BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Hvar fór spæliplássið???

Juli 15 , 2009
Fyri fleiri vikum síðan gekk eg ein túr yvir ímóti nýggju grundstykkjunum uppi í Vestri. Eg øtaðist tá eg sá, at menn júst tá vóru í ferð við at taka spæliplássið niður. Eg hugsaði tó, at tað mátti vera tí kommunan ætlaði at betra um spæliplássið.



Men enn síggi eg onki sum bendur á hetta. Hvat er ætlanin við hesum økinum, og hví var tað so átrokandi at taka burtur einasta spæliplássið í bygdini?



Jú, rætt er tað, at tað ber til at nýta spæliplássið við Gjáarlon, men hetta ber ikki til um dagin, tá barnagarðurin er opin...:(



Hevur kommunan nakra aðra loysn til smæstu borgararnar??



Vinarliga

ein mamma :o)
Tað var átrokandi at taka spæliplássið  niður, tí at tað, sum stóð uppi har, var mett at vera vandamikið. Samstundis varð undirlagið undir vøllinum hampa.
Kommunan hevur eina ætlan við spæliplássinum, men henda ætlan kostar pengar, og tí verður tað altíð játtan á fíggjarætlanin, sum ger av, hvussu nógv verður gjørt - ella um nakað verður gjørt.

 

Gløgt er gestins eyga !

Juli 15 , 2009
Møtti fyrr í vikuni einum Fransmanni ið gekk og tók myndir av "Obelix", so løgið tað ljóðar, hann var heilt bergtikin av hesum bygningi, ella samansetingini av litinum, hann segði fyri mær at hann hevði verði nógvastaðni runt í heiminum, og var hetta nakað heilt serstakt sum hann ikki hevði sæð fyrr, sig so tað ??



Tilflytari



Verður lagt út uttan viðmerkingar.

 

Atv´arnir einaferð enn

Juli 14 , 2009
Í Vágum hava tey verið so framsíggin, at ATV er bannað í haganum, men í Vestmanna fær fuglur, fólk ella seyður ikki frið, hóast tey eru komin upp á Loysingarfjall. Havi fyrr skrivað um hetta, men eigarnir av ATV akførunum sluppu at svara, ikki so løgi at teir hildu, at koyringin var í fínasta lagi.

Nú koyra fólk hesi akfør frá grísahúsinum hjá Otto Jacobsen Inni í Dal, men hetta er framvegis brandólógligt og er tað ófatuligt, at løgreglan onki ger við trupuleikan, ATV er eisini at síggja í bygdini, har pápar koyra við børnum í lastini ella standi millum pápa og róður. Ólógligheitirnar vórðu jú vístar í Kringvarpinum, so tað skuldi verið lagamanni at steðga hesum.

Verður lagt út uttan viðmerking.

 

vevmynd

Juli 14 , 2009
Hví er tann eina vevmyndin av Vestmanna altíð so myrk? - deprimerandi
Vit hava roynt at broyta innstillingarnar og vóna, at tað nú skuldi verið betur.

 

Myndir

Juli 10 , 2009
Hey,

Hava tit nakrar myndir av skúlaflokkinum 1951 - 1961 ? og eru nakrar góðar myndir av gomlu trolarunum " Gullfinnur " og " Gullberg " ? heilsan " ein Vestmenningur í Havn "

Myndir av næmingum í Vestmanna Skúla skuldu tygum kunna funnið her:

http://www.skulin.fo/ves/Sogan/namingar%20gl.htm

Vit eiga tíverri ikki myndir av gomlu trolarunum Gullfinni og Gullberg, men kanska onkur, sum lesur hetta svar, kann hjálpa okkum við myndum.


 

Plenan

Juli 10 , 2009
Nú tá ið ítrottarhøllin er stongd, so er sera nógvur aktivitetur á plenuni, børn sum vaksin spæla dystir.

Eg vil líka spyrja um kommunan hevur nakrar planir um at betra um vøllin og hegni sum er rundan um?



Graslíkið var lagt á fyri nøkrum árum síðani og hettar hevur gjørta tað nógv stuttligari at sparka, men nú eru máttirnar farnar sundur so tað er glopp ímillum og í seinastuni eru sera nógvir skaðar hendir, so sum at man beklar illa av hesum. Tað hevur ikki nógv uppá seg at hála mátturnar saman aftur og líma ella seyma tær saman.

Kunnu tit gera hettar?



Eitt annað sum er lívshættisligt er hegni, tað er so mikið illa fari summa staðnis at tað stendur púra opið, har er høgt niðurfyri og har detta smábørn bara einaferð!!

