BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 30.05.2017

LÝSINGAR



Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Fleiri sólstrálur

September 29 , 2009
Hattar er eitt væl frágingið arbeiði, sum gjørt er inni við Fossá - bæði tað sum Landsverk hevur staðið fyri og tað sum kommunan hevur staðið fyri. Deiligt at síggja, at kommunalið nú aftur sýnist at hava eyga fyri vakurleika og trivnaði. Eisini gott at síggja, at garðurin niðan fyri húsini hjá Kjartan Jacobsen nú er við at taka tað skap, hann skal hava. Útmerkað arbeiði, sæð út frá umstøðunum, sum tær nú gjørdust har á staðnum.



Vinarliga haldið áfram við tí fríðkanararbeiði, ið nú tykist vera farið í gongd. "Fram kemur hann ið hóliga fer"



N.B. Minnist nú til viðarlundina, áðrenn seyðurin kemur aftur á bøin, Please ! ! !
Arbeiðið uppá at hegnið um Viðarlundina er byrjað.

 

Bungur á Fjalsvegi.

September 29 , 2009
Haldi at vit skuldu sett "bungur" á allar vegir í Vestmanna, so høvdu eingir bilar koyrt nakrastadni í bygdini, so høvdu vit eisini verid grønasta bygd í heiminum, einki CO2 útlát.



Marsmadurin
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

fólkatalið

September 28 , 2009
Hvussu nógv fólk búgva í Vestmanna?

Fólkatalið pr. 31. august 2009 er 1213.

Sí annars svarið til spurningin "Manntal", ið var lagt út 7. september 2009.


 

Eldraøkið

September 28 , 2009
Hetta er eitt hugskot heldur enn ein spurningur:



Eg sakni ein teig á heimasíðuni við upplýsingum um ymiskt á eldraøkinum.

Onkur sigur kanska, at tey eldru lesa ikki heimasíður o.t., jú fleiri gera tað, men vit eru nógv avvarðandi, sum eru teimum gomlu til hjálpar, og sum mangan ivast, hvønn vit skulu spyrja.



Upplýsingar kundu t.d. verið um tilhaldið hjá teimum eldru (ella hvat tað eitur), nær tað er opið og hvar.

Eisini kundu upplýsingar verið um, hvørjar tænastur verða veittar eldri fólki, so sum koyring, døgurði, og hvar ein vendir sær til at fáa hetta í lag.

Og eisini leinki til t.d. heimatænastu og annað viðkomandi

Arbeitt verður við at dagføra heimasíðuna. Nevnast kann, at á nýggju heimasíðuni verður kalendari, har øll tiltøk í bygdini kunnu setast á. Harumframt verða fleiri nýggjar undirsíður við kunningartilfari um ymisk lokal viðurskifti. Ein av undirsíðunum verður um eldraøkið, har greitt verður frá um tænastur og tilboðum til eldri, harumframt verða leinki til hentar síður, teldutøk umsóknarbløð o.a.


 

Grótrúgva á Fjalsvegi

September 28 , 2009
Tað er ein grótrúgva komin at liggja uttalaga á fjalsvegi, hon liggur oman á hálvan koyribanan, og sæst illa í myrkri. Hon má beinast burtur áðrenn nakar rennur á hana.
Vit fara at heita á viðkomandi um at beina rúgvuna burtur.

 

Hjartasuff

September 28 , 2009
Nú fjalsvegur er liðugur, eru bilarnir farnir at koyra

alt ov skjótt.

Har skuldu verið onkrar "bungur" so bilarnir ikki fingu koyrt

so skjótt eftir fjalsvegi.



Heilsan ein ìbùgvi à fjalsvegi.
Eingin ætlan er í løtuni um at gera "bungur" á Fjalsvegi.

 

Valaverk????

September 21 , 2009
Hvør asfalteraði Toftaveg um aftur? Og hvussu nógv kostaði tað kommununi?



