BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Vegkantar.

November 21 , 2008
Hoyrdi valkvøldi í milinum,at munurin millum vegir í Vestmanna og aðrastani var,at í Vestmanna høvdu vegirnir

ongar kantar.Vónandi tekur nívalda bygdaráði tað við í

ætlarnar fyri komandi skeiði.
Jú, rætt er, at kantsteinar mangla nógva staðni, og áheitanin verður her løgd út á heimasíðuna soleiðis, at øll (eisini politikkararnir) síggja hana.

 

Vindmyllur

November 21 , 2008
Havi júst sæð at enn ein vindmylla er sett upp men havi ikki sæð nakra viðgerð av umsókn uppá slíka á bygdaráðsfundi. Er hettar ikki neyðugt?

Umsóknin er viðgjørd - sí niðanfyri:

Fundur í Teknisku Nevnd 16. september 2008:

Mál 5.
Umsóknir frá íbúgvum um loyvi til uppseting av vindmyllum.
J. nr. 2005-696: Eivind Olsen, j. nr. 2005-699: Leivur á Rógvi, j. nr. 2005-712: Páll Egilsnes.

Viðv. 5.
Nevndin mælir til at geva prinsippielt loyvi til at seta vindmyllur upp sambært leiðreglum frá Føroya Kommunufelag, og at tekniska deild framyvir avgreiðir umsóknirnar.


Bygdarráðsfundur 23. september 2008:

Mál 67
Tilmæli frá somu (Teknisku Nevnd) til umsóknir frá íbúgvum um loyvi til uppseting av vindmyllum.

Viðv. mál 67
Samtykt við 5 atkvøðum fyri og 1 ímóti.

 

 


 

Nýtt bygdarráð

November 21 , 2008
Fyrst góða eydnu til øll tey valdu:)



Nú eri eg spentur uppá at síggja um vit fara at síggja mun. Her hugsi eg um skúlagøtur, leysar hundar, hestar og gæs. Eisini alt vatni, sum rennur allastaðni tá tað ælar, og kann verða vandamikið tá so frost kemur á.

Takk til LAF at tit fylgja við, men enn betri hevði verið um tit so løgdu myndir út tá ið ein tíð var fráliðin, soleiðis at vit kunnu síggja um nakað verður gjørt. Í Heygadali er nógv broytt síðan sosialurin var har fyrstuferð, eg segði ikki at alt var burtur, men har er nógv broytt.



Ein glaður vestmenningur, sum ætlar sær at vera glaður eisini framyvir.
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Bigraradi

November 21 , 2008
Í havn fara tey at skipa samgomgu er hon gjørd í vestmanna

skulu øll sum eru vald í samgonguna í vestmanna ella er minniluti og meiriluti
Bygdaráðið hevur ikki skipað seg enn - væntandi verður fundur um mánaðarskiftið.

 

stakkals viðarlund

November 21 , 2008
Nú eru vit aftur komin í november mánað, og aftur í ár hevur seyður frítt at fara inn í viðarlundina. Ófatiligt, at kommunan ikki vil seta hegnið upp aftur, sum bleiv slættað niður í samband við vegarbeiðið. Ikki er okkara viðarlund tann størsta og prýðiligasta, men tað er kanska ikki so løgið, tá ið støðan er sum hon er. Setið so hatta hegnið upp aftur, so at viðarlundin kann fáa frið.
Tað verður arbeitt við at seta hegnið upp aftur!

 

Byggiloyvi á Bakkavegi

November 17 , 2008
Eg skal við hesum loyva mær at gera onkrar viðmerkingar í sambandi við byggimálið á Bakkavegi 43.

Tað undrar meg almikið, at grannin (kærarin) til byggingina ikki sjálvur unnir øðrum somu sømdir sum hann sjálvur hevur fingið frá Vestmanna Kommunu. Sjálvur fekk hann loyvi til stóra umbygging (var eftir byggisamtyktini mett sum nýbygging!) av sethúsum sínum, sum hann stutt frammanundan hevði keypt. Hesi standa nevniliga eisini (enn) í miðstaðarøki, og hava ongar parkeringsbásar sum hann sjálvur vísir til at onnur skulu hava. Táverandi tekniski leiðarin hjá kommununi, mælti nevniliga frá at geva byggiloyvi til umbyggingina tí at byggisamtyktin heimilaði ikki slíkum, men her vóru menniskjalig atlit tikin til umsøkjaran, tí økið sum húsið stendur í skuldi eftirfylgjandi broytast til sethúsaøki - til fyrimuns fyri umsøkjaran. At sjálvt málið um verkstaðin, sum ikki kemur at darva nakran eftir mínari meining, kundi verið betur handfarið kann væl verða. Men hendan kæran er heilt burturvið. PS! Vestmanna Kommuna loysti eisini parkeringsviðurskiftini hjá kæraranum við nevnda parkeringsplássi.

