BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 29.08.2017

Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Vevmyndatól á Høgareyni

Oktober 30 , 2008
Hevði tað ikki verið rímiligt, at Vestmanna Kommuna setti eitt vevmyndatól upp á Høgareyni, so vestmenningar kunnu setast aftur, tá tað er óðamannaverk at fara við bili? Hetta hevði verið ein lítil íløga sammett við nyttuvirði, og tað nyttar ikki at bíða eftir Landverk!
Tað hevur ikki verið tosað um at seta vevmyndatól upp á Høgareyni.
Vit hava á okkara heimasíðu, við leinkju til heimasíðuna hjá Landsverk, veðurtíðindi av Høgareyni. Hesi eru til eina og hvørja tíð dagførd.

 

Álvaratos

Oktober 30 , 2008
Tað stendur, at tit ætla at taka av tilboðnum , um at mála miðhæddina í Sýslymanshúsini, er hetta boði úr ella er hetta vinar og kenningar politikkur. Hvør skal málað innan?.
Arbeiðið varð boðið út ímillum málarameistarar í bygdini ella við tilknýti til bygdina, og hartil varð eisini hett á P/F Mest um at geva tilboð.
Eitt tilboð kom inn, og er samtykt at taka av hesum tilboði.

 

Byggisamtykt

Oktober 30 , 2008
Hví svara tit ikki spurningi mínum um byggisamtyktina.
Vit bíða eftir, at Føroya Kærustovnur hevur lagt málið út, og ætla síðani at leinkja til teirra almannakunngerð.

 

Fíggjarstøða

Oktober 28 , 2008
Var tað ikki so at tað var bygdarráði, frammanundan hesum, sum lat útstykkingina í Vestri gera og inntøkurnar komu aftur til kommununa i hesum skeiðnum??

Um 500.000 kr eru nýttar til útstykkingina í hesum valskeiðnum. Vit hava selt grundstykki fyri um 2,9 milliónir kr.


 

liljahrund og brynjaaud

Oktober 28 , 2008
hæj hæj ég er frá íslandi ólafsvík .. við erum vinabær ykkar og við viljum vita eitthvað um bæinn ykkar? Við erum að gera verkefni í skólanum okkar um Vestmanna.

 

Sendið teldupostbústaðin til ko@vestmanna.fo, so senda vit tykkum upplýsingar.

 


 

Gjógvará

Oktober 28 , 2008
Hey, og stóra tøkk fyri eina sera " opna " heimasíðu.

Kann kommunan fara undir at seta hegn rundan um Gjógvará ? Eg eri bangin fyri, at skjótt kann ein vanlukka henda har, um hetta ikki verður gjørt. Børnini úr barnagarðinum og og útibarnagarðinum spæla ofta á gamla ovaravegi, og vita vit, at skjótt kann t.d. onkur á sletu, í hálku, enda í gjónni.



Pápi at fýra
Málið verður lagt fyri Teknisku Nevnd til viðgerðar.

 

Graving

Oktober 28 , 2008
nær er arb um at grava vegin omanfyri hjá Petur Paula bjóða út?

Og hvør er sp/f Grevstur?



Íbúgvar niðanfyri vegin hava bjóðað sær til at koma við einum uppskoti um, hvussu omankoyringin kann gerast av nýggjum og verða til gagn fyri øll tey, sum búgva niðanfyri ytra part av Fjalsvegi - verandi omankoyring er ikki nøktandi, og hon tekur alla niðaru vegbreyt av Fjalsvegi burtur, har íbindingin er.
Tað er hetta arbeiði, sum Sp/f Grevstur - eftir áheitan frá íbúgvum og við góðkenning frá kommununi - hevur bjóða uppá. Sp/f Grevstur er entreprenørfyritøka í Klaksvík.

 

Stillarar

Oktober 28 , 2008
Vit hava fingið 2 valevnislistar her á heimasíðuna, er tað møguligt at stillarnir hjá hesum báðum listum verða nevndir, tað verður vanliga gjørt aðrastaðni.
Jú, tí skulu vit syrgja fyri.

 

Bygdarráðsfundur

Oktober 28 , 2008
Verðir ongin fundur 28.10?? dugi ikki at síggja nakra skrá
Skráin liggur í teiginum til høgru á heimasíðuni.

 

Veljarafundur.

Oktober 27 , 2008
Tað hevði avgjørt verið gott og gevandi fyri meg, (sum nú skal taka støðu til, hvønn ið eg skal velja í bygdaráðið), við einum veljarafundi, so eg har út ífrá hevði kunna fingið at vita, hvat

ið tit, ymisku valevnir, ætla. Vónandi tekur onkur hetta til eftirtektar, annars ivist eg í, um eg fari at velja.

Vestmanna Kommuna skipar ikki fyri veljarafundum. Vanligt er, at áhugafelagsskapir ella privatpersónar skipa fyri veljarafundum.


 

Fíggjarstøða

Oktober 24 , 2008
Tit skrivaðu her á síðuni, at skuldin var 40 mill. tá hetta bygdaráðið tók við. Víðari siga tit, at skuldin er niðurgoldin við 8 mill., samstundis sum skattainntøkurnar eru øktar við 6,3 mill. frá 2004 til 2007. Eisini framgongur her á síðuni, at kommunan ikki eigur nakað ábók.

Mín spurningur er, hvussi nógv átti kommunan á bók, tá fráfarandi bygdaráð tók við?

01.01.2005 var inniognin í penigastovnum – 2.243.508 kr. Fyrstu mánaðirnar av 2005 komu fleiri stórar rokningar, úrslitið varð, at inniognin 31.03.2005 var – 6.385.708 kr. 31.12.2005 stóðu 3.133.695 kr í peningastovnum. Gjaldførið batnaði sostatt um 9,5 milliónir í 2005. Samanumtikið kann sigast, at tað als ikki er óvanligt, at ein kommuna eitt tíðarskeið onki eigur á bók, ella enntá hevur negativa inniogn, ársúrslitið kann kortini gerast positivt.

