BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Null % fyri vetrarfriðing

Mai 28 , 2009
Eg haldi, at MENNINIR, ið skuldu frelsa vestmenningum frá kvinninum, skulu taka í egnan barm, og viðganga, at teir hava raðfest vetrarfriðingina nakað væl lægri enn teir lovaðu, tá teir komu buldrandi inn til næstsíðsta val. Teir hava valt, at gleða tey fáu við gera ein veg, sum tey flestu fáa lítla og onga gleði av, nei farið nú í gongd við at brúka pengarnar, so flestu borgarar í bygdini fáa gleði av tí. Null % í skattahækking til vetrarfriðing.
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Vevkamera

Mai 26 , 2009
Eg taki undir við viðmerkingini niðanfyri við yvirskriftini "webkamera". Tað er spell at bara buksurnar hjá Obelix og kaiøkið rundan um skulu umboða Vestmanna bygd á alnótini. Vónandi fer kommunan at umhugsa at lata vevkameraið hanga har, tað er nú. Ella møguliga at skaffa eitt avtrat. Tað er eitt frálíkt hugskot at vísa bygdina frá fleiri hornum. Haravtrat kemur vevkameraið væl við hjá eitt nú vestmenningum, sum eru búsitandi uttanlands. Vestmanna er ein vøkur bygd – latum okkum vísa umheiminum tað!
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

tvey % fyri vetrarfriding

Mai 25 , 2009

At nøkur arbeidi ikki eru lidug er sín søk, kommunan kann ikki alt. Flest fólk fáa mest fyri pengarnar, um vetrarfridingin verdur sett í gongd. Og ikki at gloyma, flest fólk verda glad í Vestmanna fyri somu pengar. Um neydugt, so set skattaprosent tvey % upp í samband vi vetrarfriding.

Vestmanna Kommuna fer at gera ítøkiligt uppskot um, hvussu vetrarfriðingin kann skipast og fíggjast. Tá uppskotið er liðugt, verður tað lagt fyri hagarnar, sum eiga vetrarbitið, til støðutakan.


 

Umsjónarmenn og størv

Mai 25 , 2009

Nú niðurgangstíðir eru, eigur at sparast. Eru ikki ov nógv størv, sum eru eins ella kunnu samskipast í kommununi? Kom at hugsa um størvini, sum pedellar í høllini, havnarfúti, brandleiðarin, pedellin í barnagørðunum og grøna pedellin, kunnu onkur av hesum ikki samskipast, umskipast og sparast?

Vit halda ikki, at neyðugt er við stórvegis umskipanum av nevndu størvum. Vestmanna Kommuna hevur fá starvsfólk sammett við aðrar kommunur á somu stødd. Fleiri skúlar hava færri umsjónarfólk enn vit, men her mugu tit hugsa um, at okkara eisini eru hallarvørðar, og at høllin er opin bæði kvøld og vikuskifti, enntá eisini í skúlafrítíðunum.

Vit halda, at tað er skilagott at leggja dent á, at kommunalar ognir verða væl viðlíkahildnar; vit spara á tann hátt nógvar viðlíkahaldsútreiðslur, harumframt gera umsjónarfólkini smærri umvælingar, sum vit annars skuldu keypt uttanhýsis.

Starvið sum brunaumsjónarmaður er tíðaravmarkað til 31.12.’09. Bygdarráðið fer at taka støðu til, hvussu tað verður skipað framyvir.


 

Énn seyður í bygdini - dovinskapur!

Mai 25 , 2009
Tað ber ikki til at blíva ill inn á seyðin, serliga nú hann gongur við hesum fittu lombunum - MEN - eg kann blíva so rasandi ill inn á líkasæluna, sum tey sum eiga seyðin vísa yvir fyri øðrum borgarum.

SEYÐURIN SKAL AV BØNUM Í SEINASTA LAGI 15. MAI!!!!!

- uttan mun til um tað er bátastevna ella ei!

Verður lagt út uttan viðmerking.

