BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 29.08.2017

Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Ov nógv av tí góða

Apríl 29 , 2009

Góð viðmerking hjá J.S, hehe. Ja haldi eisini at fólk eru nakað hysterisk. Sjálvandi haldi eg tað er synd at ein mamma ikki kann koma niðan í barnagarðin við sínum barnið tí at biliurin ikki kláraði túrin. Men har mátti maðurin í húsinum havt skøtt bilin betri.


Fólk sum hava børn í barnagarði uppi í miðalsbrekku ella skulu niðan har tíðliga um morgunin skulu keypa sær betri dekk á blilarnar! Og ja tað kann merkja at man skal hava píkar.Kann bara upplýsa at tað skal verða heilt forb.... ringt veður og rættiliga nógvur kavi áðrenn man ikki kann koyra niðan í miðalsbrekku í einum bili við góðum dekkum.


Man skal eisini hava í huga, at kavarudding og salting er rættiliga kostnarmikið fyri komununa. Kanska komunan kann upplýsa hvussu nógv eitt tons salt kostar og hvussu nógv verður brúkt ein vanligan kava dag? Meini bara at tað eru øll sum gjalda skatt í vestmanna og skulu gjalda fyri hasa kavaruddingina og ikki bara tey sum skulu "niðaneftir". Mín erfaring er at um tað verður salta útyvir kava so blívur tað bara til mos og tá blívur tað nógv verri at koyra. Tvs at um komunan saltar og tað blívur við at kava so fær man handan mosan at koyra í.


So var tað ein sum spurdi hvussu landsverk kann halda vestmanna vegin og komunan ikki klárar at halda sínar vegir. Har kann sigast at eg minnist hendingar har LV ikki kláraði at grava undan tí tað kavaði í sporini beinavegin aftur. Høvulin hjá LV koyrir 50-60 km/t og skumpar kavan út til síðina. So man kann skjótt rokna út hvussu leingi tað tekur fyri høvulin at koyra 20 km til Kvívíkar og aftur. Maskinan hjá komununi kann ikki bara skumpa kavan til síðis tí so koma tað enn fleiri klagur um at tey neyðars fólk máttu grava bilin leysan. Tað er also meir av vegi í vestmanna enn til kvívíkar og aftur og maskinurnar hjá komununi kunnu ikki koyra 50 km/t millum ferðsluna.


Ein viðmerking um innslagið um lagaðan garð: Mær vitandi er grót ikki so kostnarmikið, so viðkomandi kann sjálvur slága sær nakrar steinar og laga teir til ein garð. Tað eru nógvir vestmenningar sum hava laga sín egna garð, tað er einsi eitt gott ítriv. Eg haldi tað er gott at komunan ger eitt sindur burturúr tí vegarbeiði sum verður gjørt. At kloakkin ikki verður gjørd er harmiligt.


Eri rættiliga troyttur av at lesa um alt hatta grenjið inni á síðuni. Tað virkar sum um fólk ikki hava annað at taka sær til enn at sita og finna uppá ting at grenja um. Fái tykkum eitt ítriv, men um tað umfatar at ganga túrar so mugu tit hava skógvar sum klára seyða lort.

Takk fyri kontruktivu viðmerkingarnar.

Upphæddirnar, sum seinastu árini hava verið brúktar til kavarudding, eru hesar:
Í 2006   11.918,40 kr.
Í 2007   27.873,59 kr.
Í 2008   68.618,34 kr.

Viðmerkjast skal, at lønarútreiðslur í sambandi við kavarudding ikki eru tiknar við í upphæddirnar omanfyri.
Harafturat skal nevnast, at orsøkin til at upphæddin í 2008 er so stór, er, at tað ikki hevur verið gjørligt at fáa fatur á brúktum salti, sum er nógv bíligari enn nýtt salt.


 

Tekniska deild

Apríl 27 , 2009
Eg kundi gott hugsa mær at vita hvat skal til fyra at fáa gøtu, lagaðan farð og parkeringspláss við laðaðum garði, júst sum tey fáa á Fjalsvegi.

Eg kundi gott hugsa mær hatta, men havið ikki pengarnar !!

Tað er hugstoytt at hugsa sær, at meðan onnur fáa marglatisgarð, ja so má eg enn liva við illa luktandi kloakkini, sum kommanan fyri fleiri árum síðani hevur lovað at gera.



Øvundsjúkur

Hasin marglætisgarðurin, tygum tosa um, er partur av arbeiðstøkuni, og hann var neyðugur fyri at vinna á jarðarmuninum - hvussu skuldi annars verið vunnið á hesum?

Hetta er vanlig mannagongd, tá vegur verður gjørdur, har neyðugt er at "skera" lendið av soleiðis, at beni stendst av hesum.

Annars eru tygum altíð vælkomin at seta tygum í samband við teknisku deild viðvíkjandi kloakkini.


