BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

ófantaligt

November 30 , 2007
ætlar komunan ikki at krevja at føroya tele er vegin betur aftur á brúnni um hórará har sum teir júst hava grivi vegin upp og tað sær út sum teir hava slett eitt sindur av asfalti í holi og einki meir og nu er næstan einki asfalt eftir so nú er tað bara eitt stórt hol í vegin.

Sjálvandi áleggja vit Føroya Tele at gera arbeiðið nøktandi.


 

svimjihøll

November 29 , 2007
kann kommunan siga mær um tað ikki eitt krav at hava lívbjargaraskeið,tá í almenn svimjing er.

kann ein og hvør hava almennu svimjingina her.

vit og børnini plaga at verða og svimja her í vestmanna tá almenn svimjing er.

í havn, kollafirði, og í kvívík hava tey lívbjargarar.

tí har eru vit eisini og svimja.
Tað er fyriskiparin av almennu svimjingini, sum hevur ábyrgdina av trygdini hjá teimum sum svimja.
skriv til Vestmanna Svimjifelag.
Fólk, sum leiga hylin, hava sjálvi ábyrgdina av trygdini.

 

seyðahøgum standi 2

November 29 , 2007
Veit kommunan at siga mær um...grundstykki er vetrarbit ??

Og hvussu høgt er "seyðahøgum standi" ??



Vinarliga



Magni

Kommunan hevur ikki yvirlit yvir, hvørji privat økir eru vetrarbit - sum høvuðsreglu eru øll økir vetrarbit, har tað ikki er goldið til hagapart ella Búnaðarstovuna (fyrr Jarðarráðið) fyri avtøku. Møguliga kann hagaparturin, sum eigur ella hevur átt vetrarbitið, greiða frá hesum.

Okkum vitandi eru ongar ásetingar um, hvussu høgt í "seyðahøgum standi" er, men, um seyður sleppur innum, so kann hegnið ella girðingin væl ikki metast at vera í seyðahøgum standi.


 

seyðahøgum standi

November 26 , 2007
Kann kommunan siga mær hvat eg havi rætt til... um seyður er komin inn á stykki, sjálvt um garðurin er í seyðahøgum standi ?



Magni Blástein

Sambært niðanfyri standandi broti úr Hegnlógini skal eigarin av seyðinum endurrinda fyri skaða.

Vanliga verður tílíkt melda til løgregluna, men havast má í huga, at seyðurin hevur rætt til vetrarbit, og hóast hegnað er, er ikki altíð givið, at vetrarbitið er avtikið av teirri orsøk. Um hagaparturin ikki hevur fingið endurgjald fyri avtøku av vetrarbiti, kann hagaparturin altíð ávísa hetta og á tann hátt sleppa undan endurgjaldi.

LOV NR. 171 AF 18. MAJ 1937 FOR FÆRØERNE OM HEGN OG MARKFRED, SUM SEINAST BROYTT VIÐ LØGTINGSLÓG NR. 30 FRA 17. MARS 1951.

Kapitel 2.
Ansvar for Husdyr

§ 23. Kommer Hest, Kvæg, Faar, Ged eller Fjerkræ (herunder ikke Duer), uden at dertil er Hjemmel, ind paa fremmed Ejendom i Indmark, skal Dyrets Ejer erstatte den Skade, der tilføjes, være sig paa Afgrøde i Mark, Eng, Græsgang, Have m.v. eller paa Plantninger, Grøfter, Veje, Broer og deslige eller paa andre Husdyr.

   Er Dyret vanefuldt, skal dets Ejer desuden straffes med Bøder.

   Fra ovenstaaende Regel undtages Tilfælde, hvor den skadelidte har forsømt sin Pligt til at hegne for den paagældende Slags Dyr, medens Dyrets Ejer enten ikke har saadan Hegnspligt eller har opfyldt sin Hegnspligt. I de Tilfælde, hvor Hegnspligt bortfalder (jfr. §§ 4, 6, 7 og 17), har Dyrets Ejer altsaa Ansvar, som om der var lovligt Hegn.


 

Ungdómshúsið

November 26 , 2007
hvat er aldursmarki at sleppa inn í ungdómshúsið ?
Eingin støða er tikin til aldursmarkið enn, men sambært leiðaranum verður hetta fyrsta dagin.

