BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Bingjuplássið

Desember 23 , 2008
Er bingjuplássið eisini stongt 29, 30 des og 2 jan?

Nei, bingjuplássið er opið sum vanligt hesar dagarnar, tvs. kl. 17-19.

29. og 30. desember og 2. januar kl. 17-19
Leygardagin 3. januar kl. 14-17


 

Spurningur.

Desember 22 , 2008
Hvussu nógvar pengar fekk V.Kommuna aftur,frá landinum,

fyri ferjuleguna inni á fjørð? Í komunan gjørdi,fyri at sleppa

frá at breikka niðara veg.Og hvar eru tei pengarnir nú?

Kommunan fekk ikki pengar aftur frá landinum fyri ferjuleguna Inni á Fjørð. Kommnan fekk studning til byggingina. Hesin studningur var fyrst uppá 75 % av kostnaðinum, varð síðani lækkaður til 65 %, men varð aftur hækkaður til 75 % eftir samráðingar undir kreppuni í 90'unum.

Ferjulegan kostaði 24,9 mió kr at gera. Av hesum fekk kommunan endurrindað 17,9 mió kr sum studning úr landskassanum.  Kommunan stóð sum byggiharri og fíggjaði sostatt arbeiðið - studningurin varð útgoldin eftirfylgjandi, og varð allur brúktur til at rinda fyri arbeiðið. Hetta hevði eina rentuútreiðslu við sær uppá 11,6 mió  kr (tá roknað varð við eini vanligar kassakreditrentu uppá 15 %).

Sostatt kostaði ferjulegan kommununi 18,2 mió kr til og við 1991.

At enda kann viðmerkjast, at kommunan ikki gjørdi ferjuleguna fyri at sleppa frá at breiðka Niðara Veg. Kommunan ynskti ferjuleguna burtur av Heyganesi fyri at gera tað rúmsáttari hjá vinnuni at búleikast.


 

Gamlir kustar

Desember 19 , 2008

Havi ofta hugsa um hetta!


Er tað ongin komuna her í landinum í hevur ein politikk ið sigur at, eftur so, og so nógv ár skullu øll ið starvast hjá komununi efturmetast, tvs, at eftur at hava verið í starvi í nøkur ár, skuldu øll starvsfólk verið tykin upp til viðgerðar, so sum, um tey eru egnaði at halda á framm ella ikki.

Tí tað er eingin loyna, at nógvir borgarar við mær halda at vit eiga onkrar gamlar kustar ið skuldu verið skiftir út. Komunustýri ið setur hesi fólk, ja tey verða efturhugd um tey skulu veljast aftur ella ikki, 4 hvørt ár. So til tykkum komadi stýri, prøva og hugsað um hetta, eg haldi at tað eru nøkur øki í skulu efturmetast og uppdaterast alvorliga, vit fáa ikki tað burtur úr, í samsvar við tá ið fer úr kassanum.


Annars takk til tykkum ið ikki vóru vald ella stillaðu upp aftur. Gleðilig jól og gott nýggjár Vestmanna.


Ein væl nøgdur borgari.

Sambært almenna starvsfólkapolitikkinum eiga regluligar starvsfólkasamrøður at vera, endamálið við starvsfólkasamrøðunum er: “ at tryggja, at einstaka starvsfólkið mennist, og at øll arbeiðsmegin á staðnum verður styrkt.” – almenni starvsfólkapolitikkurin sæst á www.tinganes.fo.

Vit hava ikki havt formligar starvsfólkasamrøður við starvsfólkini í umsitingini, men tosað verður kortini regluliga um teirra starvsuppgávur. Harumframt eru tey tíðum á skeiðum, sum kunnu førleikamenna tey. 


 

Bussamband

Desember 19 , 2008
Er tað bara vegbungunar, sum er trupuleikin við bussambandinum út í Flatabø?

Um so er, er okkurt heilt galið, tí tað er einki problem hjá busføraranum at koyra heilt niðan í Miðalsbrekku eftir síðsta túr á kvøldið, og mótsattan veg morgunin eftir, og sørin meg onkutíð til kaffi mitt um dagin. Ein er árla uppi hvønn morgun og sær hetta, og tað er ikki við sniglaferð at bussurin fer upp um bungurnar, hann trakkar neyvan á bremsuna, so okkurt annað má vera galið.

Er tað kanska tann, ið eigur bussarnar, sum ikki dámar Vestmanna, tað kundi bent so á.



Ein spurin

Verður lagt út uttan viðmerking.


 

Fyrispurningur

Desember 19 , 2008
Hey!

Kunnu tit siga okkum, hvønn man kann klaga til, um man er ónøgdur við leiðsluna í skúlanum í Vestmanna. Er tað til kommununa ella onkran annan.

Heilsan nakrir næmingar

Skilabest er helst at tosa við flokslæraran, hann kann helst hjálpa tykkum. Annar møguleiki er kanska at spyrja skúlastýrið.


 

Kajfútin

Desember 18 , 2008
Er kajfútin settur í starv fyri lívið....ella er tað eitt áramál á ?

Ongi føst starvsfólk hjá kommununi eru áramálssett.


 

Bert ein áheitan á tykkum í komandi bygdaráð !!!

Desember 17 , 2008
Hey, tit í bygdaráðnum ! Núverandi og tykkum í koma til !!!

Eg vóni at tit droppa stórara íløgur, so sum havnagerðir og eldrasambýlið, vit klára okkum við tað sum vit hava, í nøkur ár framyvir, í hvussu er til fíggjarkreppan er yvir. Nú muga tit skipa so fyri at eingi fólk í starvi hjá tykkum missa arbeiði. Hjá okkum her í Vestmanna er ein rúgva sum kann gerðast fyri at t.d. fríðka um, og sum heldur ikki kostar nógv meira enn tímalønina. Vóni at tit lurta eftir einum meinigum borgara. Vinarliga.