Skuldin pr. 01.01.2005 var 39,8 milliónir kr, men um negativa inniognin skal takast við, so hevur hon í mars verið um 46 milliónir kr.


 

Trivnaður

Oktober 24 , 2008
Eri fyri ein stóran part samdur við tí, sum skrivaði innleggið 'Trivnaður' 15. oktober. M.a. tað at vetrarfriðingin hevur nógv at siga fyri trivnaðin hjá øllum teimum, sum leggja tíð, pengar, orku og áhuga í urtagarð.

Hvat við at bygt víðari upp á tað, sum er gjørt í viðalundini? Ein gongutúrur í viðalundini er tann reina sálarbót. Hinvegin haldi eg tað vera super, at tit hava sett ein 'grønan' húsavørð.

Hava tit kanska hugsað um at gera eina heildarætlan fyri ein 'miðbý' í Vestmanna har fólk kann savnast í einum hugnaligum umhvørvi, spáka við hundinum o.s.fr? Minnist meg rætt, so hevur Tvøroyri gjørt okkurt líknandi. Gloymi ikki trivnaðin hjá teimum í aldrinum millum tey ungu og tey eldru.

Kommunan hevur nógvar ætlanir, hvussu bygdin kann gerast enn betur – onkrar av hesum ætlanum eru í samstarvi við lokala Agendafelagið. Fleiri ætlanir kunnu tó ikki í fullan mun gerast veruleiki, fyrr enn bygdin er vertarfriðað. Fundir verða við hagarnar í næstum, har teir fáa ítøkilig uppskot at taka støðu til.


 

Byggisamtykt!

Oktober 23 , 2008
Um kommunan broytir bygdaskipan og byggisamtykt soleiðis, at eitt byggimál sum er kært og noktað, eftir hesa broyting hóast alt kann koma ígjøgnum, kann eg so eisini krevja, at fáa byggisamtyktina broytta fyri, at fáa okkurt ígøgnum, sum fyrr er mær noktað við støði í galdandi byggisamtykt?

Kommunan hevur ikki samtykti broytingar í byggisamtyktini, fyri at eitt ávíst byggimál kann fremjast! Broytingarnar í ásetingunum fyri eitt nú miðstaðarøki eru galdandi fyri alt miðstaðarøki og ikki bert fyri ein part - um so er, sjálvandi, at hesar verða góðkendar av Løgmálaráðnum.

 


 

Fíggjarútlit

Oktober 23 , 2008
Nógv verður tosað um, at fíggjarstøðan er vánalig í fleiri kommunum, bæði skerjingar og møguligar uppsagnir verða nevndar. Hvussu er støðan í okkara kommunu? Hvussu vænta tit, at úrslitið gerst í ár, og hvussu ávirka døpru útlitini komandi fíggjarætlan?

Má eisini nevna, at eg sum heild eri rættiliga væl nøgdur við arbeiðið, sum sitandi bygdarráð hevur gjørt, og verði uppaftur betur nøgdur, um fíggjarútlitini ikki tykjast ov døpur.

Ivasama fíggjarstøðan í Klaksvík, í Vági, á Tvøroyri, í Skopun og nú eisini í Runavík hevur verið nevnd í fjølmiðlunum seinastu dagarnar. Í Vestmanna Kommunu er fíggjarstøðan enn rættiliga góð. Upprunaliga fíggjarætlanin fyri 2008 hevði eitt hall upp á 8,6 milliónir kr.  Arbeitt verður nú við at endurskoða hesa fíggjarætlan, í tí sambandi vænta vit, at hallið verður millum 1,0 og 1,5 milliónir lægri. Orsøkin til lækkingina er ikki, at rakstarútreiðslur ella íløgur eru skerdar, men harafturímóti, at inntøkurnar eru væl hægri enn mett í upprunaligu fíggjarætlanini.

Arbeitt verður við fíggjarætlanini fyri 2009, vit vænta, at hon fer at hava eitt lítið yvirskot. Væntandi fara inntøkurnar og útreiðslurnar at vera um 45 milliónir kr. Væntandi vera íløgurnar millum 5 og 6 milliónir kr. Um byrjað verður upp á røktarheimið í 2009, so verða íløgurnar væl hægri, tí tá verður studningurin til røktarheimið um 5 milliónir kr. Skattaprosentið verður óbroytt, men vit ætla at hækka barnafrádráttin til 4.000 kr.

Metingarnar í komandi fíggjarætlan eru rættiliga varnar. T.d. vænta vit inntøkurnar fyri 2008 fara at vera 45,7 milliónir kr., meðan vit í 2009 meta tær at verða 45,1 milliónir kr.

Fíggjarætlanirnar seinastu árini hava verið merktar av varnum metingum. Tær hava allar antin javnvigað ella havt yvirskot – fíggjarætlanin fyri 2008 er undantakið. Roknskapirnir hava allir víst, at endaliga úrslitið er betri enn metingin í fíggjarætlanini. Hetta er avgjørt ein ábending um, at fíggjarpolitikkurin hjá kommununi er skynsamur og skilagóður.

Umsitingin hjá Vestmanna Kommunu er sera lítil, um vit bera saman við aðrar kommunur á somu stødd, tí er ongin vandi fyri uppsøgnum, um fíggjarútlitini versna. Hóast umsitingin er lítil, so er hon tó sera góð og veitir borgarunum eina dygdargóða tænastu.

