BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 29.08.2017

Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Viðm. til Einki leyst starv í løtuni frá 7.des

Desember 29 , 2007
Eg undrist á sama hátt sum spyrjarin spyr 7.des: Hví verður ikki lýst á heimasíðuni við øllum leysu størvunum í kommununi? T.d. til barnagarðin? Tykkara grundgeving/svar 7.des er: "vit hava tíverri ikki havt høvi til at leggja lýsingina út enn". Hava tit enn ikki havt høvi til tess?? Giti at starvið longu er sett.
Vit settu lýsingina í stutt eftir spurningin, men, tá tíðarfreistin er farin, er lýsingin tikin av aftur heimasíðuni.

 

Fólkaatkvøðan

Desember 28 , 2007
Nær kann hugsast, at vit borgarar fáa kunning um fólkaatkvøðuna her á heimasíðuni og/ella á borgarafundi. Ikki tykkum at siga, so er ikki nógv tíð til tað nú. Jóla - og nýggjárshalgan fara við teimum fyrstu 10 -12 døgunum, og síðani verður løgtingsvalstríðið skotið í gongd. Tá verður trupult hjá tykkum at koma ígjøgnum við nøkrum boðskapi.



Men sjálvandi, eftir fólkaatkvøðuna fara tit í bygdarráðnum at kunna siga, at tað er fólkið, ið hevur talað, og vit borgarar fara at kunna siga, at vit vistu ikki, hvat vit tóku støðu til. Tá eru vit øll so ósek, tí tilvildin - dugnaloysið - hevur enn eina ferð tikið støðu fyri okkum. So kunnu vit øll so glað seta okkum niður at GRENJA, tí tað duga vit jú so væl!



Nei, komið fram við kunning í STUNDINI, ella útsetið hasa fólkaatkvøðuna, til vit øll eru fullgreið um, hvat tað er, ið vit skulu taka støðu til. ALT ANNAÐ ER ÁBYRGDARLEYST!

Vit hava fyrr greitt frá, at vegleiðandi fólkaatkvøðan snýr seg um at velja samstarvseind. Lógin um sjálvbodna kommunusamanlegging krevur, at Vestmanna og Kvívíkar kommunur sum tær einastu í landinum skulu velja, hvørji samstarvseind tær vilja gerast partur av; tær skulu velja fyri 01.10.’09. Veljast skal millum 3 møguleikar: Sundalagið (Sunda og Eiðis kommunur), Streymoy (Tórshavnar kommuna) ella Vágarnar.

 

Samstarvseindin er fortreytin fyri, at vit kunnu fara undir fyrireikingar til samanleggingar, tí einans kommunur í somu samstarvseind kunnu leggja saman. Havast má eisini í huga, at lógin um sjálvbodna kommunusamanlegging ikki krevur, at kommunur leggja saman. Vit kunnu framhaldandi vera sjálvstøðug kommuna, eftir at samstarvseind er vald; hinar kommunurnar í samstarvseindini kunnu eisini nokta fyri at leggja saman við okkum.

 

 

Kunningin verður fyrst í januar 2008. Um onkur ikki hevur tol at bíða, so kunnu tey lesa lógina um sjálvbodna kommunusamanlegging – Løgtingslóg nr. 12 frá 22.02.’07 – lógin er stutt og greið. Kunningin tekur støði í lógini, hon verður eisini stutt og greið, tí málið er ikki fløkt: Vit skulu velja millum 3 møguleikar.


 

Ungdómshúsið

Desember 21 , 2007
fer ta at vera frá 6.Flokki og til og við 18 ár????
Aldursmarkið er frá og við 7. flokki til og við 18 ár.

 

aldurs mark

Desember 20 , 2007
hvat er aldursmarkið?????





Frá 7. flokki til og við 18 ár.

 

Ungdomshúsi

Desember 20 , 2007
hvat er aldurs markið?



Niels jákup
Frá og við 7. flokki til og við 18 ár.

 

Kunning um fólkaatkvøðuna

Desember 20 , 2007
Hví er kemur ikki nøkur kunning her á heimasíðuni um fólkaatkvøðuna tann 19. januar.



Kunningin er ikki klár at leggja út enn.

 

Navn

Desember 20 , 2007
Hvussu eitur ungdómshúsið í Vestmanna? Kom nú við hasum navninum..
Navnið er ikki valt enn - men tað verður helst fyrsta dagin, og í seinasta lagi á bygdarráðsfundi 22. januar 2008.

 

Ferdslutrygd

Desember 19 , 2007
Nær verdur betongklossin á nidaraveg reistur aftur

Sambært umsjónarmanninum er klossin reistur uppaftur.


 

Kykmynd

Desember 19 , 2007
Kykmyndin av Vestmanna er rímiliga gód, men har sæst nógv av tí `nýggja´kaj/bátahyl-vegnum.

Er tad møguligt at vevkameraid eisini kann taka myndir frá ødrum sjónarmidum í bygdini, og soleidis skiftast ímillum av og á ?



Vinarliga

Ein Vestmannaforliptur útiseti







Vit hava ætlan um at flyta myndatólið á annan steyra á havnarøkinum, soleiðis at tað fer at síggjast meira niðan í bygdina.
Harafturat er ætlanin eisini at útvega eitt myndatól afturat. Hetta skal setast Inni á Fjørð og vísa út í bygdina.

 

Bara gott og tò

Desember 19 , 2007
Høllin er ùtmerka, sjàlvt um eg ikki eri heima alt àrid, sjenerar handan høllin ikki eyguni à mær, tvørturìmòti.

Haldi helur ikki at brandstødin er nakar ljòtur bygningur.

Kundi hugsad mær at onkur grundgav, hvì brandstødin er ljòt.

Tad hevdi verid gott um teir id eiga skip og bàtar, kundu bygt sær hùs/hallir at goymt ùtgerd ì, tì tad er nù ikki tad vakrasta, tà tad liggur og slødist. Hasir bussarnir prýda nù heldur ikki bygdina so nògv.

Eitt annad er gròtbrotid, har er gjørdur ein ùtmerkadur gardur, men enn sær ræduligt ùt uttan fyri hann. Tad eru àvìsir persònar sum kunnu tveita alt frà sær sum teimum listir, veit ikki um kommunan rædist teir ella hvat tad er?

Bilar uttan nummarspjøldur standa ymsastani, eitt vrak stendur nidanfyri VestPack, hvì kunna hesi skrambilini standa, uttan at nakad verdur gjørt?

At vinnulìvid fær karmar at virka undir er sera gott, tà er bygdini lìv laga. Um bygdin var rudda fyri òrudd, hevdi ikki gjørt verri.
Verður lagt út við teirri viðmerking, at havnin og kommunan altíð royna at hava kommunalu økini ruddulig, men at hetta tíverri ofta er trupult.

 

Leiga av stigabili

Desember 19 , 2007
Nú kommunan/brandsstøðin hevur keypt stigabil

loyvi eg mær at spyrja um møguligt er at

leiga bilin til ymisk arbeiði.