Vit halda, at ætlaðu íløgurnar eru skilagóðar, og at tær eru neyðugar. Íløgurnar, sum í løtuni liggja okkum fremst í huga, eru røktarheimið og ábøtur á Niðara Veg. Røktarheimið fer at hava sparingar við sær, vit gjalda í løtuni um 350.000 kr um árið fyri røktarheimspláss á Mørkini. Vit kunnu væntandi lata grannakommunum røktarheimspláss frá okkum, inntøkan av hesum verður helst millum 500.000 kr og 1.000.000 kr um árið. Harumframt fer eitt røktarheim at geva okkum góð og trygg arbeiðspláss og harvið støðugar skattainntøkur.

Als ongar ætlanir eru um at siga starvsfólkum upp, við skilagóðum fíggjarpolitikki verður heldur ikki neyðugt við uppsagnum. Neyðugt verður at tálma útreiðslurnar, um inntøkurnar minka munandi. Vit taka undir við tínum hugskoti um at leggja dent á tiltøk og annað, sum kann gerast bíliga.

Vit lurta fegin eftir borgaranum.

 

 


 

Grundstykkir

Desember 16 , 2008
Nakrir spurningar viðvíkjandi grundstykkum.

Hvussu leingi kann eitt stykki standa óbygt eftir at tað er keypt?

Hvussu leingi kann eitt stykki vera "Umbiðið"?

Kann eg bjóða uppá eitt stykki sum er umbiðið?



VH

Vanligur borgari

Í grein 7 í ognarbrøvunum stendur: "Um keypari ikki innan ½ ár frá tí degi, hetta ognarbræv er tinglisið, hevur søkt um byggiloyvi, ella ikki á grund­stykkinum hevur bygt sethús innan 2 ár frá hesum degi at rokna, fellur grundstykkið aftur til kommununa." Henda grein verður tó sjálvdan útint, og so leingi onnur grundstykki eru tøk, er eingin grund til at krevja seldu grundstykkini aftur.

Sjálvt um henda grein stendur í ognarbrøvunum, fær kommunan ikki uttan hóvasták eitt grundstykki aftur. Royndir hava víst, at um keypari noktar at lata grundstykkið aftur, so er neyðugt hjá kommununi at fara rættarvegin fyri at fáa hetta aftur.

Tá grundstykki stendur sum umbiðið, er tað tí at umsøkjari hevur søkt um loyvi til at keypa júst hetta stykkið. Viðkomandi hevur tá fingið eina freist uppá ein góðan mánaða til at gjalda fyri grundstykkið. Tá hetta er gjørt, og ognarbræv tinglisið, verður stykkið merkt sum selt á kortinum á heimasíðuni.

Viðmerkjast skal tó, at tann, sum hevur umbiðið matr. nr. 310b, ikki hevur fingið eina ávísa freist. Hetta tí at ymisk matrikuler og atkomu viðurskifti, sum kommunan skal syrgja fyri, skulu fáast uppá pláss, áðrenn grundstykkið kann seljast.

Grundstykki kann standa merkt "áhugi", so leingi eingin annar vísir áhuga fyri hesum. Vit hava boðað teimum frá, sum hava víst áhuga fyri ávísum grundstykki, at um annar vísir áhuga fyri sama grundstykki, so fáa tey uml. ein mánaða freist at gjalda kommununi keypspeningin. Um hetta ikki verður gjørt, verður grundstykkið selt øðrum áhugaðum.

So, um tygum eru áhugaður í einum av grundstykkjunum, sum er merkt "áhugi", vinarligast boða kommununi frá hesum. Síðani fær tann, sum hevur víst áhuga fyri hesum grundstykkið, eina freist uppá uml. ein mánaða at gjalda fyri stykkið, og um viðkomandi ikki hevur gjørt hetta, innan freistin er farin, so kann grundstykkið seljast tygum.

 

 

 


 

Jólasølan - áheitan

Desember 16 , 2008
Sera gott hugskot við jólasøluni - stak hugnaligt. Nú er umráðandi, at arbeitt verður málvíst í 2009 at gera umstøðurnar betri, tí hetta er eitt tiltak, ið vónandi verður afturvendandi og frameftir møguliga lagt yvir eini 2-3 vikuskifti áðrenn jól, tí uttan iva verða enn fleiri lutir at selja komandi ár.

Mín áheitan á komandi bygdarráð er, at Vektarbúðin verður tømd, so hon eisini verður ein partur av jólasøluni. Tá verður betri komandi at, inngongd t.d. í handlinum og útgongd frá Vektarbúðini. Fleiri rúm eru í húsunum hjá Niels hjá John, so fornlutirnir kundu t.d. verðið deildir upp eftir slagi/stødd og verðið sýndir fram í teim ymsu rúmunum. Vektarbúðin og handilin kunnu nýtast alt árið til tiltøk, t.d. fyrilestrar, café-tiltøk/kaffisølur, framsýningar v.m.

Ognin er ein perla, latið okkum geva húsinum tað lív og ta sál, sum Handilin hjá Niels hjá John hevur uppiborið !!

Jólasølan eydnaðist stak væl, vit vænta sjálvandi, at jólasølan gerst eitt afturvendandi tiltak. Avgerðin um at hava jólasøluna í Johnsa handli varð tíanverri tikin heldur seint, tí høvdu vit ikki møguleika at rudda vektarbúðina. Umstøðurnar fyri jólasøluna í 2009 verða nógv betri enn í ár.

Bygdarsavnið fer væntandi undir regluligt virksemi, tá onkrar smærri umvælingar eru gjørdar á loftinum. Vit vóna at bygdarsavnið – ella partar av tí – fer at verða nýtt til fjølbroytt tiltøk. Heitt verður á áhugað at koma við hugskotum.