Tað var EM Asfalt, sum asfalteraði Toftaveg umaftur. Upphæddin fyri júst Toftaveg er ikki tilskilað, men er partur av rokning fyri fleiri asfaltarbeiðir.

 

Valaverk ?

September 21 , 2009
Hatta hevði onki við undirlendi at gera, arbeiði bleiv skunda ígjøgnum á náttartíð, upp undir jól, og úrslitið var hareftir. Tað er fakta, tí eg sá alt sum gekk fyri seg, og haldi meg hava eitt sindur av skilið fyri tílíkum, eftir at hava arbeitt í hesi vinnu í nógv ár !

Trupuleikin var nokk, at hesir menn góvu seg út at verða asfaltmenn, sum teir í veruleikanum ikki vóru/eru !

Sjálvandi skal ein ikki verða blindur fyri valaverki, men at tað er so nógv betur enn aðrastaðni, tað loyvið eg mær at yvast í. Tá ið tílík arbeiði eru liðug, skal man helst ikki síggja at spaki hevur verði á, eftir stuttari tíð.



Toftabúgvi
Vit hava havt nógv og gott samstarv við asfaltfyritøkuna, sum asfalteraði Toftaveg, og hava bet gott at bera teimum.

 

Valaverk?

September 18 , 2009
Ja sjálvandi skal rós skjótast í senk her á Spyr bara; tað er jú vanliga mannagongdin. Hvat við at seta spurnartekin við undirlendi á vegnum har ið bleiv asfaltera? So at siga allir teir gomlu vegirnir í Vestmanna hava ov bleytt undirlendi til nútíðar ferðslu, ta sæðst á teimum vegum ið eru blivnin asfalteraðir seinastu árini. Asfalti skræðnar eftir fáum árum. Asfaltmennirnir duga síni ting, tað er einki at yvast í.



Vestmannabúgvi
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Pedellur

September 17 , 2009
Havi frætt at pedellurin í barnagørðunum er farin úr starvi! Ferð kommunan at søkja eftir nýggjum pedelli?
Kommunan umhugsar í løtuni, um starvið skal lýsast leyst, ella um starvið verður sett í sambandi við innanhýsis umskipanir.

 

Valaverk ?

September 17 , 2009
Arbeistakarin er júst tann sami sum asfalteraði Toftaveg aftur 1. ferð, eftir at kaðalar o.a. var lagt í jørð, tá líktist tað hvørki einum ella øðrum, 0 stjørnur av 5, og rokni eg við kostaði kommununi nógv, tí vegurin bleiv allur asfalteraður av nýggjum stutt eftir.







Toftabúgvi
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Bygdarráðsfundir

September 16 , 2009
Er tykkara skrá ikki dekan ov tunnlig, tá tit fara á vanligan bygdarráðsfund.

Um so fá mál eru, er tað tá ikki áhugavert, at borgarstjórin leggur mál fyri til umrøðu, so vit borgarar kunnu fáa innlit í ymiskt, sum er í umbúnað.

Tað kann ikki vera so tunt so í grytuni, at tit eru arbeiðsleys?

Lat okkum nú vita hvat tit fáast við og skriva frágreiðing frá fundunum her.

Tað er rætt, at fá mál hava verið á skránni higartil í ár. Hetta er tó ikki so óvanligt fyrsta árið, eitt nýtt bygdarráð situr. Undanfarna bygdarráð hevur gjørt fíggjarætlanina og gjørt av, hvørjar íløgur skulu gerast í ár. Harumframt eru fíggjarvánirnar ivasamar, og tí hava vit gjørt av, ikki at samtykkja nýggjar íløgur enn. Arbeitt verður tó við at fara undir røktarheimsbyggingina.

Fáu málini eru helst eisini tekin um góða semju í bygdarráðnum, tí nógv mál kunnu vera tekin um ósemju millum bygdarráðslimir. Bygdarráðið hevur eisini broytt mannagongd viðvíkjandi ymsum málum, soleiðis at umsitingin og nevndirnar í størri mun avgreiða mál, uttan at tey verða løgd fyri bygdarráðið; henda mannagongd verður m.a. nýtt í sambandi við byggiloyvi, har onki ivamál er.