 

Vetrafriding

Apríl 27 , 2009
Verdur vetrafriding sett ígildid frá komandi vetur ?



Vetrarfriðing verður neyvan sett í gildi í heyst – sí annars svar niðanfyri.


 

Kavarudding 27. mars 2009

Apríl 27 , 2009
Hjá onkrum viðmerkjara sýnist tað at vera ein "kardinalspurningur" um Karl ella Jóan Jakku sóu, at tað kavaði fríggjadagin 27. mars klokkan 06:30 UTC ella ikki.

Karl ! Hetta er rættiliga álvarsamt. Tú eigur at svara spyrjaranum, hvat tú tókst við klokkan 06:30.

Hvørjum líkist tað, at borgarstjórin ikki er tilbúgvin, tá ið eitt grovt kavaæl kemur klokkan 06:30. Tá eiga allir rættir menn, at vera "stand by".

Sjálvur havi eg ikki so døpur minni frá fríggjadegnum 27.mars 2009. Fór niðarlaga úr bygdini um 7-tíðina niðan á Miðalsbrekku eftir einum næstringi. So gekk leiðin omanaftur. Fór til Havnar. Var har klokkan 8. Fór siðan til Fuglafjarðar á fund klokkan 9:10. Alt gekk væl. Eingin dramatikkur av nøkrum slag.

Eg var kanska nakað tíðliga í erva. Tað tykist, at hava verið rættiliga dramatiskt eina løtu seinni.

Karl ! Vónandi verður ein 27. mars komandi ár. Tá ræður um, at vera tibúgvin.

Nú er 24. april. Líkindini eru so góð í kvøld, at best man vera, at fara ein túr til gongu.

Tað er so hugaligt at vita, at summarið er beint her. Veðurmennirnir boða eisini frá góðum veðri í morgin.

Eg husgi einki um hvussu veðrið var í gjár. Dagurin í gjár er farin eins og 27. mars.

Nei. Ikki vænti eg, at tey, ið hava ætlanir, at búseta seg í Vestmanna, setast aftur, tí at tað kavaði eina løtu hin 27. mars.



J.S

Verður lagt út uttan stórvegis viðmerkingar.

Eg skal tó boða frá, at eg svav kl. 06.30 nevnda morgun, eg fór upp kl. 07.00, tá kavaði. Kavagraving er málsøki, sum tekniska deild/arbeiðsformaðurin hevur ábyrgd av, tí er tað ikki ábyrgd borgarstjórans at kanna koyrilíkindi og veðurlíkindi og avfall tíðliga á morgni.

Karl


 

Gøtunøvn og seyðalortur

Apríl 27 , 2009
Nú las eg hatta skemtiliga pettið um seyðalortin, sum skuldi vera upp í fleiri trillubørur bara eftir einum stuttum gongutúri í bygdini, og har varnaðist eg, at vikomandi ikki dugdi at nevna fyrr kendar gøtur við navni, og tað er sera spell. Hevði tað ikki verið rætt at sett skelti upp við teimum gomlu gøtunøvnunum, soleiðis at tey ikki fóru í gloymibókina? Tær hava jú nøvn, hóast eingi húsanummur eru tengd at teimum, tað kann ikki vera so galið, at kommunan ikki hevur loyvi at seta navnaskelti upp við hesar gøtur av somu orsøk???? Kundi eisini hugsað mær, at býlingarnir onkursvegna vóru merktir við sínum gomlu nøvnum, so tey ikki eisini fóru í gloymskuna. Kanska kundu talvur við kortum av bygdini verið sett upp ymsastaðni, eitt nú við innkoyringina til Vestmanna, har hvør býlingurin hevði sín lit sum vístið til navnið??? Hetta kundi ivaleyst hjálpt til at varveitt nøvnini, og kanska gjørt tað lættari at funnið kring í bygdini.

Annars ljóðar tað ikki á svarinum til nevnda petti um lortin, sum at nøkur vetrarfriðing verður í bræði? Er tað so galið? Ber tað ikki til at reka seyðin útum med alla og so gjalda tað, sum gjaldast skal so við og við, eina ávísa upphædd um árið t.d. Eins og tú gert, tá tú hevur tikið eitt lán? Hetta hevur nakað at gera við trivnaðin í bygdini, hugsa um allar tær túsund páskaliljurnar, sum hava mist høvdið, síðan tær fyrr í vár kagaðu upp undan svørðinum.

Ætlanin er at seta gøtunøvn við gomlu gøturnar í bygdini. Ætlanin er eisini at vísa á býlinganøvnini á yvirlitskorti m.a. á heimasíðuni.