 

Kavarudding aftur og aftur

Desember 15 , 2008
Hey



Vil bara spyrja hví onki verður gjørt við parkeraðar bilar sum standa stórt sæð allan vegin niðan miðalsbrekku. Bilar sum koma omaneftir mugu halda av fyri bilum sum koma niðaneftir, men onki pláss er. Har eigur at verða pláss til 2 bilar at koyra. Sama er galdandi á Garðavegi. T.d. hevur ein hestavognur staðið har og irritera nú í øldir - kann hann ikki flytast ella leggja tit onki í at trafikkurin soleiðis verður tarnaður? Tað er serliga ringt tá kavi er



Hví verður onki gjørt við hetta?
Vit gera, hvat vit kunnu, men vit kunnu bert staðfesta, at parkeringsviðurskiftini serliga á Garðavegi eru sera vánalig. Á Garðavegi eru ongi parkeringspláss, men í ætlaðari broyting av byggisamtykt og bygdarskipan er økið lagt av til parkering í Garðastovubønum. Hartil er ráðgevandi fyritøka biðin um at gera uppskot um breiðking av ytra parti av Garðavegi. Fyritøkan hevur boðað frá, at uppskot verður klárt seinnu helvt av januar mánaða. Á Hornavegi eru parkeringspláss, og vit kunnu á henda hátt heita á íbúgvarnar um at brúka hesi - um ikki dagliga, so í hvussu so er, tá hálka og kavi er.

 

Kavarudding

Desember 15 , 2008
Eg eri ein sum eri sera bangin fyri børnum og vaksnum, sum ganga niðan í barnagarðin og oman í skúlan nú kavin er komin. Tað mátti borið til at grava betur. Fólkini mugu ganga úti á vegnum, tí úti við er ikki gangandi. Tað er eisini ringt at sleppa av við bilarnar, tí tað verður bara grivið mitt eftir vegnum.

Vónandi taka tit hettar til eftirtektar.



Ein bangin borgari.

Um morgunin tá vit byrja at grava er næstan ongin farin til arbeiðis, og bilar standa fram við vegnum nógvastaðni. Ikki fyrr enn teir eru farnir ber til at sleppa longur út at grava, og tað gera vit eisini. Vit hava tvær maskinur, sum grava, og tað tekur tíð at koma runt. Tá vit hava grivið tey mest átrokandi støðini einaferð, verður farið umaftur og m.a. grivið longur út har bilarnir tá eru farnir, og vit sleppa framat. Grivið verður alla tíðina, til vit eru komnir runt, og kunnu illa gera tað øðrvísi við teimum amboðum og teirri manning vit hava.


 

staðið

Desember 15 , 2008
er staðið kannað fyri blámusopp vm.
Nei, tað er tað ikki.

 

Vetrarfriðing??? VetrarSALTING!!!!! :(

Desember 15 , 2008
Góðu fittu bygdaráðslimir :o)



Pleeeeeeaaaasssseeee kunnu tit fáa skil á kavaruddingina og saltingina????? Enn ein morgun varð næstan ikki koyrandi niðan til barnagarðin. Hetta ber altso ikki til! Tað eru jú fólk úr næstan allari bygdini, ið skulu niðan við børnum sínum.



Tað kann ikki vera rætt, at man noyðist at keypa sær píkadekk, bara tí man býr í Vestmanna og hevur børn í barnagarðsaldri!!! (ella býr í Miðalsbrekku...)



Vinarliga

- Ein annars vælnøgdur vestmenningur :o)
Tann morgunin tú helst tosar um, vóru líkindini sera vánalig, og tað kavaði illa. Vit gróvu av øllum alvi, sum vit plaga, men tað var ongin kjansur at halda tørn í øllum kavaavfallinum. Høvdu vit bara kunnað skrúva fyri ella um ikki annað duga gand ella………Enn einaferð kanska ein spurningur um at síggja í eyguni, at man ikki altíð kann fáa tað, júst sum man kundi ynskt sær, og kanska má broyta onkra ætlan orsakað av veðrinum t.d. Ferðslan verður stórt sæð altíð tarnað í kavaveðri, men vit gera okkara besta , fyri at bøta um tað!

 


 

Kavarudding

Desember 15 , 2008
Havi ein fyrispurning til kavarudding. Hvat er meiningin við ruddingini? Nógv parkeringspláss kunnu ikki nýtast tí allur kavin verður parkeraður har og at koma til ella frá egnum húsum er ofta eisini ómøguligt at koma tí kavin liggur høgt upp fyri. Fólk royna at grava seg út og so kemur gravimaskinan og dekkar alt fyri aftur. Líkist ongum....
Tá kavi er, eru koyrilíkindini ikki líka góð, sum tá ongin kavi er. Soleiðis er tað bara, og vit mugu bara góðtaka tað. Meiningin við kavaruddingini er tó at betra um hesi líkindini so frægt, sum vit nú einaferð megna við teimum resursum, vit hava. Vit hava ikki amboð til at senda kavan retur, vit hava ikki nokk av fólki til at grava innkoyringar hjá privatfólki og vit kunnu ikki skumpa kavan á privat øki. Vit grava við teimum maskinum og teimum monnum vit hava til taks, og hava valt at skumpa kavan inn á okkurt parkeringsøki, sum aloftast stendur meira og minni tómt allíkavæl!! Kanska er tað bara ein spurningur um at góðtaka, at tað ongantíð verður líka lætt at flyta seg, tá kavi er, sum tað er, tá ongin kavi er.

 

Treytir fyri plássi í bátahylinum

Desember 10 , 2008
Við hesum, fari eg at seta nakrar sera einfaldar spurningar um treytir fyri atløguplássi í bátahylinum.

Hvussu langur kann báturin í mesta lagi vera?

Hvussu breiður kann báturin í mesta lagi vera?

Er ein av treytunum, at bátar, ið hava eina størri tonnagu enn eitt ávíst, ikki fáa pláss. Um so er, tosa vit tá um netto- ella bruttotonnagu?

