BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 29.08.2017

Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Fjalsvegur og annað....

Februar 27 , 2009
Eg hevði verið fegin, um Bygdarráðið kundi sagt mær, hvussu nógvur peningur er brúktur til Fjalsveg og hvussu nógv skal nýtast aftrat, áðrenn arbeiðið kann metast, at vera liðugt. Haraftrat hevði verið áhugavert, at fingið at vita, um samlaða útreiðslan av vegnum, stendur mát við upprunaætlanina.

Næsti spurningur snýr seg um ellisheimið.

Hvat er status?

Er nøkur tíðarætlan fyri byggingini?



Vinarliga

Jóhan Simonsen

Fjalsvegur

Til Fjalsveg eru hesir upphæddir nýttar:

2006:           352.724,29 kr
2007:        2.785.525,05 kr
2008:        4.741.020,57 kr
Tilsamans: 7.879.259,57 kr

Tað skal ikki útjgaldast meira í samband við sáttmálaarbeiðið.

Upprunaliga varð arbeiðið mett til at kosta 5,4 mió kr uttan mvg.

Síðani eru fleiri broytingar gjørdar.
Nevnast kunnu m.a.:
·          broyting av beni
·          flyting av innasta partinum av vegnum (í mun til upprunaliga prosjektið)
·          hækkan av ytra parti av vegnum
·          íbindingarvegur
·          vánaligt tilfar at koyra burtur (sum ikki kundi brúkast aftur)
·          laðaður garður fram við Ovara Vegi
·          hegn omanfyri benið

Harafturat eru uppmátingar og avsetingar gjørdar av uttanhýsis tekniskum ráðgevum.

Røktarheimið

Viðvíkjandi røktarheiminum er lítið at leggja afturat svarinum frá 08.12.’08. Tá svaraðu vit:

“Vit hava nú fingið endaligu tekningarnar. Tað tekur ein lítlan mánað at gera útbjóðingartilfarið klárt, avgerð er ikki enn tikin um, nær arbeiðið kann bjóðast út. Frá arbeiðið verður boðið út, og til tað kann byrja, ganga helst um 3 – 6 mánaðir. At byggja røktarheimið tekur væntandi um 2½ ár."

Vit bíða í løtuni eftir løgtingsfíggjarlógini og nýggjari lóg um stuðul til røktarheimsbygging. Vit vóna sjálvsagt, at stuðulin verður hækkaður, tí hann er ikki dagførdur í nógv ár.”

Nýggja lógin um studning til røktarheimsbygging er ikki enn komin í tingið, vit hava tó fingið at vita, at hon er á gáttini. Vit kunnu ikki gera kostnaðarmeting, fyrr enn vit kenna studningsupphæddina.

Vestmanna kommuna kannar í løtuni fíggingarmøguleikar og møguligt samstarv um røktarheimið.


 

Torgið sum parkering fyri fyri prutl??

Februar 25 , 2009
Bert ein lítil spurningur.

Er tað ok, at torgið verður brúkt at seta prutl á? Har standa prutl parkeraði fyri dagin. Gangi út frá, at eigarar eru farnir í bussinum onkustaðni, men hetta er hvønn gerandisdag... er tað í lagi?
Nei, tað er sjálvandi ikki í lagi - har er stórt parkeringspláss nakað ytri, og stórt pláss er á kaiøkinum til bæði prutl og akfør annars.

 

Niðari vegur

Februar 25 , 2009
Tað kann væl ikki verða ein polittiskur spurningur um Niðari vegur ella arbeiði sum er í gongd skal gerast liðugt....!
Tað eru politikkararnir, sum játta pengarnar, so tí er tað ein polittiskur spurningur um Niðari vegur ella arbeiði sum er í gongd skal gerast liðugt

 

Fótgengarafelti

Februar 25 , 2009
Fótgengarafelti við skúlan man vera tað vandamiklasta petti hjá øllum børnum. Steðgið hvønn morgun framman fyri fótgengarfeltinum onkuntíð tí okkurt barn skal tvørtur um, men so kemur onkur og ivurhálar við nógvari ferð eisini um kavi er . Eg vil so hjartaliga biða øll um at vera tolin og bíða til bilurin framman fyri fer avstað tað er ikki meira enn nøkur sekund , tað virkar bara so leingi tá man er seint á veg. Kommunan kundi kanska sett eitt skelti upp
Verður lagt út við viðmerking um, at ætlanin hjá kommununi er at seta skelti og ljós.

 

Breiðkan av Garðavegi

Februar 19 , 2009
Hvussu gongur við at gera Niðara veg lidnan? Tað eru tvey long strekkir sum eru í gerð.