Kunnu tit gera hettar?



Tá man hevur eitt so gott samlistað sum plenan, so er tað synd at tað skal detta niðurfyri bara tí tað ikki verður viðlíka hildi.



Eg hopi tit kunnu hjálpa okkum við hesum, so vera øll glað......ung sum gomul......

takk fyri.
Vit fara at royna at fáa bøtt um vøllin og hegnið, men tað er óvist, um hetta verður gjørt, áðrenn farið verður í summarfrí 17. juli.

 

Asfalt

Juli 10 , 2009
Var mær ein túr inni í Fonsdali sunnudagin, eg eri ikki so ofta her norðuri longur, men sum har er vakurt. Seinast eg var, var næstan ikki koyrandi á vegnum inn á Leiti, men nú er so deiliga slætt, næstan allan vegin. Hví í himmalinsnavni er ikki asfalterað allanvegin????? Bara eitt pettið manglar. Á veg heimaftur gánaði eg so nógv og hugdi eftir havum, húsum, hundum og børnum at eg rendi so beint í eitt hol. Hví tr..... er eitt hol mitt í tí nýasfalteraða vegnum?? Nú kunnu tit siga at: "Gløgt er gestsins eygað" og so er.
Tað var Elfelagið SEV, sum asfalteraði Leitisveg í samband við, at felagið hevði lagt veitingar í vegin. Av ávísum orsøkum varð ein teinur av vegnum ikki asfalteraður, men kommunan fer í næstum at koyra asfalt í holur har á leiðini.

 

Fótbóltsvøll

Juli 10 , 2009
Jú eg kundi gott hugsa mær at fótbóltsvøllurin lág undir mínum húsum her uppi í tí nyggju útstykkingini uppi í vesturi.
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Spurin

Juli 10 , 2009
Hugdi inn á myndirnar hjá Agendafelagnum, deiligt at teir vísa á ymiskt sum kann gerast, garðar órudd og annað. Á einari mynd á Heygum vísa teir til eitt el-skáp, sum bjóðar vælkomin, og vísa til . Nú má eg spyrja hvør avger hvar el-skápini runt í bygdini skulu standa?
Tað er Elfelagið SEV, sum við loyvi frá lendiseigarum, setur skápini upp.

 

Vevmyndatól

Juli 10 , 2009
Ongin mynd at síggja í løtuni sera harmuligt hjá okkun sum ikki eru heima,annars hyggji eg hvønn dag eftur okkara deiligu bygd vónandi kemur myndin skjótt aftur
Vit hava ongar trupulleikar við vevmyndunum her á heimasíðuni, ei heldur á Portalinum, so vit vita ikki rættuliga, hvat er galið.

 

Grundstykkir

Juli 09 , 2009

Hvat er munurin á Umbiðið og Áhúgi?


Niðasta rekkjan av grundstykkjum uppi í Vestri síggja øll út til at vera seld - er hetta so? Ella, hví sleppa summi at keypa grundstykki og ikki byggja á tí beinaveg (so sum samtyktin sigur)?


(haldi annars tað er óheppi at grundstykkir standa sum umbiðin - sum kommunan gott veit - ikki veruliga eru umbiðin.

Har grundstykki er umbiðið, fær umsøkjarin vanliga eina freist til tess at gjalda fyri stykkið. Um stykkið ikki verður goldið innan freistina, verður tað tøkt til onnur at søkja um. Men í onkrum føri hava grundstykki staðið nakað leingið umbiðin. Hetta er tó tí, at bíðað verður eftir smávegis matrikulerum broytingum.

Har áhugi er fyri grundstykki, hava viðkomandi biðið um grundstykkið, tó uttan tíðarfreist - kanska tí at umstøðurnar eru serligar (skúlagongd, burturstødd e.a.l). Mannagongdin er tá, at um onnur vísa áhuga ella søkja um sama grundstykki, so fær tann, sum fyrr hevur biðið um stykkið eina tíðarfreist til tess at gjalda keypspeningin - vanliga ein til hálvan annan mánaða. Um viðkomandi ikki rindar innanfyri ásettu tíðarfreistina, fellur stykkið til næsta umsøkjaran.

Kommunan hevur enn ikki gjørt nakað við tey stykkini, sum eru seld, men sum ikki bygt er á innan ásetta freist. Hetta verður vanliga ikki gjørt, so leingi onnur grundstykki eru óseld og eingin bíðilisti er.