Verður mett um vindmoment á hvørjum einstøkum báti, tá ið søkt verður um pláss í bátahylinum?



Sitandi Bygdarráð hevur fyrr fingið hesar spurningar frá mær. Eg havi enn ikki fingið nøktandi svar.

Eg rokni við, at sitandi Bygdarráð veit, hví eg spyrji á henda hátt.

Tað er onkur bátaeigari, ið hevur biðið um pláss til ein lítlan deksbát úr træi í hylinum og hevur fingið noktandi svar.

Samstundis eru aðrir bátar (plastbátar) komnir at liggja. Eg veit, at eigarin av træbátinum hevur fingið at vita, at báturin er ov stórur.

Tí havi eg hug at spyrja : Hvat týdning leggur Bygdarráðið í orðini "ov stórur"? Er báturin ov langur, ov breiður ella ov tungur?

Tað, ið hevur týdning, er ikki hvussu tungur báturin er. Tyngdin á bátinum elvir til trýst niðureftir. Hinvegin er tað skapið á bátinum omanfyri vatnlinjuna, ið hevur størst týdning, tá ið ligið verður við bátabrúgvarnar.Her hugsi eg um tað, ið verður nevnt vindmoment.

Í løtuni liggja stórir plastbátar í hylinum, har vindmomentið er í minsta lagi 3-4 ferðir so stórt, sum tað á deksbátinum, ið enn ikki hevur fingið pláss.



Vinarliga

Jóhan Simonsen





Tað er til eina og hvørja tíð havnaumsjónarmaðurin, sum metur um og gevur loyvi til at leggja bát í bátahylin. Havnarnevndin og Bygdarráðið blanda seg ikki í hansara avgerðir.

Nevnast kann, at allir smærri deksbátar úr træi hava fingið noktandi svar, tí at tað verður mett, at teir eru ov tungir til brúgvarnar og í nógvum førum eisini ov langir – longstu armarnir eru 8 metrar langir. Vanliga hava hesir bátar ligið við teym, ella  teir hava fingið ávíst bryggjupláss.

Tá fjøra er, og slakkur er í akkersketunum, samstundis sum áarføri er og vindur av vestri, stendur sera nógv á brúgvunum og tær ferðast nógv aftur og fram. Tá er tað tyngdin á bátunum, sum mett verður at kunna verða til skaða fyri brúgvarnar.


 

Røktarheimið.

Desember 10 , 2008
Vinarliga,ikki byggja nýggja røktarheimið á grønanesi,tí

tað kemur at standa í vegin,um nøkur ár,tá ið grótbrotið

verður brúkt sum ídnarøkið og ætløgubryggja verður gjørd

frammanfyri.

Heilsan.

Regin.
Nýggjur vegur verður gjørdur uttanum ætlaða røtkarheimið og út í grótbrotið, so eitt møguligt røktarheim á Grønanesi skuldi á ongan hátt forða fyri ídnaðarvirksemi í grótbrotinum í Stóragerði.

 

Røktarheimið

Desember 09 , 2008
Kunnu tit siga nakað um, nær tit ætla at fara undir byggingina av røktarheiminum úti á Grønanesi??

Vit hava nú fingið endaligu tekningarnar. Tað tekur ein lítlan mánað at gera útbjóðingartilfarið klárt, avgerð er ikki enn tikin um, nær arbeiðið kann bjóðast út. Frá arbeiðið verður boðið út, og til tað kann byrja, ganga helst um 3 – 6 mánaðir. At byggja røktarheimið tekur væntandi um 2½ ár.

Vit bíða í løtuni eftir løgtingsfíggjarlógini og nýggjari lóg um stuðul til røktarheimsbygging. Vit vóna sjálvsagt, at stuðulin verður hækkaður, tí hann er ikki dagførdur í nógv ár.


 

Ovari Vegur

Desember 08 , 2008
Eg havi fyrr spurt um hvat hendir inni á Ovara Vegi - uttan at fáa svar :o(

Hví eru hasar vegamerkingarnar (les forðingarnar) settar upp? Kubbarnir hava nú staðið har í uml. 4 vikur, men enn er onki hent.

Nú tað er myrkt og hált, umframt at man roynir at koyra uttanum tær ringastu holurnar, so er væl ikki neyðugt at hava kubbarnar standandi?

Kubbarnir eru settir, tí at áin tvørtur um vegin hevur máa undan vegjaðaranum í niðara borði, og fyri at óhapp ikki skulu henda, áðrenn umstøður verða til at umvæla vegjaðaran.

 

Skattanevndin og skattakærunevndin

Desember 08 , 2008
Kunnu tit svara, um tad er ein ein skattakærunevnd og ein skattanevnd.

Hvør annar situr í hesum nevndum, uttan Karl Simonsen.

Um so er, at spyrjarin kallar fyrrverandi líkningarnevndina fyri skattanevnd, so er ongin líkningarnevnd/skattanevnd meira. Líkningarnevndirnar vóru avtiknar í 1997 og skattakærunevndirnar vóru settar á stovn og fóru at virka ífrá 1. januar 1998.
 
Tað er ein kærunevnd fyri Norðurstreymoy.( Kommunala skattakærunevndin fyri Norðurstreymoyar øki). Í henni eru Karl Simonsen,formaður, og Ingi Olsen  valdir fyri Vestmanna Kommunu, fyri Kvívikar Kommunu er Heini Holm valdur, og fyri Sunda Kommunu eru vald Ulla Joensen og Jákup Klein Olsen. Skrivari er Julian Olsen. 
Fyri setuna frá 1. januar 2009 til 31. desember 2012 hevur Vestmanna Bygdarráð valt somu limir í skattakærunevndina fyri Norðurstreymoyar Øki.
Vit hava enn einki fingið at vita um, hvørjar limir hinar kommunurnar hava valt fyri komandi setu.