Tú mást eisini hava í huga, at fundarskráin sjáldan kunnar um øll málini, sum verða viðgjørd á fundinum. Ofta eru mál fyri afturlatnari hurð, hetta er m.a. starvsfólkamál og mál viðv. sølu og keypi av fastogn. Sambært fundarskipanini skulu hesi mál viðgerðast fyri afturlatnum hurðum:

“§ 2.      Uttan so at Bygdarráðið í tí einstaka førinum tekur aðra avgerð, skulu niðanfyri nevndu mál verða viðgjørd fyri afturlatnum hurðum:
a)      Mál har mett verður um persónlig viðurskifti
b)      Mál um keyp og sølu av føstum ognum,
c)      Mál um leigu og útleigan av føstum ognum
d)      Kostnaðarætlanir og tilboð viðvíkjandi byggiarbeiðum og tilfarsveitingum”

Bygdarráðið umrøður eisini politisk mál og framtíðarætlanir, hesar umrøður eru fyri afturlatnari hurð, tí ofta verða kostnaðarmetingar nevndar, og tað vildi verið sera óheppið, um t.d. ein arbeiðstakari kennir metingina, áðrenn tilboð verður latið inn.

Vit eru als ikki arbeiðsleys, nevndirnar fyrireika fleiri mál til komandi árini – góð og neyv fyrireiking ger bygdarráðsarbeiðið nógv lættari.


 

Gott Vagnur Streymoy

September 16 , 2009
Eg haldi, at Vagnur skal fara uppí viðarlundanevndina, tað sær út sum hann hevur áhuga fyri viðarlundini, so kundi hann gjørt okkurt fyri hana. Tað einasta, ið er gjørt har tey seinastu 3 árini er, at ein stór moldrúgva er vippa oman í hana. Meðan hegni er dotti niður av órøkiskapi.

Viðarlundin eigir ongan góðan.

Ætlanin er, at kommunan yvirtekur viðarlundina, men enn eru ikki øll formlig viðurskifti komin í rættlag. Farið verður undir at betra um hegnið í næstum, so seyðurin ikki sleppur inn í viðarlundina.


 

Bygdaleiðir

September 16 , 2009
Nær fer bussurin at koyra til Skálatungu?



Nú kunnu vit heilt skjótt vænta hálku og illveður annars, og skulu vit so gera okkum út til aftur í vetur at ganga langar leiðir til bussin?



Ikki bara skriva, at tit arbeiða við málinum, eg spyrji, tí eg vil hava eitt ítøkiligt svar.



Vestmanna Kommuna hevur tikið mittastu vegforingina í Bøgøtu burtur - sum Strandfaraskip Landsins/Bygdaleiðir kravdu fyri at taka koyringina út í Flatabø uppaftur.

Strandfaraskip Landsins/Bygdaleiðir hava fingið boð um hetta, eins og heitt er á stovnin um at taka koyringina út í Flatabø uppaftur.

 

Sólstrálan hesaferð

September 16 , 2009
Brúkið landsvegin inni á Fjørð hvønn morgun og hvørt kvøld. Hevði eg ikki við eygunum kunnað staðfest, at vegurin hevur verið grivin av, so visti eg ikki av tí.

Tað er ein fragd at síggja bøin og vegin hvussu væl er frágingið - valaverk.

Uttan at vita hvør arbeiðstakarin er, so fær hann 5 stjørnur av 5 møguligum!
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Myndir

September 15 , 2009
Eg fara at heita á tykkum, sum lesa herinni, um at siga mær tá tit koma framá onkra mynd,

sum er av línubátinum Gullfinni VN 147 - hann líkist PRIDE, um tit ivast.



