BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Púra samdur

Juli 25 , 2008
Nógv heldur gera færri arbeiði og gera tey liðug, enn at alt ov nógv stendur i hálvum gekki.

Vestmanna bygd er vøkur frá náttúrunar hond, tí mugu vit gera alt fyri at halda hana vakra.

Ber ikki til at gera okkurt við vatnlekarnar? lekin í brekkuni beint frammanfyri Garðastovu er nú so stórur at vatnið rennur. Eg stúri fyri hvussu tað verður í vetur um ikki okkurt verður gjørt heilt skjótt.

Vegbungurnar..... tær við skúlan skilji eg væl, men tær í Útibø skilji eg alt ikki, har eru mær vitandi ikki nógv børn, tey ganga longur úti har ongar bungur eru.



Annars mugu vit borgarar ikki gloyma at tað er nógv vit sjálvi kunnu gera, vit kunnu byrjað við at feiða frammanfyri hjá okkum sjálvum.



Heilsan

Annars glaður Vestmenningur.
Okkurt má og skal gerast við lekan uttanfyri Garðastovu, áðrenn veturin kemur, eingin ivi um tað.

 

Vegabungur

Juli 25 , 2008
Alt gott um vegabungurnar sum eru komnar.

Men hví gera tit ikki vegabungur á Heygum ? har er nógv ferðsla, og tung ferðsla, í samband við handilin hjá Sigurð og Vestmanna skúla og ítróttarhøll. Og bilar standa parkeraðir á báðum síðum.

Í mun til Bøgøtu, eru nógv fleiri børn á Heygatúni.













Ja, tað kundi verið eitt hugskot. Men, nú er valt at gera hesar fyrst, og so má tíðin vísa, og polittikkararnir taka støðu til, hvørjar verða tær næstu, ella um nakrar koma afturat.

 

Vestmanna bygd:(

Juli 23 , 2008
hvussu ber tað til at eingin tíðaravmarking er fyri nøkrum arbeiði í bygdini. Alt arbeiðið, sum verður gjørt liggur í hálvum gekki. Vestmannabygd er vøkur langt frá, men tá man kemur inn í bygdina sær er alt tað vakra vekk:(

Hevði tað ikki verði eitt hugskot at gjørt minni og fingið tað liðugt??

Arbeiðir, sum onnur gera fyri okkum, eru oftast tíðaravmarkað.

Arbeiðir, sum kommunan ger sjálv, kunnu taka drúgva tí, m.a. tí at fígging er bert til ein part hvørt ár. Vantandi arbeiðsorka ella aðrar átrokandi uppgávur, sum mugu raðfestast fremri, kunnu eisini seinka arbeiði.

Kanska er rætt, at vit royna at gera ov nógv. Vit skulu royna at leggja størri dent á at gera okkum lidnar, og at arbeiðið verður væl frágingið.


 

Rís og rós

Juli 23 , 2008
Eg havi bæði rís og rós til tykkum, sum í kommununi sita.

1. Afturvendandi evni: vetrarfriðing... hon er á veg siga tit. Hatta er torvmold í eyguni á fólki. Gev okkum vetrarfriðingina, so kunnu tit lýsa við tí, tá ið komið er undir land.

2. Eg frøist um, at tit endiliga hava fingið vegbungurnar, sum hava bøtt munandi um trygdina serliga hjá børnum.

3. Vestmanna bygd er sum heild heilt snøgg at síggja!Karlsberg er fyrr nevnt - herligt við plantum og grønum økjum, og vegurin, sær gott út við lagaðum garði, gongubreyt, kantsteinum, gøtuljósum, ja, stutt sagt soleiðis sum ein vegur eigur at vera. So hava tit eisini planta trø, til at fjala heldur høga bergið við, men standa hasi trøini ikki uttan bløð stóran part av árinum? Hvussu við at seta trø, sum eru grøn alt árið?

Vetrarfriðingin er enn á veg. Málið er ikki so einfalt, sum tú tykist halda. M.a. kunnu vit ikki gera avtalur, fyrr enn greiða er fingin á, um kommunan hevur fígging til endurgjaldið. Harumframt er neyðugt at hegna, gera atkomur og portur o. tíl.

