BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 30.05.2017

LÝSINGAR



Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Sparkivøllurin

Juni 30 , 2009
Eg síggji, at fleiri eru rættuliga upptikin av spurninginum um, hvussu seint á kvøldi vøllurin skal kunna nýtast. Tá ið fleiri ynskja, at hetta verður tikið upp til umrøðu, hevði tað so ikki verið eitt hugskot at kjakast um hetta, heldur enn bert at nyta copy/paste og geva sama svar? Hevur bygdaráðið spurt fólk á Flatabø, um tey vilja finna seg í, at hetta eitir t.d. kl. 23 ella 23.30? Vænti ikki, at tey plágast av tí. Heldur er tað kl. 01 ella 02 sum plágar.

Mentunarnevndin samtykti á fundi 16. januar 2007 "at boðað verður frá við skelting, at vøllurin bert er ætlaður børnum og ungum, og at vøllurin í ljósu tíðini ikki skal brúkast eftir kl. 22.00"
Ja. nú gjørdu vit tað aftur, copy/paste, men hetta er samtyktin, sum fyriliggur, og hetta er eftir áheitan frá íbúgvum í grannalagnum av vøllinum.

 


 

Sparkivøllurin

Juni 30 , 2009
Tit foreldur, sum halda tað verða ov tíðilig hjá børnum at fara í song kl.23.00, tí fyrr verður tað ikki tey skulu jú ganga heim og galdra allan vegin, hava tit nakrantíð verið har niðri meðan sparka verður???? Tað gongur nemliga ikki stillisliga fyri seg skal eg siga tykkum! Tey stillu summarkvøldini hoyrast rópini langt niðan í bygdina, so kan ein ætla hvussu hugnaligt tey hava tað í Flatabø. Tað hevur einki við hvørt annað at gera, nær vøllurin steingir og nær fólk í Flatabø fara í song, tey hava eisini loyvi til at hugna sær í frið og náum tey vøkru summarkvøldini. Tey hava jú ikki biðið um handan vøllin.

Nei tit havi tykkara kæru børn hjá tykkum sjálvum tá ið klokkan er farin av tíggju um kvøldið. Og til tín, sum arbeiður allan dagin, tú kanst leiga høllina ella ganga tær ein túr í fjøllunum.

Ein, sum ongan eigur á vøllinum og ikki býr í Flatabø
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

vøllurin

Juni 30 , 2009
hvat er hetta fyri tvatl ?!



eg haldi ikki at fólk fara í song kl 22.00..

og hví skulu vit støgða fyri tað ??

kunnu fólkini ikki sova fyri okkum ?!

og hetta kund tey kanska tonkt uppá áðrenn tey søgdu ja til at fáa vøllin bygdan har!



mh. ein illur fótbóltsspælari!
Fólkini í grannalagnum hava hvørki sagt ja ella nei til vøllin, men sum áður er fráboðað her, so samtykti Mentunarnevndin á fundi 16. januar 2007" at boðað verður frá við skelting, at vøllurin bert er ætlaður børnum og ungum, og at vøll-urin í ljósu tíðini ikki skal brúkast eftir kl. 22.00 - hetta fyri ikki at órógva óneyðuga.

 

Sparkivøllur ì Flatabø

Juni 30 , 2009
Havi ikki nògv negativt ella nògv at ”klaga” um við Vestmanna Kommunu, eg haldi at tað verður gjørt eitt gott arbeiði à nògvum økjum og kommunan er jalig, gerð nògv fyri trivnaðin og er við til at stuðla nògvum ì og fyri bygdini.



Hesin teigurin ”spyr bara” er ein sera gòður teigur fyri borgarar ì Vestmanna, tì tað er ikki altìð at ein vil seta navn undir spurning ella okkurt annað sum ein hevur uppà hjarta.

Men tà tað er sagt, so er tað àtaluvert og ikki minst sera àbyrgdarleyst av Vestmanna Kommunu at loyva borgarum, sum ì hesum førinum er ein ”mamma”, at niðurgerða og ùtspilla borgarar ì bygdini, inni à eini almennari heimasìðu og framvegis vera dulnevnd, tað hevði ikki veri gòðtikiði nakra aðrastanið.

Minnist at John Zakariasen skrivaði nakrar sera gòðar reglur um tað, at skriva herinni dulnevndur og viðgera ”navngivnar” persònar uttan at gera seg sjàlvan til kennar. Og tað at tað ikki hoyrur heima her.



Sparkivøllurin kundi ligið à einum øðrum stað ja, men tað ger hann ikki og tì mà mann royna at fàa sum best burturùr.

Nù veit eg av gòðum grundum eitt sindur um larmin við meira rundan um sparkivøllin ì Flatabø.

