BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 29.08.2017

Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Kommunusamanlegging

Oktober 31 , 2007
Havi lagt til merkis, at nógv av lokunum sum liggja í vegnum runt um í bygdini, hava búmerkið hjá Tórshavnar Kommunu.

Er hetta tekin um eina stillisliga kommunusamanlegging, sum borgarin einki skal vita um ?

Nei, her er ikki talan um eina stillisliga samanlegging, sum borgarin einki skal vita um, men um eina tilvild.
Umsjónarmaðurin hevur nevniliga greitt frá, at búmerkini hjá fyritøkuni, sum ger dekslini, og hjá Tórshavnar Kommunu mestsum eru eins.


 

Spyr bara

Oktober 30 , 2007
Virkiliga góð heimasíða, og teigurin "spyr bara" er super, men eg vil vita um, hví tit hava teigin, tá ið tit ikki svara øllum spurningum, ið verður settur!! Ella hvussu langa tíð hava tit um at svara hvørjum spurningi?

Vit hava tveir spurningar, sum ikki eru svaraðir enn - tíverri. Tann fyrri er frá umleið hálvum september.
Grundin til, at hesir spurningar ikki eru svaraðir, er, at teir báðir eru sendir til aðrar at svara, og hesi svar eru, hóast fleiri áminningar - tann seinasta so seint sum í morgun - tíverri ikki enn komin.

Annars royna vit eftir førimuni at svara so skjótt, sum til ber.


 

ungdómshúsið

Oktober 30 , 2007
Nær byrjar kann leiðarin í starvinum.

Hvussu skjótt kann hann verða leysur av

starvinum í kringvarpinum.

Er leiðarin bert í stari fyri eitt ár. ???

Leiðarin byrjar ætlandi 1. november.
Viðurskiftini ímillum leiðaran og Kringvarpið eru kommununi óviðkomandi.
Leiðarin er ikki settur í ávíst avmarkað tíðarskeið.


 

Veðrið

Oktober 18 , 2007
Eg havið prøva hasa norsku veðursíðuna, tit hava leinkja til, men veðrið í Vestmanna kemur ikki uppá
Eg havi júst roynt aftur, og tá eg tasti Vestmanna í Værsøk ovast á síðuni fái eg tríggjar leinkjur - tann eina er til Vestmannaoyggjar, hinar báðar til Vestmanna.

 

øki við gamla skúla á Heygum

Oktober 18 , 2007
Hvussu nógv ljóðaði tilboðið uppá at fríðka

øki frá J & K ?

Hvussu nógv kostaðið burturbeiningin av skúlanum?

Hvussu nógv hava eykaarbeiðini kostað ?

Og hvør hevur/stendur fyri arbeiðinum á staðnum nú.

Heilsan Steingrím

Tilboðið uppá fríðkan av økinum, har Gamli Skúli stóð, var uppá 330.000 kr. Higartil eru goldnar 210.375 kr. Enn er einki avtalað um eykaarbeiðir, men flutningur av maskinu og bróting av hellu oman ímóti Ovara Vegi koma at kosta nakað eyka.
Burturbeiningin av skúlanum kostaði 137.612 kr. Tilboðið var uppá 122.188 kr. Eyka kostnaðurin var til ein nýggjan rottanga.
Hilbert Elisson hevur vegna P/F J. & K. Petersen Contractors staðið fyri arbeiðinum.


 

Hví ?

Oktober 18 , 2007
Hví skal ein "Tasta inn í feltið tey tekn tú sært á myndini"



Vh.

Forvitin

Fyri at spurningurin skal kunna síggjast.

 

Fjalsvegur

Oktober 18 , 2007
Hvussu nógv kemur fjalsvegur at kosta nú í mun

til upprunaliga tilboðið frá J & K.

Hvussu nógv skal gjaldast fyri eykaarbeiði ?

Hvussu nógv hevur tað kostað sum ikki varð

við í tilboðnum ?

