BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 26.09.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

web

Februar 29 , 2008
hví stendur cameradi nidur á 3 bussar , heldur enn at vísa penu vestmanna . stilli hatta cam pleeees
Ætlanin er fyrsta dagin at flyta tólið á pelan omanfyri havnarskrivstovuna - tað er tí vit ikki hava stillað tað uppaftur, eftir at tað fór út av lagi í illveðrinum herfyri.

 

Kirkjan

Februar 28 , 2008
Er tað sætt at kirkjan skal rývast niður.?
Tað kenna vit einki til.

 

Ùtibarnagarðurin

Februar 26 , 2008
Havið fingið at vita at grót dettur oman uppiyvir barnagarðinum og at starvsfólkið hevur gjørt komununa varða við trupuleikan, men einki hendur, hvussu leingi ætlar komunan at standa til ? og kann man framhaldandi føla seg tryggan sum foreldur, at lata børnini fara í barnagarð uttan at skula hugsa um børnini fáa grót á seg meðan tey spæla uttanfyri. Fekk eisini at vita, at børnini ikki sleppa at spæla á spæliplássinum, tí har er so vandamikið hjá børninum at spæla, ætlar komunan at gera nakað við tað ? um ikki so haldi eg at kommunan skal læsa tað av, tí har koma eisini onnur børn.

Foreldur hjá barnið í útibarnagarðinum.
Vestmanna Kommuna er vitandi um trupulleikan við Látipípuna. Arbeiðið er sett á arbeiðsskránna, og ætlanin er at fara í gongd skjótast gjørligt.

 

Gjáarlon

Februar 26 , 2008
Tað er annað enn leyst grót sum er trupulleikin í Gjáarlon :-(



Parkeringsviðurskiftini eru framvegis ikki skipaði. Har eingin skelting av nøkrum slag.



Eingin bilverja er yvir spæliplássinum, so har kunnu eisini enda bilar niðri í spæliplássinum.



Eingin girðing er við vegnum oman til inngongdina. Har er sera bratt, so ikki er tespiligt um onkur fer omanav, tí har er mangan er nógvur vindur og hálka.



Soo... har er annað sum manglar enn at fríðka um økið.



Við undran



Evelyn Gaard, foreldur

Kommunan fer í næstum at asfaltera vegin niðan við Gjáarlon, og tá verður æltandi asfaltera soleiðis, at tað verður betur og lættari at parkera uttanfyri vegbreytina í báðum síðum.

Bilverja omanfyri stovnin og girðing fram við inngongdini eru sett á arbeiðsskránna hjá kommununi. Ætlanin er at fara undir girðingina í næstum. Arbeiðið við at seta upp autoverju er ætlanin at samskipa við arbeiðið á Fjalsvegi - væntandi verður hetta gjørt einaferð í vár ella tíðliga í summar.


 

Langtíðarætlan

Februar 26 , 2008
Tit siga at fleiri av ætlanunum verða liðugar fyri 2010.Ógvuliga stutt skotbrá. Har eru nógvar og dýrar. Hvussu verða tær fíggjaðar?

Rakstrarúrslitið í 2007 hjá Vestmanna kommunu var 23.015.701 kr, skattur o.a. var 35.386.722 kr, t.v.s. at 12.371.021 kr vóru til íløgur og rentur. Væntast kann, at uphæddin til íløgur ikki verður lægri komandi árini. Inniognin hjá kommununi í peningastovnum og MVG til góðar er pr. 26.02.’08 uml. 3,6 mill. kr. Her má havast í huga, at lønir og annað er goldið fyri februar.

 

Skuldin hjá okkum er nakað niðan fyri álíkningina, tí ber til at læna út við 10 milliónir. 

 

Møguleiki er eisini at samstarva við onnur um onkra av verkætlanunum.

 

 

Legg eisini til merkis, at vit svaraðu: “Fleiri av hesum íløgum verða fyrireikaðar í løtuni, tær gerast væntandi veruleiki fyri 2010.” Nakrar av teimum dýrastu – m.a. havnarútbyggingin og útbygging av skúlanum – verða ikki veruleiki fyri 2010; men ávíst fyrireikingararbeiði kann vera gjørt.

 

Vit halda tí fast við, at fleiri av verkætlanunum kunnu gerast veruleiki fyri árslok 2010.