Mær vitandi hava borgarir ì Flatabø ikki forlanga frið kl. 22:00, tað er nakað sum kommunan hevur viðtikið. Flestu borgarar ì Flatabø eru samdir ì at tey ungu, sum hava feriu, kunna sparka bòlt til 23:00.

Men at hoyra oyradoyvandi gang, ið heldur fòlki svøvnleys ì umràðnum ja heilt niðan À Deild til kl. 03:30, er ikki akkuràt so òluksàliga spennandi. Fòlk skal upp til arbeiðis.

Træverki sum er rundan um vøllin larmar ògvuliga nògv tà bòlturin rakar tað og larmurin er ikki minni tà tað er mitt um nàttina tà alt anna er pùra kvirt.

Har eru hùs beint uttanfyri, niðnafyri og omanfyri vøllin. Tað eru ikki einans tey narmastu sum hoyra gangin, men eitt stòrt øki rundanum, tì gangurin er so ògvusligur.



Tey ungu larma ikki bara fyri at larma, men sum vit flest øll vita frà okkum sjàlvum, so er tað nokk tì at tey hava tað skeg og hugna sær. Og tað er sjàlvandi einastandandi:-).

Tey ungu eru fitt og fyrikomandi, nøkur lìkjast burturùr, men harraguð við eitt sindur av reglum og samanspalið millum - ung, borgarar og kommunu yvist eg ikki ì at tað nokk fer at laga seg. Og lìvsjàttandi og frìskt er tað heilt vist at hava tey ungu/børn rundan um seg, men ein kundi kanska spurt, sindur speiskt - hvussu lìvsjàttandi ”mamma” vil hava tað, tà børnini ikki nýtast at koma heim aftur til foreldrini fyrr enn dagin eftir, og tað eru smàbørn.

Sindur frekt spurgt, men tà ”mamma” loyvur sær at kalla borgarar ì Flatabø, av òrøttum, fyri ”gomul grenj og knarr, gangi eg ùt frà at hon tolur eitt sindur afturìmòti.



Eg vil heita à Kommununa um at gera øki liðugt rundan um vøllin, tað veri seg - gøtu oman til vøllin, hampað rundanum vøllin, sùkklu-stativ niðri við vøllin, plàss fyri skutarum/knallertum v.m. og royna at fàa tey ungu at brùka ruskìløtini við at møguliga seta fleiri upp.

Til tìðir sær tað heilt forferduligt ùt bæði à og rundan um vøllin, bæði rusk, men ikki minst ein rùgva av gòðum klæðum. Havi mangan sjàlvur roynt at samla eitt sindur av ruski saman og koyrt ì ruskìlæti, veit at onnur gera tað sama sum av og à brùka vøllin.



Aftur til ònavngivnar persònar. Syrgi nù fyri at ònavngivnir persònar IKKI sleppa at niðra og ùtspilla navngivnar persònar herinni à eini almennari heimasìðu.

Um fòlk setur sìtt navn undur, stendur tað fyri egna rokning og er ì fìnasta ordan.

Ònavngivin ùtspillandi brøv sum vera løgd ùt standa til eina og hvørja tìð direkta fyri Kommununar rokning, tì tað er hon ì leggur ùt à sìðuna





Vinarliga

Ein annars væl nøgdur

Hans K. Jacobsen







Vit loyva ikki útspilling av fólki, men halda ikki, at "hasi fólkini í Flatabø" er útspilling. Annars takk fyri viðmerkingina.

 

Túsund takk fyri :)

Juni 29 , 2009
Til tín sum fann mítt damuur við gyltum pinnum og brúnari reim á Gamla vegi. Eg fann urið har í dag, tað gongur enn :)

Enn einaferð takk fyri :)

vh

Jakoba Hansen
 

 

Røktarheimið

Juni 29 , 2009
Hevur kommunan søkt um stuðul til røktarheimið og nær fer ein í gongd við byggingina ?

Bygdarráðið samtykti einmælt á bygdarráðsfundinum 23.06.'09 um at søkja um studning til røktarheimið. Umsóknin varð send 25.06., umsóknarfreistin er 01.07.

Vit hava biðið uttanhýsis ráðgevarar um at gera útbjóðingartilfar klárt.

Um fíggjarmálaráðið loyvir okkum at læna, so verður væntandi farið undir byggingina í heyst. Vit hava spurt okkum fyri hjá fíggingarstovnum um lán, fleiri hava svarað, at teir eru áhugaðir í at geva kommununi lán; ítøkiligar samráðingar hava tó ikki verið enn.


 

Sparkivøllur í Flatabø

Juni 29 , 2009
Also álvaratos, nú mugu hasi fólkini í Flatabø taka seg saman, tað mátti verði lívsjáttandi at havt børn og ungdómin rundan um seg, ístaðin fyri at ganga og grenja og knarra sum gomul grenj, tað er væl ongin sum fer í song kl. 22.00 mitt um summari.