Samanumtikið kann sigast, at vit vænta ikki, at fíggjarútlitini eru døpur. Hækkaður barnafrádráttur er prógv um tað. Skattainntøkurnar eru vaksnar, og skuldin er lækkað, tí hevur Vestmanna Kommuna nú møguleikan at læna nakrar milliónir, um fíggjarstøðan gerst hættislig.


 

Listar til valið

Oktober 23 , 2008
Hvussu nógvir listar eru innkomnir til bygdarráðsvalið og hvørji eru uppstillaði??

Tveir listar eru innkomnir.

Listarnir eru lagdir á heimasíðuna - sum tíðindi og í teiginum Bygdarráðsval 2008.


 

Skattaprosentið

Oktober 22 , 2008
Hvussu nógv er skattaprosentið hækka ella lækka seinast fyra áðrini ?

Kommunuskatturin, kirkjuskatturin og barnafrádrátturin í Vestmanna Kommunu seinastu 4 árini eru sett inn í talvuna niðanfyri.


Ár
Kommunu-
skattaprosent
Kirkjuskatta-
prosent
Barna-
frádráttur
2008 22,00 0,60 3.500 kr.
2007 22,00 0,60 3.500 kr.
2006 22,00 0,40 2.500 kr.
2005 21,00 0,40 2.500 kr.

 

Hækkingin í 2006 var í veruleikanum ein lítil skattalækking. Kommunurnar yvirtóku nøkur ábyrgdarøki frá landinum – m.a. barnaverndarøkið – sambært Fíggjarmálaráðnum kostaðu hesi øki um 1,1%. Skattalætti í landsskattinum varð latin, sum samsvaraði hesa sparing. Kommunurnar kundu so velja at hækka sín skatt samsvarandi, so at teirra meirútreiðsla kom innaftur; tí hækkaði Vestmanna Kommuna skattin við 1%.

Ætlanin er ikki at broyta skattaprosentið í 2009, men vit ætla at hækka barnafrádráttin til 4.000 kr.

Kommunurnar áseta ikki kirkjuskattaprosentið.


 

Ellisheimið

Oktober 20 , 2008

Nær er ætlanin, at byrjast skal uppá Ellisheimið, og nær er ætlanin, at tað skal verða liðugt?


Verður arbeiðið boðið út alment?

Flestu fyrireikingar eru lidnar, tí kann arbeiðið bjóðast út tíðliga í 2009. Vit kunnu tó ikki bjóða arbeiðið út, fyrr enn greiða er fingin á, um vit hava møguleikar at fíggja røktarheimið. Samskifti er við landsstýrið um henda trupulleika.

Byggiarbeiðið tekur 1½ til 2 ár. Arbeiðið verður boðið út alment.


 

Aftursvar

Oktober 20 , 2008
Tá man keypur okkurt á internetinum og ikki útfyllir feltini røtt, so sigur teldan frá at okkurt er skeivt, og tað er áðrenn man hevur sent bestillingin inn. Tað var okkurt tílíkt eg hugsaði um við fyrra spurninginum.

Vit hava sent fyrispurningin áfram til vev-stjóran.

Annars svara vit vanliga øllum spurningum ella viðmerkingum. Tó kann tað koma fyri, at spurningur ella viðmerking ikki verða svarað, um so er, at hesi eru persónlig.
Onkuntíð kann nakað av tíð ganga, um okkurt við spurninginum ella viðmerkingini skal kannast nærri.


 

Brandpostar virka teir ?

Oktober 20 , 2008
Kunnu vit sigast at verða trygg her úppi í nýggju útstykkingini í Miðalsbrekku, tá tað nú er komi fram, at allir brandpostarnir ikki rigga. Tað hoyrist, at allir postarnir heilt frá brandstøðini og heilt út til okkum her á báðum vegunum ikki rigga.



Kann kommununan siga okkum, nær postarnir koma at rigga ?

Brandpostarnir rigga, so tit kunnu kenna tykkum trygg! Men, sum áður svarað á hesi síðu, so skal ventilur koyrast fyri á vatnreinsiverkinum, fyri at trýst kann fáast á veitingina til nýggju útstykkingina.
Vit vita ikki enn, nær støðugt trýst kann fáast á veitingina til brandpostarnar, men, sum nevnt, so verður arbeitt við hesum.

 

Gongubreytir á grundstykkun.

Oktober 20 , 2008
Eg vil hervid heita á kommununa um,at seta ynski fram til

tey,id eiga gongubreyt,sum ein part av teirra grundøki,at

geva tad til kommununa,uttan kostna.Vildi ikki mett at nakar hevdi nokta.
Áheitanin verður send áfram til Teknisku Nevnd og bygdarráðið.

 

Aftursvar??

Oktober 20 , 2008
Ber ikki til at bera so í bandi, at tann sum sendur spurning inn, fær eina váttan um at spurningurin er komin til tykkum, ella eisini ger vart við at feltið ikki er rætt útfylt, so man veit um tit velja ikki at svara spurninginum, ella hann er blivin vekk.Í samband við spurnarkappingar á alnótini ber tað til.
Vit vita ikki, hvør setur spurningarnar - uttan so, at viðkomandi skrivar navn undir.

 

Byggiloyvi!

Oktober 20 , 2008
Onkur skrivar um eitt byggiloyvi, sum skal vera givið í heimildarloysi.

Hvat meina tit við "Arbeitt verður annars við at fáa viðurskiftini í rættlag."?

Og fyri hvønn skulu tey fáast í rættlag?



Vestmanna Kommuna hevur gjørt eina avtalu við eigaran av matr. nr. 64a. Tað eru hesi viðurskifti, sum roynt arbeitt verður við at fáa í rættlag. Tað verður gjørt við broytingum í bygdarskipanini og partvíst við broyting í byggisamtyktini. Men broytingarnar eru sjálvandi treytaðar av góðkenning frá myndugleikunum.

