BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 29.08.2017

Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Mold

Januar 30 , 2009
Hey Vestmanna kommuna



Bert ein spurning.

Er tað loyv at koyra mold á sjógv?
Nei, tað er ikki loyvt at koyra mold á sjógv!

 

Bygdaráðið / Bygdaleiðir.(framhald)

Januar 30 , 2009
Hvussu leingi kan mann ætla sær á fund áðrenn man fer?, eg spyrji bara. Eg haldi vit hava lisið ofta at ætlandi verður fundur, ber tað ikki til at hava ein telefonfund um málið, um tað er so trupult at hittast? Telefonfundir kunnu loysa nógvar knútar.
Tað hevur verið tosað nógv í telefon um málið, men av royndum vita vit, at tað er best at sita yvir av hvørjum øðrum og tosa saman, og har leggja próvgrundirnar fram.

 

Bygdaráðið / Bygdaleiðir.

Januar 29 , 2009
Eg vildi bara vita hvussu tað gongur við samráðingunum

millum Bygdaráðið og Strandfaraskip Landsins, um at fáa

bussarnar at koyra niðan í bygdina aftur.

Tað er jú javnan man sær teir stóru bussarnar koyra

tvørturum bungurnar á Flatavegi, so hvat trupuleikin er

við Leið 100 kundi verið áhugavert at vita.

Vóni ikki at hetta Bygdaráðið er líka so óvilja at fáa máli

loyst sum tað fyrrverandi.



Ein ótolin og ónøgdur borgari.

Umboð fyri kommununa fara ætlandi á fundi við Strandfaraskip Landsins í næstum um um koyringina í Vestmanna.

 

Nýggji kirkjugarður.

Januar 29 , 2009
Seinasta sunnudag var eg ein túr,út eftir Gerðisvegi og má

eg siga,at kirkjugarðurin fall mær virkuliga í eyguni,hann er

(blivin)ljótur,betongi,sementi,eg meini við og haldi eg at eitt

tað fyrsta ið eigur at vera gjørt,er,at putsa garðin upp,ong-

antíð ov sjøtt.Haldi,at var hann málaður hvítur hevði rigga

val.

Arbeitt verður við málinum, og garðurin verður ætlandi málaður í summar.

 

Grundstykkir

Januar 27 , 2009
Veit at onkur hevur spurgt fyrr. Men hvussu leingi kann eitt grundstykki standa UMBIÐIÐ???? Hugsa verður um ovasta grundstikki uppi í Vestri

Um onkur annar vísir áhugað fyri einum grundstykki, ið stendur sum umbiðið, fær tann, sum umbiðið hevur, eina freist uppá 1 til 1½ mánaða at greiða síni viðurskifti í samband við eitt møguligt keyp. Um hetta ikki verður gjørt innan ásetta freist, verður grundstykkið selt øðrum.

Viðvíkjandi grundstykkinum, tygum vísa á, eru tó onnur viðurskifti, ið gera seg galdandi, og fyrr enn hesi viðurskifti eru loyst, verður grundstykkið standandi sum umbiðið.


 

Viðarlundin

Januar 26 , 2009
Kunnu tit greiða frá hvat í hendi í viðarlundini um jólini, tá ið ymiskt bleiv sorla sundur. Er tað melda ? - Hví leggur man ikki myndir út á síðuna, sum vísa tað sum oyðilagt er. Hetta virkar heilt sikkurt fyribyrgjandandi. Eisini eigur hetta at verða tiki fram innan skúlans gátt. TIT í vita hvør hevur gjørt hetta, vinarliga sigi politinum frá, so ótangarnir kunnu verða revsaðir.
Vit vita ikki hvat hendi annað enn, at lyktir, sum stutt frammanundan vóru uppsettar, vóru sorlaðar sundur. Málið er meldað til løgregluna.

 

viðarlundin

Januar 23 , 2009

Enn einaferð spyrji eg, um okkara leiðandi fólk hava nakra ætlan fyri viðarlundina. Skal okkara viðarlund verða eitt frístað fyri seyð, ella eru ætlanir at gera nakað við viðarlundina, soleiðis, at hon verður eitt mentanarøki og fríøki fyri vestmenningar.


Seyður hevur enn frítt at fara inn í viðarlundina, og portrini til viðarlundina standa altíð opin. Hesin trupulleiki er lættur at loysa, við at seta hegn uppaftur og at gera tað soleiðis, at portrini til viðarlundina hella og tískil fara í lás aftur av sær sjálvum.


Eg haldi, at okkara viðarlund er ov lítil, men hon verður ikki vakrari av tí, ið nú hendir henni. Spurningurin er bara, hvør skal taka sær av henni og gera hana til ein integreraðan part av bygdarlívinum, júst sum viðarlundi í Havn er fyri havnarfólk.


