BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 30.05.2017

LÝSINGAR



Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Verður tað ikki í dag, so verður tað í morgin

Apríl 28 , 2008
Niðanfyrinevnda stóð í hesu teigi 29. feb. 2008:



"Ætlanin er fyrsta dagin at flyta tólið á pelan omanfyri havnarskrivstovuna - tað er tí vit ikki hava stillað tað uppaftur, eftir at tað fór út av lagi í illveðrinum herfyri."

Vit kundu eisini sagt, at leingi er tað, ið væl skal verða, men tað stutta av tí langa er, at tað enn manglar at gera neyðugu innleggingarnar í steyran og kassan, sum er neyðugur fyri av verja hesar.
Telduvørðurin hevur annars gjørt tólið klárt.

 

húsapedellur

Apríl 28 , 2008
tit søkja eftir húsapedelli, er tað eingin sum røkjir eldrasambýli og barnagarðarnar í løtuni.

Hevur kommunan ongantí hugsa um møguleikar at t.d havnafútin kann hava hetta vi síðunaav.

Ella teir í skúlanum, har eru so nógvir.

Onkur pensjonistur er kanska áhugaur.

Ella fáa teir á skipasmiðjuni at gera tað, so teir fáa meir at gera.
Verandi umsjónarmenn røkja í løtuni hesa uppgávu, men Bygdarráðið heldur tað vera rættast, at ein persónur verður settur burturav til at røkja og viðlíkahalda eldrasambýlið og dagstovnarnar.

 

Vidalundin

Apríl 28 , 2008
Portri um brúdna um gjógvará,(um nakar ikki veit tad),hevur

verdi broti leingi og er tad enn,so tad er helst tann vegin

seydurin fer inn í vidalundina.Um eg var seydur,hevdi eg

í hvussu so er valgt,at fari tann vegin,heldur enn at fari í

gjøgnum brattan omanífrá.

Vit biðja arbeiðsfólkini hjá kommununi gera portrið aftur.


 

Koda

Apríl 24 , 2008
Hví kemur ein rútur upp, har man skal skriva brúkaranavn og kodu, tá man vil hyggja á vevmyndina? Tað er ikki hvørja ferð, men rættuliga ofta.
Vit vita ikki hví so er - vit hava heitt á Knassar, sum hava gjørt heimasíðuna, um at kanna málið.

 

Miálsbrekka

Apríl 24 , 2008
Hevur kommunan nakrar ætlanir uppi ì svinginum ì Mikkatrø, nù ferðslan er voksin so nògv, og svingið er vorðin ein svanahàlsur???
Arbeitt verður við málinum - ráðgevandi fyritøka er biðin um at gera uppskot um, hvussu betrast kann um ferðsluna.

 

Nýggjur skrivari

Apríl 24 , 2008
Hevur bygdaráðið tikið avgerð um, hvør ið skal setast sum nýggjur skrivari hjá Vastmanna Kommunu?
Kunngjørt verður um hetta í næstu viku - vika 18.

 

Fjalsvegur

Apríl 24 , 2008
Hvussu verður við mittara strekkinum av fjalsveg?? nær verður tað gjørt liðugt ella hampa uppá?

Støða verður tikið til miðteinin, tá innari og ytri teinurin verða gjørdir lidnir. 


 

Fjalsvegur

Apríl 22 , 2008
Hvussu verður við restini av Fjalsvegi, strekkinum millum innara og ytra part.

Støða verður tikið til miðteinin, tá innari og ytri teinurin verða gjørdir lidnir. 


 

Viðarlundin

Apríl 22 , 2008
Eg eri ein teirra, sum fegnist um viðarlundina í bygdini og tað arbeiði, sum undangongufólkini har hava gjørt. Men heldur ikki í viðarlundini vaksa trøini inn í himmalin ;-) Viðarlundanevndin hevur ikki verið so virkin seinnu árini og nú sæst tað eisini týðuliga. Trø, sum fórust í vetur, standa enn við opnum sárum og sum heild síggja gøtur og benkur eitt sindur visalig út. Hevði tað ikki verið upplagt hjá kommununi at tikið sær av hesum dýrgripi, sum fólk í hópatali vitja serstakliga um summari?