Og hvat kostar at leiga bilin pr tíma.

heilsan Steingrím.

Sambært brunaumsjónarmanninum kann stigabilurin bert leigast í heilt serligum førum - eitt nú tá ikki slepst til við vanligum stiga ella arbeiðspalli.

Leigan verður 1.000,- kr um tíman.


 

Vinnulívsmenn

Desember 18 , 2007
Eg havi/eri eisini ein av teimun, sum havi víst mína ónøgd við frystigoymsluna á havnalagnum. Eg haldi tó ikki at man skal blanda tingini saman, sum onkur her skrivar. Eg gerði vart við mína ónøgd við útsjóndina á bygninginum, og IKKI nakra ónøgd við fólkið/mennirnar sum eiga bygningin. Hinvegin havi eg altíð "tiki hattin av" fyri okkara sera framskygnu vinnulívsmonnum, so sum Tummas og Dánjal o.ø.



" Ein sum annars er sera fegin um tað sum bygdaráði ger "
Verður lagt út uttan viðmerkingar.

 

Ungdómshúsið

Desember 18 , 2007
Hvat er aldurmarkið fyri at koma inní ungdómshúsið ? Hvussu eitur ungdómhúsið ?
Aldursmarkið verður í fyrstu syftu frá og við 7. flokki.
Avgerð er ikki tikin um navnið enn.

 

Frystihøllin

Desember 18 , 2007
Haldi at handan frystihøllin skuldi verið flutt til aðra bygd tí so kundu Vestminingar brokka seg um at arbeiðspláss nú blivu flutt av bygdini.

Tað einasta rósið kommunan fær er heimasíðan.

Heilt erligt Vestminingar veri glaðir fyri okkurt.

Høllin er ikki ljótari enn Bacalao-Tórshavnar Skipasmiðja-Havsbrún-oljutangar hist og pist-Supply basan í Runavík-Fjarðahús í Kollafyrið-Brandskúlin við áir o.s.v.

Taki tykkum nú saman og veri meira positiv.

Gleðilig Jól og Gott Nýggjár við vón um nógva nýbygging í komandi árið.

Heilsan ein Vestminingur.
Verður lagt út uttan viðmerkingar.

 

Fólkaatkvøðan

Desember 18 , 2007
Lítil kunning er komin frá bygdarráðnum um fólkaatkvøðuna, ið tit hava boðað frá, fer at vera tann 19. jan. komandi. Tí mugu vit borgarar, ið hava áhuga fyri hesum máli, seta spurningar, fyri at fáa eina hilling á, hvat er á vási.



"Vegleiðandi fólkaatkvøða um samstarvseindir og ikki um kommunusamanlegging" kalla tit fólkaatkvøðuna. Vit borgarar skulu velja millum Vágar, Sundalagið og Tórshavn. Ímynda vit okkum, at tað t.d verður Tórshavn, sum vinnur, er tá nakar annar møguleiki, enn ein samanlegging við Tórshavnar Kommunu? Halda tit, at Vestmanna Bygdarráð fer at standa í serliga sterkari samráðingarstøðu, tá ið fólkið longu frammanundan hevur sagt, at tit einans skulu samráðast við Tórshavn. Eg eri samførdur um, at tit koma at standa sera veik. Eg haldi tí, at tit áttu heldur at samráðst við tær tríggjar eindirnar fyrst, fyri at kanna, hvørjir møguleikar eru fyri samstarvi/samalegging. Tá ið hesar samráðingarnar eru lidnar eigur at vera munandi lættari at taka eina støðu.



Mítt uppskot skal tí vera, at tit avlýsa fólkaatkvøðuna, og seta tykkum niður at samráðast - fyrst við Kvívík, og tá ið tit eru blivnir samdir, fara tit víðari til tær tríggjar eindirnar. Síðani kunnu úrslitini fara út til eina fólkaatkvøðu!

Tað er eitt lógarkrav, at Vestmanna og Kvívíkar kommunur skulu velja samstarvseind – vit eru einastu kommunurnar í Føroyum, sum fingu valmøguleika.

Samanleggingar eru sambært lógini um sjálvbodnar kommunusamanleggingar sjálvbodnar. Um vestmenningar t.d. velja at vera partur av samstarvseindini Streymoy, so eru hesir møguleikar: 3 kommunur eins og nú - Vestmanna – Kvívík – Tórshavn, 2 kommunur – Vestmanna + Kvívík – Tórshavn, Vestmanna - Kvívík + Tórshavn, Vestmanna + Tórshavn – Kvívík, 1 kommuna – Vestmanna + Kvívík + Tórshavn. Um vit velja Sundalagið ella Vágar eru enn fleiri møguleikar – allir eru tó neyvan realistiskir.

Vit kunnu ikki fara undir veruligar samráðingar um samanlegging, fyrr enn vit hava gjørt av, hvørji eind vit vilja vera partur av. Vit hava tó spurt okkum fyri í grannakommunum; allastaðni er ein ávísur áhugi fyri samanlegging. Møguleiki er eisini fyri, at ongin samanlegging verður fyrstu árini.

Vit halda, at ein samanlegging millum Vestmanna og Kvívíkar kommunur skuldi verið sjálvsøgd, tí hon ger okkara øki nógv sterkari. Tíanverri tekur meirilutin í Kvívíkar bygdaráð ikki undir við eini samanlegging.


 

Frystihøllin

Desember 18 , 2007
Tad er stór skomm handan Frystihøllin sum stendur á Holmsbaka..Hvar er arkitektaturin í hasun.Kundi veri gjórt í forleingisi av atlantic,so hegdi sæd penari út.



1. Kunnu øll sum hava planir at byggja ein virki í Vestmanna sjálvi bestemma hvussu bygningurin sær út.Hevur komunan onki at siga.



2.Tád man planlagdi at gera barnagard,hvar var tá planurin at tad skuldi vera parkeringsøki til stovnin.???

ALLIR bilanir sum standa har eru óligani parkeradir.

Stovnurin er nú 3-4 ára gamal men onki rekverk/autovern.



3.Hvør er bydararkitektur her,hvøn hevur komunan ráført seg vid ang frystihøllina.



4.Hatta er ein sera vakurt jólatræ.



Borgari







Viðvíkjandi frystigoynsluni verður víst til onnur svar her í teiginum.
1. byggimál skulu viðgerast í teknisku nevnd, og loyvi skal gevast til alla bygging - sí byggisamtykt undir "kunning" á forsíðuni.
2. Ætlanin er at gera parkeringsøki í økinum ímillum Hornaveg og Heygalíð. Rekkverk og autoverja eru sett á arbeiðsskránna hjá kommununi.
3. Tekniska Deild hevur slík mál um hendi.
4. Vit eru samd.


 

Ungdómshúsid

Desember 18 , 2007
Hvat er navnid ?
Tíðarfreistin í samband við navnakappingina er liðug. 122 uppskot komu inn. Ein arbeiðsbólkur er settur til at gjøgnumganga uppskotini. Ætlandi tekur arbeiðsbólkurin avgerð um navn til ungdómshúsið, men um bólkurin tilmælir yvirfyri bygdarráðnum, verður støða ikki tikin fyrr enn á bygdarráðsfundi seinnu helvt av januar 2008.