Eg og øll vit sum koyra eftir Niðara vegi dagliga, halda at kommunan skal gera tey vegarbeiðini sum eru í gerð liðug fyrst, áðrenn nortið verður við Garðaveg.
Tað verður arbeitt við fyrireiking av báðum vegastrekkjum - hvat verður gjørt fyrst og nær, er ein polittiskur spurningur.

 

Parkering

Februar 19 , 2009
Er eingin politikkur, hvar bilar skulu parkera ella støgga, tá vit seta børnini av við Gjáarlon. Hvønn morum er ein hurlivasihar bilar standa í báðum síðum við lyktunum frá. At eg skrivi, er tí eitt barn var nærum komi undir ein bil tá eg fór omanaftur í morgum. Kunnu vit ikki fáa eitt støggi og parkeringsforboð á aðrari síðuni, so slil kemur á.
Spurningurin verður latin Ferðslunevndini til viðgerðar.

 

Betran av ferðslutrygd

Februar 19 , 2009
Hvør heldur at hatta er betran????? Eg havi ongan sagt annað enn at tað er av tr...... til við hasum bungunum, og so drøna tey til næstu bungu. Tit fáa meg ikki at trúgva at hatta er nøkur betran, eg hevði sum foreldur verið nógv bangnari nú, og so allir bilarnir sum standa fram við vegnum, helst í Bøgøtu, og uppi á bungunum. Ferðsluóskil í mínari verð.
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Bygdarráðsfundur 27.01.2009

Februar 19 , 2009
Hví verður fundarfrágreiðingin frá bygdarráðsfundinum 27.01.2009 ikki víst á heimasíðuni, men bert hvørji mál vóru á skránni?

Fundarfrásøgnin er júst løgd út.


 

Spæliplássið aftur

Februar 16 , 2009

Haldi ikki hatta er eitt serliga nøktandi svar, serliga tá hugsað verður um, at arbeitt hevur verið so leingi við málinum. Uppskotið um skipan av spæliplássinum var eisini uppi í Bygdaráðnum í fjørð, og bleiv har góðkent, og at pengar skuldu setast av til í ár.


Er peningur settur av til spæliplássið at brúka í ár?


Og um hetta ikki er gjørt, hvør hevur so ábyrgdina av, at avgerðir, sum einaferð eru tiknar í Bygdaráðnum/nevndunum, verða fylgdar upp og ikki "gloymdar burtur"?


Vinarliga

Eina Andreasen

Peningur varð settur av á fíggjarætlanini fyri 2009 til at brúka til spæliplássið, m.a.  var ætlanin, at nýta ein part av upphæddini á kontuni “Stuðul og aðrar útreiðslur á trivnaðar- og umhvørvisøkinum” til spæliplássið. Hesin møguleiki er nógv skerdur, landsmyndugleikarnir strikaðu stuðulin til dagtilhaldini, eftir at okkara fíggjarætlan varð gjørd; vit mugu tí nýta størsta partin av nevndu kontu til rakstur av dagtilhaldinum.

Ætlanin er at gera spæliplássið trygt skjótast gjørligt, ætlanin er at nýta starvsfólk hjá kommununi til hetta arbeiði, tí er ikki neyðugt við nýggjari játtan. Er neyðugt við smærri íløgum – keypa tilfar ella annað – kann henda upphædd játtast av kontuni “Reinhald og fríðkan av bygdini”. Ætlanin er at nýta ung í arbeiði í summar til at væla um spæliplássið.


 

Bygdaráðið / Bygdaleiðir

Februar 13 , 2009
Takk til innleggini um hetta málið sum upptekur nógvar

vestmenningar - serliga teir eldru/tilkomnu og illa gongdu.

Tað er stórur munur á at ganga oman til ein buss os so

at ganga ein hálvan kilometur frá missiónshúsinum og til hús, um tú hevur tveir beriposar við vørum sum tú ikki kannst skaffa tær í Vestmanna.

Her verður hugsa um eldri fólk sum ikki hava bil og mangla ein avvarðandi.

Tey hava ikki verið at sæð í Tórshavn síðan bussleiðin gavst at koyra niðan í miðbýin (Skálatunga).

Er tað møguleiki at fáa at vita nær bygdaráðið skal til fundar ella halda teir okkum bara fyri gjøldur.

Ein umskyldningur sum bygdaráðið skuldi brúkt er nú at nýggjur stjóri er á Strandferðsluni, men prøva og finn ein annan.

Ótolin og ónøgdur borgari

Eg spyrji bara.

Vestmanna kommuna hevur biðið um fund við nýggju leiðsluna í Strandferðsluni, vit hava eisini givið teimum uppskot til fundardag, vit bíða nú eftir svari frá Strandferðsluni.