Verður endin á hesum málinum sum kærarin vil hava tað, hevði tað verið áhugavert at vita hvussu nógv kæran kemur at kosta okkum skattaborgarum í Vestmanna.

Vinarliga

Hilbert Elisson, fyrrv. Tekniskur Leiðari
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Byggiloyvi

November 17 , 2008
Tað eru nøkur dømi um at Vestmanna Kommuna gevur loyvi til bygging á grundøkir alt ov nær hvørjum øðrum. Niðanfyri standandi er ikki eitt eindømi.



Vestmanna Kommuna: ansi eftir - her skal verða gott at verða fyri øll. Ella tímir ongin at koma her.

Tað verða ikki givin byggiloyvi nærri grannaogn enn 2,5 m uttan so, at brunatrygdarligu viðurskiftini eru í lagi.

 

betong grundir

November 17 , 2008
Nù kommunan frikkar og fjàlgar um bigdina. Kundi ikki kommunan fyngi fjerna tvar grundir sum hava stadi Iholvun gekki id àra tìggir og glan a eim à gerisvegi og ein ì ùtibøgi



Utiseti

Grundirnar standa har sambært góðkendum byggiloyvi, og kommunan kann ikki, uttan at endurgjald verður goldið, krevja tær burturbeindar.
Annars er givið fyribils loyvi til endurnýggjan av byggiloyvi til sethús á grundina við Gerðisveg.


 

Tøkk til LAF !

November 17 , 2008
Hey, Vestmenningar !

Vil bara siga takk fyri at vit her í Vestmanna eiga eitt sovorið virkið Lokal Agenda Felag. Tit gerða eitt flott arbeiði, haldi áfram. Læt okkum bara fáa fleiri myndir, so at okkara komandi bygdaráð kann síggja hvat í liggur á lánið at gerða.

Tilukku til øll í vald vóru í býráði. Gott at tit gerða eina breiða samgongu. Eisini tøkk til tykkum í ikki vóru vald aftur - tykkara partur liggur ikki eftir.

Vh. Vælnøgdur borgari.
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Heygadalur!

November 17 , 2008
Nær eru hasar myndirnar tiknar av óruddinum inni í heygadali??



Tí har er meginparturin langtsíðan rudda!!
Nakað er ruddað, men enn er tíverri nógv eftir!

 

Byggiloyvi!

November 12 , 2008
Um hatta byggiloyvi er givið uttan heimild í byggisamtykt ella bygdaskipan, og kommunan so bara broytir- tillagar byggisamtykt og bygdaskipan, hvør er so meiningin við at hava slíkar skipanir?

Vil tað so siga, at onkur borgari fær nei, og onkur annar ja, óansæð umstøður- so verða reglurnar bara "rættaðar til"?

Er hatta ikki at gera fordømi so, at kommunan framyvir mestsum ikki kann loyva sær at siga nøkrum nei. So kann hon jú ikki vísa til byggisamtykt- hon kann jú bara broytast!

Hvat var kært um? Vórðu atlit tikin fyri kærara?

Hví er opinleikin, ið ofta reypa verður um, ikki í hesum málið?

Hevði tað ikki verið eitt hugskot at lagt hatta málið út á heimasíðuna so, at fólk fær at vita, hvat hetta snýr seg um?

Kommunan broytir ikki byggisamtyktina ella bygdarskipanina fyri at tekkjast ávísum borgarum. Tá slíkar broytingar verða gjørdar, verða tær gjørdar alment, tvs. fyri allar borgarar. Í hesum førinum lá ein geiri av havnarlendi niðan við brekkuni til kaiøkið – helst var hetta ein leivd frá gamla fjørulutinum frá tíðini, áðrenn nýggja havnin varð gjørd. Hesin lutur kundi ikki brúkast til nakað ítøkiligt, sum hevði við havnaendamál at gera, og tí var tosað um møguleikan fyri antin at broyta miðstaðar- og havnarøki til sethúsaøki ella at víðka miðstaðarøkið við havnarøkinum. Her varð so samtykt at víðka miðstaðarøkið.

Kærararnir kærdu við støði í byggisamtyktini og um, at ætlaði bygningurin kom ov nær sethúsum teirra og hartil kom at taka útsýnið.

