BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 29.08.2017

Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Vegir frá eini farnari tíð

August 27 , 2008
Mær vitandi, eru vegirnir her í bygdini frá eini tíð, har ein bilur koyri eftir vegnum í senn. Um tit kláraðu at fáa bilarnar burtur av vegnum (so fólk t.d brúktu sínar fínu bilgaragur, sum nógv hava, og tit gjørdu nøkur parkeringspláss), so hevði tað loyst ein stóran part av trupulleikanum.



Stutt sagt, er hetta ein bygd við for nógvum slentrian! Her er ongin heildarætlan fyri nøkrum, og tað ræður bara um at gera meira enn kvinnurnar, sum bara niðurbetaltu skuldina hjá nøkrum "idiotiskum" mannfólkum.



Vestmanna er ikki verðsins navli, men ein deilig bygd um skilafólk skipaðu fyri!

Rætt er, at nógvir vegir eru gamlir, og at ymsastaðni er trupult at breiðka vegirnar, tí bygt er í mark. Vestmanna kommuna veit av, at um parkeringsviðurskiftini vórðu betur skipað, so slapst undan ávísum trupulleikum. Í sambandi við breiðakan av niðara vegi, er ætlanin eisini at skipa parkeringsviðurskiftini av Fossábrúgv út á Torgið. Breiðkanin undir Holmsbakka fer eisini at betra parkeringsviðurskiftini har munandi. Annars arbeiðir ferðslunevndin hjá kommununi við ymsum ferðsluspurningum, sum vónandi gerast ein partur av eini heildarætlan.

Bygdarráðsval er í heyst, og tá hevur tú møguleikan at velja skilabetri fólk at skipa fyri, møguleiki er enntá sjálvur at stilla upp.

 

 


 

Dripp-Dripp.

August 27 , 2008
Fyri at sleppa frá at gera eina stutta søgu langa,skal eg

first minnast til at ikki at gloyma,at minnast til at eg

leingi,ja fyri nakad av tíd sídan,í hvussu so er í eitt halvt

ár havi atla mær at siga komununi frá,ja ikki tí at eg ikki

haldi at tit í komununi vita,ja vónandi hevur onkur annar

sagt tikkun tad,illa kanska onkur í kommununi hevur lakt

til merkis,men kanska sast tad ikki so val úr bilinum og

serliga illa um man hevur gloymt at taka sólbrillurnar av,

men sjalvandi má man ikki taka tar av um (ja nú kom eg at

hugsa um nakad tad var jú kavi tá brandposturin í Skála-

tungu fór at leka )sólin skínir.Vónandi verur tatt ardenn

kavin og frostid kemur aftur,vegirnir glansa meira tá teir

eru vátir, so einki er so rinkt at tad- - - - - - -stoppa nú.

Arbeiðið verður gjørt fyrsta dagin.


 

Vespur

August 27 , 2008
Nú vespur eru komnar til Vestmannar, kundi eg hugsað mær at vita um nakar vesputínari er í bygdini?



Eisini kundi eg hugsað mær at fingið at vita hvussu langt arbeiði er komið, viðv. leysgangandi hundum, síggi ongantíð nakað um tað málið í tykkara fundarfrásagnum.



Ein ið hvørki dámar vespur ella hundar :-(

Vit hava tíverri onga skipan til tess at burturbeina vespubýlir, men um eitt býli verður funnið, verður heitt á viðkomandi um í fyrstu syftu at seta seg í samband við umsitingina ella umsjónarmannin hjá kommununi.

So leingi eingin avtala er við løgregluna, um at kommunan skal taka sær av leysum hundum, eru hesir ein trupulleiki hjá løgregluni.


 

Vegbungur

August 27 , 2008
Hví ikki taka allar veg bungur vekk, og set Keylur so man má

snæra ímillum tær. Í Kollafirði eru nækrar settar upp

endurskin er á teymun tær síggjast lengen veg.

hevði hetta ikki verið eitt hugskot

Hugskotið er fínt, men í okkara føri er so valt at gera bungur.

 

Kommunan

August 26 , 2008
Er nakað kort yvir gongugøtur í haganum omanfyri bygdina
Nei, tíverri - ikki hjá kommununi í hvussu so er.

 

Vegabungur eina ferð enn

August 26 , 2008
Kundi hugsað mær at skoytt eitt sindur upp í tosið um vegabungur. Eg stóð nú ein dagin inni á parkeringsplássinum innan fyri fyrrverandi smiðjuna hjá Hans hjá Borgu og spældi við abbabørnin, tá brádliga eitt av teimum, genta 6 ár, sær okkur spennandi hinu megin vegin og leypur av stað. ì somu løtu kemur ein bilur koyrandi inn eftir, tíbetur tilkomin maður við róðrið og koyrdi ikki skjótt. Hann fekk steðgað bilinum, áðrenn tað brast. Hugsaði tá, at um tað hevði verið ein ungur bráður maður, so endaði ivaleyst gali, tí tað er so mikið langt millum tær bungurna, sum har eru, at ferðin sum einki kann verða nokk so fitt. Hevði ikki borið til at gjørt eina bungu aftrat har ímillum.

Eitt, sum eg eisini havi hugsað ofta er, um ikki eitt spegl átti at verið á Gerðisheyggi við Hallarveg, tí har er sýnið ringt og hópur av børnum ferðast har hvønn dag, og tey minnast ikki at hyggja hvørki til høgru ella vinstru, tá tey koma oman á høvuðsvegin á t.d. súkklu, rulluskoytum ella á sletu, og bilarnir koyra ikki altið spakuliga har!!!
Fyrispurningurin verður saman við øðrum líknandi beindur´til Teknisku Nevnd.

