BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

VEVKAMERA

Mai 30 , 2008
Flottar myndir av bygduni, nú stendur kameraði perfekt

 


 

ATV

Mai 30 , 2008
Vit kunnu svara seinasta her.

Tað er snøkt sagt eingin lóg fyri atv súkklum ( all terraine vhicle ) her í Føroyum, tíannverri, tað er onkur í arbeiður við málinum, men vit vita ikki hvussu langt tað er komi við tí. Av tí at eingin lóg er fyri atv, kann mann heldur ikki skráseta tær, tvs mann far ikki plátur á tær.

Tað er ógvuliga spell, tí hendan súklan er rættiliga nógv nítt í øllum londum rundan um okkum.

Tað vísur bert enn einafer hvussu langt aftan fyri Føroyar er í mun til onnur lond.

Vit á ATV Mountain hava sett aldursmarkið til 16 ár á teimum í koyra niðan á fjøllinum við okkum, tað kemst av at soleiðis er tað í øðrum londum. Øll undur 16 í vilja koyra atv sleppa at koyra á bananum hjá okkum inni á Fjørð. Sí heimasíðu www.atv.fo



Vinarliga.



ATV Mountain.
Vit takka fyri svarið/viðmerkingina.

 

ATV

Mai 28 , 2008
hví skal mann vera 16 á fyri at koyra ATV
Handa spurning mugu tit seta politikkarunum og løgregluni.

 

Nummarpláta

Mai 28 , 2008
eg veit at mann ikki kan oyra ATV á vegnum, men kann mann ikki bara sjálvur koyar eina nummarplátu á sína ATV
Nei, tað kann mann avgjørt ikki - øll skráseting av akførum skal gerast ígjøgnum Akstovuna.

 

Vevkamera

Mai 27 , 2008
Heilt ótrúliga flott at síggja bátarnir koma inn leygardagin. Takk fyri at tit gjørdu tað møguligt hjá okkum sum hava internet umborð og ikki kundu vera heima til hendan so deiliga dag, har eg kundi uppliva regattað siglingina á havnalagnum í Vestmanna á netinum.

Enn einaferð takk!
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Bátastevnan

Mai 27 , 2008
Stóra tøkk til Vestmannabygd fyri tykkara stóra arbeiði í samband við bátastevnuna.
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Ruskspannir

Mai 26 , 2008
Vil bara spyrja nær ruskspannir kom upp her í bygdini. tað fer heilt sikkur at verða nógv rudduligari við ruskspannum. :)
Sambært umsjónarmanninum verður tað fyrsta dagin.

 

Heimasíðan......

Mai 26 , 2008
Ein heilt ótrúgliga góð síða sum átti at fingið viðurkenning fyri sín opinleika og ikki minst dygd!



Sera vælnøgdur eygleiðari!
Vit takka fyri.

 

Vegamerking o. a.

Mai 22 , 2008
Vælsignaðir málið "hajtenn" og líknandi á vegirnar, áðrenn ólukkur henda.

Kunnu tit ikki gerða/rudda øki innanfyri hjá Morið og Jan Gardy , so at tað verður endaliga liðugt.

Hvussu gongur við ruskinum í grótbrotinum ?

Eisini herfrá rós til bygdaráði og Finnboga og teir fyri fríðkan av bygdini.

Góða bátastevnu.
Bæði arbeiðini verða gjørd í nærmastu framtíð.

 

skelti

Mai 22 , 2008
Hey

Vil bara spyrja nær skelti kemur uppaftur, innanfyri fossábrúnna á Niðara Vegi, sum sigur at mótkoyrandi ferðsla hevur víkiskyldu? ´

Bygdarráðið og Finnbogi skulu eisini hava rós fyri at vera farin í gongd við at fríðka bygdina. Stuttligt at ganga úti og hyggja at øllum tí vakra, ið verður gjørt.

Annars takk fyri eina sera góða heimasíðu.



Landsvegurin gongur til og við Fossábrúnni, so skeltið, tygum nevna, er á virkisøkinum hjá Landsverki. Vit fara at heita á Landsverk um at fáa skeltið uppaftur.

 


 

Viðmerking

Mai 16 , 2008
Hugaligt at síggja hesar ungu, røsku bygdarmenn okkara uppi í Ásmundarskor, saman við royndum seyðamanni.

Haldi, at heimasíðan hjá kommununi skuldi lagt seg eftir at fingið fleiri slíkar heimligar tíðindastubbar inn á síðuna.



Tað halda vit eisini og vóna, at vit framyvir kunnu gera tað.

 

Fjalsvegur

Mai 15 , 2008
Tit siga at, støða verður tikið til miðteinin, tá innari og ytri teinurin verða gjørdir lidnir. Nær verður tann innari og ytri teinurin liðugur?
Tann 5. november 2007 varð boðað frá her á heimasíðuni, at alt arbeiðið skuldi verða liðugt fyri 1. august 2008, og tað sær út til, at henda tíðarætlan heldur.

 

Børn detta í Gjønna

Mai 14 , 2008
Beint omanfyri hjá Virgar - í ovara kanti av vegnum, niðanfyri nýggju brandstøðina er eitt kloakkhol, sum er so stórt, at eitt barn saktans kann detta niður í.

Síðani fer barnið tað longu leið inni í innilokaðu kloakkini framvið hjá son Siggert, hjá Finni Johansen og hjá Remi og endar í gjønni.





Hetta er rættað!

 

Mææææ!

Mai 13 , 2008
Hvat siga tit, kemur seyðurin á bøin aftur í heyst?



