BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Bøgøta

September 29 , 2008
Fyri nøkrum árun sídan var Bøgøta tan peni og nosligasti vegurin í bygdini.Men nú,nú er verri,ella líka ringt at koma fram sum alla ardastadni.Fyrst teir parkerau bilarnir,so allar

holurnar og nú trygdin?Sjálvandi skal trygdin vera í hásati

men,har er ikki neydugt vid eyka bungun har eru ríkiliga

nógvar framanundan og vandin fyri at bilarnir enda í túninum hja teimun id búgva nidanfyri er stórur.Stórt øki

til parkeringsplass er har beint nidanfyri.Vinarliga seti arb-

eidi í gongd beinanveg og ikki bída til aftana kommunuvali

Tað hevur verið mett sum neyðugt - eisini eftir áheitan frá íbúgvum - at gera bungur í Bøgøtu.

Vegáleggingin er slitin, og vegurin er sjúnkaður í støðum, men hol eru ikki í asfaltinum, og um bilarnir enda í túnunum hjá teimum, ið búgva niðanfyri, so er tað ikki vegurin, sum hevur skyldina!

Kommunan eigur økið uttanfyri Toftagøtu, og har verður eyðvita gjørt parkeringspláss, men hetta verður ikki gjørt áðrenn kommunuvalið - arbeiðið er ikki fyrireikað og pengar eru ikki tøkir á fíggjarætlanini fyri í ár.


 

Reklamir

September 26 , 2008
Kunnu øll hanga reklamur /skelti upp á Staðnum.

hvat kostar tað fyri eitt ár at hava skelti hangandi.

Hvør fær áðgóðan av reklamupengunum.

Um sølulýsingar skulu hangast upp á staðnum, skal hetta gerast í samráð við leiðaran. Kostnaðurin fyri at hava sølulýsing hangandi er ikki ásettur. Møguligur ágóði fer til raksturin av Staðnum.

 


 

Systkinaavsláttur

September 19 , 2008
Er systkinafrádráttur nakað, sum vestmannakomuna hevur ætlan um bjóða foreldrum, ið hava fleiri børn á stovni í vestmannakommunu?

Vestmanna Kommuna hevur onga ítøkiliga ætlan um at innføra systkinaavsláttur til barnaansingina.

Sambært dagstovnalógini kann foreldragjaldið í mesta lagi vera 30% av rakstrarútreiðslunum hjá stovnunum í kommununi. Í Vestmanna Kommunu svara 30% til uml. 2.200 kr. Verandi foreldragjald fyri fulla tíð er 1.700,-, so hetta kann samanberast við ein avsláttur, sum er øllum foreldrum til gagns.


 

vindmyllur

September 17 , 2008
síggjai at 2 vindmyllur eru komnar upp úti í gerðinum,

er tað loyvt at seta vindmyllur upp nú, og hvat skal til fyri at fáa loyvi at seta hesar á hús síni.



Málið um uppseting av vindmyllum og treytir í hesum sambandi verður viðgjørt á bygdarráðsfundi 23. september.

 

Spurnarkappingin

September 17 , 2008
Kunnu tit ikki eisini hava nkrar spurningar, sum vanlig fólk - t.d. konufólk - hava áhuga fyri og ein møguleika at svara? Teir seinastu nógvu spurningarnir hava mest fyri bóndur, seyðamenn og gamlar dreingir!
Jú, vit skulu sjálvandi royna at taka áheitanina til eftirtektar.

 

Lyktapelar

September 17 , 2008
Verða lyktapelar ikki skjótt settir upp aftur á Niðara Vegi?

Vit rokna við, at tygum meina við Undir Holmsbakka, tvs. á Bakkavegi.

Arbeitt verður við at gera eina skipa av økinum, og fyrr enn hetta fyriliggur, verður einki endaligt gjørt, men møguleikin fyri eini fyribils loysn verður kannaður samstundis.