Møguleikin at gjalda vetrarfriðingina yvir fleiri ár hevur verið umrøddur, men fráfarandi bygdarráð valdi at bíða við møguligari avgerð, so at nývalda bygdarráðið kann taka støðu til vetrarfriðingina. Ætlanin er at hava fund um stutta tíð, har bygdarráðið fer at viðgera langtíðar íløguætlan; vetrarfriðingin verður við í hesi ætlan.

 

 


 

Bygdaráðsfundur

Apríl 27 , 2009
So vítt eg veit er bygdaráðsfundur í morgin 28.04.2009, men enn er eingin skrá at síggja á heimasíðuni. Fyrr plagdi skráin altíð at vera at síggja á heimasíðuni vikuna áðrenn fundin, men síðani nýggja bygdaráði tók við gongur illa at kunna borgaran um virksemi hjá bygdaráðnum! Fundarskráir og frágreiðingar blíva sjálvdan lagdar á heimasíðuna fyrr enn onkur hevur spurt í hesum teigi! Hví er hetta blivi so, er hetta tilvita ella líkasæla?

Av misgáum var skráin til bygdarráðsfundin 28. apríl ikki løgd á heimasíðuna til tíðina, men verður løgd út beinanvegin.

Umberið okkum mistakið.


 

SSL- aftur aftur

Apríl 27 , 2009
1. apríl (í ár) skriva tit, at uppskot um busskoyringina í Vestmanna er send SSL. Veit væl, at SSL hevur sæti í Suðuroy, men tekur tað so langa tíð at fáa boð aftur og fram?

Eg haldi, at tit halda okkum, sum brúka bygdaleiðir, fyri gjøldur.

Kunnu vit fáa eitt erligt og greitt svar NÚ, hvørt tit veruliga ætla at gera nakað við hetta málið ella ikki!
Sjálvandi halda vit ikki íbúgvunum fyri gjøldur, men tað einasta vit kunnu gera - og tað gera vit eisini - er at rykkja eftir svari frá Strandfaraskipum Landsins.

 

Hunda- og vegaóskil!

Apríl 27 , 2009
Sera áhugaverd heimasíða. Flott at kommunan hevur so mikið av áhuga í sínum borgarnum og teirra trivnaði, at tit hava gjørt tað møguligt hjá borgarunum at koma við rís og rós. Hetta kundu aðrar kommunur lært nakað av.



Hetta var rós, nú kemur rís - ella bara góð ráð!



Kann kommunan ikki fáa ein 'hundafangara'? ella ein røktingarmann? Eg síggi, at tað plágar nógv fólk (eg inkl) her í bygdini, at tað eru so nógvir leysir hundar.



Í miðstaðarøkinum hava tey ein slíkan, og har sært tú ikki ein einasta leysgangandi hund longur!



Vit eru ikki trygg við øllum teimum stóru seyðahundunum sum ganga leysir í bygdini. Flest børn ræðast hundar, og eg sum eri vaksin má siga, at eg eri bestemt heldur ikki trygg, tá hesir stóru skitnu hundarnar ganga og snodda at mær. Er handan tíðin ikki farin, tá seyðahundarnir - og seyður yvirhøvur - høvdu fyrsta prioritet í bygdini?



Annars havi eg onki annað at 'grenja' um:) - tað skuldi líka verið vegirnir - ella rásirnar um tú vilt - men teir kunnu ikki breiðkast nógvastaðni, so har gerst nokk onki!







Vit hava nú søkt eftir arbeiðsfólki, sum m.a. skal taka upp hundar o.o. djór, sum ganga leys.

 

vegir /barnagarður

Apríl 22 , 2009
barnagarðurin hoyrir ikki heima har, har sum hann liggur.

hann skuldi verið inni á fjørð ella arðastani nirði í bygdini.

gerði barnagarðin um til eitt ellisheim og byggji nýggan barnagarð.

veginir í vestmanna eru ótíðarhóskandi.

koyri fjallsveg niðan í miðalsbrekku so verður ein partur loystur.

Hugskotini hjá tær verða á henda hátt løgd alment  út.

Vegurin frá Fjalsvegi niðan í Hornaveg er ávístur í byggisamtyktini - nakað heilt annað er so, um tað er fíggjarligt møguligt í løtuni at halda áfram við hesum vegi.


 

Kavarudding

Apríl 22 , 2009
Tit siga, at kommunan kannaði málið kl. 06.30, og mettu at tað ikki var neyðugt at grava, men er tað ikki ov seint at fara út at grava fyrr enn aftaná kl 8??, tá tað bleiv við at kava!! Hvat við, at so fáa einar 2 maskinur til at grava allar høvuðsvegir í vestmanna beinavegin. Helst tá tað kemur so nógvur kavi, so burdi kommunan grivi allatíðina.



Ótrúligt at kommunan ikki klárar tað, tá Landsverk klárar vestmannavegin, tí øll vita at har kavar meir.....Ella kann man siga Tórshavnar kommuna, tað er næstan altíð gott at koyra har og har eru nógv meira vegir og meira bilar. Komunan fer alt ov seint út at grava.



