BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Eyðgleiðarin

Juni 30 , 2008
Fantastisk heimasíða tit hava, gavi allar kommunur høvdu so gott samband við sínar borgarir. Her er næstan alt sum man kann hugsa sær :), tit skuldu virkuliga anbelfalla øllum kommunur at gera sum tit..

Takk fyri.

 

sev

Juni 24 , 2008
hvørja støðu hevur Vestmanna Kommuna til at SEV nú hevur ættlanir um at takað tað síðsta av vakurleikanum í nátúruni hjá okkum Vestmenningum?

Vil gjarna fáa eina grundgeving ,um tað stendur so illa til í kommunalinum, at tit ikki leggja nakað í um SEV fær vælvild at fara norð í Dalar at leggja alt undir í vatn og grópa alt upp har norðuri.....

Tað er ein skandala um SEV sleppur hettar, teir hava longu tikið allar okkara áðir....



heilsan ein óróligur Vestmenningur..

Vestmanna Kommuna kann ikki taka støðu til málið, tí vit eru ikki ein avgerðarmyndugleiki í sambandi við vatnorkuútbyggingina. Hagarnir, búnaðarstovan, friðingarmyndugleikar o.a. skulu loyva byggingini. Einstøku bygdarráðslimirnir hava sjálvsagt sínar hugsanir um málið og fara heilt vist at taka støðu til málið.


 

Vetrarfriðing

Juni 24 , 2008
Tað verður framvegis skriva um, at Hagastýrini avgerða um tað verður vetrarfriða ella ikki. Eg var sjálvur á hagastýrisfundi, fyri rúmari tíð síðan, har ið tað bleiv viðtikið at vetrarfriða hagan (Neshagað). Eru tað ikki bert "praktisk ting" hjá kommununi eftir at gera? Hava øll hagastýrini ikki viðtikið vetrarfriðingina.



Jónsvein á Rógvu
Sum vit nevndu, so hava hagapartarnir verið seral jaligir í samráðingunum, so, jú, tað eru fyri tað mesta praktisku tingini, so sum henglinjur, rørportur o.l., sum eftir eru at fáa uppá pláss.

 

Pedellurin er settur ?

Juni 23 , 2008
Fólkið er sett, men vit kunnu ikki nevna umsjónarfólkið, tí tað hevur ikki enn boðað frá, um tað tekur við starvinum.



Soleiðis svaraðu tit einum spyrjara herfyri.



Hvussu kann eitt fólk verða sett, tá tað ikki hevur boða frá, at tað vil verða sett.



Er pedellurin settur nú ?



Bygdarráðið samtykti at taka einmælt undir við tilmælinum frá setanarbólkinum. Siðvenjan er so, at umsøkjarin fær boð um, at hann fær starvið, um hann tekur av. Umsøkjarin boðar í flestu førum alt fyri eitt frá, at hann tekur við starvinum. Í hesum føri hevur umsøkjarin ikki enn boðað endaliga frá, at hann tekur við starvinum; hann hevur biðið okkum kannað nøkur viðurskifti fyrst.

Starvsetanin byrjar ikki fyrr enn 04.08.’08, tí hava vit góðtikið, at umsøkjarin fær longri umhugsanartíð enn vanligt.

 

 


 

Vegbunga

Juni 23 , 2008
Hvar bleiv vegbungan við skúlan av?
Asfaltfyritøkan kemur aftur til bygdina fyrsta dagin, og tá verða millum onnur arbeiði eisini bungurnar ætlandi gjørdar.

 

Skotin seyður

Juni 23 , 2008
Eg vil loyva mær at spyrja Vestmanna kommunu hendan spurning.

Vita tit hvat sjer um eg sjóti seyðin ið kemur inn í garðin hjá mær nú komandi vetur og summar. Eg havi mangan haft byrsuna í hondini og sikta, men havi ikki trýst á avtrekkjaran enn. Eg veit so eitt, og tað er, um mín hundur gongur á jørini hjá bøndunum, so verur hann skotin við brestin.

