BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 29.08.2017

Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Ruddingardagur

Mars 26 , 2009
Hey tit



Nær er ruddingardagurin ?



vh



Ein glaður Vestmenningur.
Ætlanin er at hava umhvørvis- og ruddingardag 2. mai.

 

vevkamera

Mars 26 , 2009
hví liggur ein mynd av Vestmanna ikki inni á vevkamera á portalsíðinið. Tá ein trýstur á x , sum er har, hendur onki.

Myndin er blivin burtur, tí at vit hava skift ambætara á kommunuskrivstovuni - nýggja ambætaraadressan er send til portal.fo, og tí vóna vit, at myndin skjótt skuldi verið tøk aftur.


 

eitt stað

Mars 26 , 2009
hoyr her.

vit sum ganga í 6.flokki sleppa ikki at ganga á staðnum.

kundu tit ikki gjørt eitt ella annað stað har vit kunnu vera.

t.d. spæliplássið, tit kunnu gera tað til ein fótbólts vøll ella okkurt anna. eg havi spurt um spurt um spæliplássið fyrr, tað var 21 mars og eg fekk onki svar. eg vóni at tit svara.

Tað er avgjørt politiskt, at aldursmarkið til Staðið skal vera frá og við 7. flokki.

Spæliplássið er alment, so har kunnu tit fara eins og øll onnur. Eisini hava vit vøllin omanfyri skúlan á Kongsteigum og sparkivøllin í Flatabø.


 

Mál nr. 13

Mars 26 , 2009
Hvussu stórt er gjaldføristrotið hjá VK? Hví er tað íkomið? Hvussu akut er tað? Er peningur tøkur til komandi lønarútgjalding?

Bygdarráðið viðgjørdi 24.03.’09 tilmæli frá fíggjarnevndini um gjaldførislán. Bygdarráðið tók einmælt undir við tilmælinum.

Lat okkum alt fyri eitt staðfesta, at Vestmanna Kommuna ikki hevur stórvegis gjaldføristrupulleikar. Ongin trupulleiki er ella hevur verið at gjalda lønir ella aðrar útreiðslur. Vit hava góð viðurskifti við peningastovnarnar, og vit hava fingið loyvt trot, um tað hevur verið neyðugt.

Orsøkin til tilmælið var heldur at fyribyrgja, at vit kanska fingu ávísar gjaldføristrupulleikar. Ætlanin var eisini at tryggja kommununi arbeiðsfrið og skipa fyri, at ætlað virksemi í størstan mun ikki verður tarnað.

Ymsar orsøkir eru til, at onkrir gjaldføristrupulleikar kundu komið. Ein orsøk er, at skattainntøkurnar 4. ársfjórðing í 2008 vóru nakað væl lægri enn mett. Harumframt gjørdi Gjaldstovan onkrar broytingar í skattainntøkuni seint í ’08, úrslitið var, at skattainntøkan varð lækkað um 350.000 kr. Skattainntøkurnar í januar og februar í ár eru eisini nakað lægri enn væntað.

Kommunan nýtti nakað meir enn ætlað til at fyrireika røktarheimsbyggingina, undanfarna bygdarráð valdi at gera fyrireikingararbeiðið liðugt, so at nývalda bygdarráðið hevur eina lidna ætlan at taka støðu til.

Barnaverndarsamstarvið millum Vestmanna, Kvívíkar, Vága og Sørvágs kommunur hevði eitt hall upp á umleið 1.000.000 kr í 2008. Vit eiga um 25% av upphæddini. Hetta hall má fáast í rættlag skjótast gjørligt, ein fyribilsloysn er, at kommunurnar hava undangoldið nøkur mánaðargjøld. Harumframt vænta vit, at samtykta fíggjarætlanin fyri barnaverndarsamstarvið ikki heldur, tí verður neyðugt við eykajáttan.

Hægri barnatal ger, at neyðugt er við umskipan á dagstovnaøkinum, henda umskipan hevur meirútreiðslur við sær á lønarøkinum, og neyðugt er eisini við smærri íløgum til innbúgv o.tíl.

