BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 30.05.2017

LÝSINGAR



Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

gongubreyt

August 31 , 2009
Í svarinum um gongubreytin verður breiðka sig tit at tað verður hon ikki í ovara borði.. Er tað so ætlanin at gera eina í niðara borði?
Ja, ætlanini er at gera eina gongubreyt lfram við stoypta múrinum.

 

Ljósini á Bakkavegi

August 27 , 2009
Tit siga í svarið at arbeiði byrjar fyrsta dagin. Hvat er tað fyri arbeiði í byrjar, er tað bert uppseting av gøtuljósum ella verður vegastrekki frá staðnum út um frystigoymsluna gjørt endaliga liðugt?
Í fyrstu syftu verða tað bert gøtuljósini, sum verða uppsett.

 

ATV Ture

August 27 , 2009
Hej vestmanna



Vi kommer til Færøerne den 15. sep og vil gæne køre atv i fjeldene, ved i en kontakt til dem ?



Vh



Martin
I kan finde dem på hjemmesiden http://www.atv.fo/

 

trø

August 27 , 2009
Er nakað max. hædd fyri trøð, sum fólk hava uttanfyri? Onkrastaðni eru trøðini voksin langt upp um húsini...
Nei, ikki okkum vitandi.

 

Gøtuljósini

August 27 , 2009
Hvar er planurin har gøtuljósini á Bakkavegi skulu standa?

Hvussu við gongubreytini verður hon breiðka nakað?

Gøtuljósini verður sett á leið har, sum niðara borð á verandi vegi er.

Tað er ikki ætlanin at breiðka gongubreytina í ovara borði.


 

Vatnið

August 27 , 2009
Hvussu leingi kann væntast at vatnið fer at lukta og smakka so illa? Klæðini lukta verri eftir at tey eru vaskaði, og matur, sum verður tilgjørdur við kranavatni kan als ikki etast. Tað er ikki bíligt at keypa vatn leingi.

Skrúðað varð fyri klorinum mánakvøldið, so nú er tað bert klorið, sum er eftir í nýtsluleiðingunum, sum eftir er.

Men, um tað framvegis vísa seg at vera bakteriur í vatninum, so verður klorpumpan sett til aftur.


 

Viðarlundin

August 25 , 2009
Nú nærkast heystið og seyðurin fer aftur at koma á bøin - TÍVERRI!! Farnu árini hevur seyðurin havt jóladagar í viðarlundini, sum tí eisini sær út hareftir. Tit hava lovað at fingið stikið um viðarlundina upp aftur, áðrenn seyðurin kemur aftur, men enn er ikki nógv hent. Lat hetta tí vera eina ámynning, tí fyri einum ári síðani "gloymdu" tit tað vist.
Málið verður tikið upp á næsta byggifundi.

 

gøtusljósini enn einaferð

August 25 , 2009
nær kann roknast við at gøtuljósini á Bakkavegi koma upp?

Arbeiðið byrjar fyrsta dagin.


 

Jólasølan

August 24 , 2009
Hey,



Verður nøkur jólasøla í handlinum hjá Niels hjá John ?



Jólamaðurin

Góði jólamaðurin

Jú, jólasøla verður aftur í ár. Undirtøkan í fjør var stak góð, og fyrireikararnir hava fingið fleiri áheitanir um at endurtaka søluna í ár.

Seinni í heyst verða uppsløg hongd upp runt í bygdini við nærri upplýsingum um tiltakið.
Men tú kanst heilsa nissunum longu nú, og siga, at tær gott kunnu byrja at gera jólalutir.

 


 

Spurningur um vetrarfriðing

August 21 , 2009
Ein dagin herfyri, varð spurningur um vetrarfriðing enn einaferð settur Bygdarráðnum. Eg skilji væl, at fólk sóknast eftir einum ítøkiligum svari. Bygdarráðið svaraði spurninginum sera skilagott, haldi eg. Svarið var, at peningur ikki er tøkur til slíkt.

Hinvegin, er svarið heilt í andsøgn við tað, ið ávísir bygdarráðslimir borðreiddu við til síðsta og næstsíðsta val.

Hóast eg ikki havi nakran urtagarð, so eru tað fleiri, ið hava lagt stóra orku í, at fríðka uttanum húsini. Hjá teimum er tað spell, at úrslitið av øllum stríðnum, hvørvur eftir fáum minuttum, tí at seyður er komin inn í urtagarðin.