Ætlanin er, at kommunan tekur yvir viðarlundina. Viðarlundanevndin skal framhaldandi vera stuðulsfelag, sum m.a. tekur sær av plantusøluni. Væntandi verður viðarlundin hampað móti sumri; ein orsøk, til at viðarlundin er í heldur ringum standi, er, at seyður sleppur inn, tí arbeiðið við at gera Fjalsveg hevur skalað hegnið á onkrum støðum.

 


 

Húsavørur

Apríl 21 , 2008
Hey tit.

Vildu tit sagt mær hvar tit lýsa starvið sum húsavørur til barnagarðin og sambýlið leyst.



Havi bert hoyrt at tey eru leys at søkja.

Søkt verður eftir einum umsjónarmanni til dagstovnarnar og eldrasambýlið.
Lýsingin kemur í bløðini (Dimmalætting og Sosialin) týskvøldið 22. apríl.
Lýsingin verður eisini sett á heimasíðuna.


 

Vatn og aftur vatn

Apríl 15 , 2008
Nær ætlan tit at fáa vatnið burtur, sum rennur oman á vegin frá brekkuni hjá Helga og Sigurdleyg ?
Vatnið stavar frá einum tiptum vatnfangið uttanfyri parkeringsplássið. Hetta er nú reinsað og opað, og tí skuldi trupulleikin verið loystur.

 

vatnið

Apríl 15 , 2008
Nær verður vatni, sum rennur oman á høvusvegin frá gøtuni hjá Helga og Sigurdleyg burturbeint frá vegnum ?



Onkur hevur spurgt um hetta fyrr, tá skuldi farast til verka beinanveg, men tað eru 3 ár síðan.



Nær verður hetta burturbeint ?
Vatnið stavar frá einum tiptum vatnfangið uttanfyri parkeringsplássið. Hetta er nú reinsað og opað, og tí skuldi trupulleikin verið loystur.

 

ATV

Apríl 15 , 2008
hví kann tað ikki verða loyvt at koyra ATV á almmennum vegi
Hetta er ein spurningur, sum kemur undir ferðslulógina, og at løgrelgan tí eigur at svara honum, men ein grund kundi verið, at atv-motorsúkklurnar ikki eru skrásettar við nummarplátum og tí ikki kunnu koyra á almnnum vegi.

 

Fjalsvegur

Apríl 15 , 2008
Eg hopi og biði eftir at tit ikki gevast á Fjalsvegi fyrr enn alt er liðugt, asfalt, vegjaðarar, fortov og s.fr. Tað má ikki enda sum Miðalsbrekka og Uppi í Vestri.
Innasti partur av vegnum verður liðugtgjørdur, ímeðan ytri partur av vegnum í fyrstu syftu verður gjørdur liðugur til og við grovplanering - hetta tí at nógv virksemi væntandi verður við stórum maskinum omanfyri ytra part av vegnum í samband við bygging.

 

Havnin

Apríl 14 , 2008
Hvørjar framtíðar planir eru um útvíðkan av Vestmannarhavn

?

Fleiri ætlanir eru, tó eru tær ikki so ítøkiligar enn, tær eru heldur ikki tiknar við í eina stutttíðar raðfesting. Hetta merkir tó ikki, at onki verðu gjørt næstu árini.

Ein ætlan er at fylla út niðanfyri Holmsbakka, so at atløgusíða verður frá verandi kai út í pierin. Onnur ætlan er at gera atløgusíðu á útsíðuni á pierinum.

Vit hava umrøtt møguleikan at víðka bátahylin og at gera umstøðurnar hjá frítíðarbátum og ferðavinnubátum betri inni á Fjørð.


