BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Kommunusamanlegging

Oktober 30 , 2009
Eg spyrji uppaftur: Hvat ætlar bygdarráðið at brúka úrslitið omanfyri til? Onki?

Vit hava longu brúkt úrslitið. Vegleiðandi fólkaatkvøðan var 19.01.’08, og bygdarráðið boðaði longu 23.01.’08 Innlendismálaráðnum frá, hvørja støðu vestmenningar høvdu. Bygdarráðið heitti samstundis á Innlendismálaráðið um at staðfesta okkara val. Hetta vildu tey ikki gera, tí lógin um sjálvbodna kommunusamanlegging gav Kvívíkar kommunu eina freist fram til 01.10.’09 til at taka støðu. Lógin sigur, at Vestmanna og Kvívíkar kommunur skulu í somu samstravseind. 11.06.’09 var fólkaatkvøða í Kvívík – greitt er frá henni í fyrra svarinum. Summarfrí og arbeiði við nýggja álitinum gjørdu, at Innlendismálaráðið ikki enn hevur tikið støðu til, hvørja samstarvseind kommunurnar skulu gerast partur av. Støðutakanin til samstarvseindina er helst óneyðug nú, tí ætlanin er jú at leggja kommunurnar saman við lóg.

Vit halda, at úrslitið av vegleiðandi fólkaatkvøðuni í 2008 var so greitt, at bygdarráðið hevur fingið heimild til at vísa á, at vestmenningar vilja leggja saman við Kvívíkar kommunu, men ikki saman við kommununum í Vágum. Vit halda tó, at tað er skilabest at hava nýggja fólkaatkvøðu, tí talan er nú um kommunusamanleggingar og ikki samstarvseindir, harumframt eru nú einans tveir ítøkiligir møguleikar at velja í. Um báðar kommunur spyrja sínar íbúgvar somu spurningar, so kunnu úrslitini samanberast, tað kunnu tær fyrru fólkaatkvøðurnar ikki.

Vit vóna at Kvívíkar kommuna vil og torir at spyrja sínar íbúgvar um teirra sjónarmið, vit tora avgjørt. Um teir ikki vilja ella tora, so fara vit væntandi enn einaferð at vísa á úrslitið av fólkaatkvøðuni í 2008.


 

Kommunusamanlegging

Oktober 29 , 2009

Úrslitið av fólkaatkvøðunum var:


Samstarvsøki (spurt varð um, hvørji samstarvseind Vestmanna Kommuna skal gerast partur av):

Streymoy: 481 atkvøður (60,1 %)

Vágar: 169 atkvøður (21,0 %)

Sundalagið: 123 atkvøður (15,4 %)

Ógildugar: 1 atkvøða (0,1 %)

Blankar: 27 atkvøður (3,4 %)

Tilsamans: 801 atkvøður (100 %)


Tað er ongin ivi um, at kommunuálitið hjá Landstýrinum ikki er í samsvarði við við hugsanina hjá vestmenningum sum heild. Hvat ætlar bygdarráðið at brúka úrslitið omanfyri til?

Jú, álitið er í ávísan mun í samsvari við okkara fólkaatkvøðu. Álitið nevnir antin 7 ella 9 kommunur. Vit og Kvívíkar kommuna skulu antin vera ein sjálvstøðug kommuna ella leggja saman við kommununum í Vágum.
Fyrri møguleikin er í samsvari við okkara val; vit valdu ongantíð at leggja saman við Tórshavnar kommunu - einans at verða partur av samstarvseindini Streymoy. Spyrjarin nevnir ikki, at 90,1% av okkum tóku undir við, at Vestmanna og Kvívíkar kommunur løgdu saman, tí er ongin ivi um, at ein nýggj kommuna við støði í Vestmanna og Kvívíkar kommunum er í samsvari við okkara fólkaatkvøðu.