Annars so er tað ikki bøndinir í skulu bestemma um tað skal vera vetrafriða ella ikki, tað er Vestmanna kommuna. Tit vita líkavæl sum eg, at tú kan aldrin blíva samdur við ein bønda tá tað snýr seg um jørð, sig mær ein bønda í ikki klandrast við onkran.



Um tygum skjóta seyð, verða tygum uttan iva meldaður til løgregluna av eigaranum.
Tað eru hagarnir - hagastýri, eigarar og festarar - sum avgera, um vetrarfriðað verður ella ikki, men viðmerkjast skal, at allir hava verið jaliga sinnaðir undir samráðingunum.
Um bøndur klandrast meira einna onnur, skulu vit ikki taka støðu til - neyvan! Kommunan hevur í hvussu so vanliga gott samband við hagastýri, eigarar og festarar.


 

Webcamera

Juni 17 , 2008
Verdur tad leingi til cameradini eru í ordan , sakni tey ,takk
Tað verður arbeitt við trupulleikanum - vónandi virka tey aftur fyrsta dagin.

 

camera

Juni 17 , 2008
nær verdur cameradi aftur í ordan , eg sakni tad
Tað verður arbeitt við trupulleikanum - vónandi vera tey virkin aftur fyrsta dagin.

 

Pedellurin

Juni 12 , 2008
Hvør er settur sum pedellur í barnagørunum og eldrasambýlinum. Tað er sett havi eg hoyrist og hvussu nógvir søkti starvi

Fólkið er sett, men vit kunnu ikki nevna umsjónarfólkið, tí tað hevur ikki enn boðað frá, um tað tekur við starvinum.

Tveir umsøkjarar vóru til starvið.

 

ymiskt

Juni 12 , 2008
Tit mugu dagføra gøtunavnið hjá brandstøðini - helst Hornavegur 24 - í telefonlistanum.
Tað gera vit.

 

Vetrarfriðing

Juni 11 , 2008
Vildi ynskt, at allur seyður smakkaði av grasi og blomstrum.

Vrøvl, at seyðaánararnir ella hagarnir vilja hava tíð at hugsa um, hvussu teirra seyðir skulu fáa meira at eta, um tað verður vetrarfriða.

Í fleiri ár hava seyðirnir sjálvir karva plastikki av "ballunum". Høvdu eigarirnir verið meira umhugsnir og tíma betur at givið seyðunum tað nøgd teimum tørvaði, heldur enn at lati "ballurnar" ligið og sløðst runt bygdina, so hevði verið nógmikið til allar seyðirnar, ongin hevði hungra.Tá seyðurin sjálvur sleppur at ráða, karvar hann sjálvandi plastikki av "ballunum", hann hevur ikki vit og skil fyri øðrum enn at taka til sín og helst allatíðina.

Seti krøv til ánararnar. Teir hava sett krøv til okkum bygdarfólk og urtagarðelskarar í alt ov nógv ár. Vestmanna er afturútsilgd bygd, tá hugsa verður um vetrarfriðing, púra burturvið, at kommunan ikki er komin víðari á hesum økinum.

Gud náði tann seyð, sum vísur seg í mínum garði. Børnini vassa í seyðalorti, tá tey fara út at spæla, tí bóndurnir ikki tíma at taka plastikki av "ballunum". Seyðahald í Vestmanna er spæl og onki annað og tað skulu vit onnur ikki finna okkum í.
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

ferðsluóskil

Juni 04 , 2008
Var í verðins bestu bygd seinasta vikuskifti (Vestmanna), men varð skelkaður av, at síggja pápa at o.u. trý ára gomlum barni føra prutl uttan fallhjálm, meðan hetta lítla sat aftan við einum súkkluhjálmi.