Eg fari at heita á kommununa um at flyta tíðspunktið til kl. 23.00, so kunnu tey í Flatabø sova væl og leingi, og tey ungu kunnu røra seg 1 tíma longri um dagin.



Mamma

Mentunarnevndin samtykti á fundi 16. januar 2007" at boðað verður frá við skelting, at vøllurin bert er ætlaður børnum og ungum, og at vøll-urin í ljósu tíðini ikki skal brúkast eftir kl. 2200"

 

Vøllurin á Flatabøð

Juni 29 , 2009
eg havi akkurát lisið at eingin sleppur at vera á vøllinum aftaná kl. 22.00. Eg haldi at kl 22 er nakað tíðliga. Eg trúgvi einki uppá at fólk á flatabøð fara øll í song kl 22. Eg eri ofta upptikin um dagin sjálvur, tí havi eg bara tíð um kvøldi, og tað er nokkso keðiligt bara at sparka til kl. 22 tá, tí tað er so stutt. So eg spyrji um tit ikki kunnu broyta tað til kl. 23 ella 24! Eg haldi sjálvur at meirilutin er við hesum!
Mentunarnevndin samtykti á fundi 16. januar 2007" at boðað verður frá við skelting, at vøllurin bert er ætlaður børnum og ungum, og at vøll-urin í ljósu tíðini ikki skal brúkast eftir kl. 2200"

 

Sparkivøllurin

Juni 29 , 2009
Eg haldi at tað er í so tíðliga at steingja vøllin kl. 22 um summari tá børnini hava summarfrí. Eg eigi tveir sum brúka nógv kvøld á vøllinum og eri eg glað um hetta, so fer minni tíð við telduna. Er kl 23 ella 24 ikki eitt meira rímiligt tíðspunkt? Ella fara øll á flatabø í song kl 22?

Vøllurin skuldi ligið burtur frá bygdum øki, so kundu børnini fingið fri at spælt har, og fólk fingi fri fyri teimum.
Mentunarnevndin samtykti á fundi 16. januar 2007" at boðað verður frá við skelting, at vøllurin bert er ætlaður børnum og ungum, og at vøll-urin í ljósu tíðini ikki skal brúkast eftir kl. 2200"

 

Misnøgd

Juni 29 , 2009
Haldi at hann ella hon sum skrivar so keðuligt um Vestmanna, kann bara vera ein persónur sum keðir seg so ómetaligani nógv, at hann burdi flutt úr Vestmanna.

Tað er soooooo nirandi at lesa so negativ innlegg.

Alt sum umfevnir nýbygging verður lagt út á hesa síðuna, um man ynskir at brokka seg, so kann man gerða vart við seg niðri á kommununi meðan freist er, og ikki altíð vera tann klóki persónurin tá ið avgerðir eru tiknar.

Vestmanna er ein super kommuna, sum gerð nógv fyri sínar borgarar, í hvussu so er fyri teir sum tíma at virka sum verðuligir borgarar, og sum síggja fyrimunir fram um vansar.

Steggi nú við at brokka tykkum.

PS. haldi eisini at tað er løgi at man spyr um myndir av missiónshúsinum og hvussu tað sær út, samstundis sum man úttalar seg um hvussu ljótt tað er, her er eini samanhang, men regulert brokkkkkk.

So hugsa teg betur um næstu ferð tú ætlar at gera eitt negativt skriv.

Vinarliga ein nøgdur BORGARI.
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Hvítt og blátt

Juni 29 , 2009
Altso, sum hatta ljóðar sum eitt gott hugskot við at mála allar bygningar hvítt/blátt ríputar! Tá tit nú fara í gongd, so takið eisini Fiskivinnuskúlan, SEV-bygningarnar og annars allar virkisbygningarnar inni á Fjør við. So kann mann av álvara síggja, at Vestmanna er ein virkin bygd!
Verður lagt út uttan viðmerking - tó skal verða sagt, at Vestmanna Kommuna ongar ætlanir hevur um at mála sínar bygningar hvítar og bláar!

 

Vesivognur á kajini.

Juni 26 , 2009

Hvør eigur vesivognin á kajini, og hvønn skal man kontakta, um man eventuelt skal leiga vognin til eitt ella annað tiltak.


V.h.

Ein vestmaður

Vestmanna Kommuna eigur vesi-vognin.

Tú kanst seta teg í samband við kommunuskrivstovuni (tlf. 770 100), um tú ynskir at leiga hann.


 

Hvítt/blátt

Juni 25 , 2009
Havi hoyrt okkurt um at, fleiri bygningar á kaiøkinu skulu málast stríput Hvítt og blátt. Hetta fyri at fáa eina rytmu í, í staðin fyri at bygningar hava so ymiskar farvur og misprýða bygdina.. vita tit um so er?