Heilsan Steingrím

Á seinastu byggifundum er gjøgnumgingin ynsktar og neyðugar broytingar í ætlanini fyri Fjalsveg í mun til upprunaprojektið.
Beni í svinginum er ynskt broytt, soleiðis at kontursprongt er fyri áunum og soleiðis at 1 m høgur grótgarður verður gjørdur fram við beni við skráa til at planta trø og runnar á.
Kostnaðurin fyri hesa broyting er 255.000 kr.
Vegurin er hækkaður í uttara enda fyri at betri atgongd skal verða til húsini. Kostnaðurin av hesari broytingini er 190.000 kr.
Avgjørt er at gera íbindingarveg til uttara húsini við niðara borð á vegnum. Kostnaður 300.000 kr.
Tann burturtikni vegurin er gjørdur úr sera vánaligum tilfari, sum ikki kundi endurnýtast, men ístaðin er  neyðugt at koyra tilfarið burtur. Kostnaður 220.000 kr.
Í innara enda er rættiliga høgt frá vegnum upp til ovaru húsini, og varð avgjørt at broyta vegin, soleiðis at í staðin fyri gongubreyt verður løgd gøta frá Fjalsvegi oman til Ovara Veg.
Frammanundan varð mett, at føst hella kom at vera stutt undir vegnum í Innara parti, men neyðugt er í staðin at gera stuðlamúr fram við vegnum.
Samanlagt kemur hendan broytingin at kosta 400.000 kr.
Harafturat hava verið ymsar eyka útreiðslur til fyribils trappu, hegn, eyka projektering  higartil upp á umleið 200.000 kr.
Samanlagt varð mett, tá sáttmálin varð undirskrivaður, at samlaði kostnaðurin varð 5,7 mill. kr. goldin yvir 3 fíggjarár.
Nú verður mett, at samlaði kostnaðurin verður 6,8 mill. kr.


 

Grundstykkir

Oktober 18 , 2007
Eru nakrar ætlanir um at útstykkja fleiri grundstykkir í Vestmanna. Um ja, hvar og nær verur tad so?

Kommunan hevur ongar ítøkiligar ætlanir um útstykking í løtuni, men tá tað verður, verður tað í framhaldi omaneftir frá verandi útstykkingin í Vestri og eisini fram við Hornavegi frá maskinhøllini hjá kommununi og úteftir.
Annars eru nógv privat økir í kommununi, sum í bygdarskipanini liggja sum sethúsaøki. Hesi síggjast við at fara inn á "Kort av Vestmanna á alnótini" niðast í teiginum til høgru á heimasíðuni, og síðani á kortinum at gera bygdarskipanina virkna.


 

Fjalsvegur???????

Oktober 18 , 2007
Í dag er 12.10.07, og á heimasíðuni læs eg fyri einum mána síðan, eg loyvi mær at citera. " Eftir byggifund 4.sep hevur tekninska deild hjá kommununi boðað frá at vegurin heilt víst verður opin aftur um miðjan oktober, væntandi áðrenn." Eru hesi tíðindi galdandi enn? Sum er sær tað ikki út til at verða koyrandi.

Um veguin ikki letur upp enn, vælsignaði royni og geri lendi oman til trappuna , á Ovara vegi, til eina gøtu, áðrenn nakar kemur til skaða, minnist til tit hava brúkt nógvar pengar til eina super trappu, men hvat nyttar tað, tá lendi oman til trappuna ikki er gangandi eftir, eg meini so við.......

Uppá fyrispurning til arbeiðsleisðluna á staðnum verður sagt frá, at vegurin fyri so vítt er opin, men at vegurin framvegis er arbeiðsøki, og at koyring eftir vegnum tí er uppá egna ábyrgd. Tvs, at hvørki arbeiðsánari ella arbeiðstakari kunnu ábyrgjast, um skaði stendst í samband við ferðslu eftir vegnum.