 

Heimildarloysi?

Oktober 17 , 2008
Eg havi hoyrt okkurt um, at byggingin av einum snikkaraverkstaði varð steðga av tí, at kommunan hevði givið byggiloyvi uttan heimild í byggisamtyktini. Byggiloyvi skal verða givið munnliga fyri fleiri árum síðani, og enn ikki útskrivað, tá ið byggingin fór í gongd.

Er hetta veruliga so?

Fylgir kommunan ikki sínum egnu samtyktum sovorðnum viðvíkjandi?

Vestmanna Bygdarráð samtykti á fundi 13. desember 2005 – eftir tilmæli frá Teknisku Deild, dagf. 6. desember 2005 um “at fremja gerðabýti, tí at hetta kemur at loysa ein stóran og keðiligan trupulleika hjá Vestmanna Kommunu, tí at eingi parkeringspláss eru í økinum, sum er ógvuliga tættbygt” – at gera gerðabýti eftir hvørjum kommunan yvirtók part av matr. nr. 64a, og at viðkomandi afturfyri fær byggibúgvið grundøki niðari og byggiloyvi til bygning á hesum øki.

Bygdarráðið metti ikki – annars varð sjálvandi ikki samtykt at gera gerðabýti - at byggingin var í stríð við byggisamtykt og bygdarskipan fyri Vestmanna Kommunu, tí at viðkomandi hevði søkt um og fingið byggiloyvi til ein skrivstovu-og verkstaðsbygning, og ein skrivstovubygningur, hóast hetta er partvíst, skuldi verið sjálvsagdur í miðstaðarøki. Ein verkstaður framleiðir vørur av ymiskum slag, og hesar vørur verða seldar og koma tí undir handilsvirksemi, so heldur ikki í hesum førinum metir kommunan byggingina at verða í stríð við ásetingarnar fyri miðstaðarøki.

Viðvíkjandi tí partinum, sum liggur sum havnaøki, helt kommunan, at hesin, sum hann var háttaður í bygdarskipanini fyri Vestmanna Kommunu, neyvan nakrantíð kom at verða brúktur til havnaendamál.

Vestmanna Bygdarráð legði í støðutakan síni sera stóran dent á trivnaðin í økinum og í hesum førinum serliga, at øki til parkering varð fingið til vega, og at bilarnir harvið fóru av vegunum.

Tá avtalan var gjørd við viðkomandi eigara, var hetta sjálvandi treytað av, at hann fekk byggiloyvi – at hetta ikki varð útskrivað fyrr enn seint í tilgongdini, er tí ikki avgerandi.

Men, málið varð kært, og niðurstøðan hjá Kærunevndini í Lendismálum var: “Tá bygningur við snikkaraverkstaði sum høvuðsendamáli hvørki er heimilað í miðstaðar- ella havnaøki, metti nevndin, at heimild var ikki í byggisamtyktini fyri Vestmanna Kommunu at geva hetta byggiloyvi.”

Kærunevndin í lendismálum tók tí ta avgerð, “at ganga kæruni á møti og at broyta avgerðina hjá Vestmanna Kommunu, tí at nevnda byggiloyvi hevur ikki heimild í byggisamtyktini fyri Vestmanna Kommunu.”

Arbeitt verður annars við at fáa viðurskiftini í rættlag.


 

Ferðslutrygd í Bøgøtu

Oktober 15 , 2008
Nú ferðslutrygdin er sett í hásætið í Bøgøtu við vegbungum og gøtuljósum er at vóna, at bygdarráðið eisini hugsar um tey til gongu. Gongubreytin hevur í nógv harrans ár verið verið so mikið vánalig, at tað hevur verið betri gangandi á vegnum, enn á einum stórum parti av gongubreytini. Tað er so sjálvsagt, at gongubreytin nú eisini verður sett í góðan stand. Verður tað gjørt, ella verður bara pjøssað?



PS.

Gongubreytin í Bøgøtu er kanska ikki tann ringasta her í bygdini, men tað sigur helst meira um støðið á gongubreytum her í bygdini sum heild, enn um ta í Bøgøtu.
Arbeitt verður støðugt við at betra um viðurskiftini.
Ein trupulleiki í Útibø er tann, at gongubreytin er partur av grundstykkjunum og tí privat ogn. Tí hava onkrir partar verið asfalteraðir, ímeðan aðrir ikki hava verið. Men, eigararnir hava helst ikki nakað ímóti, at gongubreytin verður asfalterað, so hetta má vera upp til kommununa at finna útav.

 

Trivnaður?

Oktober 15 , 2008

"Vit eru ikki samd við tær í, at onki verður gjørt fyri trivnaðin; vit kunnu nevna nøkur dømi: vit hava fingið eitt virkið ungdómshús, serflutning og mattænastu til eldri, arbeitt verður við at geva dagtilhaldinum betri høli."


Hetta stóð í svarinum niðanfyri, álvaratos. Ungdómshúsið hevur aldursmark 18 ár og skal man ikki hava nátt ein ávísan aldur fyri at fáa mat koyrdan til dyrnar? og ganga í dag tilhaldinum. Hvat við teimum ímillum?


Tað hevur eisini nakað við trivnað at gera at hava gøtuljós og havarnar í frið, og ikki minst at teir fáu túrarnir hjá bussinum ikki enda niðri á kaiini, haðani er langt niðan í Miðalsbrekku. Fundurin hevur ikki verið tí hann skal vera í Suðuroy, kom on, hatta var bíligt.