 

grótið

Februar 26 , 2008
leysa grótið er ikki tikið burtur, har hongur ein klettur eftir, sum er klárur at rapa. Eg dugi at síggja tað uttan at vera serkøn á økinum.

Hava tit stilla eina gravmaskinu har, fyri at gera foreldurini nøgd.

Eg síggji einki broytt, síðani klettarnir rapaðu.( Eg avleveri og avheinti barn mítt hvønn dag)

Hví ar sperra av, um tað bert manglar, at fríðka um økið. Tað sær ikki út til at vera nakað trygt.





Tú mást orsaka okkum, at vit ikki hava borið røtt tíðindi. Okkum kunnungt skuldi leysa grótið verið ruddað mikudagin. Nú frætta vit, at størri fyrireiking kravdist – m.a. tí nógv regn og vátakavi hevur verið. Harumframt skal takið á skúrinum tryggjast betur.

 

Arbeiðið við at rudda leysa grótið burtur byrjar eftir ætlan í dag.

 

Umberið okkum enn einaferð.


 

Hvat við trygdini hjá okkara børnum, sum ganga í Gjáarlon ??

Februar 22 , 2008
Nær ? eg spyrji enn einaferð nær ætla tit at loysa trupulleikan við trygdarviðurskiftunum í Gjáarlon???.



Um tit ikki eftir ein so alvorligan tilburð, sum í gjár har stórir klettar lógu niðri í sandkassanum hjá børnunum fáa loyst trupulleikan her og nú, verða vit sum foreldur noydd, at fara til hægri mynduleikar. Tit hava havt yvir trý ár um hetta mál.



Eg kann sum foreldur als ikki góðataka, at tit fara so lætt um so týðandi viðurskifti. Eg eri vitandi um, at tit hava fingið fleiri áheitanir um viðurskiftini bæði frá foreldraráðum, starvsfólkum og foreldrum.



So góðu tit bíði ikki eftir fleiri ávaringum, tað er heldur ikki vist tit fáa fleiri. Loysi trupulleikan NÚ áðrenn alt ov seint er. Tað gekk hesuferð, men vit vita ikki hvussu verður næstu ferð. Svar ynskist um nær tað verður gjørt.



Vinarliga



Evelyn Gaard, foreldur

Leysa grótið er tikið burtur, tí skuldi trupulleikin verið loystur. Enn er tó eftir at fríðka um økið. Onnur arbeiði eru tó eftir at gera í sambandi við virksemið í Gjáarlon, her verður m.a. hugsað um parkering og ferðslutrygd.


 

Langtíðar raðfesting/ætlan

Februar 22 , 2008
Hevur Bygdarráðið gjørt eina langtíðar raðfesting/ætlan fyri Vestmanna Kommunu. Um ja, hvussu sær henda út?

Vit hava ikki eina ítøkiliga langtíðarætlan. Nevndirnar hava tó hvør í sínum lagi ynskir til neyðugar íløgur. Út frá hesum ynskjum verður íløguætlan gjørd. Íløgur, sum eru nevndar, eru m.a.: Niðari vegur, røktarheim, vetrarfriðing, miðstaðarøki, betraðar hølisumstøður í skúlanum, útstykking, læknamiðstøð, útbygging av havnarlagi, víðkan av kirkjugarði.

 

Fleiri av hesum íløgum verða fyrireikaðar í løtuni, tær gerast væntandi veruleiki fyri 2010.

 


 

Sólsellurnar í skúlanum

Februar 22 , 2008
Hvussu rigga sólsellurnar í skúlanum nú? At byrja við virkaðu tær ikki so væl, hoyrdist. Veit mann hví? Verða tær brúktar til streymframleiðslu ella upphiting?
Sólsellurnar í skúlanum hava altíð virkað, sum tær skulu. Úrtøkan er tó alt ov lítil - uml. 3000 kwt um árið. Hesir fara inn á streymframleiðslunetið.

 

Eru tit Sovnaði ?

Februar 22 , 2008
Hetta hevur verið ein spennandi heimasíða, her hendi altíð okkurt, hvat sker ??



Eru tit sovnaði, ein fortreyt fyri einari góðari heimasíðu er at tað hendir okkir við jøvnum millumbili !!
Vit royna eftir førimuni at dagføra.