Um farið verður í gongd við eina tílíka verkætlan, kundi man so ik eisini tikið skúlan og høllina uppí?



Eg vænti at tað hevði hampað væl um bygdina, tí at hvítt og blátt eru tvær sera vakrar farvur.



Ein vælnøgdur borgari
Hetta kenna vit onki til!

 

Fjalsvegur 23-06-09

Juni 24 , 2009
Tit svara beinaveg uppá asvaltering á fjalsvegi!!!!

Hví svara tit ikki uppá nær fjalsvegur verður liðugur lagaður!!!!!!!

Vit hava tíverri trupulleikar við arbeiðstakaranum J&K Petersen Contractors, men hava tó samskifti við teir um liðugtgerð.

 

Aftur viðv. moldrúgvuni!!

Juni 23 , 2009
Hvat er meiningin við moldrúgvuni?? Og hvussu leingi verður hon liggjandi??
Ætlanin er at slættan hana út á økið niðanfyri vegin. Óvist er, hvussu leingi rúgvan verður liggjandi. Tað var Viðalundanevndin, sum ynskti at fáa meira mold á økið, men, sum tygum helst kunnugt, so hevur nevndin síðani lagt frá sær, og tí verður kommunan helst noydd at taka yvir og slætta moldina.

 

Skilda borgarunum ???

Juni 23 , 2009
Eg haldi at alt ov nògv er/verður skriva um at kommunan burdi staði til svarts yvirfyri borgarunum ì Bygdini, Vestmanna.

Men hvì? Hvat er tað sum mest verður klaga um?

So undarligt tað enn skurrar ì oyrunum, ja so er tað samarbeiði og framburður.

Tann/tey ið skriva borgarum, meina allarhelst við seg sjàlvi og IKKI ALLAR borgarar ì bygdini.

Eftur mìnum tykki eru tað "nakrir" borgarir sum ikki sìggja framburð og einamest hava hug at leggjast eftur negativitetið. Ja narmast dyrka hann.

At lesa herinni undir "Spyr bara" um, at borgarar ikki hava hug at draga gardinurnar frà um morgunin, tì at ein nìggj frystihøll er bygd ì bygdini, haldi eg vera toppmàlt. Fyri ikki at siga - beinleiðis làturligt.

Um høllin lìknar buksunum hjà teknuseriu-figurinum Obelix kann væl vera, men ikki haldi eg at høllin missprýðir nakað sum helst, heldur tvørtur ìmòti. Haldi tað vera nògvaferðir betur um àðurnevndu gardinur bara verða verandi afturlatnar.

Hvì skal alt vera gràtt/svart, nei liturin er frìskur og ì ordan.

Var tað betur um høllin bleiv bygd ì Kollafiri ? Mær vitandi var tað atlanin um ikki umstøðurnar og samarbeiði var ì ordan við kommununa.

Haldi tað vera sera positivt at kommunan er við og skapar nakrar karmar til vinnulìvið, tað borgarar eru vanir við, ja tað vita Vestminningar...........

Sjàlvandi eru tað àvìs ting/støður ein kann vera eitt sindur ònøgdur við, men at byða kommununa standa til svarts fyri hùs/bygningar ið ikki eingongd eru bygd enn, og ikki minst fyri at skapa gòðar, og leingi vantandi, karmar til vinnulìvð, er at toyggja tað ov langt.

Yvist heldur ikki ì, at hvat ì enn verður bygt ùti à Follend verður tillaga umràðnum/økinum. Og fer ikki at missprýða, men heldur frìðka og fjàlga um bygdina.



Vinarliga

Hans K. Jacobsen

Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Missiónshús !!!

Juni 22 , 2009
- Vil tað so siga, at kommunan gevur byggiloyvi uttan at hava sæð tekningarnar til húsið??

- At kommunan ikki hugsar um, hvørt húsið er til prýðis ella misprýðis fyri bygdina?

- Hevur kommunan als ongar langtíðarætlanir fyri hesa bygdina?

- Eitt dømi um fúlasta misprýði er "Obelix" húsið, ið nú sermerkir alla bygdarmyndina.



Haldi, at tit skilda borgarunum at taka ordiligt hond um hesa bygdina. Sum er sær svart út, tí handan avgerðin út á Follendi er tað reina galimattias :(

Jú, kommunan hevur sæð tekningarnar.
Kommunan metir ikki, at húsið verður til misprýðis fyri bygdina.
Kommunan hevur eina byggisamtykt at halda seg til.
Frystihúsið, tygum vísa til, lýkur ásetingarnar í byggisamtyktini.


 

Fjalsvegur

Juni 22 , 2009
Nær verður Fjalsvegur asfalteraður
Maskinurnar eru komnar til bygdina í morgun 22. juni.