Vit eru eisini vælnøgd við vegbungurnar. Spell at bygdarleiðir ikki eru glaðar fyri tær.

Ætlanin er, at bergið verður fjalt best gjørligt. Trøini eru bert byrjanin.


 

Svar

Juli 21 , 2008
Hví fáa vit ikki svar, nær gongugøtan oman ígjøgnum Miðalsbrekku verður gjørd.

Málið er beint í Teknisku Nevnd og verður neyvan viðgjørt, fyrr enn eftir summarfrítíðina.


 

Er peningur settur av ?

Juli 21 , 2008
Hví skal alt hjá børnum oyðileggjast.

Hevur hetta býráðið ikki ans fyri tí sum børn eiga.

Lastbilur og ein betongbilur hava oyðilagt graslíki á spæliplássinum í Miðalsbrekku, sum vit brúktu nógv á okkara stovni. Vit fara at spyrja, um hetta verður afturgjørt beinan vegin, ella hetta skal liggja sum ein skomm á sama hátt sum alt spæliplássi hevur gjørt í nógv ár.
Fyri at skapa trygg kor fyri børnini í útibarnagarðinum var neyðugt at tryggja bakkan omanfyri húsið, og tí máttu stórir bilar inn á spæliplássið - at  onkur so heldur, at tað er fyri at oyðileggja, at bilarnir koma inn á vøllin, verður upp til viðkomandi at halda! Leiðslan á stovninum hevur útvega eina ætlan fyri spæliplássið, og ætlanin er at seta pening av á fíggjarætlanini fyri komandi ár.

 

vegabungurnar

Juli 16 , 2008
Eru allar vegabungurnar, ið skulu liggja á Bøgøtu lagdar? Um so er, so skilji eg ikki, hví vegabungur ikki eru báðumegin Toftabrekku, tí bilar, ið koma omaneftir kunnu fara skjótt fram við Toftabrekku, og ikki minka ferðina fyrr enn teir koma fram til fyrstu vegabunguna, ið stendur eitt fitt strekki frá Toftabrekku. Tað er vandamikið, hjá børnum at fara yvir um vegin tí vánaligt sýni er á staðunum, og hetta kemst av, at bilar standa parkeraðir fram við vegnum og taka sýnið. Sum er, eru vegabungurnar eingin hjálp hjá fólki, ið skulu yvir um vegin.

Vagnur Streymoy
Ein av grundunum til, at vegbungur ikki eru gjørdar longur úti í Bøgøtu, er, at man tá nærkast brekkuni, og tað verður ikki mett rætt at hava bungur í ella tætt við eina brekku.

 

Parkeringsøkið

Juli 16 , 2008
Nær verður parkeringsøkið á Holmsbakka liðugt?
Eingin tíðarætlan er, men ætlandi verður uppfyllingin og klárgerðin til asfaltering liðug einaferð í heyst.

 

Vegabungur

Juli 15 , 2008
Haldi tað er gott at tit hava gjørt vegabungur. Um tað er for ringt hjá bygdaleiðum at slakka av nú vegbungur eru komnar í bøgøtu, haldi eg tað er betur teir ikki koyra í bygdini.



Ein nøgdur borgari.
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Vetrarfriðing

Juli 15 , 2008
Vit standa til møguliga at flyta til Vestmannar, men har er ongin vetrarfriðing, nær verður hetta framt ??

Skal man virkuliga flyta til Skopunar fyri at fáa ein líkinda hava ???????????? Hvør liggur í bugtini ?? nøvn og hagar ??



Vestmenningur av bygd'



p.s. Annars haldi eg at Karlsberg er flott, blómuskrýtt og byrjandi grønt, ístaðin fyri nakrar ljótar Shell- tunnur.

Gott hjá Kjartan.