Vinarliga

Birgir Waag Høgnesen

birgir@sosialurin.fo
Áheitanin verður við hesum latin víðari.

 

Rættleiðing um vetrarfriðing

September 14 , 2009
Tað eru ikki seyðahobbyistar, ið eru orsøkin til at Vestmanna ikki er vetrarfriða, teir hava fyri langari tíð síðani sagt seg jaliga sinnaðar viðvíkjandi vetrarfriðing.

Tað er Kommunan ið ikki hevur raðfest hetta og framvegis ikki ger tað. Mær vitandi hava ongantíð veri nakrar ítøkiligar samráðingar millum Kommunu og hagapartarnar, ið eiga rættin til vetrarbitið. Og so leingi kommunan ikki raðfestir vetrarfriðing og arbeiðir við at vetrarfriða bygdina, verður hon ikki vetrarfriða. So einfalt er tað!

Vónandi kann hetta vera við til at geva borgarunum rætta fatan av støðuni viðvíkjandi vetrarfriðing av okkara bygd. Kommunan kann ikki sigast at hava veri serliga dugnalig at kunna borgaran rætt hesum viðvíkjandi.

Ein vælvitandi seyðahobbyistur

Kommunan hevur havt fundir við allar hagarnar, sum eiga vetrarbit. Vit eru í høvuðsheitum samd um, hvørji lendi, sum eru umfatað av vetrarfriðingini. Vit hava ikki havt ítøkiligar samráðingar um t.d., hvussu endurgjaldið skal gjaldast. Ein orsøk er, at kommunan ikki enn hevur sett játtan av til hesa íløguna. Talan er um eina íløgu upp á um 5.000.000 kr, fíggjarstøðan er óviss, harumframt tykjast bygdarráðslimirnir í løtuni at raðfesta aðrar íløgur fremri – m.a. røktarheim. Onnur orsøk er, at fleiri ivamál eru um, hvussu vit skulu hegna móti grannunum sunnanfyri. Arbeiðsbólkur ger í løtuni álit um kommunala bygnaðin, um politiskur vilji er at leggja Vestmanna og Kvívíkar kommunur saman, so er skilagott at bíða, tí annars er vandi fyri at nýta fleiri hundraðtúsund krónur til fánýtis.


 

Hvat er galið við vatninum?

September 14 , 2009
Sunnudagin var vatnið í kranum sum mjólkarvatn, og mánamorgunin var tað tann beri rustur. Vit búgva niðri í bygdini. Hetta er alt ov galið!!!



Hvat er í vegin við vatninum, og skulu vit tora at drekka tað?



Ónøgdur borgari

Vit hava tíverri havt trupulleikar við einum kompressara á vatnreinsiverkinum. Tá kompressarin missur luftina, fer ventilur fyri. Hetta ger, at einki vatn kemur inn á reinsiverkið, og tá alarmskipanin á brunnunum heldur ikki virkar, sum hon skal, tømast brunnarnir og luft kemur í vatnið, tá startað verður upp aftur.

Arbeitt verður við at umvæla skipanina.

Nakað av partiklum eru altíð í vatninum, og hesir leggjast í rørunum. Tá vatnleiðingin hevur verið tømd, tekur vatnið ofta hesar partiklar við sær, tá vatn kemur aftur í leiðiningina.  Tað er helst hetta, sum tygum hava fingið í krananum. Eisini kann tað vera, at onkur stumpur av jarnrøri enn er eftir á leiðingini, og tá hendir nakað tað sama. Bestu ráðini eru at lata vatnið renna, til óreinskan er burtur.

Kanningarúrslit frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni í síðstu viku vístu, at ongar bakteriur eru í vatninum, men um tygum føla tygum ótrygga/ótryggan, er tað altíð ráðiligt at kóka vatnið.


 

Fíggjarætlan

September 11 , 2009
Eg ætlaði at hyggja í fíggjarætlanina hjá Vestmanna Kommunu fyri 2009 undir teiginum "kommunan í tølum". Men eg sleppi bert inn á ætlanina fyri 2008, leinkjan til 2009 riggar ikki!