 

Ruskplássi

September 17 , 2008
Ein fyrispurning í samband við, tá man koyrir tilfar á ruskplássið. Hvar er greinsan fyri, nær man fær eina rokning heimaftur við, tá man hevur verið og koyrt í skrell? Hevði verið gott at vita, tí so kann eg bíða næstu fer til ruddingardagur einaferð verður aftur við at koyra órudd burtur, sum liggur uttanfyri; meini ikki at rokning verður send aftaná tá.

Reglugerðin fyri bingjuplássið sæst undir Havnin á forsíðuni og síðani undir kunning og Bingjuplássið á Grønanesi.

 

Barnafrádráttur

September 16 , 2008
Hey...

Hvussu høgur er barnafrádrátturin í vestmannakomunu?



V.H.

Foreldur

Í 2008 er barnafrádrátturin 3.500 kr.

Upplýsast kann eisini, at kommunuskatturin er 22% og kirkjuskatturin er 0,60%.


 

Friðað hús

September 11 , 2008
Í Vestmanna eru fleiri ógvuliga gomul og vökur hús. Eg hugsi um elsta húsið í bygdini - Innistovu - og onnur hús, á Rógvu, uppi í Gørðum og fleiri støðum. Eru hesi hús friðaði, so tey ikki fyrivaraleyst vera rivin niður? Tað mundi vera óbøtandi skaði fyri bygdina. Hvørja støðu tekur kommunan í tílíkum málum?

Útiseti



Einastu hús í Vestmanna, sum eru friðað, eru húsini, sum vóru partur av kongaliga einahandlinum á Fitjum (bæði sethús, hjallur og pakkhús).

Øll kunnu heita á Fornminnissavnið (byggideildina) um at friða bygningar, Fornminnissavnið viðger síðan málið og ger tilmæli til Landsstýrið, sum tekur avgerð um friðing. Lógargrundarlagið er løgtingslóg nr. 19 frá 16. september 1948 um friðan av bygningum, lógin er seinast broytt við løgtingslóg nr. 11 frá 19. apríl 1972.

Kommunan hevur onga avgerðarheimild í málum um friðan av bygningum.


 

lyktapelar

September 11 , 2008
Nær verður hasin eini lyktapelin í Dalalíð í ordan aftur? So vítt eg veit hevur hann ikki lýst í fleiri ár.
Boðini verða send umsjónarmanninum beinanvegin.

 

at fiska síl

September 11 , 2008
Er loyvt at fiska í Hagadali og Fossdali? Eg meini her við at fiska ókeypis; ikki hetta her við at leiga tráðu. Vagnur Streymoy
Tað er til eina og hvørja tíð teir, sum varða av vøtnunum, sum seta treytirnar. Grundin til, at tað nú í fleiri ár ikki hevur verið loyvt at fiska, er vandin fyri fiskasjúkum í samband við alingina.

 

Kvøldskúlin í vetur

September 08 , 2008
Verður møguleiki fyri at ganga til guitar á byrjunarstøði í kvøldskúlanum í vetur ? um ja, hvør verður undirvísari?
Kommunan hevur enn onga skrá fingið fyri kvølsdkúlan í vetur, men kanska fáa tygum svar uppá spurningin við at seta tygum í samband við Saritu Eriksen, kvøldskúlaleiðara.

 

Vinnuøkið

September 08 , 2008
Í kunngerð siga tit, at vinnuøkið skal víðkast við Hornaveg.

Kann kommunan við vanligum orðum, siga okkum hvar hetta vinnuøkið er í dag, og hvussu tað sær út, um umskipanin kemur í gjøgnum.

Verandi vinnuøki er grundøkið undir arbeiðshøllini hjá kommununi, og broytingin umfatar grundøkið undir nýggju brandstøðini.

Framløgdu skjølini síggjast undir leinkjuni: Almenn framløga av byggisamtykt og bygdarskipan á forsíðuni.


 

Listi yvir jarðarferðir

September 05 , 2008
Hevði verið møguligt at sett listan yvir jarðarferðir í bygdini inn á heimasíðuna? Eg meini við tíðarbilið frá 1996.

Árini framman undan eru í bókini um Vestmanna kirkju, sum óivað er í flestu húsum í bygdini.

Vit vilja fegin leggja listan yvir jarðarferðir á heimasíðuna, men í løtuni hava vit ikki arbeiðsorku tøka.