Landsstuðulin til dagtilhaldini hvarv, eftir at okkara fígjarætlan varð gjørd. Vit valdu, at virksemið í dagtilhaldinum skuldi halda fram, har verður tí eisini ein óvæntað útreiðsla.

Neyðugt verður óivað at endurskoða fíggjarætlanina fyri 2009 seinni í ár – hugsandi er, at onkrar útreiðslur mugu skerjast. Vit vænta tó framhaldandi, at ein endurskoðað fíggjarætlan fer at hava eitt lítið yvirskot eins og upprunaliga fíggjarætlanin.


 

myndin á portalinum

Mars 24 , 2009
Eg sakni myndina av Vestmanna inni á olivant.fo. hon hevur veri burtur í longri tí. mangli at síggja bygdina.

Heilsan

Ovin

Í samband við útskiftin av ambætara hava vit ikki skjøtta um, at myndin er horvin, men vit hava sent nýggju adressuna til portal.fo, so nú skuldi farið at verið í lagi aftur - haldi okkum til góðar.


 

Skálatunga

Mars 24 , 2009
Eg vil hervið heita á bygdarráðið,at seta ein spegil upp í svinginum omanfyri hjá Bárða Nielsen. Tá bilar koma uttanífrá, mugu teir næstan mitt út á vegin, fyri at síggja, um annar bilur kemur niðan gjøgnum Skálatungu.
Áheitan tygara er latin ferðslunevndini.

 

Lítið politiskt virksemi

Mars 23 , 2009
Havi lisið skránna fyri bygdarráðsfundin 24 mars. Má siga at hon hevur sera lítið uppá seg. Hetta er 3 fundur hjá sitandi bygdarráð, og á øllum fundunum higartil hava mál viðvíkjandi vinarbýarsamstarvi veri til viðgerðar, umframt onnur ótýðandi mál. Skal hetta tulkast sum at hetta er tey politisku málini sitandi bygdarráð hevur, bert hugni? Er bygdarráði aftur at líkna við ein bindiklubba?



Eg vil inniliga heita á tykkum ið vald eru um at taka arbeiði í størri álvara og arbeiða við veriligum politiskum málum, Vestmanna bygd at frama í staðin at nýta orkuna uppá sovorði meiningsleyst sum vinarbýarsamstarv o.a.

Eg haldi, at tú misskilir uppgávuna hjá bygdarráðnum. Eitt bygdarráð er ikki ein politiskur myndugleiki, men ein fyrisitingarmyndugleiki. Bygdarráðið skal virka innan teir karmar og tær heimildir, sum eru ásettar í lógum, kunngerðum o.tíl.

Bygdarráðið kann sjálvsagt hava hugsanir um politisk mál, t.d. kommunusamanleggingar, útjavning av skatti, stuðul til røktarheimsbygging, vatnorkuútbygging. Vestmanna Kommuna hevur í fleiri førum samskift við landsmyndugleikar, kommunufeløg o.o. um hesi mál. Fleiri av hesum málum eru ikki viðgjørd á bygdarráðsfundi, men eru viðgjørd í nevndum ella hevur borgarstjórin í samráð við bygdarráðslimirnar tikið stig til viðmerkingar. 

Tú mást eisini minnast til, at ikki øll mál síggjast á skránni fyri bygdarráðsfundir, tí nøkur teirra verða viðgjørd fyri afturlatnari hurð.  

Onnur orsøk til, at málini á bygdarráðsfundum eru færri í løtuni, er, at vit vilja tálma virksemið í vár, til vit síggja, hvussu fíggjarvánirnar eru. Harumframt mást tú minnast til, at nýtt bygdarráð tók við 01.01.’09, tað tekur tíð at fyrireika nýggj mál.

Ongin ivi er um, at bygdarráðið ger eitt gott og ábyrgdarfult arbeiði.