Men hvat sigur fíggjarætlanin, gevur hon hall ella avlop?

Hvussu væntar kommunan at 2009 verður í mun til ætlanina?

Vit hoyra jú dagliga at landstýrið arbeiðir við einari stórari eykafíggjarætlan, tí ov lítið er avsett og inntøkurnar ikki halda. Hvussu sær út hjá okkum Vestminningum hesum viðvíkjandi?



Vestminningur við stóra V

Brekið á heimasíðuni er rættað.

Fíggjarætlanin fyri 2009 hevði eitt lítið yvirskot – um 100.000 kr. Vit vænta enn eitt lítið yvirskot, hóast inntøkurnar eru væl minni enn mett , og rakstrarútreiðslurnar neyvan verða minni enn mett. Orsøkin til okkara bjartskygni er, at onkrar íløgur gjørdust bíligari enn væntað, og at onkur íløga kanska ikki gerst veruleiki í ár – ella verður fíggjað eftir øðrum leisti.
Ein eykafíggjarætlan er í sjálvum sær ongin trygd fyri sparing. Vit hava heitt á nevndir og starvsfólk um at tálma nýtsluna, men hetta ber bert til í ávísan mun. Fleiri útreiðslur kunnu ikki tálmast – m.a. sáttmálaásettar lønarhækkingar, og útreiðslur, sum eru álagdar okkum av øðrum myndugleikum, m.a. eru tílíkar útreiðslur á barnaverndarøkinum. Vit fara tó at gera eina eykafíggjarætlan í heyst, sum er lagað til nýggju fíggjarstøðuna.

Um skattainntøkurnar restina av árinum verða eins lágar og í august, so er vandi fyri halli. Vit vænta tó ikki, at tað fer at ganga so illa. Í fyrsta lagi vóru skattainntøkurnar síðsta ársfjórðing í fjør serstakliga vánaligar, og í øðrum lagi eru onkrar lønarhækkingar í oktobur, sum fara at betra skattainntøkuna.


 

Drekkivatnið

September 11 , 2009
Kunnu smábørn drekka krana vatnið ókóka nú?



Vh Jona
Ja, seinasta kanningin vísti ongar bakteriur í vatninum (ella <1/100 ml sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan skrivar í kanningarúrslitinum)

 

Seyð

September 11 , 2009
Eg vil bara skoyta uppí kjaki um seyðin....at um tað ikki er nokk at hann klatrar inn í havarnir....sum takk fyri, so skítur hann allar gøtur so til at tað er ikki gangandi fyri seyðalorti



Lobbybøndi
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Svimjing

September 10 , 2009
Hey tit

Nú tá so nógv eru farin at svimja á sjónum her í Vestmanna, hevði tað so borið til hjá Vestmanna kommunu, at lagt eitt link á heimasíðuna, so man nemt kann fara inn og hyggja, nær vestfallskyrrindi eru? Eg googlaði meg fram til at á heimasíðuni hjá Vinnuháskúlanum kann man síggja, nær kyrrindi eru, men haldi bara, at tað er so viðkomandi fyri Vestmenningar, at tað burdi kanska ligið á heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu.

Við svimjikvøðu.

Vestmenningur

Vit hava fingið loyvi frá Vinnuháskúlanum at leggja eina leinkju til teirra heimasíðu á okkara.
Tú finnur vestfallskyrrindi til høgru á framsíðuni undir yvirskriftini "Veðrið".


 

Meir um gøtuljós

September 10 , 2009
Gott at hoyra at gøtuljósini á Bakkavegi loksins vera gjørd. Men nær vera gøtuljósin fram við brekkuni, frá Giggu niðan til Odu, sett til aftur. Hesi gøtuljós fóru í illveðri fyri meir enn hálvum øðrum árið síðani!!