 

Moldrúgva

Juni 22 , 2009
Tá ið grundøkini, á uttara partið á Fjalsvegi, blivu útgrivin bleiv ein ógvuliga stór moldrúgva vippa oman av vegnum ímóti viðarlundini. Hvat ætlar kommunan við stóru moldrúgvuni? Er tað ikki betri at fáa hampað ella fríðka um skráan, so hann verður eitt sindur penari at síggja til. Nú er fyrsti partur av Fjalsvegi blivin so nógv fríðkaður, og er tað ikki eisini betur, at seinni partur eisini verður nógv meir fríðkaður um??
Jú, rætt hevur tú.

 

øki inni á Fjørð

Juni 22 , 2009
Nei øki Inni á Fjørð er einki pryði at vísa ferðafólki ?
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Tos og skriving.

Juni 22 , 2009
Tað vildi rúmka munandi um miðbýðin,um misiónshúsið hevði veri niðurtykið og grundøki og nakað væl afturat,

verið gjørt til parkeringspláss,so kundu tey,langt inn eftur

niðara veg,sett sínar bilar har.Annars er sjálvdan ovnógv

pláss at seta bilar á.Viðvíkandi at prýa bygdana,so haldi eg

at t.d heldur enn at gera ein ljólan betongkant við rørun

og hegni ið rusta,um korta tíð,so skuldi lok veri lakt út-

yvir ánna og moyni eg við Hórará úti í Skálatungu,yvir ímót

Hans J. Hansen.Tað vildi gjørt svingi og koyringina har nógv

lættari.
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

follend

Juni 22 , 2009
Hvat sker ? skal nú hvør grønur og fríður blettur takast til byggilendi í hesið bygdini? Nú má kommunan taka seriøs stig til at varveita fríðøkir sum úti á follendi. Minnist hvussu børnini altíð plagdu at spæla á vakra økinum har, áðrenn kirkjugarðurin varð bygdur. Men tað er nú farið.

At tað seinasta av tí vælvallaðu perluni sum follend einaferð var, skal leggjast undir betong og asfalt, er fyri mær eitt tekin um at bygdarráðið als ikki er áhuga í at varveita grøn økir og at hugna um í bygdini, sum tað annars gevur seg út fyri ígjøgnum agenda felagið.....
Vestmanna Kommuna hevur eina byggisamtykt at halda seg til, og sambært hesi samtykt er økið á Follendi lagt sum øki til almennar stovnar, og sambært ásetingunum fyri øki til almennar stovnar er hetta lagt av til undirvísing, røktarheim, heilsurøkt, mentunarlig og átrúnaðarlig endamál o.a.l.
Nú kunnu tygum kanska siga, at ein byggisamtykt kann broytast, men til tað er at viðmerkja, at ongin hevur mótmælt hesum ásetingum og ongin hevur sent inn broytingaruppskot hesum viðvíðvikjandi, tá broytingar í byggisamtyktini hava ligið frammi til alment eftirlit.

 

Missiónshús

Juni 16 , 2009
Kundi komunan ikki lagt myndir/tekningar av Missiónshús..

Tad er nok tan stórsta skandala komunan hevur gjórt..hvis hatta ljóta húsi verur bygt har..

Kunnu tit almannakungjórt, hvussu ljótt hatta húsi verur...

Vestmanna Kommuna hevur ikki tekningarnar til nýggja missiónshúsið.

Sjómanskvinnuringurin stendur fyri byggingini og hevur tekningarnar.


 

Missiónshús

Juni 16 , 2009
Bert ein viðmerking til tey ónøgdu.

Hatta er eitt gott pláss, at byggja eitt missiónshús.

Mær vitandi verður húsið bert í einari hædd, við flagtaki, og kemur tí ikki at misprýða nakað sum helst. Heldur verður tann grái kirkjugarðsmúrurin eitt sindur fjaldur aftanfyri.

Heilsan ein nøgdur borgari.
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Útivikan

Juni 16 , 2009
Eg fari at takka fyri góðu myndirnar frá útivikuni. Tað er sera positivt at kommunan tók stig til túrarnar. Eg sakni tó onkrar myndatekstir, eg eri ikki so kendur allastaðni, tí kundi verið gott við staðanøvnum.

Gott hevði verið, um gongutúrarnir ikki verða sleptir upp á fjall, tí fari eg at heita á kommununa um at samskipa onkrar túrar í summar. Hetta kundi verið onkrir longri túrar leygar- ella sunnudag. Túrar kundu verið upp á Postulakirkju, Loysingarfjall, Ørvisfelli ella Egilsfjall.

At enda kundi eg hugsað mær at spurt, um umsitingin hjá Vestmanna kommunu tók lut á gongutúrunum, og um borgarstjórin og bygdarráðslimirnir vóru við.

Vestmanna Kommuna er samanumtikið væl nøgd við gongutúrarnir, ið vóru fyriskipaðir síðst í mai.