Arbeitt verður áhaldandi við vetrarfriðingini. Fundir hava verið við hagarnar, sum eiga vetrarbitið. Allir tóku í høvuðsheitum undir við vetrarfriðing, men avtala er ikki enn gjørd um m.a. hegnlinjur, portur og atkomur, víddir,  endurgjald og endurgjaldshátt. V.K. metir sjálvt endurgjaldið at vera 3 – 3,5 milliónir – rentur skulu óivað leggjast afturat, um gjaldið skal vera yvir fleiri ár. Harumframt skal kostnaðurin fyri hegn og portur leggjast afturat, umframt arbeiðsløn.

Upphæddin er so stór, at hon má raðfestast saman við øðrum íløgum. M.a. mugu vit fáa greiði á, um, nær og hvussu røktarheimið skal byggjast og fíggjast. Fyrireikingarnar til at breiðka Niðara Veg eru eisini komnar so langt, at vit mugu kanna, hvussu hann kann fíggjast. Harumframt bíða vit eftir, at keypið av Felanum (fjøruni) verður avgreitt; har er avtøka av vetrarbiti íroknað.

Vit vóna framhaldandi, at sitandi bygdarráð fær gjørt avtalu um vetrarfriðing. Útlitini fyri, at vetrarfriðað verður í heyst eru tó sera smá; men ikki er óhugsandi, at bygdin er vetrarfriðað í 2009 ella 2010.

Vónandi flytur tú til Vestmannar, tí her er gott at vera, og vetrarfriðingin er á veg.

 

 


 

Bussleiðin

Juli 15 , 2008
Eg síggi í tveimum innleggum her á síðuni, at Bussleiðin ikki fer at koyra inn í bygdina. Er nakað hald í hesum tíðindum?

Um so er, so haldi eg, at Vestmanna Bygdarráð má gera dundrandi vrøvl. Fyri tað fyrsta er leið 100 tann einasta leiðin,íð fór upp í prísi, tá lækkingar annars vóru. Síðan fingu vit eitt nógv verri samband bæði til Havnar og til Flogvøllin, og skulu vit so nú oman á tað heila til at ganga inn á Fjørð fyri at sleppa í bussin?

Hetta er heilt út av lagi vánaligt, um so er. Vit eru nógv, sum trúliga brúka bussin, men um tænastustøðið fer at lækka enn meir, so verður vónleyst at brúka kollektivu ferðsluna, og tí veri eg helst eisini noydd til at keypa mær bil og harvið vera við í oljudálkandi harkaliðinum.

Og eg, sum trúði, at eg búði í grønastu bygd í Føroyum...

Strandferðslan boðaði 09.07.’08 frá, at leið 100 frá 16.07.’08 ikki koyrir út í bygdina, men einans frá missiónshúsinum. Orsøkin til lækkaða tænastustøði var sambært SSL nýggjar vegforðingar úti í bygdini. Orsøkin er sambært SSL: “at bæði bussar og førarar fáa ampa av at koyra um hesar.” Vestmanna Kommuna vísti alt fyri eitt á, at talan mátti vera um onkra misskiljing, tí vegforðingarnar á Bøgøtu vóru ikki gjørdar, tá bussførarar og busseigarar mótmæltu. Mótmæli kom helst, tí at teir høvdu koyrt eftir Toftavegi; tær vegforðingarnar vóru ov stuttar og eru nú broyttar. Vegforðingarnar á Bøgøtu eru gjørdar eftir leisti hjá Landsverk. Tung ferðsla skal kunna koyra eftir teimum við 20 km/t. Mest loyvda ferðin á Bøgøtu er 30 km/t, tí skuldu vegforðingarnar ikki ávirka koyringina hjá Bygdarleiðum stórvegis.

11.07.’08 svaraði SSL: “SL fer at heita á Sp/f Jón Thomasen um at royna koyringina yvir “bumpini”. Og út frá hesum verður niðurstøða tikin um framhaldandi koyring.” Vit hava ikki enn fingið at vita, um SSL heldur fast við upprunaligu ætlanina.

Vestmanna Kommuna ætlar ikki at sleppa málinum, um SSL ger av ikki at koyra út í bygdina.