 

Ungdómshúsið

Apríl 14 , 2008
Eg vil bert sum mamma takka bygdaráðnum fyri at eitt ungdómshús nú er komið, og tað virkar væl, við einum góðum leiðara. Okkara barn letur stak væl at, og nú er ungdómurin saman, uttan alkohol.

Hetta bygdaráðið tordi at taka eina avgerð, nakað sum kvinnurnar ikki tordu, at taka "Gamla Skúla" niður, og at gera eitt anna ungdómshús, og tað skulu tit hava hjartaliga takk fyri.

Verður lagt út uttan viðmerking.

 

viðarlundin

Apríl 14 , 2008
Eg undraðist á, hvussu tað ber til, at hegnið til viðarlundina ikki verður sett uppaftur. Vegaarbeiðið, ið er omanfyri viðarlundina, hevur javnað stóran part av hegninum við jørðina. Seyður hevur frítt at fara inn og gera stóran skaða á viðarlundina. Eg vildi mett, at hetta er uppgáva hjá kommununi.

vagnur streymoy.

Frá J&k verður greitt frá, at hegnið lág slætt, tá teir komu á staðið - helst niðurdottið í samband við avgrevstur av grundstykkjunum omanfyri vegin.


 

Fjalsvegur

Apríl 14 , 2008
Hvussu er vorðið við Fjalsvegi, mær tykir at her er komið í drag, her ganga einir tveir tríggir menn, men tað sær ikki út, sum teir gera nakað? Asfaltmaskinurnar hvurvu eisini aftur? Er brøkur íkomin nú?

Forvitin
Nei, arbeiðið gongur eftir ætlan. Grundin til, at asfaltmaskinurnar fóru av staðnum, var, at kavi kom, og at tað tí ikki kundi asfalterast - væntandi koma maskinurnar aftur innanfyri 14 dagar.

 

Standmynd.

Apríl 14 , 2008
Er tað rætt at vestmanna kommuna atlar at reisa eina standmynd av Òlavi á Heygum sála.
Nei, tað er ikki rætt, men tað hoyrist, at ein áhugabólkur arbeiðir við ætlanini.

 

Umhvørvispolitikkur

Apríl 08 , 2008
Hvør er umhvørvispolitikkurin hjá Vestmanna kommunu?

Vestmanna Kommuna hevur ikki ein orðaðan umhvørvispolitikk. Sí annars svar 01.04.’08 og 02.04.’08.


 

agendafelagið

Apríl 08 , 2008
Hevur lokala agendafelagið onki búmerki?
Ikki so vítt vit vita.

 

Ruskspannir ??

Apríl 08 , 2008
Hví hava vit ikki meiri ruskspannir í Vestmanna ???Kanska hevði tað ikki verði so skiti um vit høvdu haft fleiri ruskspannir ??
Kommunan hevur keypt ruskspannir - hesar verða settar upp fyrsta dagin.

 

Skúlaheimið

Apríl 07 , 2008
hey !

var ein nevnd ikki sett at arbeiða við einum skúlaheimið til næmingarnar í Fiskivinnuskúlanum.

Er hon til enn og hvør situr í henni?

hvussu langt er hon komin -um hon situr enn



Í nevndini sita Jóhan Simonsen, Hilbert Elisson og Jákup Andreasen. Nevndin hevur samskift við Mentamálaráðið um næmingaheimið. Ein trupulleiki hevur verið, at upphæddin, sum hevur verið sett á løgtingsfíggjarlógina til næmingaheim, er alt ov lítil. Vit vita enn ikki, hvussu stór upphæddin verður á fíggjarlógini fyri 2008.

 

Órudd !

Apríl 04 , 2008
Eg vil líka viðmerkja at tað enn liggja uml. 20 tons av óruddi innnfyri garðin hjá Rólant úti í grótbrotinum. Vónandi verður tað eisini burturbeint. Annars enn einaferðrós til kommununa, tit eru óførir.
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Grótbrot

Apríl 04 , 2008
Eg síggi at Rólant Isaksen nú hevur rudda alt sítt óruddi í grótbrotinum á hansara plássi og tad frødir meg virkiliga, men spurningurin mín er, hvør eigur alt óruddi sum stendur uttan fyri gardin ? og hevur tann sum eigur tad fingid bod um at rudda tad ? um hann hevur, so nær?