 

Kaðalar

Mars 23 , 2009
Eg má spyrja uppaftur, eigur SEV ella kommunan hasar kaðalarnar, sum eru umtalaðir her á síðuni. Tað líkist ikki SEV at fara frá arbeiði í hálvum gekki.
Kaðalarnar til gøtuljósini eigur kommunan.

 

Bygdaleiðir

Mars 23 , 2009
Tit svara einum, sum spyr um málið við Bygdaleiðum, at málið er farið í nevnd. Men kunnu vit vænta, at vit fáa bussin inn aftur í bygdina? Vit vestmenningar eru tolið fólkaslag, men nú haldi eg tað vera ovboðið við hasum málinum, so mítt tol er í øllum førum langt síðani uppi. Undrist hvønn dag, tá eg hyggi oman í bygdina og síggi bussin standa niðri á kaiini og hugsi, hvat í himmalsins navni hann ger har, og hvørjum hann bíðar eftir har niðri. Fyri ikki at tala um, tá eg skal við bussinum, fara úr og í bussin á Reyða Torginum!!! Sig mær, hvussu nógv fólk búgva har á leiðini?

Hevði tað ikki verið eitt hugskot at gjørt eina brúkarakanning, sum bæði er um, nær vit ynskja, at bussarnir koyra og, hvar vit kundu hugsað okkum, at hann koyrdi, Er tað virkuliga ov nógv forlanga, at vit fáa eina hampiliga busstænastu? Vit hava jú ikki bygdabussar, soleiðis at vit kunnu taka buss til Reyða Torgið ella har frá, ei heldur eru nakrir taxair, sum vit kunnu ringja eftir. Eg kundi blivið við, tí hetta málið øsir meg. Haldi tað vera gott gjørt, at eg skal gjaldá meira og meira í skatti, men eg fái minni og minni gyri hann! (her sipi eg bæði til lands- og kommunuskatt)

Tekniska deild saman við teknisku nevnd og ferðslunevndini hava gjørt uppskot til semju við Bygdarleiðir um busskoyringina. Vónandi gerast partarnir skjótt samdir, so tænastustøðið verður hitt sama sum fyrr, og bussarnir fara at koyra runt í bygdini.

Vit vilja tó enn einaferð vísa á, at kommunan ikki steðgaði busskoyringini í bygdini, Strandferðslan tók hesa avgerð. Vestmanna Kommuna gjørdi nakrar vegforðingar fyri at betra um ferðslutrygdina, fleiri borgarar høvdu víst á trupulleikar við ferð og sýni á Bøgøtu. Tað harmar okkum, at úrslitið gjørdist, at bussurin ikki fór út í bygdina. 

Kommunuskatturin er ikki hækkaður seinastu árini – landsmyndugleikarnir hava eisini givið skattalætta, tí tykist tað løgið, at tú rindar hægri skatt.


 

Larmur!!!

Mars 23 , 2009
Fer kommunan at loyva hasari maskinuni at standa og larma seint ú á kvøldið framyvir??



Mín vón er at tit steðga hennið at brekka frá kl 19 á kvøldið, hattar líkist svartasta ongum!!!



Og ferð kommunan at loyva sama arbeiðstakara at koyra tilfarð runt í bygdini ella á keiøkinum ein dag longur enn 20. mars, verður hettar melda. Kommunan má steðga hesum stóru traktorum at koyra uttan plátir runt við tungari last, tað er jú strangliga bannað!!!!

Eg hugsið um trygdina í hesum, vit borgarir sum eru til gongu ella í bili eru tey sum fara í knús um skaði hendur. Hesir traktorar eru jú ikki sýnaðir...



Ikki senda spurningin víðari til onkran annan, farið oman har og gevi teimum greið boð. Tað eru smáðir og stórir lastbilar í bygdini sum kunnu koyra har lovligt!!



Vestmenningur...

Vit kenna einki til hetta arbeiðið, tygum vísa til.

Um akfør koyra ólógliga á almennum vegi, er hetta eitt mál fyri løgregluna.