 

Kristiansborg

November 21 , 2007
Er tað rætt skilt at tað bert kostar kr 500,00

at leiga kristiansborg til veitslu eitt leygarkvøld.

Mær kunnugt er barnagarðar ikki góðkendir til

ballir. Barnagarðurin er bert góðkendur til børn.

Heilsan Steingrím

Tað kostar 500,- kr at leiga húsini, sum kommunan eigur Inni á Fjørð.
Húsini kunnu leigast til privatar veitslur so sum føðingardagar, konfirmatión, brúdleyp o.a.l.
Húsini verða ikki brúkt sum barnagarður, men dagliga til frítíðaransing, dagtilhald og kortspæl, og tí skuldi einki verið í vegin fyri at brúkt tey til privatar veitlsur.
Okkum vitandi er einki í vegin fyri at brúka barnagarðar til onnur endamál.


 

leiðari til bygdarsavni

November 21 , 2007
nær verður leiðari ella fólk sett til at taka sær av bygdarsavninum.

heilsan Steingrím.
Bygdarsavnsnevndin hevur ikki enn tikið støðu til, hvussu bygdarsavnið skal rekast. Nógv bygdarsøvn hava ikki lønt starvsfólk, men tey verða rikin við sjálvbodnari arbeiðsmegi; aloftast er talan um pensjónistar við áhuga fyri bygdarsavninum. Tað er ongin ivi um, at tað hevði verið skilagott at lønt onkrum at skráseta lutirnar og tílíkt, best hevði verið, um hetta fólk hevði royndir við hesum arbeiði.

 

Ljót neyst.

November 15 , 2007
Nú vit hava fyngi okkarra bygdasavn so uppsnolla og Magni Blástein hevur gjørt síni hús og garð so pent, vil eg her við spyrja um komunan hevur nækra ætlan við hasum ljótu neystunum, í standa niðanfyri har. Verða tey rivin niður ella? Mann kann gera rættiliga nógv pent har niðri (rundan um bátahylin.) Um summari kundi hattar saktans blivi til nækað í var nógv húggiligari enn Nýhavnin, og Vágsbotnur.



Tað fyrsta mann leggur merkið til á webmyndini er hasi neystini.

Annars hevur verandi bygdarráð forkeynt eitt stórt heraklapp, fyri at fyngi grótbrotið so rudduligt, og mankt annað.

Vestmanna Kommuna/bygdarsavnið eigur nøkur av nevndu neystum. Ætlanin er, at tey einaferð skulu umvælast/nútímansgerast og gerast ein partur av bygdarsavnsøkinum. Kommunan/bygdarsavnið hevur roynt at ognast øll neystini í økinum, men tað er ikki enn eydnast okkum.

 

Ætlanir eru eisini at fríðka um og gera gongt rundan um hylin framman fyri bygdarsavnið.

 

góð heimasíða

November 15 , 2007
Eg havi hugt eftir heimasíðunum úr øðrum bygdum, men ongin er so góð og vøkur sum tykkara. Serliga tær fyrstu myndirnar tá síðan verður opnað fær ein at leingjast aftur til heimbygdina.



útiseti
Vit takka fyri føgru orðini.

 

ùtstykking

November 13 , 2007
Lesi á Portalinum í dag, at eini 60 fólk standa á bíðilista eftir grundstykki í Sandavági.

Hví vera ikki fleiri útstykkingar gjørdar í Vestmanna.

Fyri kortum var ein sum spurgdi her á síðuni um nækrar ætlanir eru um útstykkingar.

Veit væl at Vestmanna kommuna vil hava øll stykkini seld áðrenn nýggj útstykking verður gjørd, naka sama modell sum fyrst í 90 inum tá fleiri spurgdu um grundstykkir, men ongi vóru tøk, jú kanska eitt ella tvey sum ikki eru seld enn.

Vælvitandi er hettar ein kostnaðarmykil íløga, men kann man ikki eisini liggja sjóðarfalli av sær.

