BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Fólkatal

Januar 31 , 2008
Her hava verið spurningar frammi um fólkatalið, sum eg dugi at síggja so minkar talið rímiliga skjótt. Eg haldi meg minnast at borgarstjórin hevur tosað um at bygdin veksur og vit mugu stykkja meira út. Er tað so? Eg haldi ikki tað fer at síggja gott út um øll húsini niðri í bygdini standa tóm og forfallin, meðan bygdin veksur uppi í Torvadali.

Fólkatalið hevur staðið nøkulunda í stað seinastu árini. Í 2000 búðu 1.233 íbúgvar í 2006 vóru vit 1.234 og í 2007 1.229. Orsøkin til minkingina frá 2006 til 2007 er m.a., at einans 12 børn eru fødd í 2007, tey vóru 17 í 2005 og 2006. 12 eru deyð í 2007, tað er sama tal sum í 2006.

Borgarstjórin hevur óivað rætt í, at tørvur er á bústaðartilboðum í Vestmanna, tí torført er at fáa leiguíbúð, og fá eldri hús verða seld. Tendensurin er her hin sami sum aðrastaðni, færri fólk búgva í hvørjum húsi, tí hevur ein lítil minking í fólkatali ikki við sær, at fleiri hús vera tøk.

 

Hol í vegnum

Januar 29 , 2008
Hevur kommunan nakra avtalu við nakað verkstað, so man fær bilin sporaðan aftur uppá kommununar rokning? Ella velur ein verkstaðið sjálvi, fyri síðan at senda rokningina til tykkum?



Vil eisini spyrja kommununa um, nær holini i vegunum í Vestmanna verða afturgjørd (ordiliga) ella um tey yvirhøvur verða afturgjørd?



Talið á holum og avskeringum í vegnum veksur bara og einki varandi verður gjørt, tað kann ikki vera meiningin at borgarin sjálvur skal rinda fyri sporing v.m.!











Vestmanna Kommuna rindar ikki rokning fyri sporing av bilum.

Holurnar í vegunum verða afturgjørdar skjótast gjørligt, men hesa ársins tíð kann verðrið forða nakað. Avskeringum í vegunum slepst ikki undan, og vanliga verður varandi asfaltring íkki gjørd grundað á avskeringar - ikki uttan so, at vegurin annars er í ringum standi.

 

Arkitekturin um Vestmanna

Januar 29 , 2008
Eg fari at bi­ðja kommunustýrislimir um at taka orðini hjá arkitektinum í útvarpinum til eftirtektar. Vælsignaðir verið góðir við tað sum er vakurt fyri eyga og varðveitið tað. Skaðin móti gamla skúla, pakkhúsini á Heyganesi og handilin hjá Suðuroya Hans stendur ikki til at broyta, men um vit fingu vakrar bygningar oman á fiskahúsið undir Hólmsbakka og krav vórðu sett til neystaeigarar um, at mála neystini svørt við hvítum vindeygum, hevði bygdin sæð vøkur út frá sjósíðuni.

Um krav varð sett til eigaran av buksunum hjá Obelix um at gera bygningin vakrari eri eg vísur í, at teir høvdu gjørt hetta, tí menninir eru jú skilafólk.
Verður lagt út til kunningar.

 

Fólkatalið

Januar 29 , 2008
Hasi 1229 eru tað fleiri ella færri enn sama dag í fjør?
Tann 1. januar 2007 vóru 1235 íbúgvar skrásettir í Vestmanna Kommunu.

 

Ljós á FIFA vøllinum

Januar 25 , 2008
Men hetta er ein áheitan á bygdarráðið um at hava ljósini tendraði til kl. 22.00.



Heilsan Hanus Christophersen

Fyrst ein rætting: tað er Mentunarnevndin, sum hevur samtykt, at ljósini skulu verða sløkt kl. 21.00.

Áheitanin um at hava ljósini tendrað til kl. 22.00 er latin Mentunarnevndini.


 

Vitjanir á heimasíðuni

Januar 25 , 2008
Niðanfyrinevndu tíðindi stóðu á heimasídu kommununar tíðliga á árinum í fjørð. Økjast vitjanirnar framvegis? Hava tit bøt um tænastuna?

Nógvan vitjanir á heimasíðuni.

Sum niðanfyri standandi yvirlit vísir, eru nógvar vitjanir á heimasíðuni hjá kommununi. Hetta eru vit sjálvandi fegin um, og vit vilja gera alt fyri at betra um tænastuna soleiðis, at talið á vitjandi heldur økist enn lækkar!

Yvirlit yvir vitjanir á heimasíðuni hjá Vestmanna Kommunu:
Samlaða yvirlitið
Jan 2008
Dec 2007
Nov 2007
Oct 2007
Sep 2007
Aug 2007
Jul 2007
Jun 2007


 

fólkatal

Januar 25 , 2008
Hvat var fólkatalið í Vestmanna 1. jan. 2008?
1229 íbúgvar vóru skrásettir í Vestmanna Kommunu tann 1. januar 2008.