Annars heitir arbeiðsleiðslan á fólk um at seta seg í samband við arbeiðsfólk á staðnum, fyri at fáa nærri at vita um arbeiðsætlanina.

 

Fjalsvegur

Oktober 17 , 2007
Mær er komið fyri oyra, at beton-múrur skal gerast fram við niðari síðu av innasta parti av Fjalsvegi. Kunnu tit greiða eitt sindur frá fyri okkum um hetta? T.d. hvar ein møguligur múrur skal vera. Sitandi bygdaráð hevur tikið stig til at seta 'grønan'-mann at taka sær av bygdini og fríðka um, og tað hevur eydnast væl. Onkur vil eisini vera við, at seyðurin bert kemur einaferð inn um garðarnar aftrat. Tí taki eg eitt sindur sorgina upp á forskot og heiti á tykkum, sum taka tekniskar avgerðir: vælsignaði hugsið eisini tit um okkara vøkru bygd og nýtið ikki eitt skrímsl av einum beton-múri til at siga vælkomin til Vestmanna.

Í samband við neyðugar broytingar í arbeiðstøkuni verður neyðugt at gera stuðlamúr uppundir niðara borð á innara parti av Fjalsvegi. Hesin stuðlamúrur verður lagaður upp og ikki, sum tygum annars hava hoyrt, gjørdur úr betong.


 

Fiskuvinnuskúlin

Oktober 12 , 2007
Hej



Hví verur skúlin bygdur mitt á kaj økinun..?

Hegi tad ikki ver betri at flutt han yvur mótir vestpack.?



Flott heimasída.



Skúlin verður bygdur har, tí at har var besta undirlagið, og so varð ynski frá myndugleikunum at hava økið tøkt til antin eina møguliga víðking av skúlanum ella til bygging av einum sjóvinnudepli.

 

Stavivillur

Oktober 08 , 2007
Púra einigur við honum sum spyr um stavivillur. Men um tit ikki rætta spurningarna, áðrenn teir verða lagdir her á síðuna, so halda fólk, at tað eru tit sum gerða stavivillurnar.

Annars takk fyri eina heilt fantastiska síðu, sum vit øll í vilja Vestmanna væl, er glað fyri.

Opinleikin leingi livi.
Vit kundu sjálvandi rætta í spurningunum og viðmerkingunum men halda framvegis ikki, at tað er rætt.

 

Harraguð

Oktober 08 , 2007
Nú eri eg sjálvur vinnulívsmaður, komið væntandi skjótt heim, lesið at "bygdaráðið" hevur umrøtt hvønn bólt man skal brúka í høllini, harraguð, tað er ikki tað bygdaráðið skal brúkast. Tað mugu teir for pokkur kunnu taka avgerð um í skúlanum.

Annars eitt stórt herðaklapp til verandi bygdaráð fyri jaligan hugburð til vinnulívið, tað hevur resulterað í minst 100 arbeiðsplássum. Alt gott um kvinnurnar, men eg haldi at tað er nógv meira dynamikkur í vinnulívinum nú hasir persónarnir, sum eg av góðum grundum ikki kenni, hava tikið um ræði.

Annars fantastisk heimasíða, serliga tá man býr uttanlanda.
Bygdarráðið samtykti á fundi 25. september, at heimildin til, hvat slag av bólti skal brúkast í samband við sparking í ítróttarhøllini, skal liggja hjá umsjónarmonnunum.
Annars takk fyri rósandi orðini.

 

Stavivillur

Oktober 04 , 2007
Hevði tað ikki verið eitt hugskot at rætta stavivillur,áðrenn tit seta spurningar frá fólki á hesa frálíku heimasíðuna?
Vit hava valt at leggja spurningarnar út, júst sum teir eru settir.

 

Fótbóltur í Høllini.

Oktober 03 , 2007
Tað bleiv spurt her á síðuni, hvussu tað bleiv við fótbóltinum í høllini fyri ca 3 mánum síðan, hvussu verur?