Okkara bíðilisti er væl styttri enn hann í Sandavági – og eisini enn tann í Miðvági og í Sunda kommunu. Nøkur fá hava víst áhuga í grundstykkjum niðanfyri útstykkingina uppi í Vestri. Fleiri teirra eru ung fólk, sum ikki ætla at fara undir at byggja fyrstu árini. Harumframt eru enn 10 grundstykki tøk uppi í Vestri – hvørji tey eru, sæst aðrastaðni á heimasíðuni.

 

Fleiri orsøkir kunnu vera, til at vit ikki selja fleiri grundstykkir. Nógv nevna samferðsluviðurskiftini sum ein trupulleika – teimum dáma ikki Høgareyn um veturin. Um tunnil kom til Leynar, so hevði eftirspurningurin á grundstykkjum óivað verið nógv øktur.

 

Verandi útstykking kostaði millum 10 og 15 milliónir. Um restin av økinum verður útstykkjað, kunnu vit vænta sama prís ella hægri, tí har vera tvær brýr. Vestmanna Kommuna raðfestir sjálvsagt bústaðarmøguleikar í Vestmanna høgt; men vit kunnu ikki raðfesta eina nýggja útstykking fremst, fyrr enn vit kunnu vænta, at grundstykkini verða seld. Vit mugu tó ikki koma í ta støðu, at eftirspurningur er og onki útboð.

 

Ungdómshúsid

November 13 , 2007
nær opnar ungdómshúsid?
Sambært leiðaranum er ætlanin at taka húsið alment í nýtslu tann 8. desember.

 

Ungdómshúsið

November 13 , 2007
Hava tit nú dato á nær ungdómshúsið letur upp ??

vit eru so spent øll ! (:
Sambært leiðaranum er ætlanin at taka húsið alment í nýtslu tann 8. desember.

 

Hundaóskil

November 08 , 2007


Tað er ein trupulleiki at hundar ganga leysir í Vestmanna. Tað eru fleiri sum eru bangin fyri hundum.



Tað er eitt felag sum eitur ANSNI sum tekur sær av hundum sum ganga leysir. Kundi hettar ikki verið ein loysn hjá Vestmanna Kommunu at heitt á ANSNI um at røkja hesa uppgávu, tí so er borgarin fríur fyri at melda. um hundur er til ampa fyri fólk og fæ.
Arbeitt verður við málinum, og væntandi verður ein loysn funnin um ikki so langa tíð.

Vestmanna Kommuna hevur spurt seg fyri hjá vaktarfyritøku, men hetta er ein alt ov kostnaðarmikil loysn.

Um avtala ikki er gjørd ímillum kommunu og løgrelguna, er tað løgreglan, sum, sambært løgtingslóg nr. 82 frá 19. juni 1990 um hundar, skal taka upp leysgangandi hundar.

Men, sum nevnt, verður arbeitt við málinum. Arbeitt verður við at gera  avtalu við løgregluna um, at kommunan skal taka upp hundar og onnur djór, samstundis sum roynt verður at finnað fram til onkran, sum kann hýsa upptiknu djórunum, til eigarin kemur eftir teimum - ella tey verða avlívað.

 

Gøtuljós

November 08 , 2007


Sum nú er eru tað fleiri gøtulyktir sum ikki lýsa. Nær kunnu vit rokna við at allar gøtulyktir fara at lýsa aftur ???



Vestmenningur
Arbeiðmenninir hjá kommununi fara fyrsta dagin undir at umvæla gøtuljósini.

Teir fara ikki út, tá einstøk ljós eru farin, men skifta út við jøvnum millumbilum - og nú er so tíðin komin til aftur at fara runt at skifta út brostnu ljósrørini.

 

Vatn

November 07 , 2007
Hvussu nógv vatn brúkar Vestmanna hvønn dag ?
Vit hava tíverri ongar neyvar uppmátingar, men tá einki fiskaarbeiði er, verða brúktir 70-80 rúmmetrar um tíman, og tá fiskaarbeiði er 90-100 rúmmetrar um tíman.

 

samanlegging

November 06 , 2007
Tit mugu fyri guds skyld ikki leggja saman við Vágum. Tá flogvøllurin um fá ár verður niðurlagdur verður øskukald har og tann seinasti má sløkkja ljósið. HAR ER ONKI VINNULÍV, NÆSTAN ONGI SKIP og lítil hugur at fremja nakað á vinnuleið.