Kærunevndin tók støði í byggisamtyktini, og “samtykti tí at ganga kæruni á møti og at broyta avgerðina hjá Vestmanna Kommunu, tí at nevnda byggiloyvi hevur ikki heimild í byggisamtyktini fyri Vestmanna Kommunu.”

Málið sæst annars á heimasíðuni hjá Kærustovninum:

http://www.gov.fo/krs/avgerd/pdf/sak1093.pdf

 


 

Posthúsgøtan

November 11 , 2008
Nær verður gøtuljósið í posthúsgøtuni tendra aftur?
Ætlanin er at seta nýggj ljós niðan ígjøgnum gøtuna, men til ta tíð er ætlanin skjótast gjørligt, at fáa verandi ljós at lýsa aftur.

 

Skúlin

November 11 , 2008
Gott er at síggja, at tit vilja halda ognirnar hjá kommununi!

Skúlin er m.a. málaður í ár. Var tilboðið upp á skúlan, at mála tvær reisur ella einans ein umgang??

Tilboðið var uppá at mála skúlan tvær ferðir, og soleiðis er sambært upplýsingum eisini gjørt.

Rætting:
Sambært tilboðnum skuldi skúlin málast - einki stóð í tilboðnum um hvussu ofta. Skúlin er sambært umsjónarmonnunum málaður eina ferð, allur sum hann er, og í støðum, har týðuligt slit hevur verið at sæð, tvær ferðir.


 

Skúlin

November 11 , 2008
Er skúlin málaður tveir fullar umgangir? Ella er skúlin plettaður ein umgang og málaður ein fullan umgang?

Rætting:
Sambært tilboðnum skuldi skúlin málast - einki stóð í tilboðnum um hvussu ofta. Skúlin er sambært umsjónarmonnunum málaður eina ferð, allur sum hann er, og í støðum, har týðuligt slit hevur verið at sæð, tvær ferðir.


 

Flag

November 10 , 2008
Eg haldi ikki at tað er nóg gott at flagið fær loyvið til at liggja til onkuntíð "fyrsta dagin". Hevur kommunan ikki heimild til at beina tað onkra aðra staðni, fyri eigarans rokning, í tílikum føri.
Kommunan hevur í fyrstu syftu munnliga heitt á eigaran um at beina flagið burtur.

 

Valið

November 07 , 2008
Eg síggi, at fleiri hava spurt her inni á síðuni, um ikki onkur valfundur ella líknandi verður. Eg siti eisini sjálv sum eitt stórt spurnartekin, tí eg áni ikki, hvat hesi fólkini ætla at bjóða okkum.

Tað kann gott vera, at tað ikki er uppgávan hjá Vestmanna Kommunu at skipa fyri valfundum, men kundu tit um ikki annað gjørt hetta sum eina tænastu fyri okkum borgarar?

Fleiri av tykkum, sum sita í bygdarráðnum nú, bjóða tykkum eisini fram aftur, ætla tit heldur ikki at fortelja okkum, hvørjar ætlanir, tit hava?

Eg meini so við, valið verður komandi týsdag, og kortini svara tit tann 5. nov:"Man ikki onkur...". Í skrivandi stund er hóskvøld, og eg havi framvegis onki sæð ella hoyrt um nakað val. Havi fingið valkort, gamaní, men ivist stórliga í, hvat eg skal brúka tað til!!!

Mær vitandi hava ongir veruligir uppstillingarfundir og valfundir verið, síðan kvinnulistafólkini skipaðu fyri, so hetta eigur kanska at verða tikið sum ein ábending um, at neyðugt er at taka kvinnulistarnar upp aftur.

Jú, onkur hevur spurt, men tað er ikki ein uppgáva hjá kommununi at skipa fyri valfundum - hetta kundi jú eisini verið tikið skeivt upp, tí at fleiri av valevnunum í løtuni eru bygdarráðslimir.

Men, okkum vitandi, er faldari frá tí eina listanum komin í húsini í morgun (7. november), og annars ber altíð til at seta seg í samband við valevnini.


 

Vetrarfriðing hjá Festibøndum

November 07 , 2008
Nú eru festibøndur her í bygdini farnir at stika sær stór innangarðs jarðarstykki inni, utta at hesi hava op, so seyður kann ganga frítt út og inn. Hetta kunnu privatir jarðareigarar ikki , uttan so, at goldið verður í dýrar dómar fyri vetrarfriðing. Eitt stórt jarðarstykkið inni á Fjørð er nýliga innistikað. Er hetta stykkið vetrarfriðað, ella er tað so, at festibóndir, sambart okkara avoldaðu jarðarlóg, kunnu gera júst sum teimum listir?