 

Nú byrjar skúlin aftur

August 26 , 2008
Nær verður gongugøtan gjørd -

heilt frá spæliplássinum í Miðalsbrekku og oman við hjá Helga F. Nielsen.
Vit hava spurt okkum fyri hjá arbeiðatakarum, men havi enn ikki fingið nakran at gera arbeiðið - men vit royna tó framhaldandi.

 

Vegbungur og SSL

August 26 , 2008
Eg haldi, taðer langt úti, at bygdarleiðir nú ikki kunnu koyra inn í bygdina orsaka av vegbungum. Í øllum øðrum londum er sera sera tætt millum bungurnar, tað verður hugsa um trygdina hjá fótgangarum og bilum annars og ikki um, um førarin hoppar eitt vet í setrinum ella ikki.

Tað er virkuliga tápuligt av SSL, sum er ein tænastustovnur at koma við slíkum tápuligum grundgevingum. Teir hava skyldu mótvegis okkum, sum brúka bygdarleiðir og tann skyldan má væl innibera tænastu, og tænasta er at fólk sleppa í bussin líka so uppi sum niðri í bygdini. Busseigararnir fáa pengar fyri at halda bussarnar viðlíka og fyri at keypa nýggjar bussar fyri. Teir bjóða uppá leiðir og tað inniber nakrar skyldur.

Eg haldi, tað er sjálvsagt, at bussar koyra har, sum tørvur er á tí og tað er so langt niðan í bygdina, sum gjørligt, helst heilt niðan í Miðalsbrekku.

Vit eru púra samd - verður annars lagt út uttan viðmerking.


 

Vegforðingarnar

August 26 , 2008
Eg má gera ein viðmerking um vegforðingarnar á Toftavegi. Eg haldi at tit hava oyðulagt tær við at gera tær breiðari. Endamálið við vegforðingini er nú burtur, tí nú noyðist ein ikki at taka ferðina av bilinum longur. Hevur tú eina ferð uppá 30-40 km/t so er bara at halda tað ferðina um vegforðingarnar, tí tað sker einki við at gera tað, hvørki við bili ella fólki. So hasar nógvu pengarnar tit hava brúgt har er brúktir til fánýtis, spell. Eg helt annars at tær vóru fínar og var sera glaður um tær, tí tá tordi man at lata børnini ganga á vegnum, men nú mugu tey aftur bindast fyri at yvirliva.



Annars ein deilig heimasíða tit hava.
Grundin til, at bungurnar vórðu breiðkaðar, var tann, at ov nógv akfør tóku í bungurnar - eisini sjálvt um koyrt varð varliga.

 

vevmyndatól

August 26 , 2008
Hví hendir onki við hasum vevmyndatólunum?



Nú summar er, og fólk royna at ferðast eftir veðrinum, haldi eg, at tað er sera óheppið, at vit bert hava hasa sera vánaligu vevmyndina av Vestmanna.



Familja og vinir hjá mær, sum ikki búgva í Vestmanna, eru eisini farin at argast inn á hetta. Áður hava tey kunnað farið inn her og hugt at myndini og sæð, hvussu veðurlíkindini eru, men nú siga tey, at hetta als ikki gevur rætta mynd, og tí mugu tey ringja til mín og spyrja um veðrið ella bara setast aftur.



Tit hava nú í mánavís sagt, at vevmyndatólini skulu koma í rættlag, men eg dugi ikki at´síggja nakran bata, heldur hin vegin. Eitt tól, ið fokuserar beint á ljótasta bygning í Vestmanna, og eitt annað, ið er óvirkið. Hetta er ikki góð reklama fyri bygdina!
Nýtt vev-myndatól er umbiðið.
Sum áður nevntm verður nýggjamyndatólið sett í somu mastur á kaiøkinum, sum verandi tól. Ætlanin er at snara verandi tóli meira niðan ímóti bygdnini, ímeðan nýggja tólið verður sett til at vísa inneftir.

 

Kommunubókin

August 13 , 2008
Hvat er tað fyri bók, sum Jystinus Eidesgaard skal skriva, tá kommunuvalið verður? Hví fekk hann játtað 20.000 kr.

Talan er ikki um eina bók, men um eitt temablað um kommunur og kommunal viðurskifti. Í mai 2008 kom blað, sum viðgjørdi kommunurnar í Norðuroyggjum og Eysturoynni. Ætlanin er nú at viðgera hini økini. Í blaðnum verður ein grein um einstøku kommununa. Harumframt verður Gallupkanning, har íbúgvararnir í kommununum verða spurdir um teirra hugsan um kommunusamanleggingar o.a.

Vit halda, at hetta er ein skilagóður máti at kunna um okkara kommunu. Gallupkanningin er eisini góð, hóast vit longu hava havt vegleiðandi fólkaatkvøðu um nøkur av hesum viðurskiftum. Vit vóna eisini, at Gallupkanningin í grannakommununi fer at geva eina ábending um, hvat grannarnir halda.

20.000 kr. er sama upphædd, sum t.d. Fuglafjørður og Klaksvík stuðlaðu fyrru útgávuni við. Runavíkar, Nes og Sjóvar kommunur stuðlaðu við enn størri upphæddum.


 

Skúlamyndir

August 13 , 2008
Eru nakrar skúlamyndir av árgangi1956/57?

Kommunan liggur ikki inni við øðrum skúlamyndum enn teimum, sum liggja á heimasíðuni.

Um onkur hevur hevur nakrar áhugaverdar myndir til heimasíðuna, eru tey vælkomin at senda tær til VK.