 

Hórðará

Juli 02 , 2009
Í samband við spurningin um Hórðará, søktu vit um hetta eftirnavn uttan "ð", sum vit vóru von at skriva. Í játtanini til umsøknina, fingu vit hetta svar frá Innlendismálaráðnum:



Fróðskaparsetri, Føroyamálsdeildin, upplýsir uppá fyrispurning frá Innlendismálaráðnum um umsøkta navnið "Hórará" soleiðis:





"Tað er bert ein á í Føroyum, sum ber hetta navnið, sum vestmenningurin søkir um - hon er í Vestmanna. Hon stendur á kortinum (máliborðsblaðnum) nr. 310 Vestmanna, Topografiskt kort 1:20 000, sum Kort og Matrikelstyrelsen gav út. Har stendur áin stavsett "Hórðará", t.e. við "ð". Upprunasniðið er "Tórðará" - t`ið fremst í navninum er vorðið h, sbr. hósdagur við suðuroyarforminum tórsdagur. Tí er tað málsliga rætta eftirnavnssniðið "Hórðará".



Hetta til kunningar.



vh.

Jógvan Sigurd Hórðará
Verður lagt út við tøkk fyri viðmerkingina.

 

Sparkivøllur/larmandi børn

Juli 02 , 2009
Flatabøur ella ei, tað líkist svartasta ongum at smábørn ganga og strúka runt í bygdini aftaná kl. 22 og til kanska kl. 2 - 3 um náttina, og tað er líkamikið um tey larma ella ei, bara tí tað er summar og summarferia. Tey eitt sindur størri børnini nýtast heldur ikki at ganga úti alla náttina, tá ið foreldur teirra nú halda tað vera so lívsjáttandi at fylgja teirra spæli.

Líkamikið hvat tit á kommununi halda, so haldi eg at tað er at hanga fólk út, tá onkur sleppur at kalla tey sum búgva í Flatabø fyri gomul grenj, eg haldi heldur vit mugu siga at tey hava verið sera tolin, at hava lagt húsaveggir og tún til so leingi. Bólturin er ikki bert innanfyri gyringina, hann endar ofta á húsaveggjunum hjá grannunum og í túnunum millum blómur og eplaveltur. Eg rokni ikki við at borgarar nakrastaðni í bygdini høvdu boðið sítt grannalag fram til sparkivøll. So góðu tit, sum ljóða so tolin, heilt erligt, høvdu tit vilja havt vøllin við síðuna av hjá tykkum????? Eg rokni ikki við tí.

Eg tími ikki at seta navn undir, tí so verður tað bara "nù skal hann", eg kenni slagið:)
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Fossá

Juli 01 , 2009

Fyrst rós til kommununa fyri at hava gjørt eina deiliga gøtu niðan til niðastu hyljarnar í Fossá.


Eg var uppi í ánni við børnunum sunnudagin, og í meðan børnini vassaðu og spældu í hyjunum, samlaði eg uppí ein hálvan beriposa av matpakkaleivdum, karamelluinnpakningi vm., ja og enntá brotnum fløskum. Tá ið so eg fór niðanaftur eftir báðum teimum eldru børnunum dagin eftir, var sama skili, bara ein dag eftir, tó uttan brotnar fløskur.


Vælsignaðu foreldur, kunnu tit ikki leggja dent á, tá ið tit loyva børnunum niðan í ánna, at biða tey taka skrellið við sær aftur.


Vinarliga Jónsvein á Rógvu

Vit takka fyri viðmerkingina og bera við hesum áheitanina víðari. Um vit øll, børn sum vaksin, taka ruskið við okkum heimaftur, eru vit øll við til at ansa eftir okkara nærumhvørvi.

 

Sparkivøllurin-aftur

Juli 01 , 2009
Sitat aftursvar frà kommununi -"Vit loyva ikki útspilling av fólki, men halda ikki, at "hasi fólkini í Flatabø" er útspilling. Annars takk fyri viðmerkingina".



"Hasi fòlkini ì Flatabø" er ikki direkta navngivin fòlk, samdur, men tà ein dulnevndur borgari skrivar soleiðis, ja so begreinsar tað seg sjàlvt til 3-5 tey narmastu hùsini sum blìva kalla fyri - gomul grenj og knarr.

Eg uppfati tað sum persònliga ùtspilling av fòlki, talan er jù um 6-10 fòlk og øll vita hvar Flatabø er. Sjàlvt um larmurin viðkemur 20 - 40 fòlkum, elle fleir.