Lyftini um vetrarfriðing í hesum valskeiðinum fara ikki at halda. Tá ið slíkt ikki varð gjørt í bestu inntøkuárunum hjá kommununi, so er ikki fíggjarliga ráðiligt, at fara í holt við tað nú. Har eri eg heilt samdur við Bygdarráðnum.

Kommunan hevur ikki somu fíggjarorku sum undanfarin ár. Tað skilja øll.

Tí ræður um, at raðfesta so skilagott sum gjørligt.

Eldraøkið og skúlaøkið eiga at verða raðfest ovast. Har er tørvurin stórstur. Haraftrat eigur dentur, at verða lagdur á viðlíkahald av tí, ið kommunalt er. Eg meti hetta, at hava størri týdning enn stórar íløgur í nýggjar vegir og tílíkt.

Eg trívist væl í Vestmanna og rokni við, at eg eisini fari at trívast, hóast vetrarfriðing ikki verður framd í hesum valskeiðinum.

Til tykkum, ið manna Bygdarráðið havi eg hesa heilsan : Ansið væl eftir skattakrónum okkara. Tá koma vit øll heilskapað gjøgnum kreppuna.

Fáa tit bøtt um umstøðurnar hjá okkara gomlu og teimum, ið starvast og ganga í skúlanum, so er málið rokkið í hesum umfarinum.



J.Simonsen
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

...undirskrift

August 18 , 2009
Til harra Jan Haldansen, havi eg bert hesa viðmerking, at um han heldur at spurningar verða tiknir óseriøst um eingin avsendari er, fer hann skeivur. Her á síðuni er nógv og gott kjak. Allir seirøsir spurningar verða svaraðir, og tað er helst eindømi fyri eina kommunu í Føroyum! Og als ikki øll eru líka fegin um at fáa sítt navn lýst sum Jan Haldansen óivað er. Vestmanna er ikki størri enn so, at man kennir øll meira ella minni, og tað er ikki altíð so gott - altíð. Tað kann verða skjótt at stoyta onkran við óvilja av viðmerkingum. Harafturat sorterar Vestmanna Kommuna, mærvitandi alt frá sum ikki er nóg gott at koma á hesa síðu.

Vinarliga, ein ið vil verða ónevndur-hesuferð!
Verður lagt út uttan viðmerking

 

arbeiðisfólk

August 18 , 2009
Havi í summar sæð at fólk er til arbeiðis og slær

kirkjugarðarnar við meira, saman við Finnboga.

Hevur kommunan søkt eftir meira fólki til

til nevndu grønu arbeiði.

Gott hevðið verði um allir borgarir blivu

líka stidlaðir tá ið arbeiðið eru at fáa frá kommununi.

Vestmanna Kommuna setti í vár nýtt arbeiðsfólk. Bygdarráðið samtykti á fundi 26.05.’09 at bjóða einum av hinum umsøkjarunum eitt tíðaravmarkað starv fram til 31.12.’09. Arbeiðsuppgávan er í summarfrítíðini og út á heystið m.a. at sláa kirkjugarðar. Seinni skal hann taka sær av øðrum fyrifallandi uppgávum.

Talan er tí ikki um eitt nýtt starv, sum ikki er lýst leyst, men eitt fyribilsstarv, sum ein umsøkjari til annað starv hevur fingið.

 

 


 

Bygdaleiðir eina ferð enn

August 17 , 2009
Nú er so tað gleðiliga hent, at parkeringsøki til buss

er uppteknað á Flatnavegi.

Men hvussu við bussinum???????????
Vestmanna Kommuna hevur gjørt avtalu við Strandfaraskip Landsins um at taka koyringina út í Flatabø uppaftur, tá mittasta vegforðingin í Bøgøtu verður tikin burtur, og ábøtur gjørdar á vegbreytina á sama stað, so at vegurin verður eins høgur og uttanum.
Vestmanna Kommuna fer undir hesar broytingar um stutta tíð.

 

Undirskrift ?

August 17 , 2009
Góðan dagin øll sum skriva inni á heimasíðuni hjá Vestmanna Kommunu.

Undirritaði dugir at lesa, at fólk sum skriva inn til heimasíðuna, ikki vilja ella tora at seta sítt navn við tað tey skriva. Tað er eftir mínum tykki eitt sindur keðuligt og ósømuligt. Ein í hevur eitt uppá hjarta ella eina viðmerking til kommununa, má verða so mikið at sær komin at navni verður sett á skriv hansara/hennara. Um ikki navni er viðmerkt, so verður skrivið ikki tikið fyri fult ella verður tað bert lisið sum grenj frá einum borgara í kommununi. Hetta er bert mín meining.