 

Viðv. myndir

Februar 22 , 2008
Hvør er tann veitarin, sum skal eitast at hava lagt myndir út á heimasíðuna hjá kommununi? Har er jú ikki ein einasta nýggj mynd komin í nógv, nógv ár. Hevur hesin veitarin fingið pening hesi seinastu árini, fyri at leggja myndir út á heimasíðuna? Er tað ikki kommuna sjálv, ið dagførir heimasíðuna? Annars treingir hendan síðan av álvara til dagføringar.



Ein av grundunum er, at tað er annar veitari, sum leggur/hevur lagt myndirnar á síðuna "søga/myndir". Ein onnur grund er, at tað fyri tað mesta hava verið eldri myndir, sum hava verið lagdar út á hesa síðu.



Ætlanin er tó framyvir, at tað verður umsitingin hjá kommununi, sum kemur at taka sær av hesum.

Rætt er, at veitarin í longri tíð ikki hevur lagt myndir út, og hann hevur heldur ikki verið beinleiðis knýttur at heimasíðuni í longri tíð. Og hann hevur tí heldur ikki fingið samsýning í longri tíð.
Ja, tygum kunnu hava tygara meining um heimasíðuna - hon stendur í hvussu so er rættuliga einsamøll, tí vit hava bert fingið ja-ligar viðmerkingar higartil!


 

Spæliplássið í Miðalsbrekku

Februar 22 , 2008
Vit forldur fingu ikki svar

So spyrja vit nærri:

Nær kann væntast at spæliplassi verður gjørt?,

At tit hava biðium tilboð tað er fínt, men NÆR kann roknast við at tað verður liðugt. 2008 ?

Biðið er ikki um tilboð, men um eina ætlan um skipan av spæliplássinum.
Vit hava ikki fingið at vita frá teimum, sum skulu gera ætlanini, nær henda kann væntast at vera liðug - men hetta skuldi gjarna verið einaferð í vár ella tíðliga í summar. Tá ætlanin er liðug og góðkend, verður støða tikin til, um alt spæliplássið skal gerast í einum ella man ger tað í stigum.


 

Vantandi sensurur

Februar 14 , 2008
Eg haldi tað vera óheppi, at tit loyva ónevndum persónum at viðgera og niðurgera navngivnar persónar og í einum almennum spurnarkassa sum hesum. Spurningurin 'Byggiloyvi' frá 12. februar hoyrir ikki heima her.



Heilsan

John Zachariassen
Vit umrøddu spurningin og komu til ta niðurstøðu, at byggimál eru almenn, og valdu tí at svara spurninginum.
Sagt skal tó verða frá, at vit síðani hava slettað onkra viðmerking.

 

Parkering

Februar 14 , 2008
At onkur foreldur ikki eru nóg umhugsin, frítekur ikki kommununa fyri at syrgja fyri at viðurskiftini viðv. parkering við skúlan eru í lagi. Tað kann ikki verða rætt at beina handan trupulleikan út til borgaran, við at biðja teir melda parkeringina til løgregluna og soleiðis seta teir upp ímóti hvørjum øðrum. Tit eru vald í bygdarráðið og høvuðsábyrgdin er tykkara.
Kommunan metir viðurskiftini við skúlan at vera nóg trygg - stór parkeringspláss eru í økinum, stórt øki er við skúlan í Frammbø, og stórt øki er omanfyri skúlan á Kongsteigum.

At onkrir borgarar ikki taka trygdina í álvara, kann kommunan ikki gera annað við, enn at vísa løgregluni á trupulleikan, og tað ger kommunan javnan.

 

Løn / samsýning

Februar 14 , 2008
Hvussu verða tit, sum sita í bygdarráðnum í Vestmanna lønt?

Bygdarráðið verður samsýnt sambært kunngerð nr. 14 frá 15. mars 2006 um samsýning v.m. sambært kommunustýrislógini.

Niðanfyri er leinkja til lógina
http://www.logir.fo/foldb/kunfo/2006/0000014.htm


 

Ferðslubólkur

Februar 14 , 2008
Hevur kommunan nakran ferðslubólk ?- eg hugsi ikki um teknisku nevnd
Somu persónar eru í Ferðslubólkinum, sum eru í Teknisku Nevnd.
Tá ferðslubólkurin hevur fund eru tó vanliga ferðslukønir við á fundinum.

 

Parkering

Februar 13 , 2008
Er tað ikki kommunan, sum hevur ábyrgdina av at vegirnir eru tryggir hjá børnum - ikki minst við skúlan??
Jú, tað er kommunan sum eigur vegirnar, men tað frítekur ikki foreldrini fyri ábyrgdini av børnunum.