 

vevmyndatóli inni á Fjørð

Mai 25 , 2009
Soleiðis skal tað vera - fínur vinkul - óført!
Vit takka fyri.

 

Arbeiði!

Mai 23 , 2009
Hvat er telefonnummari hjá fiskavirkinum í vestmanna !

Ætlaði at søkja mær starv har !!
Faroe Seafood hevur telefonnummar 35 55 55.
Bið um virkið í Vestmanna, so seta tey teg um til rætta viðkomandi.

 

Spønir

Mai 20 , 2009
Er møguligt at fáa spønir frá kommununi - sama slag sum Finnbogi brúkar til gøtur og runnar? og um so er, hvussu ber man seg at
Vinarliga set teg í samband við Finnboga Joensen, umsjónarmann, um spønir.
Finnbogi hevur tlf. 770 129.

 

NN-itetur

Mai 20 , 2009
Haldi tit einaferð svaraðu at tit ikki kundu síggja hvør skrivar inn her.



Hetta er nokk ikki heilt rætt ha? Dugi ikki at síggja at tað skal verða nakar trupulleiki at spora ein ip-adressu t.d. til eitt arbeiðspláss ella bygd/umráði??

Vestmanna Kommuna sær ikki, hvør ið skrivar inn á Spyr bara.
Tað er upp til hvønn einstakan, um hon ella hann ynskir at upplýsa sítt navn.

Upplýsingarnar um ip-adressur o.l. eru á servaranum hjá okkara veitara. Tær upplýsingarnar verða einans brúktar, um talan er um mistanka um kriminalitet, og tá er tað løgreglan, ið fær atgongd til upplýsingarnar.


 

Viðmerking til viðmerking

Mai 18 , 2009

Eg skilji ikki, hví so mong pástanda, at Vestmanna kommuna ger lítið fyri trivnaðin. 15.05. stendur í viðmerkingini "Vetrarfriðing og skattaprosent": "Her verður ótrúliga lítið gjørt fyri trivnaðin". Hvønn samanber tú Vestmanna við? Eg vænti ikki, at nøkur kommuna á somu stødd hevur so nógv tilboð á trivnaðarøkinum. Vit hava dagstovnar og frítíðaransing (ongin bíðilisti), ungdómshús, dagtilhald til eldri, kvøldskúla, musikkskúla; mær vitandi stuðlar kommunan mentanarlívinum og ítróttini - harumframt verða stevnur stuðlaðar, so sum bátastevnan.


Trygg arbeiðspláss eru eisini týdningarmikil, tá tosað verður um trivnað, Vestmanna kommuna hevur dugað væl at samstarva við vinnulívið. Hetta kann vera ein orsøk til, at skattainntøkan her ikki er lækkað eins nógv og aðrastaðni. Eg má eisini nevna Obilix, hann er ikki vakur, men eg haldi, at hann kortini er ein orsøk til góðu inntøkurnar hjá kommununi.

Vetrarfriðingin manglar, men um bygdarráðið skal velja millum vetrarfriðing og røktarheim, so eiga tit at raðfesta røktarheimið hægri.

Vit mugu øll skilja, at fíggjarligu møguleikarnir hjá bygdarráðnum eru skerdir, tí kunnu vit ikki fáa alt, sum vit ynskja okkum.


Trivnaður er ikki bara ein kommunal uppgáva, um vit brúka ein lítlan part av tí orku, sum verður brúkt til ónøgd og grenj, til okkurt positivt, so verður Vestmanna ein enn betri bygd. Vísi eisini á konkret ting, sum tit mangla, so ivist eg ikki í, at bygdarráðið tekur hugskotini við í sínar ætlanir.

Eg eri væl nøgdur við arbeiðið hjá bygdarráðnum, og eg ivist ikki í, at flestu vestmenningar eru samdir við mær.

Vit takka fyri viðmerkingina.

 

Lokala Agendafelagið

Mai 18 , 2009

Bert ein lítil viðmerking til myndasavnið og viðmerkingarnar hjá Lokala Agendafelagnum!