 

spæliplássið i Miðalsbrekku

September 05 , 2008
Í vikuni vóru menn frá kommununi og tóku/sagaðu alt reiggjustaviði sum tað var niður, alt liggur har og sløðist, er tað tí at fari verður undir at renovera spæliplássið nú?Tað ljóðar annars ikki sum tað er komi so langt um ein lesir fyrispurningin frá tveimum smágentum um spæliplássið.Hopi ikki at ætlanin er at tað skal standa soleiðis sum tað ger nú leingi.
Tá Tekniska Nevnd viðgjørdi málið varð samtykt í fyrstu syftu at beina tað burtur, sum vandi kann standast av, og síðani at viðgera málið um spæliplássið í samband við viðgerðina av fíggjarætlanini fyri komandi ár.

 

Bátapláss

September 05 , 2008
Eru tað "ledig" bátapláss í vestmanna?

Hvussu ger ein um hann vil hava eitt bátapláss, og hvat kostar tað?



Vestminingur.

Tygum skulu venda tygum til havnarskrivstovuna, tlf. 230120.

Annars finnast neyðugir upplýsingar og kostnað og annað undir Havnin í teiginum til høgru á forsíðuni og haðani undir kunning og bátahylur.


 

Bygdarskipanin

September 05 , 2008
Verða broytingarnar lagdar ú á alnótina??
Tær eru lagdar út á heimasíðuna við eini leikju í teiginum vinstrumegin vevmyndina.

 

Drekkivatnið

September 03 , 2008
Hví er drekkivatnið so ræðuliga skitið?
Um hesa tíðina er tíverri nógv "humus" í vatninum, og tá tað herfyri regnaði sera illa, ger tað ikki støðuna betri.
Vatnreinsiverk við sandfiltrum, sum okkara og flest onnur her í landinum hava, klára bert í ávísan mun at reinsa "humus" burtur, tí at biltarnir eru so smáir.
Kommunan kannar møguleikan fyri at reinsa "humus" úr vatninum.

 

Frystigoymslan

September 03 , 2008
Er tað meiningin, at tað í Vestmanna skal lukta sum inni á fiskavirkinum? Haldi ikki at tað er serliga hugaligt:(
Nei, tað er ikki meiningin, og um so er, mugu vit taka málið upp við fyritøkuna.

 

Bygdaleiðir

September 03 , 2008
Enn eitt hjartasuff um bygdaleiðir. Tað er nógv fyri at vit, eldri fólk, sum fyrr hava kunnað fari okkum ein túr til Havnar / SMS við bygdaleiðum, bert við at spáka sær oman/yvir í Skálatungu. Men nú , eftir at man skal ganga heilt inn á skipasmiðjuna, havi eg , og onnur við mær, ikki verið hendan túrin. Hetta er alt ov møtumikið at ganga henda teinin, serliga nú heystið og veturin er á veg. Vælsignaðir læt okkum fáa henda møguleika aftur. Vinarligast : Nakrir eldri borgarar.
Tað verður arbeitt við málinum.

 

Er tað sunt at ganga ???

September 03 , 2008
Eg hevði ynkst at eg, kundi sent børn míni trygt í skúla...

eg búgvi í miðalsbrekku.

Fólk sum eiga børn undir skúlaaldur, skulu niðan í barnagarðarnar um morgunin...Tey koyra sjálvandi.

Míni børn skulu omaneftir í skúla.

Tey ganga...tey elska at ganga... tað sunt og tað er gott fyri tey og umhvørvið, og ein bilur minni, ið trokar kl. uml 8.00 mánadag til fríggjadag.

Haldi at vit foreldur hava verið tolin. Alt ov tolin.

Vit hava fingið lovað ymiskt, til síðsta væl.

4 ár seinni er, ótryggari í ferðsluruðuleikanum kl. 8

Tit hava fingið fólk at gjørt ein veg fyri milliónir, tað kann ikki passa, at tit ikki fáa fólk til arbeiðið.

Nær kemur ein gøta so børnini ikki mugu halda av fyri bilum ?