 

Parkering

Februar 13 , 2008
Til tann/tey sum spyrja um parkering við skúlan



Tú/tit spyraj um kommunan ikki er før fyri at ansa børn okkara. Eitt veit eg.... hvønn morgun eg koyri forbí skúlan um 8 tíðina, steðgar ein bilur á vegnum og lovar børnum sínum úr, tey skulu yvirum vegin. Eg má bara spyrja.. hvat er galið við at koyra til síðis td. inn á parkeringsplássi sum liggur beint har. Nú hugsi eg ikki so nógv um meg sjálva (hóast tað tarnar trafikkinum), men um børnini... hatta gongur bara inntil tað ein dag gongur galið og onkur er yvirkoyrdur - myrkt er hesar dagar og ringt er sýnið.
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Spæliplássi

Februar 13 , 2008
Nær gera ti spæliplassi í Miðalsbrekku í stand, børn okkara kunnu sum er ikki spæla har uppi
Arbeitt verður við málinum - biðið er um uppskot frá serkønum um skipan av økinum av nýggjum.

 

Parkering

Februar 12 , 2008
Letur ta seg ikki gera at kommunan sendi boð eftir politinum. At fáa bilarnar sum standa parkeraðir frá handlinum hjá Kistin og Sofus og fram til skúlan vekk, vit havi smábørn í skulanum og haldi hetta vera sera farligt, at bilarnir standa uppá handa mátan. Børnini síggjast ikki og ofta standa bilarnir so nær, at børnini skulu út á vegin.

Er kommunan ikki før fyri at ansa okkara børnum ?

Jú, kommunan kann, eins og tit sjálvi, senda boð eftir løgregluni, tá parkeringsviðurskiftini í Toftum og aðra staðni ikki eru í samsvari við ferðslulógina. Kommunan meldar vanliga ikki einstøk brot til løgregluna, men vísir alment (generelt) á trupulleikan.

Kommunan hevur ansingarskipan fyri børn tykkara - uttanfyri hesa má tað til eina og hvørja tíð verða ábyrgdin hjá foreldrunum at ansa børnunum.


 

fíggjarætlanin 2008

Februar 12 , 2008
Hugaligt er at lesa ætlanirnar fyri komandi ár, tó sakni eg samanberingargrundarlagið - láninbyrðuna árið/ini frammanundan sum vani var at leggja út fyri nøkrum árum síðani.

Tað kann vera hugaligt hjá einum skattgjaldara at síggja hvussu eins peningur verður nýttur, og harvið meini eg eisini í hvønn mun lánsbyrðan vónandi lækkar bæði í kr. og procentum (í mun til innkomnan skatt/álíkning).

Lánibyrðan var í jan. 2005: 39.494.328 kr; í jan. 2006: 38.764.451 kr; í jan. 2007: 35.114.195 kr og í jan. 2008: 32.622.505 kr. Persónskatturin var í 2007 35.818.275 kr, skattaprosentið var 22. Kommunur kunnu hava eina lánibyrðu, sum  er ájavnt eina álíkning, men tá er talan um eina álíknig á 23%, tí kann Vestmanna kommuna í løtuni læna umleið 4,8 milliónir kr.


 

VETRARFRIÐING

Februar 12 , 2008
Nú hugaligt er at síggja, hvussu alt í jørðini aftur vaknar til lív, hóast baldruta veðrið - krokusar, snjósólja og páskaliljur- rennur mær í hug hasa sera avmarkaðu upphæddina, ið sett varð av í ár á figgjarætlanini hjá V. Kom.. Ørminnist at tær vóru 40.000 kr.

Hvussu skal hetta skiljast. Hvussu gongst yvirhøvur í hesum máli, sum hevur stóran áhuga millum borgarar í Vestmanna??

40.000 kr eru settar av í rakstrarjáttanini. Tær verða í størsta mun brúktar til fundarvirksemi í samband við fyrireikingina av vetrarfriðingini.

Sjálv vetrarfriðingin – við hegnum, arbeiðslønum o.a. – fer at kosta um 4 milliónir. Henda upphædd verður játtað av íløgu-játtanini, um bygdarráðið samtykkir vetrarfriðingina. 9 milliónir eru settar av til íløgur í 2008 til teknisk mál.