Undirtøkan vísti okkum heilt greitt, at borgararnir hava áhuga í slíkum trivnaðartiltøkum, og Kommunan vil fegin vera við til at samskipa nakrar gongutúrar avtrat í summar. Men hetta krevur, at onkur sjálvboðin bjóðar seg til at vera leiðari.

Gongutúrarnir vórðu fyriskipaðir sum trivnaðartiltak fyri allar borgarar, og vóru ikki rættaðir móti nøkrum ávísum bólki. Men jú, bæði bygdarráðslimir og umsiting luttóku.


 

Missiónshús

Juni 12 , 2009
Hej



Kundi komunan ikki keypt stykki frá Sjómanskvinnuringurin.



Hatta er fuklomi gali at eitt missiónhús verur bygt har..Tad burdi komunan , kanska hugsa um...





Kommunan kann ikki keypa økið uttan so, at eigarin er sinnaður at selja. Eigarin hevur gjørt av at byggja á økinum; ætlanin er, at Vestmanna Kommuna ognast tann partin av økinum, sum ikki verður nýttur til missiónshús.

 

Gamla misjónshúsið

Juni 11 , 2009
Metir bygdarráðið, at tað er eitt betri hugskot, at keypa gamla misjónshúsið - bróta tað niður og gera økið til parkeringspláss, enn at lata tað standa, so at onkur privatur kann keypa tað og hava aktivitet har? Tað er jú longu so sindarliga lítil aktivitetur í okkara miðbýi sum er! Hvat skulu øll parkeeringsplássini í miðbýnum brúkast til? Skjótt stongir posthúsið og nógv bendir á, at Føroya Banki fer av bygdini um ikki so langa tíð! Nei, tað er annað enn parkeringsplássum, vit hava brúk fyri í miðbýnum, so roynið heldur at verja um teir fáu bygningarnar, sum enn standa uppi har, heldur enn at ríva niður. Misjónshúsið er ein bygningur, ið saktans kann brúkast til spennandi aktivitet, annað enn at stilla bilar á.



Um Vestmanna Kommuna ognast missiónshúsið er enn óvist, og tí hevur Bygdarráðið sjálvandi ikki tikið støðu til, hvat bygningurin ella økið framyvir kann brúkast til.

 

Trivnaður

Juni 11 , 2009
Fleiri innlegg her hava snúð seg um trivna. Ikki er langt frá trivnaði til hugnað.

Rós til Vestmanna Bygdarráð fyri at hava skipað so fyri, at fleiri støð í bygdini eru vorðin vøkur. T.d. Inni v. Fossabrúnna, flott laðing - umframt nýgerð av rekkverki har, svingið inni v. Karlsberg, Garður v. Skálatungu; og endaliga parkering niðan fyri hjá Óla Christian. Sera nógv vøkur planting ymsastaðni. Finnbogi er óførur.

Hetta er eitt samspæl millum borgara og kommunu, sum sær út at bera góða frukt. Hugaligt!!!

Verður lagt út við tøkk fyri viðmerkingarnar.

 

Rennibreyt/bani

Juni 11 , 2009
Onkur spyr longri niðri um hví tit ikki rudda økið inni á fjørð og gera eina rennibreyt har í staðin. Men viðkomandi fær onki svar.........



Haldi hetta er eitt genialt hugskot

Fyribils ætlanin við vøllinum Inni á Fjørð er, sum eisini nevnt, at gera økið til tjaldinga- og húsvognaøki.


 

Skrellispannir

Juni 10 , 2009
Nær ætla tit at seta meira skrellispannir upp?

Einki at siga til at tað altíð er so óruddiligt umkring..
20 ruskspannir vórðu uppsettar í fjør, og ætlanin er at seta einar 20-25 ruskpannir upp afturat fyrsta dagin.

 

Svar til Bert ein lítil viðmerking til myndasavnið og viðmerkingarnar hjá Lokala Agendafelagnum!

Juni 10 , 2009
Tann 18. mai 2009 stendur ein viðmerking á heimasíðuni hjá Vestmanna Kommunu um myndasavnið og viðmerkingarnar hjá Lokala Agendafelagnum. M.a stendur at "Agendafelagið er sera diktatoriskt og óhólvað í fleiri av sínum viðmerkingum í myndasavninum man sær hjá teimum."



Ætlanin við myndasavninum hjá Lokala Agendafelagnum varð ikki at sýnast diktatoriskt ella óhólvað, men bert at vísa á ymisk øki í vøkru bygd okkara, sum kunnu betrast. Hetta kemst m.a. eisini av, at vestmenningar hava víst umhvørvinum og trivnaðinum í bygdini stóran ans seinnu árini. Eitt orðatak sigur "Gløgt er gestsins eygða". Ein greinarøð var í bløðunum herfyri, har myndir vóru tiknar um alt landið. Hesar myndir førdu í fleiri førum við sær, at órudd, sum annars hevði ligið í fleiri ár, varð tikið burtur. Tí hugsaði Lokala Agendafelgið, at hetta eisini kundi roynast í Vestmanna. Higartil hevur Agendafelagið bert fingið positivar afturmeldingar uppá hetta átak.