Men nú kunnu vit bara gleðast um, at tað gongur í móti betri veður:-) So kanska verður tað betri grivið í Vestmanna í vetur;-) SO er tað nokk nógv í hava hug til at flyta hendavegin.....



Heilsan ein, ið er tilflytari:-)
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Vegirnir og gøtuljósini

Apríl 22 , 2009
Tað er gleðiligt at síggja, at ábøtur á vegirnar nú verða gjørdar. Nú er bert at halda á, og ikki gevast fyrrenn komið er runt alla bygdina.

Tað næsta eigur at verða gøtuljósini. Vit skulu ikki bíða til tað gongur ímóti vetri. Lat okkum gera tað beinanvegin. Tað hevði glett mong. Tað eru tíbetur fleiri og fleiri, ið nýta eina løtu um dagin, at spáka sær ein túr.

Eg kundi hugsa mær at nevnt okkurt aftrat; men má ásanna, at eg, ein slíkan dag, tá ið sólin skínur oman og niðan, ikki kann vera annað enn væl nøgdur við umstøðurnar, ið vit vestmenningar hava.

Fíggjarvánirnar hjá kommununi eru kanska eitt sindur ivasamar beint nú. Tær eru tó ikki verri enn so, enn at tað við skynsamari stýring, uttan iva ber væl til, at halda sama tænastustøði sum áður. Vit hava jú havt tað gott mongu undanfarnu árini.

Ein dag sum í dag, tá ið sólin sær, frøðast vit um, at veturin hevur slept. Um ein góðan mánað er sambært álmanakkanum fyrsti summardagur. Bátastevnan verður eisini, áðrenn vit vita av.

Ein dag sum í dag, tá ið sólin sær so vakurt, kenni eg ikki trongd, at gremja meg um salting og kavarudding.

Veturin er av á hesum sinni. Teir dagarnir, ið vegirnir ikki vóðu saltaðir, koma ongantíð aftur.

Nú sær sólin og gøturnar eru tánaðar.



JS
Verður lagt út uttan viðmerkingar.

 

stadi

Apríl 20 , 2009
hví takka tit ongar myndir av stadinum uttan og frá, hevdi vilja at sæ tad hvussu tad sar útt!

Her eru nakrar myndir:


 

Kavi

Apríl 20 , 2009
Má bara spyrja: HVÍ VAR IKKI SALTAÐ FRÍGGJAMORUN 27. MARTS 2009?



Fólk ið ikki sluppu til arbeiðis til tíðina, tí ikki var koyrandi niðan barnagarðin at seta síni børn av har.



Noy...... Vestmenningar..... Hetta eiga vit at kunna gera betur, tí hetta líkist ongum.



Forvantast kann ikki at nakar tímir at flyta hendanvegin, tá tað er so keðiligt at koyra niðan barnagarð........ tað eigur at blíva saltað ALTÍÐ tá tað trongir til. Onki annað er gott nokk.



Og hví tíma at flyta niðan fjøllini at búgva?

Umsjónarmaðurin hevur greitt soleiðis frá:

Salt er ikki nakað “mirakkulmiddul”, ið fær alt, sum eitur kava at fordampa, Fríggjamorgunin kavaði illa. Ringast var ímillum 0700 og 0900, tá allur trafikkurin er, og tað ber ikki til at salta kava. Koyrilíkindini verða altíð vánalig, so leingi tað kavar illa. Vit kannaðu málið kl. 6.30 og mettu tá, at ikki var neyðugt at grava áðrenn arbeiðsdagurin byjaði kl o8oo. Sæð í bakspegilin burdu vit helst verið farnir at grava ml. Kl. 0700 og 0730, men vit vita líka so lítið sum tit, at tað gerst neyðugt, fyrrenn tað er neyðugt. Vit gera okkara besta undir teim givnu umstøðunum, men vit kunnu ikki lova, at vegirnir altíð eru táðir og kavafríir. Kavin fer altíð at órógva ferðsluna í ein vissan mun. Vil at enda biðja um umbering fyri, at svarið kemur so seint.


 

Hundar,kettur og bvetrarfriding

Apríl 16 , 2009

 


Til valid var listi, sum hevdid hundaóskil sum sídd mál. Lat okkum hoyra hvar vit tit eru komin í hesum máli. kemur man í kommununa, ja so má eisini í vísa at man heldur tad man lovar til valid. Og ein spurning:



Hvussu nógvar kettur hevur man lov at hava ?



Vetrarfriding:

Og kunnu vit rokna vit, at vetrarfridingin verdur sett ígildi í vetur.