 

Samstarvseind

Januar 24 , 2008
Undri meg yvir at 1 er ímóti at samstarva saman við Havnini, tí tað er hóast alt demokratiið í ræður, og eg vildi hildi at øll skuldu fylgt ynskinum hjá meirilutanum, hann er hóast alt at fáa eyga á.

Hesin 1, ið stemmar ímóti gongur jú ímóti meirilutanum.

Kann man spyrja um hvør hevur verði ímóti ??
Fundarfrásøgnin sæst undir "Fundir" í teiginum til høgru á heimasíðuni.

 

Útsjónd

Januar 24 , 2008
Hoyrdu tit arkitektin í útvarpinum? Hava tit nakrar ætlanir um at fara í gongd við at fríðka okkara deiligu bygd? Og eg meini fríðka frá einum enda av, ikki bara eitt hegn her, ein asfaltklatt der og okkurt blomstur, nei eg meini eina langtíðarfríðkingarætlan.
Nógvar ætlanir eru, nakrar eru tengdar at, at bygdin verður vetrarfriðað. Ætlanir eru eisini um at gera nýtt miðstaðarøki, har er ætlanin at skapa góðar og vakrar umstøður. Vit vísa eisini til Gjógvaráætlanina hjá Agendafelagnum, ein partur av ætlanini er at fríðka økið rundan um hylin niðanfyri kirkjuna.

 

Myndir

Januar 24 , 2008
Hvør hevur tikið hasar myndirnar tit hava ovast á forsíðuni?

Tær eru sera, sera vakrar.



Tit hava eina góða heimasíðu, sum er løtt at finna runt í.



Heilsan ein Vestmenningur í útlegd

Myndirnar hevur Jákup Durhuus, skrivari, tikið - við undantak av kvøldmyndini, sum Hilbert Elisson, hevur tikið.


 

Ljós á FIFA vøllinum

Januar 24 , 2008
Hey tit í kommununi.

Eg haldi at tit sløkkja ljósini ov tíðiliga á FIFA vøllinum kl 21.00.

Eg ætlaði at spyrja tykkum um tit ikki kunnu hava ljósini tendra til kl 22.00. ?



Heilsan Hanus Christophersen
Tað er bygdarráðið, sum hevur samtykt, at ljósið skal slokna kl. 21.00. Hetta er gjørt fyri at órógva íbúgvarnar í økinum sum minst.

 

Lán

Januar 23 , 2008
Hvussu stórt lán hevur Vestmanna Kommuna
Tann 31. desember 2007 hevði Vestmanna Kommuna 32.622.505,16 kr í láni.

 

Eftir valið

Januar 23 , 2008
Mær kunnugt var talan um vegleiðandi fólkaatkvøðu og tí skilji eg ikki, at man hevur sovornan skund, við at senda bræv til innlendismálaráði.



Vestmenningar sum plaga at geva sær góða stundir og hugsa seg væl um? Tað vendist ikki aftur.



Var á kunnandi fundinum uppi í aulini har møtt vóru umleið 200 fólk, stórur yvi var um hvørja samstarvseind best var at velja.Hvussu kunna so hini hava tikið støðu, sum ikki møttu upp.

Ongin kundi greiða frá fyrimunum og vansum og hvat var best fyri Vestmenningar.

Tað er gleðast um, at so stór undirtøka var fyri at leggja saman við Kvívík.

Fram kom á fundinum, at eindirnar helst skulu verða 2000 fólk, men at Vestmanna Kvívík kundi lata seg gera.

Hetta hevði givið Vestmenningum eina betri kenslu og ikki sum nú missa sín egna identitet.

Harmiligt at málið ikki fær neyðugu viðgerðina og at vegleiðandi fólkaatkvøðan bleiv endalig og ikki vegleiðandi sum sagt var.

Tað er so bert mín vón, at tit hugsa tykkum um, áðrenn endalig støða veður tikin. Hetta rakar jú okkum øll.





Fólkaatkvøðurnar vóru vegleiðandi, men bygdarráðið virðir fólksins vilja. Bygdarráðið samtykti við 6 atkvøðum fyri og 1 ímóti at velja Streymoy sum samstarvseind. Vit skilja ikki, hví vit skulu bíða; úrslitið var jú greitt. Vit boða sjálvsagt Innlendismálaráðnum frá avgerðini hjá meirilutanum í bygdarráðnum  beinanvegin. Eftir okkara tykki er ongin orsøk til at seinka málið, vit vilja jú hava møguleika at kanna samstarvs- og samanleggingarmøguleikar.

Mær dámar onki, at tú hevur so lítið álit á vestmenningum. 200 komu á kunnandi fund, hinir hava ikki hildið tað verið neyðugt við meiri kunning. Fyrimunir og vansar eru við øllum valum, tann einstaki má sjálvur meta um, hvat er best. Vit eiga at virða og góðtaka demokratiskar avgerðir, hóast vit eru ósamd.