Ein ið vónar at kunna síggja ljós fyri framman!!
Arbeiðið er sett á arbeiðsskránna fyri oktober mánað.

 

Starv

September 09 , 2009
Hvussu eru møguleikarnir fyri at finna arbeiði í Vestmanna, um ein kundi hugsað sær at flutt higar?

Tað veldst helst um, hvørja útbúgving, tú hevur, og hvat arbeiði tú vilt hava.

Vit meta, at hampiliga góðir møguleikar eru at fáa tímalønt arbeiði – t.d. á fiskavirki. Kanska eru eisini møguleikar at sleppa til skips. Javnan verður søkt eftir starvsfólkum til dagstovnarnar. Vit vænta ikki, at góðir møguleikar eru fyri skrivstovuarbeiði. Tá røktarheimið verður bygt, tá verða fleiri størv har.


 

Gott Vagnur Streymoy

September 09 , 2009
Ja Vagnur, eg taki fult undir við tær, hetta er sera sera langt úti nú vit skriva 2009. Tað vísur bert enn eitt dømi her á Føroya landi hvussu langt aftan fyri vit altið eru. Hugsað tykkum, øll hendan jørð er kongs, eingin av hesum pengagrísku, konservativu bøndum eiga nækað sum helst av hesi jørð. Sjálvsagt skuldi Vestmanna komuna kunna yvurtykið hesa jørð púra gratis, men tað vil so altið vera ein politiskur spurningur, og tað vil siga, aldrin...... Annars so livur eingin bøndi í Føroyum av seyði aleina meir, antin hava fólk seyð tí tað fellur í arv, ella tí tað er hobby. Um tað var upp til mín skuldi onnurhvør seyðakleiv verið tykin av, og onnur djór verið sett í staðin ið man kundi veitt, nei tað er ikki bara seyður í kann liva á hesum klettum. So Vestmanna kommuna, vónandi einaferð kunnu tit vetrafriða so langt niðan tit hava hug, og bøndin fær ikki eitt oyra, so fáa allir 1227 borgarnir gleði av pengunum og ikki bara uml. 50 hobby bøndir.



Vh



Ein hobbybøndi.
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Skattur August

September 08 , 2009
Hvussu stór var skattainntøkan hjá Vestmanna kommunu í august? Hvussu nógvur skattur er innkomin higartil í ár í mun til seinasta ár og í mun til ætlanina fyri 2009?
Sí tíðindi á framsíðuni.

 

Íslandsvitjanin

September 08 , 2009
Flottar myndir úr Íslandi, og líkt er til, at tit hava havt ein góðan túr. Men hvar í Íslandi eru hasar myndirnar tiknar. Hvussu stór er handa kommunan, sum er vinarkommuna við Vestmanna? Er hon bara ein pinkalítil fiskivinnubygd ella ...? Hevði annars vænta eina eitt sindur gjølligari ferðafrágreiðing.

Flestu myndirnar eru tiknar ymsastaðni í Snæfellsbæjar Kommunu, onkrar eru tó tiknar í Reykjavík. Í Snæfellsbæjar Kommunu búgva 1.717 fólk, størstu bygdirnar eru Ólavsvík, Hellisandur og Rif. Kommunan er úti á Snæfellsnesi, sum er millum Faxaflói og Breiðafjørð (sí kort).

Vanliga verða ferðafrágreiðingar ikki gjørdar í sambandi við vinarbýarvitjanir. Vertirnir gera skrá, sum í stóran mun er merkt av kunning um kommununa, práti um felags áhugamál og samstarvsmøguleikar. Vit tosaðu m.a. um vegforðingar, ung í arbeiði, ruddingartiltøk, ruskburturbeining, røktarheim og eldrapolitikk; vit halda ikki, at almenningurin er áhugaður í drúgvum frágreiðingum um hesi mál.