At vita at tað eru fleiri fòlk ì bygdini sum halda ein vera gamalt grenj og knarr, kann møguliga vera òbehagiligt, men tað skal her sigast, at tað er so ikki tilfeldi ì hesum førinum:-)).

Tey ungu sum eru har eru fitt ung fòlk, men ein greinsa mà vera.



Og fyri tað nasta so kundi kommunan svara innlegginum eitt sindur ørvìsi og møguliga avvìst negativa og òratta påstandin um fòlkini ì Flatabø, tà tað nù allìkavæl bleiv lagt ùt allment.

Tit vita lìkavæl sum vit øll onnur at tìlìkir påstandir eru tiknir ùr leysari luft, og skrivaðir av onkrum sum ikki veit hvat tað dragar seg um og haravtræt ikki vil seta navn undir.

Men Hvør sigur at tey ì Flatabø fara ì song kl. 22:00 ?

Eru tað fòlk ì Flatabø sum siga at vøllurin skal steingja kl. 22:00 ? Ella er tað Mentunarnevndin ? og hvì ?

Hvussu seint/leingi blìvur tað sparka à vøllinum ?

Hvussu ògvusligur er larmurin à og rundan um vøllin ?



Geri øki liðugt og pent so at ØLL møguliga fàa eitt sindur meiri virðing fyri økinum. Tað verður planta og sligið nògvastani ì bygdini hvì ikki gera tað har eisini?



Tað at kommunan ikki heldur at tað er ùtspilling, ja tað er bara gott at vita.



Somuleiðis takk fyri viðmerkingina.



Hans K. Jacobsen





Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Viðarlundin

Juli 01 , 2009

Ongin spyr hví, fá takka, men flestu eru glað fyri, hvat Viðarlundanevndin fekk avrikað tey árini hon virkaði. Sera stórt spell, at hon nú hevur valt at steðga sínum virksemi.

Teir "spírar" hon legði fyri at skapa áhuga og fyri at fríðka, ja, skapa størri trivnað í bygdini síggjast nú tíðuliga nógva staðni í bygdini - nógv fólk hava gróðursett og fríðkað.


Tað er av sera stórum týdningi at Bygdarráðið virðismetir slíkar grasrøtur, og gevur teimum góð kor at virka undir. Heldur Vestmanna Bygdarráð, at tit vóru ein góður stuðul og samstarvspartnari hjá Viðarlundanendini?? Um svarið er ja, so hví og hvussu ?? Um svarið er nei, so hví ikki????

Tað er rætt, at vit duga ov illa at takka. Viðarlundanevndin fær tí her eina seinkaða tøkk fyri tað stóra arbeiði, sum tey hava gjørt fyri okkara bygd.

Kommunan roynir í ávísan mun at stuðla eldsálum, tíanverri hava vit hvørki arbeiðsorku ella fíggjarorku at stuðla enn meir. Eldsálir eru altíð vælkomnar at senda kommununi hugskot ella biðja um hjálp í samband við onkra verkætlan.

Sitandi bygdarráð hevur ikki havt stóran møguleika at samstarva við Viðarlundanevndina, tí at bygdarráðið tók ikki við fyrr enn við ársskiftið. Undanfarna bygdarráð hevði gott samstarv við Viðarlundanevndina, m.a. stuðlaðu vit árligu plantusøluni, arbeitt verður eisini við at økja um viðarlundina, her er enn ikki komið á mál, tí vit bíða eftir, at Umhvørvisstovan ger eina marknaumskipan.

Vestmanna Kommuna fer væntandi at yvirtaka viðarlundina, vit fara at raðfesta hana rættiliga høgt, so at umstøðurnar har verða betri. Vit vóna, at onkrar eldsálir kundu hugsað sær at verið ein stuðulsnevnd, sum kundi víst kommununi á góðar loysnir.


 

Hórará

Juli 01 , 2009
Stavast okkara Hórará við ð ella ikki?

Ivamál er um stavingina. Nýggjaru kortini skriva Hórðará. Ivamálið stendst av, at forliðurin bæði kann vera “Hór-“ ella “Hórð-“. “Hór” er norskt staðarnavn. Áarnavnið kann eisini stava frá sernavni, sum byrjar við “þór-“. Á føroyskum verður þ antin til t ella h, þórshafn verður til Tórshavn, og þórsvík verður til Hósvík. Fyrri liður í áarnevninum kann eisini koma av sernavni, sum byrjar við “þórð-“ (t.d. Tórður), um so er, so skal áin skrivast Hórðará.

Aðrir tulkingarmøguleikar eru heilt vist, men frægast er at stava áarnavnið eins og á almennu kortunum.