 

samstarvseind.

Januar 22 , 2008
Eg vil inniliga heita á tykkum um at koma við meira kunning og fáa eina debatt áðrenn eitt so tíðandi stig verður tikið, sum at fara upp í Havnar kommunu. Eg haldi at nógvir vestmenningar vita ikki av, at nú kunnu vit vera noydd at leggja saman við Havnar kommunu, um vit vilja ella ikki. Fólkatalið í Havnar kommunu er 16-18.000, í Vestmanna

búgva 12-1300. Um farið verður í Havnar kommunu, hava vestmenningar ikki longur nakra ávirkan á, hvat hendur í bygdini. Hvat munnu vit fáa? Kanska eitt umboð í Tórshavnar kommunu? Vit missa kanska læknan, børnini skulu til Havnar í skula sum 12-14 ára gomul, russaravrak á vágni, tey gomlu til Havnar á ellisheim. Kanska nakað svartskygd, men fakta er at vit onga ávirkan koma at hava á hvat hendir í bygdini. Avgerðin kemur at liggja í Havnini.

Men góðu tit, fá eina debat í lag(ein fundur er ikki nokk), og lat okkum øll umhugsa okkum væl, og atkvøða umaftur

um samstarvseind, tá øll vita hvat tey gera.



Vit hava onga ætlan um at gera nýggja vegleiðandi fólkaatkvøðu, tí úrslitið gjørdist sera greitt; 60,1% (481 vestmenningar) valdu Streymoynna sum samstarvseind. Bygdarráðið fer sjálvsagt at góðtaka fólksins vilja.

 

Bygdarráðið fer nú at umhugsa støðuna og at kanna, hvørjir samstarvs- ella samanleggingarmøguleikar eru. Vit fara ikki at leggja saman við Havnini uttan at spyrja vestmenningar við eini nýggjari vegleiðandi fólkaatkvøðu.

 

samanlegging

Januar 21 , 2008
eg var á væli og valdi at Vestmanna og Kvívík leggja saman í eina kommunu.

men eg skilji ikki at so nógv fólk hava valt Havnina sum samstarvsøki.tí tá vit koma uppí havnina hava vit vestminningar onga sum helst ávirkan hvat skal henda her í bygdini meira. (stutt sagt avhøvda økkum sjálvi)

við at velja Vága øki kunnu vit fáa ávirkan, allar kommuninar eru líka stórar.

Valið var demokratiskt, og meirilutin var greiður.

 

Bert ein lítil viðmerking, vestmenningar valdu ikki Havnina sum samstarvseind, men Streymoynna. Valið hevur við sær, at 1, 2 ella 3 kommunur kunnu vera í eindini.

 

Inniogn í peningastovnum

Januar 16 , 2008


Í sambandi við, at hallið á fíggjarætlanini verður fíggjað við inniogn í peningastovni, er mín spurningur:



Hvussu stór er samlaða inniognin hjá Vestmanna kommunu í peningastovnum ??

Inniognin í peningastovni er pr. 16.01.’08 kr 4.196.447,51. Skatturin fyri des. ’07 er ikki komin á bókina enn, hann er kr 3.020.620,59. Vit eiga í MVG afturgjalding kr 798.916,91. Bert ein partur av patrafelagsskattinum fyri 2007 er goldin okkum, har íresta kr 909.639,80.


 

Grindaboð!

Januar 16 , 2008
Nú tað verður tosað um grindaformenn og grindaforkvinnur á heimasíðuni kundi eg hugsa mær at fingið at vita:

Hvørjir eru grindaformenn í Vestmanna?

Hvussi og hvør velur grindaformenn?

Hvønn skal ein venda sær til um ein ynskir at stilla upp

til grindaformansval?

Eru grindaformennirnir áramálsettir?



Takk fyri

Hesir eru grindaformenn í Vestmanna:
Finnbogi Joensen, Jóni Durhuus, Jóhannus Haldansen og Faber Isaksen. Eykamenn eru: Eyðun Joensen og Jóan Hendrik Isaksen.
Grindaformenninir verða valdir sambært niðanfyri standandi grein í kunngerð nr. 46 frá 08.04.1998 um grind:

 § 4. Til hvørja hvalvág verða 4 mans uppnevndir til grindaformenn og 2 tiltaksmenn umframt.
   Stk. 2. Hesir menn stíla fyri grindini, um sýslumaðurin ikki er til staðar, og skulu teir gjølliga útinna alt, sum er álagt sýslumanninum/teimum í kunngerðini.
   Stk. 3. Sýslumaðurin uppnevnir grindaformenninar eftir ummæli frá bygdaráðnum (býráðnum) fyri 5 ár. Um semja er millum grindamenn á staðnum, er loyvt at halda fram at velja grindaformenn, sum vanligt hevur verið, og sýslumaðurin uppnevnir síðan hesar. Sýslumaðurin hevur harumframt heimild til at boðsenda ella bráðfeingis seta aðrar grindaformenn, um hann heldur tað vera neyðugt. Sýslumaðurin kann eisini avgera, at uppnevndir grindaformenn skulu vera grindaformenn fyri fyribilsgóðkenda hvalvág.
   Stk. 4. Eingin undir 60 ár kann sýta fyri at verða grindaformaður.