Tað er bert ein samanleggingarmøguleiki og tað saman við Havnini - helst uttan um Kvívík
Vit ætla hvørki at velja samstarvsøki ella at leggja saman, fyrr enn ein vegleiðandi fólkaatkvøða hevur verið. Vit eru í løtuni við at fyrireika fólkaatkvøðu um samstarvsøki, væntandi verður hon samstundis sum løgtingsvalið.

 

Vatn

November 06 , 2007
Hvussu nógvir litrar ella m3 eru í vatnbyrgingunum, rundan um Vestmanna ?

Sambært heimasíðuni hjá SEV rúma byrgingarnar hesar nøgdir:
á Lómundaroyri: 710.000 m3
Frammi á Vatni: 4.250.000 m3
í Heygadali: 2.100.000 m3
á Mýrunum: 4.100.000 m3

Vatnbyrgingin hjá kommununi í Bjarnadali rúmar 120.000 m3.


 

Frystihøllin

November 06 , 2007
Nakrir spurningar.

1. Hví verður frystihøllin á Holmsbakka ikki bygt í grótbrotinum? Har forstýrar tad ikki og hevði sikkurt verið eitt sindur penari fyri bygdina.

2. Eru tad bestemtir menn her í bygdini, sum bestemma á kajøkinum? Har flýtur við gomlun trolum og annað órudd frá bátum,tað trolið, sum liggur har nú, hevur ligið har í ca 3 vikur, hvi verður tað ikki ruddað vekk.

3. Nú er vetrartíð. Hvør tekur sær av saltingini um morgunin.

4. Eg var vid abbasoninun fyri at avlevera hann, men har var so ótruligani hált á veg í barnagarðin, so eg mátti bíða til kl ca 9, tá var saltað. Hví er onki stakitt, sum man kann halda sær har uppi, har er so bratt.



Takk fyri eina góða heimasíðu.


Frystihøllin verður bygd á havnarøkinum, tí samstarv skal vera millum frystihøllina og fiskavirkini. Harumframt er neyðugt, at bryggjukantur er tætt við høllina.
Á havnarøkinum ræður havnarumsjónarmaðurin.
Vestmanna Kommuna tekur sær av saltingini. Tekniskir trupulleikar við krananum á lastbilinum gjørdu, at saltingin í síðstu viku ikki byrjaði nóg tíðliga.
Arbeitt verður við at betra atkomuna til Gjáarlon.


 

Fjalsvegur - enn einaferð

November 05 , 2007
Arbeiðið við Fjalsvegnum er nú blivið væl drúgvari og meiri umfatandi enn upprunaliga hildið. Takk fái tit fyri tað, at tit velja at gera arbeiði frá grundini. Uppá fyrispurningar frá fólki, um nær vegurin verður liðugur og hvussu ferðast kann á honum, vísa tit til arbeiðsleiðaran á staðnum. Eg vil fegin spyrja tykkum um tit, kommunan og arbeiðstakarin, ikki hava havt ein fund við íbúgvararnar á Fjalsvegi, fyri at kunnað teir um arbeiðsgongdina - hvussu hetta ávirkar ávísu húsarhaldini?

Tað verður upplýst, at ferðsla á økinum er uppá egna rokning, tí hetta er arbeiðsøkið. Hvussu við postboðum og øðrum, sum framvegis mugu røkja sítt arbeiði á Fjalsvegi - er tað nóg trygt hjá teimum?

Vestmanna er ikki størri enn, at fólk flest vita, hvør býr hvar. Í hesum sambandi eri eg rættiliga ørg um at síggja stóru steinarnar, sum liggja beint uttanfyri niðangongdina hjá sjónveikari konu - og er hetta enntá uttanfyri avmerkta arbeiðsøkið. HETTA ER ÁTALUVERT!

Hevði tað verið ov nógv kravt, at eitt hegn bleiv sett upp, soleiðis at stórir klettar ikki "regna" omaná Ovara Veg og knúsa tað sum fyri er?



Enn væntar okkum føroyingum nakað í, tá tað ræður um rættan hugburð til trygd. Til samanberingar kann nevnast økið inni á Fjørð, hvar Fiskivinnuskúlin verður bygdur!