 

Ungdómshúsið

Desember 18 , 2007
Nær fáa Vestminningar navnið hjá ugdómshúsinum at vita?

Tíðarfreistin í samband við navnakappingina er liðug. 122 uppskot komu inn. Ein arbeiðsbólkur er settur til at gjøgnumganga uppskotini. Ætlandi tekur arbeiðsbólkurin avgerð um navn til ungdómshúsið, men um bólkurin tilmælir yvirfyri bygdarráðnum, verður støða ikki tikin fyrr enn á bygdarráðsfundi seinnu helvt av januar 2008.


 

Frystihøllin.

Desember 18 , 2007
Havi aldrin hoyrt líknandi grenj og øvundsjúku.

Vestmenningar verið glaðir og stáltir, um tað virksemið vit hava í bygduni, takið undur við okkarar vinnulívi, og ikki grenja um alt og øll. Vit Vestmenningar hava og fara altið at vera vinnulívsfólk, lat okkum øll vera stált um tað. Tað kann vera liturin á frystugoymsluni minnur um buksurnar hjá Obilix, og hvat so, í mínum eygum er hattar pengar beint í komunukassan, er tað ikki gott ella hvat.

Halt uppat at grenja og finni uppá okkurt vinnuligt, so vit fáa fleiri hallir upp.

Rós til tykkum vinnulívsmenn, og ikki minst Vestmanna komunu.
Verður lagt út uttan viðmerkingar.

 

Bíða eftir tekningum?

Desember 18 , 2007
Nú hava vestmenningar bíða eftir tekningum av Fiskivinnuskúlanum í nógvar vikur, fyri ikki at siga mánaðir. Um reglurnar um byggiloyvir - sí niðanfyri - hava verið hildnar, skuldu tekningarnar fyriliggja, áðrenn byggiloyvið var givið. Gjørdu tær ikki tað?



Sethús og bygningar:

Sum fylgiskjøl við umsóknini skulu vera hjálagdar hesar tekningar:.



Støðumynd, ikki minni enn 1:500.

Flatmyndir av húsinum, ( kjallara-, stovu- og loftshædd ) í minsta lag 1:100.

Tvørskurðir, í minsta lagi 1:50 við tilfarslýsing.

Tekning av øllum útsíðunum, í minsta lag 1:100.

Kloakkplanur 1:100.



Byggivaldið kann krevja planeringstekning, um hetta verður mett at verða neyðugt. Støddin á hesari skal verða í minsta lagi 1:100. Hendan skal vísa hvar avgrevstur verður og hvar sjálv planeringin kemur at verða.



Vit hava sjálvandi tekningar í samband við byggimálið um fiskivinnuskúlan, men hesar eru í pappírsformi og alt ov stórar í vavi til at kunna skanna við vanligum skannara.

 

frystihøllin

Desember 18 , 2007
Hevur Vestmannakommuna nakrar skipaðar byggiætlanir? Tað er ótrúligt, at vaksin fólk hava givið loyvi, at hatta aluminiums ódjórið er sett upp á Holmsbakka. Økið var ikki vakurt frammanundan; t.d. sær tað út sum um onkur hevur mist brandhøllina, og tað var av tilvild, at hon lendi har hon stendur í dag. Ger vinnan sjálv av hvørjum tilfari bygningar hennara skulu vera bygdir av, og hvussu skapið skal vera? Tey, ið hava givið loyvi til at byggja frystihøllina vita einki um estetiskar reglur. Ein slíkur bygningur, ið stendur mitt í bygdini eigur at passa inn í samlaðu heildina í grannalagnum. Slíkir bygningar skulu ikki bara vera funktionellir, men eisini vakrir, tí høllin fer at standa har í fleiri hararns ár, men hendan hendingin vísir okkum klárt, at okkara fólk í bygdarráðnum skuldu havt annað arbeiði. Um tit halda, at slíkar hallir eru so vakrar, so kundu vit sett, ið hvussu er, tvær upp afturat. Ein kundi verið ellis- og røktarheim, og hin kundi verið nýtt sum okkara nýggi fiskivinnuskúli. Eg meini so við; tær halda vindi og regni úti, so tær eru, í tykkara eygum, nóg góðar. Um tykkara verkætlan hevði heitið " ljótasti bygningur" so fari eg sum nýklaktur lærari at geva mítt fyrsta 13 tal. Fulfíggjað ljótt. Og til tey, ið eiga bygningi: tit eru ikki góð við bygdina. Vagnur Streymoy
Bygdarskipan og byggisamtykt fyri Vestmanna Kommunu síggjast undir teiginum "Bygging" til høgdu á heimasíðuni.

Annars verður víst til áður givin svar í samband við frystihøllina.

 

Fiskivinnuskúlin

Desember 18 , 2007
Kanska kundu tit spurt eftir tekningunum aftur! Annars eru fólk á byggiplássinum, sum tit kundu tosað við, og eisini ber til at taka myndir. Tað er altso ikki alt Føroya fólk, sum kemur framvið inni á Fjørð, og møguliga kann hugsast, at onnur eru áhugað í hesum máli.



Álvaratos, nú verður so nógv tosað um profilering, og her hava tit sum kommuna ein gyltan møguleika, men nei. Eg fari at siga sum undanfarni viðmerkjari um sama mál: her á heimasíðuni eru bert ravnar og vegarbeiði. Jú, og so ikki at gloyma: handan ótrúliga prýðiliga frystihøllin, mitt í okkara fyrr so vøkru bygd, sanniliga eitt arkitektoniskt meistaraverk!!!



Tit svara tann 6. des., at tit eru errin og fegin, og at tað síggja vit øll. Hvussu síggja vit tað? Skulu vit koma inn til tykkum og síggja tykkara vælnøgdu snýð og so frøast saman við tykkum, ella fara vit at síggja okkurt meira til tykkara gleði í almenninginum, t.d. her á heimasíðuni?



Undrandi og spurin vestmenningur



Svarskriv til viðmerkingar um fiskivinnuskúlan.

Tað hevur ongantíð verið okkara ætlan at vera arrogant her á síðuni, og um onkur hevur uppfatað tað soleiðis, biðja vit viðkomandi halda okkum til góðar.

Tá tað er sagt, so eru vit í stóran mun samd við viðmerkjarunum – vit eiga sjálvandi at gera meira við at profilera bygdina, men tað er nú einaferð soleiðis, at tíðin tíverri ikki altíð røkkur! Og eisini, sum í hesum førinum, at vit hava spurt fleiri ferðir eftir tekningunum.
Nú hava vit umsíðir fingið tekningarnar og hartil eina leikju til tíðindi á heimasíðuni hjá Landsverki. Hetta verður lagt út sum tíðindi á heimasíðuni fyrsta dagin.