Kunngerðin sæst í heilum líki á www.logir.fo og við at skriva grind í leititeigin.

Omanfyri nevnda grein er tann einasta, sum umtalar val av grindaformonnum. Um ein ynskir at gerast grindaformaður, skal ein venda sær til kommununa ella til sýslumannin.
Vestmanna Kommuna samtykti á fundi 18. des. 2007 at viðmæla somu grindaformenn fyri hvalvágna í Vestmanna, og hetta varð gjørt eftir at viðkomandi vóru spurdir - eins og gjørt hevur verið frammanundan.

Vísandi til omanfyri nevndu grein 4 í kunngerðini um grind, verða grindaformenninir valdir fyri 5 ár.


 

Kvinnuligir grindaformenn

Januar 16 , 2008
Ja, eg haldi tað vera sera spennandi við kvinnuligum grindaformonnum og yvist ikki í at vit kvinnur kunnu læra uppgávuna skjótt og væl.



Tað verður spennandi til komandi grindaformansval.
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Bátapláss

Januar 16 , 2008
Hvussu nógv kostar tað, at hava ein bát liggjandi í einum bátaplássi, inni í bátahylinum, um ári?

Brot úr reglugerðini fyri bátahylin í Vestmanna:

Tann árliga leigan er í løtuni:

1.000 kr árliga fyri bátapláss upp til 2,00 m breidd.

1.500 kr árliga fyri bátapláss upp til 2,50 m breidd.

2.000 kr árliga fyri bátapláss upp til 3,30 m breidd.

Fyri hvørjar 10 cm, breiddin er omanfyri 3,30 m, verða goldnar 100 kr.

 

sethús við havnarøki

Januar 15 , 2008
Hevur VK keypt ella er í samráðingum við eigarar

av sethúsunum oman á havnarøki ( Jens. p.Rein , Dalla og Jógvan.) fyri at ogna sær lendi vm.

heilsan

Steingrím.
Nei, Vestmanna Kommuna hevur hvørki keypt ella er í samráðingum við nevndu persónar um at keypa ognir teirra.

 

Skattalistin

Januar 15 , 2008
Hví liggur skattalistin ikki á heimasíðuni, tá hann allíkavæl er almennur ?

Eg meini so við - so sleppur man undan at ganga gjøgnum brøttu trappurnar á kommunuskrivstovuni.
Hetta kann lætt gerast, og vit fara at seta okkum í samband við Toll- og Skatt um at fáa listan teldutøkan.

 

salting

Januar 15 , 2008
Tá tað er hált á vegnum, er tað eisini hált í garðinum...

Fólk bera 1/2 ára gomul børn í føvninginum, og tað kemur fyri at tey glíða í glerinum.

Eisini starvsfólk og tey størru børnini hava ampa av hesum.

Eg haldi, at tað skuldi verið ein sjálvfylgja at tað varð saltað, áðrenn børnini byrja at møta um morgunin

Starvsfólkini eru tey fyrstu, sum møta, og tey fáa skjótt sent boð víðari, um neyðugt er at salta.
Vegirnir skulu saltast fyrst, bæði fyri at fólk í akfari kann koma til stovnarnar við børnum sínum, áðrenn tey fara til arbeiðis, og eisini fyri at onnur fólk skulu kunnu sleppa til arbeiðis - bæði her í bygdini og avbygdini.


 

salting

Januar 14 , 2008
Hví verður so sjáldan saltað uttanfyri Gjáarlon (inni í garðinum) ?

hvør hevur ábyrgdina av saltingini uttanfyri barnagarðarnar... ?



Tað verður saltað, tá leiðslan á stovninum biður um tað, og tað er kommunan sum hevur ábyrgdina.

 

Kvinnuligir grindaformenn

Januar 10 , 2008
Havi við stórum áhuga lisið á heimasíðuni hjá Vestmanna Kommunu, at bygdaráðið á fundi 18. desember 2007 einmælt hevur samtykt, at hugsast skal um javnstøðu, tá grindaformenn verða valdir í framtíðini. Í tí sambandi kundi eg hugsa mær at fingið at vita, hvørjar førleikar/persónligar eginleikar kvinnuligir grindaformenn skulu hava.

Kvinnuligir grindaformenn (grindaforkvinnur) skulu sjálvandi hava somu førleikar/persónligu eginleikar sum teir mannligu.