Eg haldi at Agendafelagið er sera diktatoriskt og óhólvað í fleiri av sínum viðmerkingum í myndasavninum man sær hjá teimum. Man skal hugsa um, at mong sum eiga órudd, bygningar, bilar ella aðrar lutir, síggja ikki tað sama "órudd" sum nakrir limir í Agendafelagnum síggja sum ein torna í sínum eygum. "Óliðugt" gongur ofta aftur sum ein frelsandi viðmerking. Her ber til at gera liðugt - eisni ein spurningur um pening (eisini hjá kommununi). Og hvat er ikki óliðugt hjá okkum øllum? Garðar, tún, moldskráðar, ómálaði hús, illa røkt hús, you name it! So lat verða við at bara at finnast at, men eggja heldur til at tingini blíva betur í einum realistiskum tempo! Øll vilja hava tað besta til sín, og tað er menniskjaligt, men alt ber ikki til uttan pening-tíverri. Tað er bara at bjóða seg fram at hjálpa til við upprudding hjá øðrum, tá møguleikin er har einaferð um árið. Tað arbeiði skal eisini gerast! Hetta er nemmari enn at siga tað. Tað nemmasta er at finnast at, og siga at hini ikki gera sítt. Bingjan við Vestpack (sum er full av burturkasti!) verður til órudd!? Hvat í verðsins navni skal eitt virkið so gera, um man ikki kann rudda í bingjur? Eg havi alla virðing fyri tí sum Agendafelagið ger, men ver heldur meira savnandi enn atfinningarsom í bygdarviðurskiftum okkara, sum vit ØLL varða av. eisini limirnir í Agendafelagnum.


Umhvørvisligar heilsarnir

Hilbert Elisson

Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Viðm til Vetrarfriðing og Skattur

Mai 15 , 2009
"Vit vilja øll" verður skrivað um at hækkað skattin. Tað er ikki nakað ið eg eri serliga "villigur" til. Ikki veit eg hvar hasin meirilutin er staðfestur. Eg eri ikki ímóti vetrarfriðing, men haldi ikki at skatturin skal ávirkast av hesum. Heldur má raðfestast ørvísið. Her hugsi eg um tey nógvu arbeiðini ið eru sett í verk seinastu árini: Fjallsvegur, breiðking av niðaravegið, stoyping av kanti niðri við bankarnar og fyrireiðkingar til komandi ellisheimið. Hetta havi eg heldur ikki, sum so, nakað ímóti, men alt kann ikki gerast ísenn. So tað áskoan ið eg havi er, at bygdaráðið hevur valt at prioritera hesi frammum, sum forrestin øll standa hálvliðug, og skulu vell hava meiri pening til fyri at verða gjørd liðug.



Havi eg ikki rætt?



Vinarliga Jónsvein á Rógvu
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

bátahylur

Mai 15 , 2009
Hvussu gongur við sakarmálinum millum vestmanna kommunu og kvívikar kommunu um bátahylin á Válinum? Skuldi tað ikki koma fyri nú í mai mánað? Nær verður dómur sagdur, og hvat er/var dómurin?
Málið er ikki tikið upp til dóms enn, og vit vita ikki, nær tað verður.

 