Havi hoyrt, at upp móti 15 fólk leiga sær hesu livshættisligu fýrahjólararnar í bygdini fyri at koyra í haganum ogheilt upp á Loysingafjall, har fólk, fuglur og seyður verða órógvað almikið.



Er totalt lógloysi í bygdini síðan politimynduleikin fór ?

Vit hava heitt á ATV Mountain um at svara teirra vegna, og niðanfyri standandi er frágreiðingin frá teimum.

Fyrst og fremst, ja Vestmanna er verðins besta bygd.

Tú sigur, at tú komst til Vestmanna seinasta vikuskifti og bleiv skelkaður av at síggja ein pápa koyra uttan hjálm. Tað vilja vit geva tær rætt í, tað er ikki í lagi, og tað er so eingin frá ATV Mountain, sum hevur koyrt uttan hjálm.

Men so er ikki so nógv aannað rætt í spurninginum. Vit á ATV Mountain skipa fyri rættiliga seriøsum og væl skipaðum túrum niðan í hagan, niðan á Loysingarfjall, har fólk fáa rættiliga strangar reglar at koyra eftur. Øll vikjandi hjá okkum fáa góðkendar hjálmar, búnar, hanskar, og so  koyra tey nú eisini í eini troyggju, har í verja er bæði fyri armar, rygg og bringu.

Eisini verður skrivað um lívshættisligu fýrahjólarnar. Vit kunnu einans spyrja, um tú hevur roynt eina slíka. Hevur tú verið og roynt hendan túrin hjá ATV Mountain? Neyvan!

Tú skrivar, at túrarnir órógva fólk, fugl og seyð. Her fara tygum so heilt skeivur! Vit hava einans fingið rættiliga jaligar viðmerkingar frá fólki. Vit á ATV Mountain vilja nátúru, djórum og fólki alt tað besta. Tí hava vit tosað við fuglafrøðifelagið um, hvar reiður hjá hesum ymsu hagafuglunum eru, og har eftur er so gøtan niðan á Loysingarfjall løgd. Vit hava koyrt í uml. 1/2 ár nú, og vit mettu frá byrjan av, at hendan koyring ikki fór at órógva hagan, fuglin og seyðin, og so er! Við síðuna av vegnum heilt niðan til myllurnar kunnu vit telja 11 tjaldursreiður, 3 spógvareiður, og fleiri smáfuglar eiga alla vegin niðan, og tey fara ikki av/úr reiðrunum, um vit koyra frammvið. Í grótbrotinum niðan fyri myllurnar eigur ein hara, og hon stendur og hyggur at okkum, tá vit koyra frammvið. Hon fer heldur ongan veg. Seyðurin er so spakur nú, at hann kemur yvur til súkklurnar og etur úr hondini á fólki. Um hann so liggur mitt á vegnum, flytur hann seg ikki, fyrr enn vit flyta hann.

So góði tú, kom og royn hetta fantastiska upplivilsi og fá sjón fyri søgn, kom og royn hettar villa úti í tí villa ímillum fugl, seyð og fólk, áðrenn tú skrivar meir um tað ,tú einki veit um.

Sí heimasíðu okkara www.atv.fo, har kannst tú síggja, hvussu tað verur givið úr hondini til eina ær við lambi. Eisini kannst tú seta teg í samband við okkum, um tú hevur okkurt at spyrja um ella um tú ynskir at umbiða ein túr.


 

Røktarheimið

Juni 04 , 2008
Er tað rætt, at nýggj kostnaðarmeting er komin fyri Røktarheimið, og sum er væl hægri enn tær 24 mill. krónurnar, sum heimið upprunaliga varð mett at kostað? Hvat meta tit, at heimið fer at kosta, og hvussu stórur verður kommunurnar partur?

Nýggj kostanaðarmeting er komin, kostnaðurin verður nú mettur at vera 52.060.641 kr, stuðulin er 12.000.000 kr, okkara partur verður tí 40.060.641 kr – harumframt verða útreiðslur til vegagerð o.a. Yvirlit yvir mettan kostnað sæst niðanfyri.