Í kunngerð nr. 46 frá 8. apríl 1998 um grind stendur hetta um grindaformenn:

  § 4. Til hvørja hvalvág verða 4 mans uppnevndir til grindaformenn og 2 tiltaksmenn umframt.
   Stk. 2. Hesir menn stíla fyri grindini, um sýslumaðurin ikki er til staðar, og skulu teir gjølliga útinna alt, sum er álagt sýslumanninum/teimum í kunngerðini.
   Stk. 3. Sýslumaðurin uppnevnir grindaformenninar eftir ummæli frá bygdaráðnum (býráðnum) fyri 5 ár. Um semja er millum grindamenn á staðnum, er loyvt at halda fram at velja grindaformenn, sum vanligt hevur verið, og sýslumaðurin uppnevnir síðan hesar. Sýslumaðurin hevur harumframt heimild til at boðsenda ella bráðfeingis seta aðrar grindaformenn, um hann heldur tað vera neyðugt. Sýslumaðurin kann eisini avgera, at uppnevndir grindaformenn skulu vera grindaformenn fyri fyribilsgóðkenda hvalvág.
   Stk. 4. Eingin undir 60 ár kann sýta fyri at verða grindaformaður.

Kunngerðin sæst í fullum líki undir www.logir.fo og við at skriva grind í leititeigin.


 

Kommunusamanlegging

Januar 10 , 2008
Nú er so nógv skrivad um fólkkaatkvøduna, id verda skal. Veit ikki um eg havi skilt málid rætt, men so sum eg havi skilt, so er talan um, at kommunustýrtid bidur um eina ábending frá okkum vestmenningum um, hvønn part av landinum, vit kundu hugsa okkum at hoyra til/ arbeida saman vid frameftir, og út frá tí samrádast vid vidkomandi partar. Eftir tad, nýggja atkvødugreidslum, har støda skal takast til endaliga kommunusamanlegging ella ikki. Vit kunnu jú verda sjálvstødug kommuna, saman vid Kvívík, men skulu so samstarva vid adra eind/kommunu. Tad er jú eingin meining í at fara at samrádast vid t.d. Tórshavnar Kommunu, um eitt nú bert 10 % av fólkinum ynskir tann samstarvspartnarin, medan kanska ávíkavist 40% og 50% av fólkinum ynskir hinar loysnirnar - er hetta ikki so ? - Altso, at kommunustýrid ynskir eina ábending frá okkum um, hvønn veg vit kundu hugsa okkum at fari ?

Haldi, at flestu vestmenningar kenna so mikid til nærumhvørvid og hvat hvør parturin stratregist hevur at siga fyri okkum, at vit vita, hvat hvør kann bjoda okkum. Stóri spurningurin er kanska, hvat kunnu vit bjóda - tad er jú vit, sum skulu uppí onkrastadni og ikki umvent.

Tú hevur skilt málið rætt – sí eisini svarið frammanfyri/niðanfyri.

 


 

Fólkaakvøðan

Januar 10 , 2008
Í kunningarskrivinum ið sent varð út til hvørt húskið í bygdini stendur, í tríða brotið, at Vegleiðandi atkvøðan snýr seg um samstarvseind og ikki kommunusamanlegging; og víðari seinni, at Valda samstarvseindin avmarkar tó møguleikarnar at leggja saman.

Hvat meinast hetta við? Eg síggji ikki nakað vegleiðandi í tí. Er møguleiki fyri at bygdafólkið velur td. Vágar, og bygdaráði velur td. Tórshavn.

Og eitt avtrat. Vegleiðandi, meinast tað við at vit skulu til eina fólkaatkvøðu aftur seinni, tá ið eventuellur sáttmáli ella avtala við ávísa kommunu er gjørd?



Vinarliga Jónsvein á Rógvu

Fólkaatkvøðurnar eru vegleiðandi, tí bygdarráðið er ikki bundið av teimum. Bygdarráðið hevur heimild til sjálvt at taka avgerðina uttan vegleiðandi fólkaatkvøðu, somuleiðis kann bygdarráðið skúgva eitt úrslit av eini vegleiðandi fólkaatkvøðu til síðis. Ongin vandi er tó fyri, at bygdarráðið ikki virðir úrslitið av fólkaatkvøðuni um samstarvseind.

Tað er rætt, at vit kunnu vænta eina nýggja vegleiðandi fólkaatkvøðu um samanlegging, um kommunur semjast um samanleggingaravtalu. Henda fólkaatkvøða kann jú ikki vera enn, tí samráðingar mugu vera um innihaldið í eini slíkari avtalu; vit mugu vita, hvørjar treytir, avmarkingar, staðsetingar o.a. er í avtaluni.