 

Dagtilhald fyri eldri

September 08 , 2009
Støðan er trupul hjá fleiri fólkum í bygdini, sum eru avvarðandi at gomlum, ið eru dement ella á annan hátt eru óhjálpin. Hesi fólk búgva enn heima og hóast teirra maki, ella onnur avvarðandi, ansa eftir teimum døgnið runt, so hevði tað verðið ein stór hjálp, um eitt dagtilhald kundi verið eini 4-8 tímar gerðandisdagar. Hetta vildi avlastað, soleiðis at tey avvarðandi hava betri orku til at taka sær av teimum restina av døgninum. Vóni, at tit kunnu arbeiða fram ímóti eini slíkari skipan skjótast gjørligt,



Við heilsan,



Avvarðandi

Málið verður beint í Trivnaðarnevndina til umhugsan.


 

seyðahobby

September 08 , 2009
Nú er tað so greitt, at árliga seyðainnrásin aftur verður í ár í Vestmanna. Ótrúligt, at einki hendir í hesum málið. Enn havi eg ikki tosað við nakran, ið heldur, at tað er so deiligt við seyði niðri í urtagørðunum ella viðarlundini. Málið um vetrarfriðing er ikki nakað nýtt. Eg tosaði við ein, ið flutti til Vestmanna fyri 40 árum síðani, og tá varð mín sann eisini tosað um vetrarfriðing. Um vit skera inn á bein og hyggja at málinum, so er støðan tann sama tá, sum hon er nú nevniliga tann, at bøndur og størri jarðareigarar, ið eiga nógvan seyð gera av, hvat ið hendir ella ikki. Nú er so eisini tann góða umberingin, at fíggjarliga støðan er ikki so góð. Hatta er bara eitt í mentu til ta láturligu støðu, vit eru í viðvíkjandi hasum seyðinum. Eftir stutta tíð megna havnarmenn at byggja ein heilan bý uppi í Hoyvíkshaganum og sum virkandi borgarstjóri segði, verður ymiskt eisini plantað beinanvegin fyri at fríðka um staðið.

vit hava havt góðar fíggjarligar tíðir, og nú minni góðar, men einki hendir álíkavæl.

Alt vald til seyðahobbyistar.

Vagnur Streymoy

Verður lagt út uttan stórvegis viðmerkingar. Vit vilja tó nevna, at vetrarfriðingin ikki er slept, hon er enn ein av raðfestu íløgunum. Rætt er, at lógávan á landbúnaðarøkinum ofta er trupul – onkur heldur eisini ótíðarhóskandi - hetta kunnu landsmyndugleikar gera nakað við; bygdarráðið má lýða galdandi lóggávu.


 

Húsarúmdina

September 08 , 2009
Spurningur til "Ein ið gleiðst um framburðin í okkara kommunu" Hvat meinar tú við tað??



Heilsan Forvitni :)
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Hávatenn

September 08 , 2009
Síggi, at hávatennirnar inni á Heygum eru fluttar úteftir, alt gott um tað - tó er nógv meir átroðkandi at flyta hávatennirnar, sum eru úti í Skálum, longur inneftir Bilførarar, sum koma uttaní frá hava ongan livandi møguleika at síggja, um nakar bilur er á veg niðan Bøgøtu. Vælsignaði fái hetta gjørt sum skjótast, har er als onki sýni!!!'



Vinarliga,



Íbúgvi á Gerðisvegi
Ætlanin er at seta spegil upp, soleiðis at sýnið gerst nøktandi.

 

Manntal

September 07 , 2009
Hvussu nógn fólk eru skrásett í Vestmanna? Er fólkatalið vaksið nakað seinastu árini?



Ein ið gleiðst um framburðin í okkara kommunu

1. august 2009 var íbúgvaratalið í Vestmanna Kommunu 1230.