Haldi tad verda deiligt at komunan hugsar um at fáa altórudd vekk. Takk.

Rólant Isaksen eigur størsta partin av óruddinum uttanfyri. Hann hevur fingi serstakt loyvi til at hava lutirnar standandi har til 01.05.’08, um lutirnir ikki eru beindir burtur til ta tíð, so beinir kommunan teir burtur.


 

Umhvørvið

Apríl 02 , 2008
Hey.



Høvdu vit eisini kunna fingið svar uppá hesar sprningar?



Hvør tók stig til at gera nakað við umhvørvið?

Hví setti bygdin sær fyri at gera nakað við umhvørvið?



við vón um skjótt svar.

Vestmenningar, sum høvdu áhuga í umhvørvinum, náttúruni og trivnaðinum, tóku stig til lokala agenda 21 felagið. Ein av hesum persónum var Finnbogi Joensen. Tit kunnu seta tykkum í samband við onkran í nevndini fyri agendafelagið, um tit vilja vita meir um stovnsetanina – nevndarlimirnir eru nevndir á heimasíðuni.

 

Kommunan tók ikki beinleiðsis stig til at gera nakað við umhvørvið, tað vóru vestmenningar sjálvir – m.a. við viðarlundanevndini og agendafelagnum – sum settu umhvørvið á dagsskrá. Gott samstarv hevur verið millum kommununa og áhugafelagsskapirnar.


 

Vetrarfriðing

Apríl 02 , 2008
Havi hoyrt, at ætlanin um vetrarfriðing fyribils er slept, hetta tí, at ein bóndi í bygdini er í móti hesi ætlan. Er hetta veruliga so ?
Ætlanin er als ikki slept, men fyrireikingarnar hava tikið longri tíð enn væntað; m.a. eru onkur ivamál enn um hegnið móti grannakommununi.  Vit vænta framvegis, at avtala kann gerast um vetrarfriðingina í ár, men tað er ikki vist, um bygdin verður vetrarfriðað í 2008 ella 2009.

 

Ìbúðir

Apríl 01 , 2008
Nu eri eg ein av teimun ið er sera glað fyri at búgva her í Vestmanna, men her er lítil og eingin møðuleiki at finna nakað at búgva í til leigu.Hugsi um, at tað eru sera fá ið eru klár til at byggja hús tá ið tey flyta heima frá, so ein er noyddur at flyta frá bygdini.Haldi hettar er sera óheppi, og vil tí spyrja um tað ikki hevði verið eitt hugskot at byggja nakrar íbúðir til útleigan

Vinarliga ein glaður vestmenningur
Tað er rætt, at ov fáir leigumøguleikar eru í bygdini. Vit halda tó ikki, at tað er ein kommunal uppgáva at byggja leiguíbúðir. Um áhugi er at byggja leiguíbúðir ella øðrvísi bústaðarbygging, so fer bygdarráðið at viðgera hesar ætlanir við vælvild.

 

Umhvørvi

Apríl 01 , 2008
Hey! eg geri eina uppgávu um umhvørvi, og kundi tonkt mær at fingið svara nøkrum spurningum.

Hevur tað nakra ávirkan á fólkið í Vestmanna at tit seta tiltøk í verk fyri at verja um umhvørvi? Eru tað nøkur fólk sum eru ónøgd við at tað verður virt hægri enn okkurt annað ella eru øll positiv?



Vinarliga Poulina

Sí svarini frammanfyri.