 

Jánkasligt svar

Desember 18 , 2007
Eg haldi, at svarið til viðmerkjaran um Fiskivinnuskúlan er sera jánkasligt. Tað kundi verið, at arkitektarnir hava gloymt at senda kommununi tekningar av skúlanum, sum kommunan hevur biðið um. Hevði tað ikki verið eitt hugskot at sent eina áminning?

Svarskriv til viðmerkingar um fiskivinnuskúlan.

Tað hevur ongantíð verið okkara ætlan at vera arrogant her á síðuni, og um onkur hevur uppfatað tað soleiðis, biðja vit viðkomandi halda okkum til góðar.

Tá tað er sagt, so eru vit í stóran mun samd við viðmerkjarunum – vit eiga sjálvandi at gera meira við at profilera bygdina, men tað er nú einaferð soleiðis, at tíðin tíverri ikki altíð røkkur! Og eisini, sum í hesum førinum, at vit hava spurt fleiri ferðir eftir tekningunum.
Nú hava vit umsíðir fingið tekningarnar og hartil eina leikju til tíðindi á heimasíðuni hjá Landsverki. Hetta verður lagt út sum tíðindi á heimasíðuni fyrsta dagin.


 

Fiskivinnuskúlin

Desember 18 , 2007
Nú fari eg at tala at... er heimasíðan fyri vestmenningar eina??? Tit svara at arb. inni á Fjørð er í gongd og .."tað síggja øll....." Eitt sera arrogant svar, til ein spyrjara, ið er stoltur av, at eisini Vestmanna nú kann vera við at menna miðnámsútbúgvingarnar við einum spildurnýggjum miðnámsskúla. Heldur átti kommunan at lýst við hesum á heimasíðuni og bjóðað teimum ungu úr øllum Føroyalandi til Vestmannar at fáa eina miðnámsútbúgving í góðum, vælegnaðum og nýggjum hølum. Eitt ordans alternativ til f.eks niðurslitnu Hoydalar. So fáa vit at síggja, um eisini hendan viðmerkingin verður sáldað burtur...livst so spyrst

Svarskriv til viðmerkingar um fiskivinnuskúlan.

Tað hevur ongantíð verið okkara ætlan at vera arrogant her á síðuni, og um onkur hevur uppfatað tað soleiðis, biðja vit viðkomandi halda okkum til góðar.

Tá tað er sagt, so eru vit í stóran mun samd við viðmerkjarunum – vit eiga sjálvandi at gera meira við at profilera bygdina, men tað er nú einaferð soleiðis, at tíðin tíverri ikki altíð røkkur! Og eisini, sum í hesum førinum, at vit hava spurt fleiri ferðir eftir tekningunum.
Nú hava vit umsíðir fingið tekningarnar og hartil eina leikju til tíðindi á heimasíðuni hjá Landsverki. Hetta verður lagt út sum tíðindi á heimasíðuni fyrsta dagin.


 

Fólkaatkvøðan

Desember 18 , 2007
Ætlar bygdarráðið als ikki at at fara undir nakrað kunning í sambandi við hasa markáttligu fólkaatkvøðuna, ið tit hava boðað frá, verður tann 19. januar 2008? Í tíðindateiðinum á heimasíðuni er ikki eitt orð at lesa um fólkaatkvøðuna. SERA UNDARLIGT!! Hava tit ikki tíð til "skíkt tvass" sjálvir, kunnu tit so ikki fáa onnur til at gera tað?

Jú, sjálvandi ætla vit at kunna – vit hava eisini kunnað fyrr, sí m.a. svar dagfest 13.12.’07. Her er tó ikki so nógv at kunna um, tí talan er einans um, at vit eins og lógin um sjálvbodnar kommunusamanleggingar sigur skulu velja millum 3 samstarvseindir – Sundalagið, Streymoy ella Vágar.  Tá vestmenningar hava valt samstarvseind verður farið undir møguligar samráðingar um samanlegging; vit kunnu bert leggja saman við kommunum í somu samstarvseind. Um bygdarráð semjast um samanleggingaravtalu, verður hon løgd út til nýggja fólkaatkvøðu.

Ætlanin er at senda skrivliga kunning út í øll hús um ársskiftið – hon verður eisini løgd á heimasíðuna. Kunnandi borgarafundur verður væntandi um 10.01.’08. Vegleiðandi fólkaatkvøða verður 19.01.’08.


 

Rós og tó...

Desember 18 , 2007
eg vil fyrst av øllum rósa kommununi fyri tað megnar arbeiði hon ger í bygdini fyri tíðina: fiskivinnuskúlin, fjalsvegur, byrjan uppá røktarheim, frystigoymsla, bara fyri at nevna nøkur fá ting.

Tó má eg siga sum er, at kommunan hevur lítlan arkitektoniskan sans .. frystigoymslan kemur ivaleyst sera væl við fyri bygdina, men fy for hon sær út ! bygdin hjá okkum er smekk full av slíkum kassum, og tað er sanniliga uppá tíðina, at okkurt verður gjørt við tað, tí pent sær tað altso ikki út í longdini .. tað MÁ hugsast í hasar banarnar, fyri at fríðkast skal um bygdina.
Vit vísa til onnur svør í samband við frystigoymsluna, dagf. 13. des. 2007.

 

Frystigoymsla undir Holmsbakka

Desember 18 , 2007
Eg má bara spyrja Vestmanna Kommunu, eru tit stoltir av hasum skrímslinum, sum er komið at standa undir Holmsbakka?

Er onki mark fyri hvat vit skulu leggja eygu til her í bygdini? Og vit sum hildu Brandstøðina vera ljóta, nú er hon nærum vøkur undidr liðini á blá/hvíta bygdaprýðinum.

Frystigoymslan er hvørki vakrari ella ljótari enn aðrar frystigoymslur. Hon má vera við havnarlagið, tí tørvur er á atløgusíðu, og harafturat verður hon partur av einum samstarvi við fiskavirkini á havnarøkinum. Vestmanna kommuna kundi noktað byggingini, men vit mettu, at frystigoymslan fer at hava gagnligt árin á kommununa. Frystigoymslan skapar nýggj arbeiðspláss, hon kann vera við at varðveita verandi arbeiðspláss – vandi er fyri, at stórur partur av fiskaframleiðsluni á landi hvørvur, um hon ikki verður bygd - og hon kann geva kommununi betri inntøkumøguleikar, m.a. hægri vøru- og bryggjugjøld.

Ætlanin við einum miðstaðarøki er als ikki slept, og vit halda ikki, at frystigoymslan oyðileggur  ætlanirnar at gera eitt virkið miðstaðarøki. Frystigoymslan er staðsett væl oman frá vegnum, so møguleiki verður at gera miðstaðarøkið oman fyri hana, tá ber eisini til at gera okkurt, so frystigoymslan ikki verður so sjónsk í miðstaðarøkinum. Ætlanin er at breiðka vegin heilt oman ímóti virkisbygninginum hjá Atlantis og at taka verandi bygningar niður. Har er ætlanin at byggja t.d. handils- og vinnubygningar.