Nei um tit vilja veljast mugu tit vísa á okkurt verðuligt, sum er komið burtur úr. Vegbungurnar kunnu tit ikki brúka. Eg ætli mær ikki at stilla upp so tað nýtist ikki at koma við tí, eg haldi bara at eg gjaldi so nógvan skatt at eg kan vænta mær okkurt fyri pengarnar.

Nógv verður eisini gjørt fyri tey vaksnu í bygdini. Kommunan stuðlar m.a. kirkjukórinum, sangkórinum, hornorkestrinum; vit stuðla Bátastevnuni og Fjarðastevnuni og tiltakinum kvinnudagin; vit hava samstarvað við lokala agendafelagið um verkætlanir; vit fíggja bygdarsøguna, sum verður skrivað í næstum; vit lata feløg í bygdini nýta ítróttarhøllina ella onnur høli hjá kommununi ókeypis til ávís tiltøk; játtanirnar til kvøldskúlan og musikkskúlan eru hækkaðar; stórar upphæddir eru nýttar til rudding og fríðkan av bygdini. Um tú ber støðuna í Vestmanna saman við aðrastaðni, so hevði tú óivað verið noydd at ásanna, at her hendir ikki so lítið, og at kommunan er ein virkin samstarvsfelagi.

Vetrarfriðingin kemur, men tú mást skilja, at hetta er eitt mál, sum tekur tíð og krevur raðfesting.

Vit halda avgjørt ikki, at tú fært minni fyri skattakrónurnar her í Vestmanna enn aðrastaðni – heldur tvørturímóti.


 

trivnaðurin í bygdini

Oktober 15 , 2008

Fyrst má eisini eg taka í hendan spurningin um Bygdaleiðir, sum nú liggur og koyrir oman á keiina. Mær vitandi er ikki nógv fólk, ið búgva har, og tí haldi eg tað vera eina sera løgna endastøð. Tit hava nú í langa tíð sagt, at tit skulu hava fund við SSL, men nær verður hesin fundur, og hví hevur hann ikki verið enn?


So eru tað gøtuljósini, har bara onkrir hendinga býlingar hava ljós. Eg beit væl, at nógvir steyrar fóru í stórkavanum í vár, men tað er long tíð síðan nú - góðir sjey mánaðir. Um hetta ljósið ikki kemur aftur í vetur, mugu tit geva øllum borgarum í bygdini pannulampur og sjálvlýsandi vestar, so vit kunnu koma út fyri dyr í vetur.


Tá meginparturin av sitandi bygdarráð agiteraði fyri, hví vit skuldu velja júst tey, var eitt av kardinalpunktunum vetrarfriðingin, sum skuldi koma og tað so beinanvegin. Men ikki veit eg, eg havi longu sæð seyð ganga í bygdini og hugnað sær. Kunnu vit so kanska bara senda rokningina fyri allan vøksturin, sum vit fóðra seyðinum við, til Vestmanna Kommunu? Eg havi hvørki hug ella ráð at hava allan seyðin í Vestmanna kommunu til matnað hvørja nátt.


Nei, álvara, hvør skal hava hug at vera búgvandi - og enn minni búseta seg - í eini kommunu, har onki verður gjørt fyri trivnaðin.


Vit hava fingið eina autostradu uppi í fjøllunum fyri fleiri milliónir, men hon er als ikki liðug. Vóru tað har, at pengarnir til Ellisheimið fóru?


Á kaiøkinum fingu nakrir vinnumenn, pengasterkastu fólkini í kommununi loyvi at seta heimsins stórsta skrímsl, Tað var so tann fadesan, men hvat er tað nú, ið hevur gingið fyri seg í fleiri mánaðir? Har eru bygdir múrar, vegir breiðkaðir, ella kanska eru tað parkeringsøki til privata vinnulívið á kaiøkinum? Hvør fíggjar hatta projektið? Eru tað vit vestmannaborgarar?


Eg vildi fegin fingið eitt seriøst svar. Og komi ikki við hasum afturvendandi frasunum, at um eg eri so ónøgd, so kann eg bara stilla upp sjálv. Tað havi eg nevniliga ongan áhuga í at gera, og fyri tað má eg sum skattgjaldari her í kommununi hava loyvi til at vísa á mína ónøgd.

Vestmanna Kommuna hevur ikki biðið Bygdarleiðir um at nýta kajina sum endastøð. Vit heittu á teir um at nýta verandi steðgistøð, til ósemjan um vegbungurnar er loyst. Tað er rætt, at fundurin við SSL ikki er ásettur enn. Ein orsøk til hetta er, at SSL vil hava fundin í Suðuroy, tað liggur illa fyri at finna hóskandi dag, tí ferðasambandið ger, at í hvussu so er ein arbeiðsdagur má nýtast til fundin. Í øðrum lagi hevur umsitingin í løtuni nógv um at vera, m.a. í sambandi við arbeiðið við fíggjarætlanini. Í triðja lagi hevur verið bíðað eftir, at nýtt landsstýrisfólk er sett í innlendismálum – hetta landsstýrisfólk hevur ábyrgdina av Strandferðsluni.

Tað er ikki rætt, tá skrivað verður, at bert hendinga býlingar hava gøtuljós, men vit mugu kortini ásanna, at tað hevur tikið alt ov langa tíð at fáa gøtuljósini, sum fórust í illveðrinum tíðliga í ár, uppaftur. Men fyrsta dagin verða nýggju gøtuljósini í Bøgøtu sett til. Kaðalar eru strektir og fundament eru stoypt til nýggj gøtuljós í Guðrunartúni. Kaðalar eru strektir til nýggj gøtuljós á Leitisvegi, og arbeitt verður í løtuni við at gera fundamentini. Undir Holmsbakka skal ein heildarætlan gerast, áðrenn nýggj gøtuljós verða uppsett. Tekniska Deild arbeiðir í løtuni við málinum, men enn er óvist, nær nýggj gøtuljós koma upp.