Til samanberingar hevur íbúgvaratalið seinastu árini verið hetta:

 1. jan. 2009  1252
 1. jan. 2008  1230
 1. jan. 2007  1235
 1. jan. 2006  1232
 1. jan. 2005  1241
 1. jan. 2004  1244
 1. jan. 2003  1241
 1. jan. 2002  1238
 1. jan. 2001  1233
 1. jan. 2000  1213

Sum tað framgongur av talvuni omanfyri, hevur íbúgvaratalið verið støðugt seinastu árini. Til samanberingar lá íbúgvaratalið í kreppuárunum í 90'unum um 1100-1200.

 

 


 

Gøtuljós

September 04 , 2009
Nær kann væntast at gøtuljós aftur vera uppsett fram við gøtuni við hórðará, frá Gerðisvegi og niðan? Tað er nú hálvt annað ár síðan hesar linjurnar duttu niður í illveðri og enn liggja linjurnar bara og sløðast!!!!
Arbeiðið er sett á arbeiðsskránna fyri oktober mánaða.

 

Drekkivatnið

September 01 , 2009
Fyri stuttari tíð síðan varð vatnið aftur klorað, tí bakteriur vóru funnar í vatninum.

Sjálvandi skal vatnið vera bakteriufrítt, men eg undrist á hví bakteriur verða staðfestar so ofta, og hví tekur tað so langa tíð at fáa klorið at renna ígjørnum skipanina - í hesum føri fyribils 6 dagar eftir at tit eru givnir???

Veit man hvaðani bakteriurnar stava ella eru filtrini ikki nóg góð? Mær vitandi er tað bert í KvívÍk og Vestmanna, at vatnið verður klorað, samb. lýsingum í útvarpinum.

Kloringin er neyðug, men hon er avgjørt ikki góð fyri hvørki fólk ella fæ, so longi hon stendur uppá. Hava tit gjørt nakrar kanningar av, um vatnkvaliteturin kann bøtast á annan hátt - eg hugsi um at reinsa filtrini oftari, skifta tey út til betri slag osfr.?

heilsan

Klorina

Vit kunnu bert ásanna, at tað tíverri kemur fyri, at bakteriur eru í vatninum, og tá so er verður klorað. Hetta verður gjørt á tann hátt, at klor verður latið í goymslubrunnarnar. Afturat hesum verður klorpumpa sett til. Klorpumpan stendur vanliga til í nakrar dagar.

At tað tekur so langa tíð at fáa klorið at renna ígjøgnum skipanina kemur helst av, at nýtslan á onkrum leiðingum er lítil og at tað tí tekur longur tíð, til klorið er runnið ígjøgnum.

Bakteriurnar, sum stava frá fenaði, verða sum oftast staðfestar í drekkivatninum um summarið, tá gróðurin er størstur. Vatnið í Føroyum er omanávatn, so tá gróður er, kemur nógv humus í vatnið. Humuspartiklarnir eru so mikið smáir, at sandfiltrini ikki klára at fanga allar. Tá so vatnið kemur til UV-strálingina, kann tað koma fyri, at partar av bakteriunum liggja í skugga og tí ikki verða raktar av strálunum.

At tað bert eru Vestmanna og Kvívík sum gera sær tann ómak at boða borgarunum frá, tá vatnið verður klorað, merkir ikki tað sama sum, at aðrar kommunur ikki hava trupulleikar av bakterium í nýtsluvatninum.

Sum viðurskiftini eru, er einasti mátin at fáa bilbugt við bakteriunum, at reinsa við klori, Tær klornøgdir, vit koyra í vatnið, eru ásettar í samráð við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, og skuldu ikki verið skaðiligar hvørki fyri fólk ella fæ.

Vit skifta javnan sandin í filtrunum, og vit skifta ljósrørini í UV-strálingini eina ferð um árið - tá gróðurin byrjar tíðliga um summarið.

Vit hava gott samskifti við aðrar kommunur um trupulleikan og fylgja við, hvussu teirra skipanir roynast.

Tosað hevur verið um at seta eitt ella tvey sandfiltur og eina UV-stráluskipan afturat. Hetta hevði hjálpt, men óvist er, um hetta loysir allan trupulleikan.