Arbeitt verður við at fáa skil á hundaóskilinum, men vit mugu bert ásanna, at vit enn ikki eru komin á mál. Men, so leingi vit ikki hava eina avtalu við løgregluna hesum viðvíkjandi, so er leysgangandi hundar ábyrgdarøki hjá løgregluni.

Tað er eingin lóg, sum ásetur, hvussu nógvar kettur, ein hevur loyvi at hava.

 

Nógvir møguleikar eru fyri góðum túrum í Vestmanna, tann, tú nevnir, er avgjørt ein góður og hugnaligur túrur. Vit mugu eisini geva tær rætt í, at nógvur seyðalortur er ymsastaðni í bygdini – serliga eftir gomlu kirkjugøtuni niðan á Heygar.

 

Vetrarfriðingin hevur verið viðgjørd javnan av farnu bygdarráðunum. Málið er komið so langt, at vit hava eina hilling á, hvussu nógv vetrarfriðingin kostar, og hvar nýggja vetrarhegnið skal vera. Fíggjarligu umstøðurnar hava havt við sær, at vit ikki enn hava tikið støðu til, nær møguligt verður at vetrarfriða. Nýggja bygdarráðið fer í næstum at hava fund, har langtíðar íløguætlan verður viðgjørd, tá verður støða tikin til, hvussu vetrarfriðingini verður raðfest.

 

Lortur

Apríl 16 , 2009
Eg gekk mær ein túr eftir gøtuni frá juttu og niðan á heygar, og víðari niðan har sum geilin stóð fyrr.



Kom at enda heilt niðan til høllina, gekk yvir móti gamla skúla og so oman eftir gøtuni sum endar hjá Niels hjá John.



Alt í alt ein fínur túrur. Men har var so nógvur seyða lortur at eg fekk næstan ikki gingið, og hevði lættliga fingið uppí 3-5 trillibørur av lorti um eg vildi.....hvussu gongur við at vetrarfriða Vestmanna ?



Ein spurin ær

Nógvir møguleikar eru fyri góðum túrum í Vestmanna, tann, tú nevnir, er avgjørt ein góður og hugnaligur túrur. Vit mugu eisini geva tær rætt í, at nógvur seyðalortur er ymsastaðni í bygdini – serliga eftir gomlu kirkjugøtuni niðan á Heygar.

Vetrarfriðingin hevur verið viðgjørd javnan av farnu bygdarráðunum. Málið er komið so langt, at vit hava eina hilling á, hvussu nógv vetrarfriðingin kostar, og hvar nýggja vetrarhegnið skal vera. Fíggjarligu umstøðurnar hava havt við sær, at vit ikki enn hava tikið støðu til, nær møguligt verður at vetrarfriða. Nýggja bygdarráðið fer í næstum at hava fund, har langtíðar íløguætlan verður viðgjørd, tá verður støða tikin til, hvussu vetrarfriðingini verður raðfest.

 

Skúlin:)

Apríl 16 , 2009
Tað sær út sum onkur rættiliga er lægstur eftir skúlanum her inni:( Spell eg haldi vit hava ein sera góðan skúla, grønur ella ei. Mær vitandi gera tey í skúlanum nógv við at læra børnini um umhvørvi, at halda tað reint, vera góð við náttúruna o.a. Hvørja viku fara næmingar uppá skift út og rudda økið rundanum skúlan. Næmingarnir fáa at vita at man ikki øyðslar við pappíri, enn tá havi eg hoyrt at onkur flokkur heldur skúla uttandura.

So vítt eg veit hevur Vestmanna skúli í fleiri ár arbeitt fram ímóti at gerast grønur skúli, men hevur enn ikki fingið tað grøna flaggið, er hetta rætt? ella fari eg heilt skeivur.

Eg haldi at vit skulu vera góð við skúlan, um børnini hoyra nógv neiligt heima um skúlan halda tey at tað er so, foreldrini hava altíð rætt, ella.....?

Hetta grøna flaggið, tygum nevna, er ein evropeisk skipan, sum ikki er í gildi í Føroyum.

Annars eru vit, eins og tygum eru, sera fegin um tiltøkini, skúlin ger, til tess at halda umhvørvið reint. Hetta er eisini eitt av høvuðsendamálunum í samband við ein gørnan skúla.


 

Grønur Skúli

Apríl 14 , 2009
Áhugavert at at hoyra Kristiannu Rein í ÚF nú ein morgunin, um hvussu man skal læra ungdómin at spara orku:

Hvat nummar bleiv Vestmanna Skúli, Føroya Grønasti Skúli ?
Vestmanna Skúli luttók ikki í kappingini í ár.

 

vevkamera

Apríl 14 , 2009
Eg sakni at síggja mínu bygd inni á vevkamera ... er tað á veg aftur ?
Vit hava fleiri ferðir heitt á Føroya Tele og Portalin um at fáa hetta í rættlag.