Eftir okkara tykki taka flestu vestmenningar undir við aðalmálunum hjá lokala agenda 21 felagnum – sí §3 í viðtøkunum. Vit halda, at tað avgjørt er ein fyrimunur, at eitt áhugafelag arbeiðir við umhvørvis- og trivnaðarmálum; felagið kann betur ávirka myndugleikar – t.d. kommunur – enn einstaklingar. Somuleiðis er lættari hjá einum felag at gera einstaklingar virknar í umhvørvisarbeiði. Onkur er helst ónøgdur við raðfestingar og ætlanir, men nógv fleiri taka undir við ætlanum hjá agendafelagnum. Vestmenningar eru eins og flest føroyingar góðir við náttúruna og umhvørvið, tí er góð undirtøka fyri tiltøkunum hjá agendafelagnum.

 

umhvørvið

Apríl 01 , 2008
Hvat ger kommunan fyri at minka um CO2 útlátið ?

Er Vestmanna einastan bygd í Føroyum sum er við í Agenda 21?

Hvat ger kommunan annars fyri at verja umhvørvið?

hvørji virki er i bygdini sum kunnu skeða umhvørvið og hvat ger kommunan fyri at minka um tað ?

hvørji framstig eru hend ?

Sí svarini frammanfyri.

Vestmanna Kommuna roynir m.a. at nýta spariperur, at skilja rusk í skúlanum og at mala greinar. CO­2 útlátið verður minni, tá orka verður spard, tá livrunnið tilfar verður gjørt til sankutøð heldur enn brent, og tá greinar verða endurnýttar heldur enn brendar.

Í Vestmanna er nógv virksemi, sum kann skaða umhvørvið. Her eru 2 fiskavirkir, plastframleiðsla, trolframleiðsla, maskinverkstaður umframt aðrar handverksvinnur. Kommunan roynir at fylgja við, so at umhvørviskrøv verða fylgd, harumframt samskifta vit við vinnulívið um umhvørvismál og umhvørvistrupulleikar.

 

 


 

Agenda 21

Apríl 01 , 2008
Nær tók bygdin vi í Agenda 21
Vestmanna Kommuna gjørdist limur í lokala agendafelagnum í 2005. Samstarv var tó áður millum kommununa og felagið. Á heimasíðuni hjá Vestmanna Kommunu – www.vestmanna.fo - er undirsíða, sum er heimasíðan hjá lokala agendafelagnum, á hesi síðu síggja tit, hvørjar verkætlanir agendafelagið arbeiðir við. Á somu síðu eru eisini viðtøkur, fundarfrágreiðingar o.a.

 

Umhvørvið

Apríl 01 , 2008
Vit eru ein bólkur á Handilsskúlanum á Kambsdali, sum hevur verkætlan. Vit hava evni umhvørvið og bygdin, og hava valt okkum Vestmanna.

Vit ætla at vita um tit kunnu svara okkum hendan spurning?

Hvat fyri tiltøk og annað hava tit í samband við umhvørvið??

Vestmanna Kommuna samstarvar rættiliga nógv við lokala agenda 21 felagið á umhvørvis- og trivnaðarøkinum. Lokala agenda 21 felagið í Vestmanna er einasta staðbundna agendafelagið í Føroyum. Felagið er eitt áhugafelag, bæði einstaklingar, feløg og onnur kunnu gerast limir; Vestmanna Kommuna gjørdist limur í 2005. Heimasíðan hjá agendafelagnum er undirsíða á heimasíðuni hjá Vestmanna Kommunu – http://www.vestmanna.fo/. Á teirra heimasíðu kunnu tit síggja, hvørjum verkætlanum agendafelagið arbeiðir við, har eru eisini viðtøkur, fundarfrágreiðingar o.a. Ein verkætlan á orkuøkinum er at  kanna, um orka kann fáast úr vatnveitingini. Ætlanin er, at henda orka kann nýtast í skúlanum ella øðrum kommunalum bygningum.

Vestmanna Kommuna setti í 2006 eitt nýtt umsjónarfólk, sum m.a. skuldi taka sær av grønu økjunum í kommununi. Hetta umsjónarfólk tekur sær av at fríðka bygdina, rudda fjøruna, halda kirkjugarðar o.a. Vestmanna er ikki vetrarfriðað enn, hetta avmarkar fríðkanarmøguleikarnar í ávísan mun.