Røktarheim í Vestmanna


Mettur kostnaður Stuðul Kvívíkar Kommuna Vestmanna Kommuna
Januar 2006 (á Fornlendi) 34.200.000 12.000.000 7.400.000 14.800.000
03.04.’07 (Grønanes) 35.000.000 12.000.000
23.000.000
08.06,07 (Grønanes) 35.000.000 12.000.000
23.000.000
15.04.’08 (Grønanes) 52.060.641 12.000.000
40.060.641

Vestmanna Kommuna kannar í løtuni, hvussu røktarheimið kann fíggjast. Um ongin skilagóð loysn finst, kann vera neyðugt at útseta byggingina.


 

Niðari Vegur

Juni 04 , 2008
Ger sitandi bygdarráð nakað meira við Niðara Veg?
Ja, tað er í hvussu so er ætlanin.

 

Vegamerkingin

Juni 03 , 2008
Hetta er ikki meint sum grenj, men eg má spyrja : nú bleiv naka av vegamerkingini gjørt í sístu viku, takk fyri tað, men hví verður einki gjørt liðugt ??????
Tað er tí, at tilfar manglaði, og teir, sum merktu upp, koma aftur, so skjótt teir hava fingið hetta.

 

Rusdreka

Juni 03 , 2008
HEJ



Hví hevur V.K ikki rúsdrekka politik...??





Tad er so doyligt at syggja øll blomstrini í bygdini.

Vestmanna Kommuna hevur ikki enn ein orðaðan rúsevnapolitikk. Hetta merkir tó ikki, at ongin rúsevnapolitikkur er. Vit nýta vegleiðingina hjá landsmyndugleikunum:

Rúsevnapolitikkur

Rúsevnapolitikkur
Ásannansdi, at rúsevnamisnýtsla ávirkar arbeiðsavrikið, skalrúsevnapolitikkurin tryggja, at almenn arbeiðspláss eru rúsevnafrí.

Leiðslan  á  staðnum hevur høvuðsábyrgdina av, at rúsevnapolitikkurin verður fylgdur.

Endamál
Endamálið við rúsevnapolitikkinum er at skapa eitt trygt og gottArbeiðspláss, at fyribyrgja trupulleikum av rúsevnum og at geva starvsfólkum* møguleika – so tíðliga sum gjørligt – at koma burturúr møguligari misnýtslu.

Alment
Rúsevnanýtsla skal ikki ávirka arbeiðsavrikið.Tað er ikki loyvt at fáa sær rúsevni í arbeiðstíðini. Heldur ikki er loyvtat selja ella bjóða starvsfólki rúsevni í arbeiðstíðini.
Somuleiðis er ikki loyvt at møta til arbeiðis ávirkað/ur av rúsevni.

Undantak
Leiðslan kann geva loyvi til, at skonkt verður við serlig høvi, t.d. í sambandi við móttøkur og onnur hátíðarhald. Við tílík høvi eigur hettaat verða gjørt við fyriliti, og eins góður møguleiki skal vera at fáa rúsfrían løg.

Ábyrgd
Rúsevnatrupulleikar eru ikki eitt privatmál. Tí eiga øll at taka ábyrgd og boða frá, um tey vita um rúsevnatrupulleikar hjá starvsfeløgum.

Rúsevnatrupulleikar
Starvsfólk við rúsevnatrupulleikum kann sjálvt venda sær til næsta fyrisetta ella starvsfólkaumboð at tosa um trupulleikarnar og møguleika fyri hjálp.
Tílík samrøða er at meta sum trúnaðarmál og hevur ikki ávaring viðsær.

Tað gleðir okkum, at tú gleðist um fríðkanina av bygdini.


 

Vegbunga

Juni 03 , 2008
Hvar bleiv vegbungan við skúlan av?
Vegbunga verður ikki gjørd aftur beint niðanfyri skúlan - har verður gjørdur gonguteigur. Men báðumegin við verða gjørdarvegbungur - ein uttanfyri og tvær innanfyri gonguteigin. Hesar verða gjørdar tá alsfaltmenninir aftur koma higar, væntandi um einar tvær vikur.