 

Vevkamera

Apríl 14 , 2009
Hví er ongin mynd at síggja av Vestmanna beinleiðis har í allar myndir eru runt landið,men á heimasíðuni sæst myndin av besta slag kann hetta ikki fáast aftur í rættlag
Vit hava fleiri ferðir heitt á Føroya Tele og Portalin um at fingið hetta í rættlag.

 

Mentan í Vestmanna

Apríl 14 , 2009
Hatta er eitt fantastiskt tiltak á Bryggjuni leygarkvøldid.

Gamlar myndir og smalfilm frá Kap Farvel tídini, tad vit sum silgdu vid leingi sakna.

Vóni at kommunan gevur eitt heraklapp til tey á Bryggjuni, tí hatta er mentan so tad forslar.



Ja, hví ikki brúka Brygguna meir til slíkt.
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Eitt sindur erligari

Apríl 14 , 2009
Takk fyri svarið til spurningin 'Eitt sindur grønari'. Mær dámar væl henda teigin, sum tit hava fingið og eisini eiga rós fyri. Hinvegin haldi eg, at tit serliga í seinastuni eru farin at snúgva tykkum uttan um tað, ið spurt verður um. Tað hevur annars verið ein dygd við teiginum, at tit hava svarað beinrakið, opið og erligt. Eg kenni tað sum eina góða og framíjá tænastu frá kommununi, at kunna fáa svar upp á mínar spurningar hendaveg. Soleiðis eru tit við til at økja um trivnaðin hjá mær í bygdini.

Men eg fekk ikki svar upp á mín seinasta spurning um, hvat verður gjørt í Vestmanna Skúla fyri at halda hann 'grønan'. Í svarinum verða nøkur tiltøk nevnd, sum kunnu gerast. Eru hetta tiltøk, sum verða framd í verki í skúlanum ídag? Er tað eitt ynski frá kommununi, at skúlin skal vera 'grønur'?

Vit biðja teg orsakað, at vit ikki hava svarað spurningum tínum nøktandi.

Nevndu tiltøk verða stórt sæð framd í verki í dag, tó skal viðmerkjast, at umhvørvisvinarlig sápa verður brúkt til reingerð.
Tað var Finnbogi Joensen, sum tá var umsjónarmaður í skúlanum, sum átti uppskotið um at gera skúlan til ein grønan skúla. Hesum tóku bæði Bygdarráðið og leiðsla skúlans einmælt undir við.


 

Eitt sindur grønari

Apríl 07 , 2009
Kundi Vestmanna kommuna verið við í Earth Hour næsta ár?

Hvat verður gjørt í Vestmanna Skúla fyri at halda hann 'grønan'?

Fyrispurningurin um møguliga luttøku hjá Vestmanna Kommunu í Earth Hour-tiltakinum næsta ár verður latin umhvørvisnevndini.

Niðanfyri eru nevnd nøkur átøk, sum kunnu gerast, fyri at halda ein skúla "grønan":
Høvuðsátakið fyri at gerast gørnur skúli er, at skúlin ikki skal dálkað umhvørvið!
Hetta kann gerast við:
- at læra at fara væl um umhvørvið
- at spara uppá el og hita
- at skilja ruskið soleiðis, at eitt nú matleivdir kunnu gerast til sankutøð og pappír endurbrúkast
- at brúka minst møguliga sápu
- at betra um inniumhvørvið


 

Góð skattainntøka

Apríl 07 , 2009
Sera gleðiligt at síggja at skattainntøkan í okkara kommunu ikki er lækkandi. Hetta er uttan ivað orsakað av at í Vestmanna býr eitt sera virkið fólkaslag og at í Vestmanna ganga borgarar, kommuna og vinnulív hond í hond.

Hevði kanska veri eitt gott hugskot at sent eitt tíðindaskriv um jaligu gongdina í Vestmanna. Jalig tíðindi kunnu eggja til enn meir virkishug.



Væl arbeitt av borgarum, vinnulívi og ikki minst kommunu.
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

gøtulyktir

Apríl 07 , 2009
hví hevur arbeiðsformaðurin, ikki longur ábyrgd av gøtulyktinum.

hví er tað umsitingin/ tekniskanevnu/tekniskileiðarin hjá kommunini sum hevur umsitingina nú.

alla arðastani er tað arbeiðsformaðurin sum hevur hetta um hendi.

eru tað samstarvs trubuleikar við arbeiðsformanninum.

man hoyrir eitt sindur um hetta her í bygdini í løtini.

hvat hevur tað kost kommunini um árið, viðlíkahald og endurnýggjan av lyktapelum.sum undanfarni el instalatørur hevur arbeitt fyri vk.

Umsjónarmaðurin hevur saman við teknisku deild eftirlit við gøtuljósunum.
Vit kenna ikki til nakrar samstarvstrupulleikar.