Vit halda, at tað er skilagott, at kommunan og vinnulívið samstarva, tí annars er vandi fyri, at bygdin gerst ein sovibygd, sum stendur í stað.


 

Óansæð

Desember 18 , 2007
Ohh my God

Frystihøll er fínasta slag, men hvat ó... ger tað um tað eisini er til at halda út at hyggja at?

Vestmenningar hava nú altíð verið nakað fyri seg. Vit áttu fagrasta sand í landinum, hvat gjørdu vit við hann? Jú eg rokni við fjarðafólk eru sera glað fyri tað, sum hendi har. Sandurin brúktur sum skrellipláss fyri alt Føroya land . Eg veit ikki, um rottuplágan er av og minnast til stankin.....og so ártíggjur seinni, so gera vit ein kunstigan sand, fyri at verða góðkend sum grindapláss. Ja, eg meini tað, Jú vit halda bara áfram allan vegin í bátahylin, út á bakka Whatever.
Verður lagt út uttan viðmerkingar.

 

Røktarheim

Desember 14 , 2007
Hvussu gongur vid ætlanunum um bygging av røktarheimid á Grønanesi. Er nýggj byggisamtykt gjørd, og eru tit byrjad at rudda økid? Er tad óhugsandi at byggja røktarheimid inni á Leitid t.d.?

Fyrireikingararbeiðið um bygging av røktarheimi á Grønanesi gongur eftir ætlan. Almanna- og Heilsumálaráðið hevur góðkent økið, og ásetingarnar eru broyttar frá havnaøki til øki til almennar stovnar. Enn ber tó ikki til at siga nágreiniliga, nær væntast kann, at spakin verður settur í - vónandi einaferð í vár ella ímóti sumri.
Tað er óhugsandi at byggja røktarheimið Inni á Leiti, tí at einki øki er lagt av til almennar stovnar har. Kommunan hevur fyrr søkt um loyvi til broytingar í bygdarskipanini, soleiðis at røktar- og ellisheim kundi byggjast omanfyri landsvegin innanfyri íbindingina til Ovara Veg, men hesi umsókn gekk landsstýrið ikki á møti.


 

Frystihøllin

Desember 14 , 2007
Hvat er hetta fyri nakad.

Frystihøllin er ljòt, ikki rattan lit og bla bla.

Nei høllin er fìnasta slag og endiliga er kommunan væl vid ì at skapa karmar til vinnulìvid.(øll vit hvussu tad var àdrenn)

Kaikantur skuldi verid allan vegin frà fiskavirkinum og tvørtur um, nidan fyri Atlantis.

Frystihøllin er nògv vakrari enn hùsini hjà Sàmal Blàhamar vòru.

Hasi gomlu neystini skuldu verid fjerna og bàthylurin filtur upp, so var enn meiri øki til hallir og annad.(um tad ber til, tì 2 stòrar àdir renna ì bàthylin).

Kommunan gerd eitt flott arbeidi, haldi àfram.



Verður lagt út uttan viðmerkingar.

 

Barnagarðurin

Desember 13 , 2007
Eg vil spyrja hvussu líður við at fáa hegn/verju framvið gøtuni oman í barnagarðin frá vegnum. Orki ikki at hugsa um um eitt barn dettur oman eftir hasum brattlendinum. Eisini manglar ein bilverja omanfyri barnagarðin. Koyrir ein bilur omanav har vita vit øll hvat kann henda. Eg blívi ørg inná at síggja at nógvir pengar eru til at keypa plantur fyri og síðani nógvir pengar til hegn fyri at verja tær (sum langtsíðani eru deyðar). Heldur áttu tit at sett eitt hegn/verju framvið vegnum/gøtuni so børn, foreldur og starvsfólk kunnu ganga og hava nakað at stiða seg til í hálku og vindi. Hevði ikki verði uppá sítt pláss at prioritera børnini nakað hægri enn plantir eftir at hava bíða í 2 ár eftir hesum ábøtunum??
Nevndu arbeiðir eru sett á arbeiðsskránna hjá kommununi.
Eisini kann nevnast, at á fíggjarætlanina fyri 2008 eru 500.000 kr avsettar til gøtur, rekkverk/autoverju o.l.

 

Sensurur???

Desember 13 , 2007
Nú síggi eg, at nøkur svar eru givin viðv. frystihøllini á Holmsbakka. Sjálv skrivaði eg m.a. um hetta evnið fyri nøkrum døgum síðani, men mín viðmerking og spurningur er ikki komin ´fram í ljósið, so eg loyvi mær at ivast í, um tað er rætt, tá tit svara, at sensurur ikki fer fram. Er tað kanska, tí at eg eisini nevndi Fiskivinnuskúlan, og at tit helst ikki vilja hava nakað alment fram um hann??? Eg meini so við, hevur hann ikki størri týdning fyri menningina av bygdini enn t.d. røðan, sum var hildin , tá jólatræið var tendrað???
Nei, vit sensurera ikki, men hava viðvíkjandi fiskivinnuskúlanum bíða eftir at fáa tekningarnar.

Hesar eru komnar við telduposti í dag og verða lagdar út í tíðindateigin skjótast gjørligt.

 

Plasering

Desember 13 , 2007
Tað kann so væl vera, at frystigoymslan hvørki er vakrari ella ljótari enn aðrar slíkar. Men hevur kommunan ikki ábyrgd fyri, at eisini slíkir kassar ikki líkafram genera eyga á fólki í bygdini?? Ella tit hava kanska ikki ordiliga handan sansin, ið summi onnur eru útstýrd við, tann sansin, ið sigur frá tá nakað er sera vakurt at hyggja at ella umvent? Vit hava jú fleiri dømi um slíkar bumbur her í bygdini......

Vit hava onga byggisamtykt, sum ásetir, hvussu útsjóndin skal vera á bygningum.  Vit halda ikki, at fólk skulu hava loyvi frá kommununi, um tey ætla at skifta lit á húsunum ella skifta tak. Fyri tað fyrsta halda vit, at hetta er ein skerjan av persónliga frælsinum, harumframt hevði tað verið sera trupult umsitingarliga. Ein avgerð um litir er jú oftast ein spurningur um persónligan smak; tað, sum ein heldur er ljótt, heldur ein annar er vakurt ella sermerkt.

 


 

Fólkaatkvøða

Desember 13 , 2007
Verður Kvívík ikki ein av møguleikunum at velja á fólkaatkvøðuni í januar?? og um so er hvý ikki??



vinarliga



Fróði B.Skúvadal

Vegleiðandi fólkaatkvøðan í januar verður um samstarvseindir og ikki um kommunusamanlegging. Smb. lógini um sjálvbodnar kommunusamanleggingar skulu “Vestmanna og Kvívíkar kommunur hava saman valfrælsi, hvørt tær vilja verða partur av eindini 3 [Sundalagið], 4 [Streymoyggin] ella 5 [Vágar]. Hava Vestmanna og Kvívíkar kommunur ikki tikið avgerð innan 1. oktober 2009, tekur landsstýrismaðurin avgerð.” (§2, stk. 2)

 

Vit hava kunnað bygdarráðslimirnar um okkara ætlan og mælt til, at fólkaatkvøðan verður samstundis í báðum kommununum. Vit hava ikki fingið svar frá Kvívíkar kommunu, men hava tó frætt, at tey ikki ætla at hava fólkaatkvøðu í januar.