Tað er rætt, at vetrarfriðing er eitt stórt og týðandi mál, men tað er ikki rætt, at bygdarráðið hevur lovað vetrarfriðingina alt fyri eitt. Nógv fyrireiking má til, áðrenn vetrarfriðingin kann gerast veruleiki. M.a. má fíggingarleistur fáast til vega – bæði til endurgjaldið og meirútreiðslurnar til hegn, rulluportur og viðlíkahald - hagarnir og bygdarráðið mugu semjast um hegnlinju, hagarnir mugu taka støðu til, hvussu teir fáa meir vetrarfóður til seyðin, og um neyðugt verður at gera nýggj seyðhús, ból o.a., í ávísan mun er eisini neyðugt við avtalum við aðrar myndugleikar t.d. landsverk.

Vit kunnu tó gleða teg við, at flestu fyrireikingar eru um at vera lidnar, og at fundir verða við umboð fyri hagarnar í næstum. Á hesum fundum verður uppskot um vetarfriðing lagt fyri hagarnar.

Vit eru ikki samd við tær í, at onki verður gjørt fyri trivnaðin; vit kunnu nevna nøkur dømi: vit hava fingið eitt virkið ungdómshús, serflutning og mattænastu til eldri, arbeitt verður við at geva dagtilhaldinum betri høli.

Fjalsvegur er samtyktur av einum meiriluta í bygdarráðnum; hann var eitt vallyfti hjá fleiri bygdarráðslimum. Vit vænta enn, at farið kann vera undir røktarheimið í 2009.

Vit hava onga viðmerking til atfinningar móti ávísum vinnulívsfólkum og bygningum; men vit mugu tó ásanna, at Vestmanna Kommuna hevur fingið stórar meirinntøkur av økta virkseminum á havnarlagnum.

Stuðulsmúrurin á Holmsbakka er gjørdur í samstarvi millum Vestmanna Kommunu og tey, ið eiga bygningin niðanfyri. Kommunan vil fegin geva tænastu- og handilsvinnuni so góðar karmar at virka undir sum gjørligt, tí hava vit tikið lut í verkætlanini. Vit vænta, at góðu umstøðurnar á Holmsbakka fara at skapa nýtt virksemi á miðstaðarøkinum, og at hetta virksemið bæði gevur arbeiðspláss, trivnað og inntøkur.

Vit hava ongan møguleika í at nokta tær at vera ónøgd, men tú mást góðtaka, at ein meiriluti í bygdarráðnum onkuntíð fer at taka avgerðir, sum tú ikki ert nøgd við.


 

Ferðslubetran?

Oktober 13 , 2008
Eg kann ikki gera við tað, men eg síggi ikki nakra betran av ferðslutrygdini við vegbungunum í Bøgøtu:( Sorry Hevði tað verið á Heygum kundi eg skilt tað. So eg haldi ikki tað er rætt at rætta misnøgdina um busskoyringina ímóti SSL. Eg haldi at bygdarráði skyldar okkum borgarum at fáa hatta í rættlag.

Fundur verður við Strandferðsluna um málið. Um ongin skilagóð loysn finst, so fer kommunan at kæra avgerðina til Innlendismálaráðið.

Vestmanna kommuna gjørdi eftir umbøn frá borgarum og eftir tilráðing frá ferðslunevndini nakrar vegforðingar, sum eru gjørdar eftir góðkendum leisti. Vit skilja ikki – og góðtaka heldur ikki – at betran av ferðslutrygdini í Vestmanna ber við sær, at tænastustøðið hjá Bygdarleiðum lækkar.

Vit skilja væl, at tú ert ónøgdur, men ónøgdin eigur at vera vend móti Strandferðsluni, sum hevur gjørt av at lækka tænastustøðið, og ikki móti kommununi, sum roynir at betra ferðslutrygdina.


 

Bygdaráðið / Bygdaleiðir.

Oktober 10 , 2008
Nú nærkast veturin og tí kundi eg hugsa mær at fingið at vita um nøkur loysn er at síggja í málinum viðv. at fáa Bygdaleiðir at koyra aftur inn í bygdina. Verður arbeitt við málinum ella letur mann bara standa til og vóna at vestmeninngar lata tað bara fara fram við borðinum? Man kann ikki bara taka eina service burt frá borgarum sum teir hava vant seg við í fleiri ár. Vælsignaðir hugsa um kommunuvalið - tit kunnu ikki roknað við at fáa nakra stemmu frá teimum ið koyra buss. Kom nú í gongd, vit mugu fáa eitt svar.

Ein sera ónøgdur tilkomin borgari

Fundur verður við Strandferðsluna um málið. Um ongin skilagóð loysn finst, so fer kommunan at kæra avgerðina til Innlendismálaráðið.

Vestmanna kommuna gjørdi eftir umbøn frá borgarum og eftir tilráðing frá ferðslunevndini nakrar vegforðingar, sum eru gjørdar eftir góðkendum leisti. Vit skilja ikki – og góðtaka heldur ikki – at betran av ferðslutrygdini í Vestmanna ber við sær, at tænastustøðið hjá Bygdarleiðum lækkar.

Vit skilja væl, at tú ert ónøgdur, men ónøgdin eigur at vera vend móti Strandferðsluni, sum hevur gjørt av at lækka tænastustøðið, og ikki móti kommununi, sum roynir at betra ferðslutrygdina.


 

Brandleiðarin

Oktober 10 , 2008
Eg haldi kommunan hevur fingið ein góðan mann við nýsetta leiðaranum, men.........., eg havi ikki sæð nakra starvslýsing. Kanska gongur onkur líka góður umsøkjari aðrastaðir sum kundi hugsa sær starvið.