Mín áheitan til tykkum sum nýta hetta skrivi forum er, at tit seta navn tykkara á. Tað er altíð gott við gjøgnumskygni.

Vinarliga Heilsan

Jan Haldansen
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

bussstopstað

August 17 , 2009
kunnu tit ikki gera eitt bussstopstað uppi í bygdnuni?

tað er ikki so stuttligt at ganga ein kilometur fyri at koma til kvívíkar.
Bygdaleiðir koyra, sum nú er, bert út á kaiina, so tað hevði verið meiningsleyst at gjørt bussskýli longur uppi í bygdini.
Vit hava gjørt semju við Strandfaraskip Landsins um at taka koyringina út í Flatnaveg uppaftur - vónandi verður hetta gjørt um stutta tíð. Grundin til, at koyrt verður út í Flatnaveg og vent har og ikki longur niðan í bygdina, er, at bussførararnir kenna seg ótryggar at koyra heilt niðan ígjøgnum Heygagøtu á vetrartíð, og tað ber ikki til at hava ymsar leiðir, eftir sum veðrið er.

 

Íslandstúrurin

August 17 , 2009
Hvussu var túrurin hjá bygdarrá¨num í Íslandi? Kom nakad spennandi burturúr?

Um stutta tíð verður grein um vinarbýarvitjanina løgd á heimasíðuna.

 


 

Vetrarfriding

August 17 , 2009
Kann kommuna siga okkum í Midalsbrekku:

1) hevur kommuna goldid fyri vetrarfriding í er Midalsbrekku?

2) um ja, er ætlanin at fáa gyrt seydin úti í 2009 ?

3) um nei, er tad líkindi til at bygdin verdur frida í 2009 ?

4) hvør situr í nevndini fyri vetrarfridingini ?



Hetta tímur ongin longur, at verda hildin fyri gjøldur ár eftir ár.

Goldið var fyri vetrarfriðing, tá kommunan keypti Miðalsbrekku. Havast má tó í huga, at partur av Miðalsbrekku var hagi. Kommunan hevur ongar ætlanir um at girða partar av bygdini inni, m.a. tí vit ikki  halda, at tað er rætt at hava rulluportur í vegum í bygdini.

Bygdin verður ikki vetrarfriðað í 2009. Fleiri orsøkir eru til tess, ein er fíggjarstøðan, onnur orsøk er, at bíðað verður eftir møguligari kommunusamanlegging. Ein stórur trupulleiki er, hvussu vit skulu hegna móti Válinum, tá vit vetrarfriða. Um Vestmanna og Kvívíkar kommunur leggja saman, so kundi Vestmanna og Válurin verið vetrarfriðaður samstundis; tað hevði gjørt hegningina nógv einfaldari. Vetrarfriðing er enn partur av íløguætlanini hjá bygdarráðnum.

Í nevndini, sum hevur fyrireikað vetrarfriðingina, hava sitið formaðurin í hegnsýnisnevndini, formaðurin í teknisku nevnd og borgarstjórin.

 

 


 

Góði Ólasøkugestur.

August 17 , 2009
Sá eisini annhangarin standa parkeraðan á bussplássinum í

Flatabø, hugsaði, gott at sett verður har parkering er loyvd,

og ikki hvar sum helst, ofta verða bilarnir bæra settir, sum um vóru teir ristir úr einun posa, eg kann ikki minnast nær

eg seinast sá ein buss standa har, nakrir standa niðri á keiini har er so ongin merking,(MERKILIGT).

Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Eisini parkering

August 13 , 2009
Hvat skal ein gera fyri at fáa flutt ólógliga parkeraðar bilar? Úti á Rógvu standa bilar alt ov ofta báðu meðin krossin, so ein ikki sær um tað koma bilar har

Tað er løgreglan, sum hevur ferðslulógina um hendi, so tað er tann vegin, ólóglig parkering skal fráboðast.

Pauli T. Petersen, Rógvuvegur 1, hevur hesa viðmerkingina til spurningin og svarið:
"Eg eigi út til knapt helvtina av vegnum fram við ogn míni matr. nr. 77, so eg parkeri inni á mínum egna øki, tá eg parkeri niðanfyri sethúsini.
Havi tosað við løgrelguna um hetta, og siga teir, at man ikki kann nokta fólki at parkera á egnum øki.

Annars so sært tú, at eg havi økt um parkeringsmøguleikarnar omanfyri sethúsini, soleiðis at eg fái sett báðar mína bilar í túnið í staðin fyri at parkera teir niðanfyri húsini.