Vagnur Streymoy

Viðarlundanevndin hevur ábyrgdina av viðarlundini. Men ætlanin er, at Vestmanna Kommuna skal yvirtaka hana.

Viðarlundanevndin er í ferð við at søkja um stuðul av játtanini til frama fyri viðarvøkstur, so at dagføringar kunnu gerast.
Í hesum sambandi verður eisini arbeitt við at útvega meira lendi, so viðarlundin kann útvíðkast.

Hugskotið við portrinum er gott. Takk fyri tað.


 

Skúlin

Januar 20 , 2009
Eg hugsi ikki, at vestmeningar hava minni áhuga av skúlans virksemi, enn fólk aðrastaðni í landinum. Ein kann tó staðfesta, at á hesi síðuni, er als eingin áhugi millum fólk, at skifta orð um skúla og skúlaviðurskifti.

Øll viðurskifti, ið tengd eru at skúlanum, áttu at havt størsta áhugan hjá foreldrum at næmingum skúlans. Fólkaskúlin er fundamentið undir samfalag okkara.

Her á síðuni, verður skúlin als ikki nevndur. Hinvegin, er tað kanska meira áhugavert, at skriva um bál, kavarudding og parkeringsviðurskifini kring barnagarðin.

Skúli og skúlaviðurskifti, hava altíð havt mín áhuga. Eg havi eisini verið so heppin, at arbeitt saman við umboðum fyri skúlan og Bygdarráðið, tey árini ið eg var í Skúlastýrinum.

Mín kensla er, at samstarvið hevur verið sera gott. Bygdarráðini hava skilt ynskir skúlans á flestu økjum. Vónandi fer nýggja bygdarráðið at halda somu kós.

Tó er okkurt, ið eg haldi, at hesi nýggju fólkini, skulu fara í holt við beinanvegin.

Ynski hava leingi verið frá skúlanum, at bøta um hølisviðurskiftini. Tørvurin á serhølum til undirvísing er akuttur. Hetta vita undanfarin bygdarráð.

Tí fari eg at spyrja tykkum, ið nú mynda Bygdarráðið, um nakrar serligar ætlanir eru hesum viðvíkjandi. Kundi hugsa mær, at fingi at vita, hvørji framtíðarmál nýggja bygdarráði hevur, tá ið talan er um fysisku karmar skúlans.

At enda, fari eg at ynskja øllum teimum, ið eg havi samtarvað við í skúlahøpi seinastu mongu árini, at teimun fer at gangast væl.



Vinarliga

Jóhan Simonsen

Viðmerkingar tygara verða sendar áfram til Mentunarnevndina.

Undir undanfarna bygdarráðið varð arbeiðsbólkur settur til at kanna hølisviðurskiftini í skúlanum. Útskiftingar hava verið í samband við kommunuvalið og Skúlaráðsvalið, so limirnir í arbeiðsbólkinum mugu veljast av nýggjum.


 

bilar uttan plátir

Januar 20 , 2009
Hvussu berð tað til at bilar sleppa at standa uttan plátir runt í bygdini, til onkur ger vart við tað??. Tað burdi verið nemt hjá arb form at ringt til politi og sagt at frá. Tí tað eru ofta á somu støðum at teir standa, m.a. ovast á Rógvuvegi, og inni á fjørð, í skálum(Giggu), við læknahúsini...o.s.v...Góðu tit í Vestmanna kommunu, strammi upp á hesum økjinum. Tað er als ikki nóg gott at menn liggja og arb uppá bilar uttan plátir á kommunalum parkeringsplássum í mánar....



Nú koyrið eg av og á út eftir Birgisvegi, men eg má siga at tað er eitt undur at eingin hevur melda handan bilin sum plagar at standa miðskeiðis á veg út, hann stendur mitt á vegnum soleiðis at tað er trupult at sleppa framvið. Um tað nú skuldi komið eldur í uttan fyri henda bil so sleppur brandbilurin ikki fram við honum. Tað má ikki koma fyri. Vælsignaði flyti bilin for ever!!!



Annars eitt rós til tykkum har úti, gott at tit gera tykkara egnu parkerings pláss. Flott. Høvdu øll hugsað á sama hátt.

Umsitingin hjá kommununi arbeiðir við at gera eina mannagongd í samband við burturbeining av akførum uttan nummarspjøldur, sum standa á almennum øki. Henda mannagongd má gerast í samráð við løgregluna, tí tað er løgreglan, sum hevur ferðslulógina um hendi, og akfør uttan nummarspjøldur, sum standa á almennum øki - í hvussu so er á almennum vegi - koma undir ásetingar í ferðslulógini.

Parkeringsviðurskifti eru eisini skipað sambært ferðslulógini, so eisini har er tað løgreglan, sum skal fáa boð um skeiva parkering.