Fer mann at kunna sparka aftur við legurbóltinum?

Hvør tekur tí støðuna?

Tað er nógv sparka og kasta síðan tað komu níggj amaturir, og nogvir bóltar, legur sum skinn, hava rakt amaturini, og ikki eitt er fari. So nú mann vera bevíst at tey halda.

So til komununa, vælsignaðir læt okkum fáa legurbóltin aftur í høllina.

Ikki sparki eg mest av øllum, men runt rokna, so brúki eg eini 2000kr um ári at sparka fyri, og sum oftast so eru ligini um 8 mans, so bara har fær komunan min 16000 um ári í kassan til viðlíkahald, og so nógv bróta vit vaksnir menn ikki.



Hvat halda tit, at AA ligi hjá víf fór at spæla við gummibóltum frá BR.

Heilsan ein skuffaður fótbóltspælari.



Vestmanna Bygdarráð samtykti einmælt á fundi 25. sept. 2007 at heimila umsjónarmonnunum at avgera, hvat slag av bólti skal nýtast í samband við sparking í ítróttarhøllini.

 

Íløgur 2007

Oktober 03 , 2007
"Vestmanna Kommuna ætlar at nýta 12,5 milliónir til íløgur í ár". Soleiðis skriva tit í svari til ein spurning herfyri. Í fíggjarætlanini fyri 2007 standa einans 6 mil til íløgur. Hvussu hongur hetta saman?
Í upprunaligu fíggjarætlanini fyri 2007 vóru íløgurnar 6 milliónir. Á bygdarráðsfundum 19.06.’07 og 28.08.’07 samtykti bygdarráðið broytta íløgujáttan, har íløgurnar hækka til 12,5 milliónir.

 

Íløgur í vegir v.m.

Oktober 02 , 2007
Hvussu nógvan pening hevur kommunan at ger íløgur fyri afturat í ár? Tað sær út sum um at kassin er á tremur við peningi. Nýggj brúgv um Fossá - minst 2-3 milliónir um hendan skal gerast tveysporað. Hvussu verður við Niðaravegi er hann blivin burtur í øllum resinum, ella er eisini ætlanin at byrja uppá hetta í ár? Annars ein sera góð og opin heimasíða má sigast. Hetta skal Vestmanna Kommuna hava rós fyri. Tað eru ikki nógvar aðrar kommunur sum kunna erpa sær av slíkum opinleika.

Vestmanna Kommuna ætlar at nýta 12,5 milliónir til íløgur í ár. Kassin er ikki á tremur, men inntøkurnar higartil í ár hava verið góðar, harumframt hava vit havt yvirskot undanfarnu árini. Ætlanin er ikki at byggja nýggja brúgv um Fossá enn, men bygdarráðið er kunnað um møguleikar og kostnað.

Niðari vegur er enn raðfestur ovarliga, væntandi kunnu vit fara undir breiðkan og ábøtur í 2008.

Takk fyri rósið. Tað skuldi verið eitt aðalmál hjá øllum kommunum at kunna um síni viðurskifti.


 

Fantastiskt

Oktober 02 , 2007
Hettar er ikki ein spurningur, men bert eitt rós til tað nýggju ætlanina hjá Agendafelaginum.

Nær kann so væntast at gongubreytir vera gjørdar uppi í Miðalsbrekku so har eisini blívur hunaligt.
Eingin ítøkilig ætlan ligur á borðinum í løtuni um gongubreytir í Miðalsbrekku, men spurningur tygara verður latin Teknisku Nevnd, sum arbeiðir við gøtum/gongubreytum o.l.

 

ungdómshúsið

Oktober 02 , 2007
Hvussu nógvir umsøkjarir vóru til starvið sum leiðari.

Hvussu nógvar kvinnur ?

Hvussu nógvir menn ?

heilsan Steingrím
Tríggir umsøkjarar vóru til starvið - ein kvinna og tveir menn.