 

Røðan hjá borgmeistaranum

Desember 08 , 2008
Havi frætt, at tað var ein hugnalig løta, tá jólatræið varð tendrað og somuleiðis jólasølan í John'sa handli. Kunnu tit ikki leggja røðuna hjá borgarstjóranum út á síðuna, so at vit, sum ikki kundu vera við, eisini kunnu "hoyra" hana?



Annars haldi eg, at tit skulu IKKI taka perurnar niður úr aftur flaggstengrunum, fyrrenn loysn er fingin á ljósinum í miðstaðarøkinum.



Ein glað jólanissa, ið arbeiðir í Havn
Røðan verður løgd út á heimasíðuna fyrsta dagin.

 

veganet.. um man so kan siga...

Desember 08 , 2008
hava tit ongan plan um at gera vegirnar i vestmanna i stand?? hugsi um t.d beint undir fjalsvegnum, uttanfyri handilin hja sigurd, nidri vid bilverkstadi hja vagni, osf,? also e hugsi um at tad kann ik vera rætt at man skal hava jeep at koyra vid fyri at føla seg tryggan at koyra a vegnum,! e havi ein lágan bil vid Alu felgum sum so nógv onnur i vestmanna, og teir bilarnir tola also ikki at koyra í øll holini sum eru runt umkring,,,, sjalvandi finasta slag tá í man sum komunumennirnir hava 4x4 jeepar at koyra vid, men ikki gottnokk til personbilar,,, og so ein spurning afturat, gjalda tit fyra skadan sum man far a bilin av tykkara vánaligu vegum? heilsan ein sera sera ónøgdur skattagjaldari i vestmanna!

Vit royna sjálvandi at halda vegirnar í góðum standi, men vit mugu tó ásannað, at tað - serliga á vetrartíð - kann ganga tíð, áðrenn eitt nú holur í vegunum verða fyltar.

Um skaði stendst á akfar, tí at rent er í holu í almennum vegi, skal hetta fráboðast løgregluni og frágreiðing skrivast, um kommunan skal endurgjalda skaðan.


 

Jólasølan

Desember 08 , 2008
Góðan dagin

Vil við hesum takka hjartaliga fyri tað sera hugnarligu jólasøluna sum var fyriskipa í ár.

Haldi tað var sera væleydna, so fari at heita á tykkum um at halda fram við tí, kanska haft tað føstu skipan at jólasølan er opin nøkur kvøld um vikuna í decembur hvørt ár, yvist ikki í at vit eru fleiri sum vildu arbeitt í vaktarskipan onkrar løtur, fyri hugnan í tað vildi veri.

Nú hava vit sæð at vit eiga nógv kreatift fólk í Vestmanna, so hví ikki lata tað koma meira fram, og veit man av at tað er á hvørjum ári, so yvist eg ikki í at enn fleiri vildu veri við til at evna okkurt at selja.

Áheitanin verður løgd út uttan viðmerking.

 

Undrist

Desember 08 , 2008
Haldi eisini at kl 17 er heldur tíðliga at tendra jólatræið. Eg veit ikki hvønn tit hava tosa við í barnagarðinum, men vit koma ikki heim har frá fyrr enn uml. 17.15 og eg síggji fleiri onnur børn, sum ei heldur fara heim fyrr enn tá.
Nú er jólatræið tendrað, men komandi ár mugu vit so aftur umhugsað støðuna.

 

Fýrverk

Desember 05 , 2008
Hetta er fyrstu ferð, at eg skrivi til tykkara. Fer kommunan at senda fýrverk á nýggjárinum? Annars haldi eg, at tað er keðiligt, at jólatræðið tendrar so tíðliga í kvøld, tí kl 5 eru mamma og babba ikki komin frá arbeiði.



Eg

Kommunan hevur onga ætlan um at senda fýrverk á nýggjárinum.

Jólatræið verður tendrað kl. 17.00 í dag, tí at tá eydnaðist at savna øll, sum skulu skipa fyri. Eisini varð spurt á dagstovnunum, nær børn verða heintað ein dag, sum í dag. Har svaraðu tey, at eingi børn eru eftir á stovnunum kl. 17.00


 

Kavi :o)

Desember 05 , 2008
Hey hey :o)

Nú havi eg barn í Gjáarlon, og noyðist niðan í miðalsbrekku hvønn dag.



Seinastu vikurnar hevur hetta av og á verið trupult. Ein dag var so hált, at vit - hóast vit hava góð vetrardekk - máttu seta bilin, lata okkum og sonin (8 mðr) væl í, og fara til gongu heim. Tíbetur steðgaði ein kvinna, ið hevði píkar, og koyrdi okkum heim. (Stóra takk fyri til tín)



Aðrar dagar hevur verið so sumput, at bilurin fer sleingjandi í allar ættir.



Spurningur mín er tí, um man evt. kundi fingið eitt telefonnr. til tann, sum hevur við kavarudding at gera, soleiðis at man kundi ringt til hann, tá tað stóð illa til, og hann kanska ikki hevur lagt merki til, at tað er ringt at koyra.

Um hann nú evt býr niðri við sjógvin, kann tað jú hugsast, at hann ikki veit, hvussu vegirnir eru uppi í Miðalsbrekku.



So eitt telefonnr. :o)



Vinarliga

EG :o)
Telefon nr. hjá kommnala umsjónarmanninum, sum hevur ábyrgdina av salting og kavagrevstri, er 230122.

 

Vegkantar

Desember 04 , 2008
Tá tað nú mangla vegkantar. Hevði tað so ikki veri smart at hugsa um koyristólar og barnavognar? Tað vil siga, at ikki hava kantsteinarnar hægri enn vegur og gonguteigur?
Jú, sjálvandi  fara vit at royna at hugsa um barnavognar og koyristólar, tá kantsteinar verða uppsettir.

 

Svar til innlegg hjá fyrrverandi tekniska leiðara!

Desember 02 , 2008
Fyrst vilja vit viðmerkja, at sethús okkara(ytri endi) eru bygd í umleið 1880-1890

av Suðuroyar Hans.