Myndasavnið er gjørt í einum positivum anda, har endamálið er at fokusera á órudd og arbeiðir, sum ikki eru gjørd liðug. Ætlanin er ikki at fornermað nakran. Myndirnar eru bert av "almennum" støðum, og ikki av privatum ognum. Agendafelagið hevur heldur ikki sagt, at alt hetta skal gerast eftir einum degi. Agendafelagið veit væl, at tað eisini er ein spurningur um fíggjarliga orku hjá kommununi. Men talan er tó í fleiri førum um órudd, sum ikki kostar nógv at rudda burt. Eisini er hetta ein spurningur um hugburð, soleiðis at órudd verður burturbeint rætt og ikki fær loyvi til at standa sum órudd í fleiri ár.



Um Vestmanna skal gera sær vónir um at liggja í oddinum um at gerast reinasta bygd í landinum, so skulu átøk gerast av okkum øllum. At seta sær lág mál kemur ein ikki langt við.



Agendafelagið hevur í myndarøðini eisini víst á góðar loysnir. Nýggjar myndir eru eisini tiknar, sum vísa á broytingar frá seinast, myndir vóru tiknar. Hesar verða lagdar á heimasíðuna í næstum.



vinaliga

Lokala Agenda 21 Felagið
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Gamla misjónshúsið

Juni 10 , 2009
Er tað rætt, sum søgur ganga um, at kommunan keypir gamla misjónshúsið, og fer at bróta tað niður fyri at gera parkeringspláss har?
Tað er ein møguleiki, sum er umrøddur, men enn ikki er tikin avgerð um.

 

Missiónshús......

Juni 10 , 2009
Nær bleiv byggiloyvið útskriva?

Er hettar húsið alment ella privat?

Hevði verið gott at vita hvør í bygdaráðnum hevur givið loyvið til hettar óðamannaverk? Tí tey hava nakað at forsvara....Eitt bygdarráð kann jú ALTÍÐ leggja eitt økjið sum hettar grønt, sum tað mær vitandi einaferð var..og við nøkrum rossahandlum leyslatið aftur.

Missiónshúsið skuldi heldur tikið núverandi missiónshús niður og bygt eitt nýtt á sama stað...



Ein sera ørkimlaður borgari.

Fyribils prinsippielt byggiloyvi varð útskrivað 26. september 2008. Málið varð viðgjørt fyri opnari hurð á bygdarráðsfundi 23. september 2008.

Eitt missiónshús er sjálvandi altíð alment!

Tilmælið frá Teknisku Nevnd varð einmælt samtykt á fundinum 23. september 2008.

Eitt bygdarráð kann ikki ALTÍÐ leggja eitt øki grønt, men bygdarráðið kann samtykkja tað, leggja samtyktina fram til alment eftirlit, og síðani senda umsókn til Innlendismálaráðið um góðkenning - men vanligir borgarar kunnu eisini til eina og hvørja tíð søkja um broytingar í byggisamtyktini!


 

vøllurin á fjørðinum

Juni 10 , 2009
hej kundi kommunan rudda vøllin fyri gróti sum liggur har, og hvat skal hetta gróti brúkast til.

er tað loyvt at hava hestar inni á økinum. í el hegni.

haldi kommunan burdi,hampa øki, ok kanska brúkt øki ella gjørt tað til ein rennibreyt / renni bana. so sleppa vit frá at renna á vegnum sum kann verða vandamikið. við allari ferðslu sum er her í bygdini. tað eru nógvir vestminningar sum renna . hetta er bara eitt hugskot.

Tað er arbeiðstakari, sum eigur grótið á vøllinum, og kommunan er í samskifti við eigaran.

Ein hestaeigari hevur fingið loyvi til at hava hestar sínar á økinum, og aðrir hava fingið loyvi til at venja hestar sínar har.

Ætlanin er at hampa økið, eitt nú at sáa vøllin.

Bygdarráðið hevur havt ætlan um at skipa økið til tjaldinga- og húsvognaøki.


 

Missiónshús?

Juni 09 , 2009
Tad er heilt seriøst gali, hvis vit í bygduni fáda eitt Missiónshús úti á follend.....

Sjálvandi skullu tæd fád eitt nytt hús um tad er so...

Men eg haldi at har kundi veri bygt eitt slag av mentarnarhúsi/savn.....



Haldi hetta bygdarrádi er vid at missprýda bygduna vid býgningun og vegun/Fjalsvegi....