Nær verður svingið uttanfyri hjá Odu breiðka

Roynt verður í løtuni at finna arbeiðstakara til at gera serliga gøtuna ímillum Heygalíð og Fjalslíð í betri stand.

Ráðgevandi fyritøka arbeiðir við málinum um ytsta part av Garðavegi.


 

spæliplássið

September 03 , 2008
Vit eru tvær gentur á Miðalsbrekku, ið vilja spyrja, nær spæliplássið í Miðalsbrekku verður gjørt, soleiðis at vit aftur kunnu spæla og sparka fótbólt á tí ?

Eisini vilja vit gjarna vita, nær vit kunnu vænta at kunna ganga tryggar á veg í skúla ?



Heilsan tvær gentur, ið dáma væl at vera úti :) :)

Tekniska Nevnd samtykti á fundi 19. mai 2008 at taka málið umnýgerðavspæliplássinumuppísambandviðviðgerðinaavfíggjarætlanini fyri komandi ár.

Arbeitt verður við at finna arbeiðstakara til at gera serliga gøtuni ímillyn Heygalíð og Fjalslíð í betri stand.


 

Vegabungur / borgarstjórin

September 01 , 2008
Tá koyringin hjá bygdarleiðum helt uppat við at koyra inn í bygdina skuldi Bogi Mortensen frá SSL koma til Vestmanna fyri at kanna tørvin av koyring inn í bygdina. Hvat var niðurstøðan og hví bleiv koyringin ikki uppafturtikin. Annars úttalaði borgarstjórin at sjálvandi skuldi koyringin fáast í rætt lag aftur, og at hann skuldi arbeiða við málinum. Tá vegabungurnar ikki eru til skaða fyri bussarnar og bilføraranir ikki hava nakað ímóti at koyra yvir tær, hvat er so galið. Tað var ein bilførari sum ikki vildið koyra inn í bygdina men hann koyrir ikki longur fyri bygdaleiðir. Nógv fyri at man skal verað noyddur at flyta av bygdini fyri at kunna koma til arbeiðis tá hitt alternativið er at keypa sær bil. Sjálvandi flytir man so til betri umstøður. NB. Minnist til at tað skjótt verður kommunuval so tað kundi kanska hjálpt at skift nakað út í bygdaráðnum ?

Bogi Mortensen og onkur annar var í bygdini beint fyri summarfrítíðina. Vit hava onki frætt frá honum ella øðrum í SSL, hvør niðurstøðan gjørdist. Avtalað var tó, at partarnir skuldu tosa saman eftir summarfrítíðina; væntandi verður fundur millum SSL og teknisku nevnd um ikki so drúgva tíð.

Vestmanna Kommuna kann ikki áleggja Bygdarleiðum at broyta sína avgerð, hóast vit halda, at hon er skeiv og órímilig; men vit – borgarstjórin íroknað – fara ikki stillislig at góðtaka broytingina. Vit halda tó, at enn eru møguleikar at greiða málið við samráðingum.

 


 

Vegbungur

September 01 , 2008
Eri púra samdur við SSL, haldi at tað er deiligt at onkur setur hart ímóti høðrum viðvíkjandi sovorðnum tápuligum vegbungum sum tær ì Útibø.

Vegbungur eru sum so frálíkar, men at komunan ella onkur "genialur" verkfrøðingur hevur vegleitt ella ásett, at har skula vera 3. vegbungur er beinleiðis at provokera bilførarar.

Tey/vit sum koyra eftur fyrr nevnda vegastrekki síggja at tað er ríkiligt við einari vegbungu. Persónligani haldi eg, at tað slagi av vegbungum sum eru í Útibø eru góðar, og nei ein kann ikki koyra við fullari ferð uppum tær, sum onkur hevur nevnt her áður, uttan so at viðkomandi viðmerkjari hevur eitt sergjørt akfar. Men 1 vegbunga hevði altso veri nokk.

Vóni at SSL stendur við sína avgerð og ikki tekur uppaftur koyringina út í bygdina.

Tekniska nevnd/ferðslunevndin og tekniska deild mettu nevdu vegbungur vera røttu loysnina.