Sambært Búnaðarstovuni eru ognari og festari eins stillaðir yvirfyri Hagalógini, L. nr. 172 frá 18.05.1937 fyri Føroyar um hagastýri og røkt v.m. sum seinast broytt við Ll. nr. 82 frá 19.06.1990, og Girðingarlógini, L. nr. 171 frá 18.05.1937 fyri Føroyar um girðingar og friðing av lendi, sum seinast broytt við Ll. nr. 30 frá 17.03.1951, og sambært Búnaðarstovuni kenna tey einki til, at festibøndur hava fingið loyvi til at innistika jarðarstykki Inni á Fjørð.

Heitt er annars á Hegnsýnisnevndina um at kanna málið.

 

 


 

Fiskastykkid

November 07 , 2008
Ja um kommunan yvirtekur, so verür fiskastikkid heilt sikkurt sett í tipp topp stand, sum so nógv annad í bygdini
Hvør veit!!

 

Ymiskt

November 07 , 2008
Góðan dag.

Eg kundi hugsa mær at fingið at vita um og nær vegir og annað verður gjørt liðugt, her hugsi eg um kantsteinar fram við vegnum millum annað uppi í tí nýggju útstykkingini uppi í Vestri.

Eisini haldi eg, at tað kundi verði eitt gott hugskot, at tikið eitt av teimun grundstykkinum íð ikki er selt, og gjørt tað um til ein sparkivøll til øll børnini í búgva har uppi, og bygt spæliplássið uppaftur har sum tað er.

Eg ivist ikki í at pápar vildu hjálpt til at fingið hettar arb. gjørt, um kommunan ikki hevur tíð.
Eingin tíðarætlan er fyri, nær kantsteinar o.t. verður gjørt - eitt nú uppi í Vestri.
Í ætlanini um at gera spæliplássið við Heygalíð í stand, er eisini ætlanin at gera ein sparkivøll.

 

Flag

November 07 , 2008
Veit ikki hvør eigur hasar plattanar við flag á ið liggja uppi í doktarabrekkuni, men kann Vestmanna kommuna fáa hesar fluttar ella biða eigaran flyta teir. I morgum mundi veri heilt galið, eg skuldi koyra oman ið gjøgnum brekkuna, og í tí eg skal draga oman kemur ein annar bilur niðan, og hann kann ikki snara heilt inn í svingi tí har liggur flagi, so eg má snara undan upp á gongubreytuna, og í sama mundi kemur eitt bara undan ovara enda av garðinum hjá doktaranum, tað var sek frá at eg ikki kom at kleima hetta barn í millum bil mín og betonggarðin.



So áðren tað er ov seint.



Vinarliga, annars ein væl nøgdur borgari.
Heitt er á viðkomandu um at flyta flagið, og hevur hann lovað at gera hetta fyrsta dagin.

 

Val.

November 05 , 2008
Munnu tey,ið hava stilla seg upp,ætla at gera nakað,um tey

vera vald í bygdaráði?
Man ikki onkur fráboðan fara at koma frá listunum, nú valið fer at nærkast?

 

Fiskastykkið

November 05 , 2008
Ber ikki til at fáa okkurt gjørt við fiskasykkið í samstarvi við SEV - Hóast alt er tað ein partur av Vestmanna søgu.
Samráðingar eru ímillum kommununa og SEV um møguligt umbýti av ognum, sum m.a. innber, at kommunan helst gerst eigari av fiskastykkinum - og tá skuldi einki verið til hindurs hjá kommununi fyri at umvælt fiskastykkið.

 

Handil ?

November 04 , 2008
Nær kemur ein handil niðan á Hornaveg ella her uppi ? Tá eg baki kaku mangli eg so ofta ger ella okkurt annað :( So um ein handil hevði verði her uppi, so hevði eg bara kunna fari at keypt her. !

Tú sigur tað, sum er :-)

Áheitanin hervið givin víðari.


 

Fiskastykkið á Fitjunum

November 03 , 2008
Hvør eigur fiskastykkið á Fitjunum?? - eg haldi tað skuldi verið varðveitt, men sum nú er stendur tað til at fara í hundarnar. Ber ikki til at gera okkurt við hettar og eg haldi heldur ikki at tað sær út til at verða serliga kostnaðarmikið
Elfelagið SEV eigur fiskastykkið.