 

Hús ella íbúð ?

Juni 03 , 2008
Vit eru tveir vinmenn, sum ætla okkum í fiskivinnuskúla til heystar og tí sóknast vit eftir onkrum at búgva í Vestmanna. Er tað nakar sum veit um nakað at búgva í ???



Heilsan,

Dávur og Regin

Tlf 264227

Tit fáa hetta helst best at vita á fiskivinnuskúlanum.

Annars kann leigast í Krákureiðrinum, v/Jónfinn Egilsnes, tlf. 252065, ella frá Skúvadal tlf. 471600


 

Til HJARTASUFF

Juni 03 , 2008
Eg havi verið í kirkjugarðinum í dag, og kann upplýsa tær, at hann er sligin, og sær sera vakur út. Eg var eisini í nýggja kirkjugarði í siðstu viku, og var hann eisin nýsligin. Eg vil her rósa kommununi fyri fríðkan av bygdini. Vónandi sær tú eisini okkurt positivt tá í tú vitjar heimbygdina. Læt okkum hoyra .............?
Verður út uttan viðmerking.

 

Bátastevnan

Juni 02 , 2008
Hava tit ikki nøkur bíløt at leggja inn á síðuna frá bátastevnuni?

Her eru nakrar myndir


 

BORGARAFUNDUR

Juni 02 , 2008
Vit hava nú 30 maj, og enn gongur hasin f..... seyðurin enn í bygdini.

Nær verður hasin borgarafundurin um seyðin verðuleiki ?

Bygdafólki brúkar hópin av peningi at fríðka um, og kommunan brúkar hópin av peningi at stika fyri, so at tað sum er sett niður, ikki verður etið aftur av seyðinum, sum nakrir fáir mans / borgarar eiga.

Nú kann verða nokk.



Heilsan Speril



Boða kommununi ella onkrum í hegnsýnisnevndini frá, um seyður enn gongur á bønum. Formaður í hegnsýnisnevndini er Símun Olsen.

 

Vit kenna onki til borgarafund um seyðin.

 

HJARTASUFF

Juni 02 , 2008
Næstan hvørjaferð eg eri á vitjan í heimbygd míni, eri eg ein túr í kirkjugarðinum. Haldi at tað er stór skomm, nú kirkjan er blivin so vøkur, at kirkjugarðurin er so ljðótur sum hann er.

Umsjónarmaðurin hevur greitt okkum frá, at orsøkin til, at tað ikki er sligið í gamla kirkjugarði er hon, at har er rættiliga nógv ókrút. Fyri at kunna beina fyri ókrútinum er neyðugt, at munur sæst á tí og grasi, tí verður ikki sligið, fyrr enn beint er fyri ókrútinum.

 


 

Norðbúgvin

Juni 02 , 2008
Nær - ella hevur Vestmanna Kommuna nakrar ætlanir um at sleppa av við hatta irreterandi skipið Norðbúgvan? Væl mann kommunan fáa nakrar krónur fyri bryggjugjald, MEN ÁLVARATOS! Skal ein kommuna sum okkara leggja rygg til eina slíka llíkasælu frá felagnum RÆTTHAMAR SUM SIGST EIGA SKIPIÐ? Eg og fleiri ella rættari sagt nógvir aðrir borgarar kundu hugsa okkum at kommunan fekk burturbeint skipið sum skjótast!



Norðbúgvin er fastur fúsur á bátastevnuni í gjøgnum minst 4 ár!

Skomm fyri havnarlag okkara og ongin umbering fyri tað!



Borgari
Norðbúgvin verður seldur á tvingsilssølu fyrsta dagin, og tá fer hann væntandi burtur - um ikki onkur vestmenningur keypir hann, væl at merkja.