 

Fundarskrá

Mars 23 , 2009
Nær kemur fundarskráðin fyri fundin 24. mars á heimasíðuna. Haldi opinleikin og kunningin til borgaran er minkandi!!
Skráin verður løgd út beinanvegin - umberið okkum mistakið.

 

skrá fyri bygdarráðsfund

Mars 23 , 2009
Hví er enn ongin skrá komin her á heimassíðuna fyri bygdarráðsfundin, sum er lýstur at vera týsdagin 24.?
Skárin verður løgd út beinanvegin - umberið okkum mistakið.

 

Fortov

Mars 23 , 2009
Hví eru eingi fortov í okkara bygd. Er tað ein samtykt, at eingi fortov skulu verða ?
Nei, sjálvandi er tað ikki ein samtykt, at ongar gongubreytir skulu vera, men í summum førum eru vegirnir ov smælir til tess at gera gongubreytir, og í øðrum førum hevur helst bert verið fígging til sjálvan vegin, og síðani eru kanska onnur arbeiði raðfest hægri.

 

Kadlarar

Mars 23 , 2009
Hví liggja so nógvir kadalar allastadni. Runt bygdina eru lítlar hespur av tjúkkum ledningi, mest har pelar eru o,a. T.d í Heygabrekku hevur ein ledningur slongst í rennuni í uml. 10 ár. Eisini eru fleiri hespur sum eru applisinlittar uppat húsum, men hví eru hesar hespur ? Koyr ein tú og tit ógvast.

Kaðalar, sum liggja við gøtuljóssteyrar, eru nýggir kaðalar til gøtuljósini. Hesir eru lagdir, tá Elfelagið SEV hevur lagt streymveitingina til sethúsini frá loftlinju í jørðkaðal.

Kaðalarnir til gøtuljósini verða tiknir í brúk, tá træsteyrarnir verða skiftir út við jarnmastrar.

Kaðalin í rennuni í Heygabrekka kanna vit nærri.

Appilsinlittu kaðalarnir eru telefonkaðalar.


 

Gjógvará

Mars 19 , 2009
Hvat bleiv av Gjógvará verkætlanini ?

Bygdarráðið tók undir við ætlanini og samtykti, at kommunalt virksemi í økinum, sum verkætlanin fevnir um, í størstan mun verður í samsvari við ætlanina. Ætlanin var ikki, at Vestmanna Kommuna skuldi seta verkætlanina í verk, men stuðla. Kommunan hevur ikki gjørt tíðarætlan ella íløguætlan.


 

vev-myndatól

Mars 18 , 2009
Riggar vev-myndatólið á hesari síðuni?

Eg haldi at myndin er altíð tann sama?
Myndin riggar, sum hon skal.

 

Fíggjarstøðan

Mars 18 , 2009
Lán og innistandandi hjá Vestmanna Kommunu pr. 31.12.04 og 31.12.08



Hvussu stór vóru lánini?

Hvussu nógv stóð á konto?



Er annað deb./kred. millumverandi av týdningi?



Lánini vóru pr. 31.12.’04 39.801.169 kr, 31.12.’08 vóru tey 32.655.535 kr. Inniognin var 31.12.’04  - 2.243.508 kr, men hon var – 6.385.703,78 kr 31.03.’05 – orsøkin til økingina var, at arbeiði, sum vóru gjørd í 2004, vóru goldin í 2005, m.a. guldu vit 1,5 milliónir fyri Gjáarlon, hóast stovnurin var liðugur í 2004.

31.12.’08 var inniognin – 3.528.369 kr, orsøkin er í ávísan mun, at skattainntøkan í desember var væl lægri enn mett. Ætlaðar íløgur í vár eru við í fíggjarætlanini fyri 2009, tí verður hallið neyvan stórvegis størri eins og í 2005.

Ognarar, skuldarar og millumrokningar broytast nakað ár frá ári, men samantalt er úrslitið oftast á sama støði.


 

Webcam

Mars 16 , 2009
Veit nakar at siga mær, hví man ikki kan síggja vebcam av Vestmanna, inni á Portalinum.?

Hetta hevur ikki borid til nú í fleiri dagar.