Vetrarfriðing og skattaprosent

Mai 15 , 2009
Her á síðuni er tað ein, sum sigur, at vit øll vilja betala eitt % meira í skatti, um tað er tað, ið krevst, fyri at fáa vetrarfriðing. Her eri eg so dundrandi ósamdur; eg havi ikki hug at betala eitt einasta oyra meira í kommunuskatti! Eg fái ikki nógv fyri skattin sum er, og skal eg so omaná tað heila betala enn meira fyri, at hendan avoldaða skipanin skal setast úr gildi? Við ongari vetrarfriðing og møguliga hækkaðum skattaprosenti verður ringt at fáa fólk at koma at búseta seg í Vestmanna. Sjálvur eri eg farin at ivast í, um eg ikki gjørdi eina dáragerð, tá eg á sinni saman við familjuni avgjørdi at flyta higar. Her verður ótrúliga lítið gjørt fyri trivnaðin. Nú eru nógv av tykkum í bygdarráðnum so nýggj, at sjálvandi kunnu tit ikki lastast fyri, hvussu støðan er. Men eg vænti, at flestu av tykkum vórðu vald, tí vit vildu síggja broyting. So nú mugu tit fara at gera sum Obama, tit mugu fara at hyggja at, hvussu tykkara fyrstu 100 dagar royndust, og hvat er komið burturúr.

Eg eri yvirbevístur um, at tit fara at gera tykkara besta.
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

webkamera

Mai 15 , 2009
Vestmanna er vøkur bygd , bara stór synd vid hasum nýggja ljóta bygninginum .Bílætid av honum er einki at vísa fram fyri umheiminum.

Nú er myndin ødrvísi - sera vøkur , sum ikki má verda broytt - bátastevna ella ikki - kanska kvinka myndina eitt vet ,so kirkjan eisini sæst.

Aftaná Bátastevnuna verður myndatólið sett aftur, sum tað stóð frammanundan.


 

Bygdarráðsfundir - again

Mai 13 , 2009
Sama ger....... tími ikki at hoppa frá einum dokumenti til annað.



Helt bara tað hevði verið nemmari at lisið um alt var í einum dokumenti.

Royn og les fundarbókina (referatið) eina ferð avtrat.

Har er teksturin úr skránni eisini í saman við samtyktunum fyri tey einstøku málini.


 

Bygdarráðsfundir

Mai 12 , 2009

Sindur keðiligt, at tit taka burtur skráir, tá tit leggja referatini út. Nú kann ein ikki fylgja við, hvørji mál hoyra til hvørt nummar.

Kunnu tit ikki bara seta skránna inn ovast í referatinum?

Í fundarbókini hjá Vestmanna Bygdarráð er hvørt av málunum uppbygt soleiðis:

Mál xx
Fyrst er ein stutt frágreiðing um málið (tikið frá fundarskránni)
Síðani sæst tilmælið, ið er komið frá nevndini.

Viðv. mál xx
Um viðgerðina á bygdarráðsfundinum, og til síðst sjálv samtyktin.

Fundarbøkurnar hjá Bygdarráðnum eru sostatt settar saman av bæði fundarskrá og referati.

 

Vetrarfriðing / Røktarheim

Mai 12 , 2009
Nú vetrafriðing er niðurraðfest, er tað so røktarheim, ið er uppraðfest? Ella hvat er?
Bygdarráðið hevur ikki enn gjørt nýggja raðfestingarætlan, men lítil ivi man vera um, at fleiri bygdarráðslimir raðfesta røktarheimið høgt. Vetrarfriðingin er ikki niðurraðfest, tí ongin langtíðar raðfestingarætlan er samtykt. Fundur verður seinni í hesum mánaðinum um langtíðar íløguætlan.

 

Webcam á Bátastevnuni

Mai 12 , 2009
Eri ein av teimum ið tíverri ikki verði í Vestmanna í vikuskiftinum, hevði tað borið til at sett kamera soleiðis at man sær niðuryvir bryggjuna so at vit ið ikki eru har, kunnu føla "stemningin" og næstan lukta búffarnar



Takk fyri



Burturstaddur
Vit umhugsa at stilla kamera'ið, so at tað vísir niður yvir bátarnar, men enn er tað óvist, um tað verður gjørt.

 

Liðugt????????

Mai 11 , 2009
Tað hevur verið tosað um at gera arbeiðir liðug, soleiðis sum tú nevnir, men eingin upphædd er sett av til endamálið í ár. svara 11. mai.



Hetta svarið skurrar í mínum eygum, eg veit ikki hvat hini siga, er tað ikki sjálvsagt tá eitt arbeiði fer í gongd, at tað skal gerast liðugt???? Ella er tað nakað tosað verður um so hvørt????