Fólkaatkvøða hevur eisini verið í Kvívík um samstarvseindir. Úrslitið av henni er eftir okkara tykki sera ógreitt. Í fyrsta lagi var valluttøkan sera lág – bert um 180 av um 450 veljarum vóru á vali (um 41%). Ein rættiliga greiður meiriluti av teimum, sum vóru á vali, vildu gerast partur av samstarvseindini Vágar – 108 veljarar, men hetta er einans 24% av teimum, sum høvdu valrætt. Í øðrum lagi halda vit, at tað er óheppið, at  íbúgvarnir í Kvívík als ikki vórðu spurdir, um teir tóku undir við samanlegging við okkum.

Vestmanna kommuna sendi 26.10.’09 Kvívíkar kommunu skriv, har vit heita á tey um at skipa fyri nýggjari fólkaatkvøðu saman við okkum, har íbúgvararnir í báðum kommununum kunnu taka støðu til báðar møguleikarnar í nýggja kommunuálitinum. Sambært borgarstjóranum í Kvívík verður hetta skriv viðgjørt á bygdaráðsfundi mánadagin 02.11.’09.
Vit halda, at íbúgvararnir í báðum kommununum eiga at verða spurdir enn einaferð um teirra støðu, tí fortreytirnar eru rættiliga nógv broyttar – nú eru tveir ítøkiligir møguligar fyri kommunusamanlegging nevndir, fyrr var einans talan um eitt lítið ítøkiligt hugtak “samstarvseind”, har kommunurnar sjálvbodnar kundu leggja saman.
Landspolitikarar fara nú undir viðgerðina av álitinum, vit halda avgjørt, at vit eiga at gera vart við, hvørja støðu okkara íbúgvar hava til málið. Um vestmenningar, válafólk, kvívíkingar, stykkjafólk, leyningar og skælingsfólk vilja leggja saman við vágafólki, so eiga bæði kommunal- og landspolitikarar at virða ta avgerðina; men um vit heldur vilja seta á stovn eina nýggja Norðurstreymoyar Kommunu ella Vestur Kommunu hesumegin Vestmannasund, so skal tann avgerðin eisini virðast.


 

Heilt ótrúligt....

Oktober 27 , 2009
Tað vísur seg, at hvat f.... man finnur uppá í Vestmanna, so er tað onkur í fær nakað so ilt í reyvina av tí, og tað er við vissu teir somu persónanir, ið fáa ilt. Endiliga fingu vit eitt skjótiøki her í Vestmanna, til allar okkum uml. 150 mans, ið dáma væl at skjóta harur og fugl hvørt ár, men tað er jú bara í 2-3 mánar um ári, so hinar mánaðinar gleða vit okkum nú til at fara út á Berg at skjóta. Til tykkum í Vestmanna kommunu, til tykkum vinnulívsfólk í Vestmanna, til tykkum, ið hava hug at byrja okkurt virksemi í Vestmanna, og til tykkum, ið vara av hesum nýggja skjótiøkið, ikki fella í fátt, tað vil altíð vera óvundsjúka í eini so lítlari bygd, har øll kenna hvønn annan, og tað vilja altíð vera fleiri, ið vilja brúka sína tíð uppá at grenja og finna okkurt ringt um okkurt og onkran.



Grenj og øvundsjúka gjøgnum árið:

Obelix, salting, lyktapelar, vegbungur, vetrafriðing, hegn, bygdaleiðir, Fjalsvegur og nú skjótiøkið, o.m.a. heilt erligt.



Vh



Skjúttin.
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Leirdúgvur

Oktober 26 , 2009
Fáa øll atgongd til skjótiøki Ùti á Berg, krevst gjald til at brúka skjótiøki, skal man verða limur í skjótifelagi, ella hvussu hongur hetta saman?

Hvør hevur ábyrgd av skjótiøkinum? Hvønn skal man tosa við, um man hevur hug at sleppa við til leirdúgvuskjóting Úti á Berg?