Minstukrøv til eina samanleggingaravtalu eru:

 § 4. Áðrenn avtalur um kommunusamanleggingar verða góðkendar av landsstýrismanninum sambært § 5, skal semja í minsta lagi vera um:

1)

kommununavnið, har heitið "kommuna" skal vera ein partur av navninum,

2)

staðseting um, hvar og hvussu kommunustýrið finnur sær sæti,

3)

 

 

mannagongd um samanlegging av fyrisiting,

4)

 

 

uppgerð av ognar- og fíggjarviðurskiftum,

5)

tíðarfesting um, nær samanleggingin skal vera fullførd, og

 

 

6)

 

 

um staðbundnar nevndir skulu verða settar.

 

 


 

Posthúsgøtan

Januar 08 , 2008
Hví er gøtuljósið í posthúsgøtuni ongantíð tendra?
Ljósið er farið - umsjónarmaðurin hevur fingið boð um hetta. Tá tað í næstum verður farið undir at skifta gøtuljósini, verður hetta eisini skift.

 

Ungdómshúsið

Januar 08 , 2008
nær sleppa tey smáu í ungdómshúsið ???



Eingin støða er tikin til hetta enn.

 

Fólkaatkvøða

Januar 07 , 2008
Eg meini eisini at tað er heilt burturvið, um vit borgarar ikki kunnu fáa eitt sindur av kunning, um fyrimunir og vansar við samanleggingina við tær tríggjar samstarvseindirnar. Um vit ikki fáa tað, hvat skulu vit so velja til? Onkra kunning og ja, onkur val-lyfti mugu vit fáa frá Tórshavnar - , Sunda - og Vága kommunu. So vit hava okkurt at halda okkum til.



Tilflytari

Okkara uppgáva er at kunna um vegleiðandi fólkaatkvøðuna um samstarvseindir. Tann kunningin er einføld, vit skulu velja millum 3 møguleikar.

 

Vit hava ongan møguleika at kunna um, hvat hendir eftir fólkaatkvøðuna, tí tá eru fleiri partar um at taka avgerðirnar – ein møguleiki er, at onki hendir, tí ongin krevur kommunusamanleggingar. Mest sannlíkt er tó, at bygdarráðið setir seg í samband við kommunurnar í valdu samstarvseindini fyri at kanna, um møguleikar eru fyri samanlegging. Um samanleggingarmøguleikar eru, so verður samstarvsavtala gjørd, og vegleiðandi fólkaatkvøða verður so um hana.

 

Vit síggja onga orsøk til at seinka fólkaatkvøðuni, tí kunningin verður ikki einfaldari, og vit fáa ikki hildið fram, fyrr enn samstarvseindin er vald. Ein seinking hevði havt við sær, at sitandi bygarráð ikki fekk møguleika at fyrireika eina møguliga kommunusamanlegging.


 

Fólkaatkvøða

Januar 07 , 2008
Í hesum teiginum havi eg fleiri ferðir róst tykkum í bygdarráðnum fyri tykkara frálíka arbeiði, men í málinum um kommunusamalegging, hava tit eftir míni meting ikki gjørt arbeiðið til lítar. Málið er alt ov illa lýst. Vit vita jú ikki, hvat vit kunnu vænta okkum eftir fólkaatkvøðuna. Alt ov lítið kjak hevur eisini verið um hetta stóra málið. Vit vestmenningar eru ikki júst kendir fyri at loypa framav, so er tað neyðugt, at vit longu nú, í byrjanini av 2008 taka støðu til samstarvsøki, tá ið kravið er, at vit bara skulu taka støðu ádrenn oktober 2009? Hvat við at bíða til í heyst, tí tá vita vit eisini betri, hvussu leikur fer vesturi í Vágum. Tað er sjálvandi rættiliga seint at avlýsa atkvøðugreiðsluna nú, so stutt ádrenn hon skal haldast, men við hvørt verður ein noyddur at býta í grasið. Teir stórstu politikanir verða ofta teir, ið tora at viðganga sínar feilir.

Okkara uppgáva er at kunna um vegleiðandi fólkaatkvøðuna um samstarvseindir. Tann kunningin er einføld, vit skulu velja millum 3 møguleikar.

 

Vit hava ongan møguleika at kunna um, hvat hendir eftir fólkaatkvøðuna, tí tá eru fleiri partar um at taka avgerðirnar – ein møguleiki er, at onki hendir, tí ongin krevur kommunusamanleggingar. Mest sannlíkt er tó, at bygdarráðið setir seg í samband við kommunurnar í valdu samstarvseindini fyri at kanna, um møguleikar eru fyri samanlegging. Um samanleggingarmøguleikar eru, so verður samstarvsavtala gjørd, og vegleiðandi fólkaatkvøða verður so um hana.

 

Vit síggja onga orsøk til at seinka fólkaatkvøðuni, tí kunningin verður ikki einfaldari, og vit fáa ikki hildið fram, fyrr enn samstarvseindin er vald. Ein seinking hevði havt við sær, at sitandi bygarráð ikki fekk møguleika at fyrireika eina møguliga kommunusamanlegging.