 

Vit fara eisini enn einaferð at minna á, at Vestmanna kommuna hevur ikki tikið avgerðina um ikki at koyra runt í bygdini. Kommunan gjørdi ferðsluforðingar, tí hon vildi betra um ferðslutrygdina í bygdini. Vit halda, at tað er sera óheppið, at betrað ferðslutrygd skal hava verri tænastustøði við sær. Hetta fara vit at vísa á á fundinum við Strandferðsluna.


 

Myrkar gøtur

Februar 13 , 2009
Nær verður kveikt í ljósini í Guðrunartúni? Tey hava staðið og bíðað síðani í fjør.



Er ikki ætlanin at fáa ljós til gøturnar, har ið fyrr vóru pelar. Eg hugsi m.a. um niðan við minnisvarðanum og Skálafoss? Har hevur verið myrkt allan vetur, og er tað sera ringt hjá eldri fólki at ganga.
Arbeitt verður við at fáa hesi viðurskifti í rættlag.

 

Rattleiðing.

Februar 13 , 2009
Fyri nakað síðan var skrivað um Bøgøtu,at hon var vánalig,

tað var afturvíst av tykkum,har niðri,hol vóru so ongi.

Kanska man kann siga tað so,asfalti er í molun,yvir ein stóran part av tí slætta.Grundin fyri at so er,er,at undir-

lagið er blett,við ørðum orðun,moldin er ikki gryvin upp,

sum man skal gera.Ùrslitið er,at tá tungir bilar koyra á veg-num har,søkka hjulini niður,djúpari enn vit halda,og tá so

bilurin er farin,er vegurin aftur sum hann var aðrenn.Sæma

er galdandi aðrastaðni í bygdini við.





Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Spæliplássið

Februar 13 , 2009
Hvussu gongur við at fáa spæliplássið í Miðalsbrekku gjørt. Alt síðsta ár bleiv sagt her á síðuni, at gongd var í málinum, men tað liggur enn púra oyði.

Haldi tað er stór skomm fyri eina so stóra bygd sum Vestmanna als einki spælipláss at hava.

Tað, sum fyribils er samtykt í samband við spæliplássið, er, at tað, ið vandi kann standast av, verður beint burtur.

Annars er málið til viðgerar í Trivnaðarnevndini.


 

Tað kann ikki passa .......

Februar 13 , 2009
Hey !

Tað kann ikki passa, at nú vit skriva 2009, og enn er vegastrekkið omanfyri hjá Odu Johannesen ikki breiðka. Vit eru hópin av foreldrum, sum dagliga nýta hetta vegastrekkið, tá vit skulu í barnagarðin.

Tað er eitt guds undur at fólk/børn ikki eru yvirkoyrd á hesum strekkið.Tey mugu leypa niðan í bøin undan bilunum.

Bíða tit til tað hendir, og so fara tit í gongd við at breiðka, ella .....?

Vinarliga gev okkum eina ordiliga frágreiðing, og ikki ein slutur fyri ein slatur.

Vestmanna Kommuna hevur fyri kortum fingið uppskot um dagføring og betran av ytra parti av Garðavegi.

Uppskotið er beint í Teknisku Nevnd til viðgerðar og raðfestingar.


 

Hundar

Februar 13 , 2009
Hvat ætlar kommunan at gera við leysgangandi hundar?

Sambært grein 3, stk. 1, í løgtingslóg nr. 82 frá 19. juni 1990 um hundar er tað ikki loyvt "at hava hund gangandi leysan á gøtu, vegi, breyt ella øki o.t., sum opin eru fyri vanligari ferðslu, uttan so at hann er havdur í bandi ella er við fólki, sum hevur fult ræði á honum." Og seinni í somu grein stendur: "gongur hundur leysur uttan leiðara, sum hevur fult ræði á honum, tekur løgreglan hann upp og boðar tí frá, sum hundin eigur." Sambært stk. 2 í somu grein kann by- ella bygdarráð "eftir samráðing við løgregluna seta eitt ella fleiri fólk, sum hava heimild at taka upp hundar."

Trivnaðarnevndin hevur tikið spurningin upp, men áðrenn ein avgerð er tikin, er tað løgreglan sum sambært lógini skal taka hundar upp!


 

bókstavir og tøl

Februar 09 , 2009
Hví skal eg skriva hasar bókstavir og tøl, sum standa undir hesum teigi.

Hvat er tad sum tit síggja ?

Hvat er tad sum eg kann rokna vid.



Kann ein sum skrivar inn sporast beinanveg,

ella hetta bara um so er, at tit meta hetta skal fáa avleidingar, at tit so fara til politiid ella hvat er hetta fyri nakad.



Kunnu vit fáa eina professonella fragreiding frá t.d teimum sum hava gjørt heimasíduna.