 

Vit vita ikki, hvat Innlendismálaráðið ger, um Vestmanna kommuna velur samstarvseind, áðrenn Kvívíkar kommuna tekur støðu. Vit vænta tó, at Innlendismálaráðið staðfestir okkara val, tí vit kunnu ikki fara undir møguligar samráðingar um samanlegging, fyrr enn samstarvseindin er staðfest.

 

Samanlegging millum Vestmanna og Kvívíkar kommunur er altíð ein møguleiki, tí sum sæst omanfyri, so skulu vit vera partur av somu samstarvseind.

 


 

Høllin á Holmsbakka

Desember 13 , 2007
Eg haldi tað er tíð upp á, at tit leita tykkum ráð hjá onkrum, sum hevur eyga fyri tí, sum er vakurt og kanska meir átroðkandi í hesum døgum: tí sum ikki er so vakurt! Nýggja høllin er eitt lýti fyri bygdina - ájavnt við grótbrotið :-(

Frystigoymslan er hvørki vakrari ella ljótari enn aðrar frystigoymslur. Hon má vera við havnarlagið, tí tørvur er á atløgusíðu, og harafturat verður hon partur av einum samstarvi við fiskavirkini á havnarøkinum. Vestmanna kommuna kundi noktað byggingini, men vit mettu, at frystigoymslan fer at hava gagnligt árin á kommununa. Frystigoymslan skapar nýggj arbeiðspláss, hon kann vera við at varðveita verandi arbeiðspláss – vandi er fyri, at stórur partur av fiskaframleiðsluni á landi hvørvur, um hon ikki verður bygd - og hon kann geva kommununi betri inntøkumøguleikar, m.a. hægri vøru- og bryggjugjøld.

Ætlanin við einum miðstaðarøki er als ikki slept, og vit halda ikki, at frystigoymslan oyðileggur  ætlanirnar at gera eitt virkið miðstaðarøki. Frystigoymslan er staðsett væl oman frá vegnum, so møguleiki verður at gera miðstaðarøkið oman fyri hana, tá ber eisini til at gera okkurt, so frystigoymslan ikki verður so sjónsk í miðstaðarøkinum. Ætlanin er at breiðka vegin heilt oman ímóti virkisbygninginum hjá Atlantis og at taka verandi bygningar niður. Har er ætlanin at byggja t.d. handils- og vinnubygningar.

 

Vit halda, at tað er skilagott, at kommunan og vinnulívið samstarva, tí annars er vandi fyri, at bygdin gerst ein sovibygd, sum stendur í stað.

 

Kassin á kajuni

Desember 13 , 2007
Hey, tit í hava givið loyvi. Eg eri samdur viðein av teimun, sum júst hevur skriva um handan ljóta kassan sum stendur á kajuni. Eg haldi at kommunan skal fara í samráðingar við eigarnar um at fríðka um bygningin, har hugsi eg serliga um at finna aðrar hóskandi farvur, ella líknandi.

Vinarliga

" Ein sum annars er sera fegin um tað sum bygdaráði ger "

Frystigoymslan er hvørki vakrari ella ljótari enn aðrar frystigoymslur. Hon má vera við havnarlagið, tí tørvur er á atløgusíðu, og harafturat verður hon partur av einum samstarvi við fiskavirkini á havnarøkinum. Vestmanna kommuna kundi noktað byggingini, men vit mettu, at frystigoymslan fer at hava gagnligt árin á kommununa. Frystigoymslan skapar nýggj arbeiðspláss, hon kann vera við at varðveita verandi arbeiðspláss – vandi er fyri, at stórur partur av fiskaframleiðsluni á landi hvørvur, um hon ikki verður bygd - og hon kann geva kommununi betri inntøkumøguleikar, m.a. hægri vøru- og bryggjugjøld.

Ætlanin við einum miðstaðarøki er als ikki slept, og vit halda ikki, at frystigoymslan oyðileggur  ætlanirnar at gera eitt virkið miðstaðarøki. Frystigoymslan er staðsett væl oman frá vegnum, so møguleiki verður at gera miðstaðarøkið oman fyri hana, tá ber eisini til at gera okkurt, so frystigoymslan ikki verður so sjónsk í miðstaðarøkinum. Ætlanin er at breiðka vegin heilt oman ímóti virkisbygninginum hjá Atlantis og at taka verandi bygningar niður. Har er ætlanin at byggja t.d. handils- og vinnubygningar.

 

Vit halda, at tað er skilagott, at kommunan og vinnulívið samstarva, tí annars er vandi fyri, at bygdin gerst ein sovibygd, sum stendur í stað.

 

Holmsbakki

Desember 13 , 2007
Búgvi ovarlaga í bygdini og havi frítt útsýni til tað, ið valla finnst ljótari í øllum Føroya landi. Brandstøðin ella hvat tað er nú, og eitt misfostur av einum bláum, hvítum bygningi á Holmsbakka. Eg skilji ikki, at kommunan gevur loyvi til slíkt. Okkara bygd hevur tíverri gingið á odda at forkoma tí gamla og tí sum er vert at varðveita, men hetta mátti verið ovboðið hjá mongum. Havandi í huga snotiligu ætlaninar, ið kommunan hevur í miniformati inni í kommunufyrisitingarhúsunum. Er ongin ætlan fyri bygdina og hvussu hon skal síggja út? Gamli Skúli mátti lúta tí hann var gamal og ússaligur og funnin ov lættur, men eru hesir bygningarnir framtíðin? Tað, ið skal mynda okkara bygd?

Ein harmur borgari

Frystigoymslan er hvørki vakrari ella ljótari enn aðrar frystigoymslur. Hon má vera við havnarlagið, tí tørvur er á atløgusíðu, og harafturat verður hon partur av einum samstarvi við fiskavirkini á havnarøkinum. Vestmanna kommuna kundi noktað byggingini, men vit mettu, at frystigoymslan fer at hava gagnligt árin á kommununa. Frystigoymslan skapar nýggj arbeiðspláss, hon kann vera við at varðveita verandi arbeiðspláss – vandi er fyri, at stórur partur av fiskaframleiðsluni á landi hvørvur, um hon ikki verður bygd - og hon kann geva kommununi betri inntøkumøguleikar, m.a. hægri vøru- og bryggjugjøld.