Í umleið 1930 byggjir Ásmund innara endan.

Og í umleið 1940-1950 byggjir Ásmund hjall og reisir hareftir innara endan av húsinum.

Grundin og stórviðurin er tann sami sum, tá húsini upprunaliga vóru bygd.

So hvussu tú kanst fáa tað til eina nýbygging skilja vit ikki.

Galdandi byggisamtykt fyri Vestmanna Kommunu er frá 2000. Tað vil siga, at hon er

samtykt ávíkavist 110 og 70 ár eftir, at hús okkara eru bygd. So tað er eitt

sindur ringt hjá tær at pástanda, at vit hava bygt í miðstaðarøkið. Tí

hettar var snøgt sagt ikki uppfunnið tá húsini vóru bygd.

Til parkeringspláss vilja vit viðmerkja, at fyrsti bilurin kom til Føroya í 1922. Og mundu tað ikki

ganga nokkso nógv ár til hvørt mansbarn hevði brúk fyri parkeringsøkið?

Bara hugsaðu, at tað nokk ikki var vanligt at hava parkeringsøkið til hvørt hús í

1890 og 1930.

Annars vilja vit viðmerkja, at vit fingu byggiloyvi til umbygging okkara.

Byggiloyvi hevur Vestmanna kommuna útskrivad, so um nakað er galið við hesum so er hetta

bara ein feilur afturat sum tekniska nevnd hevur gjørt.

Um tað ikki kemur at darva nakran við einum snikkaraverkstaði, stutt frá sovikamarsvindeyganum,

so vita vit onki. Vit kunnu royna at standa uttan fyri títt vindeyga og smíða hús um náttina tá tú

skalt sova. Tí her í húsinum er nevniliga fólk, sum arbeidir um náttina og svevur um dagin. Fólk sum avgjørt ikki er sloppid at sova í frid, ímedan arbeitt hevur verid á økinum.

Til endans vilja vit spyrja borgarstjóran- Er eingin tagnarskyldupolitikkur í Vestmanna Kommunu?

Ella úttalar fyrrverandi Tekniski Leidarin seg vegna áhugmál bygdarrádsins?



Gunnar Isaksen og Ása Samuelsen

Verður lagt út við viðmerking um, at svarið frá fyrrverandi tekniska leiðaranum er frá kommununnar síðu mett sum viðmerking til skrivingina í “Spyr bara”, og at partarnir í málinum eru kendir fyri flestu vestmenningar, hóast persónsnøvnini eru strikað í almannakunngerðingini hjá Kærunevndini í lendismálum.

Sjálvsagt hevur Vestmanna Kommuna ein tagnarskyldupolitikk, men hann avmarkar ikki talufrælsið hjá vanligum borgarum. Hilbert Elisson fyrrverandi tekniskur leiðari ger viðmerkingar sum vanligur borgari, Vestmanna Kommuna hevur ikki biðið um hesa viðmerking, og vit ætla heldur ikki at forða honum at gera viðmerkingar. Vit meta ikki, at nakað í viðmerkingini hjá Hilberti er brot at ta tagnarskyldu, sum hann hevur sum fyrrverandi starvsfólk; tí at upplýsingarnir antin eru almennir, kunnu fáast við umbøn um alment innlit ella eru persónligar viðmerkingar hjá honum. Hvørki bygdarráðið ella Vestmanna Kommuna hevur viðmerkingar til innihaldið í viðmerkingini hjá Hilberti.


 

Gøtuljós

Desember 02 , 2008
Tað undrar meg stórliga, at tað ikki skal vera gjørligt, at fáa betri skil á gøtuljósini.

Eg tími ikki at fara á holt við, at staðseta øll ljósini, ið ikki lýsa, men tey eru rættiliga nógv.

Steyrarnir og lyktirnar eru har. tí átti tað at borið til, at skipa so fyri, at ljós fæst.

Eg heiti á bygdarráðið, at fara í holt við hetta sum skjótast. Eg skal minna á, at fleiri av gøtuljósunum, hava ikki lýst síðan í vár.

Tað er nú einaferð soleiðis, at tað eru nógv fólk, ið eru til gongu. Hesi ganga eisini í teirri myrku tíðini.





Vinarliga

Jóhan Simonsen

Fráboðan tygara verður tikin upp á næsta byggifundi.
Sjálvandi skulu gøtuljósini vera í lagi. Viðmerkjast skal tó, at arbeitt hevur verið við útskifting av gøtuljósunum í pørtum av bygdini -men har gøtuljós eru og annað annars ikki er í vegin, eigur ikki at ganga ov lang tíð ímillum, at rør ella perur verða skift.


 

Aldur á V.K.

Desember 02 , 2008
Havi roynt at finna nakrar søguligar upplýsingar um Vestmanna Kommunu, her á heimasíðuni, men her er als onki at finna. (Hugsi ikki at nakrar uppdateringar av týdningi eru gjørdar í ein 10 - 15 ár eftir hondini :-( )



Hvussu gomul er Vestmanna Kommuna sum sjálvstøðug kommuna? Hvussu kallaðist "kommunan", sum Vestmanna sleit seg frá? Var Vestmanna ikki ein av teimum fyrstu bygdunum í Føroyum, sum gjørdist sjálvstøðug kommuna?







Vestmanna Kommuna gjørdist sjálvstøðug kommuna í 1892.

Áðrenn hetta var Vestmanna partur av Nordstrømø Præstegjælds Kommune.

Í fyrstu fundarbókini hjá Vestmanna Kommunu stendur:
"Forstanderskabsprotokol for Vestmanhavns Kommunalforstanderskab påbegyndt den 27. October 1892 som var det første Møde efter Sognets Udsondring som selvstændig Kommune"


 

Byggiloyvi

Desember 02 , 2008
Vil loyva mar at koma við 3 spurningum.