 

 


 

Vegabungur

Juli 14 , 2008
Eg skilji væl at vegabungurnar eru gjørdar við skúlan, men hví eru eisini bungur gjørdar á Bøgøtu?? Eitt úrslit av hesum er, at bygdaleiðir gevst at koyra út í Skálatungu:(

Grundirnar eru ymiskar, m.a. at mestsum øll tann tunga ferðslan sum skal niðaneftir, koyrir henda veg, og hóast ikki nógv børn búgva í økinum, so ganga nógv børn oman og niðan ígjøgnum økið.

 

Parkeringspláss/Gjáarlon

Juli 14 , 2008
Eigur kommunan ikki nakrar snøklar nærhendis Gjáarlon sum kunnu gerast til parkeringspláss, mest til starvsfólkið
Kommunan eigur økið uttanfyri barnagarðin og í svinginum ímillum Hornaveg og Heygalíð - hesi økir kunnu partvíst brúkast til framtíðar parkeringspláss.

 

Niðari vegur

Juli 14 , 2008
Hvar kann man síggja ta "nøkunlunda vegaføringina" - kunnu tit møguliga leggja hana á síðuna hjá kommununi. Sum skilst kunnu vit rokna við einum stórum inntrivi í verandi umhvørvi, so tað krevur at málið verður væl umhugsa og tað ger tað ikki verri, um borgarnir eisini verða nøgdir
Í løtuni ber til at síggja "nøkulunda" veglinjuna á teknisku deild hjá kommununi. So skjótt nakað meira ítøkiligt er, verður málið lagt á heimasíðuna.

 

Bungur

Juli 14 , 2008
Hvat er orsøkin til at Bygdaleiðir gevast at koyra inn í

bygdina ?



Hevur tað nakað við bungurnar inni í Útibø at gera ?
Tað siga teir - teir halda bungurnar vera heilsuskaðiligar og fara illa við bussunum!!

 

Hundalortar á vøllinum

Juli 14 , 2008
Halló, er møguleiki fyri at fáa skúlaplenina hegnaða inni? Vit sum sparka har hava trupuleikar av hundalortum, man ger sítt besta at rudda teir burtur, men hvønn dag man kemur aftur liggja eini fimm nýggjir har. Kann nakað gerðast við hetta??





Ein lortatroyttur fótbóltsspælari.
Um tað eru hundar, sum ganga leysir, kann meldast til løgregluna. Annars kann man heita á eigararnar um at lata verða við at fara á vøllin við hundunum.

 

Niðari Vegur

Juli 11 , 2008
Eg skilji ikki rættuliga hví tit eru við og hava ogna tykkum lendi til veg, tá ongin vegaføring er gjørd. Skuldi eftir mínum tykki verið øvugt. Hava tit annars hjálp frá onkrum uttanífrá sum hevur eyga fyri tí sum er??
Vit hava eina nøkulunda veglinju, sum vit royna at ognast lendi útfrá.
Nei, vit hava í løtuni ikki hjálp uttanífrá til hetta arbeiðið.

 

Parkeraðir bilar

Juli 11 , 2008
Fyri at venda aftur til parkeringsviðurskiftini hjá starvsfólkum í Gjárlon, so skilji eg ikki heilt hví starvsfólkið ikki kann parkera á parkeringsplássinum á vegnum longur uppi. Tað tekur maks 2 min. at ganga oman í Barnagarðin. So kunnu vit foreldur brúka farbreytina til av- og á skipan.



Parkering eigur at verða forboðið á farbreytini.



Eisini ein stúrin mamma
Vit leggja sjónarmið tygara út uttan viðmerking.

 

Niðari Vegur

Juli 10 , 2008
Hvar kann man síggja hvussu vegaføringin verður og er nøkur tíðarætlan og kostnaðarætlan?? og eitt afturat, hugsi nú um at taka tann vandamiklasta partin fyrst áðrenn vegurin rapar
Arbeitt verður í løtuni við veglinjuni, og eingin tíðar- ella kostnaðarætlan er gjørd.

 

Parkeringsplássini við Gjáarlon

Juli 10 , 2008
Tað er mær ein gáta hví tit í fyrstu atløgu hugsa um akfør hjá starvsfólkunum.