Brúkari av Portalinum
Vit vita tað ikki, men kanna málið.

 

Bygdaleiðir

Mars 16 , 2009
Hvussu gongur við hasum fundinum við Strandferðsluna um koyringina hjá Bygdaleiðum her í Vestmanna? Hava tit ikki funnið ein fundardag enn?

Eg ferðist framvegis javnan við Bygdaleiðum, men ikki er tað altíð stuttligt. Fari í bussin við karmi, og tá eg komi heimaftur um kvøldið (tá eru klæðini hjá mær blivin hampiliga turr), ja, so fái eg aftur karm, tí, sum tit kanska hava lagt merki til, so hevur veðrið ikki verið av tí besta í vetur.

Men um tit ikki ynskja, at vit skulu fáa betri tænastu frá Bygdaleiðum, hví siga tit tað so ikki bara beinleiðis? Hetta er at halda okkum fyri tað turra spott.

Vit hava dýrastu farleið og vánaligastu tænastu! So, sum onkur skrivaði um sama evni, tað er helst ikki annað til ráða at taka, enn at vit droppa kollektivu ferðsluna - vit, sum búgva í "grønastu" bygd í Føroyum - ella gera vit nú tað?

Fundur hevur verið við Strandferðsluna. Tekniska Nevnd og Ferðslunevndin viðgera málið í løtuni. Viðgerðin verður væntandi liðug í hesum mánaðinum.


 

Fíggjarárið 2009

Mars 16 , 2009
Nú raksturin hjá Vestmanna Kommunu er sera nógv vaksin seinru árini, og ikki eitt einasta oyra er eftir á kistubotninum, samstundis sum inntøkan hjá kommununi lækkar, er so sannlíkt, at nakað verður eftir til íløgur í 2009, uttan so at kommunan tekur lán?



Fer bygdarráðið at gera sparingar í rakstrinum í 2009?

Tað er ikki rætt, at rakstrarútreiðslurnar eru nógv vaksnar. Nettoraksturin var í fíggjarætlanini fyri 2008 mettur til 27.183.586 kr, í fíggjarætlanini fyri 2009 er hann 28.040.917 kr. Talan er einans um ein vøkstur upp á 3,2%; hetta er ikki stór hækking, tá lønarhækkingarnar eru um 3%. Størsti útreiðsluvøksturin er á almanna- og heilsuøkinum, har eru útreiðslurnar í 2009 mettar at verða meir enn 1 millión kr hægri enn í 2008. Orsøkin er lutvíst lønarhækkingar og størri barnatal. Á hinum høvuðsøkjunum er talan um lækkingar ella smáar hækkingar.

Tað eru sera nógv ár síðani, at Vestmanna Kommuna átti nakað á kistubotninum. Í 2000 skyldaði kommunan 63,8 milliónir kr, nú er skuldin 32,7 milliónir kr. Eftir okkara tykki er kommunan væl betri fyri nú enn fyri nøkrum árum síðani.

Vit eru farin undir ávísar sparingar í gerandisrakstinum, somuleiðis verða aðrar rakstrarútreiðslur endurskoðaðar, harumframt verður arbeitt við ætlanum um at flyta onkrar íløgur ella partar av teimum fram til 2010. Vit vænta framhaldandi, at møguleikar verða fyri íløgum bæði í ár og árini framyvir.

 

 


 

Vegir í Vestmanna

Mars 12 , 2009
Haldi ikki at vegirnir í Vestmanna eru serliga góðir.

Fyri 10 døgum síðani, bleiv asvalt koyrt í holur ì svinginum uttan fyri hjá Palla hjá Luffu, nú 10 dagar seinri eru holini akkurát líka djúp og ófantalig.Eftir mínum tykkið spill av peningi?????????????.

Eg eri samdur við tí sum skrivar um vegirnar í Vestmanna, og haldi, at fyrsta fyritreytin fyri at fáa betri vegir er, at kantsteinarnir sum kommunan eigur og hevur átt í langa tíð skullu brúkast.