Toppskjúttin
Tað er eitt skjótifelag í umbúnað, sum hevur søkt um loyvi til at brúka økið Úti á Berg til at skjóta á. Tá felagið er stovnað, ganga vit út frá, at hetta verður skipað sum vanlig lima- og áhugafeløg, tvs. við atgongd fyri áhugað ímóti limagjaldi.
Tað verður komandi felagið, sum kemur at hava ábyrgdina av skjótiøkinum, tá skotið verður. Vit kenna ikki enn treytirnar frá umhvørvismyndugleikunum, men vit ganga út frá, at økið, tá felagið ikki ger nýstlu av hesum til skjóting, verður opið sum nú er.

 

Úti á Berg

Oktober 26 , 2009
Eg má siga at eg helt tað vera skemt, tá ið eg las at kommunan nú knappliga snarar á einum tallerki og gevur loyvi at seta nakrar kasseraðar pelar upp Úti á Berg. Tað eru ikki meira enn nakrir fáir dagar gingnir, síðani sama kommuna á forsíðuni gremur seg um órudd á júst sama staði. Hetta hongur ikki saman.

Kundi verið áhugavert at fingið at vita, hví kommunan hevur valt akkurát Úti á Berg til leirdúgvuskjóting. Hvørji umhvørvislig árin fara at standast av skjótingini? Hvussu verður við teimum nógvu, sum javnan ganga túrar ella renna út hagar? Kunnu tey kenna seg trygg? Hevði ikki verið betur at brúkt grótbrotið til leirdúgvuskjóting í staðin?

Úti á Berg er eitt vakurt stað við sera góðum útsýni bæði suður og norður. Betur hevði verið um kommunan gjørdi ein lítlan gøtustubba út á tromina, setti ein bonk og eitt rekkverk. So kunnu bæði vestmannaborgarar og ferðafólk notið frálika útsýnið í friði og náðum.



Gongufólk
Loyvi til at skjóta Úti á Berg er treytað av góðkenning frá umhvørvismyndugleikunum, og treytirnar frá hesum myndugleikum skulu sjálvandi neyvt fylgjast.
Harafturat fer at verða kravt, at ávaringar verða uppsettar, tá skotið verður.
Vestmanna Kommuna fer sjálvandi eisini at seta krøv í samband við skjótingina.

 

Leirdúgvusjóting

Oktober 23 , 2009
Hey Vestmanna kommuna.



Bert eitt rós fyri at tit hava givi loyvi av leirdúgvusjótibana úti á berg, super, kanska vit einaferð fara at hava ein Vestmenning við í OL.

Verður lagt út uttan viðmerking

 

salting í vetur

Oktober 23 , 2009
um ikki so leingi fer kavin at koma aftur, og við hesum í huga vil eg gjarna spyrja um tað er so neyðugt at salta veginir her í bygdini ?? tað er sum at koyra á mjøli tá hetta verður gjørt, og nógv verri at koyra, enn tá kavin lyggur. eitt er at salta verður tá ísur er á vegnum, men tá kavi er og saltið kemur afturat, er ikki hugsningur um at koyra her í bygdini. dugi ikki at síggja hví hetta skal gerast á hvørjum árið ??
Tað er ikki kavin, sum verður saltaður, men frostið á vegunum. Tá tað kemur fyri, at kavin gerst mjølvutur av saltinum, so er tað tí, at saltað hevur verið stutt frammanundan, at kavin er lagstur.

 

Meira rusk

Oktober 22 , 2009
Hvør man eiga hasar steyrarnar, sum liggja úti á Berg, eg vóni ikki tann, sum hevur lagt teir dugir at lesa, tí so er viðkomandi frekarin enn gott er.
Tað eru teir, sum hava fingið loyvi til at skjóta við byrsu har úti, sum hava lagt pelarnar - teir skulu brúkast til at hanga net uppí fyri at avmarka, hvussu langt leirdúgvurnar kunnu fara.