Um eitt arbeiði verður gjørt liðugt velst um upphæddina, sum er sett av til arbeiðið. Gjarna skuldi upphæddina svara til arbeiðið, men at tað ikki altíð er soleiðis, gongur sjón fyri søgn.

 


 

Plantusøla/Viðarlund

Mai 11 , 2009
Stórt spell so lítið tit leggja í tað, sum er uppbygt av sjálvbodnum, til gleði fyri allar vestmenningar.

Hevur kommunan yvirtikið raksturin av viðarlundini? ella hvussu hongur alt saman við hesi somu.

Tá nú viðarlundanevndin ikki fer at hava blómusølu, kunnu tit, sum sita í trivnaðarnevndini, so ikki skipa fyri einum tílíkum tiltaki, so møta vit fjølment til ruddingardagin.

Hendir onki, ja, so mugu vit leita okkum aðrastaðni at keypa blómur :-(

Vit hava hoyrt, at øll viðarlundanevndin er farin frá, og at ongin nýggj er vald, og somuleiðis at ætlanin er at lata kommununi allar ognir hjá nevndini. Men enn hevur fráfarandi nevndin ikki sett seg í samband við kommununa.

Uppskotið um, at Trivnaðarnevndin kann skipa fyri plantusøluni, verður hervið lagt út til kunnleika.


 

Vetrarfriding og skattur

Mai 11 , 2009
Vit vilja øll rinda eitt % meri í skatti, um tad er ta sum skal til fyri at fáa vetrarfridingina goldna.

Vid so skilagódum fólkum í kommununi mugu vit fáa vetrarfridingin í gongd beinanvegin. Koyr skattin upp og kom í gongd.

Verður lagt út til kunnleika.

 

latum okkum gera arbeiðið liðugt

Mai 11 , 2009
Tað er ótrúliga nógv vegaarbeiði í Vestmanna, ið ongantíð er gjørt liðugt. Bara fyri at nevna tvey vegastrekki, ið ongantíð eru gjørd liðug, kunnu vit hyggja at Ovaravegi frá Fossá og út móti okkara nýggja svingi og so eisini øll Miðalsbrekka. Asfaltið verður lagt á, og kanska gongubrey verður eisini gjørd, men her endar so arbeiðið. Arrið, ið vit gera í landslagið, tá ið vit leggja vegir kann hjálpast uppá við at fjala tað undir mold og síðani prýða økið við t.d. trøum.

Hevur kommunan nakrar ætlanir um at prýða økini fram við okkara bygdarvegum?

Aðrastaðni verður nógv gjørt við at fáa arbeiðið at síggja liðugt út, og í hvussu er, síggja hesi bæði vegastrekki ikki liðug út.
Tað hevur verið tosað um at gera arbeiðir liðug, soleiðis sum tú nevnir, men eingin upphædd er sett av til endamálið í ár.

 

Parkeringspláss

Mai 07 , 2009
Nú kundi eg gott hugsa mær at vita hvat ætlanin er við parkeringsplássinum á Holmsbakka..... Skal tað síggja soleiðis út ella ???? Hasar perurnar frá jólum hanga sum ein stór skomm, tað eru nakrar fáar perur sum lýsa.

Kann nýggja bygdarráð ikki royna at fáa øll hesu hálvgjørdu verkini í bygdini liðug???

Eingir pengar eru avsettir til hetta arbeiðið í ár, men roynt verður við flytingum at finna neyðuga upphædd til arbeiðið.

Annar verða perurnar tiknar niður fyrsta dagin.


 

Viðarlundin fer í seyðirnar

Mai 07 , 2009
"Hesa ársins tíð plaga hundraðtals páskaliljur at príða viðarlund okkara í Frammibø, men í ár eru ongar, tí teimum er seyðurin farin við. Niðasti meturin á flest øllum nálatrøum stendur púra berður, tí nálunum er seyðurin farin við. Øll trøini, sum plantaði hava verið seinastu u.l 10 árini eru burtur ella deyð, tí teimum hevur seyðurin gjørt kál á.