Ein tann stórsti trupuleikin er alt vatni í rennir eftir vegnum undir asfalti so frystir, og asfaldi loysnar.

Akkurát líka sum tá ið skriðulop er. Verður væl drena, elle arbeiði gjørt liðugt, trúgvi eg at ein stórur partur av trupuleikunum verður loystur.

Og í Vestmanna er ikki ein tann einasti vegur liðugur
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Fjallsvegur

Mars 12 , 2009
Hey tit



Kunnu tit siga mær hvør hjá Vestmanna kommunu hevur ábyrgdina av Fjalsvegi og tí arbeiði í verur gjørt har, og annars teimum nýgerðum ið vera gjørdar her í bygduni ?
Tað er fyrst og fremst Bygdarráðið og Tekniska Nevnd, sum hava ábyrgdina.

 

UEFA vøllurin í Flatabø

Mars 12 , 2009
Kann kommunan ikki seta benkur upp vi vøllin í Flatabø, so vit kunnu eta matpakkan har tá vit eru gongutúr vi børnunum.
Áheitanin verður latin Teknisku Nevnd.

 

Rivsrøkur

Mars 06 , 2009
Fjallið eitur Rivsrøkur og er 572 m høgt. Tað er ikki nakað eindømi at eitt fjall kann eita nakað við "røkur", vit hava jú Mosarøkur ið er 757 m høgt.

Rivsrøkur og IKKI Ribsrøkur, sum onkur kallar tað.

Tá ið farið verður ígjøgnum røkurnar, verður ofta sagt at fara ígjøgnum Rivsrøkur, og tað verða røkurnar eisini kallaðar ímillum manna, men tað rætta er " at fara undir Rivsrøkur".

Skorar eru tað økið ið liggur ímillum Heimara Skoramunna og Ytra Skoramunna, og gongur nakað niðan undir Rivsrøkur, also tað ið liggur uppi á, meðan Leynadalur er tann lítli dalurin uttanvert Ytra Skoramunna.

Undir Skorum er tað høga, bratta, grítuta, ið gongur frá egguni og oman í Árnadalin.



Vinarliga

Jón Mikkelsen
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Preoritering

Mars 06 , 2009
Tað sýnist ikki, sum at nógvir pengar fara at vera til íløgur her í bygdini, heldur enn aðrastaðnis, komandi árini.



Hvørja av niðanfyrinevndu íløgum fer nývalda bygdarráðið at raðfesta fremst:



1. Vetrarfriðing

2. Ellis og røktarheim

3. Niðara Veg / Bakkaveg



???

Nývalda bygdarráðið hevur ikki enn gjørt endaliga raðfesting, men røktarheimið hevur enn høga raðfesting. Nevndu mál verða øll kannað og fyrireikað í løtuni.

Vit vita, at vetrarfriðingin kostar um 5 milliónir kr, møguliga kann avtala gerast við hagarnar, so at endurgjaldið verður goldið í pørtum yvir áramál.

Vit hava fyri stuttum fingið kostnaðarmeting fyri dagføring av Niðara Vegi. Kostnaðurin er mettur at liggja millum 15 og 20 milliónir kr, talan er allan vegateinin frá Fossábrúgv út á Torgið. Ætlanin er ikki at gera stórvegis við teinin frá róðrarneystinum út á Torgið, upphæddin fyri tann teinin er um 5 milliónir kr. Talan er tí um eina íløgu á 10 – 15 milliónir í fyrstu syftu. Fyrireikingararbeiðið er ikki enn liðugt, tí ber ikki til enn at siga, hvussu og nær arbeiðið verður gjørt.

Fyrireikingin til røktarheimsbyggingina er liðug, vit hava fingið tekningar o.a. so klárt er at gera útbjóðingartilfar. Vit bíða í løtuni eftir, at løgtingið samtykkir nýggju studningslógina, samstundis kanna vit fíggingarmøguleikar og samstarvsmøguleikar. Upprunaliga var røktarheimið mett at kosta 52 milliónir, nú verður hildið, at prísurin er um 40 milliónir. Studningurin verður væntandi um 16,8 milliónir, vit hava goldið um 5,8 milliónir fyri ráðgeving o.a. Vit skulu sostatt gjalda um 17,4 milliónir fyri røktarheimið; eitt sindur av meirkostnaði verður av at flyta ruskplássið og vegin út í grótbrotið.