Fáir grønir blettir eru eftir í bygdini. Ein teirra er bøurin báðu meðin Gjógvará. Kann bygdaráðið bera so í bandi, at hesi stykki verða friðað - tó undantikið vegasambandið niðan á Miðalsbrekku eftir Fjallsvegi ?

Nýggi brunaumsjónarmaðurin er settur í eitt tíðaravmarkað fyribilsstarv, tí varð søkt eftir honum við eini innanhýsis starvslýsing. Alt sløkkiliðið fekk hesa lýsing, tí høvdu øll sløkkiliðsfólk í Vestmanna Sløkki- og Bjargingarliði møguleika at søkja starvið. Vit meta, at best skikkaðu umsøkjararnir til eitt tíðaravmarkað starv eru verandi sløkkiliðsfólk.

Ongar broytingar eru bygdarskipanini fram við Gjógvará.

 

 


 

Ellisheimið

Oktober 10 , 2008
Hvussu er ætlanin at fíggja byggingina av ellisheiminum?

Í løtuni bíða vit eftir, at studningslógin um røktarheim verður endurskoðað; hon má endurskoðast, tí hon fer úr gildi 31.12.’08. Møguligar broytingar í nevndu lóg kunnu hava stóran týdning fyri fíggingarmøguleikarnar. Arbeitt verður við ymsum loysnum, men vit kunnu ikki kunna um hesar møguleikar, meðan arbeitt verður við málinum – m.a. tí at aðrir myndugleikar hava málið til viðgerðar.


 

Kvøldskúlin

Oktober 08 , 2008
Verður skráin fyri kvøldskúlan løgd á heimasíðuna?
Jú, tað er ætlanin - skráin verður væntandi klár síðst í hesi vikuni ella fyrst í næstu viku.

 

Ellisheim

Oktober 06 , 2008
Hevur Vestmanna kommuna slept ætlani um at byggja ellisheim? Ein borgari
Nei, tað hevur kommunan ikki! Arbeitt verður við at gera útbjóðingartilfarið klárt.

 

Vinnufelagið

Oktober 06 , 2008
Sambart roknskapinum fyri 2007 vóru góðar 200.000,- kr goldnar fyri limagjald í Vinnufelagnum og í Fíggjarætlanini fyri 2008 verða 215.000 krónur goldnar fyri limagjald (er tað eisini fyri vinnufelagið?). Hví hesar stóru upphæddir, og hvussu nógv hevur kommunan nú goldið í vinnufelagið? Er nakar aktivitetur í Vinnufelagnum, ella verður hetta goldið, fyri at rinda hall hjá felagnum?

Feilur er í tekstinum í ársroknskapinum. Talan er ikki einans um limagjald til vinnulívsfelagið, men limagjald í fleiri feløgum. Nógv størsti parturin er limagjald til Føroya Kommunufelag – um 175.000 kr – onnur limagjøld, sum verða bókað her, eru limagjøldini í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Limagjaldið í Vinnulívsfelagnum er 17.500 kr.

Okkum kunnungt er ikki stórt virksemi í felagnum, men onkrir fundir hava verið. Felagið eigur pengar og hevur gjørt onkrar íløgur í vinnulívið í Vestmanna. Ein trupulleiki tykist at vera, at sera fá venda sær til felagið við tilboði um samstarv.


 

Kostnaður fyri Fjallsveg

Oktober 06 , 2008
Hvør er endaligi kostnaðurin fyri arbeiðið, sum er gjørt við Fjallsvegi seinastu árini?

Nýttar eru um 7,8 milliónir kr til Fjalsveg. Alt er við í upphæddini m.a. eisini keyp av lendum.

 


 

Fíggjarstøðan

Oktober 06 , 2008
Vestmanna Kommuna hevur ongan pening á konto í løtuni, skriva tit her í teiginum fyri fáum døgum síðani. Hvar er peningurin, sum hevur verið settur av til røktarheim nú í nøkur ár?

Vestmanna Kommuna hevur síðan 2006 nýtt um 4,5 milliónir til røktarheimsætlanina; størsti parturin er nýttur til tekningar og útbjóðingartilfar. Tá verkætlanini fer í gongd fær kommununan endurrindað ein part av hesi upphædd sum stuðul.

Tann peningur, sum er settur til ávíst endamál á fíggjarætlanini, fellur burtur, um hann ikki verður nýttur í sama fíggjarári. 

 

 


 

Vindmyllur

Oktober 03 , 2008
Hey Vestmanna kommuna.



Bert ein áheitan til tykkum. Er tað ikki eitt hugskot at krevja at vindmyllurnar ið vera settar upp, skulu hava líka lit sum lendi í bakgrundini, ikki bert ein lit ið ikki blendar. Tað er ógvuliga nemt at mála eina tílíka, eg eiði eina sjálvur.

Annars aftur her á hesum øki, er tað deiligt at síggja hvussu Vestmanna kommuna er við upp á broytingar til tað betra.



Ein vælnøgdur borgari.



Hugskotið er gott, men er ikki tikið við í leiðreglurnar, tí at baksýnið kann vera so ymiskt alt eftir, hvar myllan stendur.

 

Fíggjarstøðan

Oktober 03 , 2008
Eigur kommunan nakað av inistandandi peningi?
Nei, ikki í løtuni.

 

Fíggjarætlan

Oktober 03 , 2008
Er møgulleiki fyri at síggja fíggjarætlanina fyri 2009 her á síðuni?

Fíggjarætlanin er til viðgerðar og verður løgd út, tá hon er samtykt.