Spurningar mínir er tí:



1. Er kommunan/bygdarráðið greið yvir støðuna í viðarlundini?

2. Eru tit í bygdarráðnum/fyrisitingini greið yvir, at ein stórur partur av stikinum rundan um viðarlundina er burtur og ella niðurdottin?

3. Ætlar bygdarráðið at gera nakað munagott, fyri at broyta støðuna í viðarlundini?



Tað er ein stór skomm fyri okkum vestmenningar, ið áður hava verið so stoltir av okkara viðarlund, at vit fara so illa um henda okkara náttúruskatt, ið Finnbogi Joensen saman við øðrum hava skaffa okkum.



Hevði tað ikki verið eitt hugskot, at kommunan fekk sjálvboðin - serliga tey ið hava gleði av seyðinum - at koma at seta nýtt stig um viðarlundina, har kommunan rindar fyri tilfarið?



Annars er tað hugaligt at síggja, at kommunan er farin at príða um inni við Fossá. Slíkum hava vit sæð alt ov lítið av her í bygdini í nógv, nógv harrans ár. Vónandi er broyting nú komin í!

Tað verður helst einki gjørt við trupulleikan, áðrenn seyðurin fer av bønum um hálvan mai.

Tað er tó ætlanin, at alt skal verða komið í rættlag, innan seyðurin kemur aftur á bøin í oktober mánaða.


 

Stikið um viðarlundina

Mai 07 , 2009
Seyðurin hevur fríða atgongd í viðarlundini.



Kann kommunan ikki átaka sær, at fáa stikið frá Fjallsvegi og oman í móti húsunum hjá Jógvani og Eyðgerð, fram við Fjallsvegi og um ánna beint oman fyri viðarlundasmáttuna í ordan aftur. Stikið varð jú oyðilagt, tá ið Fjallsvegurin varð gjørdur.

Tað verður helst einki gjørt við trupulleikan, áðrenn seyðurin fer av bønum um hálvan mai.

Tað er tó ætlanin, at alt skal verða komið í rættlag, innan seyðurin kemur aftur á bøin í oktober mánaða.


 

Kavarudding

Mai 07 , 2009
Hví skaffar komunan sær ikki ein kust til cat maskinuna, so hevði tað verið nógv lættari at rudda allan kavan av vegnum, serliga tá tit hava salta.
Hetta er eitt hugskot, sum vert er at hugsa um. Trupulleikin er kanska, at tað, tá á leikar, kann taka ov langa tíð at skifta ímillum.

 

Plantusøla

Mai 07 , 2009
Ber ikki til hjá kommununi, vegna borgarar sum spyrja, at finna ú av um plantusøla verður? Eg meini so við, Finnbogi sum er ein limur í viðalundanevndini, er jú í arbeiði hjá kommununi, og mær vitandi hevur kommunan yvirtikið viðalundina og skuldi so sostatt eisini tikið lut í einari møguligari plantusølu. Annars er at siga, at tað er eitt gott afturvendandi tiltak, sum eg vóni ikki fer fyri bakka nú, tá kanska mest er brúk fyri tí.

Ongin plantusøla verður okkum vitandi.

 

 


 

Ruddingardagurin

Mai 04 , 2009
Hey! Frálíkt at tit skipa fyri einum sovorðnum degi. Kunnu tit siga mær, um tað verður sum tað plagdi, at vit kunnu seta ymiskt avfall uttafyri húsini hjá okkum, og so kemur ein bilur og heintar tað? Tað var so vælsigna at kunna gera soleiðis, men nú haldi eg at tað er lamgt síðani seinast.

Eg má geva hasum fólkinum rætt sum skrivar um bygdaleiðir. tað er ræðiliga keðiligt at vit ikki hava nakra tænastu frá bussunum meir. Nógv av okkum h´øvdu langt til bussin í forvegin, men nú er heilt gali. Kunnu tit ikki krevja at fáa svarð frá teimum nú?