Vestmanna Kommuna skipar fyri, at greinar og tílíkt verður malið, malna tilfarið verður nýtt á m.a. gøtum í viðarlundini. Henda skipan hevur við sær endurnýtslu, samstundis sum ruskmongdin minkar.

Kommunan stuðlar plantusøluni hjá viðarlundafelagnum, so at vestmenningar kunnu fáa bíligar plantur og blómur.

Vestmanna Kommuna hevur sett hitapumpur í ávísar kommunalar bygningar.

Vestmanna Skúli er ein grønur skúli, niðanfyri síggja tit, hvussu kommunan svaraði fyrispurningi um grøna skúlan:

“Grønur skúli

 

Mars 01 , 2006

Í Útvarpi og í bløðum hevur Vestmanna skúli verið sagdur at vera grønur skúli. Hvat ítøkiligt ger Vestmanna kommuna fyri at varðveita og menna grøna skúlan í Vestmanna bæði innan og uttanum?
vinaliga Hulk

Reint ítøkiliga skilja vit ruskið í lívrunnið, ólívrunnið og pappír. Tríbýtt ruskíløt eru í hvørji floksstovu og úti á gongini. Upprunaliga varð vaskað við fipurklútum uttan sápu. Í dag verður í ávísan mun sápa nýtt, men við grøna Svanamerkinum. ( Er væl eitt afturstig á "grøna" bógvin).
Lívrunna tilfarið verður gjørt til sankutøð og brúkt at taða við, eitt nú í Viðalundini. Viðalundin oman fyri skúlan í Frammibø er okkara grøni blettur og friðskjól til mikla gleði og fragd hjá borgarunum.
Skúlaflokkar hava eisini møguleikan at velta og hava kálteig.
Vit brúka lágorkuperur allastaðir, har tað ber til. Sløkkja eftir okkum, og spara orku. Royna at spara pappír við at nýta glæru, uppvørpu og sjónvørpu. Tað snýr seg nógv um hugburð, at fáa starvsfólk og næmingar at hugsa "grønt". Tað verður frá skúlans síðu javnan mint á, at vit eru grønur skúli og mugu royna at liva upp til tað. Vit hava ruddingarskipan, har ein skúlaflokkur ruddar rundan um skúlan, ofta saman við flokslæraranum. “

Um tit hava fleiri spurningar, so kunnu tit seta tykkum beinleiðis í samband við borgarstjóran á ko@vestmanna.fo

 

 


 

Grenj omaná grenj

Apríl 01 , 2008
Havi fyri fyrstu ferð verið inni her o lisið spurningarnir.Tað er heilt ótrúligt sum fólk grenja.Haldi tað er undrunarvert at nakar yvurhøvur tímur at sita í býgdarránum.Líkamikið hvat verður gjørt, so er tað ikki gott.

Haldi at vit skulu hugsa um at alt kann ikki gerast uppá ein gang.

Gevi teimum ein kjans

Verður lagt út uttan viðmerking.

 

SKEGGÓLI

Apríl 01 , 2008
Er tad nakar vestminningur eftir í minnist sokallada Skegg- Óla ? og um so er hvat minnast tit ?
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Parkering á Niðaravegi

Apríl 01 , 2008
Eg koyri regluligani, ja kanska einar 5-6 ferðir eftir niðaravegi dagliga og haldi eisini at tað er keðuligt at bilar standa parkeraðir á vegnum.

Tað er rættuligani sjálvdan at parkeringsplássið hjá Hans Hansen er fult, og meti ikki sjálvur at tað er nóg góð umbering at størri bilar ikki slappa forbí tíðskil má parkerast á gongubreytina.

Hvat við fótgangaranum,barnavognum og tílíkum, mín meining er, at er ikki pláss at parkera forsvarligani, má annað parkeringspláss finnast, tað er nokk ongantíð longur at ganga enn millum 50-100m.
Verður lagt út uttan viðmerking.