 

Byggiloyvi

Februar 12 , 2008
Tað undrar meg at Ólavur og Begga hava fingið byggiloyvi til hasi húsini - hygg eftir hasum - líkist einum skýskrabara sum er kroystur ímillum hvar hann ikki passar. Hatta sær forferdiligt út. Kommunan átti ikki at lati slíkt byggiloyvi... nei... óprofessionelt haldi eg.
Byggiloyvið er fult í tráð við galdandi byggisamtykt, bygdarskipan og givin grannaloyvir.

 

Viðv. myndir

Februar 12 , 2008
Hasar myndirnar tit hava ovast á forsíðuni eru sera vakrar, men hví liggja tær ikki inni á Søga/Myndir



Tit hava eina góða heimasíðu, sum er løtt at finna runt í.

Ein av grundunum er, at tað er annar veitari, sum leggur/hevur lagt myndirnar á síðuna "søga/myndir". Ein onnur grund er, at tað fyri tað mesta hava verið eldri myndir, sum hava verið lagdar út á hesa síðu.
Ætlanin er tó framyvir, at tað verður umsitingin hjá kommununi, sum kemur at taka sær av hesum.

 

leyir hundar

Februar 12 , 2008
Er nakað gjørt við at fáa leysgangandi hundar bundnar, síðani hetta bygdarráði kom til? Man sær í øllum førum ikki nakra broyting og á fundarreferatunum havi eg ongantíð borið eyga við nakað sum hevur við hundar at gera.



Ein ið ræðist hundar (sjávt um tað sigst av eigarunum at teir eru fittir og einki gera).

Vit hava áður svarað soleiðis:

Sambært løgtingslóg nr. 82 frá 19. juni 1990 um hundar er tað løgreglan, sum hevur ábyrgdina av, at leysir hundar verða upptiknir - sí her niðanfyri grein 3 úr nevndu lóg.

 § 3. Ikki er loyvt at hava hund gangandi leysan á gøtu, vegi, breyt ella øki o.t., sum opin eru fyri vanligari ferðslu, uttan so at hann er havdur í bandi ella er við fólki, sum hevur fult ræði á honum. Hundur kann ikki sigast at hava ein leiðara, bert tí hann er undir eftirliti frá ánarans húsum ella vinnustaði. Verður hundur havdur í bandi, skal tað vera so stutt, at leiðarin hevur hann tætt inni at sær. Gongur hundur leysur uttan leiðara, sum hevur fult ræði á honum, tekur løgreglan hann upp og boðar tí frá, sum hundin eigur. Hevur hundurin ikki helsi og spjaldur, sum fyrisett í § 1, verður lýst eftir ánaranum. Hevur ánarin ikki innan 3 ferðir 24 tímar frá tí, boðað er frá, ella lýst er eftir, loyst hundin móti at rinda tey gjøld, sum staðist hava av upptøkuni, kann løgreglan avhenda ella avlíva hann. Avlop, um so skuldi verið, eigur hann, sum hevur hundin, um hann sigur frá innan 3 mánaðir og próvførir sín rætt og annars tann kommunan, har hundurin er upptikin. Landsstýrið kann fyriseta gjøllari reglur um avhending av upptiknum hundum.

Kommunan og løgreglan arbeiða tó við eini avtalu um, at kommunan vegna løgregluna skal taka upp leysar hundar, men henda avtala er enn ikki komin uppá pláss, og tí hevur løgreglan framvegis ábyrgdina.


 

Heej ?

Februar 12 , 2008
Hvussu eitur ungdóms S

staðið í Vestmanna ? :P
Ungdómshúsið eitur STAÐIÐ.

 

Vindmyllir

Februar 12 , 2008
Hvussu nógvar vinmyllir hevur SEV ? Hvar eru tær settar ? Og hvørjum árið eru tær frá ?

Takk fyri (:
Okkum vitandi hevur SEV 4 vindmyllur - allar í Neshaga omanfyri Toftir.
Vit vita ikki nær tær eru uppsettar - hetta fáa tit at vita við at ringja til SEV.

 

Spæliplássi

Februar 12 , 2008
Nær fara tit at gera spæliplássi í Miðalsbrekku í stand ?



Tað verður arbeitt við málinum.