 

Fólkaatkvøðan

Januar 07 , 2008
Er tað ikki ein av tykkara uppgávum sum bygdarráðslimum at syirgja fyri, at spurningurin um kommunueindir verður so væl lýstur sum møguligt, áðrenn hann verður lagdur út til fólkaatkvøðu? Tað at tit persónliga hava eina ávísa hugsan í málinum frítekur tykkum væl saktans ikki frá hesi uppgávu, ella hvussu? Meina tit verðuliga, at hetta málið er búgvið til støðutakan?

Okkara uppgáva er at kunna um vegleiðandi fólkaatkvøðuna um samstarvseindir. Tann kunningin er einføld, vit skulu velja millum 3 møguleikar.

 

Vit hava ongan møguleika at kunna um, hvat hendir eftir fólkaatkvøðuna, tí tá eru fleiri partar um at taka avgerðirnar – ein møguleiki er, at onki hendir, tí ongin krevur kommunusamanleggingar. Mest sannlíkt er tó, at bygdarráðið setir seg í samband við kommunurnar í valdu samstarvseindini fyri at kanna, um møguleikar eru fyri samanlegging. Um samanleggingarmøguleikar eru, so verður samstarvsavtala gjørd, og vegleiðandi fólkaatkvøða verður so um hana.

 

Vit síggja onga orsøk til at seinka fólkaatkvøðuni, tí kunningin verður ikki einfaldari, og vit fáa ikki hildið fram, fyrr enn samstarvseindin er vald. Ein seinking hevði havt við sær, at sitandi bygarráð ikki fekk møguleika at fyrireika eina møguliga kommunusamanlegging.


 

Fólkaatkvøðan

Januar 07 , 2008
Nú tað er vorið okkum vestmenningum greitt, at tit í bygdarráðnum eru so ósamd, at tað ikki ber tykkum til at koma við meira kunning til okkum borgarar v.v fólkaatkvøðuni, fari eg at heita á tykkum um at skipa so fyri, at umboð fyri tær tríggjar samstarvseindirnar - t.d Heðin Mortensen fyri Tórshavnar Kommunu, Heðin Zachariasen fyri Sunda Kommunu og formaðurin fyri Felagskommununa í Vágum - koma at taka lut á borgarafundinum, sum tit - vónandi skjótt - fara at skipafyri.



Kunnu tit ikki lýsa hetta málið fragari, enn tit hava gjørt higartil, so vænti eg, at tit fáa eina bumbu at bresta í tykkara egna føvningi, tí tá verða tað mong, sum ikki koma at atkvøða, og nógvar atkvøður verða blankar. Eitt skíkt úrslit fara tit ikki at kunna brúka til nakað, og tá kemur Vestmanna Kommuna at standa í eini upp aftur truplari støðu, enn tit gera í dag.



Tit hava enn møguleikan at útseta fólkaatkvøðuna!!

Ósemjan millum okkum er ikki øðrvísi enn ósemjan millum aðrar vestmenningar. Kunningin er ikki ávirkað av hesum; hóast vit øll í bygdarráðnum vóru samd, so hevði tað verið ósakligt, um vit bert kunnaðu um og mæltu til ta samstarvseind, sum vit fóru at velja.

 

Vit halda, at kunningin hevur verið greið, tí har er ikki nógv at kunna um. Lógin um sjálvbodna kommunusamanlegging krevur heilt einfalt, at vit velja samstarvseind. Trupulleikin hjá tær tykist at vera, at tú krevur, at kommunan skal siga tær, hvat val er best – tað kunnu vit ikki, tí fyrimunir og vansar eru við øllum valum. Og sum nevnt fyrr, so ber ikki til at fara undir veruligar samráðingar við grannar, fyrr enn vit hava valt samstarvseind.

 

Borgarstjórar og bý-/bygdarráðslimir í grannakommunum hava hvørki førleika ella heimild at kunna okkum betur, tey kunnu kanska lova okkurt afturfyri at velja teirra eind, men tað verður ongantíð annað enn lyfti, sum eitthvørt bý- ella bygdarráð kann kolldøma.

 

Vit vænta ikki, at nøkur bumba brestur. Okkara fatan er, at vestmenningar eru greiðir um, at talan er um eitt torført val, og orsøkin til tað torføra valið er ikki vantandi kunning. Vit vænta framvegis stóra valluttøku.

 

Fólkaatkvøðan verður sum ætlað, kunnað verður um kunnandi fundin fyrsta dagin.

 

Fólkaatkvøðan

Januar 07 , 2008
Eg haldi at tit misskilja spurningin viðv. fólkaatkvøðuni um kommunusamanlegging/samstarvseind. Vit vita væl, at tað eru tríggir valmøguleikar.



Tað sum tørvur er á, er td. lýsing av fyrimunum og vansum við hvørjum valmøguleika. Hetta meti eg er neyðugt, um ein skal hava nakað grundarlag fyri at velja framtíðar samstarvsøki. Tað er ikki líkamikið fyri framtíðina, hvat øki verður valt.