Umsitingin av gøtuljósunum kostaði 189.718,86 kr.


 

Hvør eigur havnalagi

Apríl 03 , 2009
Tá eg hyggi at matrikkulkortinum av Vestmanna síggi at Firma Jóni Durhuus stendur fyri øllum havnalagnum og øllum grótbrotinum. Matr.nr 36c.



Hví er hetta so, hann kann ikki eiga alt hatta.



Ein sera væl nøgdur vestminningur
Hjá tinglýsingini undir Umhvørvisstovuni er Vestmanna Kommuna tinglýst sum er eigari av matr. nr. 36c.

 

Fossá - aftur

Apríl 03 , 2009
Alt gott um laðingina innanfyri, men tað er væl longri millum teir ytru brúgvaendarnar. So hugsi nú um at tað kann verða gjørt annarleiðis og allíkavæl vakurt, soleiðis at børn og vaksin framvegis kunnu koma at sjónum. Kunnu standa har og kasta við steinum :-) uttan at vera bangin um at detta í djúpan sjógv. Um borð og benkur verða sett upp á slættanum kann tað blíva heilt hugnaligt.

Tað er fyri langari tíð síðani tikin støða til at laða ímillum brúgvaendarnar - og laðingararbeiðið er byrjað.


 

1. apríl

Apríl 02 , 2009
Veit ikki um søgan á forsíðuni í dag er ein roynd hjá Vestmanna Kommunu at spæla stuttlig, men í øllum førum haldi eg tað miseyðnast eitt sindur hjá tykkum, tí hetta er eitt alt ov f'ølsomt evni. TAKI TAÐ Í ÁLVARA



Annars eri eg sera sera undrandi um hví tit onki lata koma fram um manglandi saltning av vegunum síðsta fríggjadag. Tí eg VEIT tit mugu hava fingið nógvar nógvar fyrispurningar um hetta

Vit hava biðið umsjónarmannin um eina frágreiðing.


 

SSL - Har vóru tit kvik?

Apríl 01 , 2009
Fín 1. apríl-søga :)

Kanska verður kø hjá Páll at máta blóðtrýstið?
Verður lagt út uttan viðmerking :-)

 

gøtulyktir

Apríl 01 , 2009
hvør hevði lagsta tilboðið upp á gøtulyktunar.

hvussu nógv tilboð komu inn

Biðið varð um tilboð frá tveimum arbeiðstakarum, og báðir lótu inn tilboð.

Tekniska Nevnd tilskilaði sær rætt til at velja ímillum tilboðini ella einki at velja.

Vestmanna Bygdarráð samtykti á fundi 24. mars 2009 at taka av tilboði frá ElNet við hesum grundgevingum:

- at tilboðið var greiðari

- at frágreiðing frá umboði fyri ElNet um skipan av arbeiðinum gjørdi Bygdarráðið tryggara í og við,

- at fyritøkan ætlar at keypa lyftu til arbeiðið

- at lyftan kemur at hava fasta støð her í bygdini, og tí við stuttum varsli kann brúkast til arbeiðið

- at lyftan kann arbeiða í vindi upp til í minsta lagi 15 m/sek


 

Gomul í Vestmanna

Apríl 01 , 2009

Kann Vestmanna kommuna upplýsa, hvussu nógv fólk í kommununi eru oman fyri 70 ár og hvussu býtið er, t.d. hvussu nógv eru: 70-80 ár, 81-90 og oman fyri 90.


Takk fyri.

Talið á eldri fólki í Vestmanna er býtt soleiðis:

70-80 ár: 98
81-90 ár: 58
91 og uppeftir:   7


 

Bussleiðin / bygdaleiðir

Apríl 01 , 2009
Enn einaferð.

Er nakað nýtt at fratta, vit fingu at vita at ein loysn

skuldi koma seinast í hesum mánaðinum.

Nú er skjótt hálvt ár síðan bussleiðin steðgaði at koyra

inn í bygdina.

Hvussu leingi skulu vit vera gíðslar í hesum trupla málinum

sum eingin av busspassaserunum hava nakra skuld í.

Hví kunnu vit ikki fáa ta service sum vit hava havt.

Tað nýggja bygdaráðið lovaði at fáa eina loysn;

men vit bíða - verður tað ikki í ár

so verður tað kanska næstra ár.



V.h.



Ein tolin vestmenningur
Uppskot um loysn á trupulleikanum er sent Strandfaraskipum Landsins, men vit hava enn einki svar fingið.

 

Fíggjarstøðan

Apríl 01 , 2009
Í samband við fyrispurning frá borgara um mál nr. 13 frá 24. mars í ár, verður greitt frá orsøkunum til vánaligu fíggjarstøðuna hjá kommununi.

Eru meirútreiðslurnar av Fjalsvegi ikki ein av orsøkunum eisini.