 

Økið við gamla skúla

Februar 12 , 2008
Seinasta summar tók bygdarráðið av einum tilboði frá J & K Petersen um fríðkan av økinum, har gamli skúli stóð. Tilboðið var 330.000,- kr. Er arbeiðið hjá J & K liðugt? Haldi ikki, at økið er serliga nógv fríðkað fyri allar hasar pengarnar! Har umframt skal ein vera meira enn vanliga vælgongdur, fyri at kunna ganga eftir hasum gøtunum. Hvat er ananrs ætlanin við hasum økinum? Hevði tað ikki verið eitt gott hugskot, at brúkt tað til eitt spælipláss? Havi hoyrt, at tit ætla at seta borð og stólar upp har, men eg haldi ikki, at tað, ið vit longu hava av slíkum í bygdini, verður ikki serliga nógv brúkt, so hví ikki finna upp á okkurt annað?
Arbeiðið hjá J&K er liðugt - hampingini av økinum skal kommunan standa fyri. Ætlanin er at gera økið liðugt í summar. Ein av ætlanunum við økinum er at brúka tað sum eitt fríøki, men økið kann eins væl brúkast til spælipláss, um meiriluti er fyri hesum.

 

vevkamere

Februar 07 , 2008
Eg hyggji eftir webkameranum frá Vestmanna næstan hvønn dag, nú tá eg komi her frá og búgvi í Danmark.

Men eg blívi so skuffad hvørja fer, tí eg halid, at tad líkist meira, sum um tad er eitt "overvågningskamera" fyri bussarnar hjá Øssur, enn ein mynd av Vestmanna, og tad haldi eg ikki burdi veri meiningin vid webkameranum.

So mín spurningur er. Hví kunna tit ikki seta tad sum man far eina betri og meia áhugaverda mynd av Vestmanna? Har fólk hugsa hmmm her sær ikki so galid út, ístadin fyri "hold da op" her er keduligt og trist.



Heilsan webhyggjarin Sol



Ætlanin er at flyta myndatólið á ljósmastrina omanfyri havnarskrivstovuna og at venda hesum niðan ímóti bygdini.

Harafturat hevur kommunan útvegað eitt vevmyndatól afturat, sum ætlanin er at seta á ljósmastrina við ferjuleguna Inni á Fjørð og at venda hesum tóli út ímóti bygdini.

 

vevkamera

Februar 07 , 2008
Takk fyri sjótt svar. Eg gledi meg til at síggja tad tit nevna kemur ílag. Vh. útisetin
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Fólkatal

Februar 07 , 2008
Hvussu nógv fólk búðu í Vestmanna 1. feb. 2008?
1226 íbúgvar vóru skrásettir í Vestmanna Kommunu tann 1. februar 2008.

 

Bert ein spurningur

Februar 07 , 2008
Er tað nakar møðuleiki at læna maskinuna hjá komununi um kvøldarnar so man kann grava kava á vegnum "Heygalið" tí tað verður bert grivið til útibarnagarðin,hendinga fer verður eitt spor grivið hálvan vegin yvur,tá lifta teir grabbið upp og bakkað so útaftur við tí resultatið at ikki er frammkomandi til tey innastu húsuni,ótrúligt at ikki verður grivi heilt út á endan og so hitt sporði út aftur. Ì dag stóðu eingir bilar har ,men nei,hálvan vegin inn lyfti grabbi upp og bakkaði so allan vegin út aftur. Ònøgdir Heygaliðsbúgvar.

Tá veðrið var so ringt sum tað var hóskvøldið. Mugu fólk halda seg heima til tað er liðugt grivi, bæði tí at tað er skjótari at koma runt og tí at nógvir elsteyrar vórðu niðurdottnir.

 

Vit høvdu nógvar trupuleikar hetta kvøldi bæði við vatnverkinum og maskininum sum seinkaðu okkum nógv.

 

Ein eftirmeting verður altíð gjørd av øllum trupuleikunum og kritikkinum, fyri at betra um tænastuna.

 

 
Jóhan Jákup Vørmadal
Arbeiðsformaður

 

Kava rudding

Februar 07 , 2008
Hví er tað ALTÍÐ Birgisvegur sum verðar forsømdur tá tað er glerð ella kavi???