Hvør eigur økið har parkeringsøki verður gjørt, kommunan ella Hjartvard?

Hvør ryndar fyri parkeringsøkið?

Tá økið er liðugtgjørt, er tað tá eitt allment parkeringsøki?

Haldi annars tað er løgið at isolera veggin til eitt parkeringsøkið, er vanligt at tað verður gjørt?

Vinarliga ein skattaborgari í

Vestmanna kommunu

Sum er eigur Hjartvard Kjærbæk parkeringsplássið, men í avtaluni við kommununa skuldi kommunan ætlandi fáa parkeringsplássið til ognar og Hjartvard afturfyri fáa øki frá kommununi niðanfyri parkeringsplássið.

Kommunan hevur rindað fyri parkeringsplássið í samband við gerðabýti.

Um kommunan gerst eigari av økinum verður tað eitt alment parkeringsøki.

Veggurin verður bjálvaður við tí fyri eyga, at veggurin møguliga verður veggur í bygningi niðanfyri.


 

Ùtstykking

Desember 02 , 2008
Hey !

Vit vilja spyrja um kommunan hevur ætlanir um, at stykkja út niðanfyri verðandi útstykking Uppi í Vestri. Um so er, nær er ætlanin at gera hetta til veruleika.

Tað er folli okkum til oyra, at útstykkjingin niðanfyri ikki verður til sethúsabyggjing, men til vinnuligt o.a er hetta so, ella er hetta bara slætur sum so mangt annað.



Vinarliga ein í ikki tímir at byggja hús uppi í Neshaga

Útstykkingarætlan er gjørd fyri alt økið uppi í Vestri. Henda ætlan sæst her á heimasíðuni í teiginum til høgru á forsíðuni. Ætlanin er at leingja Heygalíð og Fjalslíð úteftir, har tað vera um 30 nýggj grundstykki. Í verandi bygdarskipan er ein partur av økinum lagdur av til almennar stovnar; í nýggju bygdarskipanini verður alt sethúsaøki.

Nýggj útstykking verður neyvan raðfest ovarlaga av bygdarráðnum, men raðfestingin kann broytast, um stórur eftirspurningur verður á grundøkjum.


 

Mistar tænastur

Desember 01 , 2008

Seinnu árini hava vit mist úr bygdini: sjúkrakassan, tollavgreiðslu, sýslumann/løgreglu/mynstringar, fleiri handlar, oljugoymslu/sølu, bilstøð, Sjóvinnubankan, og nú fer so Føroya Banki eisini.

Í Kvívik eru farin banki, sparikassi, posthús, bensin/oljusøla og ongin handil er í hesu fyrr so stoltu sókn.


Ein orsøk til, at so er statt er, at fólk úr hesum bygdum nýta tænasturnar í Tórshavn í staðin fyri í heimbygdini.

Um vit ikki taka annað skinn um bak og nýta handlarnar/bankarnar o.a. í bygdini, missa vit hesar. Keypið tí sum mest í bygdini !

Áheitanin verður hervið givin víðari.


 

Jólatræ

Desember 01 , 2008
Nær verður jólatræið í Vestmanna tendrað?
Jólatræið verður tendrað fríggjadagin 5. desember kl. 17.

 

Skattanevndin

Desember 01 , 2008
Hey, Vestmanna !

Kunnu tit upplýsa mær, hvør í situr í skattanevndini hjá Vestmanna kommunu ?



Vestmenningur

Umboð fyri Vestmanna Kommunu í Skattakærunevndini eru:

Karl Simonsen og Ingi Olsen.


 

Leið 100

Desember 01 , 2008
Spurningurin er sera einfaldur, er tað ein kommunal uppgáva at arbeiða fyri sømiligum bussambandi fyri borgararnar, ella skulu vit øll koyra í bili?

Sannroynd er hon, at síðan Vágtunnilin kom, er bussambandið farið aftur eftir reyv. So seint sum í gjár sat eg og bíðaði í Kollfjarðadali, í einum myrkum og køldum busskýli, í 23 min eftir sambandi til Havnar. Leið 100 skuldi aftur til Vestmanna og mátti tí koyra fólk út at bíða eftir sambandinum til Vágabussin.

Tað er so eitt, og so er tað jú hatta, at bussurin ikki kann koyra úr Skálatungu. Tora vit at koyra á Vestmannavegnum á vetrartíð í einum bussi, ið ikki klárar helmingin av Heygabrekku og út í Skálatungu retur???...

Jú, ein kommuna eigur at virka fyri, at alment ferðasamband er til og úr bygdini. Vit mugu eisini ásanna eins og tú, at ferðasambandið alsamt er vorðið verri. Vit fara at vísa á trupulleikan.

Vit halda sjálvsagt, at bussarnir skulu koyra út í Skálatungu eins og áður. Trupulleikin er tó, at bussførarar og –eigari ikki vilja koyra har út, eftir at vegforðingarnar í Bøgøtu eru komnar, og Bygdarleiðir tekur undir við teimum. Vit royna at finna eina loysn, og í øðrum føri at fara til Innlendismálaráðið við málinum.


 

Ferðavinna

Desember 01 , 2008
Hey,



Er nøkur ætlan um at gera Vestmanna til eina ferðavinnu-magnet ?

Kommunan vil sjálvsagt virka fyri, at Vestmanna er ein ferðavinnumagnet. Vit royna at skapa ferðavinnuni góðar karmar at virka undir, og vit vilja fegin samstarva við vinnuna, men kommunan kann bert í avmarkaðan mun taka virkið lut í ferðavinnuni. Vit royna tó at gera bygdina sjónliga við m.a. lýsingum, heimasíðu – t.d. vevmyndatóli – og at stuðla tiltøkum í bygdini.


 

Valskeiðið runnið

Desember 01 , 2008
Valskeiðið er um at verða runnið. Ymiskt man verða, hvussu fólk halda hetta skeið hevur hildnast fyri borgarar og vinnulìv.