Nær verður plantusølan?

Nú bleiv ruddingardagurin í fyrstu syftu avlýstur, men ætlanin er at hava hann seinni. Tað er ikki ætlanin, at fólk skal kunna seta ymist úti við vegin. Hetta er bert ætlað sum ein dagur, har fólk samlast og rudda eitt nú fjøru, áir o.l.

Í samband við Bygdaleiðir er ein loysn í ljósmála.

Tað er ikki kommunan sum skipar fyri plantusøluni, so vit duga ikki at siga nær ella um plantusøla verður.


 

SSl aftur aftur aftur

Mai 04 , 2009
Eg haldi, at svarið, sum eg fekk, var rættiliga arrogant, og eg føli enn meira, at eg sum borgari verði hildin fyri gjøldur! 14. juli 2008 verður fyrstu ferð nevnt í hesum teiginum um koyringina hjá Bygdaleiðum í Vestmanna. Tit svara tá, at tit fara at taka samband við SSL, og soleiðis svara tit mána eftir mána. Nú skriva vit 27. apríl 2009, heilan barnsburð seinni, og tit siga framvegis, at tit bíða eftir svari. Hoylt erligt, er hetta ikki at halda fólk fyri gjøldur?

Sama er galdandi við hasari vetrarfriðingini. Bara snakk!!! Hetta er óluksáliga troyttandi! Eg hugsaði, at konan og eg kundu fara at hampa uttan um húsini í ár, men tað verður so heldur ikki í ár, skilji eg! Koma vit ikki í ár, so koma vit næsta ár, kanska...
Vit hava áður svarað spurningum um vegbungurnar í Bøgøtu og um vetrarfriðing, so viðmerkingin tygara verður løgd út uttan viðmerking frá kommununi.

 

SSL - màlið

Mai 04 , 2009
Fyri at fàa bussin at koyra ùt aftur ì Flatabø, skulu tit taka 2 av teimum 3 vegbungunum vekk, sum eru gjørdar ì Ùtibø.



Tad hvørki er ella hevur verid verri at loyst handan trupuleikan vid busskoyringini.



Haldi at tad er gott at bussurin/eigarin/SSL ikki koyrur uppum hasar 3 vegbungurnar fleiri ferd um dagin, tì hatta er TOTALT langt ùti vid hasum vegbungunum.



Tit kunna skriva og fundast so galid tit vilja um hatta màlid

(fundarpeningur er gott at fàa avtræt), ella tit taka tær òneydugu vegbungurnar vekk.
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Blómusøla

Mai 04 , 2009
Vita tit at siga mær um Viðalundanevndin af´tur í ár fer at skipa fyri blómusølu og hvussu verður hjá kommununi, fer hon at lata ókeypis trø - kundi hugsa mær at prýtt eitt sindur við blómun áðrenn bátastevnuna.

Vit vita ikki, um Viðarlundanevndin fer at skipa fyri plantusølu í ár, og kommunan fer ikki at lata plantupakkar í ár.


 

Plantusøla

Mai 04 , 2009
Veit ikki um hetta er rætta stað at spyrja, men vita tit um nøkur plantusøla verður í Vestmanna í ár?

Tað er ikki kommunan, sum skipar fyri plantusøluni, so vit vita ikki um nøkur søla verður.


 

álíkning

Mai 01 , 2009
Hvussu nógvar álíkningar skyldar Vestmanna Kommuna og er Fiskivinniskúlin komunalur?

Vestmanna Kommuna skyldaði pr. 01.01.2009 um 32,6 milliónir kr. Skattainntøkan í 2008 var um 36,7 milliónir kr, skuldin er tí nakað niðan fyri eina álíkning.

Landsmyndugleikarnir eiga Fiskivinnuskúlan, Vestmanna Kommuna lat Mentamálaráðnum grundøkið.