hava góð hugskot og vanta høli; men um fólk ikki vísa á henda trupulleika, so kann kommunan onki gera við hann.
Vit vóna, at Holmsbakkaætlanin kann gerast veruleiki. Í tí sambandi kundi tað verið skilagott, at áhugað seta seg í samband við teir, sum eiga undirlendið, og vísa á, at áhugi er fyri at leiga høli til handils- og tænastuvinnu ella aðra vinnu.


 

Húsavørður við skúlan og høllina

September 04 , 2007
Hvør er í setanarbólkinum sum hevur

givið bygdarráðnum tilmæli um setan av húsavørði.

heilsan Steingrím.
Karl A. Olsen, borgarstjóri, Pauli T. Petersen, formaður í Mentunarnevndini, og Helgi Finn Poulsen, leiðandi umsjónarmaður í Vestmanna Skúla og Ítróttarhøll.

 

Svínarí

September 04 , 2007
Haldi at tað er heilt burturvið at fólk blíva við at blaka lort úti á berg, kanska hevði tað hjálpt at sett eitt web-kamera upp har úti, og simpelten givið fólki bót fyri at svína náttúrina.
Verður lagt út uttan viðmerkingar.

 

Inntøkur

September 03 , 2007
Eitt gamalt skip liggur vid kaj í Vestmanna .Ì svari 21maj 2007 verdur upplýst ,at kommunan hevur millum 12 og 13 túsund krónur í inntøku um mánadin av hesum skipi.

À havnalagnum standa eisine fýra gamlir bussar ,sum sjáldan elle ongantíd verda fluttir úr stad .Hevur kommunan eisini inntøku av teimum ?
Nei, kommunan hevur ikki inntøku av bussunum, men tað er heldur ikki vanligt at krevja leigugjald fyri akfør, sum standa á kommunalum øki.

 

Heimasídan

September 03 , 2007
Tad er virkiliga ein flott heimasída tit hava gjørt ,tad er intrisant at lesa hana ,flott bíløt at síggja tá mann býr í Danmark .
Takk fyri.

 

Húsavørður við skúlan og høllina

September 03 , 2007
Hvussu nógvar umsøknir vóru til starvið, sum húsavørður við skúlan og ítróttarhøllina.

Hvør fekk satarvið.

Og hava allir umsøkjarara verði til samtalu.

Heilsan Steingrím.





6 umsóknir vóru til starvið. Bygdarráðið samtykti á fundi 28. august at seta Siggert Nielsen í starvið.
Ikki allir umsøkjararnir vóru til samrøðu við setanarbólkin.