Tað er so beinrakið ta sum "stúrin borgari" skrivar. Vit foreldur skulu tvørtur um vegin við børnunum. Síggja hvørki oman ella niðan fyri parkeraðum bilum.



Stúrin foreldur
Starvsfólkini skulu væl eisini av við síni akfør, men sum nevnt, arbeitt verður við ymsum loysnum.

 

Parkeringsplássini við Gjáarlon?

Juli 10 , 2008
Eitt av teimum stóru arbeiðsplássunum og mest vitjaða stað í bygdini, barnagarðurin Gjáarlon, hevur enn ikki fingið ferðsluviðurskiftini í lagi. Tað er nú í summar 3½ ár síðani at stovnurin bleiv tikin í nýtslu og minnist meg rætt er pláss fyri áleið 84 børnum. Hetta førir við sær, at tað hvønn dag er nógv ferðsla á hesum vegastrekki á Hornavegi. Tú sært bilar parkera í bæði ovaru og niðaru síðu. Foreldur koma gangandi ella rennandi við teirra "gullklumpum", sum skulu í vøggustovu ella barnagarð. Tey mugu krússa millum allar bilarnar, sum longu standa parkeraðir úti í síðuni og niðan eftir alt meðan lastbilar og onnur tung ferðsla kemur koyrandi niðaneftir.

Tað er átaluvert at eingi parkeringspláss eru komin enn og tí vil eg heita á kommununa, um at fáa gjørt tey áðrenn nakað óhapp hendir á hesum, í løtuni, sera ótrygga vegastrekki.



Vinarliga

Stúrin borgari
Arbeitt verður við ymsum møguleikum, men ásannast má, at hesir ikki eru nógvir har á leiðini. Í fyrstu syftu er tó asfalterað uttanfyri farbreytina soleiðis, at akfør, serliga hjá starvsfólki, kunnu setast har. Vit vita, at hetta ikki er ein nøktandi loysn í longdini, men tað frægasta fyribils.

 

Niðari Vegur/Fitjarnar

Juli 10 , 2008
Sum sæst so ætlar kommunan at ogna sær øki til breiðkan av vegnum, men hvat ger kommunan við at økja um trygdina har vegurin er um at søkka undan tungu bilunum sum koyra á vegastrekkinum frá Herit Joensen til Ovu Jacobsen. Taki eisini undir við tí sum annar borgari sigur her á síðuni um at lurta eftir tí sum arkitekturin í útvarpinum mælti til og hugsa um umhvørvi . Inngongdin til bygdina skal helst eisini vera vøkur so vitjandi ikki venda við áðrenn tey síggja miðbýin.

Nevnda strekki er sjálvandi eisini við í ætlanini um at betra um og gera Niðara Veg tryggari at koyra á.


 

???

Juli 07 , 2008
Er tað uppskotið hjá Paula ella mál Nr 50, ið varð samtykt?



Vinarliga Jónsvein

Soljóðandi er skrivað í fundarbókina:

Pauli T. Petersen hevði broytingaruppskot til mál 50 um at bjóða Maju Nielsen 1,4 mió. kr. fyri húsini og fyri tann partin av matr. nr. 264b,sum skal brúkast í sambandi við breiðkan av Niðara vegi.

Tilboðið er treytað av, at partur av matr. nr. 264a og matr. nr. 264b verður gjørdur um til sethúsaøki í bygdarskipanini.

Um Maja Nielsen tekur av tilboðnum, verður avtala um yvirtøku gjørd millum hana og umsitingina.

Tilmælið einmælt samtykt.

 

 


 

Vegabungur

Juli 07 , 2008
Vegabungurnar undir skúlanum koma at føra við sær, at kommunan fer at fáa nógvar rokningar fyri útstoyt og annað.

Ber tað ikki til at gera bungur í ikki eru so høgar????????????.
Bungurnar eru gjørdar eftir forskriftum, men tað er kortini avgjørt, at bungurnar skulu gerast breiðari - 5 metur í staðin fyri, sum nú er, 3 metrar.

 

Flott arbeiði!