 

Stolið

Oktober 22 , 2009
Lesið niðanfyri at tað er stolið úr ymiskum bilum her í Vestmanna, somuleiðis úr okkara bili. Kona mín var inni í ítróttarhøllini eitt ørindi hon var bert inni har í 10min og ímeðan stóð bilurin ólæstur uttanfyri soleiðis sum flest øll gera í Vestmanna um dagin. Tá hon kemur út aftur í bilin sær hon at onkur hevur róta í taskuni hjá sær sum lá á dúrkinum, hon fer sjálvsagt at hyggja um okkurt var stolið, jú so var, 1000kr vóru vekk, visakort, o.m.a. á alljósum degi.

So við hesum heiti eg á tykkum børn, ung ella vaksin, at um tit vita ella hava sag eitthvørt, so lær viðkomandi at so ger man ikki, ella boða frá so hesar dreingja/gentu løtir steðga.



Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Grønanes

Oktober 22 , 2009
Hvussu verður við strandaøkinum niðanfyri grønanes, nú ellisheimið skal byggjast har? Verður grót oyst á sjógv sum so nógva aðrastaðni, ella sleppa vit vestmenningar at eiga hesar síðstu metrarnar av fjøru í frið?? Kom at hugsa um hetta tá tað fall mær inn hvussu nógv av fjøruni í Vestmanna í veruleikanum er blivin burtur, ja nú eru bert nakrir fáir metrar á grønanesið og á fitjum eftir!! Annars noyðist man yvir til stubbarnar fyri at fáa eina kenslu av fordums Vestmannahavn ....



heilsan

ein lokalur náttúruelskari...

Tað verður nakað av gróti fylt út á sjógv við sjálva kaiina á Grønanesi, men annars verður fjøran varðveitt.

Á myndini, sum er heft at tíðindastubbanum á forsíðuni, sæst hvussu fylt verður út á sjógv.


 

Náttarbussurin

Oktober 19 , 2009
Hví hava tit ikki tíðspunktini fyri nær náttarbussurin koyrir inni her?



Haldi sjálvur at náttarbussurin er eitt fantastiskt tiltak - veit væl at kommunan ikki stendur fyri tí, men tað viðkemur væl helst øllum borgarum í Vestmanna
Náttarbussurin koyrir leygarkvøld kl. 23.30 frá Torginum í Vestmanna og heimaftur úr Havnini kl. 4.30, og tá koyrir hann frá City í miðbýnum.

 

Parkeringsøki Bakkavegur

Oktober 19 , 2009
Fari at heita á tykkum, at seta sera sjónlig endurskin á pelarnar, so teir ikki verða til ampa fyri bilar og fólk. So leingi parkeringsøkið ikki er gjørt liðugt, kann standast ein ólukka av hesum pelum, sum nú standa á miðjum vegi, um tú kemur koyrandi frá t.d. kirkjuni. Hevði vóna at pelarnir vóru settir heilt oman til stuðlamúrin,so lættligt var hjá ferðslu, parkering og kavarudding á hesum avbera góða strekkið.
Áheitanin vrður tikin upp á byggifundi.

 

Ein áheitan

Oktober 19 , 2009
Hettar er bert ein lítil áheitan til allar vestmenningar.

Eg eri ein av teimum mongu, sum hevur havt "innbrot" í bilinum í síðstani, eg havi havt bil í nógv ár nú og hann hevur altíð fingi frið í túninum og hevur so gott sum hvørja nátt staði ólastur (mín feilur), men ein morgun herfyri tá ið eg kom út í bilin, so manglaði sera nógv, persónlig ting og pengar, og eftir at hava tosa við fleiri fólk, so havi eg funnið útav at tey hava verið út fyri tí sama, at fólk simpulten fara inn í bilarnar um næturnar, ímeðan hann stendur parkeraður í túninum og stjala.

Tá man býr á bygd, so hevur man lindi til at lata bilar og úthurðar standa ólast, men hettar verður man noyddur til.