Pauli T. Petersen
Rógvuvegur 1
FO-350 Vestmanna
tlf. 236100"

 


 

Vestmanna

August 11 , 2009
Virkar sum um at størsti trupulleikin fyri borgarar í Vestmanna er leystgangandi hundar.



Huff sigi eg bara
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Leysir hundar !

August 10 , 2009
Haldi meg minnast at kommunan setti ein "hundafangara" fyrr í ár, ikki so ?

Vit her í miðalsbrekku hava onki sæð til at ein "hundafangari" er settur, somu hundar ganga leysir við sama lag......

Tað er keðiligt at man ikki kann lata børnini fara út at spæla uttan at skulla ricikera at tey koma inn aftur beinanvegin, tí hundar ganga leysir.

Hvussu er ..? er tað lov at skjóta leysgangandi hundar ??



Ein borgari ið er við at missa tolið !

Hundafangari er settur, men hann kann ikki, hóast hann sær hundar ganga leysar, taka hesar upp uttan so, at hann fær boð frá løgregluni um tað, og tí er neyðugt hjá fólki at boða frá til løgregluna, um hundar ganga leysir.

Nei, tað er helst ikki loyvt at skjóta hundarnar, men hesin spurningur skal helst setast løgregluni.


 

Nýggji kirkjugarðurin

August 10 , 2009
Eg vitji javnan í kirkjugarðinum, har kundi verði so pent um hann bleiv viðlíkahildin. Tað er syndarligt at síggja hvussu illa hann verður hildin, ókrút allstaðni, trø og runnar verðar ikki klipt, og ikki at gloyma grasið!! tað verður sligið soo sjálvdan. Haldi eisini at ljós skuldu verði sett upp, tað er bølamyrkt um veturin. Vit hava nógvar pensionistar í bygdini sum eru raskir, hvat við at ansett onkran av teimum til at passa kirkjugarðin, eg rokni við at onkur hevði verði glaður við at fingið nakrar krónur afturat pensiónini.Vit sum eiga ein av okkara kæru í kirkjugarðinum royna at viðlíkahalda gravstaðið, so eg haldi at kommuna eigur at gera sítt. Mín áheitan til kommununa: Vælsignaði raðfestið hetta hægri!! (ikki koma við umskyldningum um at tað kostar)Vinarliga, ein keddur borgari
Viðmerking og áheitan tygara verður latin Mentunarnevndini, sum hevur ábyrgdina av kirkjugørðunum.

 

myndasavn

August 10 , 2009
hvat við at fáa myndasavni, á heimasiðuni í ratt lag, so man ikki bara, sær eina mynd av gangin, men í staðin kann blaða í gjøgnum allar myndurnar.



Arbeitt verður við at endurskoða alla heimasíðuna.

 

Busspláss

August 10 , 2009
Nokkso stuttligt at síggja hvussu lítla respekt fólk í Vestmanna hava fyri parkering, 28 july stóð ein anhengari inni á júst nýmálaða bussbásinum í Flatabø.

Hvat f..... hugsa fólk fyri sær ?????????

Hvussu skal skilið verða, orsaka eg spyrji bara !







Ólavsøkugestur

Verður lagt út uttan viðmerking.


 

Hvar bagir eftirlitinum

August 10 , 2009
Er eftirlit við allar bygging í bygdini?



Verður Missiónshúsið á Follend bygt, har sum tað var upprunaliga ætla.



Síggi at markapelarnir eru ikki har teir stóðu av fystu tíð. Men tað er kanska broytt síðan.



Og so hasin septiktangin, hatta er til 4 fólk í húsi og ikki til eini so stórt hús, har 100 fólk passa inn hvørja ferð. hvar er eftirlitið?



Hvar skulu parkeringsplássini vera - er planerað fyri tí ? ella er húsið komi ov langt niðan.



Kunnu vit fåa ein støðumynda lagda á heimasíðuna.



MM





Tekniska Nevnd og Tekniska Deild hava eftirlit við allari bygging í bygdini.
Nýggja missiónshúsið er staðsett sum upprunaliga ætlað.
At avsetingarpinnarnir eru fluttir er av arbeiðsávum, í grivið er jú út til upprunaligu avsetingina.
Støddin á rottanganum er ásettur sambært tekniskari ráðgeving, og er ásett eftir tali av wc'um - tað verða tvey wc í húsinum.

Støðumynd:
http://vestmanna.fo/myfiles/files/tumynd.pdf