Ætlanin við einum miðstaðarøki er als ikki slept, og vit halda ikki, at frystigoymslan oyðileggur  ætlanirnar at gera eitt virkið miðstaðarøki. Frystigoymslan er staðsett væl oman frá vegnum, so møguleiki verður at gera miðstaðarøkið oman fyri hana, tá ber eisini til at gera okkurt, so frystigoymslan ikki verður so sjónsk í miðstaðarøkinum. Ætlanin er at breiðka vegin heilt oman ímóti virkisbygninginum hjá Atlantis og at taka verandi bygningar niður. Har er ætlanin at byggja t.d. handils- og vinnubygningar.

 

Vit halda, at tað er skilagott, at kommunan og vinnulívið samstarva, tí annars er vandi fyri, at bygdin gerst ein sovibygd, sum stendur í stað.

 

ungdómshúsid

Desember 12 , 2007
nær opnar ungdómshúsid?
Sambært leiðaranum er ætlanin, at ungdómhúsið skal lata upp mánadagin 17. desember.

 

Sensurur???

Desember 12 , 2007
Okkurt sigur mær, at ávíst úrval fer fram á hesi síðu. Veit at fleiri hava skrivað um tann ónáttúrliga vakra, stríputta kassan, ið er vorðin okkara útsýns prýði nú í seinastuni. Sjálvdan er slíkt umhugsni farið fram, sum hjá teimum, ið vara av hesum arkitektoniska ljósi. Jú, tit hava gitt rætt, tað er blá, hvíta stásiliga borgin niðri á Holmsbakka. Vit áttu at bjóðað okkum fram í onkrari arkitekta kapping. Og fingið ÙF og Sjónvarpið at varpa hendan eygnasteinin til alt Føroya land, fyri ikki at siga út í heim. Hví tekur kommunan ikki myndir úr øllum vinklum og leggur út á heimasíðuna? Reypar sær av, at hava givið byggiloyvi til slíkt prýði. Eg haldi eisini, at hetta bræv eigur at verða lagt út á heimasíðuna. Takk fyri!!!!
Nei, ikki verður sensurerað her á síðuni - ikki uttan so, at spurningar ella viðmerkingar eru beinleiðis persónlig!

Grundin til, at spurningar og viðmerkingar um frystigoymsluna Undir Holmsbakka ikki eru svarað enn, er heilt einfalt tann, at borgarstjórin skal svara hesum spurningum, og hann hevur ikki enn havt tíð til tað (hann hevur sum nevndarlimur í Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya m.a. verið við til samráðingar við Pedagogfelagið).

Væntandi verða spurningar og viðmerkingar svarað í næstu viku.

 

Máling av ítróttarhøllini

Desember 12 , 2007
Hvussu nógv feløg ella persónar blivu biðin um tilboð uppá máling av høllini?



Um bert eitt boð er innkomið, eigur man at umhugsað at bjóða útaftur fyri at finna boð at líkna saman við.

Sambært leiðandi umsjónarmanninum í skúlanum blivu eini 8-10 málarameistarar spurdir. Ringt varð til flest allar, sum standa í gulu síðunum í telefonbókini og til aðrar við, sum ikki standa har. Tá fleiri teirra ikki svaraðu, varð ringt uppaftur, men hóast tað, kom bert tað eina tilboðið inn.

Sum nevnt, kom bert tað eina tilboðið inn, og tá fleiri vórðu bidnir um at geva tilboð, men ikki góvu, so verður ikki mett  neyðugt at bjóða út av nýggjum.


 

Heygar

Desember 11 , 2007
Ætlar kommunan ikki at gera meira við øki omanfyri húsini hjá Judith Joensen á heygum (har sum Petur Frank býr nú)?? sum tað sær út nú, er ikki serliga nógv meining við hasi broytingini, tí tað er illa gangandi eftir gøtuni, tí skervurin er stórur og ófantaligur..

Jú, ætlanin er at hampa um gøturnar antin við asfalti ella við flísum. Men hetta verður neyvan gjørt fyrr enn einaferð í komandi ári.

 

ungdómshúsi

Desember 11 , 2007
eru nógv uppskot komin inn til navni á ungdómshúsinum?
122 uppskot komu inn - onkur nøvn eru tó skotin upp meira enn eina ferð.

 

wc úti á kirkjugarðinum:

Desember 11 , 2007
Hvør hevur ábyrgdina av at halda og vaska wc úti á kurkjugarðinum á Follend??

Eg var har úti ein dagin síðsta summar, tá var so heilt ótrúliga skitið har úti, at eingin við síni fullu fimm, hevði sett seg har!! Tá vóru menn har úti og arbeiddu, so eg hugsaði, at tað kanska bara var tá; nógv regn, runa og váttligt, so skjótt var at dálka alt.

Men nú havi eg so aftur verið har úti, og har er akkurát líka heilt ótrúliga skitið!

Tað er stór skomm fyri okkum sum bygd, at bjóða fólkið sovorit, tí hatta wc, er ikki brúkandi sum tað sær út, eg vil siga at hatta er bæði frekt og svínskt! So um ikki annað, so fyri skomm skyld, fá vaskað har úti!
Ásannast má tíverri, at wc ikki hevur verið vaskað, sum tað annars skuldi havt verið. Men, avtalað verður helst gjørd í vikuni um reingerð av wc'inum. Ætlandi skal wc verða vaskað einaferð um vikuna - helst undan vikuskiftinum.

 

Salt.

Desember 11 , 2007
Er saltið uppi? Tað er lítið skil í í saltingini nú, hvat sjer?

Arðbeisdagar verur byrja at salta tá fólkið er fari frá húsum, og sunnu og halgidagar verur byrja kl. 6 00, tað skuldi tað verið hvønn dag, kl 6 00, og aftur kl. 17 00.

Er bilurin aftur brotin? Spara tit upp á salt?

Fyrr ella seini koma tit at engra tað, at tað ikki var salta betur, tí sum nú er, fer ein ólukkað at sje.



Annars gera tit tað gott.
Tíverri hevur verið alt ov sjáldan saltað í vetur - og kanska langt ífrá tí, men á byggifundi 4. desember varð álagt teimum, sum varða av, at taka hond um henda trupulleika.

 

saltið vegirnar í bygdini!

Desember 11 , 2007
í gjárkvøldið, uml. kl 21, komu vit aftur til húsar.Fekk skjótt varhugan av, at tað var sera hált, so vit koyrdu spakuliga.Tað gekk meðan vit vóru niðri í bygdini, men tá vit komu niðan eftir, var næstan ikki framkomandi fyri hálku. Tá vit, eftir at hava sett bilin, skuldu yvir um vegin fyri at sleppa til húsini, mátti maður mín úr skógvunum, um nakar møguleiki skuldi vera fyri at sleppa yvirum vegin!....SO hált var tað! Og tað líkist so púrasta ongum! Ikki bara tí tað er ringt bæði at ganga og koyra, men eisini tí man sera lættliga kann bróta seg sundur í sovornari hálku.

So eg vil staðiliga heita á tykkum um at vera raskari at salta.
Tíverri hevur verið alt ov sjáldan saltað í vetur - og kanska langt ífrá tí, men á byggifundi 4. desember varð álagt teimum, sum varða av, at taka hond um henda trupulleika.