Hetta brævið er avgjørt ikki ætlað at verða nøkur lortaspann, bert ein áminning um at gera meiri fyri trygdina, áðrenn vanlukkan hendir. Trygging er góð, men betri er at fyribyrgja at skaði hendir.



Borgari

Viðmerkt og svarað í tíðindateiginum á heimasíðuni.

 

Grønt øki

November 05 , 2007
Fyrst rós til Vestmanna Bygdarráð fyri nógv ymisk, ið gjørt hevur verið í summar fyri at fríðka bygdina.

Gekk mær túr Uppi í Vestri sunnudagin, síggi at nú hava tit fylt upp í tí økinum, sum stendur at skula vera grønt øki. Gaman í kann tað framvegis vera grønt, men um eg skilji, hví í verðini tit fara at fylla eitt øki - eina lagd, sum kundi verði ein gáva til frítðarpláss, har man kundi fingið hampuliga lívd, tað er annars ikki tað, sum eyðkennir økið haruppi. Ógvuliga løgið.

Áhugavert er at frætta, hvørjar tankar tit har hava gjørt tykkum???
Ætlanin er at gera økið til grønt øki við at leggja mold útyvir uppfyllingina og síðan at sáa við grasfræ.

 

Hvør situr í nevndini/um

November 05 , 2007
nú vil eg spyrja tykkum í komminalinum í Vestmanna

hvør situr í nevndini fyri forminnunum í Vestmanna

høvør situr í frðslunevndini

hvør situr í hallarnevndini

hvør situr í fólkatingsvalnevndini

høvør situr í brunanevndini

deilig heimasíða tit hava,

nokk so gott hja okkum útisetum

Vestmanna Kommuna hevur onga fornminnanevnd, og hevur í samband við útgrevstur av fornminnum bert við fíggingina at gera.
Kommunan hevur eina bygdarsavnsnevnd, sum umsitur fornlutir. Í henni eru Karl A. Olsen, borgarstjóri og formaður, og bygdarráðslimirnir Pauli T. Petersen og Jákup Oluf Hansen.
Í ferðslunevndini eru Jón Mikkelsen, Pauli T. Petersen og Øssu Christiansen.
Í fólkatingsvalnevndini eru Jóhan E. Poulsen, Heðin Winther Olsen, Jóan á Rógvi Johansen og Bjørg á Rógvi. Eykalimir eru Herit Magnussen og Ann K. Andreasen.
Í brunanevndini eru Øssur Christiansen, formaður, Pauli T. Petersen, Birgir Waag Høgnesen, Fríðálvur Bláhamar, brunaumsjónarmaður, og Andras Marr Poulsen, sýslumaður. Teir tríggir fyrst nevndu eru valdir av bygdarráðnum, brunaumsjónarmaðurin er fastur limur í nevndini, og sýslumaðurin er útnevndur av Fútanum.


 

Bátapláss

November 05 , 2007
Hvørji kriterii verða brúkt tá ið gjørt verður av hvørjir bátar sleppa í Bátahylin inni á fjørð ?



Hvør eigari og hvat slag av báti ?, Haldi at tað eru dømi um ymiska og til tíðir misjavna viðferð !

Bátar sleppa framat í bátahylinum í teirri raðfylgju, teir verða tilmeldaðir havnarskrivstovuni. Tó verður eisini tikið atlit til støddina á tøkum bátaplássum í mun til støddina á tilmeldaðum bátum. Eisini verður tikið atlit til støddina á báti - bátar yvir ávísa stødd verða ávístir pláss við kaisíðu.
Avbygdabátar kunnu fáa bátapláss eftir serstakari skipan.


 

Ungdómshúsið

November 05 , 2007
Nær verður ungdómshúsið liðugt ?
Leiðarin er byrjaður at arbeiða, og húsið letur upp fyrsta dagin.

 

Um ruskplássið

November 02 , 2007




Hví eru ongir upplýsingar á heimasíðuni um, nær ruskplássið er opið?
Upplýsingarnar eru nú lagdar á heimasíðuna.
Tær liggja undir Havnini, Kunning, Bingjuplássið á Grønanesi.