Havast má eisini í huga, at røktarheimið gevur kommununi meirinntøkur, í fyrsta lagi spara vit útreiðslur, sum vit hava av at vestmenningar búgva á Mørkini í Streymnesi, í 2007 guldu vit 347.700 kr til Sunda Kommunu. Í øðrum lagi kunnu vit lata øðrum kommunum tey búpláss, sum vit ikki hava brúk fyri. 24 búpláss eru á røktarheiminum, um vit t.d. lata øðrum kommunum 12 búpláss, so høvdu vit fingið eina inntøku upp á 820.800 kr um árið – kostnaðurin á Mørkini er nýttur sum grundarlag. Vit mugu eisini minnast til, at røktarheimið verður eitt rættiliga stórt og trygt arbeiðspláss, tí kunnu vit vænta øktan kommunuskatt og kanska eisini nýggjar íbúgvar.

Fyri at taka samanum kunnu vit siga, at røktarheimið er tann íløgan, sum gevur okkum flest fyrimunir. Niðari Vegur og vetrarfriðingin eru íløgur, sum hvør á sín hátt eru neyðugar.


 

Asfaltering í Vestmanna

Mars 06 , 2009
Hvat er tað, sum gerð, at asfalt ikki heldur á vegunum í Vestmanna. Er tað skeivt asfalt? Vánalig álegging? Ella okkurt heilt annað?

Vegirnir í Vestmanna eru út av lagi vánaligir, samanborið við nógv onnur støð í Føroyum. Hevur kommunan nakað eftirlit við asfalteringini í Vestmanna? Her meini eg veruligt eftirlit, ikki bert at hyggja eftir at arbeiði verður gjørt, men eisini góðskan á arbeiðinum.

Eitt av seinastu strekkjunum, sum er asfalterað, er Toftavegur og Ovari Vegur, inn til læknahúsini. Ein skuldi ikki trúð, at hesin vegur er nýasfalteraður. Stórar holur, skrædnaður vegur v.m. Eg veit ikki hvat hetta arbeiði kostaði, men hetta er burturspilt arbeiði!!! Hetta sást stutta tíð eftir at arbeiði var liðugt, tá byrjaði asfalti longu at fara. At síggja til sær tað út til, at vánaligt (bíligt?) asfalt er lagt á.

Hvat eftirlit hevur kommunan við tílíkum arbeiðum?

Tað er undirlagið, sum í flestu er ov vánaligt, ikki asfaltið ella fyritøkurnar, sum leggja á.

Kommunan hevur ikki fíggjarliga orku til tess at gera hesar vegir av nýggjum frá grundini av, og tí verður av og á neyðugt at asfaltera, hóast undirlagið er vánaligt.

Vit halda ikki, at vegirnir í Vestmanna eru út av lagi vánaligir, samanborið við nógv onnur støð í Føroyum, men vit mugu kortini ásannað, at ymsa staðni eru trupulleikarnir afturvendandi, og at arbeitt verður við at fáa eina mannagongd í lag, sum ger, at afturvendandi trupulleikarnir verða burtur, uttan at neyðugt verður at gera allan vegin av nýggjum.


 

Viðvíkjandi skjót avger

Mars 06 , 2009
Hvat verður meint við her? Parkera í einari síðu? Eri slett ikki við? Komi í barnagarðin hvønn dag - er ein slík avgerð tikin???????
Eftir áheitan frá Ferðslunevndini hevur leiðslan fyri dagstovning Gjáarlon heitt á starvsfólkini um ikki at parkera fram við vegnum omanfyri stovnin - frá íbindingini til Heygalíð oman til svingið omanfyri hjá Jónfinn Egilsnes. Eftirfylgjandi skulu skelti setast upp soleiðis, at steðgibann verður sett í ovara borði og tíðaravmarkað parkering uppá 30 min í niðara borði. Hetta verður gjørt fyri at betra um tryggleikan, tá foreldur koma við ella eftir børnum sínum.