 

Fíggjarstøðan

Oktober 02 , 2008
Nú nærkast bygdarráðvalinum , tí spyrji eg hvussu fíggjarstøðan er. Hvussu stórt lánið hjá kommununi er og hvussu nógv er eftir til íløgur, tí eg dugi væl at síggja at raksturin av kommununi m.a. til fastar lønir er øktur nógv seinastu árini

Skuldin er um 32 milliónir í løtuni, hon var um 40 milliónir, tá hetta bygdarráðið tók við í 2005.  Inntøkurnar hjá kommununi hava verið rættiliga góðar hesa setuna, í 2004 var persónskatturin 29,5 milliónir (21% í kommunuskatti), og í 2007 gjørdist úrslitið 35,8 milliónir (22% í kommunuskatti). Skuldin hjá kommunum verður ofta tengd at eini álíkning, tá má havast í huga, at talan er um eina álíkning við 23% í kommunuskatti. Skuldin hjá okkum er sostatt komin væl niður um eina álíkning, sum við 23% í kommunuskatti vildi verið  37,4 milliónir. Komandi bygdarráð hevur tí møguleika at læna til íløgur komandi árini, um tað verður mett neyðugt.

Tað er ikki einans inntøkan frá kommunuskattinum, sum er vaksin, aðrar inntøkur eru eisini vaksnar. Í fíggjarætlanini fyri 2005 vóru aðrar inntøkur mettar at vera um 4,8 milliónir, í 2006 um 6,1 milliónir, í 2007 7,5 milliónir og í 2008 7,8 milliónir.

Rakstrarútreiðslurnar hjá kommununi – øllum kommunum – eru nógv vaksnar; í fíggjarætlanini fyri 2005 vóru tær 23,9 milliónir og í 2008 eru tær 31,0 milliónir. Orsøkirnar eru fleiri, m.a. lønarhækkingar og umflokkingar, nýggjar útreiðslur á dagstovna- og barnaverndarøkinum, útreiðslur til ungdómshús.

Í fyribils uppskoti til fíggjarætlan fyri 2009 eru 5,5 milliónir settar til íløgur, og fíggjarætlanin javnvigar við um 45 milliónum. Hetta uppskot er rættiliga varið, um inntøkurnar í septembur og oktobur verða góðar, so er møguleiki fyri, at meir verður til íløgur.


 

Vatn uppí í Vestri

Oktober 01 , 2008
Hví er so ofta luft í vatninum í Bjargalíð?



Og hvussu við brandpostunum her um leiðir? Hava og/ella fáa teir nokk vatn?

Grundin til, at tað so ofta luft er í vatninum í Bjargalíð, er, at tað í løtuni er lítil nýtsla á vatnveitingini, og tá tað hevur verið arbeitt á veitingini og luft kemur inn, tekur tað longur tíð at fáa luftina úr aftur. Men eftirhondini skuldi luftin farið úr vatninum.

Ov lítið trýst er á veitingini til brandpostarnar í Vestri, men tað er tó ikki verri enn so, at um okkurt skuldi hent, so verður ventilur koyrdur fyri á reinsiverkinum, og so er fult trýst á vatninum til brandpostarnar. Hesin ventilur kann vanliga ikki standa fyri, tí at hann er á høvuðsvatnveitingini til bygdina.

Arbeitt verður tó við at finna eina loysn soleiðis, at trýstið á vatnveitingini til brandpostarnar verður støðugt.


 

Vindmyllur

Oktober 01 , 2008
Eg væntaði at borgarnir fóru at fáa at vita hvørjar treytirnar eru tá ein setur vindmyllur upp, nú hettar málið var fyri á bygdarráðsfundi, men har er ongin frágreiðing tí loyvi eg mær at spyrja um treytirnar - rokni at fleiri við mær hugsa um tað sama.

Leiðreglurnar síggjast á leinkjuni niðanfyri.

Leiðreglur fyri umsókn og uppseting av vindmyllum til húsbrúks.

Leiðreglurnar verða eisini lagdar á heimasíðuna.

 

Vatn

Oktober 01 , 2008
Hví er altíð luft í vatninum í Bjargalíð? Er tað ikki nokk vatn til okkum eisini?



Hvussu við brandpostunum her um leiðir? Hava teir ei heldur nokk av vatni?



Kunnu tit ikki fáa hetta í rætt lag

Grundin til, at tað so ofta luft er í vatninum í Bjargalíð, er, at tað í løtuni er lítil nýtsla á vatnveitingini, og tá tað hevur verið arbeitt á veitingini og luft kemur inn, tekur tað longur tíð at fáa luftina úr aftur. Men eftirhondini skuldi luftin farið úr vatninum.

Ov lítið trýst er á veitingini til brandpostarnar í Vestri, men tað er tó ikki verri enn so, at um okkurt skuldi hent, so verður ventilur koyrdur fyri á reinsiverkinum, og so er fult trýst á vatninum til brandpostarnar. Hesin ventilur kann vanliga ikki standa fyri, tí at hann er á høvuðsvatnveitingini til bygdina.

Arbeitt verður tó við at finna eina loysn soleiðis, at trýstið á vatnveitingini til brandpostarnar verður støðugt.


 

Opinleiki

Oktober 01 , 2008
Hvar er opinleikin hjá Vestmanna Kommunu blivin av? Á bygdarráðsfundinum 23.09.2008 vóru tilmæli ditt, tilmæli datt og tilmæli dutt frá frá ymsum nevndum einmælt samtykt. Ikki eitt einasta orð um, hvat stendur í nevndu tilmælum. Álvara tos, hetta er ikki nøkur upplýsing! Hetta er at ávmarka upplýsingarnar fyri borgaranum. Syrgið nú fyri, at fáa ordan í hesi tingini aftur!
Vit biðja viðmerkjaran og øll onnur umbera mistakið - hetta verður rættað skjótast gjørligt.