Rós frá mær fyri m.a.: hesa "spyr bara" síðu

Ungdómshúsið "Staðið" - Fríðkan av bygdini. - Niðurgjald av skuld. - Vinaligan mentanarpolitikk



Hvat kundu/kunna tit m.a. gjørt betri??



Avslutta arbeiði. t.d. Fjalsveg (óalmindiliga illa frágingið, tó ikki sjálvt svingið). Víst meiri í verki, at tit stuðla umhvørvisvinarligun tiltøkum.

Vetrarfriðing.



Við vón um gott komandi bygdarráð. Takk fyri hetta skeiðið.



Verður lagt út uttan viðmerking

 

Niðara Veg

Desember 01 , 2008
Niðari Vegur

Juni 04 , 2008

Ger sitandi bygdarráð nakað meira við Niðara Veg?



Ja, tað er í hvussu so er ætlanin.



Hetta var ein fyrispurningur til sitandi bygdarráð!!

Hvat er gjørt?

Sí svar niðanfyri.

 

 

 

 

 

 


 

Fjalsvegur

Desember 01 , 2008
Nógvir pengar eru nýttir til hetta strekkið - Fjalsveg. Nógv eru tey í bygdini, sum ikki vita , hvussu nógv enn væntar at gera. (Far niðan) - Neyðugt hevur verið til dagin í gjár við bjargingarringi fyri at koma livandi úr djúpum hyli (hann verður kanska fluttur nakað út).

Álvaratos halda tit, at hatta er nakað man kann bjóða fólki?? Tit hava verið sera tolin Uppi í Fjalli!!!!

Ger arbeiðið liðugt. Liðugt. Liðugt.

Liðugt er tað orðið, ið átti at givið flestu bygdarráðunum, sum hava sitið seinnu árini vánaliga samvitsku. Við vón um betring hesum viðvíkjandi fyri komandi bygdarráð.

Verður lagt út uttan viðmerking.


 

Langtíðarætlan

Desember 01 , 2008

SVARIÐ NIÐANFYRI VAR AT SÍGGJA HER Í TEIGINUM Í FEB. Í ÁR. HEVÐI SVARIÐ - SERLIGA HATTA VIÐ 2010 - VERIÐ TAÐ SAMA Í DAG? METIR BYGDARRÁÐIÐ, AT BÚSKAPURIN HJÁ KOMMUNUNI KLÁRAR HETTA?


"Vit hava ikki eina ítøkiliga langtíðarætlan. Nevndirnar hava tó hvør í sínum lagi ynskir til neyðugar íløgur. Út frá hesum ynskjum verður íløguætlan gjørd. Íløgur, sum eru nevndar, eru m.a.: Niðari vegur, røktarheim, vetrarfriðing, miðstaðarøki, betraðar hølisumstøður í skúlanum, útstykking, læknamiðstøð, útbygging av havnarlagi, víðkan av kirkjugarði.


Fleiri av hesum íløgum verða fyrireikaðar í løtuni, tær gerast væntandi veruleiki fyri 2010.



Vit meta enn, at fleiri av hesum verkætlanum kunnu gerast veruleiki, og at fleiri teirra kunnu byrja fyri 2010 – men fáar verða lidnar í 2010.

Kommunan hevur keypt lendir og hús, so at farast kann undir at betra Niðara Veg. Fyrireikingarnar eru tó ikki komnar so langt, at sigast kann, nær hann verður gjørdur, og hvussu nógv kann gerast.

Fyrireikingarnar til røktarheimsbyggingina eru lidnar, vit fingu endaligu tekningarnar fríggjadagin 21.11.’08. Fíggjarligu umstøðurnar gera av, um og nær arbeiðið verður boðið út. Aðrar umstøður, sum hava ávirkan á byggingina, eru, um landsstuðulin hækkar, um Kvívíkar kommuna endurskoðar sína støðu og møguligar kommunusamanleggingar. Væntandi fæst greiða á flestu ivamálum í fyrru helvt av 2009.

Avtala um vetrarfriðing kann gerast rættiliga skjót, men vit vænta tó ikki, at vetrarfriðingin fær gildi fyrr enn á vári í 2010. Hagar vilja hava stundir at byggja nýggj seyðhús fyrst.

Stórur partur av miðstaðarøkinum er longu gjørdur, har vantar tó asfaltering, gøtuljós, gongubreyt o.a. Vónandi fer vinnulívið skjótt undir økt virksemi á økinum.

Arbeitt verður við at betra hølisumstøðurnar í skúlanum, fíggjarlig orka er til smærri broytingar. Vit vænta tó ikki, at møguleiki er fyri størri útbygging fyri 2010.

Um eftirspurningurin eftir kommunalum grundstykkjum gerst stórur, so er møguleiki fyri at útstykkja, men vit vænta kortini ikki, at hetta verður gjørt fyri 2010.

Ongin ivi er um, at hølisumstøðurnar hjá læknanum ikki eru tíðarhóskandi, vit umhugsa ymsar loysnir – ein er at gera læknamiðstøð á Holmsbakka í sambandi við, at vinnulívið byggir har.

Útbygging av havnarlagnum verður ikki gjørd fyri 2010, men vit kanna møguleikarnar.

Víðkanin av kirkjugarðinum er samtykt, hon verður í 2009 og 2010.


 

Spyr bara verið óvirkið

Desember 01 , 2008

“Spyr bara” hevur í ávísan mun verið óvirkin í sambandi við bygdarráðsvalið.

Vanliga svarar umsitingin ella borgarstjórin spurningunum, vit valdu ikki at svara politiskum spurningum, so at borgarstjórin ikki skuldi ákærast fyri at misnýta spurnarteigin í valstríðnum. Fleiri spurningar vóru um bygdarráðsvalið, og um hvat listarnir ætlaðu, hesir spurningar verða ikki svaraðir á heimasíðuni hjá kommununi.


VK