Sjómanskvinnuringurin eigur lendið úti á Follendi, økið er í byggisamtyktini lagt av til almennar stovnar o.a.tíl. Kommunan kann tí ikki nokta byggiloyvi til missiónshús har, um byggingin annars lýkur treytirnar í byggisamtyktini. Ætlanin er, at heimari parturin av økinum hjá Sjómanskvinnuringinum verður frílendi. Bygdarráðið má taka avgerðir, sum eru í samsvari við galdandi byggisamtykt.

Okkum kunnungt hevur Vestmanna Kommuna ikki bygt bygningar, sum misprýða bygdina.


 

Missiónshús??????????

Juni 09 , 2009
Nei álvara tos, missiónshús á hasum ótrúliga fantastiska staðnum???????? nú trúgvi eg ikki einum orði, kann tað ikki standa hvar sum helst bara parkeringsumstøðurnar eru góðar? tað er næstan blasfemi! Tá ellisheimið ikki kundi standa har, hvussu so eitt missiónshús?? Nei! nei! eg eri skelkaður, mangt skalt tú hoyra, áðrenn av dettur oyra!!

Sjómanskvinnuringurin í Vestmanna eigur økið, og tær hava latið øki til at byggja missiónshús á. Økið er í byggisamtyktini fyri Vestmanna Kommunu "lagt av til almennar stovnar til undirvísing, røktarheim, heilsurøkt, mentunarlig og átrúnaðarlig endamál o.a.t.", sum skrivað stendur.
Grundin til, at røktarheim ikki kundi byggjast á økinum, er tann, at eitt røtkarheim er nógv størri í vídd, og at eitt tílíkt hevði komið inn á økið, har útgrevsturin er. Tað ger ætlaða  missiónshúsið ikki.
Økið á Fornlendi er kannað við geo-radara, og hesar kanningar hava ikki víst á fornleivdir.


 

Follend

Juni 08 , 2009
Hvat fyrigongur seg úti á Follend
Har skal nýtt missiónshús byggjast.

 

lomb leys

Juni 08 , 2009
tvey lomb gingu leys á fjalsvegi 5 juni, hvør eigur tey....



heilsan eg
Tað vita vit ikki - men kanska kundi tú sett teg í samband við røktingarmenninar hjá Fjalshaga.

 

Stóra ketan á Válinum

Juni 05 , 2009
Tætt við "Nes" niðri í bønum, er ein stór keta frá fjørðuni, og niður á sjógv. Hvat er hettar fyri keta, og hon ópríðir nógv. Meini at gomul kaj ella okkurt er har. Ein trí kantur formaður av gróti niðri í fjørðuni.



Bert forvitni ! :)

Nú er hetta í aðrari kommunu, men vit halda okkum vita, at grótkaiin var ein "krengikai", sum bleiv brúkt, tá sluppirnar skuldu kalfatrast um botnin.

Arbeiðið gekk fyri seg á tann hátt, at sluppin varð løgd við kaiina, endar settir á mastrarnar, og síðani varð sluppin "krenga", við at spøl hálaðu í endarnar, soleiðis at ytra síða á sluppini kom upp úr sjónum - og so var lagamanni at kalfatra botnin.

Hvat ketan hevur verið brúkt til, vita vit ikki.


 

Víkingar e.a.

Juni 05 , 2009
Hey. Havi hoyrt okkurt um eitt savn um víkingar ella annað sum nýliga er latið upp í Vestmanna.Kanska var tað onkur framførðsla eisini. Kunnu tit siga mær hvussu eg kann fáa meir upplýsingar um tað. Vinarliga Gunnleyg Olsen

Á heimasíðuni www.puffin.fo ella við at ringja á tlf. nr. 471500 kunnu tygum fáa meira at vita um savnið.


 

vevmynd

Juni 05 , 2009
havi havt spurning um vevmynd sum ikki verður svara. Hvussi ber tað til ?
Haldi okkum til góðar. Hvør var spurningurin?

 

Ùtstykking

Juni 02 , 2009
Nær er hasin fílurin "Ùtstykking" í høgru síðu uppdateraður seinast??



Og verða tað aðrar útstykkingar í Miðalsbrekku í nærmastu framtíð??



Vinarliga

Framtíðar búseti í Vestmanna.

Skjaldið verður dagført, so hvørt nakað er at dagføra.

Ongar útstykkingar verða í Miðalsbrekku í nærmastu framtíð, men vónandi verður hildið áfram við útstykkingini í Vestri um ikki alt ov langa tíð - tað er tó eingini støða tikin til hetta enn.


 

Urið er funnið

Juni 02 , 2009
Far inn á "gamlaveg" har hongur eitt damu armbendsur á einum portri. Tað er funnið av eini smágentu fyri nøkrum døgum. Urið er brúnt við gullpinnum. Reimin er brún og urið gongur snórabeint.

Verður lagt út við tøkk fyri fráboðanina.