Juli 07 , 2008
Tit sum hava skipa fyri Fjarðastevnu - Fantastisk arbeiði. Dagurin hevur verði super - Heilsan ein sum hevur verði og hugt eftir kapprórði í dag.

Vegna fyrireikararnir, sum í høvuðsheitum er VÍF, takka vit fyri.

 

Staðið fer í summarfrí?!

Juli 04 , 2008
Tað er keðiligt at hoyra at "Staðið" fer í summarfrí :( Vildi mett at tað er í summarfrítíðini, at tey ungu gjarna vilja hava eitt stað at koma. Eisini er tað tíðin, tá ið m.a. hondbólturin hevur summarfrí, og tey sum ikki kundu koma - tí tey vóru til venjing - hava nú summarið er, betri stundir at koma.

vh

Borgari
Sum aðra staðni, verður ungdómshúsið hjá okkum eisini stongt í summarfrítíðini. Vanliga hava ungdómshúsini afturlatið, tá skúlarnir hava summarfrí.
Leiðarin í Staðnum sigur, at fáir ungdómar hava vitjað henda seinasta mánaðin, og ætlanin er at brúka summarfrítíðina til onkrar broytingar og annars at fyrireika til latið verður uppaftur.
Ætlanin er at lata upp aftur, tá skúlarnir byrjað aftur.

 

Fundarbók

Juli 04 , 2008
Ja, fundarskráin liggur á síðuni, 2 ferðir:), men eingin fundarfrásøgn:(
Mistakið verður rættað skjótast gjørligt - haldið okkum til góðar.

 

Niðari vegur

Juli 04 , 2008
Klárt verður nú gjørt at breiðka Niðara veg á Fitjum.



Góðu tit sleppi hesi ætlan og gerið nokk av parkeringsplássum sum arkitekturin mælti til í útvarpinum í staðin. Vit hava nokk av forbergum eftir breiðkingum í bygdini.



Vegurin millum Mass Fitjar og Áka Johansen kann breiðkast uml. tríggjar m. uttan at niðastu trøini mugu burtur ! Kommunan kann so taka húsini sum eru keypt niður, gera parkeringspláss á hesum støðum og so breiðka frá Herit Joensen og heilt út á Reyða Torgið.

Arbeitt verður í løtuni við at ognast lendi til vegbreiðking.
Í samband við breiðkingina er ætlanin at lata trøini í garðinum innast á Fitjum standa og at gera gongubreyt omanfyri trøini. Á henda hátt ber til at breiðka vegin soleiðis, at hann verður góðar 6 metrar breiður.


 

Fundarbókin

Juli 04 , 2008
Hví verður fundarbókin ikki løgd á forsíðuna, sum áður ?
Fundarbókin er á forsíðuni!

 

Fundarbók

Juli 03 , 2008
Hví er eingin fundarfrágreiðing frá fundinum 24.06
Fundarbókin er nú útløgd.

 

Skúlagøtan úr Miðalsbrekku

Juli 02 , 2008
Gøtan heilt frá spæliplássinum í Miðalsbrekku oman til Helga og Sigurdleyg er farlig at ganga á.

Framvið hjá Kristgunn Jacobsen er undirlendi undir asfaltinum fari undan og tí er asfaltið knorslut at ganga á.

Ímillum hjá Jákup Danielsen og Jákup Durhuus er lívshættisligt at ganga,

framvið húsumum hjá Paula Poulsen er øll gøtan bara hálvt asfaltera og har hevur runni vatn í 25 ár.

Tit hava lova nú í 3 ár at gera gøtuna/r allan vegin.

NÆR VERÐUR HATT GJØRT ?
Spurningurin er sendur áfram til Teknisku Nevnd.

 

Hví verður ikki alt lagt út ?

Juli 02 , 2008
Eg spurgdi um gøtuna frá spæliplássinum í Miðalsbrekku og oman framvið Paula Poulsen - hvar er tað svari ?
Spurningurin er sendur áfram til Teknisku Nevnd.

 

Hey

Juli 02 , 2008
Hvar kann man síggja ein skrá fyri Fjarðastevnuna??



Vit vita einki enn!