Tað er tí neyðugt, at kunnað verður um hetta áðrenn fólkaatkvøðuna. Annars kann væntast, at feiri blankar atkvøður verða, og tað er óheppi.

Bygdarráðið er ikki ført fyri at geva tær ta kunningina, sum tú vilt hava. Bygdarráðslimir eru ikki samdir um, hvørja samstarvseind, vit skulu velja. Tað eru fyrimunir og vansar við øllum samstarvseindunum; valið er í stóran mun tengt at, hvat tann einstaki raðfestir hægst. Valið er ymiskt, um ein leggur dent á ávirkan, nærdemokrati, framtíðar kommunubygnað, kommunustødd ella løtuvinning. Tað ber ikki til at kunna objektivt um, hvat val er rættast.

Vit hava tosað við kommunur í øllum samstarvseindum, allastaðni er ávísur áhugi í størri eindum, men ongin vil fara undir beinleiðis samráðingar um samanlegging, fyrr enn vit hava valt samstarvseind.

Valið er ikki lætt, hvørki hjá bygdarráðslimum ella øðrum vestmenningum. Tú kundi sett teg í samband við bygdarráðslimir beinleiðis og spurt teir, hvørja eind teir ætla at velja, og biðið teir grundgivið sína hugsan. Annar møguleiki er at spyrja løgtingslimir, landsstýrisfólk ella onnur skilafólk, hvørja hugsan tey hava.

Tú noyðist sjálv/-ur at taka støðu til eitt torført val; ein blonk atkvøða er eisini eitt val, men tá velur tú at lata onnur velja fyri teg.


 

Vatn og vatn

Januar 07 , 2008
Eg haldi at tyt åttu at koyrt alt hata vatni vekk sum rennur á vegnum í midalsbrekku. Fra gøtuni hja helga og sigurdley og omaneftir rennur vatn á vegnum , hví kann man ikki fåa hetta vekk út til kantin heilt har uppi hjá sigurdley. vatni rennur allastaðni á vegnum heilt oman tyl palla lamhauge.

Er ein atlan um alt vatni sum rennur á øllum vegum í vestmanna, tí tað rennur heilt nógv vatn alla møguligastess.
Vit arbeiða framhaldandi við hesum trupulleika, men vit fáa lítið og einki gjørt við burturbeining av vatni av vegunum uttan í samband við asfaltering - tvs. um vatnið samlast á sjálvum vegnum. Um vatnið rennur av lendi inn á vegin, verður roynt av savnað tað, áðrenn tað kemur út á sjálvan vegin.

 

Flatabø

Januar 07 , 2008
Kunnu ljósini á Flatabø ikki verða longri tendra?

Um meint verður við ljósini á sparkivøllinum, so er tað ein bygdarráðssamtykt sum ástur, at ljósini skulu slokna kl. 21.00.
Um meint verður við gøtuljósini so er tað fotocella, sum stýrir tendring og sløkking - møguliga kann henda innstillast ella snarast soleiðis, at hon vendur frá morgunljósinum.


 

Flatabø

Januar 04 , 2008
Hví sløknar ljósi á flatabø so tílja??

Gøtuljósini slokna við ljósstýring (fotocellu), tvs., at ljósini slokna, tá dagsljósið hevur fingið eina ávísa ljósstyrki.
Um meint verður við ljósini á sparkivøllinum, so eru hesi stýrd við klokku, og tey eru stillaði til at slokna kl. 21.00.


 

Posthúsgøtan

Januar 04 , 2008
Er posthúsgøtan liðug hampa? Har sær ikki pent út. Nakrir klattar av asfalti ella onkrun líknandi er blaka í gøtuna

Hesir klattar, tú kallar tað, eru oljugrús, sum er lagt fyri at royna at javna kantin í niðara borði.
Fyribils er arbeiðið liðugt.


 

navnið?

Januar 04 , 2008
Nær verður navnið hjá ungdómshúsinum kunngjørt? :D :*

Sum skilst, verður tað í seinasta lagi á bygdarráðsfundinum 22. januar.

 

Ovara Fossábrúgv

Januar 04 , 2008
Er tað rætt ,at kommunan ætlar at taka ovaru brúnna um Fossá burtur, fyri at seta eina størri á sama stað??
Nei, tað er ikki ætlanin.
Hugsað hevur verið um at gera nýggja brúgv niðanfyri verandi - hetta er eisini í samsvar við bygdarskipanina - men hetta er ikki eitt arbeiði, sum er í raðfesting yvir arbeiðir í ár.

 

Viðm. 2 til Einki leyst starv í løtuni

Januar 04 , 2008
Okey, takk fyri svarið. Eg haldi meg hava hugt, men einki sæð :( Kunnu tit siga mær nær freistin var úti at søkja?
Freistin at søkja var 14. desember 2007, kl. 12.00.