So....hettar er bert ein áheitan, stong bilarnar um næturnar!!
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Røktarheim

Oktober 15 , 2009
Frálíkt at vit fingu stuðulslánið til røktarheimið, men stuðulslán, merkir tað lán ella er tað í veruleikanum stuðul?? Annars varð eg eitt sindur ørkimlaður av hasum kortinum, sum stóð saman við greinini, vendir tað rætt? N- vísti til vinstru? Hava tit eitt kort, sum vísir meira av landslagnum rundan um bygningin, so ein kann síggja hvussu bygningurin kemur at standa í mun til lendið rundanum?

Lánið skal ikki gjaldast aftur, men eitt pantibræv upp á lánsupphæddina verður tinglisið á ognina.

Kortið vendir rætt, í ovasta høgra horni síggjast neystini uttan fyri ruskplássið, oljukajin er niðan fyri uttastu lonina.  Verandi vegur fylgir ovaru síðu á røktarheiminum, gomlu oljutangarnir stóðu áleið mitt í røktarheiminum.

Tá røktarheimið verður boðið út, verða neyvari tekningar lagdar á heimasíðuna.


 

Fíggjarætlanin 2010

Oktober 12 , 2009
Verður kommunuskatta prosentið óbroytt?
Kommunuskattaprosentið verður viðgjørt saman við viðgerðini av fíggjarætlanini fyri 2010.

 

Super

Oktober 12 , 2009
Nú hava fólk grenja um manglandi ljós á Bakkavegi, og hvups, so setur man nøkur ljós upp, sum hvørki høvd ella hali er á. Hvat hugsað tit fyri tykkum, hatta er lívsfarlig, hvi seta tit ikki smáar pelar upp á miðstaðarøkinum, at "hygga um "



Næstan gomul dama

Um smáir pelar høvdu verið uppsettir, høvdu teir tá ikki verið eins hættisligir?

Pelarnir eru uppsettir eftir eini ætlan um, hvussu økið framyvir skal skipast, tvs. ímillum vegbreytina og parkeringsplássið. Tá parkeringsplássið verður gjørt liðugt, og gongubreyt verður gjørd oman ímóti stuðlamúrinum, er ætlanin er seta armatur upp, sum lýsa omaneftir. Armaturini verða tá sett á verandi pelar.


 

Stavivilla

Oktober 12 , 2009
Skatturin í septembur og 3. ársfjórðing



September stavast við e

Sambært móðurmálsorðabókini eru báðir hættirnir rættir, tvd. septembur og september.


 

Fíggjarstøða

Oktober 07 , 2009

Hvussu er fíggjarstøðan hjá Vestmanna Kommunu? Klára kommunan at svara sínar skyldur, tað sum eftir er av árinum, uttan at seta ikki áður ætlaði tiltøk í verk?

Eigur kommunan pening á bók?

Væntað varð, at inntøkan hjá kommununi fór at hækkað í 2 mill. kr. 2009 samanborið við 2008, men hetta tykist ikki at fara at halda. Hvussu ætlar bygdarráðið at fíggja hetta hallið?

Fíggjarstøðan hjá Vestmanna Kommunu er ikki tann besta í løtuni; sama støða er í flest øllum kommunum, tí skattainntøkurnar eru nógv minkaðar. Tað er torført at seta tiltøk í verk, tí tað eru inntøkurnar, ið svíkja, meðan rakstarútreiðslurnar í flestu førum eru, sum vit væntaðu.

Vit vænta tó ikki, at neyðugt verður við stórvegis tiltøkum í ár, tí fleiri av størru útreiðslunum eru longu liðugtgoldnar. Harumframt eiga vit stuðul á hjá landinum fyri røktarheimsútreiðslur, hesar verða goldnar okkum, tá gongd kemur á byggingina; talan er um eini 2,5 milliónir. Tá tær verða goldnar okkum, betrast gjaldførið munandi.