 

ungdómshúsi

Desember 10 , 2007
nær verður navni til ungdómshúsi kunngjørt??
Tað verður helst einaferð í hesi vikuni - viku 50.

 

Almenn arbeiði 2

Desember 10 , 2007
Takk fyri svar 5.12

Hvør fekk ítróttarhøllina

at mála og fyri hvussu nógvar kr. ?

( tað er rætt at eg bleiv spurdur um at mála høllina, men valdi ikki at verða við, helt arbeið verða ov stórt fyri meg)



Verða arbeiði viðv. Sýsluskrivstovuni, christiansborg

og bygdarhúsinum boðin alment út, fekk ikki

svarð uppá hesi 5.12.

heilsan Steingrím.
Eitt tilboð kom inn uppá arbeiðið. Tað var frá Øssur Christiansen, málarameistara, og var uppá 186.000 kr uttan mvg.

Støða er enn ikki tikin um útbjóðing av hinum arbeiðunum.

 

ungdómshúsid ?

Desember 07 , 2007
sleppur 7fl at verda í ungdómshusinum um kvøldid ?
Hetta verður leiðarin at taka støðu til - lýst verður við hesum seinni.

 

Einki leyst starv

Desember 07 , 2007
Hvussu ber tað til at barnagarðarnir lýsa eftir starvsfólki tá tað stendur á heimasíðuni at einki leyst starv er í løtuni.
Vit hava tíverri ikki havt høvi til at leggja lýsingina út enn.

 

Fiskivinnuskúli

Desember 07 , 2007
Vita tit at bygging fer fram inni á Fjørð? Har byggja tey ein miðnámsskúla, ið Vestmanna átti at veri órtúliga stoltur av.....men her er bert at lesa um ravnar....
Sjálvandi eru vit errin og fegin um, at Fiskivinnuskúlin umsíðir kemur, men tað síggja væl øll. Annars hava vit biðið um tekningar at leggja út á heimasíðuna, men hesar hava vit tíverri ikki fingið enn.

 

Svar

Desember 07 , 2007
Nær kann man vænta svar uppá settar spurningar her á síðuni? Ella fer eitt úrval fram?
Tit mugu orsakað, men partvíst er tað tí, at spurningarnir av eini ella aðrari orsøk eru steðgaðir upp hjá heimasíðuveitaranum, og partvíst er tað tí, at umsitarin hjá kommununi hevur verið burturstaddur.

 

Almenn arbeiði

Desember 07 , 2007
Nær verða arbeiði við at mála ítrottarhøllina,

christiansborg og bygdarhúsið boðið út.

Verður arbeiðið við at umvæla og mála Gomlu sýsluskrivstovuna eisini boðið út, ella verður alt gjørt undihonds sum vanligt hevur verði higartil.

heilsan Steingrím.
Í samband við fíggjarætlina fyri 2008 ringdi leiðandi umsjónarmaðurin runt til málarameistarar og aðrar, sum fáast við at mála, og bað um tilboð uppá máling av ítróttarhøllini.
Eitt tilboð kom inn, og er tikið av hesum tilboði.

 

Jólatræ

Desember 07 , 2007
Nær verður jólatræið tendrað - ella fara tit ikki at hava jólatræ í ár?
Jólatræið verður tendrað leygardagin 8. desember kl. 16.00.

 

Hundalív....

Desember 07 , 2007
Er nakar hunda-fangarið her í bygdini?

Nú er tolið langt síðani uppi við tí eina hundinum. Hann er brúnur og hvítur. Gongur og hoppar á lás og skavar uppá hurðar nátt og dag... Hvat skal man gera fyri at hettar fær ein bráðan enda??

Um einki hendir verður byrsan lødd!



Takk fyri hesa frállíku síðu.

Sambært løgtingslóg nr. 82 frá 19. juni 1990 um hundar er tað løgreglan, sum hevur ábyrgdina av, at leysir hundar verða upptiknir - sí her niðanfyri grein 3 úr nevndu lóg.

 § 3. Ikki er loyvt at hava hund gangandi leysan á gøtu, vegi, breyt ella øki o.t., sum opin eru fyri vanligari ferðslu, uttan so at hann er havdur í bandi ella er við fólki, sum hevur fult ræði á honum. Hundur kann ikki sigast at hava ein leiðara, bert tí hann er undir eftirliti frá ánarans húsum ella vinnustaði. Verður hundur havdur í bandi, skal tað vera so stutt, at leiðarin hevur hann tætt inni at sær. Gongur hundur leysur uttan leiðara, sum hevur fult ræði á honum, tekur løgreglan hann upp og boðar tí frá, sum hundin eigur. Hevur hundurin ikki helsi og spjaldur, sum fyrisett í § 1, verður lýst eftir ánaranum. Hevur ánarin ikki innan 3 ferðir 24 tímar frá tí, boðað er frá, ella lýst er eftir, loyst hundin móti at rinda tey gjøld, sum staðist hava av upptøkuni, kann løgreglan avhenda ella avlíva hann. Avlop, um so skuldi verið, eigur hann, sum hevur hundin, um hann sigur frá innan 3 mánaðir og próvførir sín rætt og annars tann kommunan, har hundurin er upptikin. Landsstýrið kann fyriseta gjøllari reglur um avhending av upptiknum hundum.

Kommunan og løgreglan arbeiða tó við eini avtalu um, at kommunan vegna løgregluna skal taka upp leysar hundar, men henda avtala er enn ikki komin uppá pláss, og tí hevur løgreglan framvegis ábyrgdina.


 

Seyður

Desember 07 , 2007
Nú tit skriva um seyð, so vil eg hava at vita um Miðalsbrekka er vetrarfriða ?

Og so hin spurningin, nær verður endaliga vertrafriðing í øllum Vestmanna.

Kommunan hevur í samband við keyp av lendi til útstykkingina í Miðalsbrekku goldið fyri avtøku av vetrarbiti, men av tí, at tað er ógjørligt bert at friðað ávísar partar av bygdini, so er hetta ikki gjørt fyri Miðalsbrekku.
Arbeiðsbólkur arbeiðir við vetrarfriðing av bygdini, og fundir við hagastýrir og festarar hava verið jaligir. Enn mangla tó at fáa ávís økir ella snøklar uppá pláss.

 


 

Niðari vegur

Desember 07 , 2007
Hey.



Hava tit eitthvørt tøkt til okkum, sum vísir ætlanir við Niðara Vegi?
Einki ítøkiligt er enn - linjuføringarnar eru ikki samtyktar enn, men tað verður væntandi skjótt.

 

holur í vegnum

Desember 07 , 2007
Tað er nærum ikki koyrandi ímillum bilrøðirnar við Gjaarlon, tí vegurin er so holutur. Bilarnir standa báðu megin við, so fyri at sleppa niðan ella oman má koyrast ígjøgnum allar hesar irriterandi holurnar. Hví ikki bara fylla í tær ?
Spurningurin er borðin áfram til kommunala umsjónarmannin.