Umsitingi fer í næstum at hava fund við løgregluna, og tá verður víst á trupulleikarnar, tygum nevna.


 

vegurin oman til gjáarlon...

Januar 15 , 2009
Hví verður tað ikki saltað ella grivið á vegnum oman til gjáarlon?

Har er sera sera ringt at ganga, serligani tá ein hevur fleiri børn, ið skulu berast og leiðast...
Fyrispurningur tygara verður latin umsjónarmanninum.

 

Bátastevnan 2009

Januar 15 , 2009
Nær verður bátastevnan 2009?

Ein, ið ætlar sær

Eftir ætlan verður bátastevnan 16. mai.


 

Prestar við endurskyn

Januar 15 , 2009
Kemur man koyrandi frá Bjargalíð yvir ímóti Hornavegi 21, skal man vera sera varin, ikki at koyra niður í túnið hjá teimum. Hevði tað ikki veri eitt hugskot at sett nakrar prestar við endurskini framm við vegnum har?
Fyrispurningur tygara verður latin ferðslunevndini.

 

Ònøgdur.

Januar 14 , 2009
Ja so sanniliga eri eg ónøgdur við svarið ið eg fekk við-

víkandi,nýggjarsbálinum.At brunaumsjónin gevur loyvi og

harvið er leys av allari ábyrgd,er langt úti.Og hjá tykkum at

siga at e_g sjálvur má fara víðari við málinu, er at kasta alla

àbyrgd frá sær.Sjálvandi skal tað farast víðari við hasum má-

linum og fari eg enn einaferð ,at byðja ratta viðkom-

andi,sum er komunan (umsjónarmaðurin)illa hvussu hann so eitur um,at taka málið upp.Illa verður tað ikki bara ei klaga

ið ferð víðari,men eisini um,at eftirlitið ikki ger sína skyldu.

Vestmanna Kommuna fer, sum eina avleiðing av, at treytirnar fyri brenning av nýggjársbálinum, tygum nevna, ikki vóru hildnar, at geva loyvishavaranum eina átalu.

 

Sum nevnt í fyrra svarinum, so ger kommunan ikki meira við hetta málið, men sum eisini nevnt, so verður neyðugt hjá kommununi framyvir onkursvegna at ansa betur eftir, tvs. at skerpa eftirlitið.


 

Ellisheimið

Januar 13 , 2009
Er nakrar tekningar av ellisheiminum, at finna á heimasíðuni? Um ikki, er so nakar møguleiki at leggja tær út?



Vinarliga Jónsvein
 

Nýggjarsbál

Januar 12 , 2009
Gott nýggjar øll somul.Í samband nýggjarsbál sum brendi

á vegnum út á Berg,týlja nýggjarsaftan,var eg framvið mor-

gunin eftir og sá,at har var ein stórur bátur brendur.Spurn-

ingur mín er,er tað loyvt at brenna viðgjørdan við?Og hevur

komunan gyvið loyvi til tes?Um ikki,ætlar ævvarendi mindu-

leiki at taka málið upp?Um ikki so hví?

Vestmanna Kommuna (umsitið av brunaumsjónarmanninum) gevur skrivligt loyvi til brenning av nýggjársbáli sambært forskriftum frá Umhvørvisstovuni. Sambært hesum forskriftum er tað ikki loyvt at brenna viðgjørdan við. Kommunan hevur tó ikki møguleika at ansa eftir, hvat fer í hvørt bálið, og kommunan ætlar ikki at gera meira við hetta mál, tygum nevna. Neyðugt verður tó hjá kommununi framyvir onkursvegna at ansa betur eftir.
Eru tygum ikki nøgd/nøgdur við niðurstøðuna hjá kommununi, kunnu tygum altíð sjálv/sjálvur fara víðari við málinum.


 

Skattainntøkur

Januar 12 , 2009
Kann man ikki fáa ein teig á heimasíðuna, sum vísir, hvat skattainntøkan er leypandi mánað fyri mánað? Hetta fær kommunan upplýst hvønn mánaða frá Gjaldsstovuni.

Lættast hevði verið at kunna um skattainntøkuna sum tíðindi. Trupulleikin er tó, at mánaðarliga skattainntøkan, sum vit fáa frá Gjaldstovuni, er misvísandi, m.a. tí at onkur gjøld verða tikin av, áðrenn vit fáa inntøkuna, harumframt eru ofta reguleringar í inntøkuni.

Vit fara at taka støðu til, hvussu vit kunnu kunna um skattainntøkurnar. Ein møguleiki er at taka saman um inntøkurnar og broytingarnar fyri hvønn ársfjórðing.


 

Vega skeltini

Januar 12 , 2009
Okkara bygd blívur bara vakrari og vakrari, takk fyri tað.