Fáar kommunur eiga pening á bók, men tær flestu eru enn niðanfyri álíkningina í skuld og kunnu tí læna til at fíggja eitt møguligt hall.

Eitt møguligt hall í ár má helst fíggjast við yvirskoti á komandi fíggjarætlan; aðrir møguleikar eru at læna ella biðja um avdráttarskáa. Einasta størri íløgan í 2010 verður helst røktarheimið, tí ætla vit, at fíggjarætlanin fyri 2010 skal hava eitt hampiliga stórt yvirskot.


 

Legg fundarskipanirnar út

Oktober 07 , 2009
Kunnu tit leggja allar fundaskipanirnar út her, sum borgarstjórin hevur lagt fram, so øll síggja tær.

Fundarskipan, stýrisskipanir o.a. verður lagt út, tá bygdarráðið hevur samtykt tær. Tær koma væntandi fyri til 2. viðgerð á bygdarráðsfundinum, sum verður 27. oktober. 


 

Bungur

Oktober 07 , 2009
For svartasta gevist nú við hasum bungunum, tað kann ikki passa at nakar koyris skjótt i Vestmanna, her er næstan ikki koyrandi fyri bungum, náttúrligum og framleiddum. Vælsignaði latið okkum ikki fáa fleiri, fái heldur løgregluna norð at steðga teimum sum einki leggja í bilin, tey kunnu ikki vera nógv.



Rin, sum fær sjóverk av at koyra biltúr.
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Ùtbygging

Oktober 07 , 2009
Nær rokna tit vid, at fari verdur undir at stykkja út vídari frá Heygalíd og Fjalslíd??



Heilsan

Forvitni

Enn er ikki nøkur ítøkilig tíðarætlan fyri, nær hildið verður áfram at útstykkja frá Heygalíð og Fjalslíð.


 

Nei. Forsørin?

Oktober 05 , 2009
Grótrúgvan uttast á Fjalsveg má fáa frið. Havi sjálvur veri

har við bili og sá,at hattar er eitt arbeiðspláss og tí koma

fáðir bilar har,illa kanska bæra tey,ið hava okkurt við bygg-

ingina at gera og slík fólk eru altíð laðalig,tað eiða tey í

hvussu so er at vera,skal man grenja so grenja um tað sum

er vert at grenja um. Skal ikki blanda meg uppí skrivingina

um Fjalsvegin annars,men,uttast á hasum vegi koyra øll

SPAKULIGA.
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

TAKK

Oktober 05 , 2009
Tú sum sigur TAKK um bungur.

Ert tú ein av teimun sum koyrur skjótt eftir

fjalsvegi !!!!!
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

ìbúd í landbúnadarøkid

Oktober 05 , 2009
Skilji, at byggisamtyktin frá grótbrotinum í Midalsbrekku er broytt frá byggilendi til landbúnadarøki.

Har er komi eitt seydahús, men er tad lov at gera íbúd í einum seydahúsid ?

Og hvørjar avleidingar fær tad, um íbúd verdur gjørd í einum seydahúsid í landbúnadarøkid.



Ein spurningur afturat: er kommunan vitandi um, at okkurt seydahús í bygdini verdur partvíst innrætta til íbúd í løtuni?

Byggisamtyktin er ikki broytt frá byggilendi til landbúnaðarøki frá grótbrotinum og úteftir. Fram við vegnum er byggilendi, men omanfyri hetta er landbúnaðarøki. Tað eru ongar ásetingar í byggisamtyktini sum forða fyri, at íbúð kann gerast í seyðahúsi.

Nei, kommunan er ikki vitandi um, at okkurt seyðahús í bygdini partvíst verður innrættað til íbúð í løtuni.


 

Ongar bungur Á fjalsvegi

Oktober 02 , 2009
nei har skulu ongar bungur á fjalsvegi takk
Verður lagt út uttan viðmerking.