Nú tað er so nógvur kavi og óskil í bygdini...Hvussu kann tað koma fyri at bert ein maskina er í sving, meðan hin stendur inni í kommunu høllini og manglar eitt viskara blað??????????? Rógvuvegur er ikki rørdur enn. kl 11.44, her búgva also nøkur fólk........Her er ALS eingin samskipan tá tað kemur til kavarudding í Vestmanna....Tað berð til at fara upp úr songini kl 05 ella 06 at grava og salta....

Tá veðrið var so ringt sum tað var hóskvøldið. Mugu fólk halda seg heima til tað er liðugt grivi, bæði tí at tað er skjótari at koma runt og tí at nógvir elsteyrar vórðu niðurdottnir.

 

Vit høvdu nógvar trupuleikar hetta kvøldi bæði við vatnverkinum og maskininum sum seinkaðu okkum nógv.

 

Ein eftirmeting verður altíð gjørd av øllum trupuleikunum og kritikkinum, fyri at betra um tænastuna.

 

 
Jóhan Jákup Vørmadal
Arbeiðsformaður

 

Kavarudding

Februar 07 , 2008
Hevur kommunan nakra skipan fyri hvar og og í hvørji raðfylgju, vegirnir skulu ruddast fyri kava?

Tað kann undra, at parkeringsplássið við nýggja skúla verður raðfest hægri enn Byrgisvegur, serliga tá ið hugsað verður um, at tað er fríggjakvøld, og ongin er í skúlanum.



Innikavaður

Tá veðrið var so ringt sum tað var hóskvøldið. Mugu fólk halda seg heima til tað er liðugt grivi, bæði tí at tað er skjótari at koma runt og tí at nógvir elsteyrar vórðu niðurdottnir.

 

Vit høvdu nógvar trupuleikar hetta kvøldi bæði við vatnverkinum og maskininum sum seinkaðu okkum nógv.

 

Ein eftirmeting verður altíð gjørd av øllum trupuleikunum og kritikkinum, fyri at betra um tænastuna.

 

 
Jóhan Jákup Vørmadal
Arbeiðsformaður

 

vevkameramyndin

Februar 05 , 2008
Hevur onkur ella okkurt skumpa til vevkameraid?

Myndin líkst nidur á sjálva kaiina sær kedilig út. Annars plagar tad at vera so deiligt at síggja eitt sindur av bygdini vid.

Vinarliga

Ein útiseti

Ætlanin er at flyta myndatólið á ljósmastrina omanfyri havnarskrivstovuna og at venda hesum niðan ímóti bygdini.
Harafturat hevur kommunan útvegað eitt vevmyndatól afturat, sum ætlanin er at seta á ljósmastrina við ferjuleguna Inni á Fjørð og at venda hesum tóli út ímóti bygdini.

 

Heilsumiðstøð?

Februar 05 , 2008
Eru nakrar ætlanir um at byggja heilsumiðstøð í Vestmanna? Er øki lagt av til slíka miðstøð?
Einki ítøkiligt er á skránni í løtuni, men arbeitt verður við møguligum loysnum.

 

demokrati

Februar 01 , 2008
TAÐ VERÐUR SPURGT UM TAÐ ER DEMOKRATIST AT EIN AV BYGDARÁÐSLIMINUM ATKVØÐUR Í MÓTI AT SAMSTARVAST VIÐ HAVNINA.TAÐ VØRU ÚTÍMÓTI TRÝHUNDRAÐ FÓLK SUM HILDU AT VIT SKULDU SAMSTARVA ANTIN VIÐ VÁGOYNNA ELLA SUNDAKOMUNU, HAR ÍMILLUM EG SO EG VELJI SJÁLVANDI AT UMBOÐA TEY TRÝHUNDRAÐ, TAÐ KALLI EG DEMOKRATI. VIÐ BESTU HEILSUN MARJUN S OLSEN SUM VIL VESTMANNA ALT TAÐ BESTA.
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Bátahylurin

Februar 01 , 2008
Nú var eg ikki á kunnandi fundinum um bátahyljaprojekti. Eg havið hugt eftir útgreinaðu tekningunum hjá Agendafelgnum, og havið ein spurning, ið onkur av tykkum vónandi kann svara uppá. Hvat eru hatta fyri bygningar, ið standa har ið bussarnir hjá Øssuri plaga at standa?

Annars haldi eg at hetta er eitt frálíkt og spennandi uppskot.



Vinarliga Jónsvein á Rógvu
Hatta er eitt uppskot hjá arkitektinum um framsýningar- og/ella framførsluhølir.