Tað var sum f....!

Ongin liggur tvørtfyri. Fyrireikingin hevur verið drúgvari enn væntað, tí mugu vit rokna við, at vetrarfriðingin ikki verður sett í verk fyrr enn í 2009. Hagarnir vilja hava eitt skotbrá, so teir kunnu fáa meir fóður til vega, umhugsa at taka seyð av og umhugsa nýggj seyðhús. Harumframt skulu rulluportur gerast og nýtt hegn setast, vit høvdu neyvan kunnað fingið hesi viðurskifti í rættlag til í heyst.

 

Ætlanin er enn at gera avtaluna um vetrarfriðing í ár, men vetrarfriðingin verður neyvan sett í gildi fyrr enn í 2009.

 


 

Seyður

Mai 13 , 2008
Hvat ólukkan siga tit nú! Kemur seyðurin inn aftur á bøin í heyst?????????????? Hvør liggur nú tvørtfyri????

Ongin liggur tvørtfyri. Fyrireikingin hevur verið drúgvari enn væntað, tí mugu vit rokna við, at vetrarfriðingin ikki verður sett í verk fyrr enn í 2009. Hagarnir vilja hava eitt skotbrá, so teir kunnu fáa meir fóður til vega, umhugsa at taka seyð av og umhugsa nýggj seyðhús. Harumframt skulu rulluportur gerast og nýtt hegn setast, vit høvdu neyvan kunnað fingið hesi viðurskifti í rættlag til í heyst.

 

Ætlanin er enn at gera avtaluna um vetrarfriðing í ár, men vetrarfriðingin verður neyvan sett í gildi fyrr enn í 2009.

 


 

Rós til Jóni Durhuus.

Mai 13 , 2008
Bert eitt stórt rós til Jóna Durhuus og hannsarra menn.



Heilt ótrúligt tit arbeiða sjótt, og heilt ótrúliga flott úr hondum greitt. Her hugsið eg um alt stoypi arbeiði runtt Atlantis/Obilix.

Um ein berlin múrur verður útboðin einafer, so fáa tit tað arbeiði við vissu.



Takk fyri tit.

Ein vælnógdur borgari.
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Apropos grenj ...

Mai 13 , 2008
Ja kæru kommunustarvsfólk , tað er svárt at gera øllum til vildar. Vit eru fleiri íð bara grenja og kritisera... og vita tað sjálvi. Takk fyri tykkara tolsemið.
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Uppskot

Mai 13 , 2008
Havi eitt uppskot um, at vev-myndatólið verður flutt niðan á seyðhúsið hjá Neshaga. Harvið fæst ein frálík mynd útyvir alla bygdina og vit sleppa undan at síggja fleiri spurningar hesum viðvíkjandi í hesum spurnarkassa. Vil eisini pástanda, at tað verður lættari/skjótari at viðlíkahalda, við tað at ein sleppur undan at fara upp í høga mastur.

At eitt tól kemur afturat Inni á Fjør er bara eitt pluss og alternativ um toka er Uppi í Vestri.



heilsan

Borgari
Tað hevur verið tosað um at seta eitt vev-myndatól á sendimastrarnar longur uppi, men avgjørt er fyribils at seta tólini sum fráboðað, tvs. eitt har tað nú stendur og eitt við ferjuleguna Inni á Fjørð.

 

Nýggja kykmynd

Mai 09 , 2008
Tann nýggja kykmyndin er hørð og keðilig , alt og nógv av hasum bátahylsvegnum sæst. Hon hevur onga `persónligheit´. Set ein fotograf til hatta íð hevur eitt sindur av flair fyri slíkum ...

Slíkt hevur stóran týdning fyri okkum vestmenningum íd eru uttanlanda, at kunna kenna seg eitt sindur heima í myndini.

Annars eru myndirnar á sjálvari heimasíðuni bara so væl gjørdar, tað er ein gleði at síggja!

Vit hava valt at seta myndatólið soleiðis, tí at vit ofta hava fingið at vita, at hin myndin var ov einstáttað og at ov lítið sást niðan í bygdina.
Vit fara í næstum at seta eitt myndatól upp afturat - hetta verður sett upp Inni á Fjørð.


 

Fólkaseyður

Mai 09 , 2008
Onkur segði, at um hann hevði verið seyður og ætlaði sær inn í viðarlundina, so hevði hann heldur farið inn gjøgnum porturs-opið heldur enn at farið inn aðrar vegir. Eg kann bara heilsa og siga, at tað nyttar einki at seta nýtt portur upp og so halda, at trupulleikin við seyði í viðarlundini er loystur, tí fleiri metrar av hegni uppi við nýggja vegin eru burtur. Far niðan og hygg!

Vagnur Streymoy
Nú fer seyðurin skjótt av bønum, so  vit mugu royna at fáa henda trupulleika loystan, áðrenn seyðurin kemur á bøin aftur í heyst.

 

webcamera

Mai 06 , 2008
kunnu tit flyta cameradi onkra ædra stadni ,tad var nógv betur fyrr har tad var sum mann sá bygdina og keidina , tad er so hyggiligt at hyggja eftur cameranun heima tá mann býr uttanlanda .Hopi tit gera tad,hatta bílæti er so óintrisant. Takk fyri .
Vevmyndatólið er fyribils sett í vindeyga á kommunuskrivstovuni - ætlanin er at seta eitt tól í mastur á nýggja kaiøkinum og eitt tól í mastur við ferjuleguna Inni á Fjørð.