 

Íbindingarvegur av Fjallsvegi

Mars 06 , 2009
Seint á arinum 2007 stóðu m.a. tíðindini niðanfyri her á heimasíðuni:



"Hildið var, at tað var skilagott at gera ein íbindingarveg oman til húsini hjá Petur Paula Poulsen, Bjarna Jacobsen og út á matr. nr. 360c. Væntandi hevði hesin vegur gjørst dýrari seinni, harumframt slepst undan nýggjari arbeiðstøku. Kostnaðurin verður 300.000 kr. "



Í hesum døgum standa tvær broytir og grópa allan henda vegin uppaftur. Hvat er tað sum hendir? Er tað V.K. ið rindar fyri hetta arbeiðið, og í so fall, hvussu nógv rindar V.K. hesaferð?



Tað er Vestmanna Kommuna, sum ger og rindar fyri arbeiðið í eina ásannan av, at vegurin, sum av fyrstan tíð varð gjørdur, ikki kundi brúkast av húskjunum niðanfyri vegin.

Fyritøkan, sum ger arbeiðið, hevur givið Vestmanna Kommunu eitt tilboð uppá 365.000 kr fyri at gera arbeiðið.


 

skelti

Mars 06 , 2009
Hvussu skal eg gera fyri at fáa eitt skelti "børn spæla her" upp á gøtuni, har eg búgvi.

takk fyri eina super síðu
Tygum senda eina skrivliga áheitan inn til kommununa.

 

hjartasuff

Mars 06 , 2009
So er tað aftur viðarlundin. fyri sløkum tveimum mánaðum síðani spurdi eg um framtíðarætlanirnar viðvíkjandi okkara píndu viðarlund. Tað sigst, at bygdarráðið skal yvirtaka viðarlundina, men einki hendir. Tveir mánaðir eru gingnir, og enn er viðarlundin staðið, har ið seyðurin møtist. Meðan fundast verður um viðarlundina, verður hon niðurtraðkað og etin av seyði.

Viðarlundin hevur brúk fyri bráðfeingishjálp og at fríðka um hana ella at seta nýggj trø niður, er vónleyst í verandi støðu, tí er eingin broyting at síggja í viðarlundini, uttan at hon verður í verri standi fyri hvørt ár. Harmiligt, at slík líkasæla skal valda.

Við viðarlundar kvøðu og niðurslitnum knappaborði.

Vagnur streymoy
Vit eru í ferð við at hegna fram við Fjalsvegi, eftir at niðara borð er liðugt, og vænta, at hetta verður liðugt einaferð í næstu viku.

 

Fiskivinnuskúlin

Mars 06 , 2009
Kunnu tit leggja røðurnar, sum vórðu hildnar, tá nýggi Fiskivinnuskúlin varð handaður, út á heimasíðuna?

So skjótt, vit fáa fatur á røðunum, verða tær lagdar út á heimasíðuna.


 

rivsrøkur

Mars 06 , 2009
rivsrøkur vanliga ropt ripsrøkur sast ikki her heimi fra sum myndin fyri feburar visti sirkulin visti undir skorun -leynadalur
Hetta er tað, vit hava fingið at vita frá serkønum fólki, sum hava við hagan at gera.

 

Sjót avger

Mars 03 , 2009
Takk til tykkum í kommununi ella í barnagardinum, at tit longu hava orna fyri at bilar bara parkera í einari sídu´uttanfyri barnagardin. Hatta hjálpir gott.

Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Bakkavegur

Mars 03 , 2009
Nær verða nakað gjørt við gøtuljósini og parkeringsplássið á Bakkavegi?

Umsitingin av gøtuljósunum er boðin út, og endalig støða um asfaltering av parkeringsplássinum á við Bakkaveg er ikki tikin enn.