Eigur ikki ein fragreiding at standa um hetta kringa hasar bókstavarnar og tølini, so fleiri fólk tora at skriva.

Vitjandi verða biðin um at skriva bókstavir og tøl fyri at síggja, um tað er ein persónur ið skrivar,
og ikki bert ein telda/robottur ið sendur inn - hetta er fyri at sleppa undan spam.

Spurningin og tíðina er tað, vit síggja.

Hvør hevur sett spurningin, kann ikki síggjast uttan igjøgnum løgregluna.

Fyri at spyrjarar skulu kenna seg tryggari, er frágreiðing løgd afturat spyrjiteiginum.

 

ellisheimið

Februar 09 , 2009
nær verur byrja uppá húsið, og hvussu nógv fólk kunnu búsetast har...

Vestmanna Kommuna kann ikki taka endaliga avgerð um røktarheimsbyggingina, fyrr enn studningslógin er samtykt í Løgtinginum. Ætlaða røktarheimið hevur 24 búpláss.


 

Ellisheimið/eldraíbúðir

Februar 03 , 2009
Takk fyri svarið - ja kundi veri gott hugskot at bygt almennar eldraíbúðir yviri í Nesinum. Deiliga friðarligt og so hava tey gott útsýni til alla bygdina.

Tad eg hugsaði meira um, í samband við fyrispurningin á Grønanesi, var um nú kommunan kundi havt øki tøkt, so kundu eldri o.o. bygt sjálvi. Tad er ein sannroynd, at tá tad almenna er uppí, so verður kostnaðurin óneyðuga høgur og bygningarnir sjáldan heimligir. Hvat við at sett eitt øki av, har hesi kundu bygt sær síni egnu hús á 50-60-70 kvm. Ríkiliga stórt hjá teimum flestu og so bestemma tey sjálvi, hvat tey vilja hava og harvið, hvat tað skal kosta.

Vestmanna kommuna fer avgjørt at viðgera umsóknir um smærri grundstykkir ella grundstykkir til tvíhús ella raðhús við vælvild. Vit halda, at tað er skilagott at byggja eftir tørvi, og tað kann tykjast sum oyðsl av góðum byggilendi, um øll grundstykki skulu vera 500 m2 ella meir.

 

Vit gera tó ikki meir við málið, fyrr ein tørvur er staðfestur.


 

Ellisheimið

Februar 02 , 2009
Í samband við ætlanina at byggja ellisheim/eldrasambýlið á Grønanesi, hevur kommunan hugsa um eventuellar møguleikar fyri at byggja smáar íbúðir ella smá sethús í nærumhvørvinum, soleiðis at eldri pør, eldri einsamøll og kanska onnur óhjálpin við, eventuelt kundu selt síni, í nógvum førum, ov stóru sethús, og keypt/bygt sær eini smá hús tætt við ellisheimið og har kunna gjørt nýtslu av teimum fasilitetum, ellisheimið kemur at hava - eitt nú køk, reingerð og felagshølir (til t.d. føðingardagar o.l.) v.m. ? Helst er plássið á Grønanesi ov lítið, men kundi veri áhugavert at tikið tað við í einari langtíðarætlan.

Vestmanna Kommuna hevur umrøtt møguleikan at gera eldraíbúðir í bygdini, men vit hava ikki gjørt ítøkiligar ætlanir. Orsøkin er m.a., at ivi er um, um hetta er ein kommunal uppgáva, harumframt er lóggávan á økinum ikki heilt greið. Eisini vísa kostnaðarmetingar og royndir hjá øðrum kommunum, at  prísirnir á nevndu íbúðum eru so høgir, at tað neyvan loysir seg hjá eldri at skifta bústað.

Vit fara at umhugsa nevndu íbúðarmøguleikar nærri, um umstøðurnar broytast. Vit halda ikki, at tað er so týdningarmikið, at bústaðirnir eru tætt við røktarheimið. Neyðugt verður í øllum førum við flutningstilboðum. Ein áhugaverdur møguleiki kundi verið at bygt eldrabúðstaðir og vardar búðstaðir í samstarvi við Kvívíkar kommunu yviri í Nesi.

Ætlanin er, at køkurin hjá røktarheiminum skal gera mat til heimabúgvandi eldri og óhjálpin. Somuleiðis skulu heimabúgvandi kunna nýta høli og tilboð á røktarheiminum.


 

Bygdaleiðir

Februar 02 , 2009
Also álvaratos, tað ljóðar sum tað galt lív ella deyð, at um bussar koyra út í Skálatungu ella ikki. tað tekur ca. 2 min. at ganga oman á niðaraveg, og so spara vit nógv uppá co2 útlátið við at bussurin sleppur frá at koyra niðaneftir !!





Illagongdur !!
Verður lagt út uttan viðmerking.