Men eg hevði blivi enn glaðari, um tit kundu gjøgnumgingi øll skeltini her í bygdini. Skelti standa sum verða man, runt alla bygdina, men ikki kann sigast at tey eru sera vøkur á at lýta. Gomul, slitin, skøva, skeiv, bugla, o.s.v.

Vónandi kunnu tit taka hetta upp til viðgerðar.

Takk fyri upptøkuna.



Bygdamaður

Viðmerking tygara er send áfram til ferðslunevndina og umsjónarmannin.


 

Hví verður ikki alt lagt út ?

Januar 12 , 2009
Eg spurgdi um bátapláss á landi, hví verður tað ikki lagt út ?
Vit hava svarað spurninginum 8. januar.

 

Bátapláss á landi

Januar 08 , 2009
Hey tit í nýgga kommunustyrinum.

Eg ætlaði at heysa mær bátin upp úr bátahilinum og leggja hann á landi onkunstadni. Síggi at bátar og kampingvognar standa nidanfyri Lacareta ella vid síduna av Turkihúsinum nirri á bakka og eisini í gardinum kring kommunuhøllina. Hvat skal man betala, viss man skal seta bátin í gardinum í kommunuhøllini og hvussu nogva skal man betala viss man leggur hann vid sídiuna av Turkihúsinum.

Báturin, sum stendur uppi við kommunuhøllina, lág sokkin í bátahylinum í longri tíð. Tí tók Vestmannahavnar Havn bátin upp, og setti hann í garðin við Maskinhøllina, til eigarin einaferð ger vart við seg. Viðmerkjast kann, at Vestmannahavnar Havn ikki veit, hvør eigur bátin, tí at hesin uttan fráboðan tí eisini uttan loyvi var komin at liggja í bátahylinum.

Um ætlanin er at seta bát á Kolastykkið (niðanfyri La Carreta/uttanfyri Turkihúsið), so skal hetta gerast í samráð við Vestmannahavnar Havn. Vanliga kostar hetta 100 kr um mánaðin, tvs. fyri smærri bátar.


 

Camera

Januar 08 , 2009
Vit sakna Webcamerai ,tað hevur verði burtur í fleiri dagar
Vit eru greið yvir hetta og hava boða teldumanninum frá brekinum.

 

Vatn

Januar 06 , 2009
Gott nýttár.

Tað er forbiðið keðiligt við hasum vatnlekanum í Garðagøtu, nú er so hált har at tað er beinleiðis vandamikið. Kann einki gerast við hatta ella????? Ikki skilda uppá veðrið tí onkur gjørdi vart við lekan í summar, og var bangin fyri hvussu fór at verða tá frostið kom.

Vit hava fleiri ferðir kannað eftir, hvaðani vætan stavar. Vit hava kannað við tólum, grivið niður á vatnleiðingina, og eisini roynt at stoyta litevni í uppsamlingar og gil longur uppi, men vit hava ikki enn funnið útav, hvaðan vatnið kemur.

Vatnið kann tó ikki halda fram við at renna eftir vegnum, og tí mugu vit helst, um ikki annað gerst, onkursvegna drena vatnið burtur.


 

Inntøkur

Januar 05 , 2009
Tað fellur mær eitt sindur fyri bróstið, at tit vænta fleiri mill. fleiri í inntøku í 09 enn í 08? Fer Vestmanna at sleppa undan heimskreppuni einsamøll av øllum, vænta tit?? Eg síggi at skrivað verður í innganginum í fíggjarætlanarskrivinum, at enn er eingin stígur at síggja í virkseminum í Vestmanna, og Harrin havi lov fyri tað, men eiga vit ikki at vænta, at so verður, soleiðis sum søgur ganga?? "Betur er at binda um heilan fingur," sigur orðatakið.

Satt er, at ilt er at spáa um framtíðina. Tað er tó ein misskiljing, tá tú sigur, at vit vænta ein vøkstur upp á fleiri milliónir í skattainntøku. Tað er rætt, at munurin millum upprunaligu fíggjarætlanini fyri 2008 og hana fyri 2009 er 2,6 milliónir (38,1 mill. kr – 35,5 mill. kr); men vit samtyktu eina broytta fíggjarætlan í november, í henni er skattainntøkan mett til at verða 37,25 mill. kr. Talan er sostatt um eina hækking á 850.000 kr ella um 2% í mun til væntaða úrslitið fyri 2008. Vit halda ikki, at henda hækking er burturvið, allar lønir hækka í 2009 – flestu við uml. 3%. Harumframt tykist fólkatalið væl hægri nú enn  við ársbyrjan í 2008. Um t.d. 20 nýggir skattaborgarar eru, so skuldi tað merkt, at skattainntøkan veksur við 1 millión kr.

Nógv óvissa er bæði um inntøkur og útreiðslur, tí er væntandi, at neyðugt verður at endurskoða fíggjarætlanina fyri 2009.