Har er brúkt væl meira av peningi, enn upprunaliga mett.

Fjalsvegur er ikki liðugur enn. Langt frá tí.

Hvussu nógvan pening aftrat skal kommunan nýta, áðrenn arbeiði kann sigast at vera liðugt, og hvussu stórur munur er tá á tilboðnum frá tí, ið gjørdi arbeiðið og upphæddini, ið kommunan skal gjalda?

Útreiðslurnar upp á Fjalsveg eru allar við í fíggjarætlanum, eisini møguligarar meirútreiðslur, sum bygdarráðið hevur samtykt; tí er ikki talan um óvæntaðar útreiðslur.

Kommunan hevur sett 700.000 kr av á fíggjarætlanini fyri 2009 til fyribils liðugtgerð.

Víst verður eisini til svar dagfest 27.02.2009.


 

Facebook

Apríl 01 , 2009
Hey !

Eg eri ikki serliga glað fyri at síggja starvsfólk hjá kommununi, í arbeiðstíð, skriva ymiskt á facebook. Hevur kommunan ongan politikk á hesum økji ?





VH.



Ein sum heldur at vit skulu brúka fjesbók tá í vit hava frí

Kommunan hevur álit á, at starvsfólk ikki misnýta arbeiðstíðina til privat virksemi á facebook. Í onkrum føri verður facebook nýtt sum samskiftisamboð.


 

Ein grønur skúli

Apríl 01 , 2009
vita tit hvat tað tekur fyri at blíva stemplaður ein grønur skúli? takk fyri. heilsan frá Gøtu

At verða stemplaður sum gørnur skúli er ein evropeisk skipan, sum ikki er í gildi í Føroyum.

Men harvið er ikki sagt, at skúlar í Føroyum ikki kunnu gerast "grønir".

Hetta er ein avgerð, sum skúlin - leiðsla, lærarar og starvsfólk - sjálvur tekur, og fær góðkenda frá kommunustýrinum.

Høvuðsátakið fyri at gerast gørnur skúli er, at skúlin ikki skal dálkað umhvørvið!
Hetta kann gerast við:
- at læra at fara væl um umhvørvið
- at spara uppá el og hita
- at skilja ruskið soleiðis, at eitt nú matleivdir kunnu gerast til sankutøð og pappír endurbrúkast
- at brúka minst møguliga sápu
- at betra um inniumhvørvið

Hetta eru nøkur av átøkunum, sum kunnu gerast.

Ynskja tit at vita meira, kunnu tit ringja til Finnboga Joensen, umsjónarmann, tlf. 770129


 

Brenning

Apríl 01 , 2009
Hey tit, eru tað ongar reglar fyri nær, hvussu og hvat ein kann brenna í oljufýringum. Haldi tað er ótrúliga (fyri ikki at brúka eitt ljótari orð) keðiligt at man ikki kann heingja klæðir út á snór, ein góðveðursdag, sum í dag, uttan at tey skulu stinka av brendaroyki, tá tey koma innaftur. Snedugt at tey sum brenna ikki eisini halda tað, (men tey vita jú nær tey skulu vaska klæðir). Um ikki ein brennipolitikkur er fyri kommununa, ber so ikki til at gera ein, so vit, sum ikki brenna, vita nær vit kunnu koyra vindeygu upp, vaska klæðir, v.m.?

Niðanfyri er sett grein 6 í kunngerð nr. 53 frá 3. mai 1994 um umhvørvisreglur (broytt við kunngerð nr. 90 frá 28. september 2007):

§ 6. Fýringsútbúnaður. Elvir oljufýrur, ovnur ella tílíkt til royk, dust, óljóð ella aðrar ampar fyri fólk, íð búgva nærindis, kann bý- ella bygda(r)ráðið geva boð um, at neyðug tiltøk skulu setast í verk til at fyribyrgja hesum.

Sambært hesi grein kann bygdarráðið geva boð um, at neyðug tiltøk skulu setast í verk til tess at fyribyrgja, at oljufýrur, ovnur ella tílíkt elvir til ampar fyri fólk, ið búgva nærindis.

Bygdarráðið fer neyvan at seta alment forboð fyri at brenna við o.l. í oljufýringum, men tygum kunnu seta tygum í samband við kommunuskrivstovuna, sum síðani tekur støðu í ítøkiliga málinum.


 

Fossá

Apríl 01 , 2009
Hvat ætlar kommunan at gera inni við Fossábrúnna. Vóni at tit lata ein skráa verða oman til sjógvin. Er gott tá vit ganga túr, at lata børnini sleppa oman at sjónum. Ikki siga at vit kunnu fara á sandin á Fitjunum, tí har kunnu vit ikki taka barnavogn við. Er sera illa gangandi.
Vit fara at laða ímillum brúgvarnar, eins og gjørt er innanfyri.